en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The Danish National Bank has recently analyzed the Faroese housing market and states that the price development in the period 2013–2023 can largely be understood from the interest rate trend, real wage developments, and the supply of housing.
article_dagur_translated
Danski Tjóðbankin hevur nýliga greinað føroyska bústaðarmarknaðin og staðfestir, at prísgongdin í tíðarskeiðinum 2013-2023 kann í stóran mun skiljast út frá rentugongdini, reallønargongdini og útboðnum av bústøðum.
The National Bank therefore does not believe that prices are overvalued.
article_dagur_translated
Tjóðbankin metir sostatt ikki, at prísirnir eru yvirmettir.
In recent months the interest rate has fallen, and prospects point to further interest rate cuts in the coming period.
article_dagur_translated
Seinastu mánaðirnir er rentan lækkað, og útlit eru fyri fleiri rentulækkingum komandi tíðina.
Furthermore, inflation is falling and more wage increases lie ahead.
article_dagur_translated
Harumafrmat er inflatiónin lækkandi og fleiri lønarhæking eru fyri framman.
"This is expected to give households greater financial leeway.
article_dagur_translated
- Tað fer væntandi at geva húsarhaldum størri fíggjarligt rásarúm.
In the analysis by the Danish National Bank a conclusion is that if the interest rate rises or falls by about one percentage point, average house prices over time rise or fall by about 12 percent.
article_dagur_translated
Í greiningini hjá danska Tjóðbankanum er ein niðurstøða, at um rentan hækkar ella lækkar við umleið einum prosentstigi, hækka ella lækka miðalprísirnir á húsum yvir tíð við umleið 12 prosentum.
Thus there are also several signs that house prices may continue to grow in 2025, somewhat the same as in 2024, says Petur Mohr Niclasen.
article_dagur_translated
Tískil eru eisini fleiri tekin um, at sethúsaprísirnir kunnu halda fram at vaksa í 2025, nakað tað sama sum í 2024, sigur Petur Mohr Niclasen.
There has been strong wind during the night and early this morning, but it now appears to be decreasing.
article_dagur_translated
Nógvur vindur hevur verið í nátt og tíðliga í morgum, men nú tykjast hann minkandi.
The police received many reports of damage from around 4 o'clock until approximately 7 o'clock.
article_dagur_translated
Løgreglan fekk nógvar fráboðanir um skaðar frá klokkan 4 og til umleið klokkan 7.
The reports concern roofs and house coverings being torn off and objects being blown around in the strong wind.
article_dagur_translated
Talan er um tekjur og húsaklædningar sum ríva og um lutir sum fúka í nógva vindinum.
Several windows have also been broken.
article_dagur_translated
Eisini eru nøkur vindeygu farið ígjøgnum.
In Hvalba a roof was blown off at around half past six.
article_dagur_translated
Í Hvalba var tekja farin á flog um hálvgun sjey tíðina.
It was a roof that had been lying flat on a house, but which had been blown away in the strong wind.
article_dagur_translated
Hetta var ein tekja, sum vark lár at leggja eini hús, men sum var farin á flog í nógva vindinum.
The South Faroe Islands Rescue Association was dispatched to secure the roof.
article_dagur_translated
Suðuroyar Norðarabjargingarfelag varð boðsent at tryggja tekjuna.
In Klaksvík it was reported that the trawler Polarhav had broken a mooring line.
article_dagur_translated
Í Klaksvík var boðað frá at trolarin Polarhav hevði slitið ein enda.
People went to the site and managed to tie Polarhav securely to the quay again so that no damage occurred.
article_dagur_translated
Har fóru fólk á staðið og fingu bundið Polarhav væl til bryggju aftur so eingin skaði hendi.
Reports have come from Vágur, Hvalba, Tvøroyri, Trongisvágur, Hoyvík, Toftir, Rituvík, Norðragøta and Klaksvík.
article_dagur_translated
Fráboðanir eru úr Vági, Hvalba, Tvøroyri, Trongisvági, Hoyvík, av Toftum, úr Rituvík, Norðragøtu og úr Klaksvík
Our appeal to people is to take care and drive carefully.
article_dagur_translated
Okkara áheitan til fólk er at ansa sær og koyra varliga.
Various objects can be blown about by the wind, says the duty officer at the police station this morning.
article_dagur_translated
Ymiskt kann fúka í vindinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðuni í morgun.
Forecast valid until Saturday at noon, written at 06:30.
article_dagur_translated
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi, skrivað kl 06:30.
Gale-force westerly storm, 25 to 28 m/s, which in the morning quickly decreases to a fresh westerly breeze up to a strong breeze, 8 to 13 m/s.
article_dagur_translated
Hvassur stormur vestan, 25 til 28 m/s, sum fyrrapartin minkar skjótt niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s.
In the afternoon the wind decreases further to a light southerly breeze, less than 5 m/s.
article_dagur_translated
Seinnapartin minkar vindurin meira niður í eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s.
Cloudy with some squally showers.
article_dagur_translated
Skýggjað og okkurt ælið.
This evening it veers to the southeast and increases to a fresh breeze up to a strong breeze, 8 to 13 m/s, in places up to a stiff breeze, 15 m/s.
article_dagur_translated
Í kvøld gongur hann upp í landsynning og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s.
At night it shifts to the south and increases to a fresh to gale-force wind, 10 to 15 m/s, in places up to a very strong gale, 18 m/s.
article_dagur_translated
Í nátt lækkar hann í sunnan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s.
Windy and rainy.
article_dagur_translated
Samdrigið og regn.
Tomorrow morning a fresh to gale-force wind from the southeast, 10 to 15 m/s, in places up to a very strong gale, 18 m/s.
article_dagur_translated
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s.
Cloudy with rain or squally weather.
article_dagur_translated
Skýggjað og regn ella ælaveður.
Temperatures between 2 and 7 degrees, tonight rising to between 5 and 9 degrees.
article_dagur_translated
Hitin millum 2 og 7 stig, í nátt veksandi til millum 5 og 9 stig.
The Greenlandic prime minister, Múte B. Egede, is a very sought-after man these days.
article_dagur_translated
Grønlendski landsstýrismaðurin, Múte B. Egede, er ein nógv umbiðin harri í hesum døgum.
Last night he was seen on Fox News and answered questions about Donald Trump's great interest in Greenland.
article_dagur_translated
Í gjárkvøldið var hann at síggja á Fox News og svaraði spurningum um stóra áhugan frá Donald Trump fyri Grønlandi.
- We do not want to be Danes, we do not want to be Americans.
article_dagur_translated
- Vit vilja ikki vera danir, vit vilja ikki vera amerikanarar.
We want to be Greenlanders.
article_dagur_translated
Vit vilja vera grønlendingar.
- But I think that we can cooperate in several areas, said Múte B. Egede.
article_dagur_translated
- Men eg haldi, at vit kunnu samstarva á fleiri økjum, segði Muté B. Egede.
- I will make that clear.
article_dagur_translated
- Eg skal gera tað greitt.
We do not wish to be Americans or a part of the USA, but we want to have a stronger cooperation with the USA, said the prime minister.
article_dagur_translated
Vit ynskja ikki at vera amerikanrar ella ein partur av USA, men vit vilja hava eitt sterkari samstarv við USA, segði landsstýrisformaðurin.
Nearly 600 schoolchildren from several schools in Eysturoy and the Tórshavn municipality have in recent days seen the Oscar-nominated animated film.
article_dagur_translated
Nærum 600 skúlabørn úr fleiri skúlum í Eysturoynni og Tórshavnar kommunu hava í hesum døgum sæð hin Oscar-tilnevndi animatiónsfilmin
The special thing about the screening is that the film was dubbed into Faroese speech at the same time as it was playing.
article_dagur_translated
Tað serstaka við sýningini er, at filmurin varð ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spældi.
The film is emotional, dramatic and moving, so there was both laughter and tension, and some people shed a tear.
article_dagur_translated
Filmurin er kensluborin, dramatiskur og hugtakandi, so har var bæði látur, spenningur og onkur feldi eitt tár.
The Faroese Maria M. Forná, who lives in Ireland, is one of several who have animated Úlvafólk.
article_dagur_translated
Føroyska Maria M. Forná, ið býr í Irlandi er ein av fleiri, sum hava animerað Úlvafólk.
Durita Dal Andreassen directed the dubbing and the actors were Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen, Hjálmar Dam, and Marita S. Dalsgaard.
article_dagur_translated
Durita Dal Andreassen leikstjórnaði ljóðsetingina og leikarnir vóru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen, Hjálmar Dam, Marita S. Dalsgaard.
The school screenings are part of the Children's Film Festival.
article_dagur_translated
Skúlasýningarnir eru ein partur av Barnafilmsfestivalinum.
Úlvafólk will be shown one last time on Friday, January 17.
article_dagur_translated
Úlvafólk verður sýndur eina seinastu ferð fríggjadagin 17. januar .
It is a public screening at Norðurlandahúsið.
article_dagur_translated
Talan er um eina almenna sýning í Norðurlandshúsinum.
Several films will be shown over the weekend.
article_dagur_translated
Fleiri filmar verða vístir um vikuskiftið.
Elias Zachariassen is the skipper of Brimil and the entire crew was on board when we met them on the quay in Tórshavn, where Brimil was moored.
article_dagur_translated
Elias Zachariassen er skipari á Brimli og var øll manningin umborð tá vit hittu tey á molanum í Havn, har Brimil lá.
Ten men and one woman were in this team, who are on board for 14 days and then ashore for 14 days.
article_dagur_translated
10 menn og ein kvinna vóru í hesum toyminum, sum eru umborð í 14 dagar og síðani á landi í 14 dagar.
Hear, among other things, Elias explain how quickly things should proceed when the crew is ashore and receives notice that sailing will commence now.
article_dagur_translated
Hoyr m.a. Elias greiða frá hvussu skjótt tað eigur at ganga um manningin er á landi og fáa boð at nú verður siglt.
He also recounts the incident when Kambur sank.
article_dagur_translated
Hann greiðir eisini frá tilburðinum tá Kambur sakk.
This audio interview is part of the series The Defense in the Faroe Islands, which is produced by Petur Zachariassen.
article_dagur_translated
Hendan ljóðsamrøðan er partur av røðini Verjan í Føroyum, sum Petur Zachariassen leggur til rættis.
Yesterday the first reading in the Faroese Parliament (Løgting) took place on several changes to the parental leave system.
article_dagur_translated
Í gjár var fyrsta viðgerð í Løgtinginum av fleiri broytingum í barsilsskipanini.
Judging by the debate, there is broad support for the proposal from Margit Stórá, the minister.
article_dagur_translated
Eftir orðaskiftinum at døma er stór undirtøka fyri uppskotinum hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu.
The proposal, prepared by former minister Ingilín D. Strøm, contains a number of improvements to the parental leave system.
article_dagur_translated
Í uppskotinum, sum fyrrverandi landsstýriskvinnan, Ingilín D. Strøm, fyrireikaði, eru eina røð av batum í barsilsskipanini.
These affect parents of twins and higher-order multiples, parents of prematurely born children, and adoptive parents.
article_dagur_translated
Bæði hjá tví- og fleirburðaforeldrum, foreldrum hjá ov tíðliga føddum børnum og hjá foreldrum, sum ættleiða.
From now on parental leave for parents of twins and multiples will be arranged so that both parents can be with the children simultaneously for a longer period.
article_dagur_translated
Frameftir verður barsilin hjá tví- og fleirburðaforeldrum soleiðis, at bæði foreldrini kunnu vera saman um børnini samstundis í longri tíð.
With the change the parents can be with the child simultaneously for 28 weeks in addition to the four weeks they currently have the right to.
article_dagur_translated
Við broytingini kunnu foreldrini verða um barnið samstundis í 28 vikur afturat teimum fýra vikunum, tey hava rætt rætt til í dag.
For single parents of multiples there will also be an option for another caregiver to take part of the time together with the mother.
article_dagur_translated
Fyri einlig fleirburðaforeldur verður møguleiki eisini fyri, at annar umsorganarpersónur kann taka ein part av tíðini saman við mammuni.
Parents and children who are hospitalized should have the same leave time as other parents at home with the child, rather than a large part of the maternity leave being spent in hospital.
article_dagur_translated
Foreldur og børn, ið eru innløgd, skulu hava somu tíð sum onnur foreldur í barsil heima við barninum, heldur enn at stórur partur av barnsburðarfarloyvinum verður hildið á sjúkrahúsinum.
Therefore parents of a child born before week 37 will receive extended parental leave.
article_dagur_translated
Foreldur at barni, sum er føtt áðrenn viku 37, fáa tí longt barsil.
Parental leave benefits will also from now on be adjusted in the same way as, for example, social welfare payments.
article_dagur_translated
Eisini verður barsilsútgjaldið frameftir javnað á sama hátt, sum til dømis almannaveitingar.
Before the change this spring, when the parental leave benefit was raised to 30,000 DKK, the amount had remained at 25,000 DKK for nearly 20 years.
article_dagur_translated
Áðrenn broytingina í vár, tá barsilsútgjaldið hækkaði upp í 30.000 kr., hevði upphæddin staðið í stað á 25.000 kr. í nærum 20 ár.
With the new change the parental leave benefit will follow general societal developments.
article_dagur_translated
Við nýggju broytingini fer barsilsgjaldið at fylgja gongdini í samfelagnum annars.
Parents who adopt a child should have better opportunities to help the child settle into the new environment during the initial period.
article_dagur_translated
Foreldur, ið ættleiða barn, skulu hava betri møguleika at hjálpa barninum at fella til í nýggja heiminum fyrstu tíðina.
The minister's proposal significantly improves the opportunity for adoptive parents to be together with the child in the early period.
article_dagur_translated
Uppskotið frá landsstýriskvinnuni bøtir munandi um møguleikan hjá foreldrum, sum ættleiða, at vera saman um barnið fyrstu tíðina.
The parental leave system is financially sound, so it will not be necessary to raise the contribution level to implement these improvements.
article_dagur_translated
Barsilsskipanin er væl fyri fíggjarliga, so neyðugt verður ikki at hækka inngjaldið fyri at fremja hesar batar.
All prostate scans for Faroese men are now being performed with the new 3T MRI scanner at Klaksvík Hospital.
article_dagur_translated
Nú verða allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum framdar við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
In December last year the first prostate scans were performed with the new scanner.
article_dagur_translated
Í desember í fjør vórðu fyrstu prostataskanningarnar framdar við nýggja skannaranum.
Staff at Klaksvík Hospital and the National Hospital are in the MRI team, which is responsible for performing all MRI scans in the Hospital Service.
article_dagur_translated
Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum eru í MR-toyminum, sum stendur fyri at gera allar MR-skanningarnar í Sjúkrahúsverkinum.
Before the 3T MRI scanner was put into service in May 2024, a process was begun to train the staff in the MRI team to use the new scanner.
article_dagur_translated
Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai í 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran.
I am pleased that the Hospital Service can now offer men in the Faroe Islands a better and safer option for testing for prostate cancer.
article_dagur_translated
Eg fegnist um at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata.
Overall, the new MRI scanner at Klaksvík Hospital raises the diagnostic capacity of the Hospital Service, as it is possible to perform more and better scans than before, and more patients avoid having to travel abroad for examinations, says Súsanna Bertholdsen, the Minister of Health.
article_dagur_translated
Sum heild lyftir nýggi MR skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi diagnostiska øki í Sjúkrahúsverkinum, nú tað er møguligt at fremja fleiri og betri skanningar enn frammanundan, umframt at fleiri sjúklingar sleppa undan at fara til kanningar uttanlands, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
In 2023, 23 men were sent for prostate scans in Denmark.
article_dagur_translated
Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark.
Now that these scans are being carried out in the Faroe Islands, the number of scans will increase significantly.
article_dagur_translated
Nú farið er undir at gera hesar skanningarnar í Føroyum, fer talið av skanningum at økjast nógv.
This is because in the future all men will be scanned instead of doing biopsies first to determine whether a scan for prostate cancer is needed.
article_dagur_translated
Hetta tí, at framyvir verða allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta um tørvur er á at skanna fyri krabbamein í prostata.
Previously biopsies were done rather than referring all patients for MRI scanning in Denmark.
article_dagur_translated
Áður vórðu biopsiir gjørdar, heldur enn at ávísa allar sjúklingar til MR-skanning í Danmark.
The examination method with the 3T MRI scanner is safer and more patient-friendly for men.
article_dagur_translated
Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og meira vinarligur fyri menninar.
Furthermore, this examination method is in accordance with the latest recommendations from the Danish Health Authority, the 2022 Cancer Plan, and the Danish Urological Society.
article_dagur_translated
Harumframt er hesin kanningarhátturin í samsvari við nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen, Krabbameinsætlanini frá 2022 og Dansk Urologisk Selskab.
According to estimates by the Hospital Service, Klaksvík Hospital will perform between 120 and 200 prostate scans per year.
article_dagur_translated
Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið.
Thus a large proportion of these men will avoid having to leave the country for examinations.
article_dagur_translated
Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.
In 2024 a total of 595 MRI scans were performed on the 3T MRI scanner at Klaksvík Hospital.
article_dagur_translated
Í 2024 vórðu í alt 595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
With two MRI scanners in the Hospital Service the capacity is large, and there is practically no waiting time to get started.
article_dagur_translated
Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er kapasiteturin stórur, og so at siga eingin bíðitíð at sleppa framat.
With the new scanner, citizens receive better service in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Við nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum.
More scans can be performed in the Faroe Islands that were previously carried out at treatment facilities abroad.
article_dagur_translated
Fleiri skanningar kunnu gerast í Føroyum, sum áður hava verið framdar á viðgerðarstøðum uttanlands.
This is a significantly better service for patients who now avoid having to travel abroad for scans.
article_dagur_translated
Hetta er ein munandi betri tænasta til sjúklingar, sum nú sleppa undan, at fara av landinum til skanningar.
The confectionery will soon be taken down and a new building will be constructed there.
article_dagur_translated
Konditaríið skal í næstum takast nður og nýggjur bygningur skal byggjast har.
That is reported by Regin Petersen, director of the construction company HVT.
article_dagur_translated
Tað upplýsir Regin Petersen, stjóri í byggifyritøkuni HVT,
It is HVT that owns the building which the confectionery occupied until some time ago.
article_dagur_translated
Tað er HVT sum eigur bygningin, sum konditaríið helt til fyri nú langari tíð síðan.
For many years it was an important part of downtown life in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í nógv ár var tað ein týðandi partur av miðbýarlívinum í Havnini.
In recent many years pizzas have been sold there and various shops have operated in the premises.
article_dagur_translated
Seinastu nógvu árini hevur pitsa verið selt har og ymiskir handlar hava hildið til í hølunum.
The building is in such a poor condition that it is not worthwhile to renovate it.
article_dagur_translated
Bygningurin er í so mikið vánaligum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla hann.
The new building will be in the same style, says Regin Petersen.
article_dagur_translated
Nýggi bygningurin skal vera í sama stíli, sigur Regin Petersen.
In connection with what Petur Zachariassen is preparing on Portalinum, Jens Kristian Vang, photographer, was on board here.
article_dagur_translated
Í sambandi við, sum Petur Zachariassen leggur til rættis á Portalinum, var Jens Kristian Vang, myndmaður, umborð herfyri.
He took photos on board Vørn's patrol and rescue ship, which was built in Norway in the year 2000.
article_dagur_translated
Hann tók myndir umborð á vaktar- og bjargingarskipinum hjá Vørn, sum er bygt í Noreg í ár 2000.
Brimil is 59.96 meters long and 12.6 meters wide, and despite its 25 years it is our newest ship of its kind.
article_dagur_translated
Brimil er 59,96 metrar til longdar og 12,6 metrar breitt, og er hóast síni 25 ár okkara nýggjasta skip av sínum slag.
The other patrol ship, Tjaldrið, is almost 50 years old.
article_dagur_translated
Hitt vaktarskipið, Tjaldrið, er skjótt 50 ára gamalt.
In Petur Zachariassen's podcast you can hear an interview with the captain, Elias Zachariasen.
article_dagur_translated
Í poddinum hjá Peturi Zachariassen ber til at hoyra samrøðu við skiparan, Elias Zachariasen.
Last night it was announced that a landslide was confirmed in Kúrberg, and the Tórshavn Fire Department reports that the area is closed for safety reasons because there is a risk of new landslides.
article_dagur_translated
Í gjárkvøldið varð boðað frá, at omanlop varð staðfest í Kúrbergi, og Tórshavnar Sløkkilið boðar frá, at økið er stongt av trygdarávum, tí vandi er fyri nýggjum omanlopum.
Signs have been put up in the area warning of the danger of landslides, and everyone is urged to respect the markings and instructions on site, writes the Tórshavn Fire Department on Facebook.
article_dagur_translated
Skelti eru sett upp í økinum, sum ávara um vandan fyri omanlopum, og heitt verður á øll um at virða avmerkingarnar og vegleiðingar á staðnum, skrivar Tórshavnar Sløkkilið á Facebook.
On Friday the Israeli government approved the agreement with Hamas on a ceasefire in Gaza and the release of hostages, the office of Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu announces.
article_dagur_translated
Fríggjadagin góðkendi ísraelska stjórnin avtaluna við Hamas um vápnahvíld í Gaza og leyslating av gíslum, boðar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu frá.
The ceasefire agreement is scheduled to come into effect tomorrow, Sunday, January 19.
article_dagur_translated
Avtalan um vápnahvíld kemur eftir ætlan í gildi í morgin, sunnudagin 19. januar.