en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Therefore the Israeli government met yesterday for over six hours about the agreement before it was finally approved.
article_dagur_translated
Ísraelska stjórnin fundaðis tí gjár í yvir seks tímar um avtaluna, áðrenn hon endiliga varð góðkend.
According to several media outlets, 24 ministers voted in favor of the agreement while eight voted against it.
article_dagur_translated
Sambært fleiri miðlum atkvøddu 24 ráðharrar fyri avtaluni, meðan átta atkvøddu ímóti.
The agreement, which was announced earlier in the week, stipulates, among other things, that the fighting in Gaza shall stop and that Israel will withdraw its military units.
article_dagur_translated
Avtalan, sum varð kunngjørd fyrr í vikuni, hevur m.a. við sær, at bardagarnir í Gaza skulu steðgast, og at Ísrael skal taka herdeildir sínar aftur.
At the same time, approximately half of the hostages in Gaza who are still believed to be alive will be released, and the same will apply to several hundred Palestinian prisoners in Israeli jails.
article_dagur_translated
Samstundis verða umleið helvtina av teimum gíslunum í Gaza, sum framvegis verða mettir av vera á lívi, leyslatnir, og tað sama verða fleiri hundrað palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
According to Ritzau, 33 Israeli hostages will be released in the first phase.
article_dagur_translated
Sambært Ritzau verða 33 ísraelskir gíslar leyslatnir í fyrsta umfari.
Among them are women, men, and children.
article_dagur_translated
Millum teir eru bæði kvinnur, menn og børn.
In return, Israel will release all Palestinian women as well as children and youths under 19 years old.
article_dagur_translated
Ísrael fer afturfyri at leyslata allar palestinskar kvinnur umframt børn og ung undir 19 ár.
The Israeli Justice Ministry has published a list of 95 Palestinian prisoners who are scheduled to be released on Sunday.
article_dagur_translated
Ísraelska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt ein lista við 95 palestinskum fangum, sum eftir ætlan verða leyslatnir sunnudagin.
The war between Hamas and Israel began with Hamas's attack on Israel on October 7, 2023.
article_dagur_translated
Kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði við álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.
It was during that attack that about 250 people were taken hostage.
article_dagur_translated
Tað var undir hesum álopinum, at umleið 250 fólk vórðu tiknir til gísla.
After the storm on Friday night, the police have received a total of 28 reports of wind damage, the duty officer at the police station in Tórshavn reported this morning.
article_dagur_translated
Eftir illveðrið fríggjanáttina hevur løgreglan fingið tilsamans 28 fráboðanir um vindskaðar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
The reports came from across the country from around four o'clock until just after 1 p.m.
article_dagur_translated
Fráboðanirnar komu úr øllum landinum frá klokkan umleið fýra til beint eftir klokkan 13.
The reports concerned, among other things, loose roof panels, broken windows, and loose materials that had been blown about by the wind.
article_dagur_translated
Fráboðanirnar snúðu seg m.a. um leysar takplátur, brotnar rútar, og leyst tilfar, sum var farið í vindinum.
The Ministry of Fisheries and Transport has sent a proposal for amendments to the Traffic Act out for public consultation.
article_dagur_translated
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.
The plan is to make changes to the provisions on driving under the influence of intoxicants, which has become an increasingly growing problem.
article_dagur_translated
Ætlanin er at gera broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki.
Especially in recent years the numbers of drivers being caught for driving under the influence have increased substantially.
article_dagur_translated
Serliga tey seinastu árini eru tølini av bilførarum, sum verða tiknir fyri rúsevnakoyring, vaksin nógv.
In 2024, 64 drivers were caught for driving under the influence, while in 2023 there were 34 drivers caught, and 25 drivers in 2022.
article_dagur_translated
Í 2024 vórðu 64 bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring, meðan tað í 2023 vóru 34 bilførarar, sum vóru tiknir, og 25 bilførarar í 2022.
“I am pleased that these changes are now being made to promote traffic safety, and hopefully the changes will help to stop the unfortunate trend in recent years of driving under the influence,” says Dennis Holm, Minister of Transport.
article_dagur_translated
– Eg fegnist um, at hesar broytingarnar nú verða framdar ferðslutrygdini at frama, og vónandi fara broytingarnar at viðvirka til, at óhepna gongdin seinastu árini við rúsevnakoyring verður steðgað, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Under current legislation, the penalty for breaching the intoxication limit for a first offense is a fine of half a monthly net salary, as well as an unconditional disqualification from driving for 6 months, regardless of how large the amount of intoxicants in the blood is.
article_dagur_translated
Í galdandi lóggávu er revsingin fyri brot á rúsevnamarkið í førinum fyrstu ferð ein sekt uppá eina hálva mánaðarliga nettoløn, umframt eina treytaleysa frádøming av koyrirættinum í 6 mánaðir, óansæð hvussu stór nøgdin av rúsevnum í blóðinum er.
The reason is that when this provision was adopted, it was not possible to set a limit for when and to what extent the various intoxicants affect driving ability, as is scientifically possible to set a blood alcohol limit.
article_dagur_translated
Orsøkin er, at tá hendan ásetingin varð samtykt, var ikki møguligt at seta eitt mark fyri, nær og í hvønn mun tey ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, eins og tað vísindaliga er møguligt at áseta rúsdrekkapromilluna.
For hash (THC), limits have now been established for how driving abilities are affected.
article_dagur_translated
Fyri hash (THC) eru nú ásett mørk fyri, hvussu føraraevnini verða ávirkað.
Therefore it is now possible to change the penal provisions for driving under the influence of hash, so that the pattern of penalties will resemble that for driving under the influence of alcohol with a graduated step pattern.
article_dagur_translated
Tí ber nú til at broyta revsiásetingarnar fyri koyring undir ávirkan av hashi, soleiðis at revsimynstrið fer at líkjast revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring við einum trappustigamynstri.
Depending on how impaired the driver is by hash, the fine in most cases will be one monthly net salary and an unconditional disqualification from driving for at least 1 year, and in repeat cases up to a 10-year unconditional disqualification from driving, as well as possible conditional or unconditional imprisonment.
article_dagur_translated
Alt eftir, hvussu ávirkaður førarin er av hashi, verður sektin í flestu førum ein mánaðarlig nettoløn og treytaleys frádøming av koyrirættinum í minst 1 ár, og í endurtøkuførum upp til 10 ára treytaleysa frádøming av koyrirættinum, umframt møguliga treytað ella treytaleyst fongsul.
Furthermore, other minor amendments will also be made to the Traffic Act.
article_dagur_translated
Harumframt verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar í ferðslulógini.
The consultation deadline is January 29, 2025.
article_dagur_translated
Hoyringarfreistin er til 29. januar 2025.
On Monday, January 20, Donald Trump will be sworn in as the 47th president of the USA.
article_dagur_translated
Mánadagin 20. januar verður Donald Trump tikin í eið sum 47. forsetin í USA.
It is customary for the inauguration of an American president to be held outdoors in Washington D.C., but because of the cold the ceremony will be moved indoors, Trump announces on his own social platform, Truth Social.
article_dagur_translated
Vanligt er, at innsetanin av einum amerikonskum forseta verður hildin uttandura í Washington D.C., men orsakað av kulda verður hátíðarhaldið flutt innandura, boðar Trump frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Trump will be sworn in in the Capitol Rotunda in the Capitol building on Capitol Hill.
article_dagur_translated
Trump verður tikin í eið í Capitol Rotunda í Kongressbygninginum á Capitol Hill.
According to Reuters, it will be the first time in 40 years that the inauguration of an American president is moved indoors.
article_dagur_translated
Sambært Reuters verður tað fyrstu ferð í 40 ár, at innsetanin av einum amerikonskum forseta verður flutt innandura.
The last time was in 1985, when Ronald Reagan was sworn in for a second term.
article_dagur_translated
Seinast var í 1985, tá Ronald Reagan varð tikin í eið fyri aðru ferð.
That also took place in the Capitol Rotunda.
article_dagur_translated
Tað var eisini í Capitol Rotunda.
On January 20, 1985, the cold dropped to between 23 and 29 degrees below zero, and according to the weather forecast the cold will drop to seven degrees below zero on Monday, and therefore it is considered safest to hold the event indoors.
article_dagur_translated
20. januar 1985 var kuldi niður í 23 til 29 kuldastig, og sambært veðurforsagnum verður kuldi niður í sjey kuldastig mánadagin, og tí verður mett, at tað er tryggast at hava tiltakið innandura.
"I do not want to see people get hurt in any way," writes Donald Trump, who at the same time urges people who intend to attend to dress warmly.
article_dagur_translated
– Eg ynski ikki at síggja fólk koma til skaða á nakran hátt, skrivar Donald Trump, sum samstundis heitir á fólk, sum ætla sær at luttaka, um at lata seg í heit klæðir.
Trump writes, according to Ritzau, that the ceremony on Monday will be "a beautiful experience," especially for television viewers.
article_dagur_translated
Trump skrivar, sambært Ritzau, at hátíðarhaldið mánadagin verður "ein vøkur uppliving", serliga hjá sjónvarpshyggjarum.
"Everyone will be safe, everyone will be happy, and together we will make the USA great again," he adds.
article_dagur_translated
– Øll verða trygg, øll verða glað, og saman fara vit at gera USA stórfingið aftur, leggur hann afturat.
Tomorrow, Sunday, the ceasefire between Hamas and Israel will come into effect.
article_dagur_translated
Í morgin, sunnudagin fer vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael í gildi.
The ceasefire takes effect tomorrow at 8:30 a.m. local time, which is 6:30 a.m. Faroese time, a spokesperson for Qatar's foreign ministry, which has been the mediator in the negotiations between Israel and Hamas, said.
article_dagur_translated
Vápnahvíldin fer í gildi í morgin ári klokkan 8.30 lokala tíð, sum er klokkan 6.30 føroyska tíð, upplýsir talsfólk fyri uttanríkismálaráðið í Katar, sum hevur verið meklari í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.
The ceasefire agreement was approved by the Israeli government last night.
article_dagur_translated
Avtalan um vápanhvíld varð góðkend av ísraelsku stjórnini í nátt.
According to the agreement, there will be a temporary halt to the fighting in Gaza, and Israel will withdraw its combat units.
article_dagur_translated
Sambært avtaluni verður fyribils steðgur í bardøgunum í Gaza, og Ísrael tekur herdeildir sínar aftur.
Thirty-three hostages will be released by Hamas — about half of the hostages who are still alive in Gaza — and in exchange 737 Palestinian prisoners who have been detained or held in Israel will be released.
article_dagur_translated
33 gíslar verða leyslatnir av Hamas - umleið helvtin av gíslunum, sum enn eru á lívi í Gaza - og afturfyri verða 737 palestinskir fangar, sum hava verið fongslaðir ella afturhildnir í Ísrael, leyslatnir.
Earlier, Israeli authorities shared a list of 95 Palestinian prisoners who are planned to be released in batches for hostages held by Hamas.
article_dagur_translated
Áður hava ísraelskir myndugleikar deilt ein lista við 95 palestinskum fangum, sum eftir ætlan skulu leyslatast í býti fyri gíslar hjá Hamas.
According to Israel, the first prisoners will be released Sunday afternoon at 2:00 p.m. Faroese time, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Fyrstu fangarnir verða sambært Ísrael leyslatnir sunnudag seinnapart klokkan 14 føroyska tíð, skrivar Ritzau.
This is planned to happen in the first phase of the ceasefire, which is expected to last six weeks.
article_dagur_translated
Hetta skal eftir ætlan henda í fyrsta umfarinum av vápnahvíldini, sum væntandi fer at vara seks vikur.
This is the first time since November 2023 that the parties have agreed on a ceasefire.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð síðan november 2023, at partarnir eru vorðnir samdir um eina vápnahvíld.
The theatre group Teatur Grugg has for many years planned to stage the classic “Ett Drømspel” by August Strindberg, and now it is becoming a reality.
article_dagur_translated
Leiklistabólkurin Teatur Grugg hevur í nógv ár havt ætlanir um at pallseta klassikaran “Ett Drømspel” eftir August Strindberg, og nú verður tað veruleiki.
In the Playhouse in Tórshavn professional actors and amateurs are rehearsing the play, which in Faroese is called “Dreymaleikur”.
article_dagur_translated
Í Sjónleikarhúsinum í Havn eru yrkisleikarar og áhugaleikarar í gongd við at venja leikin, sum á føroyskum eitur “Dreymaleikur”.
Hanus Kamban, the author, has translated it and is publishing the play in book form in connection with the premiere on February 9.
article_dagur_translated
Hanus Kamban, rithøvundur hevur týtt, og gevur leikritið út í bók í samband við frumframførsluna tann 9. februar.
The play contains many roles and several ensemble scenes, so this was an obvious opportunity to bring professional actors and amateurs together in a joint project.
article_dagur_translated
Í leikinum eru nógvir leiklutir og fleiri hóp scenur, og tí var hetta ein sjálvsagdur møguleiki at savna yrkisleikarar og áhugaleikarar í eini felags verkætlan.
Agnes, the daughter of the god Indra, comes down to earth because she is curious and wants to investigate how humans are faring.
article_dagur_translated
Agnes, dóttir gudin Indra, kemur niður á jørðina, tí hon er forvitin og vil kanna, hvussu menniskjuni hava tað.
She experiences how human beings throughout the world struggle to become prosperous.
article_dagur_translated
Hon upplivir hvussu menniskjuni av øllum alvi stríðast fyri at gerast eydnurík.
They try to find joy and love, search for a meaning in life, while at the same time being trapped by circumstances and their own ideas about how this should be achieved.
article_dagur_translated
Tey royna at finna gleði og kærleika, leita eftir eini meining við lívinum, samstundis sum tey eru fastlæst av umstøðum og sínum tankum um, hvussu hetta skal lata seg gera.
Strindberg wrote this surreal drama about human struggle in 1902, and the form he chose is the dream.
article_dagur_translated
Strindberg skrivaði hetta surrealistiska dramaið um stríðið hjá menniskjunum í 1902, og formurin hann hevur valt er dreymurin.
Existence is pushed to the extreme, anything is possible and anything can happen.
article_dagur_translated
Tilveran verður sett uppá spíssin, alt ber til og alt kann henda.
In Teatur Grugg’s staging at the Playhouse, the focus is on the absurd in the play and the often tragicomic, everyday situations that we humans frequently end up in.
article_dagur_translated
Í pallsetingini hjá Teatur Grugg í Sjónleikarhúsinum, er denturin lagdur á tað absurda í leikinum, og tær ofta tragikomisku, gerandisligu støðurnar, sum vit menniskju mangan enda í.
Organizers expect that the audience will experience what happens on stage with a wry, familiar smile.
article_dagur_translated
Fyriskiparar vænta, at áskoðararnir fara at uppliva tað sum hendir á pallinum, við einum afturkennandi brosi.
Professional actors: Ebba Malena Debess Thomsen, Hans Tórgarð, Búi Rouch, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð.
article_dagur_translated
Yrkisleikarar: Ebba Malena Debess Thomsen, Hans Tórgarð, Búi Rouch, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð.
Actors from the Tórshavn Drama Association: Lív Bruun Müller, Noomi Nielsen, Karin Djurhuus, Chokri Bourbiaa, Oddvá Nattestad, Róar Terjason Hansen, Bjørg Clementsen.
article_dagur_translated
Leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag: Lív Bruun Müller, Noomi Nielsen, Karin Djurhuus, Chokri Bourbiaa, Oddvá Nattestad, Róar Terjason Hansen, Bjørg Clementsen.
Supported by the National Cultural Fund, the Ministry of Culture, Måf and the Municipality of Tórshavn.
article_dagur_translated
Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið, Máf og Tórshavnar Kommuna.
The Faroese court yesterday convicted a man in his early 50s of threatening publicly employed staff.
article_dagur_translated
Føroya rættur dømdi í gjár ein mann fyrst í 50'unum sekan í at hótta alment sett starvsfólk.
The man received a 30-day unconditional prison sentence.
article_dagur_translated
Maðurin fekk 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
In a telephone conversation with staff at a bank, the man threatened staff at Taks by saying: "Nothing stops me from going down to kill everyone at Taks," and "If I don't get the money now, I'll use a weapon."
article_dagur_translated
Í telefonsamrøðu við starvsfólk í einum banka, hevur maðurin hótt starvsfólk á Taks við at siga: "Einki forðar mær í at fara oman at drepa øll í Taks", og "Fái eg ikki peningin nú, so brúki eg vápn".
The man has 14 days to consider whether to appeal the verdict to a higher court.
article_dagur_translated
Maðurin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal fyri hægri rætt.
In the spring of 2023, the Faroese Broadcasting Corporation aired the series "O, móðurlandið".
article_dagur_translated
Á vári 2023 sendi Kringvarpið røðina "O, móðurlandið".
In six parts the series shed light on our position in the Danish realm, historically, politically, and culturally.
article_dagur_translated
Í seks pørtum varð ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum, søguliga, politiskt og mentanarliga.
Now that the Realm Union has become highly topical, the Faroese Broadcasting Corporation will rebroadcast the series "O, móðurlandið", and the first episode will be shown tonight.
article_dagur_translated
Nú Ríkisfelagsskapurin er vorðin háaktuellur, fer Kringvarpið at endursenda røðina "O, móðurlandið", og fyrsti partur verður sendur í kvøld.
It is undeniable that the series stirred strong emotions among people.
article_dagur_translated
Tað er ikki yvir at dylja, at sendirøðin vakti sterkar kenslur í fólki.
Not everyone was equally pleased; some maintained that the series was biased, and at the national congress of the Union Party there were lamentations about the series.
article_dagur_translated
Øll vóru ikki líka fegin, summi vildu vera við, at røðin hevði slagsíðu, og á landsfundi hjá Sambandsflokkinum fullu harmaljóð um røðina.
The series likely showed how sensitive and volatile the topic is when it is exposed.
article_dagur_translated
Sendirøðin vísti helst, hvussu sárt og viðbrekið evnið er, tá ið tað verður lagt út á blik.
The first episode is titled "To be or not to be" and deals with how the Faroe Islands geographically, culturally, and linguistically distinguish themselves within the Realm Union.
article_dagur_translated
Fyrsti partur ber undirheitið "To be or not to be", og snýr seg um, hvussu Føroyar landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.
We perceive ourselves as Faroese, not Danish — and yet.
article_dagur_translated
Vit fata okkum sum egin, ikki donsk – og tó.
We are both — or perhaps neither?
article_dagur_translated
Vit eru bæði – ella kanska hvørki?
We govern ourselves, but not entirely.
article_dagur_translated
Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt.
We pay for ourselves, but not entirely.
article_dagur_translated
Vit rinda fyri okkum sjálvi, men kortini ikki heilt.
Economically, the progress since the turn of the century has been so great that the Faroe Islands are counted among the wealthiest societies in the world today.
article_dagur_translated
Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag.
However, the question of self-determination seems less pertinent now and has not featured as a significant topic in recent parliamentary elections.
article_dagur_translated
Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum.
On the contrary, the perception of ourselves as a united minority within the Danish unitary state may be stronger now than before.
article_dagur_translated
Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr.
In this first episode the narrative is traced from the settlement to the 1946 referendum.
article_dagur_translated
Í hesum fyrsta partinum verður kjølurin strektur frá landnámi til fólkaatkvøðuna í 1946.
Suni Merkistein and Jógvan Eli Dam produced it in 2023.
article_dagur_translated
Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam løgdu til rættis í 2023.
The largest airline in Europe is now sounding the alarm.
article_dagur_translated
Størsta flogfelagið í Evropa rópar nú varskó.
Ryanair is known, among other things, for cheap flights — and occasionally questionable service — but it holds a certain stature in the aviation world.
article_dagur_translated
Ryanair er millum annað kent fyri  bíligar ferðir - og ivasama tænastu av og á - men tað hevur ávísa tign í flogheiminum.
Ryanair has now called on the EU to implement a regulation stating that each passenger may only consume two alcoholic drinks at an airport.
article_dagur_translated
Nú hevur Ryanair heitt á ES um at seta í verk reglugerð, sum sigur, at hvørt ferðafólk bert kann drekka tveir genstandir við alkoholi á einum flogvølli.
It is intended to curb passenger behavior when they board the aircraft and thereby make it better and safer on board.
article_dagur_translated
Tað skal tálma atferðini hjá ferðafólki, tá tey koma í flogfarið og harvið gera tað betri og tryggari umborð.
Ryanair points out that especially when there are delays due to weather and other factors, passengers can drink heavily, which can lead to difficult situations.
article_dagur_translated
Tað er serliga, tá tað er seinkan vegna veður og annað, at ferðafólk kunnu fáa nógv niðurum, og at tað harvið kunnu gerast keðiligar støður, vísir Ryanair á.
The Irish company has experienced several incidents that have prompted this proposal.
article_dagur_translated
Írska felagið hevur upplivað nakrar støður, sum hava birt undir hesa ætlanina.
At the moment there is a criminal case against a passenger who, in drunkenness, disrupted a flight bound for Lanzarote so much that it was necessary to land earlier — in Oporto.
article_dagur_translated
Í løtuni er eitt sakarmál móti einum ferðafólki, sum í fyllskapi órógvaði eitt flogar ávegis til Lanzarote so nógv, at neyðugt var at lenda áðrenn - í Oporto.
This disrupted the journey of 160 other people and was very costly.
article_dagur_translated
Hetta órógvaði ferðina hjá 160 øðrum og kostaði nógv.
Ryanair has sued the person for just under 150,000 kroner.
article_dagur_translated
Ryanair hevur stevnt persóninum eftir beint undir 150.000 krónum.
Figures from the International Air Transport Association (IATA) show that incidents involving extremely unruly passengers — referred to as "Passenger Violence" by CNN — occur much more frequently than a few years ago.
article_dagur_translated
Tøl hjá The International Air Transport Association (IATA) vísa, at hendingar við ógvuliga óhøviskum ferðafólki - "Passenger Violence" nevnir CNN tað - henda nógv títtari enn fyri nøkrum árum síðani.
The figures do not directly show when alcohol has been involved.
article_dagur_translated
Tølini vísa ikki beinleiðis, nær alkohol hevur verið íblandað.
Michael O’Leary, chief of Ryanair, has previously pointed out that passengers who cause trouble on their planes are in most cases drunk.
article_dagur_translated
Michael O’Leary, sjóri í Ryanair, hevur áður víst á, at ferðafólk ið eru til ampa umborð á teirra flogførum í flestu førum eru drukkin.
Ryanair is one of the many airlines that restrict the sale of alcohol on board.
article_dagur_translated
Ryanair er eitt av mongu flogfeløgunum, sum avmarkar sølu av alkoholi umborð
It is unclear how this matter will be handled politically.
article_dagur_translated
Óvist er, hvussu hetta málið verður viðgjørt politiskt.
There is a proposal that alcohol purchases at the airport should be "controlled" using boarding passes — similar to how they are used for duty free.
article_dagur_translated
Uppskot er um, at alkohol inntøkan á flogvøllin skal "stýrast" við boardingkortunum - eins og man nýtir tey til "Duty Free".
On Sunday evening, January 19 at 7:00 PM there will be a New Year's concert in Hoyvík Church.
article_dagur_translated
Sunnukvøldið 19. januar kl. 19 verður nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju.
This is a recurring event, because the first time this was tried was last year, when the young and gifted organist Ari Hammer Joensen initiated the event.
article_dagur_translated
Talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí fyrstu ferð hetta varð roynt var í fjør, tá hin ungi og gávaði urguspælarin, Ari Hammer Joensen ,tók stig til hetta tiltak.
He is currently studying organ performance and has studied in both Denmark and the Netherlands.
article_dagur_translated
Hann nemur í hesum árum frálæru innan urguspæl, og hevur lisið bæði Danmark og í Niðurlondum.
Ari Hammer Joensen is willing again this year to invite people to the New Year's concert in Hoyvík Church, and the program looks like this:
article_dagur_translated
Ari Hammer Joensen er fúsur aftur í ár at bjóða fólki til nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju, og skráin sær soleiðis út:
We are in a dark period with weather that is often rather or completely unpleasant.
article_dagur_translated
Vit eru í einari myrkari tíð við veðri, sum javnan er heldur ella heilt ófantaligt.
It is still possible to look ahead and look forward to better weather and various more "summery" events.
article_dagur_translated
Til ber tó til at hyggja frameftir og gleða seg til betri veður og ymisk meira "summarslig" tiltak.
At the end of May a new event will be on the program in Hvalba.
article_dagur_translated
Síðst í mai mánaða verður eitt nýtt tiltak á skránni í Hvalba.