en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The ball is in the prime minister’s court. | article_dagur_translated | Bólturin liggur hjá løgmanni. |
This was confirmed yesterday when Dennis Holm told several media outlets that he did not fully agree with the conclusion and that he did not willfully break the law. | article_dagur_translated | Hetta varð staðfest í gjár, tá Dennis Holm í fleiri miðlum eisini gjørdi greitt, at hann ikki var heilt samdur við niðurstøðuna og at hann ikki við vilja breyt lógina. |
He then confirmed that he does not intend to resign from office. | article_dagur_translated | Tá staðfesti hann, at hann ikki ætlar at siga seg úr embætinum. |
Aksel V. Johannesen said that he will make a statement about the matter today. | article_dagur_translated | Aksel V. Johannesen segði, at tað er í dag, at hann kemur við einari útmelding um málið. |
It may be that the hammer falls, or that there will be a wait. | article_dagur_translated | Tað kann verða, at hamarin fellur, ella at bíða verður. |
If nothing happens before March 7, when the next parliamentary session takes place, it is most likely that a motion of no confidence against Dennis Holm will be raised. | article_dagur_translated | Um einki hendir áðrenn 7. mars, tá næsti tingfundur er, er tað mest sannlíkt, at eitt misálit móti Dennis Holm verður reist. |
Dennis Holm has today asked the Prime Minister to be released from his position in accordance with the Constitutional Act on Governmental Organization. | article_dagur_translated | Dennis Holm, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sambært stýrisskipanarlógini. |
The Prime Minister has relieved the minister of his duties, says the Prime Minister's Office in a statement. | article_dagur_translated | Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi, sigur Løgmansskrivstovan í fráboðan. |
The Prime Minister says in a brief comment that: | article_dagur_translated | Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at: |
The Ministerial Accountability Committee cannot confirm that the minister breached the law on ministers' responsibility, but has reached the conclusion that he did not have authority to amend the regulation on the black scabbardfish quota. | article_dagur_translated | Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. |
I take that conclusion into consideration. | article_dagur_translated | Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. |
In order to ensure political working peace, we have agreed that it is best for the minister to resign. | article_dagur_translated | Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær. |
The Prime Minister has also decided that the minister of social and cultural affairs, Sirið Stenberg, will temporarily handle fisheries and transport matters. | article_dagur_translated | Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál. |
Yesterday, Wednesday, February 26, there was a tender for the expansion of the school in Leirvík. | article_dagur_translated | Í gjár, mikudagin 26. februar var lisitatión uppá útbyggingina av skúlanum í Leirvík. |
Eystur Municipality writes on its website that five companies were invited to submit bids. | article_dagur_translated | Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata tilboð inn. |
Four bids were submitted. | article_dagur_translated | Fýra tilboð komu inn. |
They were from Búsetur, Kanjon, Articon and HVT. | article_dagur_translated | Tey vóru frá Búsetur, Kanjon, Articon og HVT. |
Kanjon had the lowest bid: amounting to DKK 64,473,962. | article_dagur_translated | Kanjon átti lægsta boðið: áljóðandi kr. 64.473.962,-. |
HVT's bid was just under eight million higher — 72.1 million. | article_dagur_translated | Tað hjá HVT var slakar átta milliónir hægri - 72,1. |
Articon had a bid of 78 million and Búsetur 80.5 million. | article_dagur_translated | Articon hevði tilboð á 78 milliónir og Búsetur 80,5 milliónir. |
The project is overall estimated to cost 95 million kroner, Eystur Municipality informs, and is now beginning to review the bids. | article_dagur_translated | Verkætlanin er samlað mett at kosta 95 milliónir krónur, upplýsir Eysturkommuna, fer nú undir at gjøgnumganga tilboðini. |
The expansion includes the demolition of parts of the school buildings in Leirvík and the new construction of classrooms, a gymnastics hall, a music room, a library and staff rooms, among other things. | article_dagur_translated | Útbyggingin fevnir um niðurtøku av pørtum av skúlabygningunum í Leirvík, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum v.m. |
Around the turn of the year there was a lot of snow, and on January 12 it began to rain heavily. | article_dagur_translated | Um ársskiftið var nógvur kavi, og 12. januar fór tað at regna illa. |
There were landslide conditions, and several landslips were recorded. | article_dagur_translated | Áarføri var, og fleiri áarlop vórðu skrásett. |
Clearing requires a lot of time and manpower, and the Operations Department of Landsverk is now working on repairs caused by landslips around the country. | article_dagur_translated | Tað krevur nógva tíð og arbeiðsorku at rudda, og Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið. |
In this connection Landsverk has made a video that contains footage from affected locations and clearly explains the process. | article_dagur_translated | Í hesum sambandi hevur Landsverk gjørt eitt video, har upptøkur frá raktum støðum eru, og har greitt verður frá tilgongdini. |
In February 2022 there was a large landslide on Elduvíkarvegur and the consequences can still be seen today. | article_dagur_translated | Í februar 2022 var eitt stórt skriðulop á Elduvíkarvegnum og fylgjurnar síggjast enn í dag. |
It takes a long time to repair roads after such events, says Árni Jacobsen, area manager. | article_dagur_translated | Tað tekur leingi at bøta um vegirnar eftir slíkt, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari. |
Usually G! reveals a new name every Tuesday at this time. | article_dagur_translated | Vanliga avdúkar G! eitt nýtt navn hvønn týsdag hesa tíðina. |
This week is Play Faroese week, and in that connection G!Festival is revealing a new name every day — all are Faroese. | article_dagur_translated | Hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, og tí sambandi avdúkar G!Festivalurin eitt nýtt navn hvønn dag - øll eru føroysk. |
It is now clear that Greta Svabo is added to Faroese names such as Hall Joensen, Marius DC, Beinir and Benjamin Rajani. | article_dagur_translated | Nú er greitt, at Greta Svabo legst afturat føroyskum nøvnum sum Hall Joensen, Marius DC, Beinir og Benjamin Rajani. |
The festival writes that Greta Svabo Bech today lives "out in the countryside" in France, where she writes her own music, which she records in the beautiful landscape. | article_dagur_translated | Festivalurin skrivar, at Greta Svabo Bech í dag býr "úti á landinum" í Fraklandi, har hon skrivar egnan tónleik, sum hon tekur upp í vakra landslagnum. |
Often in the garden, just with a microphone and a tape recorder. | article_dagur_translated | Ofta í túninum, bert við eini mikrofon og einum spolabandupptakara. |
- She writes timeless songs that have a worldly and wise touch. | article_dagur_translated | - Hon skrivar tíðarleysar sangir, sum hava heimsspekiligan og alvitandi dám. |
And when she performs on stage you have no doubt: you are in a room with a star. | article_dagur_translated | Og tá ið hon framförir á pallinum ert tú ikki í iva: Tú ert í rúmi við eini stjørnu. |
The Faroese singer and songwriter has previously been nominated for a Grammy award and has worked on cuts with the internationally known Deadmau5, The Bloody Beetroots, Cher and Ludovico Einaudi. | article_dagur_translated | Føroyska songkvinnan og sangskrivarin er áður tilnevnd eina Grammy virðisløn og hevur arbeitt á skeringum hjá heimskendu Deadmau5, The Bloody Beetroots, Cher og Ludovico Einaudi. |
G! will be held on the days July 17-19 this year. | article_dagur_translated | G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. |
In the New Year's speech the prime minister touched on a possible ban on mobile phones in primary schools, and that measures should generally be taken to curb their use among children and young people. | article_dagur_translated | Í nýgjársrøðu løgmans varð nortið við eitt møguligt fartelefonbann í fólkaskúlunum, og at man sum heild skal gera átøk fyri at tálma nýtsluni av slíkum millum børn og ung. |
Also about possibly setting age limits on social media. | article_dagur_translated | Eisini við at møguliga seta aldursmark á sosialar miðlar. |
This provoked a lot of debate in various media. | article_dagur_translated | Hetta elvdi til nógv kjak í ymiskum miðlum. |
Some were very much in agreement with Aksel V. Johannesen, while others pointed out, among other things, that primary schools have their own regulations and that some ideas are overly rigid. | article_dagur_translated | Summi vóru ógvuliga samd við Akseli V. Johannesen, meðan summi millum annað hava víst á, at fólkaskúlar hava sínar reglugerðir, og at sumt er ov vígðongdir tankar. |
In Denmark those in power appear prepared to go far to change the current situation. | article_dagur_translated | Í Danmar tykjast tey, ið ráða, at vera til reiðar at fara langt fyri at broyta núverandi støðuna. |
Mattias Tesfaye confirmed yesterday that the government wants to ban mobile phones and various tablets in primary schools and after-school clubs. | article_dagur_translated | Mattias Tesfaye staðfesti í gjár at stjórnin vil banna fartelefonunum og ymiskum teldlum í fólkaskúlum og fríðtíðarskúlum. |
The Minister for Children and Education believes the principle should be that such devices as a starting point should not be present or used in schools; nor in after-school care. | article_dagur_translated | Barna- og undirvísingarmálaráðharrin heldur, at meginreglan skal vera, at slíkt sum útgangspunkt ikki skal vera við og nýtast í skúlum; heldur ikki í fríkorterinum. |
The starting point is the findings of the Welfare Committee, | article_dagur_translated | Útgangsstøði er niðurstøðurnar hjá Trivnaðarnevndini, |
There the recommendations clearly state that all primary schools should be 'mobile phone-free'. | article_dagur_translated | Har siga tilmælini greitt, at allir grundskúlar skuldu vera "fartelefonfríir". |
The government wishes to back this up, Tesfaye confirms. | article_dagur_translated | Hetta ynskir stjórnin at bakka upp, staðfestir Tesfaye. |
Previously the Danish government has indicated it intends to use legislation to curb/prevent the use of mobile phones in schools. | article_dagur_translated | Áður hevur danska stjórnin sýtt fyri at nýta lóggávu til at tálma/steðga nýtsu av fartelefonum á skúlunum. |
The main reason for the new stance is declining wellbeing and that the technology creates such significant problems; especially among pupils and teachers. | article_dagur_translated | Høvuðsorsøkin til nýggju støðuna er vantandi trivnaður, og at tøknin skapar so mikið stórar trupulleikar; serliga millum næmingar og lærarar. |
The Welfare Committee has also proposed that no one under 13 years should own a mobile phone or tablet. | article_dagur_translated | Trivnaðarnevndin hevur eisini skotið upp, at eingin undir 13 ár skal eiga eina fartelfon ella teldil. |
It is not known whether this recommendation will be turned into law. | article_dagur_translated | Tað er ikki vist, um hetta tilmæli verður gjørt til lóg. |
TROM founder Torfinnur Jákupsson is now expanding his activity with the public launch of Red Herring Story, a British sister company to Faroese GRÓ Studios, which was founded in 2022. | article_dagur_translated | TROM-skaparin Torfinnur Jákupsson víðkar nú sítt virksemi við almennu lanseringini av Red Herring Story, eitt bretskt systurfelag hjá føroyska GRÓ Studios, sum varð stovnað í 2022. |
The new development company is based in London with a focus on international co-productions in addition to existing projects in the Faroe Islands and the Nordic countries. | article_dagur_translated | Nýggja menningarfelagið hevur høvuðssæti í London við fokus á altjóða samframleiðslur afturat verandi verkætlanum í Føroyum og Norðurlondum. |
The public launch takes place at the industry conference MIP London, which is happening this week. | article_dagur_translated | Almenna lanseringin fer fram á vinnustevnuni MIP London, sum er hesa vikuna. |
There the Faroese filmmaker and producer Torfinnur Jákupsson will unveil Red Herring Story’s first projects. | article_dagur_translated | Har ger føroyski filmshøvundurin og -framleiðarin Torfinnur Jákupsson fer at avdúka fyrstu verkætlanirnar hjá Red Herring Story. |
With GRÓ Studios continuing as the driving force behind Faroese and Nordic projects, Red Herring Story places emphasis on the British drama market. | article_dagur_translated | Við GRÓ Studios sum framhaldandi drívmegi handan føroysku og norðurlendsku verkætlanirnar, leggur Red Herring Story dent á bretska dramamarknaðin. |
During the past two to three years we have developed thriller series based on Nordic storytelling. | article_dagur_translated | Seinastu tvey-trý árini hava vit ment spenningsrøðir við støði í norðurlendskari frásøgu. |
Red Herring Story is a natural development of this. | article_dagur_translated | Red Herring Story er ein natúrlig menning av hesum. |
“With a new branch in London we can better collaborate directly with broadcasters, streaming services and co-production partners based in the United Kingdom as well as internationally,” says Torfinnur Jákupsson. | article_dagur_translated | Við nýggjari deild í London kunnu vit betur samstarva beinleiðis við sendistøðir, stroymingartænastur og samframleiðslufelagar við basu í Stóra Bretlandi eins og altjóða,” sigur Torfinnur Jákupsson. |
This involves development in both fiction and factual content. | article_dagur_translated | Talan er um menning innan bæði fiktión og faktuelt. |
In the first phase the focus is on socially relevant crime stories and distinctive locations that address contemporary issues through a political, environmental and journalistic lens. | article_dagur_translated | Í fyrstu atløgu er fokus á samfelagsliga viðkomandi brotssøgur og serstakar staðsetingar, sum viðgera samtíðarevni ígjøgnum eina politiska, umhvørvisliga og journalistiska linsu. |
According to Torfinnur the hope is to combine the best of Nordic and British television, and the company’s name itself also has a double meaning. | article_dagur_translated | Sambært Torfinni er vónin at sameina tað besta úr norðurlendskum og bretskum sjónvarpi, og navnið sjálvt á felagnum hevur eisini ein tvítýdning. |
In English a ‘red herring,’ or smoked herring in Faroese, refers to a misleading clue. | article_dagur_translated | Á enskum sipar ein ‘red herring,’ ella roykt sild á føroyskum, til eina villleiðing. |
To that which hides beneath the surface. | article_dagur_translated | Til tað, sum goymir seg undir yvirflatuni. |
Something that continuously makes the listener and viewer doubt and question what is being presented. | article_dagur_translated | Okkurt, ið áhaldandi fær áhoyraran og áskoðaran at ivast og seta spurnartekin við tað, sum verður borðreitt við. |
As a filmmaker from a fishing nation I thought this double meaning suited quite a playful name, Torfinnur reflects. | article_dagur_translated | Sum filmshøvundur frá eini fiskitjóð hugsaði eg, at hesin tvítýdningurin hóskaði seg til eitt nokkso stuttligt navn, hugleiðir Torfinnur. |
Red Herring Story is already in talks with partners in the Nordic countries, Europe, the UK, the USA and South America, and more news is expected to be revealed later this year. | article_dagur_translated | Red Herring Story er longu í samráð við samstarvsfelagar í Norðurlondum, Evropa, Bretlandi, USA og Suðuramerika, og fleiri tíðindi verða væntandi avdúkað seinni í ár. |
“We focus on diverse stories with strong local depth that also resonate on a broader international platform,” says Torfinnur. | article_dagur_translated | “Vit seta fokus á fjølbroyttar søgur við sterkum staðbundnum dýpi, sum tó eisini raka ein breiðari altjóða pall,” sigur Torfinnur. |
One of Red Herring Story’s first British projects is a so-called 'corporate crime thriller' set in the financial district of Canary Wharf in London, where Torfinnur himself previously worked as a journalist. | article_dagur_translated | Ein av fyrstu bretsku verkætlanunum hjá Red Herring Story er ein sonevndur ‘corporate crime thriller’ (vinnulig brotssøga), sum fer fram í fíggjardeplinum í Canary Wharf í London, har Torfinnur sjálvur áður hevur starvast sum journalistur. |
The series investigates dark secrets within the international financial world, 'greenwashing' and political influence. | article_dagur_translated | Í sendirøðini verður rannsakað í myrkum loynidómum innan altjóða fíggjarheimin, "greenwashing’ og politiska ávirkan". |
In addition to fictional series Red Herring Story will also develop factual series and formats, including documentary and reality series with a 'thriller' flavor. | article_dagur_translated | Umanfyri fiktivar røðir kemur Red Herring Storyv eisini at menna faktuellar røðir og format, harímillum dokumentar- og realityrøðir við einum "thriller" dámi. |
This is a strategic expansion of existing activities in the Faroe Islands and the Nordic region, where we already have several productions in the casting stage. | article_dagur_translated | Tað er ein strategisk víðkan av verandi virksemi í Føroyum og Norðurlondum, har vit longu hava fleiri framleiðslur í stoypiskeiðini. |
Entering the British market directly in a creative industry hub like London is invaluable and has already created several new opportunities, says Torfinnur. | article_dagur_translated | At koma beinleiðis inn á bretska marknaðin í einum kreativum vinnumiðdepli sum London er gullvert og hevur longu skapt fleiri nýggjar møguleikar, sigur Torfinnur. |
Following the international success with TROM the aim is simultaneously to get Faroese drama and Faroese talent further out into the world. | article_dagur_translated | Eftir altjóða bragdið við TROM er endamálið samstundis at fáa føroyskt drama og føroysk talent longri út um landoddarnar. |
The hope is that this can be another step forward for the Faroese film industry and Faroese drama abroad. | article_dagur_translated | Vónin er, at hetta kann vera enn eitt stig framá fyri føroyska filmsvinnu og føroyskt drama úti í heimi. |
Part of the goal is also to try to help others working on their first major project as a filmmaker, producer or director to break through, the Faroese producer says in conclusion. | article_dagur_translated | Partur av endamálinum er nevniliga eisini at royna at hjálpa øðrum, ið arbeiða við síni fyrstu stóru verkætlan sum filmshøvundur, framleiðari ella leikstjóri, at bróta ígjøgnum, sigur føroyski framleiðarin at enda. |
Red Herring Story will be publicly launched at MIP London these days, where Torfinnur Jákupsson will discuss the company’s upcoming projects. | article_dagur_translated | Red Herring Story verður alment lanserað á MIP London í hesum døgum, har Torfinnur Jákupsson fer at umrøða komandi verkætlanir hjá felagnum. |
As in previous years, the municipal council of Eysturkommuna has allocated funds in the 2025 budget to give residents of the municipality the opportunity to apply for support for various small projects in Eysturkommuna. | article_dagur_translated | Eins og undanfarna ár, hevur býráðið í Eysturkommunu sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2025, sum gevur borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu. |
The municipality announces on its website that 100,000 kroner have been allocated in the 2025 budget for this purpose. | article_dagur_translated | Kommunan boðar á heimasíðu sínari frá, at á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 100.000 krónur settar av til endamálið. |
Projects must be able to be of public benefit. | article_dagur_translated | Verkætlanir skulu kunna koma undir at vera alment gagnligar. |
Examples of small projects can include: small streets, green areas, or small recreational areas. | article_dagur_translated | Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:, smærri gøtur, grøn øki ella smærri trivnaðarøki. |
The purpose of the support is to create well-being among neighborhoods and to encourage residents to beautify and enjoy their local environment. | article_dagur_translated | Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum. |
The application deadline is 14 March 2025. | article_dagur_translated | Umsóknarfreistin er 14. mars 2025. |
It is possible to read more about the conditions and the application at | article_dagur_translated | Til ber at lesa meira um treytir og umsókn á |
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen's Hallucination is currently the heavy favorite to win the Dansk Melodi Grand Prix 2025, which will be in Herning on the evening of Saturday, March 1. | article_dagur_translated | Hallucination hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen er í løtuni stórfavorittur at vinna Dansk Melodi Grand Prix 2025, sum verður í Herning leygarkvøldið 1. mars. |
When we spoke with the harbor woman on Thursday, we among other things asked her to restrain herself about it. | article_dagur_translated | Tá vit tosaðu við havnarkvinnuna hósdagin, bóðu vit hana millum annað fyrihalda seg til tað. |
I try to stop thinking about the favorite role, but of course it is difficult. | article_dagur_translated | Eg royni at lata verða við at hugsa um favorittleiklutin, men tað er sjálvandi trupult. |
Especially when you have a clear feeling beforehand that "this could be a winning song," and then in a way receive confirmation of that. | article_dagur_translated | Serliga tá man hevur eina klára kenslu av áðrenn av, at "hetta kann verða ein vinnarasangur", og at so á ein hátt fáa eina staðfesting av tí. |
But there are many songs here that are extremely good. | article_dagur_translated | Men her eru nógvir sangir við, sum eru ekstremt góðir. |
The betting companies are one thing, but another is what happens on the evening in Herning. | article_dagur_translated | Veddingarfyritøkurnar eru eitt, men eitt annað er, hvat hendir á kvøldinum í Herning. |
Many hearts must be won, Sissal confirms. | article_dagur_translated | Nógv hjørtu skulu vinnast, staðfestir Sissal. |
Just when I heard what the betting companies predicted, I thought for a moment: "Oh my God. I have won." | article_dagur_translated | Júst tá eg hoyrdi um, hvat veddingarfyritøkurnar spáddu, so hugsaði eg eitt sindur: " Oh my God. Eg havi vunnið". |
But it is no use thinking like that, because anything can happen on the day. | article_dagur_translated | Men tað nyttar ikki at hugsa soleiðis, tí at alt kann henda á degnum. |
You have to hit the mark on stage with the "show," and you have to win the hearts of so many others beyond the betting companies. | article_dagur_translated | Man skal raka rætt á pallinum við "showinum", og man skal vinna hjørtini á so nógvum øðrum enn veddingarfyritøkunum. |
Although she feels some pressure, the Faroese singer, who is studying to be a teacher in Copenhagen, does not doubt that she would be a good representative for Eurovision. | article_dagur_translated | Hóast hon kennir naka av trýsti, so ivast føroyska songkvinnan, sum er læraralesandi í Keypmannahavn, ikki í, at hon hevði verið eitt gott umboð til Eurovison. |
There is a real possibility that I can win, and I know that I would be a good representative for Denmark at Eurovision and would also reach the final there. | article_dagur_translated | Tað er ein veruligur møguleiki fyri at eg kann vinna, og eg veit, at eg hevði verið eitt gott umboð fyri Danmark í Eurovision og komið í finaluna har eisini. |
But it can of course all go wrong on Saturday, and that would really feel like a defeat — especially now that I stand as the favorite. | article_dagur_translated | Men tað kann sjálvandi væl kiksa leygardagin, og tað hevði veruliga kenst sum eitt niðurlag - serliga nú tá eg standi sum favorittur. |
The Faroese Rani Petersen (Reiley) won the Melodi Grand Prix in 2023. | article_dagur_translated | Føroyski Rani Petersen (Reiley) vann Melodi Grand Prix í 2023. |
At Eurovision he was too short to reach the final. | article_dagur_translated | Til Eurovision varð hann ov stuttur til at røkka finaluni. |
It is possible to vote once a day up to and including Friday. | article_dagur_translated | Til ber at atkvøða í einaferð um dagin til og við fríggjadagin. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.