en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Føroya Tele will now move the base stations on the mobile network from its service company, Pf. FT Samskifti, to the network company, Pf. Net. | article_dagur_translated | Føroya Tele fer nú at flyta sendistøðirnar á farnetinum úr sínum tænastufelag, Pf. FT Samskifti, yvir í netfelagið, Pf. Net. |
This is part of ongoing work to increase transparency and strengthen free competition in the telecommunications sector. | article_dagur_translated | Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðinum at økja um gjøgumskygni og styrkja fríu kappingina á fjarskiftisøkinum. |
Føroya Tele's overall goal is for the group to act neutrally toward all telecommunications providers when it comes to ensuring equal access to the Faroese telecommunications system. | article_dagur_translated | Føroya Tele hevur sum yvirskipað mál, at samtakið skal virka neutralt mótvegis øllum fjarskiftisveitarum, tá talan er um at tryggja javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið. |
Nema and Føroya Tele use the same base stations on the mobile network, where both companies can operate on the same technical platform, for example regarding 5G. | article_dagur_translated | Nema og Føroya Tele brúka somu sendistøðir á farnetinum, har bæði feløgini kunnu virka á sama tøkniliga grundarlagi, t.d. tá talan er um 5G. |
At the same time the companies each have their own core technology, where they provide their distinct services in free competition. | article_dagur_translated | Feløgini hava samstundis hvør sína kjarnutøkni, har tey veita sínar serstøku tænastur í fríari kapping. |
The mobile network base stations have always been housed in Føroya Tele's service company, Pf. FT Samskifti, and they will be moved to the network company, Pf. Net, which with this change will become the wholesale provider of access to all of Føroya Tele's telecommunications system. | article_dagur_translated | Sendistøðirnar á farnetinum hava altíð ligið í tænastufelagnum hjá Føroya Tele, Pf. FT Samskifti, og tær verða fluttar yvir í netfelagið, Pf. Net, sum við broytingini gerst heilsøluveitari av atgongd til alt fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele. |
Føroya Tele has worked on this matter following the agreement that Føroya Tele and the Competition Authority made a year ago in two competition cases. | article_dagur_translated | Føroya Tele hevur arbeitt við hesum málinum í framhaldi av semjuni, sum Føroya Tele og Kappingareftirlitið gjørdu fyri einum ári síðani í tveimum kappingarmálum. |
Føroya Tele has a dual role in Faroese society. | article_dagur_translated | Føroya Tele hevur ein tvíbýttan leiklut í føroyska samfelagnum. |
We are both a service company competing with others, and as a public limited company and the largest player in the telecommunications market, we must at the same time ensure that Faroese people have access to a high-quality telecommunications system. | article_dagur_translated | Vit eru bæði tænastufelag í kapping við onnur, og sum alment partafelag og størsti leikari á fjarskiftismarknaðinum, skulu vit samstundis tryggja, at føroyingar hava atgongd til eitt dygdargott fjarskiftiskervi. |
We must be aware of this role every single day, says Kristian R. Davidsen, group CEO of Føroya Tele. | article_dagur_translated | Henda leiklutin skulu vit vera tilvitað um hvønn einasta dag, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. |
The Competition Authority has pointed out that it is important for free competition that Pf. Net holds the entire telecommunications system — including the mobile network. | article_dagur_translated | Kappingareftirlitið hevur víst á, at tað er týdningarmikið fyri fríu kappingina, at Pf. Net hevur alt fjarskiftiskervið um hendi – eisini farnetið. |
Føroya Tele is the largest player in the Faroese telecommunications market, and the company's role is twofold. | article_dagur_translated | Føroya Tele er størsti leikarin á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og leikluturin hjá felagnum er í tveimum. |
This step of moving the mobile network helps to create greater security for those who want to try to compete with Føroya Tele. | article_dagur_translated | Hetta stigið at flyta farnetið er við til at skapa størri tryggleika hjá teimum, sum hava hug at royna seg í kapping við Føroya Tele. |
In such cases it should reduce the likelihood of suspicion arising that Føroya Tele discriminates between its own companies and competitors. | article_dagur_translated | Tað skuldi í slíkum málum minka um sannlíkindini fyri, at illgruni tekur seg upp um, at Føroya Tele ger mismun á egnum feløgum og kappingarneytum. |
It is important that there is a clear internal separation between the service part and the network part, says Terje Sigurðsson, director of the Competition Authority. | article_dagur_translated | Tað er týdningarmikið, at greiður innanhýsis skilnaður er ímillum tænastupartin og netpartin, sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum. |
Bjarni Kárason Petersen, the minister responsible for Føroya Tele, also welcomes that the structure of the Føroya Tele group is becoming clearer. | article_dagur_translated | Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum varðar av Føroya Tele, fegnast eisini um, at bygnaðurin í Føroya Tele samtakinum verður greiðari. |
I have long advocated for better transparency in the telecommunications market in the Faroe Islands, which is a prerequisite for free competition. | article_dagur_translated | Eg havi leingi eftirlýst betri gjøgumskygni á telemarknaðinum í Føroyum, ið er ein treyt fyri fríari kapping. |
Free competition leads to Faroese consumers paying less. | article_dagur_translated | Fría kappingin hevur við sær, at føroyski brúkarin rindar minni. |
The communications system will be consolidated in one place now that the mobile network is being moved from the service company to Pf. Net, and this is a step toward improving competition, which should ensure us consumers a reasonable price. | article_dagur_translated | Samskiftiskervið verður savnað á einum stað, nú farnetið verður flutt úr tænastufelagnum yvir í Pf. Net, og tað er eitt stig á leiðini at betra um kappingina, sum skal tryggja okkum brúkarum ein rímiligan prís. |
In my view, however, the companies should be separated into two independent units so there would be no doubt about this self-evident point. | article_dagur_translated | Eftir mínum tykki áttu feløgini tó at verið skild sundur í tvær sjálvstøðugar eindir, so eingin ivi var um hesa sjálvfylgju. |
The plan is therefore to continue working to ensure competition and transparency, says Bjarni Kárason Petersen. | article_dagur_translated | Ætlanin er tí áhaldandi at arbeiða við at tryggja kappingina og gjøgumskygni, sigur Bjarni Kárason Petersen. |
Unemployment in January this year was 1.0 percent, which is somewhat higher than in December but 0.1 percentage points lower than it was in January last year. | article_dagur_translated | Arbeiðsloysið í januar mánaði í ár var 1,0 prosent, sum er nakað meira enn í desember, men 0,1 prosentstig minni enn tað var í januar mánaði í fjør. |
This is shown by the latest labour market figures, which Statistics Faroe Islands (Hagstovan) announced today. | article_dagur_translated | Tað vísa nýggjastu tølini fyri arbeiðsmarknaðin, sum Hagstovan kunngerð í dag. |
In January there were 318 full-time unemployed, which is 20 fewer than the year before. | article_dagur_translated | Í januar vóru 318 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 20 færri enn árið fyri. |
374 persons were affected by unemployment, which is 36 fewer than in January last year. | article_dagur_translated | 374 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri enn í januar í fjør. |
Of the 318 full-time unemployed, 118 were women, corresponding to an unemployment rate of 0.8 percent. | article_dagur_translated | Av teimum 318 fulltíðararbeiðsleysu, vóru 118 kvinnur, svarandi til eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. |
For men the unemployment rate was 1.3 percent with 200 full-time unemployed men. | article_dagur_translated | Hjá monnunum var arbeiðsloysið 1,3 prosent við 200 fulltíðararbeiðsleysum monnum. |
Unemployment is lowest in Sandoy, where the unemployment rate was 0.5 percent. | article_dagur_translated | Arbeiðsloysið er minst í Sandoynni, har arbeiðsloysið var 0,5 prosent. |
That is 0.9 percentage points lower than in January last year. | article_dagur_translated | Tað eru 0,9 proentstig lægri enn í januar í fjør. |
The highest unemployment in January was in the Northern Streymoy area, where it stood at 1.3 percent. | article_dagur_translated | Størsta arbeiðsloysið í januar var í Norðurstreymoyar øki, har tað lá á 1,3 prosentum. |
Those aged 25 to 34 are the hardest hit by unemployment. | article_dagur_translated | Tey 25 til 34 ára gomlu eru harðast rakt av arbeiðsloysi. |
In this age group the unemployment rate was 1.6 percent. | article_dagur_translated | Í hesum aldursbólki var arbeiðsloysið 1,6 prosent. |
Unemployment is lowest among those aged 16 to 24 and those aged 45 to 54, where it was 0.8 percent. | article_dagur_translated | Minst er arbeiðsloysið hjá teimum 16 til 24 ára gomlu og teimum 45 til 54 ára gomlu, har tað lá á 0,8 prosentum. |
Nearly 30 percent of the unemployed had been unemployed for between 30 and 89 days. | article_dagur_translated | Næstan 30 prosent af teimum arbeiðsleysu høvdu verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar. |
In January there were 43 persons, or 11.5 percent, long-term unemployed, which means they had been unemployed for more than one year. | article_dagur_translated | Í januar vóru 43 persónar, ella 11,5 procent ,langtíðararbeiðsleys, sum vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. |
The number of long-term unemployed persons was 12 higher in January this year than in January last year, Statistics Faroe Islands reports. | article_dagur_translated | Talið fyri langtíðararbeiðsleysar persónar var 12 fleiri í januar í ár enn januar í fjør, upplýsir Hagstovan. |
Norway and Denmark are now beginning closer cooperation in the defense area. | article_dagur_translated | Noreg og Danmark fara nú undir tættari samstarv á verjuøkinum. |
The Social Democratic prime ministers, Jonas Gahr Støre and Mette Frederiksen, agree on greater cooperation as the countries' defenses are now being doubled. | article_dagur_translated | Sosialdemokratisku statsministararnir, Jonas Gahr Støre og Mette Frederiksen, eru samd um størri samstarvi í sambandi við at verjurnar í londunum nú verða dubbaðar. |
They both say this in an interview with the Ritzau news agency. | article_dagur_translated | Tað siga tey bæði í eini samrøðu við Ritzau tíðindastovuna. |
- From each other's perspective we are small countries. | article_dagur_translated | - Hvørt sær eru vit smá lond. |
We can achieve a lot through large cooperations, but we can also accomplish much in the Nordic countries if we coordinate our cooperation even better. | article_dagur_translated | Vit kunnu nógv í stórum samstørvum, men vit kunnu eisini nógv í Norðurlondum, um vit samskipa okkara samstarv uppaftur betri. |
Therefore we are taking this important step, says Mette Frederiksen. | article_dagur_translated | Tí taka vit hetta týðandi stigið, sigur Mette Frederiksen. |
The two have spent a lot of time together recently. | article_dagur_translated | Tey bæði hava brúkt nógva tíð saman í seinastuni. |
First they went to Ukraine together, and now they are both in Oslo for a conference with party colleagues from the Nordic countries in the Samak cooperation. | article_dagur_translated | Fyrst fóru tey til Ukraina saman, og nú eru tey bæði í Oslo til eina ráðstevnu saman við floksfeløgum úr Norðurlondum í felagsskapinum Samak. |
At the meeting Mette Frederiksen and Jonas Gahr Støre have, among other things, negotiated closer cooperation in the defense area. | article_dagur_translated | Á fundinum hava Mette Frederiksen og Jonas Gahr Støri eitt nú tingast um tættari samstarv á verjuøkinum. |
They will explain in more detail what this cooperation entails later in the spring, but the main course is being set out now. | article_dagur_translated | Hvat hetta samstarv inniber, fara tey at greiða nærri frá, seinni vár, men høvuðskósin verður stungin út nú. |
Jonas Gahr Støre explains that Denmark and Norway will cooperate in areas where the countries have shared geographical interests, such as the North Sea, the approaches to the Baltic Sea, and the Arctic. | article_dagur_translated | Jonas Gahr Støre greiðir frá, at Danmark og Noreg skulu samstarva á teimum økjum, har londini hava felags landafrøðilig áhugamál, so sum Norðsjógvin, innsiglingina til Eystrasalt og Arktis. |
This can also involve joint military exercises, joint procurements and cooperation when it comes to finding the right equipment. | article_dagur_translated | Talan kann eisini verða um felags hernaðarligar venjingar, felags innkeyp og samstarv í tá tað snýr seg um at finna røttu útgerðina. |
For example, Norway and Denmark can also cooperate on maintenance of the F-35 aircraft, Jonas Gahr Støre points out. | article_dagur_translated | Til dømis kunnu Noreg og Danmark eisini samstarva um viðlíkahaldið av F35-flogførunum, vísir Jonas Gahr Støre á. |
They also talk about increasing production of equipment for the defense. | article_dagur_translated | Tey tosa eisini um at økja framleiðsluna av útgerð til verjuna. |
- We agree on strengthening the defense industry to be able to produce what we need, says the Norwegian prime minister. | article_dagur_translated | - Vit eru samd um at styrkja hernaðarídnaðin fyri at kunna framleiða tað, sum vit hava tørv á, sigur norski forsætisráðharrin. |
Mette Frederiksen expects that the increased level of tension in the Arctic will grow even more over time. | article_dagur_translated | Mette Frederiksen væntar, at økta spenningsstøðið í Arktis fer at vaksa uppaftur meira sum tíðin gongur. |
Here Denmark and Norway can jointly be responsible for safeguarding the area. | article_dagur_translated | Her kunnu Danmark og Noreg vera felags um eftiransingina av økinum. |
The Danish government announced last week a plan to spend much more money on strengthening surveillance and defense in the coming years. | article_dagur_translated | Danska stjórnin boðaði í farnu viku frá eini ætlan um at brúka nógv fleiri pengar upp á at styrkja eftirlit og verju í komandi árum. |
On Saturday evening there was a release concert at Reinsaríið in Tórshavn in connection with the folk music group Kalas releasing their EP, "Minnisgripir." | article_dagur_translated | Leygarkvøldið var útgávukonsert á Reinsarínum í Havn í sambandi við at fólkatónleikabólkurin Kalas gav út EP teirra, "Minnisgripir". |
Those who make up Kalas are Døgg Jógvansdóttir from Dímun on fiddle, Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen on accordion, Bjørt Holm on cello and Sigrið F. Hansen on double bass. | article_dagur_translated | Tær, ið mynda Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun á fiól, Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen á accordion, Bjørt Holm á sello og Sigrið F. Hansen á kontrabass. |
The photos here are from AURA photos. | article_dagur_translated | Myndirnar her eru frá AURA myndir. |
2024 was marked by increased geopolitical uncertainty, falling inflation, and declining interest rates. | article_dagur_translated | 2024 var merkt av øktari geopolitiskari óvissu, minkandi inflatión og lækkandi rentum. |
For Føroya Banki Group the year was also characterized by good results stemming from loan growth, strong returns on securities, and increased activity in the investment area. | article_dagur_translated | Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum, ið stava frá útlánsvøkstri, góðum virðisbrævaavkasti og øktum virksemi á íløguøkinum. |
Customers have truly taken the opportunity to earn good interest on savings accounts, and this is reflected in deposit growth, which is 15% compared with 2023. | article_dagur_translated | Kundarnir hava av álvara tikið av møguleikanum fyri at fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, ið er 15% samanborin við 2023. |
Both households and companies are generally in good shape, and a healthy financial position is reflected in our 2024 accounts, where relatively few financial losses were recorded. | article_dagur_translated | Bæði húsarhald og fyritøkur eru sum heild væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst aftur í okkara roknskapi fyri 2024, har lutfalsliga fá fíggjarlig tap vórðu staðfest. |
Although the outlook for 2025 is good, the falling interest rate level means the annual result is expected to be lower than in 2024. | article_dagur_translated | Hóast útlitini fyri 2025 eru góð, merkir lækkandi rentustøðið, at ársúrslitið væntandi verður lægri enn í 2024, |
Thus summarizes Turið F. Arge, CEO of Føroya Banki, in connection with the publication of Føroya Banki's annual report. | article_dagur_translated | Soleiðis tekur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, samanum, í sambandi við, at ársroknskapurin hjá Føroya Banka verður kunngjørdur. |
It was a 2024 that on the whole went well for the bank, which last year reverted to the name Føroya Banki. | article_dagur_translated | Talan var um eitt 2024, ið sum heild hilnaðist væl hjá bankanum, sum í fjør fór yvir aftur til navnið Føroya Banki. |
The total profit after tax was 310 million kroner. | article_dagur_translated | Samanlagt var avlopið, eftir skatt, 310 milliónir krónur. |
This is two million higher than in 2023. | article_dagur_translated | Hetta eru tvær milliónir hægri enn í 2023. |
Operating profit before impairments was somewhat lower (245 million kroner compared with 269 million kroner in 2023). | article_dagur_translated | Rakstraravlopið fyri niðurskrivingar var nakað lægri (245 milliónir krónur samanborið við 269 milliónir krónur í 2023). |
Both loans and deposits increased—especially deposits, which rose from 8.7 billion kroner in 2023 to 10 billion. | article_dagur_translated | Bæði útlánini og innlánini hækkaðu - serliga innláinini sum fóru úr 8,7 milliardum krónum í 2023 til 10 milliardir. |
Recent years have been marked by interest rate increases, but in recent months the rate has been lowered several times as inflation has decreased. | article_dagur_translated | Seinastu árini hava verið merkt av rentuhækkingum, men seinastu mánaðirnar er rentan lækkað í fleiri umførum, so hvørt sum inflatiónin er minkað. |
This affects customers with mortgages in different ways. | article_dagur_translated | Hetta ávirkar kundar, ið hava lán til bústaðin, á ymiskan hátt. |
While adjustable-rate mortgage loans follow the market closely, the interest rate on adjustable-rate bank loans is set by individual banks and is linked to the central bank rate and the banks' commercial considerations. | article_dagur_translated | Meðan realkredittlán við skiftandi rentu fylgir marknaðinum neyvt, verður rentan á bankaláni við skiftandi rentu ásett av einstøku bankunum og er tengd at tjóðbankarentuni og handilsligum atlitum hjá bankunum. |
When the interest rate level is falling, the cheapest rate is usually obtained by choosing adjustable-rate mortgage loans. | article_dagur_translated | Tá ið rentustøðið er lækkandi, fæst bíligasta rentan aloftast við at velja realkredittlán við skiftandi rentu. |
This is generally the cheapest housing loan, and that is also true at the moment. | article_dagur_translated | Hetta er vanliga bíligasta bústaðarlánið, og tað er eisini galdandi í løtuni. |
However, the interest on these loans also rises faster than on bank loans when the interest rate level is increasing. | article_dagur_translated | Tó so hækkar rentan á hesum lánum eisini skjótari enn bankalán, tá ið rentustøðið er hækkandi. |
Early last year Føroya chose to make online banking free for all retail customers. | article_dagur_translated | Tíðliga í fjør valdi Føroya at gera netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. |
More than 80% of all logins to the online bank are from smartphones, and the bank continuously strives to develop its digital solutions to make things as easy as possible for customers. | article_dagur_translated | Meira enn 80% av øllum innritanum í netbankan eru frá snildfonini, og bankin leggur seg eftir støðugt at menna sínar talgildu loysnir fyri at gera tað so lætt sum gjørligt hjá kundunum. |
Therefore it was a milestone in the bank's digital journey when in December it became possible for customers to open their own savings accounts directly in the online bank. | article_dagur_translated | Tí var tað ein varði á talgildu leiðini hjá bankanum, tá ið tað í desember varð møguligt hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur beinleiðis í netbankanum. |
Several hundred accounts have already been opened with the new feature, and the plan is to develop even more features that will improve the customer experience on the digital platforms. | article_dagur_translated | Fleiri hundrað kontur eru longu stovnaðar við nýggju funkuni, og ætlanin er at menna enn fleiri funkur, ið fara at betra um kundaupplivingina á talgildu pallunum. |
About 5,500 Faroese people together own 55 percent of the share capital in Føroya Banki—of which the state owns 35 percent—and they benefit from the group's good performance. | article_dagur_translated | Umleið 5.500 føroyingar eiga til samans 55 prosent av partapeninginum í Føroya Banka - harav eigur landið 35 prosent - og hesir fáa ágóðan av góðu gongdini hjá samtakinum. |
At the general meeting on March 27 it will be proposed to pay shareholders a total of 350 million kroner—36.46 kroner per share. | article_dagur_translated | Á aðalfundinum tann 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 350 milliónir krónur - 36,46 krónur fyri hvørt partabrævið. |
Of this, 217 million kroner (70 percent) come from the annual result, while 133 million kroner are paid out to reach the group's capital target. | article_dagur_translated | Av hesum stava 217 mió. krónur ( 70 prosent) frá ársúrslitinum, meðan 133 millónir krónur verða goldnar út fyri at røkka kapitalmálinum hjá samtakinum. |
After the distribution of the dividend, Føroya Banki remains a very well-capitalized financial institution that meets all set requirements for capital, solvency, and liquidity, and which also has the necessary capital to finance the group's planned future growth. | article_dagur_translated | Eftir útlutanina av vinningsbýtinum er Føroya Banki framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum. |
Management otherwise expects that the net result for 2025 will be somewhat lower: between 210 and 240 million kroner. | article_dagur_translated | Leiðslan væntar annars, at nettoúrslitið fyri 2025 verður nakað lægri: Millum 210 og 240 mió. kr. |
Early yesterday a report arrived that someone had broken into the shop of the brewery OY at Háls. | article_dagur_translated | Tíðliga gjár kom fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í sølubúðina hjá bryggjarínum OY á Hálsi. |
Wrote briefly about this case yesterday morning, but it is not a matter that the police are saying very much about at the moment. | article_dagur_translated | skrivaði stutt um hetta málið fyrrapartin í gjár, men talan er ikki um eitt mál, sum løgreglan fær sagt serliga nógv um í løtuni. |
The duty officer at the police station confirms this morning that there has been a break-in at OY, and that the "motive" appears to be to profit in some way. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar í morgin. at innbrot hevur verið í OY, og at "motivið" sær út til at hava at ríka seg á einhvønn hátt. |
However, he does not want to say how much was taken, or whether it is both alcoholic beverages and money. | article_dagur_translated | Hann vil tó ikki siga nakað um, hvussu nógv er tikið, og um tað bæði er rúsdrekka og peningur. |
An investigation is underway. | article_dagur_translated | Kanningararbeiði er í gongd. |
Several matters will be considered in the Faroese Parliament today — in particular, it concerns first readings. | article_dagur_translated | Fleiri mál skulu til viðgerar í Løgtinginum í dag - serliga er talan um fyrstu viðgerðir. |
However, this parliamentary session on Wednesday begins with unscheduled questions. | article_dagur_translated | Tingfundurin hendan mikudagin byrjar tó við ófraboðaðum fyrispurningum. |
Here, members of parliament have the opportunity to ask government ministers about various things they may not have prepared for 100 percent. | article_dagur_translated | Her hava tinglimir møguleika at spyrja landsstýrisfólk um ymiskt, sum tey kanska ikki hava fyrireikað seg 100 prosent uppá. |
This can sometimes produce interesting results, and it can also become fairly lengthy if people have a lot on their minds. | article_dagur_translated | Hetta kann ymiskt áhugavert koma burturúr, og tað kann eisini gerast rímiliga drúgt, um fólk hava nógv uppá hjarta. |
In connection with "Play Faroese Week," the Radio Hit of the Year for 2024 will be chosen. | article_dagur_translated | Í sambandi við "Spæl Føroyskt-vikuna" skal Ársins Útvarpshitt fyri 2024 finnast. |
In recent days there has been the opportunity to vote for over a hundred songs. | article_dagur_translated | Seinastu dagarnar hevur verðið møguleiki at atkvøða fyri yvir hundrað sangum. |
Now the top ten songs have been released for a new round of voting. | article_dagur_translated | Nú eru topp-tíggju sangirnir koyrdir út til nýggja atkvøðugreiðslu. |
In the final round are songs that have truly made their mark in 2024; by talented Faroese musicians. | article_dagur_translated | Í finaluumfarinum eru sangir, sum veruliga hava sett sín dám á í 2024; við dugnaligum føroyskum tónlistafólki. |
It is possible to vote in the coming days. | article_dagur_translated | Til ber at atkvøða næstu dagarnar. |
The Radio Hit of the Year will reportedly be announced on Saturday. | article_dagur_translated | Ársins Útvarpshitt verður sum skilst kunngjørt leygardagin. |
- When one dresses up like that, isn't there a risk that people will laugh at you? | article_dagur_translated | - Tá man so letur seg í búnar, er ikki ein vandi fyri at fólk fara at flenna eftir tær? |
asks the host of the show, and Bass Elvis answers: "I don't mind that at all, I like to see people smile when I perform." | article_dagur_translated | spyr verturin í sendingini, og Bass Elvis svarar: "Tað leggi eg einki í, mær dámar væl at síggja fólk smílast, tá eg upptraðki". |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.