en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Whether Karl Weihe will return — it could, for example, be just before the final week, which is approaching — only time will tell.
article_dagur_translated
Um Karl Weihe kemur inn aftur, tað kundi eitt nú verið beint undan finaluvikuni, sum fer at nærkast má tíðin vísa.
New episodes are available on Viaplay on Tuesdays, Wednesdays and Thursdays.
article_dagur_translated
Nýggir partar eru tøkir á Viaplay týsdagar, mikudagar og hósdagar.
Russian President Vladimir Putin visited the Russian Kursk region at the border west of Ukraine last night.
article_dagur_translated
Russiski forsetin, Vladimir Putin, var í gjárkvøldið á vitjan í russiska Kursk-landslutinum á markinum vestur móti Ukraina.
This is the first time since Ukrainian forces captured part of the area in August 2024, the Russian news agencies wrote last night.
article_dagur_translated
Hetta er fyrstu ferð síðan ukrainskar herdeildir hertóku ein part av økinum í august 2024, skrivaðu russisku tíðindastovurnar í gjárkvøldið.
Putin visited a control post used by the Russian forces and received a briefing on the situation from Valery Gerasimov, the head of the Russian military leadership, who said that the Ukrainian forces in the Kursk region are now "encircled."
article_dagur_translated
Putin vitjaði eina eftirlitsstøð, sum russisku herdeildirnar brúka, og fekk eina frágreiðing um støðuna frá Valery Gerasimov, ovasti fyri russisku herleiðsluna, sum kundi greiða frá, at ukrainsku herdeildirnar í Kursk-landslutinum nú “eru kringsettar”.
Earlier yesterday the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, said that the Russian army has intensified attacks on the town of Sudzha in the Kursk region while Kyiv "tries to save its troops," writes Danmarks Radio.
article_dagur_translated
Fyrr í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at russiski herurin hevur hert álopini á býin Sudzja í Kursk-landslutinum, meðan Kyir “roynir at bjarga sínum herfólkum”, skrivar Danmarks Radio.
The Municipality of Tórshavn announced earlier this year a funding opportunity for film.
article_dagur_translated
Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við stuðulsmøguleika til film.
The purpose of the funding is to develop the film industry in the municipality and to help make the film industry an even more significant sector.
article_dagur_translated
Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at viðvirka til, at filmsvinnan verður ein enn meira týðandi vinnugrein.
One million kroner were available for this purpose.
article_dagur_translated
Ein millión krónur vóru tøkar til endamálið.
On recommendation, the business committee chose to fund eight film projects, the municipality writes on its website.
article_dagur_translated
Eftir tilmæli valdi vinnunevndin at stuðla átta filmsverkætlanum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
When the application deadline had passed, 19 applications had been received, covering a wide range of subjects and types of film.
article_dagur_translated
Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slag av filmi.
On the recommendation of a working group with representatives from the Government Administration Office, the Department of Culture, Hugskotið and advice from an external expert, the business committee of Tórshavn City Council decided to grant support to the following eight projects:
article_dagur_translated
Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki við umboðum frá stjórnarskrivstovuni, mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita fylgjandi átta verkætlanum stuðul:
These projects meet all the conditions for support.
article_dagur_translated
Hesar verkætlanir lúka allar treytirnar fyri stuðul.
The applications were both interesting and of high quality.
article_dagur_translated
Umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar.
The working group also pointed out that the films have great commercial development potential and thus help strengthen film as an industry in the Municipality of Tórshavn.
article_dagur_translated
Eisini vísti arbeiðsbólkurin á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar, og eru á tann hátt við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.
A new application round is planned for early next year.
article_dagur_translated
Nýtt umsóknarumfar verður eftir ætlan fyrst í komandi ári.
In Denmark they call it 'ghost drivers' when motorists — usually older people — take a wrong entrance onto the motorways and drive against the traffic — something that can lead to serious traffic accidents.
article_dagur_translated
Í Danmark kalla tey tað fyri ‘spøkilsis-bilistar’ tá bilførarar – oftast eldri fólk – taka skeiva innkoyring til motorvegirnar, og koyra móti ferðsluni – nakað kann føra til álvarsligar ferðsluvanlukkur.
A somewhat similar situation occurred around midday yesterday in the Kollafjord Tunnel.
article_dagur_translated
Ein nakað líknandi støða hendi um middagsleitið í gjár í Kollafjarðartunnlinum.
It was at 12:50 that the police received a report that a car was driving on the wrong side in the tunnel heading north.
article_dagur_translated
Tað var klokkan 12.50, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur koyrdi í skeivari síðu í tunnlinum á veg norðureftir.
Fortunately no serious injury occurred, but the car clipped an oncoming vehicle, although only the mirrors were affected.
article_dagur_translated
Tíbetur hendi ikki nakar álvarsligur skaði, men viðkomandi bilur nart við ein mótkoyrandi, men tað vóru bara speglini, sum tóku.
Other oncoming cars somehow managed to swerve out of the way of the vehicle.
article_dagur_translated
Aðrir mótkoyrandi bilar megnaðu onkursvegna at snúgva sær undan bilinum.
The police went out to investigate the matter and located the driver.
article_dagur_translated
Løgreglan fór út at kanna málið, og fann fram til bilføraran.
It turned out to be an older person, and the police officers decided to confiscate the driver's licence from them on the spot.
article_dagur_translated
Tað vísti seg at vera eitt eldri fólk, og løgreglufólkini tóku avgerð um at taka koyrikortið frá viðkomandi á staðnum.
This was therefore what is called an 'administrative revocation' of the driving licence.
article_dagur_translated
Talan var sostatt um tað, ið verður kallað eina ‘administrativa inndraging’ av koyrikortinum.
"It could have ended very badly, but fortunately it did not.
article_dagur_translated
- Tað kundi havt endað heilt galið, men gjørdi tað tíbetur ikki.
A head-on collision in a tunnel is our 'worst case scenario'.
article_dagur_translated
Ein frontalur samanstoytur í einum tunnli er okkara ‘worst case scenario’.
But fortunately that did not happen, says the duty officer at the police station this morning.
article_dagur_translated
Men tað hendi tíbetur ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Decisions on such administrative revocations of driving licences can be appealed to the court, but in this case the driver accepted the decision.
article_dagur_translated
Avgerðir um slíkar administrativar inndragingar av koyrikortinum, kunnu kærast fyri rættin, men í hesum føri góðtók bilførarin avgerðina.
On Wednesday, March 19 at 7:00 PM the Film Society will show the new feature film “The Brutalist” at Havnar Bio.
article_dagur_translated
Mikudagin 19. mars kl 19 sýnir Filmsfelagið nýggja stórfilmin “The Brutalist” í Havnar Bio.
Norwegian Mona Fastvold and her husband Brady Corbet tell in the feature film “The Brutalist” the story of Holocaust survivor László and his wife Erzsébet, who go to America to try their luck.
article_dagur_translated
Norska Mona Fastvold og maðurin Brady Corbet, siga í stórfilminum, “The Brutalist”, søguna um holocaust yvirlivaran László og konuna Erzsébet, sum fara til Amerika at royna eydnuna.
For the achievement they received three Academy Awards.
article_dagur_translated
Fyri avrikið fingu tey tríggjar Oscarvirðislønir.
We are in the post-war year 1947 when the progressive Jewish architect László Toth (Adrien Brody) and his wife, Erzsébet (Felicity Jones), decide to leave Europe for America to renew and rebuild their lives, work, and marriage after the wartime conditions and shifting borders caused separation between them.
article_dagur_translated
Vit eru í eftirkígsárinum 1947 tá hin framskygdi jødiski arkitekurin, László Toth (Adrien Brody) og konan, Erzsébet (Felicity Jones), gera av, at fara úr Evropa til Amerika at endurnýggja og byggja upp aftur lív, arbeiði og hjúnarlag, eftir at krígsstøðan og skiftandi landamørk hava skapt skilnað teirra millum.
László is a Hungarian Jew who escaped the Holocaust alive.
article_dagur_translated
László er ungarskur jødi, sum kom undan Holocaust við lívinum.
In the new and unfamiliar country they settle in Pennsylvania, where the powerful yet secretive businessman Harrison Lee Van Buren (Guy Pearce) quickly figures out how he can use the skills of the foreign architect to do something significant in the new homeland, the USA.
article_dagur_translated
Í nýggja og fremmanda landinum búseta tey seg í Pennsylvania, har hin mektigi og tó loyniligi vinnulívsmaðurin, Harrison Lee Van Buren (Guy Pierce) skjótt kemur eftir, hvussu hann kann brúka førleikararnar hjá fremmanda arkitektinum at gera nakað stórt í nýggja heimlandinum, USA.
But matters like power and inheritance are not always easy or straightforward to handle.
article_dagur_translated
Men viðurskifti sum makt og arvur eru ikki altíð so løtt og beint fram at handfara.
The director, Brady Corbet (b.1988), wrote the story together with Norwegian Mona Fastvold (b.1986), who was previously married to Sondre Lerche.
article_dagur_translated
Leikstjórin, Brady Corbet (f.1988), hevur skrivað søguna saman við norsku Mona Fastvold (f.1986), sum fyrr var gift við Sondre Lerche.
Since 2012 Mona and Brady have been together, and two years later they had a daughter.
article_dagur_translated
Síðan 2012 hava Mona og Brady hildið saman, og tvey ár seinni fingu tey eina dóttir.
They based the story of Toth on the great Jewish-Hungarian architects Marcel Breuer and Ernő Goldfinger.
article_dagur_translated
Søguna um Toth hava tey bæði bygt á stóru jødisk-ungarsku arkitektarnar Marcel Breuer og Ernő Goldfinger.
“The Brutalist” premiered at the international film festival in Venice last autumn, where it received an award for best direction.
article_dagur_translated
“The Brutalist” varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Venezia í fjør heyst, har hann fekk virðisløn fyri bestu leikstjórn.
At the beginning of the year “The Brutalist” won three Golden Globe awards: best film with best direction and best male lead role.
article_dagur_translated
Við ársbyrjan vann “The Brutalist” tríggjar Golden Globe virðislønir: besti filmur við bestu leikstjórn og besta mannliga høvuðsleikluti.
“The Brutalist,” which was nominated ten times for an Oscar this year, won three.
article_dagur_translated
“The Brutalist”, sum í tíggju førum varð skotin upp at fáa Oscarvirðislønina í ár, vann tríggjar.
They were for best male lead, which went to Adrien Brody, best cinematography, and best music.
article_dagur_translated
Tað var fyri besta mannliga høvuðsleiklut, sum fór til Adrien Brody, bestu fotografering og besta tónleik.
Please note that the feature film, which runs 215 minutes, begins at 7:00 PM.
article_dagur_translated
Leggið til merkis, at stórfilmurin, sum varir 215 minuttir, byrjar klokkan 19.
There will be an intermission during the screening.
article_dagur_translated
Ein steðgur verður í sýningini.
So this evening it is like in the old days: you can meet people and have a good cinema chat during the intermission.
article_dagur_translated
So hetta kvøld er tað sum í gomlum døgum, at tú kanst hitta fólk og fáa eitt gott biografprát í steðginum.
The management at the National Hospital in no way condones sexism.
article_dagur_translated
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum góðtekur á ongan hátt sexismu.
Neither as directors, managers nor people in general can we accept that anyone is treated unfairly at the National Hospital, and we are greatly saddened that women working at the National Hospital have been subjected to sexist behavior.
article_dagur_translated
Vit kunnu hvørki sum stjórar, leiðarar ella menniskju annars góðtaka, at nakar er fyri órøttum á Landssjúkrahúsinum, og tað harmar okkum almikið, at kvinnur, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, hava verið fyri sexistiskum atburði.
That is the main conclusion of the management at the National Hospital when it reviews the media debate of the past month.
article_dagur_translated
Tað er høvuðsniðurstøðan hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, tá hon eftirmetir miðlaumrøðuna seinasta mánaðin.
This is what the Hospital Service writes on its website this morning.
article_dagur_translated
Soleiðis skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðu síni í morgun.
It is the online media Frihedsbrevet that, in several articles and interviews, has highlighted sexist behavior in the hospital service, especially in the patient transport service.
article_dagur_translated
Tað er netmiðilin Frihedsbrevet, sum í fleiri greinum og samrøðum hevur víst á sexistiskan atburð í sjúkrahúsverkinum, serliga í sjúkraflutningstænastuni.
The management at the National Hospital did not want to comment to Frihedsbrevet about the matter, but now the comments come in a longer post on the website sjukrahus.fo.
article_dagur_translated
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til Frihedsbrevet um málið, men nú koma so viðmerkingarnar í einum longri innleggi á heimasíðuni sjukrahus.fo.
The Hospital Service continues:
article_dagur_translated
Sjúkrahúsverkið skrivar víðari:
In this connection, management believes it is sensible to strengthen the reporting system.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi metir leiðslan, at tað er skilagott at styrkja fráboðanarskipanina.
The reception of reports from employees must be organized within clearer frameworks, and furthermore the reporting system is intended to be expanded with a whistleblower arrangement whereby employees can communicate anonymously with the Staff Department.
article_dagur_translated
Móttøkan av fráboðanum frá starvsfólkum skal skipast innan greiðari karmar, og harumframt verður fráboðanarskipanin ætlandi víðkað við einari varskógvaraskipan, har starvsfólk ónevnd kunnu samskifta við Starvsfólkadeildina.
Although in this announcement a month ago I publicly said that we have adequate procedures at the National Hospital to handle difficult issues such as sexism, the past weeks have shown that there is a need for a better reporting system.
article_dagur_translated
Hóast eg í hesum meldrinum fyri einum mánaði síðani alment segði, at vit hava nøktandi mannagongdir á Landssjúkrahúsinum til at handfara trupul mál sum sexismu, so hava seinastu vikurnar víst, at tørvur er á einari betri fráboðanarskipan.
This system should to a greater extent be tailored to the needs of the person who has something sensitive to tell management, says Steinar Eirikstoft, director of the Hospital Service.
article_dagur_translated
Henda skipanin skal í størri mun lagast eftir tørvinum hjá viðkomandi, sum hevur eitthvørt viðkvæmt at siga við leiðsluna, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Another conclusion of management is that the media debate has shed light on significant issues, because sexism, harassment and similar behavior that undermine wellbeing at the National Hospital must be stopped.
article_dagur_translated
Ein onnur niðurstøða hjá leiðsluni er, at miðlaumrøðan hevur varpað ljós á týðandi viðurskifti, tí sexisma eins og happing og annað slíkt, sum er við til at bróta trivnaðin á Landssjúkrahúsinum niður, skal steðgast.
At the same time it is necessary to achieve balance in the media debate, which has been a mix of factual circumstances and assertions about reports and the content of those reports.
article_dagur_translated
Samstundis er tó neyðugt at fáa javnvág í miðlaumrøðuna, sum hevur verið ein blanding av faktuellum umstøðum og uppáhaldum um fráboðanir og innihald í fráboðanum.
In summary, management takes all cases of inappropriate behavior that come to our attention very seriously, and we handle them according to applicable rules.
article_dagur_translated
Samanumtikið tekur leiðslan øll mál um óhóskandi atburð, ið vit fáa kunnleika um, í størsta álvara, og vit viðgera tey eftir galdandi reglum.
All cases are different with different consequences.
article_dagur_translated
Øll mál eru ymisk við ymiskum avleiðingum.
It is nonetheless a fact that management receives relatively few reports and almost none where people want to attach their names, explains Steinar Eirikstoft.
article_dagur_translated
Tað er tó ein sannroynd, at leiðslan fær lutfalsliga fáar fráboðanir og nærum ongar, har fólk vilja leggja navn til, greiðir Steinar Eirikstoft frá.
It is essential that all staff at the National Hospital and in the Hospital Service as a whole feel safe to report to management when they are treated unfairly.
article_dagur_translated
Tað er alneyðugt, at øll starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverkinum sum heild kenna seg trygg at boða leiðsluni frá, tá ið tey eru fyri órøttum.
Possibly there is a culture where employees do not want to report, and at the same time we as management must place higher demands on our leaders so that reports are made correctly and cases can be handled as fairly and quickly as possible, says Steinar Eirikstoft.
article_dagur_translated
Møguliga ræður ein mentan, har starvsfólk ikki ynskja at boða frá, og samstundis mugu vit sum leiðsla seta størri krøv til okkara leiðarar, at fráboðanir fara fram á rættan hátt, so málini kunnu handfarast so rætt og so skjótt sum til ber, sigur Steinar Eirikstoft.
The role of management must always be with respect for both parties, because if one employee accuses another, it is necessary that management hears both sides on an objective administrative basis.
article_dagur_translated
Leikluturin hjá leiðsluni skal altíð verða við virðing fyri báðum pørtum, tí um eitt starvsfólk skuldsetir eitt annað starvsfólk, so er neyðugt, at leiðslan hoyrir báðar partar á sakligum fyrisitingarligum grundarlagi.
It is equally important to uphold this principle internally in a workplace as in society's legal system as a whole.
article_dagur_translated
Tað er eins týðandi at halda hesa meginregluna innanhýsis á einum arbeiðsplássi sum úti í rættarsamfelagnum í síni heild.
Employees can always turn to their nearest manager or the Staff Department if they wish to raise an issue such as sexism or harassment.
article_dagur_translated
Starvsfólk kunnu altíð venda sær til nærmasta leiðaran ella Starvsfólkadeildina, um tey ynskja at gera vart við eitt mál um t.d. sexismu ella happing.
However, there is a need to organize these matters on a more regulated basis so that both managers and parties in the case are aware of how communication about such matters will take place and which documentary evidence is required.
article_dagur_translated
Tað er kortini tørvur á at skipa hesi viðurskifti á meiraregluføstum grundarlagi, so at bæði leiðarar og partar í málinum eru tilvitað um, hvussu samskift verður um slík mál, og hvørji skjalprógv eru neyðug.
Furthermore, we are exploring the possibility of implementing a whistleblower arrangement.
article_dagur_translated
Harumframt kanna vit møguleikan at fáa sett eina varskógvaraskipan í verk.
With a whistleblower arrangement, those who for example wish to report sexism can communicate in writing anonymously with the Staff Department.
article_dagur_translated
Við einari varskógvaraskipan kunnu tey, sum t.d. ynskja at boða frá sexismu, ónevnd samskifta skrivliga við Starvsfólkadeildina.
In this way they have the opportunity quietly to inform themselves and reflect — while no one knows their identity — about whether they want to report.
article_dagur_translated
Soleiðis hava tey møguleikan stillisliga at kunna seg nærri og umhugsa – meðan eingin kennir teirra samleika – um tey vilja fráboða.
In the whistleblower arrangement it is also possible to point management to cases that one is not personally a party to, which management can investigate further.
article_dagur_translated
Í varskógvaraskipanini ber eisini til at vísa leiðsluni á mál, ið ein sjálvur ikki er partur av, og sum leiðslan kannar nærri.
In the past month two cases about sexism at the National Hospital have been in the media.
article_dagur_translated
Seinasta mánaðin hava tvey mál verið frammi í miðlunum um sexismu á Landssjúkrahúsinum.
Although public insight has been provided into the cases, the director of the Hospital Service adheres to the principle that management does not handle personnel matters in the public sphere.
article_dagur_translated
Hóast alment innlit er latið í málini, so heldur forstjórin í Sjúkrahúsverkinum seg til meginregluna um, at leiðslan ikki viðger starvsfólkamál í almenna rúminum.
The media debate has been important, because of course it must be possible to address issues such as sexism and harassment at one of the country's largest workplaces.
article_dagur_translated
Miðlaumrøðan hevur havt týdning, tí sjálvandi skal tað bera til at viðgera mál um t.d. sexismu og happing á einum av landsins størstu arbeiðsplássum.
As management we do not wish to address detailed personal matters in the media, and the case already goes awry there if the outlet does not have the factual basis in place.
article_dagur_translated
Sum leiðsla ynskja vit ikki at viðgera ítøkilig persónsmál í fjølmiðlunum, og longu har skeiklast málið, um miðilin ikki hevur tað faktuella grundarlagið upp á pláss.
There are several examples that the media debate in recent weeks is not entirely correct, says Steinar Eirikstoft.
article_dagur_translated
Tað eru fleiri dømi um, at miðlaumrøðan seinastu vikurnar ikki er heilt røtt, sigur Steinar Eirikstoft.
The director is upset that managers and the Staff Department at the National Hospital are portrayed in the media as neglecting their work.
article_dagur_translated
Forstjórin harmast um, at leiðarar og Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum í miðlunum eru løgd undir at misrøkja sítt arbeiði.
We want to refute that.
article_dagur_translated
Hesum vilja vit vísa aftur.
Our staff can trust that we do what is required of us.
article_dagur_translated
Okkara starvsfólk kunnu hava álit á, at vit gera tað, sum krevst av okkum.
It is necessary to make clear that before the cases were discussed in the media, we had received no formal reports.
article_dagur_translated
-Tað er neyðugt at gera greitt, at áðrenn málini vórðu umrødd í miðlunum, høvdu vit ongar formligar fráboðanir móttikið.
An anonymous report was however submitted, and it has been investigated and processed, but the consequences of such reports are limited, says Steinar Eirikstoft.
article_dagur_translated
Ein ónevnd fráboðan er tó latin, og hon eru kannað og viðgjørd, men tað er avmarkað, hvørjar fylgjur slíkar fráboðanir hava við sær, sigur Steinar Eirikstoft.
He points out that managers have encouraged employees to attach their names to reports.
article_dagur_translated
Hann vísir á, at leiðarar hava eggjað starvsfólki at leggja navn til fráboðanir.
However, those whom management has approached have not wanted this, and therefore no reports have resulted.
article_dagur_translated
Tó hava tey, sum leiðslan hevur vent sær til, ikki ynskt hetta, og tí eru ongar fráboðanir komnar burturúr.
It can also be mentioned that despite much talk, no one provided material to the Staff Manager to use in these matters regarding sexism.
article_dagur_translated
Nevnast kann eisini, at hóast nógv prát, lat eingin Starvsfólkaleiðaranum tilfar at brúka í hesum málunum viðvíkjandi sexismu.
We will do everything to get to the root of these problems, because at the National Hospital employees must thrive together with each other, patients and relatives, affirms Steinar Eirikstoft, director of the Hospital Service.
article_dagur_translated
Vit vilja gera alt fyri at taka um rótina á hesum trupulleikum, tí á Landssjúkrahúsinum skulu starvsfólk trívast bæði saman við hvørjum øðrum, sjúklingum og avvarðandi, staðfestir Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Today, Thursday 13/3, Annika Olsen turns 50 years old.
article_dagur_translated
Í dag, tórsdagin 13/3 - fyllir Annika  Olsen 50 ár.
Dear Annika, mom and dad hereby wish you a heartfelt congratulations on your day.
article_dagur_translated
Góða Annika, mamma og pabba fara hervið at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
Thank you for wanting to spend the day with your closest ones: family, acquaintances, friends and people you have worked and work with.
article_dagur_translated
Takk fyri, at tú vilt halda dagin saman við tínum nærmastu, familju, kenningum, vinum og fólki, tú hevur arbeitt og arbeiðir saman við.
Annika is married to Jacob Horn Nielsen and they have two very nice sons, Markus and Bjarne.
article_dagur_translated
Annika er gift við Jacob Horn Nielsen og eiga tey tveir sera fittar synir, Markus og Bjarna.
Annika is the youngest of three siblings: Elsa Maria, Martin Karl and you, and all of you have naturally held important positions in society and served the community in a rich way.
article_dagur_translated
Annika er yngst av 3 systkjum: Elsa Maria, Martin Karl og tú, og øll hava tit nátt stór størv í samfelagnum og tænt samfelagnum á ríkiligan hátt.
You are the youngest of our children, and you became the child who carried the “legacy” forward (after father and grandfather), which we call “politics.”
article_dagur_translated
Tú ert yngst av børnum okkara, og bleiv tann av børnunum, sum kom at bera tann “arvin”  víðari, (eftir pápa og abba), sum vit nevna “politikkin”.
It is a heavy inheritance, and I must say that you have paid the price for it.
article_dagur_translated
Tað er ein tungur arvur, og tað  má eg siga, at har hevur tú borið prísin.
If we are to live in hope and hope that there is a chance for a breakthrough, then hopefully we will dissolve the dependency ties in this coalition.
article_dagur_translated
Skulu vit liva í vónini og hopa, at ein glotti er fyri stavn, so vónandi loysa okur stavnsbandið í hesari samgonguni.
Annika, you left Vágur as a young person.
article_dagur_translated
Annika, tú fórst sum ung úr Vági.
You left 9th grade at Vágur school and went down to Denmark to do swimming, not because you had for several years played violin at the music school in Vágur and were excellent at it and had been invited to join the youth orchestra of the symphony orchestra.
article_dagur_translated
Tú fór úr 9.flokki í Vágs skúla og niður til Danmarkar at íðka svimjing, ikki tí, tú hevði í fleiri ár spælt violin í musikkskúlanum í Vági og dugdi framúr væl at spæla violin og var boðin at koma við í unglingaorkestrið hjá symfoniorkestrinum.
After that same summer vacation you chose instead to go to Odense to swim with Oslf and at the same time began attending Sct. Knuds Gymnasium in Odense, where you took your high school diploma.
article_dagur_translated
Eftir somu summarferiu valdi tú heldur at fara til Odense at svimja við Oslf og byrjaði samstundis at ganga á Sct Knuds Gymnasium í Odense,  har tú tók studentsprógv.
Swimming has been a large part of your life; you could almost swim before you could walk.
article_dagur_translated
Svimjingin hevur verið ein stórur partur af tínum lívi, tú dugdi næstan av svimja, áðrenn tí dugdi at ganga.
When the swimming pool opened in Vágur in 1979, you did not wait but jumped straight into the pool, only 4 years old.
article_dagur_translated
Tá ið svimjihylurin lat upp í Vági í 1979, gjørdi tú ikki mætari enn at leypa beint í hylin, bara 4 ára gomul.
After that the swimming pool became your second home, and you became Faroese champion over 100 times and set a series of Faroese records.
article_dagur_translated
Eftir hetta var svimjihylurin títt næsta heim, og tú gjørdist føroyameistari yvir 100 ferðir og slóð eina røð av føroyskum metum.
You also won several medals for the Faroe Islands at the island games.
article_dagur_translated
Eisini á oyggjaleikum vanst tú fleiri medaljur fyri Føroyar.