en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The figure shows that growth in 2022 was 9.5% in current-year prices, while real growth was 3.6%. | article_dagur_translated | Á myndini sæst, at vøksturin í 2022 varð 9,5% í ársins prísum, meðan realvøkursturin var 3,6%. |
In 2023, growth was 6.7% in current-year prices and 2.5% in constant prices, respectively. | article_dagur_translated | Í 2023 var vøksturin í ávikavist ársins prísum og føstum prísum 6,7% og 2,5%. |
In 2022 and 2023, high inflation contributed to pulling GDP in current-year prices upward. | article_dagur_translated | Í 2022 og 2023 var høga inflatiónin við til at toga BTÚ í ársins prísum upp. |
About three minutes before each landing and takeoff a runway inspector drives out onto the field to ensure that birds are not on the runway. | article_dagur_translated | Umleið tríggjar minuttir undan hvørjari lending og fráferð koyrir ein banainspektørur út á vøllin fyri, at tryggja at fuglar ikki eru á vøllinum. |
And a lot of effort is used to keep them away, but birds do fly, so it is not always so easy. | article_dagur_translated | Og tað verður brúkt nógv orka uppá at halda hesum burtur til hesar, men fuglar flúgva jú, so tað er ikki altíð so lætt. |
There are also many who are irritated by the security inspection. | article_dagur_translated | Eisini eru nógv sum eru irriteraði av, at trygdareftirlitinum. |
The broadcast from Vágar Airport is part of the series about defense in the Faroe Islands, organized by Petur Zachariassen, and this is the 11th episode. | article_dagur_translated | Sendingin úr Vága Floghavn er partur av røðini um verju í Føroyum, sum Petur Zachariassen leggur til rættis og hetta er 11. partur. |
In the north of the island of Unst in the Shetland Islands, groundwork is these days being laid for an exciting future industry unlike any other in the Shetlands or indeed in Europe. | article_dagur_translated | Norðast á oynni Unst í Hetlandi verður í hesum døgum grundarlag lagt undir eina spennandi framtíðar vinnu, sum ikki líkist nakrari aðrari í Hetlandi ella fyri tað í Evropa. |
It concerns a rocket launch site intended to send smaller satellites into space. | article_dagur_translated | Talan er um eina rakettstøð, sum skal senda smærri fylgisveinar út í rúmdina. |
The initiator of this unusual project for islanders like us is Frank Strang, a major and adventurous entrepreneur who nevertheless keeps both feet on the ground. | article_dagur_translated | Stigtakarin til hesa fyri okkum oyggjabúgvar óvanligu verkætlan er Frank Strang , ein íverkseti av teimum stóru og ævintýrari tó enn við báðum beinum á jørðini. |
The spaceport could become a significant element, for example in the defence of Europe. | article_dagur_translated | Rúmdarhavnin kann gerast eitt týðandi lið í eitt nú verjuni av Evropa. |
A Faroese delegation led by the cabinet minister Bjarni K. Petersen visited the Shetlands this week. | article_dagur_translated | Eitt føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum Bjarna K. Petersen á odda vitjaði í Hetlandi í vikuni. |
After two of Atlantic Airways' experienced helicopter pilots, Andreas Mourtisen and Rani Herup, had transported us safely to the Shetlands, we first travelled out to the island of Unst, where the “SaxaVord UK Spaceport” project is taking shape. | article_dagur_translated | Eftir at tveir av royndu tyrlupilotunum hjá Atlantic Airways, Andreas Mourtisen og Rani Herup høvdu flutt okkum trygt og væl til Hetlands gekk leiðin fyrst út í oynna Unst, har verkætlanin “SaxaVord UK Spaceport” er við at taka skap. |
Out on the edge of the island with a view of the Atlantic Ocean, work is underway to build no fewer than three rocket launch pads. | article_dagur_translated | Ytst úti á oynni við útsýni til Atlantshav verður arbeitt við at byggja ikki færri enn tríggjar rakettútskjótingarpallar. |
These will help meet the large demand for smaller satellites from both companies and authorities across Europe. | article_dagur_translated | Hesir skulu vera við til at nøkta stóra tørvin á smærri fylgisveinum hjá bæði fyritøkum og myndugleikum í øllum Evropa. |
Today there are only two places in Europe with such launch facilities: Andøya in Norway and Kiruna in Sweden. | article_dagur_translated | Í dag eru bert tvey pláss í Evropa við slíkum útskjótingarstøðum, á Andøya í Norra og í Kiruna í Svøríki. |
The reason such launch sites are not found on the European mainland is safety. | article_dagur_translated | Orsøkin til at vit ikki finna slíkar útskjótingarstøðir á evropeiska meginlandinum er trygdin. |
It is simply not possible to launch rockets with satellites in densely populated areas. | article_dagur_translated | Tað ber rætt og slætt ikki til at skjóta út rakettir við fylgisveinum í tættbygdum økjum. |
And that is why the Shetlands come into the picture. | article_dagur_translated | Og tí kemur Hetland inn í myndina. |
Frank Strang has no doubt. | article_dagur_translated | Frank Strang er ikki í iva. |
Unst in the Shetlands is exceptionally well suited for the purpose, and over the past years he has devoted himself to this large and unusual project together with investors and good people in the Shetlands. | article_dagur_translated | Unst í Hetlandi er framúr vælegnað til endamálið og hevur hann lagt øll tey seinastu árini í hesa stóru og óvanligu verkætlan saman við íleggjarum og góðum fólki í Hetlandi. |
He has also attracted Denmark's wealthiest citizen, who is the largest single investor. | article_dagur_translated | Við sær hevur hann eisini fingið ríkasta borgaran í Danmark, sum er størsti einstaki íleggjarin. |
He has also received support from British authorities and the government, which see the great need for a launch port that can compete with sites in, for example, the USA. | article_dagur_translated | Hann hevur eisini fingið stuðul frá bretskum myndugleikum og stjórnini, sum síggja stóra tørvin á eini útskjótingarhavn, ið kann taka kappingina upp við støðir í eitt nú USA. |
“What happens the day Elon Musk shuts down his Starlink satellites?” | article_dagur_translated | -Hvat hendir tann dag, tá Elon Musk sløkkir fyri sínum Starlink fylgisveinum. |
“Are we then all to be dependent on his company?” Frank Strang asks, and answers that it is necessary for Europe to have something to launch itself. | article_dagur_translated | Skulu vit þá øll vera bundin at hansara fyritøku spyr Frank Strang og svarar, at neyðugt er, at vit í Evropa hava nakað at senda upp ístaðin. |
When the Faroese delegation visited SaxaVord, Frank Strang and the Faroese entrepreneur Jóhan Mortensen were the first to greet each other. | article_dagur_translated | Tá føroyska ferðalagið vitjaði í SaxaVord heilsaðust sum teir fyrstu Frank Strang og føroyski íverksetin Jóhan Mortensen. |
They have known each other for several years, and Jóhan has used his knowledge of SaxaVord to convince Faroese stakeholders that this project can open opportunities for derivative activities for the Faroes, such as a tracking station to receive data from satellites. | article_dagur_translated | Teir hava kenst nú í fleiri ár og hevur Jóhan brúkt sín kunnleika frá SaxaVord til at sannføra føroyingar um, at henda verkætlan kann lata upp fyri avleiddum virksemi fyri Føroyar sum “tracking” støð at taka niður data frá fylgisveinum. |
Faroese Telecom has paid close attention to the matter, and in that connection Páll Vesturbú, director of FT Net, was also part of the delegation. | article_dagur_translated | Føroya Tele hevur víst málinum stóran ans, og í tí sambandi var eisini Páll Vesturbú, stjóri í FT Net við í ferðalagnum. |
Last September an event was organised at Føroya Tele where future possibilities for the Faroes in relation to the space industry were on the agenda, including the question of using the Faroes as a tracking station in connection with launches from the Shetlands. | article_dagur_translated | Í september í fjør varð skipað fyri tiltaki á Føroya Tele, har framtíðar møguleikar hjá Føroyum í sambandi við rúmdarvinnu vórðu á skránni eitt nú spurningurin um at brúka Føroyar sum “trackingstøð” í sambandi við útskjótingar frá Hetlandi. |
And now representatives from both authorities and industry were suddenly present in the very heart of the large Shetland space project. | article_dagur_translated | Og nú vórðu brádliga umboð fyri bæði myndugleikar og vinnuna til steðar í sjálvum hjartanum á stóru hetlendsku rúmdarverkætlanini. |
The delegation from the Faroese government and Faroese companies were noticeably impressed by this rather remarkable entrepreneur in the beautiful natural surroundings where the seabirds circle. | article_dagur_translated | Umboðini fyri landsstýrið og føroyskar vinnufyritøkur vóru ikki sørt hugtikin av hesum heldur sjáldsama íverksetanum í náttúruvakra umhvørvinum, har krákurnar venda. |
It was captivating to hear Frank Strang, a former RAF pilot and pioneer of the project, give an enthusiastic account. | article_dagur_translated | Hugtakandi var at hoyra Frank Strang, fyrrverandi RAF pilot og undangongumann til verkætlanina, eldhugaðan greiða frá. |
For a Faroese delegation, the moment might have felt like something out of a fantasy world. | article_dagur_translated | Fyri eitt føroyskt ferðalag mundi henda løtan kennast sum nakað frá eini fantasiverð. |
He pointed to a failed launch attempt last year, which nevertheless did not become an accident — no one was harmed because all safety regulations were observed. | article_dagur_translated | Hann vísti á eina miseydnaða útskjótingarroynd í fjør, sum kortini ikki gjørdist nøkur vanlukka, eingin fekk skaða, tí allar trygdarreglur vórðu hildnar. |
Such a test should not be regarded as a real setback, because in this industry it is accepted that not everything works perfectly right away. | article_dagur_translated | Slík roynd eigur heldur ikki at metast sum nakað veruligt afturstig, tí í hesum ídnaðinum verður tað eisini tikið við, at alt ikki riggar beinanvegin. |
The result is that the first launch has been postponed until this autumn. | article_dagur_translated | Avleiðingin er, at fyrsta útskjótingin er útsett til í heyst. |
Frank is also not the kind of man who gives up despite initial difficulties. | article_dagur_translated | Frank er heldur ikki maðurin, sum gevst á hondum hóast byrjunnartrupulleikar. |
He and the people around him work day and night to get this large project off the ground. | article_dagur_translated | Hann og fólkini rundan um hann arbeiða dag sum nátt at fáa hesa stóru verkætlan av bakkastokki. |
Preparations are also underway for two additional launch pads. | article_dagur_translated | Í løtuni verður eisini gjørt klárt til enn tveir útskjótingarpallar. |
The figures are also staggering when we ask about the cost. | article_dagur_translated | Tølini eru eisini ógvuslig, tá vit spyrja til kostnaðin. |
So far nearly one billion kroner has been spent, and when everything is finished it is expected to approach two billion, it seems. | article_dagur_translated | Higartil er brúkt nærum ein mia. kr, og tá alt er liðugt fer tað at nærkast tveimum mia. skilst. |
Frank Strang does not hide that this project is something special. | article_dagur_translated | Frank Strang dylur ikki fyri, at henda verkætlanin er nakað serligt. |
It could indeed become highly important for both the Shetlands and Europe generally, because demand for launch ports in Europe is steadily increasing. | article_dagur_translated | Hon kann nevniliga fáa stóran týdning fyri bæði Hetland og Evropa annars, tí eftirspurningurin eftir útskjótingarhavnum í Evropa er alsamt vaksandi. |
Today it is mostly great powers that conduct such launches, but those are also on a much larger scale. | article_dagur_translated | Í dag eru tað mest stórveldini, sum standa fyri slíkum útskjótingum men tá er tað eisini í nógv størri mát. |
The industry in Europe specifically needs a site for smaller rockets and satellites like the one at SaxaVord. | article_dagur_translated | Ídnaðurin í Evropa hevur tørv júst á eini slíkari støð til smærri rakettir og fylgisveinar, sum henni á SaxaVord. |
That NATO has also inquired about the possibility of using the site speaks volumes about its importance. | article_dagur_translated | Tað at eisini NATO verjusamgongan hevur havt fyrispurning um at kunna brúka støðina sigur heldur ikki so lítið um týdningin av henni. |
Global insecurity — especially after Russia's invasion of Ukraine and the election of Donald Trump as US president — may contribute to accelerating efforts to build a rocket launch facility for satellites in the Shetlands. | article_dagur_translated | Ótryggleikin í heiminum serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina og valið av Donald Trump til forseta í USA kann vera medvirkandi til at skunda undir royndirnar at byggja eina rakettútskjótingarstøð fyri fylgisveinar í Hetlandi. |
The space industry is otherwise experiencing strong growth in Europe, and both Britain and Germany are now working to coordinate future satellite projects, both for space surveillance and commercial purposes. | article_dagur_translated | Rúmdarídnaðurin er annars undir stórum vøkstri í Evropa og leggja bæði Bretland og Týskland seg nú eftir at samskipa framtíðar fylgisveinaverkætlanir, bæði í sambandi við yvirvøku úr rúmdini eins og til handilslig endamál. |
SaxaVord Spaceport and the German company Rocket Factory Augsburg (RFA) have announced that they intend to carry out launches of, among others, surveillance satellites. | article_dagur_translated | SaxaVord Spaceport og týska fyritøkan “Rocket Factory Augsburg (RFA)” hava boðað frá, at tey vilja fara undir uppskjóting av m.a. yvirvøku fylgisveinum. |
RFA has therefore borne the major cost of obtaining all the necessary permits. | article_dagur_translated | RFA hevur tí staðið fyri stóra kostnaðinum at fáa øll loyvini uppá pláss. |
This follows an agreement between the British and German governments to develop defence cooperation. | article_dagur_translated | Hetta kemur eftir eina avtalu millum bretsku og týsku stjórnirnar um at menna verjusamstarvið. |
The consequence of this could have enormous significance for the spaceport in the Shetlands. | article_dagur_translated | Avleiðingin av hesum kann hava alstóran týdning fyri rúmdarhavnina í Hetlandi. |
The British government has also provided support for the project. | article_dagur_translated | Eisini bretska stjórnin hevur veitt stuðul til verkætlanina. |
Now everyone is waiting for SaxaVord to be able to prove its viability. | article_dagur_translated | Nú bíða so øll eftir, at SaxaVord skal kunna prógva sítt tilverugrundarlag. |
Now that all the required permits — and there are many — have been obtained, Frank Strang hopes we will see much activity in the coming years after the first launch this autumn. | article_dagur_translated | Nú øll kravd loyvi, og tey eru mong, eru fingin til vega, vónar Frank Strang, at vit fara at síggja nógv virksemi komandi árini eftir fyrstu útskjótingina í heyst. |
The aim is 8–10 launches per year up to 2030. | article_dagur_translated | Miðjað verður móti 8-10 útskjótingum um árið fram til 2030. |
A launch is estimated to cost about 70 million kroner. | article_dagur_translated | Ein útskjóting er mett at kostar einar 70 mió. kr. |
Frank Strang: “We live in a more unstable and insecure world where space may become hugely important for security and our economies, and here the SaxaVord site can play a role in protecting our interests.” | article_dagur_translated | Frank Strang: -Vit liva í eini óstøðugari og ótryggari verð, har rúmdin kann koma at fáa alstóran týdning fyri trygdina og okkara búskapir, og her kann SaxaVord støðin fáa týdning í arbeiðinum at verja okkara áhugamál. |
Former British security minister Tom Tugendhat recently said that space will play a significant role for security on Earth. | article_dagur_translated | Fyrrverandi bretski trygdarráðharrin Tom Tugendhat segði herfyri, at rúmdin fer at hava ein týðandi leiklut fyri trygdina á jørðini. |
“An independent launch site like SaxaVord can help defend our interests and our allies.” | article_dagur_translated | -Ein sjálvstøðug útskjótingarstøð sum SaxaVord kann vera við til at verja okkara áhugamál og okkara sameindu. |
Therefore we must be prepared to invest in projects like SaxaVord. | article_dagur_translated | Tí mugu vit vera tilreiðar at gera íløgur í verkætlanir sum SaxaVord. |
Before the Faroese delegation had the opportunity to go out to the actual launch site, Frank Strang made clear that the project has already made waves in the Shetlands. | article_dagur_translated | Áðrenn føroyska ferðalagið fekk høvi at fara út á sjálva útskjótingarstøðina gjørdi Frank Strang greitt, at longu nú hevur henda verkætlanin sett ringar í sjógvin í Hetlandi. |
Young people who emigrate to Scotland to study and often do not return now suddenly see a new opportunity here. | article_dagur_translated | Tey ungu, sum rýma til Skotlands at útbúgva seg og oftani ikki venda heimaftur, síggja her bráddliga ein nýggjan møguleika. |
There is talk everywhere about the SaxaVord spaceport, which has already set much activity in motion, for example by expanding infrastructure on Unst. | article_dagur_translated | Tosað verður alla staðni um SaxaVord rúmdarhavnina, sum longu hevur sett nógv virksemi í gongd eitt nú við at útbyggja infrakervið á Unst. |
The founders are already talking about building a guesthouse to receive curious visitors as well as users. | article_dagur_translated | Stigtakararnir tosa eisini longu um at byggja eitt gistingarhús, sum kann taka ímóti forvitnum gestum eins og brúkarum. |
And it is hoped that such development could also accelerate plans to build tunnels to the islands of Yell and Unst. | article_dagur_translated | Og vónað verður at ein slík gongd eisini kann vera við til at seta ferð á ætlaninar at byggja tunlar til oyggjarnar Yell og Unst. |
Then everything will more or less come together into a higher unit benefiting the small island community out in the North Atlantic and the defence of Europe. | article_dagur_translated | Tá fer alt meira ella minni at ganga upp í eina hægri eind til gagns fyri lítla oyggjasamfelagið úti í Norðuratlantshavi og fyri verjuna av Evropa. |
That in turn could create spin-off activities in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Tað vil so aftur kunna skapa avleitt virksemi í Føroyum. |
This refers to having so-called tracking stations on land that can downlink data from the satellites. | article_dagur_translated | Tá verður hugsað um at hava sonevndar trackingstøðir á landi, sum kunnu taka niður data frá fylgjusveinunum. |
This could also be significant for Faroese research institutions such as the Marine Research Institute, the Geological Survey and the University. | article_dagur_translated | Hetta kann so eisini fáa týdning fyri føroyskar granskingarstovnar so sum Havstovu, Jarðfeingi og Fróðskaparsetrið. |
In this way the Faroes are very well placed to become part of this large project. | article_dagur_translated | Í so máta liggja Føroyar sera væl fyri at gerast partur av hesi stóru verkætlan. |
The demographic changes mean that there will be increasingly more elderly people compared with the number of people of working age. | article_dagur_translated | Demografisku broytingarnar hava við sær, at tað verða alsamt fleiri eldri, samanborið við talið á fólki í arbeiðsførum aldri. |
Today there are nearly 1,000 more pensioners (67+ years) compared with 2020, and according to the population projection from the National Statistical Office (Hagstovan) from 2022, the number of pensioners will increase greatly in the coming years. | article_dagur_translated | Í dag eru nærum 1.000 fleiri pensjónistar (67+ ár) samanborið við í 2020 og sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovuni frá 2022, veksur talið á pensjónistum nógv komandi árini. |
The number of people aged 80 and over is also growing because Faroese people are living longer. | article_dagur_translated | Talið á 80+ ára gomlum er eisini vaksandi tí føroyingar liva longri. |
In 2020 there were about 2,270 people aged 80 and over; in 2030 it is expected to be around 3,500, and in 2040 approximately 4,500 people in these age groups. | article_dagur_translated | Í 2020 vóru gott 2.270 fólk sum vóru 80+ ára gomul, í 2030 verða tað væntandi um 3.500, og í 2040 áleið 4.500 fólk í hesum aldursbólkum. |
All else being equal, it can be expected that the increase in the number of older citizens will be felt in the demand for care in the coming years. | article_dagur_translated | Alt annað lika kann væntast, at vøksturin í talinum á eldri borgarum fer at merkjast á røktartørvinum komandi árini. |
Elder care is the responsibility of the municipalities, and the municipalities will likely feel a large pressure on expenditures for elder care in the coming period. | article_dagur_translated | Eldrarøktin liggur hjá kommununum, og kommunurnar fara helst í komandi tíðum at merkja eitt stórt trýst á útreiðslurnar til eldrarøktina. |
About 20% of those who are currently 80+ years old are permanently resident in care and nursing homes. | article_dagur_translated | Um 20% av teimum sum í dag eru 80+ ára gomul eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi. |
If this proportion is maintained, the need for residential places for permanent residents will be about 450 additional places over the next 15 years. | article_dagur_translated | Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 15 árini. |
Today there are about 630 available residential places for permanent residents and transitional care. | article_dagur_translated | Í dag eru umleið 630 tøk búpláss til fastbúgvandi og umlætting. |
After the general meeting of the Foster Parents' Association on March 22, those in the association agree that there is a need to reassess the foster care system that was implemented almost 20 years ago. | article_dagur_translated | Eftir aðalfund í Fosturfroeldrafelagnum 22. mars eru tey í felagnum samd um, at tørvur er á at eftirmeta fosturforeldraksipanina, sum varð sett í verk fyri skjótt 20 árum síðani. |
"It is our hope that the political authorities responsible for child protection will initiate work to review all aspects of the foster care system," the association writes in a press release. | article_dagur_translated | – Tað er okkara vón, at politiski myndugleikin sum varðar av barnaverndarøkinum setur gongd á arbeiði at eftirhyggja allar tættir í fosturforeldraskipanini, skrivar felagið í tíðindaskrivi. |
"It has been almost 20 years since the current foster care system was implemented, and there have been few or no changes in the legislation during all these years." | article_dagur_translated | – Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini. |
The Foster Parents' Association calls on the Minister of Children and Education, Djóni Nolsøe Joensen, to get the reassessment of the foster care system underway, and the association would gladly be an active participant in this work. | article_dagur_translated | Fosturforeldrafelagið heitir á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at fáa sett gongd á at eftirmeta fosturforeldraskipanina, og í Fosturforeldrafelagnum vilja tey fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði. |
The association points out that foster parents are a very important part of the work of child protection services when it comes to children deprived of care. | article_dagur_translated | Felagið vísir á, at fosturforeldur eru ein sera týðandi partur í arbeiðnum hjá barnaverndartænastum, tá tað kemur til umsorganarsvikin børn. |
"The latest figures for how many children are placed away from home are from 2023." | article_dagur_translated | – Nýggjastu tølini fyri, hvussu nógv børn eru sett heiman, eru frá 2023. |
At that time there were 109 children in the Faroe Islands who were placed away from home, meaning that for various reasons they could not live with their parents. | article_dagur_translated | Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. |
"Seventy percent of the children placed away from home are in foster care and live with foster families, while 30% are in child protection institutions." | article_dagur_translated | – 70% av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. |
Furthermore, there are 43 children who receive respite care with foster parents on regular days each month, the association says. | article_dagur_translated | Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða, sigur felagið. |
At the general meeting on March 22 there was also an election for the board, and the following were elected to the board: Annlis Bjarkhamar, Herdis Justesen, Birna T. Gunnarsson, Randfríð Skorheim Sørensen, and Marjun Sørensen. | article_dagur_translated | Á aðalfundinum 22. mars var eisini nevndarval á skránni, og hesi vórðu vald í nevndina: Annlis Bjarkhamar, Herdis Justesen, Birna T. Gunnarsson, Randfríð Skorheim Sørensen, og Marjun Sørensen. |
As alternate members, Steinvør Albinus, Annbjørg Abrahamsen, Eyðgerð Nattestad Hansen, and Katrin Patursson were elected. | article_dagur_translated | Sum eykaumboð vórðu vald Steinvør Albinus, Annbjørg Abrahamsen, Eyðgerð Nattestad Hansen, og Katrin Patursson. |
The Foster Parents' Association has also received a new website, www.fosturforeldur.fo, and a new logo designed by VIRKA. | article_dagur_translated | Fosturforeldrafelagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu, www.fosturforeldur.fo og nýtt búmerki, sum VIRKA hevur sniðgivið. |
This is all part of the work to become more visible and to shed more light on being a foster parent, the association says. | article_dagur_translated | Hetta er alt liður í arbeiðinum at gerast meira sjónlig, og at varpa meira ljós á tað at vera fosturforeldur, sigur felagið. |
"The logo conveys that foster parents open their homes and hearts to children who need care and security." | article_dagur_translated | – Búmerkið ber boð um, at fosturforeldur opna teirra heima og hjarta fyri børnum, sum hava tørv á umsorgan og tryggleika. |
A regulation on the Brá system sets rules for public health inspections and the public disclosure of inspection results by the Faroese Food and Environment Agency. | article_dagur_translated | Kunngerð um brá-skipan ásetur reglur um heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunngering av eftirlitsúrslitum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. |
The system comes into force on April 1. | article_dagur_translated | Skipanin kemur í gildi 1. apríl. |
The purpose is simply to inform consumers about public health conditions, such as cleanliness, at places where food is sold, including restaurants and takeaways. | article_dagur_translated | Endamálið er á einfaldan hátt at kunna brúkarar um heilsufrøðilig viðurskifti, t.d. reinføri, á teimum støðum, har matvøra verður seld, m.a. á matstovum og útvið-veitingum. |
The inspection result will be publicly posted with a Brá image (smiley) that must hang in a visible place, for example directly by the entrance to the food establishment. | article_dagur_translated | Eftirlitsúrslitið verður almannakunngjørt við eini brámynd (smiley), sum skal hanga á sjónligum stað, t.d. beint við inngongdina til matarstaðið. |
At the same time, a regulation on public health conditions for food production and requirements for premises used in food production will come into force. | article_dagur_translated | Samstundis kemur í gildi kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu. |
This regulation applies to all licensed food production in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Henda kunngerð er galdandi fyri alla løggilda matvøruframleiðslu í Føroyum. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.