en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The investment markets performed better than expected at the start of the year, and the central banks in Europe and the USA both cut interest rates.
article_dagur_translated
Íløgumarknaðurin kláraði seg betur enn útlitini vóru við ársbyrjan, og tjóðbankarnir í Evropa og USA lækkaðu báðir rentuna.
Among other things, this has produced an exceptionally good result for the customers and for the pension company.
article_dagur_translated
Millum annað hetta hevur givið kundunum og eisini pensjónsfelagnum eitt stak gott úrslit.
In addition, the company has never before acquired as many new customers as in 2024, and income from insurance and pension premiums increased by 15 percent compared with the previous year.
article_dagur_translated
Hartil hevur felagið ongantíð áður fingið so nógvar nýggjar kundar sum í 2024 og inntøkurnar frá tryggingar- og pensjónsgjøldum vuksu 15 prosent íbmun til árið fyri.
We are very pleased that the investments made in 2024 have yielded such good results for our customers.
article_dagur_translated
Vit eru sera fegin um, at framdar íløgur í 2024 hava givið kundum okkara so gott úrslit.
Overall, the year has been successful.
article_dagur_translated
Sum heild hevur árið eydnast væl.
We are especially pleased that the customers have received such good returns.
article_dagur_translated
Serliga eru vit fegin um, at kundarnir hava fingið so gott avkast.
They range between 5 and 17.5 percent.
article_dagur_translated
Tað liggur millum 5 og 17,5 prosent.
The average return was 9.7 percent, which reflects that Faroese people generally choose to have a relatively low risk on their pensions, says Helgi L. Petersen, CEO of Betri Pensjón.
article_dagur_translated
Miðalavkastið var á 9,7 prosent, sum avspeglar, at føroyingar sum heild velja at hava lutfalsligan lágan váða á sínum pensjónum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.
The CEO also points out how quickly things can go the other way, because the turmoil in the financial markets so far this year has resulted in Betri Pensjón customers having an average negative return of 2 percent in the first three months of 2025.
article_dagur_translated
Stjórin vísir tó eisini á, hvussu skjótt tað kann ganga báðar vegir, tí órógvið á fíggjarmarknaðunum higartil í ár hevur havt við sær, at kundarnir í Betri Pensjón í miðal hava eitt negativt avkast á 2 prosent fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2025.
Profit for the year after tax: DKK 9.6 million.
article_dagur_translated
Ársúrslit eftir skatt 9,6 mió.
Insurance and pension premiums: DKK 228 million.
article_dagur_translated
Tryggingar- og pensjónsinngjøld 228 mió.
Average return for customers: 9.7%.
article_dagur_translated
Avkast hjá kundum í miðal 9,7%
Equity: DKK 81.2 million.
article_dagur_translated
Eginogn 81,2 mió.
Customers' investment assets at year-end: DKK 2,274 million.
article_dagur_translated
Íløguogn hjá kundunum við árslok 2.274 mió.
Solvency coverage: 255%.
article_dagur_translated
Solvensdekningur 255%
Under the headline "Dance and dreams to distant sounds," G! Festival today announces two names.
article_dagur_translated
Undir yvirskriftini Dansur og dreymar til fjarskotin ljóð kunnger G! Festivalurin í dag tvey nøvn.
They have in common that they mix all possible musical genres together.
article_dagur_translated
Tey hava tað í felag, at tey blandað øll møgulig tónleikasløg saman.
With both of them you can let your imagination float to distant lands and beaches.
article_dagur_translated
Við báðum kanst tú lata hugin sveima til fjarskotin lond og strendur.
When the parliamentary session was opened at one o'clock, Framsókn announced that Sólvit Nolsø has resigned the chairmanship.
article_dagur_translated
Tá tingfundurin varð settur klokkan eitt boðaði Framsókn frá, at Sólvit Nolsø hevur sagt formanssessin frá sær.
Karlot Hergeirsson will become the new chairman.
article_dagur_translated
Karlot Hergeirsson verður nýggjur formaður.
, that he does not see himself as part of the party's future plans.
article_dagur_translated
, at hann ikki sær seg sum part av framtíðarætlanunum hjá flokkinum.
At Framsókn's recent annual meeting, Ruth Vang, chairwoman of Framsókn, made it clear that the party will support the pre-election law after the next parliamentary election.
article_dagur_translated
Á ársfundinum hjá Framsókn herfyri gjørdi Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, greitt, at flokkurin aftaná næsta løgtingsval tekur undir við forsturtøkulógini.
An issue that Sólvit Nolsø otherwise did not support when their own minister, Bjarni Kárason Petersen, presented it in May last year.
article_dagur_translated
Eitt mál, sum Sólvit Nolsø annars ikki tók undir við, tá teirra egni landsstýrismaður, Bjarni Kárason Petersen, legði tað fram í maimánað í fjør.
In the 2022 parliamentary election, Framsókn won three seats.
article_dagur_translated
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Framsókn tríggjar tinglimir.
Sólvit Nolsø was the third-elected with 249 votes.
article_dagur_translated
Sólvit Nolsø er triðvaldur við 249 atkvøðum.
Vita is the new chatbot of Føroya Banki.
article_dagur_translated
Vita er nýggi kjattbotturin hjá Føroya Banka.
Føroya Banki constantly strives to develop its digital platforms so that customers and others can easily and simply get an overview of their financial affairs.
article_dagur_translated
Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna talgildu pallarnar, soleiðis at kundar og onnur lætt og einfalt kunnu fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti.
Therefore the bank has developed Vita, which is available in the online bank and on the website bankin.fo.
article_dagur_translated
Tí hevur bankin ment Vitu, sum er tøk í netbankanum og á heimasíðuni bankin.fo.
Vita is not like other chatbots.
article_dagur_translated
Vita er ikki eins og aðrir kjattbottar.
She is the first of her kind in the Faroe Islands, because she both writes and understands Faroese.
article_dagur_translated
Hon er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, tí hon bæði skrivar og skilir føroyskt.
This technology was not previously available in the Faroe Islands for the Faroese language, but skilled employees at Føroya Banki have developed Vita with strong help from language technology centers in the Faroe Islands and Iceland.
article_dagur_translated
Henda tøknin var ikki tøk í Føroyum til føroyskt mál, men dugnalig starvsfólk í Føroya Banka hava við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum og íslandi ment Vitu.
The bank has developed Vita to make it easier to get answers to all questions about financial matters — including outside regular opening hours.
article_dagur_translated
Bankin hevur ment Vitu fyri at gera tað lættari at fáa svar uppá allar spurningar um fíggjarviðurskifti – eisini uttanfyri vanligar upplatingartíðir.
Vita is on duty around the clock and can answer all questions related to banking operations.
article_dagur_translated
Vita er til arbeiðis alt samdøgrið og dugir at svara øllum spurningum, sum hava við bankavirksemi at gera.
That means one can ask her for help exactly when the doubt arises, rather than waiting until the next morning when customer service opens.
article_dagur_translated
Tað merkir, at ein kann spyrja hana um hjálp, júst sum ivamálið tekur seg upp, heldur enn at bíða til morgunin eftir, tá kundatænastan letur upp.
For example, it is possible to ask her about current interest rates, or which debit or credit cards to choose, and she will answer as well as she can or direct you to the correct place on the bank's website.
article_dagur_translated
Tað ber til dømis til at spyrja hana um galdandi rentur, ella hvørji gjaldskort eru at velja í, so svarar hon, so væl, sum hon kann ella vísir til rætta stað á heimasíðuni hjá bankanum.
Vita also guides well if someone needs to make a transfer, find their PIN code or similar, but cannot find the right place in the online bank.
article_dagur_translated
Vita dugir eisini væl at vegleiða, um ein skal gera eina flyting, finna sína pin-kotu ella líknandi, men ikki finnur rætta stað í netbankanum.
Vita's answers are quality-assured, but over time she will be developed to answer better and better.
article_dagur_translated
Svarini hjá Vitu eru góðskutryggjað, men við tíðini verður hon ment til at svara betur og betur.
The bank considers it important for Faroese society and the Faroese language that companies with the skills and capabilities develop solutions to advance the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Bankin heldur tað vera umráðandi fyri føroyska samfelagið og føroyska málið, at fyritøkur, sum hava førleikar og møguleikar, menna loysnir fyri at flyta Føroyar framá.
"We put a lot of energy into developing digital platforms and being an active participant in the digital development in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
“Vit leggja nógva orku í at menna talgildu pallarnar og vera ein virkin viðleikari í talgildu menningini í Føroyum.
Over the past many months we have therefore also prioritized Vita, and we are pleased that the solution can now also benefit our customers.
article_dagur_translated
Teir seinastu nógvu mánaðirnar hava vit tí eisini raðfest Vitu, og vit eru fegin um, at loysnin nú eisini kann koma okkara kundum til góðar.
The technology can furthermore be used both in language technology research and in Faroese industry.
article_dagur_translated
Tøknin kann harumframt brúkast bæði í máltøkniligari gransking og føroysku vinnuni.
The chatbot is part of a larger digitization effort aimed at making it easier to be a customer — other examples include creating joint savings accounts, activating cards, and similar functions directly in the online bank, which are free for all customers," says Silja á Borg Færø, head of retail customers at Føroya Bank...
article_dagur_translated
Kjattbotturin er ein liður í einum størri arbeiði við talgilding, ið skal gera tað lættari at vera kundi – onnur dømi eru at stovna samansparingar, virkja kort o.a. beinleiðis í netbankanum, sum er ókeypis fyri allar kundar,” sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri í Føroya Banka.
The core technology is from Miðeind, a language technology center in Iceland, and data from the Faroese Annotation Corpus, owned by the Center, have been used to implement the Faroese language and annotations in Vita in collaboration with a PhD student.
article_dagur_translated
Grundtøknin er frá Miðeind, máltøknidepli í Íslandi, og síðani eru dátur frá Føroyska Bendingargrunninum, sum Setrið eigur, brúktar fyri at leggja føroyska málið og bendingar í Vitu í samstarvi við ein PhD lesandi.
These are tools that everyone can now download and use as resources from the language technology center's website.
article_dagur_translated
Hetta eru amboð, sum øll nú kunnu taka niður og brúka sum tilfeingi á heimasíðuni hjá máltøknideplinum.
For example, for chatbots or other purposes where there is a need to teach systems to convert Faroese words into tokens and to classify them.
article_dagur_translated
Til dømis til kjattbottar ella onnur endamál, har tørvur er á at læra skipanir at broyta føroysk orð til tekin og at flokka tey.
Vita has started working, and it is possible to chat with her in the online bank or on bankin.fo.
article_dagur_translated
Vita er byrjað til arbeiðis, og til ber at kjatta við hana í netbankanum ella á bankin.fo.
She knows a lot, but it should be kept in mind that she is brand new, and she learns and develops every day.
article_dagur_translated
Hon veit eina rúgvu, men havast skal í huga, at hon er spildurnýggj, og hon lærir og mennist hvønn dag.
Everything indicates that Sólvit E. Nolsø will be finished with politics after the next election.
article_dagur_translated
Alt bendir á, at Sólvit E. Nolsø er liðugur í politikki aftaná næsta val.
At the parliamentary meeting today it was announced that he stepped down as parliamentary group leader for Framsókn, and to the radio he confirms that he will not stand again after the next election.
article_dagur_translated
Á tingfundinum í dag varð boðað frá, at hann gavst sum tingbólkaformaður í Framsókn, og fyri útvarpinum váttar hann, at hann ikki stillar upp aftur eftir næsta val
- It is unlikely at the moment and probably impossible for me to run again for Framsókn.
article_dagur_translated
- Tað er ósannlíkt í løtuni og helst ómøguligt hjá mær at stilla uppaftru fyri Framsókn.
And I would preferably not stand again in the next parliamentary election, not for any party, says Sólvit E. Nolsø.
article_dagur_translated
Og eg stillo helst ikki upp aftur til næsta løgtingsval, ikki fyri nakran flokk, sigur Sólvit E. Nolsø
The reason is that Framsókn has made it clear that those who run for the party must support free abortion up to the 12th week.
article_dagur_translated
Orsøkin er at Framsókn hevur gjørt greitt, at tey sum stilla upp fyri flokkin, skulu taka undir við fríari fosturtøku til 12. viku.
- This has been turned into indisputable policy that one must agree with, and that makes it impossible.
article_dagur_translated
- Hetta er gjørt til ótøkiligan politikk, sum man skal taka undir við, og tað ger tað ómøguligt.
Here two uncompromising parties meet, where one of the parties has had its position adopted as the party's policy.
article_dagur_translated
Her eru tveir óvíkiligir partar, sum møtast, har tann eini parturin hevur fingið sína støðu sum politikk hjá flokkinum.
- Therefore I say that I am not part of the party's future plans, says Sólvit E. Nolsø to the radio.
article_dagur_translated
- Tí sigi eg, at eg ikki eri partur av framtíðarætlanunum hjá flokkinum, sigur Sólvit E. Nolsø við útvarpið.
However, he is not leaving politics here and now.
article_dagur_translated
Hann fer kortini ikki úr politikki her og nú.
The member of parliament will continue through this term.
article_dagur_translated
Tingmaðurin heldur fram hetta valskeiðið út.
Sólvit Nolsø received 249 votes in the 2022 parliamentary election and became the third candidate for Framsókn, which won three seats.
article_dagur_translated
Sólvit Nolsø fekk 249 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og gjørdist triðvaldur hjá Framsókn, sum fekk tríggjar tingsessir.
On Friday a solo exhibition by the artist Bent Restorff opens at the National Gallery of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Fríggjadagin letur upp serframsýning við listamanninum Bent Restorff á Listasavni Føroya.
Bent Restorff, who lived from 1922 to 1979, was an active artist who helped shape the Faroese art landscape in the postwar period, together with several of our best-known artists.
article_dagur_translated
Bent Restorff, sum livdi frá 1922 til 1979, var virkin listamaður, ið var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini, saman við fleiri av okkara kendastu listafólkum.
Bent Restorff was self-taught, but he was inspired by the many Faroese artists who returned to the Faroe Islands with new expressions after completing their education at the academy in Denmark.
article_dagur_translated
Bent Restorff var sjálvlærdur, men hann fekk íblástur frá teimum mongu føroysku listafólkunum, ið komu aftur til Føroya við nýggjum úttrykkum eftir lokna útbúgving á akademinum í Danmark.
His trips abroad are also reflected in several of his works.
article_dagur_translated
Hansara ferðir út í heim síggjast eisini aftur í fleiri av verkum hansara.
Bent Restorff died at just 58 years old.
article_dagur_translated
Bent Restorff andaðist bert 58 ára gamal.
In later years he found his artistic voice with the abstract and colorful works.
article_dagur_translated
Seinnu árini fann hann sína listaligu rødd við teimum abstraktu og litríku verkunum.
His paintings adorn many institutions around the country, and particularly his expressive landscape paintings and motifs from Tórshavn characterize his art.
article_dagur_translated
Hansara myndir prýða nógvar stovur kring landið, og serliga tær ekspressivu landslagsmyndirnar og myndevni úr Tórshavn eyðkenna hansara list.
The exhibition portrays his exploratory artistic path as a self-taught artist in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Framsýningin lýsir hansara leitandi listaleið sum sjálvlærdur listamaður í Føroyum.
The opening reception will be on Friday, April 11, from 4 to 6 PM.
article_dagur_translated
Fernisering verður fríggjadagin 11. apríl klokkabn 16 til 18.
At the opening reception Kirstin Helgadóttir, the curator, will say a few words about the exhibition, and Jón Durhuus will speak about the artist Bent Restorff.
article_dagur_translated
Á ferniseringini fer Kirstin Helgadóttir, kurator, at siga nøkur orð um framsýningina, og Jón Durhuus, fer at greiða frá um listamannin Bent Restorff.
Guðrið Hansdóttir will also perform some songs.
article_dagur_translated
Eisini fer Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.
The art exhibition of paintings by Bent Restorff will be on view at the National Gallery until October 19.
article_dagur_translated
Listaframsýningin við málningum hjá Bent Restorff verður at síggja á Listasavninum fram til 19. oktober.
Voxbotn this summer will be without Søren Huus.
article_dagur_translated
Voxbotn í summar verður uttan Søren Huus.
It was already announced in November last year that Søren Huus, who became known with the band Saybia, was to perform at Voxbotn this summer.
article_dagur_translated
Tað varð annars kunngjørt longu í november í fjør, at Søren Huus, sum gjørdist kendur við bólkinum Saybia, skuldi framføra á Voxbotn í summar.
But now it is clear that he will not come after all, because it turns out that his daughter will be graduating on the days when Voxbotn takes place on June 28, and therefore the concert will not happen this year.
article_dagur_translated
Men nú er greitt, at hann kortini ikki kemur, tí tað vísir, seg at dóttir hansara verður studentur í døgunum tá Voxbotn verður 28. juni, og tí verður konsertin av ongum í ár.
According to the organizers, it will rather take place next summer.
article_dagur_translated
Sambært fyriskiparunum verður hon næsta summar heldur.
For Søren Huus the organizers have booked a big Faroese name.
article_dagur_translated
Fyri Søren Huus hava fyriskipararnir fingið eitt stórt føroyskt navn.
Namely, Byrta will perform at this year's Voxbotn.
article_dagur_translated
Byrta fer nevniliga at framføra á ársins Voxbotn.
In February, Byrta had two sold-out concerts at OY after having been quiet for a long time.
article_dagur_translated
Byrta hevði í februarmánað tvær útseldar konsertir í OY eftir at hava verið kvirr í rúma tíð.
In addition to Byrta, Suspekt, The Minds of 99, Goodboys, RSP, Týr, and Ester Kristiansen will also perform.
article_dagur_translated
Umframt Byrta fara eisini Suspekt, The Minds of 99, Goodboys, RSP, Týr, og Ester Kristiansen at framføra.
It was not entirely peaceful at Finsen for a while last night.
article_dagur_translated
Tað var ikki heilt friðarligt við Finsen eina løtu í gjárkvøldið.
This was confirmed by the police this morning.
article_dagur_translated
Hetta staðfestir løgreglan í morgun.
It was the friendship association Faroe Islands-Israel that organized an event at Finsen.
article_dagur_translated
Tað var vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipaði fyri einum tiltaki Í Finsen.
Two women who live in Israel and a Danish Jew visited to talk about various matters.
article_dagur_translated
Tvær kvinnur, sum búgva í Ísrael og ein danskur jødi vitjaðu fyri at greiða frá ymiskum.
The duty officer at the police station reports that a small protest was outside, which then escalated somewhat.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at ein lítið mótmælistiltak var uttanfyri, sum síðani menti seg nakað.
It was the association "Solidarity with Palestine" that was responsible for the demonstration.
article_dagur_translated
Tað var felagið "Samhugi við Palestina", sum stóð fyri tíð.
Some shouting came from both sides, and it ended with someone entering Finsen and stealing an Israeli flag.
article_dagur_translated
Nakað av róp kom í frá báðum síðum, og tað endaði við, at onkur fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg.
The flag has not been returned, and the police have opened a theft case.
article_dagur_translated
Flaggið er ikki afturkomið, og løgreglan hevur stovnað eitt stuldursmál.
They are now seeking people who were there and can say more about the situation and provide further information.
article_dagur_translated
Nú verður sóknast eftir persónum, sum vóru har og kunnu siga meira um støðuna og koma við fleiri upplýsingum.
"It is very, very disappointing that we have to see such things and spend time on them.
article_dagur_translated
- Tað er ógvuliga, ógvuliga skuffandi at vit skulu síggja slíkt og seta tíð av.
Of course there must be room for such events and for political agreement.
article_dagur_translated
Sjálvandi skal pláss vera til slík tiltøk og annars politiska semju.
But it is something different when it "develops" into this.
article_dagur_translated
Men tað verður nakað øðrvísi, tá tað "mennist" til hetta.
The duty officer confirms that it would have been exactly the same if it had been the other way around: if someone had disturbed, for example, an event by Solidarity with Palestine by doing something illegal.
article_dagur_translated
Vaktleiðarin staðfestir, at tað hevði verið akkurat tað sama, um tað var umvent: Also um onkur hevði órógvað til dømis eitt tiltak hjá Samhuga við Palestina við at gera nakað ólógligt.
The police station says that the police arrived at the scene, but that the protest had not been notified to them beforehand.
article_dagur_translated
Av løgreglustøðini verður sagt, at løgregla kom á staðið, men at mótmæli ikki varð fráboðað teimum áðrenn.
This is otherwise customary.
article_dagur_translated
Hetta er annars siður.
However, Solidarity with Palestine had notified it on its Facebook page around midday: - Protest: Finsen.
article_dagur_translated
Tó hevði Samhugi við Palestina fráboðað tað á sínum Facebook-vanga um middagsleitið: - Mótmæli: Finsen.
April 8 at 6 PM.
article_dagur_translated
8. apríl klokkan 18.
"War Criminals are not Welcome" (war criminals are not welcome)
article_dagur_translated
"War Criminals are not Welcome" (krígs-brotsgerðarfólk eru ikki vælkomin)
Last night it was written on the Facebook page:
article_dagur_translated
Í gjárkvøldið varð skrivað á Facebook-síðuni:
Yesterday afternoon there was a traffic accident on Marknagilsvegur near Kerjar.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum við undir Kerjum.
The police say it was a so-called chain collision, where the driver in the last car is blamed for not keeping distance.
article_dagur_translated
Løgreglan sigur, at talan var um eitt sonevndan harmonikusamanstoyt, har førarin í aftasti bilinum verður skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu.
Specifically, the last car collided with the car in front of it, which then collided with the frontmost car.
article_dagur_translated
Aftasti bilurin rendi nevniliga í bilin frammanfyri, sum so síðan rendi í fremsta bilin.