en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Tina made history recently when she became the first woman elected as grindaformaður (pilot whale hunt chairman), and now she makes history again by becoming the first woman to take a seat on the Grindamannafelagið's executive committee, writes Grindamannafelagið. | article_dagur_translated | Tina skrivaði søgu herfyri, tá hon varð fyrsta kvinna, sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum, skrivar Grindamannafelagið. |
Esmar Joensen, who has served as chairman for the past two years, decided, due to increased workloads related to other association duties, not to take on the chairmanship for the coming year. | article_dagur_translated | Esmar Joensen, sum hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, valdi orsakað av øktum arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, ikki at átaka sær formanssessin komandi árið. |
The same applied to Tóra Simonsen, who has been vice-chairman/treasurer. | article_dagur_translated | Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verði næstformaður/peningarøkil. |
The new chairman and vice-chairman are Ragnar Jacobsen and Bogi Hansen. | article_dagur_translated | Nýggjur formaður og næstformaður eru Ragnar Jacobsen og Bogi Hansen. |
The new executive committee of Grindamannafelagið therefore looks as follows: | article_dagur_translated | Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum sær sostatt soleiðis út: |
Soon the work will begin to take down the old bar complex belonging to Frants Restorff's. | article_dagur_translated | Í næstum byrjar arbeiðið við at taka gamla bommvirkið hjá Frants Restorff’s niður. |
Those are the buildings where the Taboo bar has been in recent years. | article_dagur_translated | Tað eru húsini, har barrin Taboo verið seinastu árini. |
The buildings are in poor condition, and several extensions that do not comply with building regulations also make the buildings illegal. | article_dagur_translated | Húsini eru í ringum standi, og fleiri tilbyggingar, ið ikki fylgja byggireglugerðini, gera somuleiðis húsini ólóglig. |
We are taking care of this now, says Regin Petersen, director of HVT, in a press release. | article_dagur_translated | Hetta taka vit hond um nú, sigur Regin Petersen, stjóri í HVT, í tíðindaskrivi. |
- The buildings are illegal as they stand today, and there are several cases with the municipality about this, because the building regulations and the zoning plan for the area are not being followed. | article_dagur_translated | - Húsini eru ólóglig, sum tey standa í dag, og tað liggja fleiri mál hjá kommununi um hetta, tí byggireglugerðin og byggisamtyktin fyri økið ikki verða fylgdar. |
The additions significantly increase the risk of fire spread if a fire were to occur, says Regin Petersen. | article_dagur_translated | Uppíbyggingarnar økja munandi um vandan fyri brandsmittu, skuldi eldur komið í, sigur Regin Petersen. |
He points out that it is always the owner of the buildings who is responsible for complying with the zoning plan and ensuring that the buildings are in legal condition - and that responsibility now lies with HVT. | article_dagur_translated | Hann vísir á, at tað altíð er eigarin av húsunum, sum hevur ábyrgdina av at halda byggisamtyktina og tryggja, at húsini eru í lógligum standi - og tann ábyrgdin liggur nú á HVT. |
Moreover, the buildings are in very poor condition. | article_dagur_translated | Hartil eru húsini í sera vánaligum standi. |
It is not worth renovating them, and therefore the only solution is to demolish them and build new buildings on the plot. | article_dagur_translated | Tað loysir seg ikki at pjøssa uppá tey, og tí er einasta loysnin at taka tey niður og byggja nýggj hús á mattrikulin. |
Buildings that comply with all building permits and zoning regulations. | article_dagur_translated | Eini hús, sum fylgja øllum byggiloyvum og -samtyktum. |
- HVT has received permission from the municipality to demolish the existing buildings, and the plan is to create buildings that will have offices and apartments above - and customer-oriented business on the ground floor. | article_dagur_translated | - HVT hevur fingið loyvi frá kommununi at ríva verandi hús niður, og ætlanin er at gera eini hús, ið skal hava kontór og íbúðir í erva - og kundavent virksemi á veghædd. |
Now it is ready to begin the work, which will enhance life and well-being in the city center, says the director of HVT. | article_dagur_translated | Nú eru klárt at fara undir arbeiðið, sum fer at økja um lívið og trivnaðin í miðbýnum, sigur stjórin í HVT. |
The demolition of the current building cannot of course take place while there is a rental agreement in the building. | article_dagur_translated | Arbeiðið við at taka niður verandi bygning kann sjálvandi ikki gerast, meðan leigumál er í húsinum. |
When HVT bought the building in 2022, the tenant was informed about the plans, the company says. | article_dagur_translated | Tá ið HVT keypti bygningin í 2022, bleiv leigarin kunnaður um ætlanirnar, sigur felagið. |
- In December 2024 the tenant was then notified that the work would now begin. | article_dagur_translated | - Í desember 2024 fekk leigarin so boð um, at arbeiðið nú fór at byrja. |
He received three months' notice and was to be out in April so HVT could begin the work. | article_dagur_translated | Hann fekk tríggjar mánaðir uppsøgn og skuldi vera úti í apríl, so HVT kundi fara undir arbeiðið. |
April has now arrived, and we are starting to take down the buildings, says Regin Petersen. | article_dagur_translated | Apríl er nú komin, og vit fara undir at taka húsini niður, sigur Regin Petersen. |
The lease states that the tenant could use the premises for a restaurant, bar, dance and other related activities – and that the premises could not be used for other purposes without written permission from the owner. | article_dagur_translated | Í leigusáttmálanum stendur, at leigarin kundi nýta húsini til matstað, barr, dans og annað í hesum sambandi – og at húsini ikki kundu nýtast til annað endamál uttan skrivligt loyvi frá eigaranum. |
But it has been established that the lease has been breached, because there is evidence that the premises have not only been used for the activities specified in the lease. | article_dagur_translated | Men staðfest er, at leigusáttmálin er brotin, tí prógv eru fyri, at húsini ikki einans eru nýtt til tað virksemið, sum er tilskilað í leigusáttmálanum. |
Therefore HVT can terminate the lease. | article_dagur_translated | Tí kann HVT siga sáttmálan upp. |
- We look forward to starting the work, which will hopefully be to the joy and benefit of the city center, concludes Regin Petersen. | article_dagur_translated | - Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið, sum vónandi verður til gleði og gagns fyri miðbýin, sigur Regin Petersen at enda. |
I will not give up. | article_dagur_translated | – Eg gevist ikki. |
This is what the French right-wing politician Marine Le Pen says; a week ago she was found guilty of misusing EU funds and has now been barred from holding public office for five years. | article_dagur_translated | Soleiðis sigur franski høgrapolitikkarin, Marine Le Pen, sum fyri einari viku síðani varð funnin sek í misnýtslu av ES-fígging og nú hevur fingið forboð móti at røkja almenn embæti í fimm ár. |
She says this is a political decision and a witch hunt against her party, Rassemblement National. | article_dagur_translated | Hetta er ein politisk avgerð og ein heksajagstran móti flokki hennara, Rassemblement National, sigur hon. |
That Marine Le Pen cannot run for public office over the next five years means she cannot stand in the next presidential election in 2027, unless she wins her appeal and has the verdict overturned before the election. | article_dagur_translated | Tað at Marine Le Pen ikki kann stilla upp til almenn embæti komandi fimm árini merkir, at hon ikki kann stilla upp á næsta forsetavalinum í 2027, uttan so at hon fær viðhald í kærumálinum og fær dómin ógildaðan áðrenn valið. |
She has previously run for the French presidency three times, and she has previously announced that the next election would be her last. | article_dagur_translated | Hon hevur tríggjar ferðir áður stillað upp til franska forsetavalið, og hon hevur áður boðað frá, at næsta valið skuldi vera hennara síðsta. |
It was assessed that she had better chances in the upcoming election than ever, partly because her party, Rassemblement National, became the largest party in the French National Assembly in the 2024 election, and because the incumbent president, Emmanuel Macron, cannot run again. | article_dagur_translated | Mett varð, at hon hevði betri møguleikar á komandi valinum enn nakrantíð, m.a. tí at flokkur hennara, Rassemblement National gjørdist størsti flokkur í franska tjóðartinginum á seinasta vali í 2024, og tí at sitandi forsetin, Emmanuel Macron ikki kann stilla uppaftur. |
Le Pen says she intends to fight in a peaceful and democratic manner. | article_dagur_translated | Le Pen sigur, at hon ætlar at stríðast á friðarligan og demokratiskan hátt. |
"Our struggle will be a peaceful struggle, a democratic struggle. We want to follow Martin Luther King (African-American civil rights activist, ed.), who defended civil rights, as an example," Le Pen says. | article_dagur_translated | – Okkara stríð verður eitt friðarligt stríð, eitt demokratiskt stríð. Vit vilja fylgja Martin Luther King (afroamerikanskur borgararættindastríðsmaður, red.), sum vardi borgararættindi, sum eitt dømi, sigur Le Pen. |
On Friday, the constitutional court in South Korea decided to remove Yoon Suk-yeol from office as president, and therefore a new presidential election must be held within 60 days according to the country's constitution. | article_dagur_translated | Fríggjadagin tók stýrisskipanardómstólurin í Suðurkorea avgerð um at koyra Yoon Suk-yeol frá sum forseta, og sostatt skal skipast fyri nýggjum forsetavali innan 60 dagar sambært stýrisskipanini í landinum. |
For now, there is talk of holding the election on June 3, but the government will make a final decision on the date tomorrow, says an unnamed official to the South Korean news agency Yonhap. | article_dagur_translated | Fyribils verður tosað um at hava val 3. juni, men stjórnin fer í morgin at taka eina endaliga avgerð um dagfestingina, sigur eitt ónevnt embætisfólk við suðurkoreansku tíðindastovuna Yonhap. |
Yoon Suk-yeol was removed because of the state of emergency he declared on December 3 last year, which the constitutional court has determined he did not have the authority to declare. | article_dagur_translated | Yoon Suk-yeol varð koyrdur frá orsakað av hernaðarligu undantaksstøðuni, sum hann lýsti 3. desember í fjør, sum stýrisskipanardómstólurin hevur staðfest, at hann ikki hevði heimild til. |
The prime minister, Han Duck-soo, is the acting president. | article_dagur_translated | Forsætisráðharrin, Han Duck-soo er virkandi forseti. |
If the election is on June 3, candidates must register before May 11, and the campaign will then begin on May 12. | article_dagur_translated | Um val verður 3. juni, skulu valevni skráseta seg áðrenn 11. mai, og síðani byrjar valstríðið 12. mai. |
The new president will assume office immediately after the election. | article_dagur_translated | Nýggi forsetin tekur við alt fyri eitt eftir valið. |
The trade war led by the U.S. president, Donald Trump, has had a major impact on international stock markets, and again this morning red figures were seen around the world, international media report. | article_dagur_translated | Handilskríggið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump hevur havt stóra ávirkan á altjóða partabrævamarknaðin, og aftur í morgun sóust reyð tøl um allan heimin, skriva altjóða miðlar. |
When the Danish exchange opened this morning, the value of the C25 index fell by 7.3 percent after five minutes. | article_dagur_translated | Tá danski keypsskálin lat upp í morgun, fall virðið á C25-vísitalinum við 7,3 prosentum eftir fimm minuttir. |
In France the value of the CAC 40 index fell by 6.8 percent after 15 minutes, and on the London exchange the FTSE 100 index fell by 7.5 percent. | article_dagur_translated | Í Fraklandi fall virðið á franska CAC 40-vísitalinum við 6,8 prosent eftir 15 minuttir, og á keypsskálanum í London fall virðið á FTSE 100-vísitalinum við 7,5 prosentum. |
The German DAX index also fell by nearly 10 percent shortly after the Frankfurt exchange opened this morning. | article_dagur_translated | Týska DAX-vísitalið fall eisini við nærum 10 prosentum, stutt eftir at keypsskálin í Frankfurt lat upp í morgun. |
In Asia, where most exchanges have now closed again, the Japanese Nikkei 225 index fell by 7.8 percent, while the Hong Kong exchange showed a drop of more than 12 percent, which is the largest decline on the Hong Kong exchange in more than 16 years. | article_dagur_translated | Í Asia, har flestu keypsskálarnir nú eru latnir aftur, fall japanska Nikkei 225-vísitalið við 7,8 prosentum, meðan keypsskálin í Hong Kong vísti eitt fall á meira enn 12 prosent, sum er størsta fallið á keypsskálanum í Hong Kong í meira enn 16 ár. |
In China the declines on the Shanghai Composite and CSI 300 indices were 7.3 percent and 7 percent, respectively. | article_dagur_translated | Í Kina var kursfallið á Shanghai Composite og CSI 300 vísitølunum ávikavist 7,3 prosent og 7 prosent. |
The Australian ASX 200 index was at its lowest level since 2023 when the Australian exchange closed. | article_dagur_translated | Avstralska ASX 200-vísitalið var á lægsta støði síðan 2023, tá keypsskálin í Avstralia lat aftur. |
The European Stoxx 600 index, which tracks 600 of the largest companies in Europe, had a drop of over 6 percent shortly after eight this morning. | article_dagur_translated | Evropeiska Stoxx 600-vísitalið, sum fylgir 600 av teimum størstu fyritøkunum í Evropa, hevði eitt fall á yvir 6 prosent stutt eftir klokkan átta í morgun. |
It was on Wednesday last week that the U.S. president, Donald Trump, announced that the USA would impose tariffs on goods from all countries. | article_dagur_translated | Tað var mikudagin í farnu viku, at amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá, at USA fór at leggja toll á vørur úr øllum londum. |
This involves a base tariff of 10 percent, in addition to higher duties to be imposed on goods from certain countries. | article_dagur_translated | Talan er um ein grundtoll á 10 prosent, umframt at hægri tollur verður lagdur á vørur úr ávísum londum. |
The EU has announced that it will retaliate, and China is now also imposing additional tariffs on American goods. | article_dagur_translated | ES hevur boðað frá, at mann fer at svara aftur, og Kina leggur nú eisini eyka toll á amerikanskar vørur. |
Just after eight o'clock this morning a fire was reported in a van on Grønlandsvegur in Tórshavn. | article_dagur_translated | Beint eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá eldi í einum vørubili á Grønlandsvegnum í Havn. |
A lot of smoke came from the vehicle, but it was a small fire that started in the engine compartment. | article_dagur_translated | Nógvur roykur kom frá bilinum, men talan var um ein lítlan eld, sum kyknaði í motorrúminum. |
The fire brigade was dispatched, and the fire was quickly extinguished, says the duty officer at the police station in Tórshavn. | article_dagur_translated | Sløkkiliðið varð boðsent, og eldurin varð skjótt sløktur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
There were no injuries, and as far as is understood the vehicle also sustained only limited damage. | article_dagur_translated | Eingin fólkaskaði var, og sum skilst fekk bilurin eisini avmarkaðan skaða. |
Faroese violinist Andrias Blaasvær recently won first prize in the Malta International Composition Competition for a work for solo violin. | article_dagur_translated | Føroyski violinleikarin Andrias Blaasvær vann herfyri 1. virðisløn í kappingini Malta International Composition Competition fyri eitt verk fyri solo violin. |
It is a work that Andrias wrote and performed for Queen Sonja of Norway when she visited the Faroe Islands in the summer of 2023. | article_dagur_translated | Talan er um eitt verk, sum Andrias skrivaði og framførdi fyri norsku Sonju drotning, tá hon vitjaði í Føroyum á sumri 2023. |
The competition is held by the Central Academy in Malta and features many different categories in which musicians compete, such as violin performance, singing, piano, chamber music, violin making and composition. | article_dagur_translated | Kappingin er hildin av Central Academy í Malta og hevur nógvar ymiskar greinar, sum tónleikarar kappast í, eitt nú í violinspæli, sangi, klaveri, kamartónleiki, violinbygging og kompostión. |
The competition concludes with a celebration in September where the prizes are presented. | article_dagur_translated | Kappingin endar við einum hátíðarhaldi í september, har virðislønirnar verða handaðar. |
Andrias Blaasvær is currently in the process of writing a piano trio, which will be premiered at Summartónar 2025. | article_dagur_translated | Andrias Blaasvær er í løtuni í gongd við at skriva eina klavertrio, sum verður frumframførd til Summartónar 2025. |
He is also in the process of recording his major sonata for solo violin, which is expected to be released this summer. | article_dagur_translated | Eisini er hann í gongd við at innspæla sína stóru sonatu fyri solo violin, sum væntast at verða útgivin í summar. |
If we are to judge by the large turnout, interest in Faroese foreign policy is very great. | article_dagur_translated | Skulu vit døma eftir stóru uppmøtingini, so er áhugin fyri føroyskum uttanríkispolitikki sera stórur. |
The rooms of the History and Social Sciences Department at the University were packed when the first book of its kind was publicly presented last week. | article_dagur_translated | Hølini hjá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum vóru á tremur, tá fyrsta bók av sínum slag varð løgd alment fram í farnu viku. |
And although the book deals mostly with the past, it is also clear that foreign policy concerning our affairs has hardly ever been as topical and important as it is right now. | article_dagur_translated | Og hóast bókin snýr seg mest um tað farna, so er eisini greitt, at neyvan nakrantíð er uttanríkispolitikkur um okkara leiðir vorðin so aktuellur og týdningarmikil sum júst nú. |
And since it is clear that the future, among other things, builds on what has gone before, it is good to have a book that gives us knowledge of what has taken place in the field of foreign policy in recent many years. | article_dagur_translated | Og tá tað er greitt, at framtíðin m.a. byggir á tað, sum farið er, so er gott við eini bók, ið gevur okkum vitan um, hvat er farið fram á uttanríkispolitiska økinum seinastu mongu árini. |
The moment at the University was also very special because the very 'The Grand Old Man' of Faroese foreign policy was present when the book was presented. | article_dagur_translated | Og løtan á Setrinum var eisini heilt serlig, tí sjálvur “The Grand Old Man” í føroyskum uttanríkispolitikki varð hjástæddur, tá bókin varð løgd fram. |
Árni Olafsson is probably the Faroese civil servant who has taken the most and also the heaviest steps in the direction of the Faroe Islands' foreign policy. | article_dagur_translated | Árni Olafsson man vera tann føroyski embætismaðurin, sum hevur tikið tey flestu og eisini tyngstu fetini á uttanríkispolitisku leið Føroya. |
Together with several other capable people, both politicians and officials, he has helped to clear a path in many areas that have benefited the Faroes and made them the country they are today. | article_dagur_translated | Saman við fleiri øðrum dugnaligum fólkum, bæði politikarum og embætisfólkum, hevur hann verið við til at rudda slóð á nógvum økjum, sum hava gagnað Føroyum og gjørt Føroyar til tað land tað er í dag. |
Therefore it was also a special charm to the event to hear this our famous Faroese foreign-policy mentor speak about his work. | article_dagur_translated | Tí var tað eisini ein serstakur dámur yvir tiltakið at hoyra henda okkara fræga føroyska uttanríkispolitiska mentor greiða frá sínum arbeiði. |
He also has his share in the book itself alongside several other authors. | article_dagur_translated | Hann eigur eisini sín lut í sjálvari bókini saman við fleiri øðrum rithøvundum. |
It was also pleasant to see many familiar faces at the event, one of them Halgir W. Poulsen, who for many years struggled together with Árni to get the Faroes control over their own country. | article_dagur_translated | Hugaligt var eisini at síggja mong kend andlit til tiltakið, eitt teirra Halgir W. Poulsen, sum í mong ár stríddist saman við Árna at fáa Føroyum ræðið yvir egnum landi. |
Among other things they contributed to finally getting the then Danish prime minister, Poul Schlüter, to 'lay down the king' in the subsoil matter. | article_dagur_translated | Teir gjørdu m.a. sítt til at fáa táverandi danska forsætisráðharran, Poul Schlüter at enda at “leggja kongin” í undirgrundarmálinum. |
Herálvur Joensen, director general in the Ministry of Foreign Affairs and for many years a colleague of Árni in, among other things, the work of the Oil Advisory Committees, used the occasion to give Árni greetings and thanks as well as an honorary gift for his valuable work. | article_dagur_translated | Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum og í mong ár samstarvsfelagi hjá Árna í eitt nú arbeiðinum hjá Oljuráðleggingarnevndum, nýtti undir tiltakinum høvi til at bera Árna eina heilsan og tøkk eins og eina heiðursgávu fyri hansara dýrmæta arbeiði. |
Also Høgni Hoydal, former minister of foreign affairs and one of the pioneers in achieving greater autonomy for the Faroes, not least in the field of foreign policy, gave a speech in connection with the book launch. | article_dagur_translated | Eisini Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum og ein av undangongumonnunum at fáa Føroyum størri sjálvræði, ikki minst á uttanríkispolitiska økinum, hevði røðu í sambandi við bókaútgávuna. |
The book is titled 'Heimsins nalvi' and concerns Faroese foreign policy in a quarter-century and treats the Faroe Islands' foreign-policy position from a broad perspective. | article_dagur_translated | Bókin ber heitið “Heimsins nalvi” og snýr seg um føroyskan uttanríkispolitikk í eina fjóðringsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni. |
It is a collection of articles published by Fróðskapur. | article_dagur_translated | Talan er um eitt greinasavn, sum Fróðskapur gevur út. |
It examines the Faroe Islands' position in the world with historical and current lenses. | article_dagur_translated | Tað viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. |
Some of the topics that are addressed are: | article_dagur_translated | Nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd, eru: |
A dozen authors with different backgrounds describe and analyze Faroese foreign affairs from various perspectives. | article_dagur_translated | Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. |
The book deals, among other things, with economic and national development in the 19th century, world wars and negotiations about fishing limits during the Cold War, the first diplomatic missions around the turn of the century, takeovers of jurisdictions, and how foreign-policy activity has continually expanded in the ... | article_dagur_translated | Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. |
Among the authors are researchers, civil servants and journalists, all of whom have endeavored to write for the public. | article_dagur_translated | Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin. |
Árni Olafsson, who together with officials such as Martin Heinesen and Bjørn Kunoy has in his work, among other things, emphasized obtaining fair and humane boundaries for the Faroes, and now the 'only' remaining issue is to resolve the boundary in the south. | article_dagur_translated | Árni Olafsson, sum saman við embætismonnum sum Martin Heinesen og Bjørn Kunoy, hevur í sínum arbeiði m.a. lagt dent á at fáa Føroyum rættvís og mannsømilig mørk, og nú stendur "bara" markið í útsuðri eftir at loysa. |
And the subject is becoming increasingly pressing as the world is in flux. | article_dagur_translated | Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. |
The book is intended for everyone curious about the Faroes' position in the world and where the Faroes' course is heading. | article_dagur_translated | Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur. |
The morning program of Kringvarp Føroya on April 1st had an interview with Jens Christian Svabo Justinussen, a lecturer in social sciences, about the book and the event. | article_dagur_translated | Morgunsendingin hjá Kringvarpi Føroya hevði 1. apríl samrøðu við Jens Christian Svabo Justinussen, lektara í samfelagsvísindum, um bókina og tiltakið. |
Listen to the interview at timecode 01:33:06. | article_dagur_translated | Hoyrið samrøðuna á tíðarkotu 01:33:06 |
Føroysk Miðlafólk continuously fights for the right of media workers in the Faroe Islands to organize as a profession and to negotiate their own collective agreement on behalf of the members. | article_dagur_translated | Føroysk Miðlafólk stríðast áhaldandi fyri rættinum hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg sum yrki og samráðast um egnan sáttmála vegna limirnar. |
With the lawsuit now being filed in the Faroese Court, the association demands that the government be ordered to recognize the right of media workers in the Faroe Islands to organize with their own collective agreement within the public service institution Kringvarp Føroya. | article_dagur_translated | Við stevningini, sum nú verður latin Føroya Rætti, krevur felagið, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service-stovninum Kringvarpi Føroya. |
This unusual step — asking the court to oblige the government to recognize the very core of trade union freedom — is a direct consequence of fruitless negotiations with the government lasting about a year. | article_dagur_translated | Hetta óvanliga stigið – at biðja rættin áleggja landsstýrinum at viðurkenna sjálvan kjarnan í fakfelagsfrælsinum – er beinleiðis avleiðing av úrslitaleysum samráðingum við landsstýrið í út við eitt ár. |
On 22 May 2024 Føroysk Miðlafólk informed the Ministry of Finance in writing that the association wanted the right to negotiate for the members in Kringvarp Føroya when the current agreement between the Ministry of Finance and Starvsfelagið expired on 1 October 2024. | article_dagur_translated | Hin 22. mai 2024 boðaðu Føroysk Miðlafólk frá í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at felagið vildi hava samráðingarrættin fyri limirnar í Kringvarpinum, tá verandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024. |
Lengthy negotiations, first with the payroll department under the Ministry of Finance and then with the Minister of Finance, ended without results. | article_dagur_translated | Drúgvar samráðingar, fyrst við lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum og síðani við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, endaðu úrslitaleysar. |
When the settlement proposal between the Ministry of Finance and Starvsfelagið was signed on Friday 8 November 2024, the government simultaneously decided that media workers in the Faroe Islands would once again be forced into an agreement of which we are not a part and over which we have no influence. | article_dagur_translated | Tá semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varð undirskrivað fríggjadagin 8. november 2024, gjørdi landsstýrið samstundis av, at miðlafólk í Føroyum enn einaferð skuldu trýstast inn í ein sáttmála, sum vit ikki eru partur av og onga ávirkan hava á. |
Since then negotiations have been held directly with Aksel V. Johannesen, the prime minister and protector of the media, who has had the Minister of Finance at his side. | article_dagur_translated | Síðan tá hava samráðingar verið beinleiðis við Aksel V. Johannesen, løgmann og verja hjá fjølmiðlunum, sum hevur havt landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum við sína lið. |
The matter has dragged on far too long, but now the decision has been made. | article_dagur_translated | Málið hevur drigið alt ov leingi út, men nú fall avgerðin. |
At a meeting in the Løgting today, Wednesday 2 April 2025, the board of Føroysk Miðlafólk was informed that the request will not be granted. | article_dagur_translated | Á fundi í Tinganesi í dag mikudagin 2. apríl 2025 fekk nevndin í Føroyskum Miðlafólkum at vita, at umbønin verður ikki gingin á møti. |
The political authorities in all our neighboring countries have recognized the right of media workers in their public service media to organize with their own collective agreements. | article_dagur_translated | Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. |
Today this is an obvious right throughout the Nordic countries. | article_dagur_translated | Tað er í dag ein sjálvsagdur rættur í øllum Norðurlondum. |
Therefore it is the Nordic trade unions for media workers that negotiate the agreements for the media workers in DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV and KNR. | article_dagur_translated | Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR. |
The situation in the Faroe Islands is also taken very seriously by the Nordic trade unions for media workers. | article_dagur_translated | Støðan í Føroyum verður eisini tikin í størsta álvara í norðurlendsku fakfeløgunum fyri miðlafólk. |
This became clear in a joint statement from Iceland, Denmark, Norway, Sweden, Finland and Iceland on 25 November 2024. | article_dagur_translated | Tað kom greitt til sjóndar í felags yvirlýsing úr Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi 25. november 2024. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.