en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The traffic subsidy that the state treasury has provided to the company decreased significantly in 2024 compared to previous years.
article_dagur_translated
Ferðsluveðhaldið, sum landskassin hevur veitt felagnum, minkaði munandi í 2024, í mun til árini frammanundan.
The subsidy in 2024 was 12.7 million kroner.
article_dagur_translated
Veðhaldi var í 2024 12,7 milliónir krónur.
In 2023 it was 43.6 million kroner.
article_dagur_translated
Í 2023 var tað 43,6 milliónir krónur.
The largest part of the subsidy stems from the first half of 2024, when the strike in May/June cost the company about 4 million.
article_dagur_translated
Størsti parturin av veðhaldinum stavar frá fyrra hálvarið 2024, tá verkfallið í mai/juni mánaði kostaði felagnum umleið 4 milliónir.
In the second half of the year the traffic subsidy was only 3.4 million kroner.
article_dagur_translated
Seinna hálvár var ferðsluveðhaldi bert 3,4 milliónir krónur.
Therefore it is not inconceivable that the traffic subsidy will not cost the state treasury money in the future, if everything goes as planned, the report states.
article_dagur_translated
Tí er ikki óhugsandi, at ferðsluveðhaldi ikki fer at kosta landskassanum pening í framtíðini, um alt gongur eftir vild, verður skrivað í frágreiðingini.
2021: Kr. 27.4 million.
article_dagur_translated
2021: Kr. 27,4 mió.
2022: Kr. 56.5 million.
article_dagur_translated
2022: Kr. 56,5 mió
2023: Kr. 43.6 million.
article_dagur_translated
2023: Kr. 43,6 mió
The general meeting re-elected the same representatives to the board.
article_dagur_translated
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina.
Bergur Poulsen continues as chairman of the board and Marita Hentze as vice-chairwoman.
article_dagur_translated
Bergur Poulsen heldur fram sum nevndarformaður og Marita Hentze sum næstforkvinna.
The others on the board are Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg and Uni Danielsen.
article_dagur_translated
Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.
A guesthouse is being built in Klaksvík, and there are plans to build one near Norðskála as well.
article_dagur_translated
Eitt gistingarhús er í gerð í Klaksvík, og tað eru ætlanir um at byggja eitt við Norðskála eisini.
This emerged in the radio news earlier today.
article_dagur_translated
Hetta kom fram í útvarpstíðindunum fyrr í dag.
It is master builder Jóan Petur Vang who is responsible for it.
article_dagur_translated
Tað er Jóan Petur Vang byggimeistari, sum stendur fyri tí.
He has been in charge of several large projects in recent years - including in the capital.
article_dagur_translated
Hann hevur staðið fyri fleiri stórum verkætlanum seinastu árini - millum annað í høvuðsstaðnum.
Jóan Petur Vang owns the plot himself.
article_dagur_translated
Jóan Petur Vang eigur matrikkulin sjálvur.
The area is 1,800 square meters in size and is located just south of Stanley in the commercial area right by the bridge at Streymin.
article_dagur_translated
Økið er 1.800 fermetrar til støddar og er staðsett beint sunnanfyri Stanley í handilsøkinum beint við brúnna við Streymin.
It is reported by Sunda municipality that in 2022 they decided to grant an exemption in the building regulations so that it would be possible to start such a project.
article_dagur_translated
Upplýst verður úr Sunda kommuna, at man í 2022 samtykti at geva frávik í byggisamtyktini, so at til ber at fara undir eina slíka verkætlan.
A new wording has now been made in the building regulations.
article_dagur_translated
Nú er ein nýggj orðing gjørd í byggisamtyktina.
Sunda municipality has asked for approval from the national authorities regarding this, Eyðstein Zachariasen explains.
article_dagur_translated
Sunda kommunu hevur biðið um góðkenning frá landsmyndugleikunum hesum viðvíkjandi, greiðir Eyðstein Zachariasen frá.
About the project itself, the mayor tells KVF that it is planned to have around 40 rooms in the guesthouse near Norðskála, as well as meeting rooms and other facilities.
article_dagur_translated
Um sjálva verkætlanina sigur borgarstjórin við KVF, at tað eftir ætlan vera umleið 40 kømur á gistingarhúsinum við Norðskála, umframt fundarhøli og annað.
As understood, the number can be adjusted somewhat.
article_dagur_translated
Sum skilst kann talið tillagast nakað.
It is difficult to say what the timeline is, but the builder and the municipality want to start as soon as possible.
article_dagur_translated
Tað er trupult at siga, hvussu tíðarlinjan er, men byggimeistari og kommuna vilja seta í gongd sum skjótast.
They are now waiting for permits - among other things, Landsverk must grant permission to create parking areas right by the guesthouse.
article_dagur_translated
Nú verður bíðað eftir loyvum - millum annað skal  Landsverk geva loyvi til at gera parkeringsøki beint við gistingarhúsið.
A cost estimate has not yet been made, but this will be a large project.
article_dagur_translated
Ein kostnaðarmeting er ikki gjørd enn, men hetta verður ein stór verkætlan.
There is a long agenda awaiting the members of the parliament tomorrow, Wednesday, April 30.
article_dagur_translated
Tað er ein long dagsskrá, sum bíðar tingfólki í morgin, mikudagin 30. apríl.
Before the Parliament goes into a long summer recess, many matters must be settled.
article_dagur_translated
Áðrenn Løgtingið fer í eina langa summarfrí skulu nógv mál avgreiðast.
Among them are very important issues, and several of them are on the docket for Wednesday.
article_dagur_translated
Har í millum eru heilt stór mál, og fleiri teirra eru á breddanum mikudagin.
Among other things, there will be a second reading of the determination of retirement age and a second reading of the proposal regarding the Suðuroy Tunnel.
article_dagur_translated
Millum annað verður talan um 2. viðgerð av áseting av pensjónsaldri og 2. viðgerð av uppskotinum um Suðuroyartunnilin.
Both of these came from committee late last night.
article_dagur_translated
Hesi bæði komu úr nevnd seint í gjárkvøldið.
It was shortly before the deadline at midnight.
article_dagur_translated
Tað var stutt fyri tíðarfreistina á midnátt.
The latest reports have been finalized, and there appears to be an agreement to take the next step on some major issues.
article_dagur_translated
Seinastu álitini eru komin uppá pláss, og tað tykist at vera ein semja um at taka næsta stig í nøkrum stórum málum.
However, some uncertainties remain, and whatever happens it will be an interesting day in Parliament.
article_dagur_translated
Tó eru nøkur ivamál eftir, og líkamikið hvat so verður tað ein áhugaverdur dagur í tinginum.
Tomorrow's parliamentary session begins at 10 o'clock.
article_dagur_translated
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 10
Choir festivals have been held around the country since 1966.
article_dagur_translated
Kórstevnur hava verið hildnar kring landið síðani 1966.
A choir festival was previously held in Vestmanna in 1986 and again in 1992.
article_dagur_translated
Kórstevna hevur fyrr verið í Vestmanna í 1986 og aftur í 1992.
Thus it has been a long time since the people of Vestmanna have had a choir festival in the village.
article_dagur_translated
Tað er sostatt langt síðani, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini.
It is the Vestmanna Choir and the Choir Association of the Faroe Islands that organize the festival.
article_dagur_translated
Tað eru Vestmanna sangkór og Kórsamband Føroya, sum skipa fyri stevnuni.
They have often looked beyond the headlands to find a choir conductor to lead the large joint choir.
article_dagur_translated
Ofta hevur verið leitað út um landoddarnar at finna kórleiðara at leiða stóra felagskórið.
The committee of the choir association decided that rhythmic choral singing should be prominent this year and therefore invited the Danish choir conductor Margrethe Debel Christensen to come to the Faroe Islands to work with the joint choir.
article_dagur_translated
Nevndin í kórsambandinum avgjørdi at tann rútmiski kórsangurin skuldi á breddan í ár og tí varð heitt á danska kórleiðaran Margrethu Debel Christensen um at koma til Føroyar at arbeiða við felagskórinum.
There are about 150 singers in the joint choir.
article_dagur_translated
Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.
Since 2015 the concert with the choirs has also been organized as a competition.
article_dagur_translated
Síðani 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping.
It will be the same this year.
article_dagur_translated
Soleiðis verður eisini í ár.
The choirs get at most seven minutes each to convince the judges that they are the best in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Kórini fáa í mesta lagi 7 minuttir í part at sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum.
First, second, and third prizes will be awarded.
article_dagur_translated
1.,2, og 3. virðisløn verður latin.
The judges this year are Margrethe Debel Christensen (chief judge), Sunleif Rasmussen, and Unn Paturson.
article_dagur_translated
Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson.
Those attending the concert can also vote for the best choir for the audience award.
article_dagur_translated
Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.
The choirs will perform in this order: the Joint Choir, Vestmanna Choir, Ljómur, Glymur, Stranda Choir, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavn Men's Choir, Gøta Church Youth Choir, Eystanljóð, the Secondary School Choir at Kambsdalur, Havnarkórið, Fuglafjørður Choir, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavn Chamber Choir,...
article_dagur_translated
Kórini framføra í hesari raðfylgju: Felagskórið, Vestmanna sangkór, Ljómur, Glymur, Stranda sangkór, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavnar manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Eystanljóð, Miðnámskórið á Kambsdali, Havnarkórið, Fuglafjarðar sangkór, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavnar kamarkór og Karlakór Vestmannaey...
The concert starts at 16:00 and tickets can be purchased at atgongumerki.fo or at the door.
article_dagur_translated
Konsertin byrjar klokkan 16 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo elle við dyrnar.
Dear harbour workers, dear Faroese people.
article_dagur_translated
Góðu havnafólk, góðu føroyingar.
This year marks 80 years since World War II ended and the British soldiers who had been in the Faroe Islands during the war returned home to Britain.
article_dagur_translated
Í ár eru 80 ár síðani annar heimsbardagi endaði og bretsku hermenninir, ið høvdu verið í Føroyum undir krígnum, fóru heimaftur til Bretlands.
As is well known, Merkið, with Emil Joensen, Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson and Paul Dahl as its originators, had been known and used in various contexts since it was presented in 1919, and it was flown for the first time in Fámjin.
article_dagur_translated
Sum kunnugt hevði Merkið við Emili Joensen, Jens Olivuri Lisberg, Janusi Øssurson og Paula Dahl, sum upphavsmonnum, verið kent og nýtt í ymsum samanhangum síðani tað var borið fram í 1919, og flaggaði fyri fyrstu ferð í Fámjin.
I have been told that it was flown for the first time on a pole here in Tórshavn on the steps of Tomina Andreasen, commonly called Mina, the same year.
article_dagur_translated
Mær fortalt veittraði tað fyri fyrstu ferð á stong her í Havnini á trappuni hjá Tominu Andreasen, vanliga nevnd Mina, sama ár.
Those houses stood where Steinatún is today.
article_dagur_translated
Tey húsini stóðu, har Steinatún er í dag.
But it took a bloody world war before it was recognized.
article_dagur_translated
Men tað skuldi ein blóðugur heimsbardagi til, áðrenn tað bleiv viðurkent.
On April 9, 1940 Denmark was occupied by the Germans, and already on April 12 the British came to the Faroe Islands under the leadership of 26-year-old Frederic Mason, who was appointed consul for the British.
article_dagur_translated
9. apríl 1940 varð Danmark hersett av týskarum, og longu 12. apríl komu bretar til Føroya undir leiðslu av 26 ára gamla Frederic Mason, sum var útnevndur konsul hjá bretum.
One of the first things the occupying authorities had to decide was which flag Faroese ships should use, since it was no longer possible to use the Dannebrog.
article_dagur_translated
Eitt tað fyrsta, sum hersetingarvaldið skuldi taka støðu til, var, hvat flagg føroysk skip skuldu brúka, nú kki var møguligt at brúka Dannebrog.
We all know Mason's decision.
article_dagur_translated
Vit vita øll niðurstøðuna hjá Mason.
On April 25, 1940 — exactly 85 years ago — orders were given that Faroese ships should fly Merkið and paint it on their sides.
article_dagur_translated
25. apríl 1940 – akkurát 85 ár síðani - vóru boð givin um, at føroysk skip skuldu flagga við Merkinum og mála tað á síðuna.
And this day we celebrate today.
article_dagur_translated
Og henda dag hátíðarhalda vit í dag.
But it was close to us getting a completely different flag than Merkið.
article_dagur_translated
Men tað var nær við, at vit fingu eitt heilt annað flagg enn Merkið.
The Danish county governor in the Faroe Islands, C. A. Hilbert, was strongly opposed to the Faroese using anything other than the Dannebrog.
article_dagur_translated
Danski amtmaðurin í Føroyum C.A. Hilbert var hart ímóti, at føroyingar skuldu brúka nakað annað enn Danneborg.
He insisted on his position and in any case did not want to hear talk of Merkið being used.
article_dagur_translated
Hann tvíhelt um støðuna, og vildi í hvussu so er ikki hoyra talan um, at Merkið skuldi brúkast.
Mason then himself drew a flag which he thought the Faroese should use.
article_dagur_translated
Mason teknaði so sjálvur eitt flagg, sum hann helt, at føroyingar skuldu brúka.
It was a green flag with a white cross.
article_dagur_translated
Tað var eitt grønt flagg við hvítum krossi.
He thought this could be a compromise with the county governor.
article_dagur_translated
Hann hugsaði, at hetta kundi verða ein neyðsemja við amtmannin.
This proposal was not well received among the Faroese.
article_dagur_translated
Hetta uppskot var ikki væl móttikið millum føroyingar.
A majority in the special national council, where party leaders and the county governor sat, voted on April 23, 1940 in favor of a proposal from Thorstein Petersen that Merkið should be used as the Faroese maritime flag.
article_dagur_translated
Ein meiriluti í serligu landsnevndini, har floksformenn og amtmaðurin sótu, atkvøddi 23. apríl 1940 fyri einum uppskoti frá Thorsteini Petersen, um at Merkið skuldi brúkast sum siglingarflagg hjá føroyingum.
The majority were Thorstein Petersen, Louis Zachariassen and Petur Mohr Dam.
article_dagur_translated
Meirilutin vóru Thorstein Petersen, Louis Zachariassen og Petur Mohr Dam.
When Mason the next day came to a meeting with the National Council, the Faroese majority representatives again put forward their demand that Merkið should be used.
article_dagur_translated
Tá Mason dagin eftir kom á fund við Landsnevndina, settu føroysku meirilutaumboðini aftur sítt krav fram um, at Merkið skuldi nýtast.
The county governor held fast to his position and said this was interference by the British in Faroese internal affairs.
article_dagur_translated
Amtmaðurin helt fast um sína støðu og segði, at hetta var uppíblanding frá bretum í føroysk heimaviðurskifti.
As we can see above us, the British fortunately abandoned the plan for the green flag with the white cross, and Merkið was approved.
article_dagur_translated
Sum vit síggja uppiyvir okkum, so sleptu bretar tíbetur ætlanini um grøna flaggið við hvíta krossinum, og Merkið varð góðkend.
World War II was a period that in many ways shaped the modern Faroe Islands.
article_dagur_translated
Annar heimsbardagi var ein tíð, sum í nógvar mátar myndaði tað modernaða Føroyar.
It was a time of great progress, but also of great losses.
article_dagur_translated
Tað var ein tíð við stórum framburði, men eisini við stórum tapum.
There are probably few families in the Faroe Islands that did not lose someone then.
article_dagur_translated
Tað munnu verða fáar familjur í Føroyum, sum ikki mistu onkran tá.
A maternal uncle of mine from Miðvágur died with Nýggjaberg, where 21 men were lost at sea after the trawler was sunk by the Germans in 1942.
article_dagur_translated
Ein ommubeiggi mín úr Miðvági fórst við Nýggjaberg, har 21 mans sjólótust, eftir at trolarin bleiv søktur av týskarum í 1942.
History has given us the Merkið that we all identify with, and that flies above us in prosperity and adversity.
article_dagur_translated
Søgan hevur givið okkum tað Merkið vit øll eru góð við, og sum veittrar yvir okkum í viðgangi og mótgangi.
In the Faroe Islands we were fortunate that our good friends and nearest neighbours from Great Britain came here 85 years ago to help us in the darkest of times.
article_dagur_translated
Í Føroyum vóru vit heppin, at okkara góðu vinir og nærmastu grannar úr Stórabretlandi komu her fyri 85 árum síðani at hjálpa okkum í myrkastu tíðum.
For that we say thank you.
article_dagur_translated
Fyri tað siga vit takk.
We are eternally grateful to them for it.
article_dagur_translated
Vit eru teimum æviga takksom fyri tað.
I repeat in English for our guests.
article_dagur_translated
Eg endurtaki á enskum fyri okkara gestum.
In the Faroe Islands we were fortunate that our good friends and closest neighbours from the United Kingdom came to our aid 85 years ago in the darkest of times.
article_dagur_translated
In the Faroe Islands we were fortunate that our good friends and closest neighbours from the United Kingdom came to our aid 85 years ago in the darkest of times.
Thank you.
article_dagur_translated
Thank you.
We are forever grateful to you.
article_dagur_translated
We are forever grateful to you.
And now that 80 years have passed since the British left the country after World War II, it is worth thinking about which values were fought for during WWII, who the enemies were, and what those regimes stood for.
article_dagur_translated
Og nú 80 ár eru síðani bretar fóru av aftur landinum eftir annan heimsbardaga, so er vert at hugsa um, hvørji virðir man bardist fyri undir 2. heimsbardaga og hvørjir fíggindarnir vóru, og hvat tey veldini stóðu fyri.
The enemies were the fascist dictatorships which, like their ideological siblings the communist dictatorships, fought for uniformity, oppression and censorship.
article_dagur_translated
Fíggindarnir vóru tey fascistisku einaræðisstýrini, sum líka sum ideologisku systkinabørnini, tey kommunistisku einaræðistýrini, bardust fyri einsrætting, kúging og sensuri.
Communism and fascism are two devils of the same sort, and these regimes and censorship hang together like hook and eye.
article_dagur_translated
Kommunisman og fascisman eru tveir bøllar av sama dyntli, og hesi stýri og sensurur hanga saman sum krókur og lykkja.
Therefore it is scarcely surprising that in Europe there is work on public censorship laws aiming to restrict freedom of speech and press.
article_dagur_translated
Tí er tað ikki sørt ófrættakent, at man í Europa arbeiðir við almennum sensurlógum, har man vil avmarka talu- og skrivifrælsið.
They say there is so much harmful material on the internet.
article_dagur_translated
Tað er so nógv skaðiligt á netinum, verður sagt.
Yes.
article_dagur_translated
Ja.
That is true, but the right tool is not censorship.
article_dagur_translated
Tað er rætt, men tað rætta amboðið er ikki sensurur.
One cannot organize a society as if all people are idiots, even though a few may certainly be.
article_dagur_translated
Man kann ikki innrætta eitt samfelag, sum um at øll fólk eru tápulingar, sjálvt um eitt fátal vissuligani er tað.
The American humorist Mark Twain said that censorship is telling a man he cannot have roast beef because a baby cannot chew it.
article_dagur_translated
Amerikanska skaldið Mark Twain segði, at sensurur er at fortelja einum manni, at hann ikki fær stoktan búff, tí at eitt pinkubarn ikki klárar at tyggja hann.
There are certainly people who cannot tolerate the free word, and others who misuse the free word.
article_dagur_translated
Tað eru ivaleyst fólk, sum ikki tola tað fría orðið, og onnur, sum misnýta tað fría orðið.
That is not better than second best, but it is better than censorship.
article_dagur_translated
Tað er ikki betri enn næstbest, men tað er betri enn sensurur.
Norwegians say: 'get the trolls out into the sunlight'.
article_dagur_translated
Norðmenn siga: -fáið trøllini út í sólina.
The same applies to ugly opinions.
article_dagur_translated
Sama er við andstyggiligum meiningum.
Let them come forward so they can be refuted in a democratic debate.
article_dagur_translated
Lat tær koma fram, so tær kunnu afturvísast í einum demokratiskum kjaki.
It is like with fire.
article_dagur_translated
Tað er sum við eldi.