en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Get it out into the open so it can be extinguished.
article_dagur_translated
Fá han út í opið rúm, so hann kann sløkkjast.
Otherwise it may simply smolder slowly between kindling and fuel and then blaze into a bright flame before we know it.
article_dagur_translated
Ella liggur hann bert og breiðir seg spakuliga millum skins og hold og stendur so í ljósum loga, áðrenn vit vita av.
We must have a spacious society with diversity.
article_dagur_translated
Vit mugu hava eitt rúmligt samfelag við margfeldi.
It would be a poor life if one only knew people who were just like oneself, believed the same as oneself, and had the same interests as oneself.
article_dagur_translated
Tað hevði verið eitt fátæksligt lív, um man bert kendi fólk, ið vóru líka sum ein sjálvur, hildu tað sama sum ein sjálvur, og høvdu somu áhugamál sum ein sjálvur.
Imagine everyone marching in step in a mental parade, where no one dared to step outside conformity.
article_dagur_translated
Hugsið um øll gingu í takt í einum mentalum strekkmarsji, har eingin tordi at traðka uttanfyri konformitetin.
It seems that politicians in Europe have forgotten that in a spacious society with diversity the most important thing is that we have a plurality of opinions, and that everyone has permission to hold their view on everything.
article_dagur_translated
Tað tykist, sum politikarar í Europa hava gloymt, at í einum rúmligum samfelag við margfeldi, so er tað mest týdningarmikla, at vit hava meiningsmargfeldi, og at ein og hvør hevur loyvi at hava sína meining um alt.
Even those who have little reason to hold such an opinion.
article_dagur_translated
Eisini tey, ið ikki hava nógv at hava hesa meining í.
These days, when tolerance is under pressure — also here with us, where we recently saw a lecture event in Tórshavn disrupted by forces that apparently have a dubious understanding of freedom of speech — it is worth remembering that no one in society has the right to take away others' right to their opinion.
article_dagur_translated
Í hesum døgum, har tolsemi er undir trýsti – eisini her hjá okkum, har vit fyri stuttum sóu eitt fyrilestrartiltak her í Havn verða forstýrað av kreftum, sum týðiligvis hava eitt ivasamt forstáilsi av talufrælsi – so er vert at minnast til, at eingin í samfelagnum hevur so rætt, at man hevur rætt til at frátaka øðrum r...
No one has the right to intimidate or threaten others into silence.
article_dagur_translated
Eingin hevur so rætt, at man kann intimidera ella hótta onnur til at tiga.
Let us remember the words attributed to the French writer and philosopher Voltaire: 'I disagree with what you say, but I will defend to the death your right to say it.'
article_dagur_translated
Lat okkum minnast til orðini, ið vóru tilskrivað franska høvundanum og filosoffinum Voltaire: ”Eg havi andstygd fyri tí tú sigur, men eg vil til mín doyggjandi dag verja rættin hjá tær at siga tað.”
It is my hope that these are the values we gather around when we look up at Merkið.
article_dagur_translated
Tað skal vera mín vón, at hesi virðini eru tey vit savnast um, tá vit hyggja upp á Merkið.
It is my hope that our politicians remember to look outward and remind themselves what flag is flying above them.
article_dagur_translated
Tað skal verða mín vón, at okkara politikarar minnast til at hyggja út, og minna seg á, hvat flagg veittrar uttanfyri.
So that they do not blindly copy some hysterical censorship law that the EU is in the process of squeezing down over Europe like an unwanted bureaucratic howler.
article_dagur_translated
Hetta so teir ikki blint kopiera onkra hissini sensurlóg, sum ES er í ferð við at kroysta niður yvir Europa, sum eina óynskta bureakratiska brølapu.
For we know that if we get a public supervisory authority that is to oversee the free word, it is only a question of time before some political slogan is elevated to an unquestionable truth that it becomes illegal to question.
article_dagur_translated
Tí vit vita sum er, at fáa vit ein almennan eftirlitsstovn, sum skal hava eftirlit við tí fría orðinum, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur politisk parola verður upplyft til ein óvikaligan sannleika, sum tað verður ólógligt at seta spurnartekin við.
Then we get a ministry of truth, just like in the dystopian novel 1984 by George Orwell.
article_dagur_translated
So fáa vit eitt sannheitsministerium, akkurát sum í dystopisku bókini 1984 av George Orwell.
So should there be no limits to freedom of speech?
article_dagur_translated
Skal so einki mark verða fyri talufrælsi?
Yes.
article_dagur_translated
Jú.
We do have two good limits.
article_dagur_translated
Vit hava tvey góð mørk sum er.
The limits are that it is not permitted to threaten others, and it is also not permitted to defame others, for example by accusing them of having committed a crime.
article_dagur_translated
Mørkini eru, at tað er ikki loyvt at hótta onnur, og tað er heldur ikki loyvt at ærumeiða onnur, sum t.d. at ákæra tey fyri at hava gjørt okkurt kriminelt.
We should observe Merkið and think about the values it represents.
article_dagur_translated
Vit eiga at eygleiða Merkið og hugsa um tey virði tað umboðar.
Not least in these turbulent times, when we have over 100 armed conflicts in the world, 45 of which are in the Middle East and Africa.
article_dagur_translated
Ikki minst í hesum turbulentu tíðum, har vit hava yvir 100 vápnaðar konfliktir í heiminum, harav 45 eru í Miðeystri og Afrika.
These horrors can remind us how privileged a peaceful democratic society is in the world.
article_dagur_translated
Hesir ræðuleikar kunnu minna okkum á, hvussu forkunnugt eitt friðarligt demokratiskt samfelag er í heiminum.
Less than a third of the world's citizens have the privilege of living in a democracy, including us.
article_dagur_translated
Minni enn ein triðingur av heimsins borgarum hava tann framihjárætt at liva í einum demokratii, harímillum vit.
That countries are democratic does not mean they always act rightly.
article_dagur_translated
At lond eru demokratisk, merkir ikki, at tey altíð handla rætt.
These days we see the world's financial markets jumping up and down like a yo-yo depending on what statements come out of the White House.
article_dagur_translated
Vit síggja í hesum døgum heimsins fíggjarmarknaðir loypa upp og niður sum ein yo-yo, alt eftir hvørjar útmeldingar koma úr Hvítu Húsunum.
A trade war the world has not seen in many years is brewing.
article_dagur_translated
Eitt handilskríggj, sum heimurin ikki hevur sæð í nógv ár, er undir uppsigling.
All because a president has slapped tariffs on goods from all over the world.
article_dagur_translated
Alt tí at ein forseti hevur klamsað toll á vørur úr øllum heiminum.
And when the world's largest economy does that, it has negative consequences worldwide — also at home for Americans themselves.
article_dagur_translated
Og tá heimsins størsti búskapur ger tað, so fær tað negativar avleiðingar um allan heim – eisini heima hjá amerikanarum sjálvum.
But nothing is so bad that it is not good for something.
article_dagur_translated
Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Donald Trump shows us with his impulsiveness how harmful the tool of tariffs is.
article_dagur_translated
Donald Trump vísir okkum við síni óstorsligheit, hvussu skaðiligt amboð tollur er.
Harmful for the economy, harmful for world trade and harmful for the consumer, who always ends up paying the bill.
article_dagur_translated
Skaðiligt fyri búskapin, skaðiligt fyri heimshandilin og skaðiligt fyri brúkaran, sum altíð endar við rokningini.
This is of course not something we are unfamiliar with.
article_dagur_translated
Hetta er nú ikki nakað, sum vit ikki kenna til.
The Faroes are incapable of setting tariffs and excise duties, but we are so small in world trade that no one will stage a campaign unless they can access the Faroese market.
article_dagur_translated
Føroyingar eru óførir at áseta toll og punktgjøld, men vit eru so lítil í heimshandlinum, at eingin fer á húsagang, um tey ikki sleppa á føroyska marknaðin.
For example, we have a 10% tariff on a television in addition to 25% VAT.
article_dagur_translated
Vit hava til dømis 10% toll á eitt sjónvarp umframt 25% MVG.
For some absurd reason, tennis rackets are taxed 2% more than golf clubs in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Av onkrari løgnari grund, so verða tennisketsjarar tollaðir við 2% meira enn golfstavar í Føroyum.
I do not know why.
article_dagur_translated
Eg veit ikki hví.
Hardly any Faroese person knows why.
article_dagur_translated
Tað er neyvan nakar føroyingur, ið veit hví.
We also know well what it is to stand outside high tariff walls.
article_dagur_translated
Vit kenna eisini væl til at standa uttanfyri høgar tollgarðar.
Like the EU tariff walls, where for example we can export whole frozen mackerel to the EU duty-free, but if it is processed or canned, then not 10% but a full 25% EU tariff applies to it.
article_dagur_translated
Sum ES tollgarðarnar, har vit til dømis kunnu útflyta heilan frystan makrel til ES tollfrítt, men um hann er virkaður ella konserveraður, so koma – ikki 10% -, men heili 25% ES tollur á hann.
Why do countries have tariffs when they are so harmful?
article_dagur_translated
Hví hava lond so toll, tá hann nú er so skaðiligur?
Well.
article_dagur_translated
Ja.
The arguments are the same everywhere: money to finance public spending, protection of certain industries and public health.
article_dagur_translated
Argumentini eru tey somu allastaðni: pengar at fíggja almennan rakstur, verja av ávísum vinnum og fólkaheilsa.
These arguments do not change the reality that tariffs are harmful, and the bill always ends up with the consumer.
article_dagur_translated
Hesi argument broyta ikki við tann veruleika, at tollur er skaðiligur, og rokningin endar altíð hjá brúkarnum.
Most may have forgotten, but a large part of the debate when the Faroes got VAT in the early 1990s was that VAT should replace tariffs and excise duties, but as it has turned out, it has not been easy to get rid of tariffs and excise duties.
article_dagur_translated
Tey flestu munnu hava gloymt tað, men ein stórur partur av kjakinum, tá Føroyar fingu MVG fyrst í 1990’unum, var, at MVG skuldi koma ístaðin fyri toll og punktgjøld, men sum ikki einaferð, so hevur tað víst seg at vera ringt at sleppa av við toll og punktgjøld.
We may be annoyed and angry when the USA imposes tariffs on the whole world, but we can do nothing — absolutely nothing — about who sits in the White House, just as little as we can do about who sits in the Kremlin.
article_dagur_translated
Vit kunnu irriterast og øtast, tá USA leggur toll á allan heimin, men vit fáa einki – so akkurát einki - gjørt við, hvør situr í Hvítu Húsunum, lika so lítið sum vit kunnu gera við, hvør situr í Kreml.
But there is one thing we can do.
article_dagur_translated
Men tað er eitt, ið vit kunnu gera.
That is to sweep before our own door.
article_dagur_translated
Tað er at feia fyri egnum durum.
Since tariffs are so harmful, we can work towards abolishing them for ourselves.
article_dagur_translated
Tá nú tollur er so skaðiligur, so kunnu vit arbeiða fram ímóti at avskaffa hann hjá okkum.
I know well that it is not possible to eliminate everything here and now, because public operating expenditures have increased irresponsibly in recent years, but we can start by agreeing on a moratorium where no new tariffs are introduced and no new excise duties are imposed.
article_dagur_translated
Eg veit væl, at tað ber ikki til at strika alt her og nú, tí at almennu rakstrarútreiðslurnar eru øktar óansvarliga nógv seinastu árini, men vit kunnu byrja við at semjast um ein steðg, har eingin nýggjur tollur verður ásettur, og einki nýtt punktgjald verður ásett.
Then one can begin by reducing tariffs in the small things.
article_dagur_translated
So kann man byrja við at minka toll í tí smáa.
We cannot then go and be jealous of other countries that impose tariffs if we ourselves are quick to do it.
article_dagur_translated
Vit kunnu so ikki ganga og verða firtin inn á onnur lond, sum áseta toll, um vit sjálvi eru røsk at gera tað.
When we speak about our society and how it should be organized, we must remember to look outwards and know what flag is flying above us.
article_dagur_translated
Tá vit tosa um okkara samfelag, og hvussu tað skal skipast, so skulu vit minnast til at hyggja útum og vita, hvat flagg veittrar uppiyvir okkum.
There flies Merkið.
article_dagur_translated
Har veittrar Merkið.
It means that Faroese people live here, and the laws and rules we make should reflect what the Faroese voter wants.
article_dagur_translated
Tað merkir, at her liva føroyingar, og tær lógir og reglar, sum vit gera, skulu verða eftir tí, sum føroyski veljarin vil.
Of course we should have a broad outlook and learn from other countries.
article_dagur_translated
Vit eiga sjálvandi at hava eitt vítt útsýni og læra av øðrum londum.
Preferably a bunch of countries, and not just two or three.
article_dagur_translated
Helst einari rúgvu av londum, og ikki bara tveimum, trimum.
But the outlook is often too narrow.
article_dagur_translated
Men útsýnið er mangan ov trongt.
We copy legislation on a large scale from Denmark and in recent years from the EU, without pausing to consider whether we need these laws and rules.
article_dagur_translated
Vit kopiera lóggávu í stóran stíl úr Danmark og seinnu árini ES, uttan at steðga á, at hugsa, um okkum nú tørvar hesar lógir og reglar.
Our politicians and civil service should stop that.
article_dagur_translated
Har eiga okkara politikarar og okkara embætisverk at steðga á.
Look outwards and know what flag is flying on the flagpole.
article_dagur_translated
Hyggja útum og vita, hvat flagg veittrar í flaggstongini.
It is not the Dannebrog nor a blue flag with yellow stars on it.
article_dagur_translated
Tað er ikki Dannebrog ella eitt blátt flagg við gulum stjørnum á.
In recent years we have seen a terrible legislative frenzy where the number of laws, regulations and supervisory bodies just keeps increasing.
article_dagur_translated
Vit hava seinastu árini sæð eina øgiliga lóggávuøði, har talið av lógum, reglum og eftirlitstovnum bara økist.
Although we have chosen not to become members of the EU, EU legislation flows over us.
article_dagur_translated
Hóast vit hava valt ikki at gerast limir í ES, so floymir ES lóggáva yvir okkum.
Mario Draghi, a top eurocrat, published a report last year saying that since 2019 the EU has introduced over 13,000 new regulations, and he points to overregulation as a direct cause of the EU economy lagging behind the American one.
article_dagur_translated
Mario Draghi, ein topp-eurokratur, kom í fjør út við einari rapport, sum segði, at EU síðani 2019 hevur introduserað yvir 13.000 nýggj regulativ, og han peikar á yviregulering, sum beinleiðis orsøk til at EU búskapurin dragnar afturúr tí amerikanska.
13,000 new regulations are being thrown over Europe like confetti!
article_dagur_translated
13.000 nýggj regulativ verða tveitt yvir Europa sum konfetti!
Copying this is suicide for a country like the Faroe Islands, which already feels the sting of over-bureaucratization.
article_dagur_translated
At kopiera hetta er sjálvmorð fyri eitt land sum Føroyar, sum longu nú merkir sviðan av yvirbureaukratisering.
We simply do not have the people to administer according to EU rules, so we can hardly manage the same now.
article_dagur_translated
Vit hava heilt einfalt ikki fólkið til at umsita eftir EU reglum, so vit kunnu akkurat tað sama gevast nú.
If we do not do that, the administration will end up like a stranded whale that rots under its own weight.
article_dagur_translated
Gera vit ikki tað, so endar umsitingin sum ein strandaður hvalur, sum kódnar undir sínu egnu vekt.
A man once described bureaucracy by saying that the Lord's Prayer had 70 words, Lincoln's Gettysburg Address had 271 words, the Ten Commandments 313 words, and Directive number 1284/2002 from the EU Commission, which discusses the size of hazelnuts for sale, is 2509 words.
article_dagur_translated
Ein maður segði fyri at lýsa bureukrati, at Faðir vár hevði 70 orð, Gettysburg røðan hjá Abraham Lincoln hevði 271 orð, tey tíggju boðini 313 orð, og direktiv nummar 1284/2002 frá ES Kommissiónini, sum umrøður støddina á hasselnøtum í skali til sølu, er 2509 orð.
An example of such overregulation is the GDPR legislation that we received a few years ago.
article_dagur_translated
Eitt dømi um slíka yvirregulering er GDPR lóggávan, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðani.
Has any Faroese voter asked for GDPR?
article_dagur_translated
Hevur nakar føroyskur veljari biðið um GDPR?
Do you know anyone outside the public administration or the consultancy industry who believes GDPR has been beneficial?
article_dagur_translated
Kenna tit nakran uttan fyri almennu umsitingina ella konsulentvinnuni, sum heldur, at GDPR hevur verið gagnlig?
According to Tech Monitor, GDPR costs about 8% of the profits of European companies.
article_dagur_translated
Sambært Tech Monitor, so kostar GDPR cirka 8% av vinninginum hjá europeiskum fyritøkum.
How many billions is that?
article_dagur_translated
Hvussu nógvar milliardir er tað?
Why on earth don't we try to avoid such things in the Faroe Islands?
article_dagur_translated
Hví í allari víðu verð royna vit ikki at sleppa undan slíkum í Føroyum?
Wanting to minimize bureaucracy does not mean being against welfare.
article_dagur_translated
Tað at vilja minimera bureaukrati, merkir ikki, at man er ímóti vælferð.
It is also not the case that less bureaucracy is a left-right question:
article_dagur_translated
Tað er heldur ikki so, at minni bureaukrati er ein vinstra høgra spurningur:
'We are crushed by state and laws. We are flayed by the sharp claw of taxes.'
article_dagur_translated
“Vi knuges under stat og love. Vi flås af skattens skarpe klo.”
Thus begins a stanza in the Danish translation of the international workers' anthem The Internationale.
article_dagur_translated
Soleiðis byrjar eitt ørindi í donsku umsetingini av altjóða arbeiðarasanginum Internationala.
Paternalism and usurious taxation are not something the labor movement historically fought for.
article_dagur_translated
Yvirformyndarí og okursskattur er ikki nakað, sum verkamannarørslan søguliga sæð arbeiddi fyri.
Nor should it be now.
article_dagur_translated
Tað burdi tað heldur ikki verið nú.
It sounds like a cliché, but I believe the public sector should take care of the elderly, the sick and the weak.
article_dagur_translated
Tað ljóðar sum ein floskul, men eg haldi at tað almenna skal taka sær av teimum gomlu, teimum sjúku og teimum veiku.
Furthermore, one must ensure that children are cared for and that the young receive a good free education.
article_dagur_translated
Harafturat so skal man syrgja fyri, at børn verða ansað, og at tey ungu fáa eina góða ókeypis útbúgving.
We know how much money we have to do good with.
article_dagur_translated
Vit vita, hvussu nógvir pengar, vit hava at gera gott við.
We spend almost a quarter of a million kroner per living person in the Faroe Islands on public expenditures — state and municipalities combined.
article_dagur_translated
Vit brúka næstan eina kvart millión per livandi mansbarn í Føroyum í almennum útreiðslum – land og kommunur tilsamans.
That is a huge amount, and I am convinced that if one were to reorganize the public sector today, one could create the world's most efficient society for the money.
article_dagur_translated
Tað er ein øgilig upphædd, og eg eri sannførdur um, at um um man inrættaði tað almenna av nýggjum í dag, so fekk man heimsins mest effektiva samfelag fyri pengarnar.
We have previously been good at creating effective public systems.
article_dagur_translated
Vit hava fyrr dugað væl at gjørt effektivar almennar skipanir.
We can mention our A-tax system, which has 40 years behind it.
article_dagur_translated
Vit kunnu nevna okkara A-skattaskipan, sum hevur 40 ár á baki.
But since then, successes have been few and far between.
article_dagur_translated
Men síðani tað, hevur tað verið langt ímillum snapsarnar.
It pains me that people talk about failing to care for the elderly in the Faroe Islands and that we need to raise the pension age to 70, while at the same time we establish new public institutions and councils.
article_dagur_translated
Tað fellir mær fyri bróstið, at man tosar um, at man hevur ringt við at klára at taka sær av teimum eldru í Føroyum, og at man noyðist at hækka pensiónsaldurin til 70 ár, samstundis sum vit seta nýggjar almennar stovnar og ráð á stovn.
Did anyone discuss feasibility when more money was allocated to supervisory authorities?
article_dagur_translated
Tosaði nakar um haldføri, tá man játtaði fleiri pengar til eftirlitsstovnar?
Did anyone discuss feasibility when the number of main councils was increased?
article_dagur_translated
Tosaði nakar um haldføri, tá man hækkaði talið av aðalráðum?
I do not remember that.
article_dagur_translated
Eg minnist tað ikki.
If one now raises the pension age to 70 with feasibility as the justification, then I expect that every single increase in public operating expenditures and every copied Danish or EU regulation will be reviewed with feasibility as the keystone.
article_dagur_translated
Tá man nú hækkar pensiónsaldurin til 70 ár við haldføri sum grundgeving, so vænti eg, at hvør einasta hækking í almennum rakstrarútreiðslum, og hvør einasti kopieraður danskur regul ella ES regul skal viðgerast við haldføri sum stavnhald.
We should have enough self-confidence to organize society more efficiently according to our own head.
article_dagur_translated
Vit eiga at hava nóg mikið av sjálvsáliti til at innrætta samfelagið meira effektivt eftir okkara egna høvdi.
We Faroese are quick to set high goals for ourselves in some areas.
article_dagur_translated
Vit føroyingar eru raskir at seta okkum høg mál á summum økjum.
We can look at sports, where we now aim as high as one can.
article_dagur_translated
Vit kunnu hyggja at ítrotti, har vit nú miðja so høgt sum man kann.
Our aquaculture industry is also world-class because it has set out to become so.
article_dagur_translated
Okkara alivinna er eisini í heimsflokki, tí tað hevur hon sett sær fyri at verða.
Fortunately, we are temperamentally inclined to laugh at each other if someone sets a goal to be the best in Europe or the best in the world.
article_dagur_translated
Vit eru tíbetur givin heimføðisliga at flenna eftir hvørju øðrum, um onkur setur sær sum mál at gerast best í Europa ella best í øllum heiminum.
So why can't we set ourselves the goal of having the best-managed welfare society in the world?
article_dagur_translated
Hví kunnu vit so ikki seta okkum sum mál at hava best rikna vælferðarsamfelag í heiminum?