en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The health professionals work as much as possible to keep the person with dementia at the center.
article_dagur_translated
Heilsustarvsfólkini arbeiða so mikið, sum til ber, við at hava persónin við demensi í miðdeplinum.
This means that it is most important to respect the person with dementia as an autonomous human being who participates in decisions about their own life, and that the person with dementia feels seen.
article_dagur_translated
Hetta merkir, at mest umráðandi er at virða persónin við demensi sum eitt sjálvstøðugt menniskja, sum er við til at taka avgerðir um egið lív, og at persónurin við demensi kennir seg sæddan.
It turns out to be difficult for relatives to speak freely about the real need.
article_dagur_translated
Tá vísir seg at vera torført hjá avvarðandi at tosa frítt um veruliga tørvin.
It becomes a recurring ethical dilemma to try to preserve normality, to respect the person with dementia, and for relatives to be forced to hide their own needs.
article_dagur_translated
Tað gerst ein afturvendandi etisk tvístøða at royna at varðveita normalitet, at virða persónin við demensi, og at avvarðandi noyðast at dylja egnan tørv.
Likewise, it is difficult to talk about heavy psychological experiences and conflicts that arise from the dementia disease.
article_dagur_translated
Somuleiðis er torført at tosa um tungar sálarligar upplivingar og tvístøður, sum standast av demenssjúkuni.
The conversation must be limited so that the person with dementia does not notice everything that is being talked about, and relatives must sneakily report how the situation is.
article_dagur_translated
Prátið má avmarkast soleiðis, at persónurin við demensi ikki varnast alt, sum tosað verður um, og avvarðandi mugu sníkja seg at fortelja, hvussu støðan er.
This can be imagined to become very exhausting for relatives.
article_dagur_translated
Hetta kann hugsast at gerast sera strævið fyri avvarðandi.
People with dementia are also often able themselves to hide and dampen the disease, and then it can be particularly difficult to be a relative when masking methods are used.
article_dagur_translated
Persónar við demensi duga eisini væl sjálvi at fjala og dempa sjúkuna, og tá kann vera serliga trupult at vera avvarðandi, tá maskeringshættir verða nýttir.
Therefore, at times those around must simply play along.
article_dagur_translated
Tí viðhvørt mugu onnur rundan um bara spæla við.
The master songwriter will perform songs from his large songbook at the Summer Festival in August.
article_dagur_translated
Meistarligi sangskrivarin fer at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum á Summar Festivalinum í august
That is how the Summer Festival describes it, when the new name for
article_dagur_translated
Soleiðis lýsir Summar Festivalurin tað, tá nýggja navnið til
It is a very well-known name in Faroese music: Kári Leivsson, better known as Kári P.
article_dagur_translated
Tað er eitt ógvuliga kent navn í føroyskum tónleiki: Kári Leivsson, betri kendur sum Kári P.
He is among the most respected and recognized Faroese folk singers and songwriters and has since the 1960s enriched the Faroese music scene and society at large with songs, releases and performances.
article_dagur_translated
Hann er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar og hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum, útgávum og framførslum.
In the early seventies songs such as "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" and "Mitt í eini meining" were released on EPs by Debess & Petersen.
article_dagur_translated
Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen.
In 1978 Kári P emerged as a soloist with the notable release Vælferðarvísur.
article_dagur_translated
Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni Vælferðarvísur.
In 1991 he released the excellent album "Hinumegin Ringvegin."
article_dagur_translated
Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin".
Kári P has given us songs such as "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" and others.
article_dagur_translated
Kári P hevur givið okkum sangir sum "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" og fleiri.
He is a masterful poet and observer and has, with crafted words and catchy tunes, given Faroese people one musical gem after another.
article_dagur_translated
Hann er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir.
Thus there is a large selection of songs that so many Faroese people know that the harbour man can take with him to Klaksvík late in the summer: songs from his large songbook.
article_dagur_translated
Tað er harvið eitt stórt úrval av sangum, sum so nógvir føroyingar kenna, sum havnarmaðurin kann taka við sær til Klaksvíkar seint í summar: Sangir úr stóra sangskatti sínum.
The year 2024 proved successful for both the company and the customers of Pf. insurance company LÍV.
article_dagur_translated
Árið 2024 royndist væl –hjá bæði felagnum og kundunum hjá Pf. Tryggingarfelagnum LÍV.
The financial market performed well in 2024, as it also did in 2023.
article_dagur_translated
Fíggjarmarknaðurin háttaði sær væl í 2024, sum hann eisini gjørdi í 2023.
The company achieved a total return on investment assets of approximately 356.5 million kroner.
article_dagur_translated
Felagið fekk eitt samlað avkast av íløguognunum upp á góðar 356,5 milliónirkrónur.
Customers with market-rate products received returns between 6.82 and 19.08 percent.
article_dagur_translated
Kundar við marknaðarretnu fingu eitt avkast millum 6,82 og 19,08 prosent.
The return depends on which risk the customer has chosen.
article_dagur_translated
Avkastið er tongt at, hvørjum váða kundin hevur valt.
Customers with the most conservative risk profile received a return of 6.82 percent, while customers with equity-heavy allocations received a return of 19.08 percent.
article_dagur_translated
Kundar við varnasta váðanum fingu eitt avkast upp á 6,82 prosent, meðan kundar við partabrøvum burturav fingu eitt avkast upp á 19,08 prosent.
The average customer aged 15 years up to retirement age received a return of 10.20 percent.
article_dagur_translated
Miðalkundin við 15 árum upp til eftirlønaraldur fekk eitt avkast upp á 10,20 prosent.
Customers with average risk at LÍV received a somewhat better return after tax than comparable customers at the Danish pension companies.
article_dagur_translated
Kundar við miðal váða hjá LÍV fingu eitt nakað betri avkast enn samsvarandi kundin hjá donsku eftirlønarfeløgunum eftir skatt.
The company is pleased about that.
article_dagur_translated
Tað fegnast felagið um.
Premiums for pensions and insurance amounted to a good 453 million kroner.
article_dagur_translated
Inngjøldini til eftirlønir og tryggingar vóru góðar 453 milliónir krónur.
This is the highest to date.
article_dagur_translated
Tað hægsta higartil.
Premium growth compared with 2023 was about 9.2 percent.
article_dagur_translated
Inngjaldsvøksturin í mun til 2023 var upp á umleið 9,2 prosent.
The trend in customer acquisition and premium income has laid the foundation for the company to reduce the management fee for customers with market-rate products.
article_dagur_translated
Gongdin í kundatilgongd og inngjaldi hevur lagt lunnar undir, at felagið lækkaði umsitingarkostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu.
The management fee was reduced from 3 percent of premiums to 2.5 percent effective 1 January 2025.
article_dagur_translated
Umsitingarkostnaðurin lækkaði úr 3 prosentum av inngjaldinum niður í 2,5 prosent frá 1. januar 2025.
With the continuity that more shoulders share the burden, the owners of the company should benefit.
article_dagur_translated
Samhaldsfesti við, at fleiri herðar bera byrðuna, skal koma kundunum, sum eiga felagið, tilgóðar.
Therefore the management fee for customers with market-rate products will be reduced once again, effective 1 January 2025, says Jan Jakobsen, CEO of insurance company LÍV.
article_dagur_translated
Tí verður umsitingarkostnaðurin hjá kundum við marknaðarrentu enn eina ferð lækkaður við virknaði frá 1. januar 2025, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.
Now that we have entered 2025, some dark clouds are looming over the financial market.
article_dagur_translated
Nú vit eru farin inn í 2025, reka nøkur svørt skýggj uppi yvir fíggjarmarknaðinum.
Uncertainty is greater than usual, and a potential trade war between several of the world's major economies threatens.
article_dagur_translated
Óvissan er størri enn vanligt, og eitt møguligt handilskríggj millum fleiri av stóru búskapunum í heiminum hóttir.
This creates uncertainties, which are reflected in the financial market in the first months of 2025.
article_dagur_translated
Hetta skapar óvissur, og tað sæst aftur á fíggjarmarknaðinum fyrstu mánaðirnar í 2025.
Below are key figures for the accounts for 2024, which were approved at the annual general meeting on 30 April 2025:
article_dagur_translated
Niðanfyri síggjast lyklatøl fyri roknskapin fyri 2024, sum bleiv góðkendur á aðalfundinum 30. apríl 2025:
Insurance premiums 453.3
article_dagur_translated
Tryggingargjøld 453,3
Paid benefits 162.8
article_dagur_translated
Útgoldnar veitingar 162,8
Investment return 353.0
article_dagur_translated
Úrslit av íløguvirksemi 353,0
Profit after tax 12.7
article_dagur_translated
Úrslit eftir skatt 12,7
Equity 185.7
article_dagur_translated
Eginognin 185,7
Total assets 4,675
article_dagur_translated
Samlaðar ognir 4.675
At the annual general meeting on 30 April, Hanna í Horni (vice chairwoman), Kári Petersen, Súni Selfoss and Árni Arge were re-elected.
article_dagur_translated
Á aðalfundinum 30. apríl blivu Hanna í Horni (næstforkvinna), Kári Petersen, Súni Selfoss og Árni Arge afturvald.
The chairman of the board, Høgni Olsen, had announced that he would not stand for re-election.
article_dagur_translated
Nevndarformaðurin, Høgni Olsen, hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali.
In his place, Árni Ellefsen was elected.
article_dagur_translated
Í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur.
The company thanks Høgni Olsen for the effort he has put in over the past eight years as chairman of the board, and likewise congratulates Árni Ellefsen on his election.
article_dagur_translated
Felagið takkar Høgna Olsen fyri innsatsin, sum hann hevur lagt eftir seg seinastu átta árini sum nevndarformaður í felagnum, og somuleiðis ynskir felagið Árna Ellefsen til lukku við valinum.
Pf. LÍV life and pension insurance company also held its annual general meeting on 30 April 2025.
article_dagur_translated
Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið hevði eisini aðalfund 30. apríl 2025.
Re-elected were Finn Danberg, who continues as chairman of the board, Gunnleyg Árnafjall, who continues as vice chairwoman, while Kári Petersen and Árni Arge were re-elected as board members.
article_dagur_translated
Afturvald blivu Finn Danberg, sum heldur fram sum nevndarformadur, Gunnleyg Árnafjall, sum heldur fram sum næstforkvinna, meðan Kári Petersen og Árni Arge blivu afturvaldir sum nevndarlimir.
Høgni Olsen did not stand again, and in his place Árni Ellefsen was elected.
article_dagur_translated
Høgni Olsen stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur.
LÍV 3 is a closed scheme company that does not establish new pension agreements.
article_dagur_translated
LÍV 3 er eitt avtøkufelag, sum ikki stovnar nýggjar eftirlønaravtalur.
The company has insurance agreements with benefit guarantees that the Faroese Government guarantees.
article_dagur_translated
Felagið hevur tryggingaravtalur við veitingartrygd, sum Føroya Landsstýri veðheldur fyri.
The company had a good 2024.
article_dagur_translated
Felagið hevði eitt gott 2024.
The result of the investment activities produced a return of just under 214 million kroner.
article_dagur_translated
Úrslitið av íløguvirkseminum gav eitt avkast upp á knappar 214 milliónir krónur.
The company has investment assets of approximately 1.978 billion kroner.
article_dagur_translated
Felagið hevur íløguognir fyri umleið 1,978 milliardir krónur.
The company had a result of 126.4 million kroner after tax.
article_dagur_translated
Felagið hevði eitt úrslit upp á 126,4 milliónir krónur eftir skatt.
Total insurance premiums for existing insurance agreements were 37.3 million kroner in 2024.
article_dagur_translated
Samlaðu tryggingarinngjøldini fyri verandi tryggingaravtalur vóru 37,3 milliónir krónur í 2024.
Based on the company's obligation to pay benefits to the policyholder, the parent company has negative equity of 479.4 million kroner at the end of 2024.
article_dagur_translated
Grundað á veitingarskylduna hjá felagnum mótvegis tryggingartakaranum hevur móðurfelagið eina negativa eginogn upp á 479,4 milliónir krónur við árslok 2024.
When the media speak with the police shift supervisor every morning to get information about what they have done and experienced in the past day, it is most often about drivers who have driven too fast, who have not fastened their children in safety seats, or who drive with faulty lights.
article_dagur_translated
Tá miðlarnir hvønn morgun tosa við vaktleiðaran hjá løgregluni fyri at fáa kunning um, hvat tey hava gjørt og upplivað hetta seinasta samdøgrið, so er tað sum oftast talan um bilførarar, sum hava koyrt ov skjótt, ikki spent børn síni fast í trygdarseðlarnar ella koyra við lyktafeilum.
Occasionally, the media can report more dramatic incidents, such as theft, burglary, and vandalism.
article_dagur_translated
Onkra hendinga ferð, kunnu miðlarnir fortelja um meira dramatisk hendingar, so sum stuldur, innbrot og herverk.
This morning there was only a report about people who have behaved in violation of the so-called order regulations for Tórshavn, what was formerly called police ordinances.
article_dagur_translated
Í morgun var einans fráboðan um fólk sum hava uppført seg í stríð við sokallaðu skilhaldsreglarnar fyri Havnina, tað, sum fyrr var rópt politiviðtøkurnar.
Just before 2 p.m. yesterday, a company reported that it had been disturbed by a person who had entered the service area and disrupted them in performing their work.
article_dagur_translated
Beint fyri klokkan 14 í gjár komu boð frá eini fyritøku, sum var órógvað av einum persóni, sum var komin innar í avgreiðsluna og órógvaði tey í at útføra sítt arbeiði.
When the police arrived at the scene, the person had left.
article_dagur_translated
Tá løgreglan kom á staðið, var persónurin farin aftur.
But the person is known to the police, they located him, and gave him a warning under the order regulations, which is the same as a fine of 1,500 kroner.
article_dagur_translated
Men viðkomandi er kendur, løgreglan fram til hann, og gav honum eina heilsu fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum er tað sama sum ein bót á 1.500 krónur.
An hour later the same company called the police station again and complained about the same person.
article_dagur_translated
Ein tíma seinni ringdi sama fyritøka aftur á politistøðina og gramdi seg um sama persón.
Thus that person received two warnings from the police yesterday and now faces a total fine of 3,000 kroner.
article_dagur_translated
So tann persónurin fekk tvær heilsanir frá løgregluni í gjár, og stendur nú at skula rinda tilsamans 3.000 krónur í bót.
Around 4 p.m. there were reports that a drunk person was lying unconscious in the city center.
article_dagur_translated
Umleið klokkan 16 komu boð um at ein drukkin persónur lá avdottin í miðbýnum.
The police went to the scene, found the person sitting peacefully on a bench, and took no further action in the matter.
article_dagur_translated
Løgreglan fór á staðið, fann persónin sita friðaligur á einum beinki, og gjørdi ikki meira við tað málið.
Just after 5 p.m. a care home in Tórshavn reported being disturbed by a drunk person who had entered the facility.
article_dagur_translated
Beint eftir klokkan 17 kom boð frá einum røktarheimi í Havn, sum var órógvað av einum fullum persóni, sum var komið inn í heimið.
The police went to the scene to get the person and drove him home.
article_dagur_translated
Løgreglan fór á staðið eftir viðkomandi og koyrdi hann til hús.
At about 11 p.m. last night there were again reports of a person who, drunk, had fallen asleep outside the lavatories in Steinatún.
article_dagur_translated
Um 23 tíðina í gjárkvøldið komu aftur boð um ein persón, sum í fyllskapi var sovnaður uttan fyri vesini í Steinatúni.
The police investigated the case and had the Tórshavn fire brigade move the person to 'Herbergið' (the Shelter).
article_dagur_translated
Løgreglan kannaði málið, og fekk sløkkiliðið í Havn at flyta viðkomandi á Herbergið.
And at about half past two this night there was again an intoxicated person causing a disturbance.
article_dagur_translated
Og klokkan hálvgun trý í nátt var aftur ein “berúsari”, sum gjørdi um seg.
In this case it was a drunk woman who had come onto the doorstep of a residence without having anything to do with the residents there.
article_dagur_translated
Í hesum føri var talan um eina drukna kvinnu, sum var komin á gátt á einum bústaði uttan at hava nakað við búfólkini har at gera.
The police went to the scene after the unfamiliar woman.
article_dagur_translated
Løgreglan kom á staðið eftir fremmandu kvinnuni.
They took her to the police station to sleep off her intoxication.
article_dagur_translated
Tók hana við sær á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.
When she wakes up in the morning she will also receive a warning for having violated the order regulations, the police shift supervisor reports.
article_dagur_translated
Tá hon vaknar einaferð út á fyrrapartin fær hon eisini eina heilsan fyri at hava brotið seg móti skilhaldsreglunum, uppl´hysir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Eirikur í Jákupsstovu, Minister of Social and Cultural Affairs, participated in his first Nordic ministers' meeting, MR-K, which was held with ceremonial circumstances at the National Library in Helsinki, Finland.
article_dagur_translated
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almanna- og mentamálum luttók á sínum fyrsta norðurlendska ráðharrafundinum, MR-K, sum varð hildin undir stásiligum umstøðum á tjóðbókasavninum í Helsinki í Finnlandi.
At the meeting they particularly discussed preparedness and protection of culture and cultural heritage in crisis situations, and how the Nordic countries can cooperate on this — especially with regard to skills development and education related to preparedness, and how the countries work with the UNESCO convention on ...
article_dagur_translated
Á fundinum varð serliga tosað um tilbúgving og verju av mentan og mentanararvi í kreppustøðum, og hvussu norðurlond kunnu samstarva um hetta – serliga við atliti at førleikamenning og útbúgving, tá ið tað kemur til tilbúgving, og hvussu londini arbeiða við UNESCO sáttmálanum um verju av mentanarvirðum.
The minister pointed out that everything countries do to strengthen culture, the arts and language strengthens national cohesion and the people of a country.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin vísti á, at alt, ið lond gera til tess at styrkja mentan, list og mál, styrkir tjóðarsamleikan og fólkið í einum landi.
- We all know the importance culture had during the coronavirus pandemic.
article_dagur_translated
- Vit vita øll, hvønn týdning mentanin hevði undir korona.
We live in a time of fake news, where the Faroese language — and other smaller languages — are being pressured, and it is also difficult to distinguish between what is true and what is false.
article_dagur_translated
Vit liva í einari tíð við falstíðindum, har føroyska málið – og onnur smærri mál – verða trýst, og torført er eisini at skilja ímillum, hvat er rætt, og hvat er skeivt.
Therefore the government supports Nordic preparedness in language, culture and cultural heritage, and a Nordic joint initiative aimed at distributing good Nordic public service content across the Nordic countries, says Eirikur í Jákupsstovu.
article_dagur_translated
Tískil stuðlar landsstýrið norðurlendskari tilbúgving innan mál, mentan og mentanararv, og einum norðurlendskum felags átaki, ið hevur til endamáls at breiða gott norðurlendskt public service tilfar út um norðurlond, sigur Eirikur í Jákupsstovu
- This is something the Danish Minister of Culture proposed in a letter to the Nordic Ministers of Culture, and which all the ministers agreed to.
article_dagur_translated
- Hetta er nakað, ið danski mentamálaráðharrin í skrivi til norðurlendsku mentamálaráðharrarnar hevur skotið upp, og sum allir ráðharrarnir tóku undir við.
The minister also pointed out that it is important that Nordic public service content be made available in the smaller languages of the Nordic countries, writes the Ministry of Social and Cultural Affairs.
article_dagur_translated
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at tað er av týdningi, at norðurlendskt public service tilfar verður týtt til tey smærru málini í norðurlondum, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
There will be a party atmosphere at G!, and the festival announces today four names, all of whom have something to do with electronic music, one way or another.
article_dagur_translated
Veitslurómur skal vera á G!, og festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum øll hava okkurt við elektroniskan tónleik at gera, so ella so.
Anamē is an old Nordic word meaning to adapt.
article_dagur_translated
Anamē er gamalt norðurlendskt orð, ið merkir at tillaga.
This is also the DJ name of Swedish Marcus Schössow and Norwegian Thomas Sagstad.
article_dagur_translated
Hetta er eisini DJ navnið hjá svenska Marcus Schössow og norska Thomas Sagstad.
They travel around the globe DJing at all kinds of big parties, both in clubs and at festivals.
article_dagur_translated
Teir ferðast kring knøttin og diska í alskyns veldigum veitslum, bæði í klubbum og á festivalum.
The sound is characterized by emotional tracks and driving house music.
article_dagur_translated
Ljóðið er eyðkent við kenslubornum løgum og framfýsnum hústónleiki.
Although three people will be on stage, you should count it as two, or just one if you prefer.
article_dagur_translated
Hóast tað fara at standa trý fólk á palli, so skalt tú telja upp í tvey, ella bara eitt um tú vilt.
This will be a major moment, with two different acts, one being a duet and the other a soloist.
article_dagur_translated
Hettar verður ein stór løta, við tveimum ymiskum nøvnum, har annað er ein duett og hitt ein solistur.
DJ 2xSlay are both women, Barbara and Sólja, who look like day and night, and they play a variety of music that matches their appearances, but all of it is exactly what you hope to hear at a party.
article_dagur_translated
DJ 2xSlay eru tær báðar, Barbara og Sólja, sum síggja út sum dagur og nátt, og tær spæla líka ymiskan tónleik sum tær síggja út, men alt er sovorið tú vónar at hoyra í eini veitslu.
And the other is Trygvi, who over time has become one of the most well-known DJs in the Faroese nightlife, perhaps best known for his remixes of Faroese classics that always get everyone to reach the highest peaks of party energy.
article_dagur_translated
Og hin er Trygvi, sum eftir hondini er vorðin ein av kendastu diskarunum í føroyska náttarlívinum, har hann kanska er mest kendur fyri síni endurmiks av føroyskum klassikkarum, sum altíð fær øll at raka hægstu tindar í veitsluhøpi.
We will also borrow some foreign words and concepts: Sound System.
article_dagur_translated
Vit fara líka at læna nøkur útlendsk orð og hugtøk: Sound System.
Reggae.
article_dagur_translated
Reggae.
Dub.
article_dagur_translated
Dub.
Dancehall.
article_dagur_translated
Dancehall.