en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Vinyl.
article_dagur_translated
Vinyl.
If you recognize this combination of words, you already understand what kind of performance it will be, and you can already feel the bass in your stomach and want to sway to the music.
article_dagur_translated
Kennir tú hesa samanseting av orðum, tá skilur tú longu hvat slag av framførslu talan er um, og tú følir longu bassin í búkinum og fært hug at vagga í takt við tónleikin.
This is about the DJ Sandavágur Soundsystem, who uses vinyl records and will DJ with reggae and dub music.
article_dagur_translated
Talan er um diskara, Sandavágur Soundsystem, sum brúkar vinylplátur, og hann fer at diska við reggae og dub tónleiki.
The bass will be loud and you will very likely sway along to the infectious rhythm.
article_dagur_translated
Bassurin verður hart frá og tú fert heilt sikkurt at vagga við til tølandi stevið.
For the past two years many have stood and danced silently at G!.
article_dagur_translated
Seinastu tvey árini hava nógv staðið og dansa í stillum á G!.
It has looked strange because no music could be heard.
article_dagur_translated
Tað hevur sæð løgið út, tí eingin tónleikur hevur verið at hoyrt.
But people have smiled and laughed and sung and chanted, often to completely different songs at the same time, and they have worn colorful headphones.
article_dagur_translated
Men fólkini hava smílst og flent og hava sungið og skrálað, men ofta púra ymisk løg samstundis, og tey hava verið ílatin litfagrar oyrabúffar.
This has been for the Silent Disco Club, which we and you are very happy about, and which we have succeeded in bringing back on the lineup this year!
article_dagur_translated
Hettar hevur verið til Silent Disco Club, sum vit og tit eru so sera glað fyri, og sum tað hevur eyðnast okkum at fáa á skrá aftur í ár!
This time it will be done a bit more elaborately and they will bring even more headphones with them.
article_dagur_translated
Hesuferð verður gjørt eitt sindur meira burturúr og teir hava enn fleiri oyrabúffar við sær.
G! Festival will take place from July 17 to 19.
article_dagur_translated
G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli.
Friedrich Merz did not succeed in being elected German chancellor in the first round.
article_dagur_translated
Tað eydnaðist ikki hjá Friedrich Merz at verða valdur sum týskur samveldiskanslari í fyrsta umfari.
Very unexpectedly, he did not receive enough votes when the vote was held in the German Bundestag this morning.
article_dagur_translated
Sera óvæntað fekk hann ikki nóg mikið av atkvøðum, tá atkvøðugreiðsla var í týska tjóðartinginum fyrrapartin.
He needed 316 votes, which is the minimum threshold to be elected chancellor.
article_dagur_translated
Hann skuldi hava 316 atkvøður, sum er minsta mark fyri at verða valdur til kanslara.
But only 310 members of the Bundestag voted for him, Reuters writes.
article_dagur_translated
Men tað vóru einans 310 tjóðartingslimir, sum atkvøddu fyri honum, skrivar Reuters.
According to the German outlet Spiegel, it has never before happened that a chancellor candidate failed to get enough votes after coalition negotiations had otherwise been concluded.
article_dagur_translated
Sambært týska miðlinum Spegel, er tað aldri fyrr hent, at tað ikki er eydnast einum kanslaravalevni at fáa nóg mikið av atkvøðum eftir at samgongusmráðingarnar annars vóru komnar upp á pláss.
The German news agency DPA calls the result a 'humiliation' of the chancellor candidate.
article_dagur_translated
Týska tíðindastovan DPA kallar úrslitið fyri eina “vanvirðing” av kanslaravalevninum.
DPA reports that last night a large farewell event was held for outgoing chancellor Olaf Scholz, but that he will continue in office until a new chancellor is found.
article_dagur_translated
DPA greiðir frá, hvussu tað í gjárkvøldið varð hildið eitt stórsligið fráfaringarhald fyri fráfarandi samveldiskanslaranum, Olaf Scholz, men at hann nú skal halda fram í embætinum til nýggjur kanslari er funnin.
Friedrich Merz, leader of the conservative parties CDU/CSU, has reached a coalition agreement with the Social Democratic Party (SPD).
article_dagur_translated
Friedrich Merz, leiðari fyri konservativu flokkarnar CDU/CSU hevur gjørt eina samgonguavtalu við sosialdemokratiska SPD-flokkin.
The coalition holds a total of 328 seats in the Bundestag, and therefore the disappointment is great for Merz today.
article_dagur_translated
Samgongan hevur tilsamans 328 sessir í samveldisdegnum, og tí er vónbrotið stórt hjá Merz í dag.
The Bundestag now has a 14-day deadline to elect Merz or another candidate for chancellor.
article_dagur_translated
Samveldisdagurin hevur nú eina freist á 14 dagar at velja Merz, ella eitt annað valevni til kanslara.
The German election was in February.
article_dagur_translated
Týska valið var í februar.
Then the CDU together with its Bavarian sister party CSU received 28.6 percent of the votes and the conservatives became the largest in the Bundestag.
article_dagur_translated
Tá fekk CDU saman við bayeriska systirflokkinum CSU 28,6 prosent av atkvøðugreiðslunum og tey konservativu gjørdust størst í samveldisdegnum.
The second-largest party became the far-right Alternative for Germany (AfD), which received 20.8 percent of the votes, a doubling compared to the 2021 election.
article_dagur_translated
Næststørstiflokkur gjørdist víðgongdi høgraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD), sum fekk 20,8 prosent av atkvøðunum, sum var ein tvífalding í mun til valið í 2021.
Outgoing chancellor Olaf Scholz and his party SPD received 16.4 percent of the votes — the worst result in the history of the Social Democratic Party in Germany, Ritzau writes.
article_dagur_translated
Fráfarandi samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og hansara flokkur SPD, fingu 16,4 prosent av atkvøðunum – ringasta valið í søguni hjá sosialdemokratiska flokkinum í Týsklandi, skrivar Ritzau.
On Saturday, May 10, the national convention of the Social Democratic Party will be held in the new main hall at Tjarnir.
article_dagur_translated
Leygardagin 10. mai verður landsstevna Javnaðarfloksins í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
Aksel V. Johannesen will present the chairman's report.
article_dagur_translated
Aksel V. Johannesen flytur fram formansfrágreiðing.
Guest speakers will be Kristrún Frostadóttir, Prime Minister of Iceland and chairwoman of the Icelandic Social Democratic Party, and Kaare Dybvad Bek, Danish minister for immigration and integration.
article_dagur_translated
Gestarøðarar verða Kristrún Frostadóttir, forsætisráðkvinna Íslands og forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, og Kaare Dybvad Bek, danskur ráðharri við útlendinga- og integratiónsmálum.
It will begin at 9 in the morning.
article_dagur_translated
Byrja verður kl. 9 á morni.
In the evening there will be a banquet with dining, entertainment, and dancing.
article_dagur_translated
Um kvøldið verður veitsla við borðhaldi, undirhaldi og dansi.
Last Saturday the cruise ship Ultramarine from Quark Expeditions sailed past Funningur.
article_dagur_translated
Seinasta leygardag legði ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Expeditions leiðina framvið Funningi.
Passengers and crew were taken ashore by high-speed inflatable boats, where the local cruise team was ready to receive the guests.
article_dagur_translated
Ferðafólk og manning vórðu førd í land við skjóttgangandi gummibátum, har lokala cruisetoymið vóru klár at taka ímóti gestunum.
The visit was very successful for all parties, says Runavík Harbour.
article_dagur_translated
Vitjanin var væl eydnað fyri allar partar, sigur Runavíkar havn.
The villagers in Funningur, together with Runavík Harbour and Visit Runavík, prepared the visit and organized various local experiences.
article_dagur_translated
Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum.
The representative company for Ultramarine in the Faroe Islands is Faroe Ship.
article_dagur_translated
Umboðsfelag hjá Ultramarine í Føroyum er Faroe Ship.
The next ship will arrive at Funningur on Saturday, July 4, 2025.
article_dagur_translated
Næsta skip kemur til Funnings leygardagin 4. juli 2025.
After consultations with both the European Broadcasting Union (EBU) and DR, the Faroese Broadcasting Corporation has obtained the rights to co-broadcast the Eurovision Song Contest 2025 together with DR.
article_dagur_translated
Eftir samráðingar við bæði European Broadcasting Union (EBU) og DR hevur Kringvarpið fingið rættindini til at samsenda Eurovision Song Contest 2025 saman við DR.
The broadcaster will show both semi-finals on Tuesday 13 May and Thursday 15 May respectively, and then the final on Saturday evening 17 May.
article_dagur_translated
Kringvarpið vísir báðar hálvfinalurnar ávikavist týskvøldið 13. mai og hóskvøldið 15. mai og síðani finaluna leygarkvøldið 17. mai.
The Eurovision Song Contest is the largest and oldest music competition in the world.
article_dagur_translated
Eurovision Song Contest er størsta og elsta tónleikakapping í heiminum.
This year the European song contest will be broadcast live from Basel in Switzerland with participants from a total of 37 countries.
article_dagur_translated
Evropasangkappingin verður í ár send beinleiðis úr Basel í Sveis við luttakarum úr í alt 37 londum.
Only 10 of the total 15 countries that present their song in the first semi-final will advance to the big final on Saturday evening.
article_dagur_translated
Bara 10 av í alt 15 londum, ið presentera sín sang í fyrru hálvfinaluni, fara víðari til ta stóru finaluna leygarkvøldið.
In the second semi-final on Thursday it will be decided whether Denmark will be allowed to participate in the grand final on Saturday.
article_dagur_translated
Í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið verður avgjørt, um Danmark sleppur at luttaka í stóru finaluni leygardagin.
This year Denmark's representative is the Faroese singer Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, known by the stage name Sissal.
article_dagur_translated
Í ár er umboðið fyri Danmark føroyska sangarinnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við listanavninum Sissal.
She will take the stage with the song "Hallucination."
article_dagur_translated
Hon fer á pallin við sanginum Hallucination.
Two employees from the broadcaster are traveling to Basel: Rúni Jákupsson, a program staff member, and Gestur Janusarson Lómstein, a photographer.
article_dagur_translated
Tvey starvsfólk úr Kringvarpinum leggja leiðina til Basel, tað eru Rúni Jákupsson, programmfólk, og Gestur Janusarson Lómstein, fotografur.
They will ensure that Faroese people receive the latest news from Basel with segments, radio interviews, and articles on the broadcaster's website.
article_dagur_translated
Teir tryggja, at føroyingar fáa feskastu tíðindini úr Basel við innsløgum, samrøðum í útvarpinum og greinum á heimasíðu Kringvarpsins.
The broadcaster will air all three Eurovision evenings live on television.
article_dagur_translated
Øll trý kvøldini við Eurovision sendir Kringvarpið beinleiðis í sjónvarpinum.
First semi-final: Tuesday 13 May, at 20:00.
article_dagur_translated
Fyrra hálvfinala: Týsdag 13. mai, kl. 20
Second semi-final: Thursday 15 May, at 20:00.
article_dagur_translated
Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 15. mai kl. 20
Final: Saturday evening 17 May, at 20:00.
article_dagur_translated
Finala: Leygarkvøldið 17. mai kl. 20
Faroese viewers can follow all three Eurovision evenings while Gunnar Nolsøe provides commentary.
article_dagur_translated
Føroyingar kunnu fylgja við øll trý Eurovision-kvøldini, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá.
The broadcaster receives the signal from DR without the Danish commentator.
article_dagur_translated
Kringvarpið fær signal úr DR uttan danska viðmerkjaran.
However, Danish subtitles will appear when English is spoken in the broadcast.
article_dagur_translated
Tó verða danskir undirtekstir, tá ið tað verður tosað enskt í sendingini.
A large Faroese invasion will take place in England later this month, when as many as 21 concerts featuring Faroese musicians will be held there over four days.
article_dagur_translated
Ein stór føroysk innrás verður í Onglandi seinni í hesum mánaðinum, tá heili 21 konsertir verða við føroyskum tónlistafólkum har í fýra dagar.
"One of the biggest cultural initiatives we have ever undertaken abroad," says the director of Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
article_dagur_translated
"Eitt av teimum størstu mentanarátøkunum, vit nakrantíð hava framt uttanlands," sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
As previously announced, eight Faroese musicians and bands are soon on their way to The Great Escape festival to play concerts and impress the international music industry and English audiences.
article_dagur_translated
Sum áður fráboðað eru átta føroysk tónlistafólk og -bólkar skjótt á veg til The Great Escape festivalin fyri at spæla konsertir og imponera altjóða tónleikavinnuna og enskar áskoðarar.
All the musicians will play two concerts each in Brighton, and it has now been confirmed that there will be three concerts in the well-known record shop run by the label Bella Union (which among others represents Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant, and others).
article_dagur_translated
Øll tónlistafólkini fara at spæla tvær konsertir hvør í Brighton, umframt at tað nú er staðfest, at tað verða tríggjar konsertir í víðagitna plátuhandlinum hjá útgávufelagnum Bella Union (sum m.a. umboðar Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant m.o.).
As if that were not enough, we are also pleased to announce that there will be three Faroese concerts in London on May 19, just two days after The Great Escape.
article_dagur_translated
Sum um tað ikki var nóg mikið, eru vit harumframt eisini fegin um at kunna boða frá, at tað verða tríggjar føroyskar konsertir í London tann 19. mai, bert tveir dagar eftir The Great Escape.
The concerts will be held at Colours Hoxton in the popular Shoreditch area.
article_dagur_translated
Konsertirnar verða hildnar á Colours Hoxton í tí vælumtókta Shoreditch økinum.
Alongside the three concerts there will be a reception to which many people from the international music industry are invited, and ticket-buying audience members will also participate.
article_dagur_translated
Saman við teimum trimum konsertunum verður ein móttøka, har nógv fólk úr altjóða tónleikavinnuni verða boðin, umframt at áskoðarar, sum keypa atgongumerki luttaka.
Altogether, all these events total 21 concerts.
article_dagur_translated
Í alt telja øll hesi átøk 21 konsertir.
- This is incredibly exciting.
article_dagur_translated
- Hetta er ótrúliga spennandi.
It is difficult to measure what one can call large-scale initiatives when it comes to culture, but this must be said to be one of the largest Faroese cultural initiatives ever carried out abroad — at least in music.
article_dagur_translated
Hetta er torført at máta, hvat ein kann rópa stór átøk, tá ið tað snýr seg um mentan, men hetta má sigast at vera eitt av teimum størstu føroysku mentanarátøkunum, sum nakrantíð eru framd uttanlands – í øllum førum innan tónleik.
- When we also know that the Faroe Islands are very well represented at Classical:Next in Berlin in the same week, and that Faroese Sissal will participate in the Eurovision final on the same days, this is undoubtedly a huge week for Faroese music export, says the director of Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
article_dagur_translated
- Tá vit eisini vita, at Føroyar eru sera væl umboðaðar á Classical:Next í Berlin í somu viku, umframt at føroyska Sissal skal vera við í finaluni í Eurovision somu dagar, er hetta uttan iva ein risastór vika fyri føroyskan tónleikaútflutning, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.
Those who will perform in England are Eivør, Tamara Mneney, Jazzygold, Aggrasoppar, Elinborg, Silvurdrongur, Ragnar Finsson and Joe & The Shitboys.
article_dagur_translated
Tey, sum fara at framføra í Onglandi, eru Eivør, Tamara Mneney, Jazzygold, Aggrasoppar, Elinborg, Silvurdrongur, Ragnar Finsson og Joe & The Shitboys.
In addition to the musicians who will play, a delegation with representatives from the Faroese music industry will travel to England to get the most out of these events.
article_dagur_translated
Aðalframt tónlistafólkini, sum spæla, fer ein sendinevnd við umboðum úr føroysku tónleikavinnuni til Onglands fyri at fáa sum mest burturúr hesum átøkunum.
The Great Escape festival will be held between May 15 and 17, and the concerts in London will be on May 19.
article_dagur_translated
The Great Escape festivalurin verður hildin millum 15. og 17. mai, og konsertirnar í London verða 19. mai.
Tickets are now available for all the concerts.
article_dagur_translated
Atgongumerki eru nú tøk til allar konsertirnar.
On Saturday evening, May 10, Deiggj has a concert at the Stóra Pakkhús in Vágur.
article_dagur_translated
Leygarkvøldið 10. mai hevur Deiggj konsert Stóra Pakkhús í Vági.
Deiggj originated in Tvøroyri in the autumn of 1981 when the band was founded.
article_dagur_translated
Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá tónleikabólkurin varð settur á stovn.
All these years Deiggj has been a very active band, and has played both abroad and in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur, og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum.
They are known for especially playing songs by Uriah Heep, but they also play their own material, which they have released.
article_dagur_translated
Teir eru kendir fyri at spæla serliga løg hjá Uriah Heep, men spæla eisini egið tilfar, sum teir eisini hava givið út.
In 2023 Deiggj released an LP and album called "Tíð."
article_dagur_translated
Í 2023 gav Deiggj út LP og fløgu ið kallast “Tíð”.
Deiggj will play their own material, mostly from the new release "Tíð" and from the album "Stormávaring," as well as singles that Deiggj have released over the years.
article_dagur_translated
Deiggj fara at spæla egið tilfar, mest frá nýggju útgávuni ”Tíð” og av plátuni “Stormávaring” og eisini stakløg, ið Deiggj hevur givið út gjøgnum tíðirnar.
There will be an opportunity to purchase the new LP/album "TÍÐ."
article_dagur_translated
Møguleiki verður at ogna sær nýggju lp/fløguna “TÍД.
The concert lasts about one hour and the Pakkhús is open afterwards until 11:00 PM.
article_dagur_translated
Konsertin varir umleið ein tíma og Pakkhúsið er opið aftaná til kl 23.
The concert, which starts at 8:00 PM, is organized by Summartónar.
article_dagur_translated
Tað er Summartónar sum skipa fyri konsertini, sum byrjar kl 20.
Last week there was some back-and-forth words and writing, especially between Landsbankin and the Prime Minister's Office.
article_dagur_translated
Í síðstu viku var nakað av orðadrátti og skriving aftur og fram millum serliga Landsbankan og Løgmansskrivstovuna.
There was disagreement about which figures related to the Suðuroy Tunnel were correct and moreover about how they should be used and emphasized.
article_dagur_translated
Ósemja var um, hvørji tøl í sambandi við Suðuroyartunnilin vóru røtt og uppaftur meira: Á hvønn hátt man skal nýta tey og leggja dent á við.
The parties accused each other of being misleading, and in an article on landsbankin.fo the Prime Minister's Office was charged with 'pelling' (deliberately misleading).
article_dagur_translated
Partarnir skýrdu hvønn annan at vera misvísandi, og í einari grein á landsbankin.fo varð Løgmansskrivstovan ákærd fyri at pella.
Then things came to a head.
article_dagur_translated
Tá bar av.
The Prime Minister's Office replied in the middle of another consideration of the Suðuroy Tunnel case, and from the parliamentary podium the Prime Minister stated that this was not right towards his civil servants.
article_dagur_translated
Løgmansskrivstovan svaraði aftur mitt undir aðru viðgerð í málinum um Suðuroyartunnlinum, og av tingsins røðarapalli helt løgmaður fyri, at hetta ikki var rætt yvirfri stavsfólki hansara.
In a letter the stance was partially retracted - at least the part stating "that the political authority deliberately 'pells' both for itself and for citizens in the country to get the project approved."
article_dagur_translated
Í skrivi varð partvíst drigið í land - í øllum førinum í partinum við tí "at politiski myndugleikin tilvitað pellar bæði fyri sær sjálvum og borgarum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykt".
- This wording is strong.
article_dagur_translated
- Hetta er hart orðað.
It is unnecessary.
article_dagur_translated
Tað er óneyðugt.
Landsbankin apologizes for it.
article_dagur_translated
Tað biður Landsbankin um umbering fyri.
That wording has now been removed from the article.
article_dagur_translated
Tann orðingin er nú strikað úr greinini.
This was signed by Johnny í Grótinum, the chairman of the board of Landsbankin.
article_dagur_translated
Hetta var undirritað av Johnny í Grótinum formanninum í nevnd Landsbankans.
However, Landsbankin did not want to apologize for pointing out that the calculations in the report "Financing Plan – Suðuroy Tunnel, October 2024" are misleading and cannot be used as a basis for deciding whether the Suðuroy Tunnel should be bored or not.
article_dagur_translated
Tó vildi Landsbankin ikki biður tó um umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin verður boraður ella ikki.
Since then it has been peaceful, but in broadcasts on the public broadcaster Malan Johansen, director of Landsbankin, has generally been very critical of the project.
article_dagur_translated
Síðani hevur verið friðarligt, men í sendingum hjá Kringvarpið hevur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, sum heild verið ógvuliga atfinningarsom mótvegis verkætlanini.
On Landsbankin's website today there is again reference to articles based on the book and lecture by Bent Flyvbjerg.
article_dagur_translated
Á heimasíðuni hjá Landsbankanum í dag er aftur víst á greinar, útfrá bók og fyrilestri hjá Bent Flyvbjerg.
The Danish professor has researched and written extensively about large projects.
article_dagur_translated
Danski professarin hevur granskað nógv í og skrivað nógv um stórar verkætlanir.
One of his conclusions is that only a very few projects—about 0.5%—keep to the schedule, the budget, and deliver the promised benefits.
article_dagur_translated
Ein av niðurstøðum hansara er, at tað eru bara nakrar heilt fáar verkætlanir; um 0,5%, sum halda tíðarætlanina, kostnaðarætlanina og geva ta nyttu, sum lovað.
This is the so-called iron law.
article_dagur_translated
Hetta er sokallaða jarnlógin.
According to Bent Flyvbjerg there are particularly two reasons why this iron law holds.
article_dagur_translated
Sambært Bent Flyvbjerg eru tað serliga tvær orsøkir til, at henda jarnlóg heldur.
One is psychology and the other is power.
article_dagur_translated
Onnur er sálarfrøði og hin er makt.
Regarding psychology, we as humans are overly optimistic.
article_dagur_translated
Viðvíkjandi sálarfrøði, so eru vit sum menniskju bjartskygd.
But optimism is not always good.
article_dagur_translated
Men bjartskygni er ikki altíð gott.
- Bent Flyvbjerg points to an example in his book.
article_dagur_translated
- Bent Flyvbjerg vísir í síni bók á eitt dømi.
If you are taking a flight, you probably do not want to hear the pilot say, "I am optimistic that we have enough fuel for the trip."
article_dagur_translated
Skalt tú á eina ferð við flúgvara, vilt tú helst ikki hoyra flogskiparan siga ”Eg eri bjartskygdur um at vit hava nokk av brennievni til ferðina”.
That would make you insecure, because you would prefer the pilot to be realistic about fuel so the aircraft does not fall from the sky before you reach your destination.
article_dagur_translated
Tað hevði gjørt teg ótryggan, tí tú vilt heldur hava, at flogskiparin er realistiskur viðvíkjandi brennievni til ferðina, so flogfarið ikki dettur niður, áðrenn tit koma til ferðamálið.