en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
He is also the first hostage to be released since Israel resumed attacks on Gaza on March 18 after a two-month ceasefire.
article_dagur_translated
Hann er eisisni tann fyrsti gíslin, ið verður leyslatin síðan Ísrael 18 mars fór undir álop móti Gaza eftir vápnahvíld í tveir mánaðir.
Hamas fighters under tents handed over the young hostage yesterday to the Red Cross in the city of Khan Younis, down south in Gaza.
article_dagur_translated
Hamas-stríðsmenn við fjaldum handaðu í gjár unga gíslan til Reyða Kross í býnum Khan Younis, har suðuri í Gaza.
From there he was given to Israeli authorities, who later arranged for him to see his family again.
article_dagur_translated
Haðani varð hann latin ísraelsku myndugleikunum, sum seinni skipaðu fyri, at hann kundi síggja familju sína aftur.
Of the 251 people who were taken during the Hamas attack on October 7, 2023, 58 remain in Gaza.
article_dagur_translated
Av 251 fólkum, sum vórðu burturflutt undir Hamas-álopinum 7. oktober 2023, eru 58 enn eftir í Gaza.
24 of them are still believed to possibly be alive, the BBC writes.
article_dagur_translated
24 teirra verða hildin framvegis at kunna vera á lívi, skrivar BBC.
On Friday evening, May 30, there will be a special visit at the cultural night in Tvøroyri.
article_dagur_translated
Fríggjakvøldið 30. mai verður forkunnug vitjan á mentanarnáttini á Tvøroyri.
Signar í Homrum, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen and Eyðun Nolsøe, together with a well-rehearsed house band featuring Høgni Fagraberg (guitar), John Johansen (bass), Magna Husgaard (keyboards) and Henning Hjalt Nicodemussen (drums), will take the stage to honor Kim Larsen, the late singer.
article_dagur_translated
Signar í Homrum, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen og Eyðun Nolsøe saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri við Høgna Fagraberg (gittar), John Johansen (bass), Magna Husgaard (tangentar) iog Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), fara á pall at heiðra Kim Larsen, sála.
The 'This Is My Life' event launched for the first time in March 2023 at Dansifrøi in Tórshavn, and has been sold out three years in a row.
article_dagur_translated
‘This Is My Life’-tiltakið fór av bakkastokki fyrstu ferð í mars í 2023 í Dansifrøi í Havn, og hevur verið útselt trý ár á rað.
Now the well-known and beloved classics of Kim Larsen and Gasolin can be experienced one last time with four of our leading troubadours.
article_dagur_translated
Nú kunnu vælkendu og -elskaðu klassikararnir hjá Kim Larsen og Gasolin upplivast fyri seinastu ferð við fýra av okkara fremstu trubadurum.
It is planned to be a great blast of a sing-along concert-and-dance evening.
article_dagur_translated
Lagt er upp til eitt ordans brak av einum syng-við-konsert-dansi-kvøldi.
The complete program for the entire cultural night will be distributed to all houses in Suðuroy in the week before the evening itself.
article_dagur_translated
Fulfíggjaða skráin fyri alla mentanarnáttina verður borin út til øll hús í Suðuroynni í vikuni undan sjálvum kvøldinum.
In connection with Tordis K. á Rógvi Biskopstø going on maternity leave this summer, the board of the Association Tórshavn has appointed Annika Lisberg as acting director of Visit Tórshavn from August 1, 2025 to September 1, 2026.
article_dagur_translated
Í samband við at Tordis K. á Rógvi Biskopstø fer í barnsburðarfarloyvi í summar, hevur nevndin í Felagnum Tórshavn sett Anniku Lisberg sum virkandi stjóra í Visit Tórshavn frá 1. august 2025 til 1. septembur 2026.
Annika is currently a development officer at Visit Tórshavn, where she has worked since January 1, 2024.
article_dagur_translated
Annika er í løtuni menningarfólk hjá Visit Tórshavn, har hon hevur starvast síðan 1. januar 2024.
Annika holds a master's degree in tourism, as well as experience from the restaurant and hotel industries in Denmark and the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Annika hevur ein kandidat í ferðavinnu, umframt royndir úr matstovu- og hotellvinnuni í Danmark og Føroyum.
The Association Tórshavn runs Visit Tórshavn and has five board members.
article_dagur_translated
Felagið Tórshavn rekur Visit Tórshavn, og hevur fimm nevndarlimir.
Two members represent Tórshavn Municipality, and three represent the business community.
article_dagur_translated
Tveir limir umboða Tórshavnar kommunu, og tríggir umboða vinnuna.
The board members of the Association are Henny á Líknargøtu from Smyril Line, chairwoman; Sóley H. Hammer from Hugskotið, vice chairwoman; Aleth Nielsen from Gist & Vist; Herleif Hammer from the National Museum; and Eirik Suni Danielsen representing Tórshavn Municipality.
article_dagur_translated
Nevndarlimir í Felagnum eru Henny á Líknargøtu frá Smyril Line, forkvinna, Sóley H. Hammer frá Hugskotinum, næstforkvinna, Aleth Nielsen frá Gist & Vist, Herleif Hammer frá Tjóðsavninum og Eirik Suni Danielsen vegna Tórshavnar kommunu.
Guðrun Sólja Jacobsen will take part in the Summar Festival in Klaksvík in August.
article_dagur_translated
Guðrun Sólja Jacobsen verður við á Summar Festivalinum í Klaksvík í august.
Guðrun Sólja achieved her major breakthrough as a singer when she won the television singing competition "Stjerne for en aften," organized by Danmarks Radio, in 2003.
article_dagur_translated
Guðrun Sólja fekk stóra gjøgnumbrotið sum sangari, tá ið hon í 2003 vann sjónvarpssongkappingina "Stjerne for en aften", ið Danmarks Radio skipaði fyri.
She was the shining star of the competition, and the victory was completely convincing.
article_dagur_translated
Hon var glampandi stjørnan í kappingini, og sigurin var púra sannførandi.
After the competition she released music in Denmark and performed many concerts there.
article_dagur_translated
Eftir kappingina gav hon tónleik út í Danmark og hevði nógvar konsertir niðri.
Since her victory in Denmark, Guðrun Sólja has been active in music as a singer and vocal coach.
article_dagur_translated
Síðani sigurin í Danmark hevur Guðrun Sólja verið virkin í tónleiki sum sangari og sanglærari.
She has regularly given performances, and now the time has come for the singer with the strong voice to visit the country's largest music event again.
article_dagur_translated
Hon hevur javnan havt framførslur, og nú er tíðin komin, at songkvinnan við sterku røddini vitjar aftur á landsins størsta tónleikatiltaki.
Guðrun Sólja Jacobsen will perform together with Janus Kampmann on the square.
article_dagur_translated
Guðrun Sólja Jacobsen fer at hava framførslu saman við Janusi Kampmann á Torginum.
The Summar Festival will be held from August 7 to 9.
article_dagur_translated
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.
It was a rather unusual event yesterday when four heads of government from the Nordic countries held a meeting at Tinganes - Norway was also involved throughout the night.
article_dagur_translated
Tað var ein heldur serstøk hending í gjár, tá fýra stjórnarleiðarar í Norðanlondum høvdu fund í Tinganesi - Noreg var eisini við gjøgnum alnótina.
Mette Frederiksen arrived with a large entourage.
article_dagur_translated
Mette Frederiksen kom við stórum fylgi.
She spoke briefly with media people on her way into the meeting, but after the meeting she preferred — as was also seen in Degi&Vika yesterday — to talk to Faroese handball players rather than to the public broadcaster.
article_dagur_translated
Hon tosaði stutt við miðlafólk á veg inn á fundin, men eftir fundin vildi hon - sum tað eisini sást í Degi&Viku í gjár - heldur tosa við føroyskar hondbóltsspælarar enn við Kringvarpið.
As I understand it, this greeting came about rather randomly and suddenly.
article_dagur_translated
Sum skilst kom hendan heilsanin og heldur tilvildarliga og brádliga í lag.
Five of the players who were still in the Faroe Islands went down to Tinganes after a phone call.
article_dagur_translated
Fimm av spælarunum, sum enn vóru í Føroyum, fóru eftir eina telefonsamtalu oman í Tinganes.
There was a short conversation between the Faroese national team player and the Danish head of government, and of course a photo had to be taken.
article_dagur_translated
Har varð eitt stutt prát millum føroysku landsliðsspælaran og danska stjórnarleiðaran, og sjálvandi skuldi ein mynd takast.
Over the weekend the Russian president, Vladimir Putin, said that Ukraine and Russia are to enter into direct talks in the Turkish city of Istanbul on Thursday, and the Ukrainian president, Volodymyr Zelensky, says that he personally intends to wait for Putin in Istanbul.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar í turkiska býnum Istanbul hósdagin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann ætlar sær persónliga at bíða eftir Putin í Istanbul.
It is however unclear whether Putin himself will show up.
article_dagur_translated
Tað er tó ógreitt, um Putin sjálvur fer at møta upp.
The Russian government reports, according to DR, that Russia is preparing for talks in Turkey.
article_dagur_translated
Russiska stjórnin upplýsir, sambært DR, at Russland fyrireikar seg til samráðingar í Turkalandi.
Who will represent Russia will be announced when the Russian president is ready to announce it, it is said.
article_dagur_translated
Hvør fer at umboða Russland verður kunngjørt, tá russiski forsetin er til reiðar at kunngera tað, verður sagt.
An adviser to the Ukrainian president says, according to the Ukrainian outlet Kyiv Independent, that Zelensky intends to go to Istanbul, and there he does not wish to meet with anyone other than Putin.
article_dagur_translated
Ein ráðgevi hjá ukrainska forsetanum sigur, sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent, at Zelenskyj ætlar sær at fara til Istanbul, og har ynskir hann ikki at fundast við nakran annan enn Putin.
Negotiating with other representatives of Russia is of no use, he says.
article_dagur_translated
At samráðast við onnur umboð fyri Rusland nyttar einki, sigur hann.
The American president, Donald Trump, says he is optimistic about a possible meeting between Putin and Zelensky.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg vera bjartskygdan um ein møguligan fund millum Putin og Zelenskyj.
– The meeting on Thursday between Russia and Ukraine is very important (...) I believe that good results can come from it.
article_dagur_translated
– Fundurin hósdagin millum Russland og Ukraina er sera umráðandi (...) Eg haldi, at góð úrslit kunnu koma burturúr.
The Ukrainian president says that he would gladly like to have Trump at the meeting in Istanbul.
article_dagur_translated
Ukrainski forsetin sigur, at hann fegin vil hava Trump við á fundin í Istanbul.
Ukraine and Russia have not had direct talks since the last talks failed in 2022.
article_dagur_translated
Ukraina og Russland hava ikki havt beinleiðis samráðingar, síðan seinastu samráðingarnar miseydnaðust í 2022.
That was also in Istanbul.
article_dagur_translated
Tað var eisini í Istanbul.
Kaja Kallas, the EU foreign minister, also does not believe that Russia genuinely wants peace in Ukraine.
article_dagur_translated
Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES heldur ikki, at Russland veruliga ynskir frið í Ukraina.
She said that at a democratic summit in Copenhagen today, where several politicians have gathered.
article_dagur_translated
Tað segði hon á demokratiskum toppfundi í Keypmannahavn í dag, har fleiri politikarar eru savnaðir.
"I do not think that they (Russia, ed.) are interested in peace."
article_dagur_translated
– Eg haldi ikki, at tey (Russland, red.) eru áhugað í friði.
They are still bombing Ukraine.
article_dagur_translated
Tey bumba framvegis Ukraina.
If they were interested in peace, they could stop this immediately, Kallas said according to Berlingske.
article_dagur_translated
Um tey vóru áhugað í friði, kundu tey steðga hesum beint nú, segði Kallas sambært Berlingske.
Over the weekend the Russian president, Vladimir Putin, said that Ukraine and Russia are to enter into direct talks in the Turkish city of Istanbul on Thursday, and the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, therefore intends to go to Turkey.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar í turkiska býnum Istanbul hósdagin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ætlar sær tí til Turkalands.
Zelenskyy says that he will wait in Istanbul for Putin, but it is not clear whether it will be Putin himself who will go to Istanbul to negotiate.
article_dagur_translated
Zelenskyj sigur, at hann fer at bíða í Istanbul eftir Putin, men tað er ikki greitt, um tað verður Putin sjálvur, sum fer til Istanbul at samráðst.
The EU foreign minister praises Zelenskyy for wanting to meet Putin, and she believes that direct talks should take place between the two of them.
article_dagur_translated
Uttanríkisstjórin í ES gevur Zelenskyj rós fyri at vilja hitta Putin, og heldur hon, at beinleiðis samráðingar áttu at verið millum teir báðar.
"That is a good decision."
article_dagur_translated
– Tað er ein góð avgerð.
The negotiations should be between the two of them.
article_dagur_translated
Samráðingarnar eiga at vera millum tær báðar.
But I do not think that he (Putin, ed.) dares to, she says.
article_dagur_translated
Men eg haldi ikki, at hann (Putin, red.) torir, sigur hon.
Kallas also says that the EU is preparing several punitive measures to put pressure on Russia.
article_dagur_translated
Kallas sigur eisini, at ES er við at fyrireika fleiri revsitiltøk fyri at leggja trýst á Russland.
These measures are expected to be presented next week.
article_dagur_translated
Hesi tiltøk verða væntandi lagt fram í næstu viku.
I have been to the doctor to find out what can be done about this.
article_dagur_translated
Eg havi verið hjá læknanum fyri at vita, hvat man kann gera við hetta.
They went in through the nose with a small recording device, and then they could look at the vocal cords.
article_dagur_translated
Har varð farið inn gjøgnum nøsina við einum lítlum upptøkutóli, og so kundi tey hyggja eftir ræddarbondunum.
Everything looked good: they were white and healthy - no burns, only some mucus, so there is nothing to be worried about.
article_dagur_translated
Alt sá gott út: Tey vóru hvít og sunn - eingin bruni í men bert nakað av slími, so tað er ikki nakað at vera stúrin fyri.
Thus says this year's Danish Eurovision hopeful, according to the Ritzau news agency and several Danish media outlets.
article_dagur_translated
Soleðis sigur danska Eurovision-vónin í ár, sambært Ritzau-tíðindastovuni og fleiri donskum miðlum.
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen has been in Basel for just over a week.
article_dagur_translated
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur verið í Basel í beint yvir eina viku.
There are many different preparations on the schedule there - among other things, sound checks.
article_dagur_translated
Har eru nógvar ymiskar fyrireikingar á skránni - millum annað ljóðroyndir.
While Sissal has been in the Swiss host city she has been struggling with a cold.
article_dagur_translated
Meðan Sissal hevur verið í sveisiska vertsbýnum hevur hon stríðst við krím.
For this reason the talented and prominent Faroese singer has been forced to postpone several interviews - this to save her voice somewhat.
article_dagur_translated
Av hesari orsøk hevur dugnaliga og framliga føroyska songkvinnan verið noydd at útseta fleiri samrøður - hetta fyri at spara røddina nakað.
- It is not a desired situation, but it has to be that way.
article_dagur_translated
- Tað er ikki ein ynskistøða, men soleiðis má tað vera.
For the next few days I will take medication that reduces inflammation, in case there is any after all.
article_dagur_translated
Teir næstu dagarnar skal eg taka heilivág, sum heldur bruna niðri, um tað skuldi verið har kortini.
This is only to be on the safe side.
article_dagur_translated
Hetta er bert fyri at vera á tryggu síðuni.
Singers do that in "emergency situations" (...) I try to take care of myself as well as possible.
article_dagur_translated
Tað gera sangarar í "neyðstøðum"(...) Eg royni at ansa so væl eftir mær sjálvari sum gjørligt.
At the moment Sissal is not among the bookmakers' favorites to reach the final.
article_dagur_translated
Í løtuni stendur Sissal ikki millum favorittarnar hjá veddingarfyritøkunum at koma í finaluna.
However, it is precisely her voice that can be the difference between Denmark and other countries.
article_dagur_translated
Tó er tað júst rødd hennara, sum kann verða munurin millum Danmark og onnur lond.
About 65 researchers from the Faroe Islands, Greenland and Denmark are gathered today and tomorrow at a workshop at Frælsið in Tórshavn, hosted by the University of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Umleið 65 granskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eru í dag og í morgin savnaðir á verkstovu á Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya er vertur.
The purpose of the workshop is to develop interdisciplinary research and collaboration.
article_dagur_translated
Endamálið við verkstovuni er at menna tvørfakliga gransking og samstarv.
On the programme are presentations, debates and group work, and the researchers will also visit Bakkafrost at Glyvur, SEV in Húsahagi and the radar at Sornfelli.
article_dagur_translated
Á skránni eru framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði, og eisini fara granskararnir at vitja Bakkafrost á Glyvrum, SEV í Húsahaga og radaran á Sornfelli.
Tomorrow there will be a panel discussion with representatives from the Danish Independent Research Fund and the research councils in the Faroe Islands and Greenland, where they will talk about funding for the research that is needed.
article_dagur_translated
Í morgin verður panelorðaskifti við umboðum frá Danmarks Frie Forskningsfond og Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi, har tey fara at tosa um fígging av granskingini, sum tørvur er á.
The organizers say about the workshop that challenges in the Arctic require that we find new ways to organize and collaborate on research and education, and that the focus of the workshop will be placed on this.
article_dagur_translated
Fyriskipararnir siga um verkstovuna, at avbjóðingarnar í Arktis krevja, at vit finna nýggjar leiðir at skipa og samstarva um gransking og undirvísing, og at denturin á verkstovuni verður lagdur á hetta.
Martin Tvede Zachariasen, rector, said in his welcome speech, among other things, that we in the Faroe Islands have a lot of research that is very relevant in an Arctic context:
article_dagur_translated
Martin Tvede Zachariasen, rektari, segði í vælkomurøðu sínari m.a., at vit í Føroyum hava nógva gransking, sum er sera viðkomandi í arktiskum høpi:
We examine how immigrants are integrated into Faroese society, including how they use the Faroese language.
article_dagur_translated
Vit kanna, hvussu tilflytarar verða integreraðir í føroyska samfelagið, m.a. hvussu teir brúka føroyskt mál.
Is it easy for immigrants to become part of Faroese society?
article_dagur_translated
Er tað lætt hjá innflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum?
The short answer is unfortunately no.
article_dagur_translated
Stutta svarið er tíverri nei.
We study security and geopolitics in the North Atlantic.
article_dagur_translated
Vit kanna tryggleika og geopolitikk í Norðuratlantshavi.
As you know, great powers such as the USA, Russia and China have a great interest in the Arctic.
article_dagur_translated
Sum tit vita, hava stórveldi sum USA, Russland og Kina stóran áhuga í Arktis.
Is it easy for the Faroe Islands to find a balance between geopolitical interests and commercial interests—for example regarding the fishing industry and aquaculture?
article_dagur_translated
Er tað lætt hjá Føroyum at finna javnvágina millum geopolitisk áhugamál og vinnulig áhugamál – eitt nú við fiskivinnuni og alivinnuni?
The short answer is definitely no.
article_dagur_translated
Stutta svarið er avgjørt nei.
We research history and archaeology in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Vit granska í søgu og fornfrøði í Føroyum.
Do we know when settlement first occurred here?
article_dagur_translated
Vita vit, nær landnám var á fyrsta sinni her?
We have some answers, but updates come regularly.
article_dagur_translated
Vit hava nøkur svar, men dagføringar koma javnan.
When I was a child, we were taught that the first people probably came here around the years 700–800, but now much indicates that it was already before the year 300.
article_dagur_translated
Tá eg var barn, lærdu vit, at fyrstu fólkini helst komu higar um ár 700–800, men nú bendir nógv á, at tað var longu áðrenn ár 300.
Modern DNA technology helps us with this.
article_dagur_translated
Nútímans DNA-tøkni hjálpir okkum við hesum.
We also research the environment in the air, on land and in the sea.
article_dagur_translated
Vit granska eisini í umhvørvinum í luftini, á landi og í sjónum.
You will see several examples of this at the workshop.
article_dagur_translated
Tit fara at síggja fleiri dømi um hetta á verkstovuni.
We believe that the Faroe Islands are very well suited as a platform for Arctic research.
article_dagur_translated
Vit halda, at Føroyar eru sera væl eigaðar sum pallur fyri arktiska gransking.
The country is easy to reach, and we have world-class infrastructure.
article_dagur_translated
Landið er lætt at koma til, og vit hava eitt infrakervi á heimsstigi.
—A warm welcome to you all.
article_dagur_translated
– Hjartaliga vælkomin, øll somul.
I hope that you will enjoy the workshop here with us, said Martin Tvede Zachariasen.
article_dagur_translated
Eg vóni, at tit fara at njóta verkstovuna her hjá okkum, segði Martin Tvede Zachariasen.
The first ten finalists in Eurovision were found tonight, when the first semi-final took place.
article_dagur_translated
Teir tíggju fyrstu finalistarnir í Eurovision vórðu funnir í kvøld, tá fyrsta undanumfarið var.
Among them were all three Nordic countries that participated.
article_dagur_translated
Millum tey vóru øll trý noðurlondini, sum vóru við.
Advancing were: Norway, Albania, Sweden, Iceland, the Netherlands, Poland, San Marino, Estonia, Portugal and Ukraine.
article_dagur_translated
Víðari komu: Noreg, Albania, Svøríki, Ísland, Holland, Pólland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina.
Sweden is the big favorite with the song "Bara Bada Bastu", and Estonia is also leading with the song "Espresso Macchiato".
article_dagur_translated
Svøríki er stórfavorittur við lagnum "Bara Bada Bastu", og Estland liggur eisini framvið við lagnum "Espresso Macchiato".
On Thursday Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen will take the stage for Denmark with the song "Hallucination" and must secure one of the last ten final spots.
article_dagur_translated
Hósdagin skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pallin fyri Danmark við lagnum Hallucination og skal tryggja sær eitt av teimum síðstu tíggju finaluplássunum.
She has been sick with a respiratory infection in recent days, and will hopefully really recover before the performance on Thursday evening.
article_dagur_translated
Hon hevur verið krímfongd seinastu dagarnar, og kemur vónandi veruliga fyri seg áðrenn framførsluna hóskvøldið.
The second semi-final will be shown on Kringvarp Føroya's television on Thursday evening at 20:00.
article_dagur_translated
Seinna undanumfarið verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya hóskvøldið klokkan 20.