en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The Faroese Appeals Authority confirmed yesterday that Tvøroyri Municipality's handling of the building permit for Pf. Varðan Pelagic was lawful and correct.
article_dagur_translated
Føroya Kærustovnur staðfesti í gjár, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av byggiloyvinum til Pf. Varðan Pelagic var lóglig og røtt.
On 29 December 2022 Pf. Varðin Pelagic applied to Tvøroyri Municipality for a building permit to expand operations at the harbor area, where the company wished to build an oil and protein factory.
article_dagur_translated
Pf. Varðin Pelagic søkti 29. desember 2022 Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til at víðka um virksemið á havnalagnum, har felagið ynskti at byggja eina lýsi- og proteinverksmiðju.
The processing time has been both extensive and prolonged, and several appeals have been handled along the way.
article_dagur_translated
Viðgerðartíðin hevur verið bæði umfatandi og drúgv, og fleiri kærur hava verið viðgjørdar á leiðini.
The municipality has from the start been open and informative about the plan, and has arranged public meetings, public hearings, stakeholder and neighbor hearings during the lengthy case processing, Tvøroyri Municipality writes on its website.
article_dagur_translated
Kommunan hevur frá byrjan av verðið opin og kunnandi um ætlanina, og hevur skipað fyri borgarafundi, almennum hoyringum, parts- og grannhoyringum í drúgvu málsviðgerðini, skrivar Tvøroyrar kommuna á heims síðu síni.
With its decision yesterday, the Faroese Appeals Authority has confirmed that all administrative procedures, including Tvøroyri Municipality's decision to grant Pf. Varðin Pelagic the building permit, have been in accordance with applicable legislation.
article_dagur_translated
Føroya Kærustovnur hevur við síni avgerð í gjár staðfest, at øll fyrisitingarlig viðgerð, eins og samtyktin hjá Tvøroyrar kommunu at geva  Pf. Varðanum Pelagic byggiloyvið, hevur verið í samsvari við galdandi lóggávu.
The decision from the Faroese Appeals Authority is final in the administrative sphere and cannot be further appealed within the administration.
article_dagur_translated
Avgerðin frá Føroya Kærustovni er endalig í fyrisitingarligum høpi og kann ikki kærast víðari innan fyrisiting.
However, it is possible to appeal the building permit decision to the civil courts within a deadline of six months from the announcement of the Faroese Appeals Authority's decision.
article_dagur_translated
Tó er møguligt at kæra sjálva avgerðina um byggiloyvi til civila rættin innan eina freist á seks mánaðir frá tí, at avgerðin hjá Føroya Kærustovi er kunngjørd.
The mayor of Tvøroyri Municipality, Kristin Michelsen, welcomes the decision, which confirms that the municipality has handled the case correctly.
article_dagur_translated
Borgarstjórin hjá Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, fegnast um avgerðina, sum staðfestur at kommunan hevur viðgjørt málið rætt.
He points out that this indicates a clear and necessary resolution in the matter, which at the same time lays the foundation for continued commercial development of the harbor area in Tvøroyri.
article_dagur_translated
Hann vísir á, at hetta bendir á greitt og neyðugt støðufesti í málinum, sum samstundis leggur lunnar undir framhaldandi vinnuligari menning á havnalagnum á Tvøroyri.
On May 12 members of Lions Club Eysturoy visited the Látralon site.
article_dagur_translated
12. mai vitjaðu limir úr Lions Club Eysturoy á látralonini.
The first item on the agenda was a meeting among the members, where they discussed various matters.
article_dagur_translated
Fyrsta punkt á skránni var ein fundur millum limirnar, har teir viðgjørdu ymisk mál.
When the meeting ended, sandwiches and a good cup of coffee were served.
article_dagur_translated
Tá fundurin var lokin, varð boðið til smyrjibreyð og ein góðan kaffimunn.
After a while of pleasant conversation, it was time for the actual highlight of the evening.
article_dagur_translated
Eftir eina løtu við góðum práti var tíðin komin til sjálvt hæddarpunkt kvøldsins.
Magnus Magnussen, representative of the Eiði Antiquities Association, received the cheque from Lions Club.
article_dagur_translated
Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis fornminnisfelag, tók ímóti kekkinum frá Lions Club.
The amount is 25,000 kroner.
article_dagur_translated
Upphæddin er á 25.000 krónur.
The money will go towards maintenance and repairs of the Látralon site.
article_dagur_translated
Pengarnir fara til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini.
Eiði municipality was also represented and the mayor thanked Lions Club Eysturoy for the contribution.
article_dagur_translated
Eiðis kommuna var eisini umboðað og borgarstjórin takkaði fyri íkastið frá Lions Club Eysturoy.
Over the weekend the congregation Lívdin is organizing singing meetings at Lívdin in Hoyvík.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið skipar samkoman Lívdin fyri sangmøtum í Lívdini í Hoyvik.
Speakers are Svein í Prestgarði, Billy Hansen, Jógvan Zachariassen and others.
article_dagur_translated
Talarar eru Svein í Prestgarði, Billy Hansen, Jógvan Zachariassen og fleiri.
Svein í Prestgarði with a band and others will participate with singing.
article_dagur_translated
Svein í Prestgarði við bólki og onnur luttaka við sangi.
After the meetings there will be pleasant fellowship and refreshments.
article_dagur_translated
Aftaná møtini verður hugnalig samvera og drekkamuður.
Sudan is today in one of the world's largest humanitarian crises.
article_dagur_translated
Sudan stendur í dag í einari av heimsins størstu humaniteru kreppum.
More than two years of civil war have devastated the country: infrastructure is in ruins, public services have stopped, and the upcoming rainy season threatens to make the crisis even worse.
article_dagur_translated
Meir enn tvey ár við borgarakríggi hava lagt landið í oyði: infrastruktururin er í knúsi, almennar tænastur steðgaðar, og regntíðin fyri framman hóttir við at gera kreppuna enn verri.
Furthermore there are severe social challenges, with up to 90 percent of schools closed, children being forced to take part in the fighting, and sexual violence, such as rape, being widespread.
article_dagur_translated
Harumframt eru ógvusligar sosialar avbjóðingar, har upp ímóti 90 prosent av skúlunum eru stongdir, børn verða tvingað at luttaka í stríðnum, og kynsligur harðskapur, eitt nú neyðtøka, er umfatandi.
Over 12.6 million people have been displaced from their homes, and it is estimated that over 30 million people need humanitarian assistance.
article_dagur_translated
Yvir 12,6 milliónir menniskju eru rikin heimanifrá, og mett verður, at yvir 30 milliónir fólk hava brúk fyri humaniterari hjálp.
The Sudanese Red Crescent is operating in all 18 states of the country, despite major challenges and risks.
article_dagur_translated
Sudanesiski Reyði Hálvmáni arbeiðir í øllum 18 statum í landinum, hóast stórar avbjóðingar og váðar.
Despite the horrors in the country, little is heard about this crisis in the public discourse.
article_dagur_translated
Hóast ræðuleikarnarnar í landinum, hoyrist lítið um hesa kreppuna í almenna orðaskiftinum.
Right now we are experiencing that children have gone missing, families have been torn apart, and people have died far away from their loved ones, says Rania Mohamed, who herself was forced to leave her home in Al Jazirah state because of the fighting.
article_dagur_translated
Beint nú uppliva vit, at børn eru blivin burtur, familjur eru slitnar sundur og fólk eru deyð langt burturi frá sínum kæru, sigur Rania Mohamed, sum sjálv varð noydd at fara frá heimi sínum í Al Jazirah-statinum orsakað av bardøgunum.
The suffering is terrible, she says.
article_dagur_translated
Líðingin er ræðulig, sigur hon.
The Faroese Red Cross and the Government of the Faroe Islands are now granting 500,000 kroner to the work of the Sudanese Red Crescent.
article_dagur_translated
Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 500.000 krónur til arbeiðið hjá sudanesiska Reyða Hálvmána.
The support will be used in the Northern state, where thousands of people have fled back to Sudan from Egypt and Libya.
article_dagur_translated
Stuðulin verður brúktur í Norðurstatinum, har túsundtals fólk eru flýdd aftur til Sudan úr Egyptalandi og Libya.
The reason many of them have returned to Sudan is in many cases that they were told fighting was no longer taking place in certain areas, and they had therefore expected to return to peace.
article_dagur_translated
Orsøkin til, at hesi eru vend aftur til Sudan er í fleiri førum tann, at tey hava fingið at vita, at bardagi ikki longur er í ávísum økjum, og tey høvdu tí væntað at komið aftur til frið.
But although the fighting has stopped in some areas, it is still not safe in those places.
article_dagur_translated
Men hóast bardagin er steðgaður í summum økjum er framvegis ikki liviligt í hesum støðum.
In addition, Amnesty International points to several examples of Egypt having deported Sudanese refugees back to Sudan, and they are now located in the Northern state.
article_dagur_translated
Harafturat vísir Amnesty International á fleiri dømi um, at Egyptaland hevur rikið sudansk flóttafólk aftur til Sudan, og hesi eru nú stødd í Norðurstatinum.
The support from the Faroe Islands can help up to 50,000 individuals with, for example:
article_dagur_translated
Stuðulin úr Føroyum kann hjálpa upp til 50.000 einstaklingum við eitt nú:
With this emergency aid it will be possible to provide life-saving assistance to some of those living in the worst conditions and who are most vulnerable — in a crisis that far too few talk about.
article_dagur_translated
Við hesari neyðhjálpini verður møguligt at veita lívbjargandi hjálp til nøkur av teimum, ið liva undir vánaligastu umstøðunum og eru mest útsett - í einari kreppu, sum alt ov fá tosa um.
During the past 24 hours, the police have stopped four drivers for speeding.
article_dagur_translated
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fýra bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
Yesterday speed measurements were carried out on Velbastaðvegur.
article_dagur_translated
Í gjár vórðu ferðmátingar gjørdar á Velbastaðvegnum.
There is a stretch where the maximum permitted speed is 60 kilometers per hour, and there two drivers were caught driving 89 and 93 kilometers per hour respectively.
article_dagur_translated
Har er eitt strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 89 og 93 kilometrar um tíman.
Early last night speed measurements were carried out near Norðskáli, also on a stretch where the maximum permitted speed is 60 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Tíðliga í nátt vórðu ferðmátingar gjørdar við Norðskála, eisini á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman.
There two drivers were caught driving 86 kilometers per hour.
article_dagur_translated
Har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra 86 kilometrar um tíman.
All four drivers received suspended disqualification, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Allir fýra bilførarar fingu treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ukraine and Russia should enter into direct negotiations, says the Russian president, Vladimir Putin.
article_dagur_translated
Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Putin said at a press conference last night that possible negotiations can begin on May 15 in the Turkish city of Istanbul.
article_dagur_translated
Putin segði á tíðindafundi í nátt, at møguligar samráðingar kunnu byrja 15. mai í turkiska býnum Istanbul.
The aim is to achieve lasting peace and remove the underlying causes of the war in Ukraine, he said according to Ritzau.
article_dagur_translated
Endamálið er at fáa varandi frið og taka burtur grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina, segði hann sambært Ritzau.
"It was not Russia that broke off the negotiations in 2022.
article_dagur_translated
– Tað var ikki Russland, sum sleit samráðingarnar í 2022.
It was those in Kyiv, Putin said, adding that direct negotiations should be resumed without any previously announced conditions.
article_dagur_translated
Tey vóru tey í Kyiv, segði Putin og legði afturat, at beinleiðis samráðingar eiga at verða tiknar uppaftur uttan nakrar áður fráboðaðar treytir.
"We invite Kyiv to resume the negotiations already on Thursday in Istanbul," Putin said, adding that Russia wants real negotiations, and it is not inconceivable that the parties in these talks could agree on a ceasefire.
article_dagur_translated
– Vit bjóða Kyiv at taka samráðingarnar uppaftur longu hósdagin í Istanbul, segði Putin og legði afturat, at Russland ynskir veruligar samráðingar, og er tað ikki óhugsandi, at partarnir undir hesum samráðingum kunnu semjast um eina vápnahvíld.
Yesterday leaders from Poland, the United Kingdom, France and Germany visited Kyiv, where they met the Ukrainian president.
article_dagur_translated
Í gjár vitjaði leiðarar úr Póllandi, Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi í Kyiv, har teir hittu ukrainska forsetan.
The American president also participated in the meeting by phone, and after the meeting the Ukrainian foreign minister announced that the parties had agreed on a 30-day ceasefire and urged Russia to accept it.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin var eisini við á fundinum umvegis telefon, og eftir fundin boðaði ukrainski uttanríkismálaráðharrin frá, at partarnir vóru samdir um eina 30 dagar langa vápnahvíld, og heittu teir á Russland um at taka undir við henni.
Aksel V. Johannesen, the prime minister, is intent on cooperating with all parties in the parliament.
article_dagur_translated
Aksel V. Johannesen løgmaður er sinnaður at samstarva við allar flokkar á løgtingi.
He said that in the chairman's speech at the Labour Party's national convention on Saturday.
article_dagur_translated
Tað segði hann í formansrøðuni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin.
“Some issues are too big for party-political tug-of-war and too broad for individual profiling,” he said, noting that broad agreements have already been made on various matters.
article_dagur_translated
– Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering, segði hann og vísti á, at breiðar semjur longu eru gjørdar um ymisk viðurskifti.
In recent years the Labour Party has maintained that it cannot enter a coalition with the People's Party on the grounds that the parties are too far apart, but in his speech yesterday the prime minister indicated that times are changing and that it is necessary to be better at cooperating.
article_dagur_translated
Seinastu árini hevur Javnaðarflokkurin hildið fast við, at hann ikki kann fara í samgongu við Fólkaflokkin við tí grundgeving, at tað er ov langt millum flokkarnar, men í røðu sínari í gjár vísti løgmaður á, at tíðirnar broytast, og er neyðugt at duga betur at samstarva.
“Although the disagreements have sometimes been great, the spirit of the times demands that we take legislative action together.
article_dagur_translated
– Hóast ósemjurnar hava verið stórar viðhvørt, so krevur tíðarandin, at vit taka lógvatøk saman.
Perhaps I myself have contributed to digging gaps, he said in his speech.
article_dagur_translated
Kanska havi eg sjálvur verið við til at grava gjáir, segði hann í røðu sínari,
Ukraine expects that Russia will agree to the proposal for a 30-day ceasefire starting tomorrow, Monday, says Ukrainian president Volodymyr Zelenskyy in an update on X.
article_dagur_translated
Ukraina væntar, at Russland fer at taka undir við uppskotinum um 30 dagar langa vápnahvíld frá í morgin, mánadegnum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í dagføring á X.
"There is no reason to continue the killings, not even for one day."
article_dagur_translated
– Tað er eingin orsøk at halda fram við drápunum, sjálvt ikki í ein dag.
We expect that Russia will agree to a ceasefire — full, lasting and reliable — from tomorrow, May 12.
article_dagur_translated
Vit vænta, at Russland fer at taka undir við einari vápnahvíld - fulla, varandi og álítandi - frá í morgin, 12. mai.
Zelenskyy adds, according to Ritzau, that Ukraine is ready to meet for negotiations, and it is positive that Russia "has finally begun to consider bringing an end to the war."
article_dagur_translated
Zelenskyj leggur afturat, sambært Ritzau, at Ukraina er til reiðar at hittast til samráðingar, og er tað jaligt, at Russland "endiliga er byrjað at umhugsa at fáa ein enda á krígnum".
"The whole world has waited for this for a long time."
article_dagur_translated
– Allur heimurin hevur bíðað eftir hesum leingi.
And the first step when ending any war is a ceasefire.
article_dagur_translated
Og fyrsta stigið, tá mann skal enda eitthvørt kríggj, er ein vápnahvíld.
Yesterday the Ukrainian foreign minister announced that Ukraine and allied countries agreed on a proposal for a ceasefire.
article_dagur_translated
Í gjár boðaði ukrainski uttanríkismálaráðharrin frá, at Ukraina og sameind lond vóru samd um eitt uppskot um vápnahvíld.
Last night the Russian president, Vladimir Putin, then announced that Russia is prepared to begin direct talks with Ukraine.
article_dagur_translated
Í nátt boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin síðani frá, at Russland er til reiðar at fara undir beinleiðis samráðingar við Ukraina.
The Suðuroy tunnel, as one would expect, featured prominently at the Social Democratic Party's national convention on Saturday.
article_dagur_translated
Suðuroyartunnilin fylti sum vera man nógv á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin.
The party leader and prime minister Aksel V. Johannesen, who ranged widely in his speech—from youth to pensioners—nevertheless devoted a large part of it specifically to a fixed connection to Suðuroy.
article_dagur_translated
Floksformaðurin og løgmaður Aksel V. Johannesen, sum fór víða um í røðu síni – frá ungdómi til pensionistar - halgaði tó júst føstum sambandi til Suðuroynna stóran part av røðuni.
However, it was his minister from Suðuroy, Súsanna Bertholdsen, who delivered the most decisive and clear message about the fixed connection.
article_dagur_translated
Tað var tó hansara landsstýriskvinna úr Suðuroynni, Súsanna Bertholdsen, sum hevði tann mest avgjørda og greiða boðskapin um nettupp fasta sambandið.
“The Suðuroy tunnel is a question of life or death,” she said during the discussion.
article_dagur_translated
- Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð segði hon undir orðaskiftinum.
Aksel Johannesen, who in the parliament has primary responsibility for the Suðuroy tunnel issue, welcomed the positive effects of the Sandoy tunnel and argued that this good development also draws attention to the difficult situation in Suðuroy.
article_dagur_translated
Aksel Johannesen, sum í Tinganesi hevur høvuðsábyrgdina av júst málinum um Suðuroyartunnil, fegnaðist um jaligu avleiðingarnar av Sandoyartunlinum og helt fyri, at henda góða gongdin kastar eisini sjóneykuna á sváru støðuna í Suðuroynni.
“The Social Democratic Party cannot accept that one in ten Faroese is left disconnected.
article_dagur_translated
“Javnaðarflokkurin kann ikki góðtaka, at ein av tíggju føroyingum verður hektaður av.
That Suðuroy does not share in the progress in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
At Suðuroyggin ikki fær lut í framgongdini í Føroyum.
A fixed link can help reverse that trend.
article_dagur_translated
Fast samband kann vera við til at venda gongdini.
Therefore it is our duty as politicians to carefully and respectfully investigate whether it is possible to connect Suðuroy to the rest of the country.
article_dagur_translated
Tí er tað okkara skylda sum politikarar at kanna væl og virðiliga, um tað ber til at knýta Suðuroynna uppí restina av landinum.
To future-proof the island.
article_dagur_translated
Fyri at framtíðartryggja oynna.
That is the task I have been given—and taken on.
article_dagur_translated
Tað er uppgávan, sum eg havi fingið - og tikið á meg.
Recently there has been much public debate about financing methods, safety margins, and route alignments.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina hevur nógv alment kjak verið um fíggingarleist, trygdarrúm og linjuføringar.
These are matters that have been well examined and must be investigated further as preparations continue.
article_dagur_translated
Hetta eru viðurskifti, sum eru kannað væl og skulu kannast enn nærri, tá fyrireikingarnar halda fram.
Therefore the proposal before the Parliament is an authorization for the Tunnel Company to proceed with the work, resolve questions of doubt, obtain safety approval from the Public Works Authority, and then design and prepare a tender.
article_dagur_translated
Tí uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, er ein heimild til Tunnilsfelagið at fara víðari við arbeiðinum, avgreiða ivaspurningar, fáa trygdina góðkenda av Landsverki, fyri síðani at prosjektera og fyrireika eitt útboð.
All parties support the matter, although some MPs voted against it at the second reading.
article_dagur_translated
Allir flokkar taka undir við málinum, tó at nøkur tingfólk atkvøddu ímóti við aðru viðgerð.
It takes about one and a half years to design and put the tunnel out to tender.
article_dagur_translated
Tað tekur á leið hálvtannað ár at prosjektera og bjóða tunnilin út.
By then we will know the cost of constructing the tunnel.
article_dagur_translated
Tá kenna vit kostnaðin av at gera tunnilin.
At that point we will also know the interest rate, which is of decisive importance for the financing.
article_dagur_translated
Tástani kenna vit eisini rentustøðið, sum hevur avgerandi týdning fyri fíggingina.
Then the Parliament will take the final decision on whether to proceed with the Suðuroy tunnel," the chairman said, continuing:
article_dagur_translated
Tá tekur Løgtingið endaligu avgerðina, um farast skal undir Suðuroyartunnilin", segði formaðurin og helt fram:
"The Tunnel Company's cost estimates look reasonable.
article_dagur_translated
"Metingar hjá Tunnilsfelagnum av kostnaði síggja skilagóðar út.
And in the long run the tunnel to Suðuroy will pay off.
article_dagur_translated
Og upp á sikt fer tunnil til Suðuroynna at loysa seg.
Of course a Suðuroy tunnel must not diminish welfare.
article_dagur_translated
Sjálvandi skal ein Suðuroyartunnil ikki minka um vælferðina.
Of course safety must be ensured.
article_dagur_translated
Sjálvandi skal trygdin vera í lagi.
Of course there must be prudence in the financing.
article_dagur_translated
Sjálvandi skal skil vera í fíggingini.
But if it can be done in any way—and I have no doubt for a moment that it can—then we shall build the Suðuroy tunnel.
article_dagur_translated
Men letur tað seg upp á nakran sum helst máta gera, og tað ivist eg onga løtu í, at tað ger, so skulu vit gera Suðuroyartunnilin.
It is our duty to the people of Suðuroy.
article_dagur_translated
Tað skylda við suðuroyingum.
It is our duty to all Faroese.
article_dagur_translated
Tað skylda vit øllum føroyingum.
“Therefore the Faroe Islands must be for everyone,” said Aksel V. Johannesen, among other things, in his chairman's report to the Social Democratic Party convention at Stórhøllin við Tjarnir.
article_dagur_translated
Tí Føroyar skulu vera fyri øll”,  segði Aksel V. Johannesen m.a. í síni formansfrágreiðing til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum í Stórhøllini við Tjarnir.
See the link to the speech here:
article_dagur_translated
Sí leinkju til røðuna her:
Stórhøllin við Tjarnir has already proven its social value and lives up to the concept "High ceilings - wide walls" with its varied activities—from sports and music to politics and diverse cultural events.
article_dagur_translated
Stórhøllin við Tjarnir hevur longu prógvað sítt samfelagsvirði og livir upp til hugtakið "Høgt til loftið - vítt til veggja"  sínum sínum fjølbroytta virksemi - frá ítrótti, tónleiki og nú eisini politikki og fjølbroyttum mentanarligum tiltøkum annars.
From the Social Democratic Party convention at Tjarnir on Saturday.
article_dagur_translated
Frá landsstevnu Javnaðarfloksins við Tjarnir leygardagin.
Photos: Jan Müller
article_dagur_translated
Myndir Jan Müller
Today the new pope, Leo XIV, held his first Sunday prayer at St. Peter's Square in Rome, and during it he issued a call to stop all wars in the world.
article_dagur_translated
Í dag hevði nýggi pávin, Leo 14. sína fyrstu sunnudagsbøn á Pætursplássinum í Rom, og tá kom hann við eina áheitan um at steðga øll kríggj í heiminum.
Thousands of people had gathered in St. Peter's Square to hear the new pope.
article_dagur_translated
Túsundatals fólk vóru savnað á Pætursplássinum fyri at hoyra nýggja pávan.
Among other things, Pope Leo called for the establishment of lasting peace in Ukraine, a ceasefire in Gaza, and the release of all Israeli hostages.
article_dagur_translated
Leo pávi kom m.a. við áheitan um at fáa í lag varandi frið í Ukraina umframt vápnahvíld í Gaza og leyslating av øllum ísraelskum gíslum.
"But there are so many other wars in the world," the pope added, according to Reuters.
article_dagur_translated
– Men har eru so nógv onnur stríð í heiminum, legði pávin afturat sambært Reuters.