en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The choir consists of 25 singers - all from Trøndelag - and since its founding the choir has been under the direction of Harald Bjørkøy and now Lars Eggen.
article_dagur_translated
Í kórinum eru 25 sangarar - allir úr Trøndelag, og hevur kórið síðani stovnanina verið undir leiðslu av Harald Bjørkøy og nú Lars Eggen.
At the concert the choir will sing both Norwegian and Faroese songs - including "Ólav Tryggvason."
article_dagur_translated
Á konsertini fer kórið at syngja bæði norskar og føroyskar sangir - eisini Ólav Tryggvason.
In the Tórshavn men's choir, which will soon celebrate 40 years, there are today over 70 singers under the direction of Jón Festirstein.
article_dagur_translated
Í Tórshavnar manskóri, sum skjótt hevur 40 ár á baki, eru í dag omanfyri 70 sangarar undir leiðslu av Jón Festirstein.
The Faroese Betri Bank is the bank in the Danish realm where the money is safest.
article_dagur_translated
Føroyski Betri Banki er tann bankin í danska ríkinum, har pengarnir liggja tryggast.
This is shown by an assessment that the Danish company Bank Research A/S makes each year of the Danish financial institutions.
article_dagur_translated
Tað vísir ein meting, sum danska felagið Bank Research A/S á hvørjum ári ger av donsku peningastovnunum.
In its report the company also makes a risk assessment of each of the 47 financial institutions in the realm.
article_dagur_translated
Í frágreiðingini ger felagið eisini eina váðameting av hvørjum einstakum av teimum 47 peningastovnunum í ríkinum.
A year ago, Betri Bank ranked sixth based on the 2023 accounts.
article_dagur_translated
Fyri einum ári, lá Betri Banki á einum sætta pláss mett út frá 2023 roknskapinum.
But now that the accounts for 2024 have been reviewed, Betri Bank has moved from an index of 302.5 to 287.5, which is the best on the list.
article_dagur_translated
Men nú roknskapirnir fyri 2024 eru gjøgnumgingnir, gongur Betri Banki fram frá einum indexi upp á 302,5 til 287,5 sum er tað besta á listanum.
Thus it can be said that Betri Bank is the financial institution in the realm where the money is safest.
article_dagur_translated
Harvið kann sigast, at Betri Banki er tann peningastovnurin í ríkinum, har pengarnir liggja tryggast.
This figure is likely due to the very cautious financial and lending policies the bank has pursued in recent years.
article_dagur_translated
Helst skal hetta talið síggjast út frá sera varna fíggjar- og lánspolitikkinum, sum bankin hevur ført hesi seinastu árini.
Overall the money is secure in the Faroe Islands, as Føroya Banki and Norðoya Sparikassi are doing well at 18th and 20th on the list — index 360.0 and 365.0.
article_dagur_translated
Yvirhøvur liggja pengarnir trygd í Føroyum, tí Føroya Banki og Norðoya Sparikassi liggja flott á einum 18. og einum 20. plássi á listanum – index 360,0 og 365,0.
On the other hand, Suðuroyar Sparikassi is in deep trouble at the bottom of the list.
article_dagur_translated
Hinvegin liggur Suðuroyar Sparikassi í tungum sjógvi á aftasta pláss.
This position is not new for the small savings bank based in Vágur, as a year ago it was also at the very bottom of this list.
article_dagur_translated
Henda støða er ikki nýggj hjá lítla sparikassanum við høvuðssæti í Vági, tí fyri einum ári síðani lá hann eisini niðrast á hesum listanum.
But the assessment has improved from 550.0 to 540.0.
article_dagur_translated
Men metingin er gingin fram úr 550,0 til 540,0
Grønlandsbanken is in 14th place with a risk index of 347.5.
article_dagur_translated
Grønlandsbanken liggur á einum 14. plássi  við einum váðaindexi á 347,5.
Looking at the large Danish financial institutions, Danske Bank and Jyske Bank are in 36th and 37th place with index figures of 420.0, Nykredit Bank is number 42 with 442.5, and Sydbank is number 28 with 392.5.
article_dagur_translated
Hyggja vit eftir teimum stóru donsku peningastovnunum, so liggja Danske Bank og Jyske Bank á 36. og 37. plássi við indextalinum 420,0, Nykredit Bank er nummar 42 við 442,5 og Sydbank nr. 28 við 392,5.
I begin my week in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eg byrji mína viku í Føroyum.
It is wonderful to be back here.
article_dagur_translated
Tað er deiligt at vera aftur her.
Thus writes Mette Frederiksen on her social media late this afternoon along with a photo of herself in Tinganes.
article_dagur_translated
Soleiðis skrivar Mette Frederiksen á sínum sosialum miðlum seint seinnapartin saman við einari mynd av sær sjálvari í Tinganesi.
The Danish prime minister confirms how beautiful it is today, but at the same time that there is also seriousness.
article_dagur_translated
Danski stjórnarleiðarin staðfestir, hvussu vakurt tað er í dag, men samstundis at álvarsemi eisini er.
On this fine weather day in the Faroe Islands, the leaders of the Faroe Islands, Denmark, Greenland, Iceland and Norway have addressed the security-political situation.
article_dagur_translated
Hendan góðveðursdagin í Føroyum hava stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Noreg viðgjørt trygdarpolitisku støðuna.
This is necessary to relate to, Mette Frederiksen confirms — but for her it is rather difficult to relate to while standing in the Faroe Islands on such a day.
article_dagur_translated
Hetta er neyðugt at fyrihalda seg til, staðfestir Mette Frederiksen - men fyri hana er tað heldur torført  at fyrihalda seg til, meðan man stendur í Føroya einum slíkan dag.
It requires close communication and cooperation between the Faroe Islands and Denmark and our partners in the region.
article_dagur_translated
Tað krevur tætt samskifti og samstarv mellum Føroyar og Danmark og okkara samstarvsfelagar í økinum.
It is also because today I have had a meeting with the Faroe Islands, Greenland, Iceland and Norway.
article_dagur_translated
Tað er eisini tí at eg í dag havi havt eitt ein fund við Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg.
This meeting was not announced until last night, but as far as is understood plans for the government meeting have existed for some time, and it was put on the schedule at the beginning of the month.
article_dagur_translated
Hesin fundurin varð ikki kunngjørdur fyrrenn í gjárkvøldið, men sum skilst hava ætlanir verið um sjórnarfundin í eina tíð, og kom hann á skrá fyrst í mánaðinum.
Mette Frederiksen has left the Faroese capital and has set course for the Danish capital.
article_dagur_translated
Mette Frederiksen er farin úr føroyska høvuðsstaðnum aftur, og hevur hon sett kós móti tí danska høvuðsstaðnum.
She reports that today she also had "a good and significant meeting" with the prime minister, where, among other things, cooperation between the countries was on the agenda.
article_dagur_translated
Hon greiðir frá, at hon i dag eisini hevði "ein góðan og týðandi fund" við løgmann, har millum annað samstarvið landanna millum var á breddanum.
You are faced with a common task that both countries are prepared to solve.
article_dagur_translated
Tit standa við einari felags uppgávu, sum bæði lond eru uppsett uppá at loysa.
Strong cooperation is essential — and we have that, the Danish prime minister concludes.
article_dagur_translated
Sterkt samstarv er umráðandi - og tað hava vit, endar danski stjórnarleiðarin við.
The military wing of Hamas confirms to Reuters today that the Israeli-American hostage, Edan Alexander, has been released today.
article_dagur_translated
Hernaðarligi parturin av Hamas váttar í dag fyri Reuters, at ísraelsk-amerikanski gíslin, Edan Alexander, ídag er leyslatin.
According to the media outlet, Hamas has handed the hostage over to the Red Cross.
article_dagur_translated
Sambært miðlinum hevur Hamas latið gíslan til Reyða Kross.
With this release, Hamas is trying to pave the way for new negotiations on a ceasefire, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Við hesi leyslatingini roynir Hamas at slóða fyri, at farast kann undir nýggjar samráðingar um vápnahvíld, skrivar Ritzau.
According to Reuters, Hamas says the organization is ready "to take part in negotiations to achieve a comprehensive ceasefire."
article_dagur_translated
Sambært Reuters sigur Hamas, at felagsskapurin er til reiðar “at gerast partur í samráðingunum um at fáa í lag eina umfatandi vápnahvíld”.
Edan Alexander is 21 years old from New Jersey in the USA.
article_dagur_translated
Edan Alexander er 21 ár úr New Jersey í USA.
He was serving in the Israeli military when he was taken hostage during Hamas's attack on Israel on October 7, 2023.
article_dagur_translated
Hann gjørdi tænastu í ísraelska herinum, tá hann varð tikin til gísla undir Hamas-álopinum á Ísrael 7. oktober 2023.
The portal is the top scorer in a survey that Kringvarpið commissioned together with Spyr.fo.
article_dagur_translated
Portalurin er toppskorari í spurnakanning, sum Kringvarpið hevur latið gjørt saman við Spyr.fo.
Two thirds of those who answered the survey visit portal.fo daily.
article_dagur_translated
Tveir triðingar av teimum, ið svara kanningini, eru dagliga á portal.fo.
In.fo and kvf.fo are tied and have just over half of the respondents visiting daily.
article_dagur_translated
In.fo og kvf.fo liggja javnt og hava beint yvir helvtina av teimum spurdu á vitjan dagliga.
Among the young the figures are lower — a little under half of those aged 18–29 visit portal.fo daily, and about a third visit in.fo and kvf.fo daily.
article_dagur_translated
Millum tey ungu eru tølini lægri – ein lítil helvt av teimum 18-29 ára gomlu er dagliga á portal.fo, og ein góður triðingur er dagliga á in.fo og kvf.fo.
Overall, the Faroese news portals are the main sources for news in everyday life.
article_dagur_translated
Sum heild eru føroysku tíðindaportalarnir høvuðskeldur til tíðindi í gerandisdegnum.
Five years ago the news portals also scored highly, but at that time Kringvarpið's radio scored higher.
article_dagur_translated
Fyri fimm árum síðani skoraðu tíðindaportalarnir eisini høgt, men tá skoraði útvarpið hjá Kringvarpinum hægri.
Now the radio has been overtaken by the websites.
article_dagur_translated
Nú er útvarpið yvirhálað av heimasíðunum.
On Monday, May 12, there will be a concert of Faroese music in connection with the major classical music event Classical:NEXT in the German capital, Berlin.
article_dagur_translated
Mánadagin 12. mai verður konsert við føroyskum tónleiki í sambandi við stóra klassiska tónleikatiltakið Classical:NEXT í týska høvuðsstaðnum Berlin.
Kristina Thede Johansen on saxophone and Ólavur Jakobsen on guitar will perform solo pieces by the composers Anna Katrin Øssursdóttir á Egilstrøð and Sunleif Leivsson Rasmussen.
article_dagur_translated
Kristina Thede Johansen á saksofon og Ólavur Jakobsen á gittar, fara at spæla soloverk eftir tónaskøldini Onnu Katrin Øssursdóttir á Egilstrøð og Sunleifi Leivsson Rasmussen.
Classical music in the Faroe Islands has undergone significant development over the past 30 years.
article_dagur_translated
Klassiskur tónleikur í Føroyum hevur verið í stórari menning seinastu 30 árini.
Composers have their works performed and Faroese musicians perform on stages abroad.
article_dagur_translated
Tónsaskøld fáa verk síni framførd og føroyskir tónleikarar virka á øllum pallum uttanlands.
Relatively many releases have received very good international reviews.
article_dagur_translated
Lutfalsliga eru nógvar útgávur, ið fleiri hava fingið sera góð altjóða ummæli.
The classical scene in the Faroe Islands has also organized very large events in recent years.
article_dagur_translated
Hin klassiski pallurin í Føroyum hevur eisini seinastu árini skipað fyri sera stórum tiltøkum.
Participation in this conference — one of the very largest classical events — was arranged last year when Ólavur Jakobsen and Sunleif Leivsson Rasmussen represented the Faroe Islands together with the other Nordic countries.
article_dagur_translated
Luttøkan á hesari stevnu - ein av teim allarstórstu klassisku tiltøkum, kom í lag í fjør, tá ið Ólavur Jakobsen og Sunleif Leivsson Rasmussen umboðaðu Føroyar, saman við hinum norðurlendsku londunum.
It was Faroese Music Export (FMX), the Association of Faroese Composers, Aldubáran and the Soloists' Association of the Faroes that took the initiative for this.
article_dagur_translated
Tað vóru Faroese Music Export (FMX), Felagið Føroysk Tónaskøld, Aldubáran og Einleikarafelag Føroya, ið tóku stig til hetta.
Faroe Music Export (FMX) then this year got the opportunity to organize a Faroese concert and to have its own booth at the major conference in the million-person city of Berlin.
article_dagur_translated
Faroe Music Export (FMX) fekk so í ár møguleikan at skipa fyri eini føroyskari konsert, og at hava egnan bás á stóru stevnuni í milliónbýnum Berlin.
The Faroese music participation has been given the title: The periphery in the center – útjaðarin í miðdeplinum.
article_dagur_translated
Luttøkan hjá føroyska tónleikinum hevur fingið heitið: The periphery in the center – útjaðarin í miðdeplinum.
Kristina and Ólavur from Aldubáran will perform two distinctive works.
article_dagur_translated
Kristina og Ólavur úr Aldubáruni, fara at spæla tvey sermerkt verk.
These are two monumental solo works with electronic and processed effects, for saxophone and guitar respectively.
article_dagur_translated
Talan er um tvey monumental soloverk við elektroniskum og eftirgjørdum effektum, fyri ávikavíst saksofon og gittara.
A different musical experience in which the acoustic instruments and the soloists who play them receive interplay/response from computer technology that processes the natural sounds and then projects them back to the audience.
article_dagur_translated
Ein annarleiðis tónleikauppliving, har akkustisku ljóðførini og solistarnir, ið leika uppá, fáa mótspæl/viðspæl frá teldutøknini, ið viðgerð náttúrligu ljóðini, og síðani varpar tey víðari til áhoyraran.
Sometimes the sound is nearly human, but gradually the technology takes over, and it becomes difficult to tell whether it is the technology or the human that is creating.
article_dagur_translated
Stundum er ljóðið nærum menniskjaligt, men so líðandi tekur tøknin yvir, og tórført er at taka dagar ímillum, hvørt tað er tøknin ella menniskjað, ið skapar.
Faroe Music Export, the Association of Faroese Composers and the music group Aldubáran are responsible for the trip.
article_dagur_translated
Faroese Music Export, Felagið Føroysk Tónaskøld og tónleikabólkurin Aldubáran standa fyri ferðini.
Supporters are Loftbrúgv, the Ministry of Culture and the Tórshavn Municipality.
article_dagur_translated
Stuðlar eru Loftbrúgv, Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.
The band Danny & the Veetos will perform at the Culture Night in Tvøroyri, which will take place on May 30.
article_dagur_translated
Bólkurin Danny & the Veetos fer at framføra á Mentanarnáttini á Tvøroyri, sum verður 30. mai.
Almost immediately after Danny & the Veetos stepped onto the Faroese music scene in 2013, they became beloved by the public.
article_dagur_translated
– Nærum beinanvegin Danny & the Veetos trinu á føroyska tónleikapallin í 2013, gjørdist teir fólkaogn.
With their well-sounding, lively music and the excellent voice of singer Danny Baldursson, the band captivated listeners, whether they heard them on the radio or saw them play live.
article_dagur_translated
Við sínum væl ljóðandi, lívsglaða tónleiki, og frálíku røddini hjá sangaranum Danny Baldursson, bergtók bólkurin áhoyrararnar, óansæð um teir vóru at hoyra í útvarpinum, ella um teir spældu live.
Songs like "Sunnukvøld í mai," "Alright," "Farvæl," and "stúr ei meir" are known almost by everyone, and we look forward to hearing them on the big stage in the center of Tvøroyri, the municipality writes.
article_dagur_translated
– Løg sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og ”stúr ei meir”, duga næstan øll uttanat og vit gleða okkum at hoyra teir á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri, skrivar kommunan.
Danny & the Veetos will also release a new song on the radio on Friday morning, May 30, and this will also be heard at the Culture Night.
article_dagur_translated
Danny & the Veetos fer eisini at kunngera eitt nýtt lag í útvarpinum fríggjamorgunin 30. mai, og hetta verður eisini at hoyra á mentanarnáttini.
The program for the Culture Night will be announced later, and it will also be delivered to every household in Suðuroy, writes the Tvøroyri municipality.
article_dagur_translated
Skráin fyri mentanarnáttina verður kunngjørd seinni, og verður hon eisini borin í øll húsarhald í Suðuroynni, skrivar Tvøroyrar kommuna.
The Ukrainian intelligence service SBU says it has uncovered a Hungarian spy network that operated in Ukraine.
article_dagur_translated
Ukrainska fregnartænastan SBU sigur seg hava avdúkað eitt ungarskt njósnaranetverk, sum hevur virkað í Ukraina.
In this connection two Hungarians suspected of spying have been arrested.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi eru tveir ungarar, sum eru undir illgruna fyri at njósnast, handtiknir.
They are suspected, according to messages from the Hungarian military intelligence service, of having collected information about the Ukrainian army in the Zakarpattia region in the southwest of Ukraine.
article_dagur_translated
Teir eru undir illgruna fyri, eftir boðum frá hernaðarligu fregnartænasutni í Ungarn, at hava savnað inn upplýsingar um ukrainska herin í landslutinum Zakarpatska í útsynningspartinum av Ukraina.
They are two former servicemen in the Ukrainian army who are said to have received an unknown sum of cash to spy.
article_dagur_translated
Talan er um tvey fyrrverandi herfólk í ukrainska herinum, sum skulu hava fingið eina ókenda peningaupphædd í reiðum peningi fyri at njósnast.
They have also received secret communication devices, Ritzau writes.
article_dagur_translated
Eisini hava tey fingið loynilig samskiftistól, skrivar Ritzau.
According to the SBU, this is the first time in Ukrainian history that the intelligence service has uncovered a Hungarian spy network operating against Ukraine's interests.
article_dagur_translated
Sambært SBU er hetta fyrstu ferð í ukrainskari søgu, at fregnartænastan hevur avdúkað eitt ungarskt njósnaranetverk, sum hevur virkað ímóti áhugamálum hjá Ukraina.
Hungary is a member of the EU and NATO, and Hungarian Prime Minister Viktor Orbán has on several occasions criticized other Western countries for providing military support to Ukraine.
article_dagur_translated
Ungarn er limur í ES og Nato, og hevur ungarski forsæitsráðharrin, Viktor Orbán fleiri ferðir funnist at øðrum vestanlondum fyri at lata hernaðarstuðul til Ukraina.
The tariff on Chinese goods imported into the USA is currently 145 percent, but the American president, Donald Trump, intends to lower it to 80 percent.
article_dagur_translated
Tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA er í dag 145 prosent, men amerikanski forsetin, Donald Trump er sinnaður at lækka hann niður í 80 prosent.
Trump himself says this in a post on Truth Social.
article_dagur_translated
Tað sigur Trump sjálvur í dagføring á Truth Social.
“An 80 percent tariff on China seems right.”
article_dagur_translated
– 80 prosent tollur á Kina tykist rætt.
“It is up to Scott B,” Trump writes, referring to U.S. Treasury official Scott Bessent, who today will meet with Chinese vice premier He Lifeng to discuss the trade war between the countries, Ritzau reports.
article_dagur_translated
Tað er upp til Scott B, skrivar Trump og vísir til amerikanska fíggjarmálaráðharran, Scott Bessent, sum í dag skal hitta kinesiska varaforsætisráðharran, He Lifeng at umrøða handilskríggið millum londini, skrivar Ritzau.
Trump adds that China should open its market to the USA.
article_dagur_translated
Trump leggur afturat, at Kina eigur at lata upp marknað sín fyri USA.
“That would be so good for them.”
article_dagur_translated
– Tað hevði verið so gott hjá teimum.
Closed markets no longer work.
article_dagur_translated
Stongdir marknaðir rigga ikki longur.
The U.S. tariff on Chinese goods is the highest tariff the Trump administration has imposed on foreign goods.
article_dagur_translated
Tollurin hjá USA á kinesiskar vørur er hægsta tollgjaldið, sum umsitingin hjá Trump hevur lagt á útlendskar vørur.
China has responded by raising the tariff on American goods to 125 percent.
article_dagur_translated
Kina hevur svarað aftur við at hækka tollin á amerikanskar vørur upp í 125 procent.
The basic operations produced a surplus of 1.4 million DKK in 2024, which was good and more than twice as large as the year before.
article_dagur_translated
Grundraksturin gav í 2024 eitt avlop á 1,4 mió. kr., ið var gott og væl tvífalt so stórt sum árið fyri.
However, the result from basic operations counted for little against the government’s charge of 6.3 million DKK for the administration of land, and therefore the fund had a deficit of 5.2 million DKK before the result from securities.
article_dagur_translated
Úrslitið av grundrakstrinum munaði tó lítið aftur ímóti rokningini frá landskassanum á 6,3 mió. kr. til rakstur av jarðarumsitingini, og tí hevði grunnurin eitt hall á 5,2 mió. kr. áðrenn úrslitið av virðisbrøvum.
The return on securities, however, fared very well in 2024.
article_dagur_translated
Avkastið av virðisbrøvunum hildnaðist tó sera væl í 2024.
The net income from these was about 11.6 million DKK, and thus the annual result became a surplus of 6.4 million DKK.
article_dagur_translated
Nettoinntøkan av hesum var góðar 11,6 mió. kr., og harvið gjørdist ársúrslitið eitt avlop á 6,4 mió. kr.
The main purpose of the Agricultural Fund is to provide loans and grants for investments in Faroese agriculture.
article_dagur_translated
Høvuðsendamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til íløgur í føroyskan landbúnað.
In addition to loans of 25 million DKK, the fund also provided grants of about 8.6 million in 2024.
article_dagur_translated
Ummframt lán fyri 25 mió. kr. veitti grunnurin í 2024 eisini stuðul á góðar 8,6 milliónir.
The majority of the support is granted for investments in buildings and equipment, and over the last five years grants totaling 56 million DKK have been paid, which on average corresponds to about 11 million DKK per year.
article_dagur_translated
Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu 5 árini er stuðul útgoldin fyri tilsamans 56 mió. kr., sum í miðal svarar til góðar 11 mió. kr. um ári.
In the management report the Agricultural Fund points out that the Parliament this year has adopted several legal changes that will have a negative impact on the fund’s financial development.
article_dagur_translated
Í leiðslufrágreiðingini vísir Búnaðargrunnurin á, at Løgtingið í ár hevur samtykt fleiri lógarbroytingar, ið koma at hava neiliga ávirkan á fíggjarligu gongdina hjá grunninum.
It is also noted in this connection that in recent years the fund’s financial strength has not managed to keep pace with the economic developments in society, and that this situation will not improve with the adopted legal changes.
article_dagur_translated
Víst verður í hesum sambandi eisini á, at seinastu árini hevur fíggjarliga styrkin hjá grunninum ikki megnað at fylgt búskaparligu gongdini í samfelagnum, og at henda støða ikki verður betri við samtyktu lógarbroytingunum.
It is therefore expected that the Agricultural Fund will relatively weaken as a financing institution for the agricultural sector and over time become less and less important as a co-financier when new investments are to be made in this industry.
article_dagur_translated
Útlit eru tí fyri, at Búnaðargrunnurin lutfalsliga fer at vikna sum fíggingarstovnur hjá landbúnaðarvinnuni og við tíðini fær minni og minni týdning sum viðleikari, tá nýggjar íløgur skulu gerast í hesi vinnu.
The manager of the Agricultural Fund is Egon Joensen, and the chairman of the board is Símun Gullaksen.
article_dagur_translated
Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen, og stýrisformaður er Símun Gullaksen.
The other board members are Barbara Pállsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen and Rani Slættanes.
article_dagur_translated
Hini í stýrinum eru Barbara Pállsdóttir Vang, Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.
The new hotel that will be built in Klaksvík will be named KG.
article_dagur_translated
Nýggja hotellið sum verður bygt í Klaksvík fær navnið KG.
It was announced when a groundbreaking ceremony took place around midday.
article_dagur_translated
Tað varð kunngjørt tá reisigildi var um middagsleitið.
The hotel will be finished sometime next year and will cost about 120 million kroner.
article_dagur_translated
Hotellið verður liðugt einaferð næsta ár og fer at kosta einar 120 milliónir krónur,
There will be 83 rooms at KG.
article_dagur_translated
83 kømur vera á KG.
U.S. President Donald Trump and the new federal chancellor in Germany, Friedrich Merz, spoke by telephone on Thursday for the first time since Merz took over leadership in Germany, spokespersons for the German government say.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin, Donald Trump og nýggi samveldiskanslarin í Týsklandi, Friedrich Merz tosaðu hósdagin saman í telefon fyri fyrstu ferð, síðan Merz yvirtók leiðsluna í Týsklandi, sigur talsfólk hjá týsku stjórnini.
In the conversation, Trump congratulated Merz on his new office, and Merz assured Trump that the USA, 80 years after the end of World War II, remains a partner that Germany cannot do without.
article_dagur_translated
Í samrøðuni ynskti Trump Merz til lukku við nýggja embætinum, og Merz vissaði Trump um, at USA 80 ár eftir endanum á seinna heimsbardaga framvegis er ein samstarvsfelagi, sum Týskland ikki kann vera fyri uttan.
They also agreed to find a prompt solution to the trade dispute between the countries, and that tight cooperation is needed to end the war in Ukraine, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Eisini samdust teir báðir um at finna eina skjóta loysn á handilsstríðið millum londini, umframt at tørvur er á tøttum samstarvi fyri at enda kríggið í Ukraina, skrivar Ritzau.
Merz has otherwise criticized the administration of Trump.
article_dagur_translated
Merz hevur annars funnist at umsitingini hjá Trump.