en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
Naina Túgvustein believes that the 70,000 kroner from Lions can help the Alzheimer Association launch this service because it is so different from ordinary visiting services that it is necessary to provide visiting companions with the required skills and a network to rely on. | article_dagur_translated | Naina Túgvustein heldur, at tær 70.000 krónurnar frá Lions kunnu hjálpa Alzheimerfelagnum at seta hesa tænastuna í gongd, tí hon er so nógv øðrvísi enn vanligar vitjanartænastur, at neyðugt er at geva vitjunarvinunum neyðugu førleikarnar og eitt netverk at stuðla seg til. |
“In other cases it is often communication that is the core of the visiting service, but here it is necessary to know how to be together in a different way, where it may be more about being with the senses than about communication,” says the chairwoman of the Alzheimer Association. | article_dagur_translated | – Í øðrum førum er tað ofta samskiftið, sum er tað berandi í vitjanartænastuni, men her er neyðugt at duga at vera saman upp á ein annan mátan, har tað kanska snýr seg meira um at vera sum um sansir enn samskifti, sigur forkvinnan í Alzheimerfelagnum. |
“This approach must start somewhere, and it could for example be in cooperation with, say, the Red Cross, which already has its own visiting service. | article_dagur_translated | – Henda tilgongdin má byrja onkrastaðni, og tað kundi til dømis verið í samstarvi við eitt nú Reyða Kross, sum longu hevur sína vitjunartænastu. |
I could imagine that could be a natural place for us to start, so we can build up the dementia companion service and do it right from the beginning.” | article_dagur_translated | Eg kundi hugsað mær, at kundi verið eitt natúrligt stað hjá okkum at byrja, so vit kunnu uppbyggja tænastuna við demensvinum og gera tað rætt frá byrjan. |
Sands municipality: There is an old ordinance in force that allows the National Museum to grant permission to take gannet eggs from seabird cliffs in certain locations around the country. | article_dagur_translated | Sands kommuna: Tað er ein gomul kunngerð galdandi, sum loyvir Tjóðsavninum at veita loyvi til at ræna lomvigaregg í fuglabjørgum í ávísum støðum um landið. |
But although organized associations and individuals have several times applied for permission to take eggs, they have not succeeded in obtaining that permission — not until this year. | article_dagur_translated | Men, hóast skipað feløg og einstaklingar fleiri ferðir hava søkt um loyvi at ræna, hevur tað ikki eydnast at fáa hetta loyvi – ikki fyrr enn í ár. |
This year the Lon Association, which manages the Lon area on the west side of Sandoy, received permission to conduct some trials to find out the status of the gannet population in the area. | article_dagur_translated | Í ár fekk Lonafelagið, sum varðar av Lonini vestantil á Sandoynni, loyvi at gera nakrar royndir at finna út av, hvussu vorðið er við lomviganum í økinum. |
The National Museum eventually processed the application at a meeting and reminded them of the conditions attached to the permit, such as the requirement to report how many eggs are taken during the season. | article_dagur_translated | Tjóðsavnið gekk umsíðir umsóknini á møti og minti á treytirnar, sum eru við loyvinum, har tað eitt nú skal fráboðast, hvussu nógv egg eru rænd í vertíðini. |
On Friday people went to the Lon and collected gannet eggs, and the total number of eggs that day was 238, which is considered a very good number given that the collecting was so early. | article_dagur_translated | Fríggjadagin vóru fólk í Lonini og rændu lomvigaregg, og samlaða talið av eggum henda dagin gjørdist 238, sum verður hildið at vera eitt hampiliga gott tal, nú ræningin var so tíðliga. |
- The last time we were here taking gannet eggs was on June 5, 2010, and then we got 212 eggs on a single trip like Friday — or from about a quarter of the entire Lon. | article_dagur_translated | - Seinast, vit vóru her og rændu lomvigaregg, var hin 5. juni í 2010, og tá fingu vit 212 egg í somu sigum sum fríggjadagin – ella í umleið einum fjórðingi av samlaðu Lonini. |
People who were in the Lon say that this time they went relatively early to collect to ensure that the gannet would lay again, as usually happens. | article_dagur_translated | Fólk, sum vóru við í Lonini, siga, at hesaferð varð farið lutfalsliga tíðliga at ræna fyri at tryggja sær, at lomvigin verpur uppaftur, soleiðis sum vanligt er. |
It can be estimated that even more would have been laid and more eggs could have been collected if a few more days had passed before they went to collect. | article_dagur_translated | Roknast kann við, at enn meira hevði verið vorpið og fleiri egg kundu verið fingin, um nakrir dagar vóru gingnir aftrat, áðrenn farið varð at ræna. |
- There were 15 people that day, about eight of them young, and several managed to get down into the Lon, and some went down for the first time. | article_dagur_translated | - Vit vóru 15 fólk við henda dagin, harav eini átta ung, og fleiri sluppu niður í Lonina, eins og onkur slapp niður fyrstu ferð. |
The permit that the Lon Association received from the National Museum is valid through June 8, but it is uncertain whether they will go again. | article_dagur_translated | Loyvið, sum Lonafelagið hevur fingið frá Tjóðsavninum, er galdandi til og við hin 8. juni, men ivasamt er, um farið verður avstað aftur. |
Maybe there will be one more trip. | article_dagur_translated | Kanska verður tað ein túrur aftrat. |
- There is also a limit on how many eggs we can take, and some of the eggs have been submitted for testing, say people who were there that day. | article_dagur_translated | - Tað er eisini eitt loft fyri, hvussu nógv egg vit kunnu taka, og nøkur av eggunum eru latin til kanningar, siga fólk, sum vóru við henda dagin. |
From the top of the cliff down to the sea, where the Lon is, is roughly 300 meters, and the gannet is the seabird that nests low down on the rock face. | article_dagur_translated | Úr bakkanum og niður í sjógvin, har Lonin er, eru stívliga 300 metrar, og lomvigin er sjófuglurin, sum reiðrast niðast í berginum. |
- That day we were between 220 and 250 meters down at the farthest point. The rope is hauled with a winch that stands in a winch-house on top of the cliff. | article_dagur_translated | - Henda dagin vóru vit millum 220 og 250 metrar niðri, tá sigið var longst. Línan verður drigin við spæli, sum stendur í spælhúsi uppi á bakkanum. |
It should be added that there is a difference between shooting a gannet and taking a few gannet eggs from the rock over several years, as has been done now for many years. | article_dagur_translated | Leggjast kann aftrat, at tað er munur á at skjóta eina lomvigi – og so at taka nøkur lomvigaregg í berginum við fleiri árum ímillum, soleiðis sum tað hevur verið nú í mong ár. |
If you remove a gannet egg, the gannet usually lays again, but a gannet that is shot never breeds again. | article_dagur_translated | Rænir tú eitt lomvigaregg, verpur lomvigin vanliga uppaftur, men ein lomvigi, sum verður skotin, verpur ongantíð aftur. |
Egg collecting has always been part of the cultural heritage on Sandoy, but no one gets younger, and if no trips are made like this one, that part of the heritage will disappear. | article_dagur_translated | Ræning hevur altíð verið ein partur av siðaarvinum í Sandoynni, men eingin verður yngri, og verður eingin túrur gjørdur, sum hesaferð, doyr hesin partur av siðaarvinum burtur. |
It does not make the Faroe Islands richer. | article_dagur_translated | Tað ger ikki Føroyar ríkari. |
The Lon Association is pleased to have the opportunity to carry out this trial, and the association is also pleased that despite the early stage of the breeding season there was good laying. | article_dagur_translated | Lonafelagið fegnast um møguleikan at gera hesa royndina, og felagið fegnast eisini um, at hóast tíðliga í verpingartíðini, var væl vorpið. |
Among the people who took part in the collecting on Friday were, for example, Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri (nicknamed 'róptur'), and Jens-Kjeld Jensen, a bird expert from Nólsoy. | article_dagur_translated | Millum fólk, sum vóru við í ræningini fríggjadagin, vóru eitt nú Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, róptur, og Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy. |
At least 27 people were taken to hospital after a car at 6 PM yesterday drove into a large crowd celebrating the football club Liverpool FC, which has won the English championship, the Premier League, in football. | article_dagur_translated | Minst 27 persónar vórðu fluttir á sjúkrahús, eftir at ein bilur klokkan 18 í gjár koyrdi inn í eina stóra mannamúgvu, sum fagnaði fótbóltsfelagnum Liverpool FC, sum hevur vunnið enska meistaraheitið, Premier League, í fótbólti. |
The condition is serious for two of those admitted. | article_dagur_translated | Støðan er álvarslig hjá tveimum av teimum innlagdu. |
About 20 people received treatment at the scene and therefore did not need to be admitted to hospital. | article_dagur_translated | Umleið 20 persónar fingu viðgerð á staðnum, og høvdu tí ikki tørv á at verða innløgd á sjúkrahús. |
Among them were four children. | article_dagur_translated | Teirra millum vóru fýra børn. |
This was reported by the British police at a press conference yesterday evening. | article_dagur_translated | Hetta upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi í gjárkvøldið. |
The police say the incident is not being treated as a terrorist attack. | article_dagur_translated | Løgreglan sigur, at málið ikki verður viðgjørt sum eitt yvirgangsálop. |
It is being treated as an isolated incident. | article_dagur_translated | Talan er um eina einstaka hending. |
A 53-year-old white man of British origin from the Liverpool area was arrested at around 8 PM yesterday in connection with the incident. | article_dagur_translated | Ein 53 ára gamal hvítur maður av bretskum uppruna úr Liverpool-økinum varð ukm 20 tíðina í gjárkvøldið handtikin í sambandi við hendingina. |
Video footage of the incident shows the car driving at low speed before it stopped and reversed a little. | article_dagur_translated | Filmsupptøkur av hendingini vísa, at bilurin koyrdi við lágari ferð áðrenn hann støðgaði og bakkaði eitt sindur. |
Afterwards the car was surrounded by several people who began hitting the vehicle. | article_dagur_translated | Hareftir varð bilurin kringsettur av fleiri persónur, sum byrjaðu at sláa á bilin. |
Then the driver chose to press the accelerator, and as a result several people were injured. | article_dagur_translated | Tá valdi bilførarin at traðka á spitaran, og harvið komu fleiri fólk til skaða. |
Shortly after, the police arrived and formed a ring around the car, writes NRK. | article_dagur_translated | Stutt eftir kom løgreglan og gjørdi ring rundan um bilin, skrivar NRK. |
Several thousand Liverpool fans had gathered in the city's streets yesterday to celebrate the Premier League title. | article_dagur_translated | Fleiri túsund Liverpool-fjepparar vóru savnaðir á gøtunum í býnum í gjár, fyri at hátíðarhalda Premier League-gullið. |
- Our thoughts are with those affected by this serious incident, the football club wrote in a statement. | article_dagur_translated | - Okkara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesi álvarsligu hendingini, skrivar fótbóltsfelagið í eini fráboðan. |
- The images from Liverpool are horrific. | article_dagur_translated | - Myndirnar úr Liverpool eru ræðuligar. |
My thoughts are with all those who have been injured and their loved ones. | article_dagur_translated | Tankar mínir eru hjá øllum teimum, sum hava fingið skaða og teirra nærmastu. |
I want to thank the police and emergency services for being so quick on the scene, wrote Keir Starmer, the prime minister, on X yesterday evening. | article_dagur_translated | Eg vil takka løgreglu og neyðhjálpartænastuni fyri at tey vóru so skjót á staðnum, skrivaði Keir Starmer, forsætisráðharri á X í gjárkvøldið. |
Summer heat has now arrived in Spain. | article_dagur_translated | Summarhitin er nú komin til Spania. |
In several places in the country temperatures of between 35 and 40 degrees are now being forecast, which is unusually high for the season that still technically counts as spring. | article_dagur_translated | Fleiri staðni í landinum verður nú boðað frá hita millum 35 og 40 hitastig, sum er óvanliga nógv fyri árstíðina, sum framvegis sigur, at talan er um vár. |
Summer in Spain has started a month earlier than it used to. | article_dagur_translated | Summarið í Spania er byrjað ein mánaða fyrr enn tað plagdi. |
These are signs that people in Spain should expect real heat waves, says Peter Tanev, a meteorologist at Danish TV2. | article_dagur_translated | Hetta eru tekin um, at tey í Spania skulu rokna fyri veruligum hitabylgjum, sigur Peter Tanev, sum er veðurfrøðingur hjá danska TV2. |
The risk of heat waves in Europe has increased in connection with climate change, and they will occur more often than in the past. | article_dagur_translated | Vandin fyri hitabylgjum í Evropa er øktur í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, og fara t koma oftari fyri enn í gomlum døgum. |
The heat waves are also becoming longer-lasting, Tanev adds. | article_dagur_translated | Hitabylgjurnar verða eisini drúgvari, leggur Tanev afturat. |
The intense heat poses challenges for countries in Southern Europe, where they can expect water shortages this summer — this applies to both drinking water and especially water for irrigating agricultural land. | article_dagur_translated | Nógvi hitin gevur avbjóðingar hjá londunum í Suðurevropa, har tey kunnu rokna við vatntroti í summar – tað er galdandi fyri bæði drekkivatn, og serliga vatn til at at væta landbúnaarjørðina. |
There is also a risk of floods when it eventually starts raining again. | article_dagur_translated | Vandi er eisini fyri vatnflóðum, tá tað einaferð fer at regna aftur. |
Because if the soil is dried out it cannot absorb the water, which then runs straight into rivers that cannot handle all the water, meteorologists point out. | article_dagur_translated | Tí um jørðin er uppturkað, so megnar hon ikki at svølgja vætuna, sum rennur beint út í áirnar, sum ikki megna at taka ímóti øllum vatninum, vísa veðurfrøðingar á. |
For public health too, a hotter climate can be a challenge, because with extreme heat over a prolonged period, mortality also increases, says climate professor Sebastian Mernild to TV2. | article_dagur_translated | Eisini fyri fólkaheilsuna kann heitari veðurlagið vera ein avbjóðing, tí við ógvusligum hita í longri tíð, økist deyðiligheitin eisini, sigur veðurlagsprofessarin Sebastian Mernild, við TV2. |
In connection with King Frederik's 57th birthday yesterday, the king presented the Grand Cross of the Order of the Dannebrog to his nephews, Counts Nikolai and Felix, at a family dinner. | article_dagur_translated | Í sambandi við 57 ára føðingardagin hjá Fríðriki kongi í gjár, handaði kongur við ein døgurða í familjuni stórkrossin av Dannebrog til bróðursynir sínar, greivarnar Nikolai og Felix. |
After this, the counts — as is done for everyone who receives the Grand Cross — are to have a personal knightly shield made. | article_dagur_translated | Eftir hetta skulu greivarnir – eins og tað verður gjørt hjá øllum, ið fáa stórkrossin – hava gjørt ein persónligan riddaraskjøldur. |
When the shields are finished, they will be hung in the chapel of knights at Frederiksborg Castle in Hillerød, the Danish royal house writes today. | article_dagur_translated | Tá skjaldrarnir eru lidnir, verða teir hongdir upp í riddarakapellinum á Frederiksborg slotti í Hillerød, skrivar danska kongshúsið í dag. |
55-year-old Nepali Kami Rita has now been on Mount Everest 31 times. | article_dagur_translated | 55 ára gamli nepalesarin Kami Rita hevur nú verið uppi á Mount Everest 31 ferðir. |
With this he has broken his own record of 30, which he set last year, Reuters writes. | article_dagur_translated | Harvið hevur hann sligið egna met sítt á 30, sum hann setti í fjør, skrivar Reuters. |
The climb to the world's highest mountain was with a group of Indians, where Kami Rita acted as guide. | article_dagur_translated | Túrurin upp á heimsins hægsta fjall var saman við einum bólki av indarum, har Kami Rita var guide. |
Kami Rita is a so-called sherpa, that is, a serving mountaineer who ensures that tourists reach the mountain safely. | article_dagur_translated | Kami Rita er sokallaður sherpa, altso ein servandur fjallmaður, sum tryggjar, at ferðafólk koma trygt upp á fjallið. |
It is by no means risk-free to climb the world's highest peak, which is 8,849 meters high. | article_dagur_translated | Tað er als ikki vandaleyst at klintra upp á heimsins hægsta fjallatind, sum er 8.849 metrar høgur. |
Earlier this month two climbers died on the expedition. | article_dagur_translated | Fýrr í hesum mánaðinum eru tveri ferðamenn deyðir á túrinum. |
One Indian, who was on his way down from the summit, and one Filipino, who was on his way up. | article_dagur_translated | Ein indari, sum var á veg niður av toppinum, og ein filipsoyingur, sum var á veg upp. |
Both were 45 years old. | article_dagur_translated | Báðir vóru 45 ára gamlir. |
This morning it was possible to tow the 135-metre, 10,000-ton cargo ship NCL Salten off Byneset in the Trondheim Fjord. | article_dagur_translated | Í morgun eydnaðist tað at hála 135 metra og 10.000 tons tunga farmaskipið NCL Salten av aftur Byneset í Tróndheimsfjørðinum. |
It was last Thursday that the ship ran aground just a few metres from the house of Johan Helberg, which stands right down at the fjord. | article_dagur_translated | Tað var síðsta hósdag, at skipið rendi seg fast bert fáa metrar frá húsinum hjá Johan Helberg, sum stendur heilt niðri í fjørðuni. |
The ship ran aground at high tide and was therefore quite firmly stuck. | article_dagur_translated | Skipið rendi á land í flóð, og stóð tí rættiliga fast. |
But by removing the containers that were on the front of the ship's deck, a tugboat succeeded today in towing the cargo ship free again. | article_dagur_translated | Men við at taka bingjurnar, sum stóðu fremst á dekkinum av skipinum, eydnaðist tað í dag einum sleipibáti at hála farmaskipið leyst aftur. |
It does not appear that the ship suffered major damage from the accident. | article_dagur_translated | Tað sær ikki út til, at skipð hevur tikið stóran skaða av óhappinum. |
The accident has also not caused significant pollution, writes NRK. | article_dagur_translated | Óhappið hevur heldur ikki ført til dálking av týdningi, skrivar NRK. |
But in the area where the ship ran aground there have been several landslides; parts of the slope have come loose and slid into the sea. | article_dagur_translated | Men í økinum har skipið rendi á land hava verið fleiri skriður, partar av bakkanum hava loyst seg og eru farnir á sjógv. |
Over the weekend the authorities chose to evacuate several of the residents from their houses in the area, but most of them have returned home. | article_dagur_translated | Um vikuskifti valdu myndugleikarnar at flyta fleiri av íbúgvunum út teirra húsum í økinum, men flestu teirra eru sloppin heimaftur. |
However, one family still cannot return to their house, writes NRK. | article_dagur_translated | Enn er tó ein familja, sum ikki sleppur aftur í hús síni, skrivar NRK. |
A great many people have in recent days come to the area to see the ship standing in Johan Helberg's yard. | article_dagur_translated | Heilt nógv fólk eru hesar dagarnar komin til økið fyri at síggja skipið standa inni í garðinum hjá Johan Helberg. |
This has also caused traffic congestion at times. | article_dagur_translated | Hetta hevur eisini ført til ferðsluruðulleika í løtum. |
A small airplane had to make an emergency landing last night on Suðurlandsvegur east of Hólmsheiði, which is the main country road in Iceland from Reykjavík towards Hveragerði. | article_dagur_translated | Eitt lítið flogfar mátti í gjárkvøldið gera eina neyðlending á Suðurlandsvegi eystan fyri Hólmsheiði, sum er høvuðslandavegurin í Íslandi úr Reykjavík móti Hverðagerði. |
The aircraft had just left the Reykjavík airport bound for Britain when it experienced some kind of trouble. | article_dagur_translated | Flogfarið var júst farið av flogvøllinum í Reykjavík við kós móti Bretlandi, tá tað fekk trupulleikar av onkrum slag. |
Only the pilot was on board the aircraft, and he escaped unharmed from the incident. | article_dagur_translated | Bert flogskiparin sat í flogfarinum, og hann slapp snikkaleysur frá hendingini. |
The aircraft had come from the USA and landed at the Reykjavík airport where it remained for a few hours to refuel. | article_dagur_translated | Flogfarið var komið úr USA og setti seg á flogvøllinum í Reykjavík har tað stóð í nakrar tímar fyri at bunkra. |
The aircraft has now been moved away for investigation, writes the Icelandic broadcaster RÚV. | article_dagur_translated | Flogfarið er nú flutt burtur til kanningar, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. |
Although it might have looked suspicious, it was not a scam at all. | article_dagur_translated | Hóast tað kundi sæð illgrunasamt út, so er als ikki talan um nakað svik. |
The police earlier this afternoon issued a notice that fake SMS messages were circulating and pointed to an image of SMS messages in which the recipient is asked to respond to a quick survey from Spyr.fo. | article_dagur_translated | Løgreglan sendi fyrrapartin út fráboðan um at følsk sms-boð vóru í umferð og vísti til eina mynd av sms-boðum, har brúkarin verður biðin um at svara einari skjótari spurningarkanning frá Spyr.fo. |
The sender was a +599 phone number. | article_dagur_translated | Avsendarin var eitt +599 telefonnummar. |
But people can be reassured. | article_dagur_translated | Men fólk kunnu vera trygg. |
This was a voter survey that Spyr.fo conducted for Portalur, and which is scheduled to be announced tomorrow. | article_dagur_translated | Hetta var ein veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin, og sum eftir ætlan verður kunngjørd í morgin. |
"The messages are completely safe and come from Spyr.fo, but it is only the sender name that, for technical reasons, does not appear as it usually does," says Allan Dalsgarð, director of Spyr.fo. | article_dagur_translated | - Boðini eru púra trygg og koma frá Spyr.fo, men tað er bara navnið á avsendaranum, sum av tekniskum ávum ikki stendur sum tað plagar, sigur Allan Dalsgarð, stjóri í Spyr.fo. |
Normally the sender is listed as "Spyr.fo" and not a mobile phone number. | article_dagur_translated | Vanliga er avsendarin nevniliga "Spyr.fo" og ikki eitt fartelefonnummar. |
However, the voter survey was carried out last night without problems and 500 people responded. | article_dagur_translated | Veljarakanningin varð tó gjøgnumførd í gjárkvøldið uttan trupulleikar og 500 fólk svaraðu. |
As mentioned, the results of the survey will be visible on Portalur tomorrow. | article_dagur_translated | Sum nevnt, verður úrslitið av kanningini at síggja á Portalinum í morgin. |
On May 23, six employees at the Hospital Service took the journeyman's test as ambulance technicians. | article_dagur_translated | Tann 23. mai stóðu seks starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum sveinaroyndina sum ambulansuviðgerðar. |
They were Sólvar Nielsen, Gunnar Ziska, Steffan Arthur Pálsson, Mortan á Bøgarði, Eirin Wiberg and Thorbjørn D. Poulsen. | article_dagur_translated | Hesi vóru Sólvar Nielsen, Gunnar Ziska, Steffan Arthur Pálsson, Mortan á Bøgarði, Eirin Wiberg og Thorbjørn D. Poulsen. |
The Hospital Service writes that the journeyman's test consisted of three parts: a written, an oral and a practical assignment. | article_dagur_translated | Sjúkrahúsverkið skrivar, at sveinaroyndin var í trimum pørtum: Ein skrivlig, ein munnlig og ein praktisk uppgáva. |
The students have completed a basic course in the Faroe Islands, and then a main course in collaboration with Rescue Center Denmark at Rybners Technical School in Esbjerg. | article_dagur_translated | Næmingarnir hava staðið eitt grundskeið í Føroyum, og síðani eitt høvuðsskeið í samstarvi við Rescue Center Denmark á Rybners tekniska skúla í Esbjerg. |
The main course is composed of practical training and instruction in the Faroe Islands, followed by examinations at the school in Esbjerg. | article_dagur_translated | Høvuðsskeiðið er samansett av praktikk og undirvísing í Føroyum, og síðani próvtøku í skúlanum í Esbjerg. |
In the future, the plan is for the Ambulance Service within the Hospital Service to admit students with the aim that they receive training as ambulance technicians. | article_dagur_translated | - Í framtíðini er ætlanin at Sjúkraflutningstænastan í Sjúkrahúsverkinum skal taka næmingar inn við tí endamáli, at teir fáa útbúgving sum ambulansuviðgerðar. |
The training takes 4 years and is partly in the Faroe Islands and Denmark. | article_dagur_translated | Utbúgvingin tekur 4 ár, og er partvís í Føroyum og Danmark |
Rakul Beinirsdóttir Gardar has been appointed as the new lawyer in Klaksvík Municipality. | article_dagur_translated | Rakul Beinirsdóttir Gardar er sett sum nýggjur løgfrøðingur í Klaksvíkar kommunu. |
Rakul herself is from Klaksvík. | article_dagur_translated | Rakul er sjalv úr Klaksvík. |
She holds a master's degree in law and in recent years has worked in the HR department at Articon, where among other things she has managed personnel matters and data protection. | article_dagur_translated | Hon hevur masterútbúgving í løgfrøði og hevur seinastu árini starvast á HR-deildini hjá Articon, har hon m.a. hevur umsitið starvsfólkaviðurskifti og dátuvernd. |
Rakul has also worked as an advisor in connection with projects at the Pharmacy Service and the Public Works Department, Klaksvík Municipality informs. | article_dagur_translated | Rakul hevur eisini starvast sum ráðgevi í samband við verkætlan hjá Apoteksverkinum og í Almennaverkinum, upplýsir Klaksvíkar kommunu. |
One of the tasks of the lawyer will be within data protection. | article_dagur_translated | Ein av uppgávunum hjá løgrfrøðinginum verður innanfyri dátvernd. |
Klaksvík Municipality was hard hit last year by an attack carried out by hackers. | article_dagur_translated | Klaksvíkar kommuna varð í fjør hart rakt av álopi, sum teldusníkar stóðu fyri. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.