en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
- Rakul's main task will be to provide legal advice and sparring to employees on various matters, such as case processing and public access. | article_dagur_translated | - Høvuðsuppgávan hjá Rakul verður at veita starvsfólkum løgfrøðiliga ráðgeving og sparring í ymiskum málum, eitt nú um málsviðgerð og alment innlit. |
In addition, Rakul will have overall responsibility for the data protection area of Klaksvík Municipality. | article_dagur_translated | Afturat hesum kemur Rakul at hava yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu. |
This afternoon Elsa Berg, the mayor, laid the foundation stone for the new care home at Stórubrekku in Hoyvík. | article_dagur_translated | Seinnapartin setti Elsa Berg, borgarstjóri, hakan í til nýggja røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík. |
Articon had the lowest bid to build the care home at just under 300 million kroner. | article_dagur_translated | Articon hevði lægsta tilboðið at byggja røktarheimið uppá knappar 300 milliónir krónur. |
It is a large home consisting of several smaller, interconnected buildings of varying heights and orientations. | article_dagur_translated | Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. |
The home includes 64 residential places and day services for 50 elderly residents living at home. | article_dagur_translated | Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. |
The care home at Stórubrekku will therefore also be the largest care home in the municipality. | article_dagur_translated | Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi. |
The home is expected to be completed in the second half of 2027. | article_dagur_translated | Væntandi verður heimið liðugt í seinnu helvt av 2027. |
It was in November 2024 that a man attacked another man in Skálafjørður — with a knife. | article_dagur_translated | Tað var í november 2024, at ein maður leyp á ein annan í Skálafirði - við knívi. |
The victim survived, while the other, a 32-year-old man originally from the Philippines, was remanded in custody for attempted murder. | article_dagur_translated | Tann órættaði slapp við lívinum, meðan hin, ein 32-ára gamal maður við uppruna í Filipsoyggjunum, varð varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd. |
He has since been held in custody, and today a verdict was delivered in the Faroese Court in the case. | article_dagur_translated | Hann hevur síðani sitið í varðhaldi, og í dag fall dómur í Føroya Rætti í málinum. |
According to the public broadcaster, the sentence is unconditional imprisonment for one year, and the person shall be expelled from the country. | article_dagur_translated | Sambært Kringvarpinum eitur dómurin treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, umframt at persónurun skal vísast av landinum. |
This is for: | article_dagur_translated | Hetta er fyri: |
- Especially severe, brutal or dangerous violence and illegal intrusion in Skálafjørður on November 21 last year. | article_dagur_translated | - Serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør. |
Katrin Thorsvig Hansen, lead prosecutor at the police, | article_dagur_translated | Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni, |
that one year is approximately what the prosecution demanded for the offense. | article_dagur_translated | at eitt ár er umleið tað, sum ákæruvaldið kravdi fyri brotsverkið. |
It could be proven — among other things with surveillance camera footage — that the 32-year-old man had prepared this. | article_dagur_translated | Tað kundi prógvast - millum annað við vakmyndatóli - at 32-ára gamli maðurin hevði lagt hetta til rættis. |
Among other things by buying a knife, binoculars and a bag. | article_dagur_translated | Millum annað við at keypa knív, kikara og eina tasku. |
The convicted man nevertheless denies guilt in the case, which will now be appealed to the High Court. | article_dagur_translated | Dømdi maðurin noktar seg tó sekan í málinum, sum nú verður skotið inn fyri landsrættin. |
On Saturday the Centre Party held its annual meeting at Dansifrøði in Tórshavn. | article_dagur_translated | Leygardagin hevði Miðflokkurin sín ársfund í Dansifrøði íTórshavn. |
The party itself writes that party members have always been eager to attend the annual meetings, and this year was no exception. | article_dagur_translated | Flokkurin skrivar sjálvur, at ðfloksfólk hava altíð verði røsk at møta upp til ársfundirnar, og í ár var einki undantak. |
As usual, a chairman's speech and some debate are on the agenda on such days. | article_dagur_translated | Sum vant eru formansrøða og nakað av kjaki á skránni slíkar dagar. |
This was no exception, and this time the social situation featured somewhat: there is a need for a social reorganization/a reform. | article_dagur_translated | Hetta var einki undantak, og hesaferð fylti sosiala støðan nakað: Man hevur tørv á sosialari nýskipan/ einum reformi. |
- The social gap, which refers to society today, was one of the major topics of debate. | article_dagur_translated | - Sosiala gjógvin, sum merkir samfelagið í dag, var eitt av stóru kjakevnunum. |
This was also made clear in the chairman's speech by Jenis av Rana, who also addressed the situation of the unborn child and its parents. | article_dagur_translated | Hetta kom eisini greitt fram í formansrøðuni hjá Jenis av Rana, sum eisini viðgjørdi viðurskifti ófødda barnsins og foreldur tess. |
Israel was likewise thoroughly discussed at the Centre Party's national congress. | article_dagur_translated | Ísrael var somuleiðis dúgliga viðgjørt á landsfundi Miðfloksins. |
Here the trade relations between the Faroe Islands and Israel, which are in constant growth, were brought up. | article_dagur_translated | Her var handilssambandið millum Føroyar og Ísrael, sum er í støðugum vøkstri, tikið upp. |
The foreign guest was also from Israel. | article_dagur_translated | Útlendski gesturin var eisini úr Ísrael. |
Eran Masas was the guest speaker, and he participated in the | article_dagur_translated | Eran Masas var gestarøðari, og luttók hann á |
national congress and at a public event on the Sunday after the congress. | article_dagur_translated | landsfundinum og á almennum tiltaki sunnudagin eftir landsfundin. |
Masas used, among other things, photos and video to describe his experiences on October 7, when Hamas attacked Israel. | article_dagur_translated | Masas nýtti millum annað myndir og video at greiða frá upplivingum sínum tann 7. oktober, tá Hamas leyp á Ísrael. |
The election of board members was, as usual, on the agenda. | article_dagur_translated | Val av nevndarlimum var sum vant á skránni. |
Rani Andrasson Skaalum and Rósa Tyril were in charge of the election. | article_dagur_translated | Rani Andrasson Skaalum og Rósa Tyril stóðu fyri vali. |
After the vote it was clear that Rani Skaalum will continue on the board, while Finngerð Djurhuus Olsen. | article_dagur_translated | Eftir atkvøðugreiðlsuna var greitt, at Rani Skaalum heldur fram í nevndini, meðan Finngerð Djurhuus Olsen. |
Deputy members of the board are Margretha Kjærbæk and Vilhelm Henrik í Skálanum. | article_dagur_translated | Varalimir í nevndini eru Margretha Kjærbæk og Vilhelm Henrik í Skálanum. |
The board will organize itself soon, confirms the Centre Party. | article_dagur_translated | Nevndin skipar seg í næstum, staðfestir Miðflokkurin. |
It is now clear who will play the three main roles in the new television series about Harry Potter. | article_dagur_translated | Nú er greitt, hvør skal spæla teir tríggjar høvuðsleiklutirnar í nýggju sjónvarpsrøðini um Harry Potter. |
HBO announced today that Dominic McLaughlin will play the role of Harry Potter, Arabella Stanton will play Hermione Granger, and Alastair Stout will play the role of Ron Weasley. | article_dagur_translated | HBO hevur í dag kunngjørt, at Dominic McLaughlin spælir leiklutin sum Harry Potter, Arabella Stanton spælir Hermione Granger og Alastair Stout spælir leiklutin sum Ron Weasley. |
According to foreign media, more than 30,000 have attended auditions for the main roles in the large film series. | article_dagur_translated | Sambært útlendskum miðlum hava omanfyri 30.000 verið til upptøkuroynd til høvuðsleiklutirnar í stóru filmsrøðini. |
Filming is expected to begin this summer. | article_dagur_translated | Væntandi byrja upptøkurnar í summar. |
It was in April that HBO announced other roles. | article_dagur_translated | Tað var í apríl, at HBO kunngjørdi aðrar leiklutir. |
Among others, John Lithgow will play Dumbledore, Nick Frost will play Hagrid, Janet McTeer will play Minerva McGonagall, and Paapa Essiedu will play Severus Snape. | article_dagur_translated | Millum annað spælir John Lithgow leiklutin sum Dumbledore, Nick Frost spælir Hagrid, Janet McTeer spælir Minerva McGonagall og Paapa Essiedu spælir Severus Snape. |
It has been almost 28 years since the author J.K. Rowling released the first book, "Harry Potter and the Philosopher's Stone." | article_dagur_translated | Tað eru næstan 28 ár síðani at rithøvundurin J.K Rowling kom út við fyrstu bókini "Harry Potter og vitramannasteinurin". |
All seven books have been translated into Faroese by Gunnar Hoydal, Malun Háberg, and Bergur Rasmussen. | article_dagur_translated | Allar sjey bøkurnar eru umsetttar til føroyskt av Gunnari Hoydal, Maluni Háberg og Bergi Rasmussen. |
Nine projects have received a total of DKK 9.2 million in research funding from the Research Council. | article_dagur_translated | Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans 9,2 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum. |
There were many applications for research funding this year. | article_dagur_translated | Metnógvar umsóknir vóru um stuðul til gransking í ár. |
Fifty applications were submitted by the annual February deadline. | article_dagur_translated | 50 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. |
That was 11 more than last year. | article_dagur_translated | Tað vóru 11 fleiri enn enn í fjør. |
A total of DKK 54.3 million was applied for. | article_dagur_translated | Søkt varð um tilsamans 54,3 mió. kr. |
Of the nine projects that the Expert Committee for Research Funding has granted support to, five are PhD projects. | article_dagur_translated | Av teimum 9 verkætlanunum, ið Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til, eru 5 ph.d.-verkætlanir. |
Sixty-seven percent of the project leaders are women and 33% are men. | article_dagur_translated | 67% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33% menn. |
The Committee's decisions are based on expert evaluations from foreign specialists and on strategic assessments for research in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Avgerðirnar hjá Faknevndini eru grundaðar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum. |
The Faroese Parliament has allocated DKK 9 million for research funding this year. | article_dagur_translated | Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. |
Surplus funds from completed and discontinued projects were added, so the total allocation was DKK 9.2 million. | article_dagur_translated | Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,2 mió. kr. |
Margreta Nónklett: "Unity Gives Strength - Origin, Development and Impact of the Faroese Women's Movement from 1975 to the Early 1980s" | article_dagur_translated | Margreta Nónklett: "Samanhald gevur styrki - Uppruni, gongd og ávirkan hjá føroysku Kvinnufylkingini frá 1975 til fyrst í 1980’unum" |
Project at the National Museum - DKK 330,000 | article_dagur_translated | Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 330.000 |
Ingi Heinesen Højsted: "Implementing PISA Research: A Design Research Approach to Developing Mathematical Literacy among Upper Primary School Students" | article_dagur_translated | Ingi Heinesen Højsted: "At verkseta PISA gransking: Ein design granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans" |
PhD project at the School of Education at the University - DKK 1,700,000 | article_dagur_translated | Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildinii á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.700.000 |
Tróndur Møller Sandoy and Erika A. Hayfield: "Faroese Youth Outmigration, Education, Return Migration and Society: A Multimethod Approach" | article_dagur_translated | Tróndur Møller Sandoy og Erika A. Hayfield: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd" |
Project at the Department of History and Social Studies at the University - DKK 950,000 | article_dagur_translated | Verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 950.000 kr. |
Terji Nielsen: "Use of Real-Time Knowledge in Power Control Systems to Increase Efficiency and Reduce CO2 Emissions on the Path to a 100% Sustainable Electricity System" | article_dagur_translated | Terji Nielsen: "Gagnnýtsla av vitlíki í orkustýringarskipanini fyri at økja um virknið og minka um útlátið av koldioksidi á leiðini til 100% burðardygga elskipan" |
PhD project at SEV - DKK 650,000 | article_dagur_translated | Ph.d. verkætlan á SEV - 650.000 kr. |
Karin Habermehl-Cwirzen: "Reusing Excavated Rock as an Innovative Material" | article_dagur_translated | Karin Habermehl-Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar" |
PhD project at the Faculty of Natural Sciences at the University - DKK 1,600,000 | article_dagur_translated | Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.600.000 kr. |
Maria Marjunardóttir Dahl: "Mapping the Faroese PMCV Infection History" | article_dagur_translated | Maria Marjunardóttir Dahl: "Kortlegging av Føroysku PMCV smittusøguni" |
PhD project at the Public Health Office - DKK 1,250,000 | article_dagur_translated | Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - 1.250.000 kr. |
Katrin Hoydal: "Changes in the Ecosystem of Faroese Fjords over the Past Century" | article_dagur_translated | Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina" |
Project at the Environmental Agency - DKK 1,000,000 | article_dagur_translated | Verkætlan á Umhvørvisstovuni - 1.000.000 kr. |
Durita Viderø Gunnarsson: "Increasing Physical Activity in Hospitalized Patients with a Digital Intervention for Patients and Staff" | article_dagur_translated | Durita Viderø Gunnarsson: "Øking av kropsligum virkni hjá innløgdum sjúklingum við talgildari interventión til sjúklingar og starvsfólk" |
PhD project at the Health Research Unit - DKK 1,100,000 | article_dagur_translated | Ph.d. verkætlan á Heilsugranskingareindini - 1.100.000 kr. |
Ulrike Steuerwald: "The Genetic Causes of Idiopathic Hyperketosis in the Faroe Islands" | article_dagur_translated | Ulrike Steuerwald: "Genetisku orsøkirnar til idiopatiska hyperketosu í Føroyum" |
Project at the Health Research Unit - DKK 600,000 | article_dagur_translated | Verkætlan á Heilsugranskingareindini - 600.000 kr. |
Last year it was "Frøknur", and now Byrta and Sakaris have again released an '80s classic in a new form. | article_dagur_translated | Í fjør var tað "Frøknur", og nú hava Byrta og Sakaris aftur latið ein 80'ara klassiskara í nýggjan ham. |
It is a reinterpretation of “Stjørnuskot”, which the band Plúmm released in 1985. | article_dagur_translated | Talan er um eina endurinnspæling av “Stjørnuskot”, sum bólkurin Plúmm gav út í 1985. |
BYRTA and SAKARIS were surprised that no one had previously made a reinterpretation of the song, which was released exactly 40 years ago. | article_dagur_translated | - BYRTA og SAKARIS undraðu seg á, at eingin áður hevði gjørt eina endurinnspæling av lagnum, sum kom út fyri júst 40 árum síðani. |
So it was natural to make a new version, which now has a more modern sound. | article_dagur_translated | So tískil var upplagt, at gera eina nýggja útgávu, sum nú hevur fingið eitt meira nýmótans ljóð. |
The song revolves around a dreamer who stands in front of the mirror and dreams of standing on a big stage. | article_dagur_translated | Lagið snýr sum ein droymara, sum stendur frammanfyri speglinum og droymir um at standa á einum stórum palli. |
It is Janus Rasmussen and Sakaris Emil Joensen who have produced and recorded the song. | article_dagur_translated | Tað eru Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og upptikið lagið. |
They sing together with Guðrið Hansdóttir. | article_dagur_translated | Teir syngja saman við Guðrið Hansdóttir. |
Torkil Johannesen and Leivur Thomsen have arranged it, and Kjartan Magnussen made the special cover. | article_dagur_translated | Torkil Johannesen og Leivur Thomsen hava sett saman, og serstøku permuna gjørdi Kjartan Magnussen. |
According to the proposal, the main purpose of the special building regulation is to preserve the specific aesthetic and cultural-historical values in the Rabarbukvarteret area. | article_dagur_translated | Sambært uppskotinum er høvuðsendamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í Rabarbukvarterinum. |
This will be ensured by considering the distinctive characteristics and qualities of the neighborhood as a whole as well as of the individual houses. | article_dagur_translated | Hetta verður tryggjað bæði við at hyggja at serligu eyðkennunum og dygdunum í býlinginum í síni heild eins og í einstøku húsunum. |
Furthermore, the purpose of the special building regulation is to preserve the neighborhood as an old and charming residential area close to the city center. | article_dagur_translated | Harafturat er endamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita býlingin sum eitt gamalt og dámligt bústaðarøki nærindis miðbýnum. |
It is therefore necessary to ensure an appropriate balance between preservation, renovation and new construction, which should make it possible to develop the area with contemporary housing and pleasant streets. | article_dagur_translated | Neyðugt er tískil at tryggja eina hóskandi javnvág millum varðveiting, umbygging og nýbygging, sum skal gera tað møguligt at menna økið við tíðarhóskandi bústøðum og hugnaligum gøtum. |
The houses stand close together, and the relatively small houses were mostly built by workers, craftsmen and fishermen. | article_dagur_translated | Húsini standa tætt, og vórðu tey lutfalsliga smáu húsini einamest bygd av arbeiðsfólki, handverkarum og fiskimonnum. |
In particular, the housing types of 'traðarmannahús' and 'skiparahús' can be seen in the area, but there are also several cast (concrete) houses. | article_dagur_translated | Serliga eru húsasniðini traðarmannahús og skiparahús at síggja í økinum, men eisini eru fleiri stoypt hús. |
Today's construction activity in the area mainly involves renovations and extensions, whereby some houses are better adapted to the surroundings than others. | article_dagur_translated | Byggivirksemið í økinum í dag fevnir einamest um umvælingar og uppíbyggingar, harav nøkur hús eru betri tillagað eftir umhvørvinum enn onnur. |
The special building regulation shall provide the framework for how future building is carried out with respect for the existing qualities of the area. | article_dagur_translated | Serstaka byggisamtyktin skal vera karmur um, hvussu framtíðar bygging verður framd við virðing fyri verandi dygdum í økinum. |
The aim is that most of the houses in the area will be preserved or recreated according to the original house types and expressions. | article_dagur_translated | Miðað verður eftir, at flestu húsini í økinum verða varðveitt ella endurskapaði sambært uppruna húsasniði og úttrykki. |
Renovation and new construction must likewise be in harmony with the character of the surroundings; for example, the provisions set requirements regarding, among other things, location, design and materials. | article_dagur_translated | Umbygging og nýbygging skal somuleiðis vera í samljóði við dámin í umhvørvinum, t.m. at ásetingarnar seta fram krøv um m.a. staðseting, snið og tilfar. |
The Faroe Islands still have the highest employment rate in Europe. | article_dagur_translated | Føroyar hava framvegis hægsta vinnutíttleikan í Evropa. |
In recent years the employment rate, which counts how large a share of the population is in the labor force, has remained steady between 83 and 85 percent, and in 2024 the employment rate among 15- to 74-year-olds in the Faroe Islands was 85 percent. | article_dagur_translated | Seinastu árini hevur vinnutíttleikin, sum telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini, ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í 2024 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu í Føroyum 85 prosent. |
The second-highest employment rate in Europe was in Iceland - 80 percent. | article_dagur_translated | Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa var í Íslandi - 80 prosent. |
In Sweden and Denmark the employment rate was 74 percent, while it was 73 percent in Norway, writes the Statistics Office. | article_dagur_translated | Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 73 prosent í Noregi, skrivar Hagstovan. |
The employment rate in the Faroe Islands is the highest in Europe for both men and women, and notable about the employment rate in the Faroe Islands compared with other countries is that the difference between the sexes is very small. | article_dagur_translated | Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum, og sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil. |
The employment rate for men and women in the Faroe Islands is respectively 87 percent and 83 percent. | article_dagur_translated | Vinnutíttleikin hjá monnum og kvinnum í Føroyum er ávikavist 87 prosent og 83 prosent. |
The employment rate in the Faroe Islands is higher in almost all age groups compared with Iceland, Denmark and the EU. | article_dagur_translated | Vinnutíttleikin í Føroyum er hægri í nærum øllum aldursbólkum samanborið við Ísland, Danmark og ES. |
Among 15- to 20-year-olds the employment rate is 73 percent in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Millum tey 15 til 20 ára gomlu er vinnutíttleikin 73 prosent í Føroyum. |
For comparison it is 70 percent in Iceland, 57 percent in Denmark and 20 percent in the EU. | article_dagur_translated | Til samanberingar er hann í Íslandi 70 prosent, í Danmark 57 prosent og í ES 20 prosent. |
Among 65- to 69-year-olds the employment rate is 67 percent. | article_dagur_translated | Millum tey 65 til 69 ára gomlu er vinnutíttleikin 67 prosent. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.