en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
It has been mentioned that it is an aircraft intended to replace the current presidential plane, Air Force One. | article_dagur_translated | Tað hevur verið nevnt, at talan er um eitt flogfar, sum skal koma í staðin fyri núverandi forsetaflogfarið, Air Force One. |
The aircraft is a Boeing 747-8, valued at 400 million dollars, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Flogfarið er av slagnum Boeing 747-8, sum hevur eitt virði á 400 milliónir dollarar, skrivar Ritzau. |
The U.S. Secretary of Defense, Pete Hegseth, has formally accepted the gift, which according to the New York Times may be the largest foreign gift the U.S. government has received. | article_dagur_translated | Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur formliga tikið ímóti gávuni, sum sambært New York Times møguliga er størsta útlendska gávan, sum amerikanska stjórnin hevur fingið. |
According to the U.S. Constitution, the American president is not allowed to receive gifts from other countries, but unnamed sources say, according to ABC News, that the White House has ensured this does not violate the rules. | article_dagur_translated | Sambært amerikonsku grundlógini sleppur amerikanski forsetin ikki at taka ímóti gávum úr øðrum londum, men ónevndar keldur siga, sambært ABC news, at Hvítu Húsini hava tryggjað sær, at hetta ikki stríðir ímóti reglunum. |
The American president, Donald Trump, also says he does not consider it to be a problem. | article_dagur_translated | Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur eisini, hann ikki heldur tað vera ein trupulleiki. |
"I will never be someone who says no thanks to such an offer," he said last week when reporters at the White House asked him about the matter. | article_dagur_translated | - Eg fari ongantíð at vera ein, sum sigur nei takk til eitt sovorið tilboð, segði hann í síðstu viku, tá tíðindafólk í HVítu Húsunum spurdu hann um málið. |
At the moment, two Boeing aircraft of the VC-25A type are used for the travels of the American president. | article_dagur_translated | Í løtuni verða tvey Boeing-flogfør av slagnum VC-25A nýtt til ferðir hjá amerikanska forsetanum. |
They are two converted versions of Boeing 747 aircraft that have been used since 1990 and are scheduled to be replaced soon. | article_dagur_translated | Talan er um tvær umbygdar útgávur av Boeing 747-flogførum, sum hava verið nýttar síðan 1990, og sum eftir ætlan skulu skiftast út skjótt. |
At the city council meeting today, Tórshavn City Council will once again consider the new church in Argir. | article_dagur_translated | Á býráðsfundi í dag skal Tórshavnar býráð enn einaferð viðgera nýggju kirkjuna á Argjum. |
In February last year it was otherwise approved to issue a conditional building permit for the church, which is planned to be built by Sandá, but this was appealed to the Faroese Appeals Court, which annulled the building permit because the municipality had not sent the matter for party consultation to the nearest neig... | article_dagur_translated | Í februar í fjør varð annars samtykt at útskriva treytað byggiloyvi til kirkjuna, sum eftir ætlan skal byggjast við Sandá, men hetta varð kært til Føroya kærustovn, sum ógildaði byggiloyvið orsakað av, at kommunan ikki hevði sent málið til parthoyring hjá nærmastu grannunum, og tí skuldi málið viðgerast av nýggjum. |
The municipality has sent party consultation letters to 16 neighbors, of whom 13 have responded. | article_dagur_translated | Kommunan hevur sent parthoyringarskriv til 16 grannar, harav 13 hava svarað. |
Only one supports the construction of the church, while 12 are against it. | article_dagur_translated | Bert ein tekur undir við at byggingini av kirkjuni, meðan 12 eru ímóti. |
According to Tórshavn City Council, the comments from the neighbors, as a whole, concern the same issues – nature, the view, parking and location. | article_dagur_translated | Sambært Tórshavnar býráð eru viðmerkingarnar frá grannunum, sum heild, um somu evnir - náttúruna, útsýni, parkering og staðseting. |
A majority in the municipality's building and urban planning committee - Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen and Heidi Lava Elgeirsdóttir - support the recommendations of the technical director to confirm the decision to issue a building permit on the condition that the area around the church is restored as shown in t... | article_dagur_translated | Ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini hjá kommununi - Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen og Heidi Lava Elgeirsdóttir- tekur undir við tilmælinum hjá tekniska stjoraranum um at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við tí treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar,... |
Birgir Nielsen and Kári Johansen demand that the matter be brought before the city council for a final vote. | article_dagur_translated | Birgir Nielsen og Kári Johansen krevja málið fyri býráðið til endaliga atkvøðugreiðslu. |
Yesterday, Elsa Berg, mayor of Tórshavn municipality, was handed 1,751 signatures against the construction of the new church. | article_dagur_translated | Í gjár fekk Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, annars handað 1751 undirskriftir ímóti byggingini av nýggju kirkjuni. |
A 26-year-old man has been sentenced to two and a half years of unconditional imprisonment for particularly severe violence against an infant. | article_dagur_translated | Ein 26 ára gamal maður hevur fingið hálvttriðja ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovan harðskap móti einum pinkubarni. |
The man, who is the infant's father, pleaded not guilty. | article_dagur_translated | Maðurin, sum er pápi at pinkibarninum, noktaði seg sekan. |
He has requested time to consider whether the verdict should be appealed to a higher court, reports [the source]. | article_dagur_translated | Hann hevur biðið um umhugsanartíð til at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt, skrivar |
The case concerns an incident that occurred against a three-month-old boy on 23 October 2023. | article_dagur_translated | Málið snýr seg um eina hending, sum fór fram móti einum tríggjar mánaðir gomlum dreingi 23. oktober 2023. |
The boy suffered a skull fracture and multiple brain hemorrhages but has not suffered permanent injury. | article_dagur_translated | Drongurin fekk skallabrot og fleiri heilabløðingar men hevur ikki fingið varandi mein. |
Initially both parents were remanded in custody, but later the charges against the mother were dropped. | article_dagur_translated | Í fyrsta umfari vórðu bæði foreldrini varðhaldsfongslað, men seinni vórðu ákærurnar móti mammuni sleptar. |
Total expenditures on research and development in the Faroe Islands were 367 million kroner in 2023, which corresponds to 1.4 percent of the gross domestic product (GDP). | article_dagur_translated | Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum vóru 367 milliónir krónur í 2023, sum svarar til 1,4 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni - BTÚ. |
That is 0.3 percentage points — or 52 million — less compared with 2022 when research and development amounted to 1.7 percent of GDP. | article_dagur_translated | Tað er 0,3 prosentstig - ella 52 milliónir - minni samanborið við 2022 tá granskað og ment varð fyri 1,7 prosent av BTÚ. |
Over the same period GDP has grown by 6.7 percent, and that has also affected the trend, writes [the source]. | article_dagur_translated | Hetta sama tíðarskeið er BTÚ vaksið 6,7 prosent, og hevur tað eisini ávirkað gongdina, skrivar |
Expenditures on research and development decreased in all Nordic countries in 2023 compared with 2022, and expenditures in the Faroe Islands were lower than in the other Nordic countries in both years. | article_dagur_translated | Útreiðslurnar til gransking og menning minkadu í øllum Norðurlondum í 2023 í mun til 2022, og útreiðslurnar í Føroyum vóru lægri enn í øðrum Norðurlondum bæði árini. |
In Norway expenditures were 1.6 percent of GDP, in Iceland 2.6 percent, in Denmark 2.9 percent, in Finland 3.0 percent and in Sweden 3.5 percent. | article_dagur_translated | Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,5 prosent. |
According to the Statistics Office, the private sector accounted for more than two thirds of research and development expenditures in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Sambært Hagstovuni stóð privati geirin fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. |
Business enterprises conducted research equivalent to 0.9 percent of GDP, while the public sector and higher education institutions conducted research equivalent to 0.3 percent and 0.2 percent of GDP respectively in 2023. | article_dagur_translated | Vinnufeløg granskaðu fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granskaðu fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ í 2023. |
There were a total of 252 full-time equivalent positions engaged in research and development in 2023. | article_dagur_translated | Tað vóru tilsamans 252 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. |
The gender distribution of researchers is 57 percent men and 43 percent women. | article_dagur_translated | Kynsbýtið av granskarum er 57 prosent menn og 43 prosent kvinnur. |
The boat festival in Vestmanna is at the weekend, but as usual it already started tonight, on Thursday evening. | article_dagur_translated | Bátastevnan í Vestmanna er um vikuskiftið, men sum vant varð longu byrjað í kvøld, hóskvøld. |
People of Vestmanna have prepared in the last days. | article_dagur_translated | Vestmenningar hava gjørt klárt seinastu dagarnar. |
Piers have been set up for the boats and a large tent and a big stage have been erected. | article_dagur_translated | Brúgvar eru settar upp til bátarnar og stórt tjald og stórur pallur eru sett upp. |
Several boats have already arrived in Vestmanna and even more will come tomorrow. | article_dagur_translated | Fleiri bátar eru longu komnir til Vestmannar og enn fleiri koma í morgin. |
The weather has been excellent today, and tomorrow will also be very pleasant weather. | article_dagur_translated | Veðrið hevur verið frálíkt í dag, og í morgin verður eisini heilt hampiligt veður. |
On Saturday the weather services predict some rain, but at the moment the forecasts say it will be dry while the boats sail in in the afternoon. | article_dagur_translated | Leygardagin boða veðurstovurnar frá nakað av regni, men í løtuni siga forsagnirnar, at tað verður turt meðan bátarnir sigla inn seinnapartin. |
The Faroese Artists' Association (LISA) has received a new executive board. | article_dagur_translated | Listafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýggja starvsnevnd. |
LISA held its general meeting on May 3, where Marita Dalsgaard and Hansina Iversen, who have served on the board in recent years, resigned. | article_dagur_translated | LISA hevði aðalfund 3. mai, har Marita Dalsgaard og Hansina Iversen, sum hava sitið í nevndini seinastu árini, løgdu frá sær. |
Marita has been part of the executive board since 2013, and since 2017 she has been chairperson, serving on the board together with Hansina Iversen and Jóhan Martin Christiansen. | article_dagur_translated | Marita hevur verið partur av starvsnevndini síðan 2013, og síðani 2017 hevur hon verið forfólk, og sitið í nevndini saman við Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen. |
“A lot of work has been completed during these years. | article_dagur_translated | – Hesi árini er nógv arbeiði fingið frá hendi. |
We want to thank the three of them for good cooperation and well-executed work!, LISA writes in a press release. | article_dagur_translated | Vit ynskja at takka tey trý fyri gott samstarv og væl frágingið arbeiði!, skrivar LISA í tíðindaskrivi. |
The new executive board of LISA has organized itself as follows: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, chairperson; Kristina Thede Johansen, vice-chairperson; and Sunrid í Gong, board member. | article_dagur_translated | Nýggja starvsnevndin í LISA hevur skipað seg soleiðis: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, forfólk, Kristina Thede Johansen, næstforfólk, og Sunrid í Gong, nevndarlimur. |
On Thursday morning the police were out checking traffic, and in that connection a driver was stopped for speeding on Oyggjarvegur. | article_dagur_translated | Hósmorgunin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Oyggjarvegnum. |
The person was driving at 100 kilometers per hour, although the maximum allowed speed is 80, and he will receive a fine for that. | article_dagur_translated | Viðkomandi koyrdi 100 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað fær hann eina bót fyri. |
The police were also in Vágur checking traffic. | article_dagur_translated | Eisini var løgreglan í Vágum og kannaði ferðsluna. |
The police stopped a number of cars, but no cases were filed there. | article_dagur_translated | Løgreglan steðgaði eina rúgvu av bilum, men har varð einki mál skrivað. |
The police were also called when a truck stopped at the roundabout by the Eysturoy Tunnel yesterday. | article_dagur_translated | Eisini varð løgreglan boðsend, tá ein lastbilur steðgaði upp við rundkoyringina við Eysturoyartunnilin í gjár. |
The truck had gearbox problems and could not continue, so the police had to go out to direct traffic. | article_dagur_translated | Lastbilurin hevði geartrupulleikar og slapp ikki víðari, og tí mátti løgreglan út at stýra ferðsluni. |
The duty officer at the police station in Tórshavn reports that traffic was disrupted for nearly an hour. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at ferðslan var órógvað í nærum ein tíma. |
It was a self-igniting cloth that caused a fire to start in a rubbish bin. | article_dagur_translated | Tað var ein sjálvtendrandi klútur, sum var orsøkin til, at eldur kyknaði í einari ruskspann. |
says the duty officer at the police station in Tórshavn this morning. | article_dagur_translated | segir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. |
The rubbish bin was standing in a garage at Ternuryggi in Tórshavn. | article_dagur_translated | Ruskspannin stóð í einum bilhúsi á Ternuryggi í Havn. |
Someone had used the cloth to apply some substance and had then put the cloth in the rubbish bin. | article_dagur_translated | Onkur hevði brúkt klútin at smyrja okkurt við og hevði síðani koyrt klútin í ruskspannina. |
It can be dangerous, and one should rather put the cloth in a bucket of water after treating terraces and similar, the duty officer reminds. | article_dagur_translated | Tað kann verða vandamikið, og eigur ein heldur á koyra klútin í eina spann av vatni, eftir at mann hevur smurt terassur og líknandi, minnir vaktleiðarin á. |
The fire was quickly extinguished, and the damage was confined to the rubbish bin. | article_dagur_translated | Eldurin var skjótt sløktur, og skaðin var avmarkaður til ruskspannina. |
When the preliminary work for the cemetery at Knúgvar began in 1991, an architectural competition was organized, and proposals were to be made for the entire area at Knúgvar. | article_dagur_translated | Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. |
The winning proposal was by Gudmundur S. Hansen, architect. | article_dagur_translated | Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti. |
For financial reasons, however, it was decided to construct only the other side and not all the terraces further north. | article_dagur_translated | Av fíggjarligum ávum var tó valt bara at gera aðru síðuna og ikki allar hillarnar norðurneftir. |
It was P/F á Heygnum in Saltangará that was responsible for the work, and Jón Durhuus carried out the concrete work. | article_dagur_translated | Tað var P/F á Heygnum í Saltangará, sum stóð fyri arbeiðinum og Jóni Durhuus gjørdi betongarbeiðið. |
The cemetery at Knúgvar was consecrated in March 1997. | article_dagur_translated | Kirkjugarðurin á Knúgvum varð vígdur í mars 1997. |
Since then several terraces have been made and the two most recent were constructed the year before last. | article_dagur_translated | Síðan tá eru fleiri hillar gjørdar og tvær tær síðstu vóru gjørdar fyrraárið. |
There are, however, only burial plots left for a few years in Vestmanna, so it is timely to begin the expansion. | article_dagur_translated | Tað eru tó bara gravarpláss eftir til nøkur fá ár fram í Vestmanna, so tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina. |
With the expansion, 200 additional burial plots will become available. | article_dagur_translated | Við útbyggingini verða 200 gravarpláss tøk afturat. |
The new burial plots will ensure a natural transition between the two cemeteries at Knúgvar to the old cemetery by the church, so that it will not be necessary to expand in the future. | article_dagur_translated | Við nýggju gravarplássunum verður tryggjað eitt nátúrligt skifti millum báðar kirkjugarðarnar á Knúgvum til gamla kirkjugarðin við kirkjuna, so at tað ikki verður neyðugt at byggja út í framtíðini. |
The expansion is arranged with respect for the existing design of the cemetery, with terraces following the terrain. | article_dagur_translated | Útbyggingin er løgd til rættis við virðing fyri núverandi sniði á kirkjugarði, við hillum eftir lendinum. |
Articon is carrying out the work and the company expects that the work will take approximately five months. | article_dagur_translated | Articon ger arbeiðið og fyritøkan væntar, at arbeiðið tekur áleið fimm mánaðir. |
The city council did not agree with the majority of the Street Names Committee on calling the new access road to Tórshavn "Outer Ring Road." | article_dagur_translated | Býráðið var ikki samt við meirilutanum í Gøtunavnanevndini um at kalla nýggja innkomuvegin til Havnar "Ytri ringvegur". |
Yesterday it was decided that the name shall be "Havnarvegur." | article_dagur_translated | Í gjár varð samtykt at navnið skal vera "Havnarvegur". |
This was something the minority in the Street Names Committee, Jógvan Arge and Marius Rein, recommended. | article_dagur_translated | Hetta var nakað sum minnilutin í Gøtunavnanevnini, Jógvan Arge og Marius Rein, mæltu til. |
It was also agreed that the upper part of Sundsvegur should continue to be called Sundsvegur all the way down to the end. | article_dagur_translated | Samtykt var eisini at ovasti partur av Sundsvegnum framvegis skal eita Sundsvegur líka niðan til endan. |
This was despite the Street Names Committee having recommended that the upper part of Sundsvegur should be called "undir Villingafossi." | article_dagur_translated | Eisini hóast Gøtunavnanevndin mælt itil, at ovasti partur av Sundsvegnum skuldi eita "undir Villingafossi". |
According to plans, Havnarvegur will open around the turn of the month between June and July. | article_dagur_translated | Eftir ætlan letur Havnarvegur upp um mánaðarskiftið juni og juli. |
Bjørt Samuelsen, the speaker of the Faroese parliament, has these days participated in meetings in Reykjavík. | article_dagur_translated | Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur í hesum døgum luttikið á fundum í Reykjavík. |
The West Nordic Council held a chairmanship meeting, and Bjørt Samuelsen participated for the first time as chairwoman of the Faroese delegation. | article_dagur_translated | Útnorðurráðið hevði formansskapsfund, og luttók Bjørt Samuelsen á fyrsta sinni, sum forkvinna fyri føroysku sendinevndina. |
At the meeting of the West Nordic Council, among other things, the annual meeting and the celebration in connection with the West Nordic Council's 40th anniversary were discussed. | article_dagur_translated | Á fundinum í Útnorðurráðnum var eitt nú ársfundurin og hátíðarhaldið í sambandi við 40 ára stovningardag Útnorðurráðsins umrøddur. |
This will take place in Greenland later this year. | article_dagur_translated | Hetta verður í Grønlandi seinni í ár. |
Bjørt Samuelsen, the speaker of the Faroese parliament, also met the newly elected president of the Icelandic Parliament, Þórunn Sveinbjarnardóttir. | article_dagur_translated | Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hitti harumframt nývalda forseta Altingsins, Þórunn Sveinbjarnardóttir. |
Together with the Greenlandic speaker of Inatsisartut, Kim Kielsen, these three parliamentarians discussed matters of common interest for the West Nordic countries. | article_dagur_translated | Saman við grønlendska formanninum fyri Inatsisartut, Kim Kielsen, umrøddu hesi trý tingforfólkini viðurskifti av felags áhuga fyri londini í Útnorði. |
For example, they discussed the tense situation in the world and the importance of standing together as small nations in these particular times. | article_dagur_translated | Eitt nú spentu støðuna í heiminum og týdningin av at standa saman sum smátjóðir, í hesum serligu tíðum. |
Rasmus Tantholdt was the only journalist from Scandinavia who reported news from Kyiv when Russian tanks invaded Ukraine in 2022. | article_dagur_translated | Rasmus Tantholdt var einasti journalisturin úr Skandinavia, sum sendi tíðindi úr Kyiv, tá russisku stríðvognarnir gjørdu innrás í Ukraina í 2022. |
Because that is his job — to be precisely where war, conflict and disasters rage. | article_dagur_translated | Tí tað er hansara arbeiði - at vera júst har, ið kríggj, stríð og vanlukkur herja. |
For example, he has reported news from Iraq, Afghanistan, Syria and from the Arab Spring. | article_dagur_translated | Eitt nú hevur hann sent tíðindi úr Irak, Afghanistan, Sýria og frá arabiska várinum. |
On Wednesday, May 28 at 19:00 in Norðurlandahúsið, he will speak about this work of his. | article_dagur_translated | Mikudagin, 28. mai kl. 19 í Norðurlandahúsinum, fer hann at greiða frá hesum arbeiði sínum. |
In the lecture he will address what life is like behind the camera and the ethical and moral dilemmas he is often in, and both the serious and multifaceted stories he knows how to tell. | article_dagur_translated | Í fyrilestrinum kemur hann inn á, hvussu lívið er handan myndatólið og um etisku og moralsku tvístøðurnar, hann mangan er í, og um bæði álvarsamar og margháttligar søgur, hann veit um at siga. |
He will also give us his personal account of, for example, the war in the Gaza Strip, which he has followed closely since this war truly flared up again in October 2023. | article_dagur_translated | Eisini gevur hann okkum sína persónligu lýsing av eitt nú stríðnum í Gaza-geiranum, sum hann hevur fylgt neyvt eftir at hetta stríðið av álvara kyknaði aftur í oktober 2023. |
Rasmus completed his education at the Danish School of Journalism in June 2000. | article_dagur_translated | Rasmus hevur nomið sær útbúgving á Danmarkar Journalistháskúla í juni 2000. |
He started working for TV2's news department in June 2000 and has been on the foreign affairs department since 2003. | article_dagur_translated | Hann fór í starv hjá TV2 á tíðindadeildini í juni 2000 og hevur verið á uttanlandsdeildini síðan 2003. |
Rasmus has won many awards for his work and conduct as a journalist; for example, in 2022 he received the Publicist Award for the work he did in Ukraine. | article_dagur_translated | Rasmus hevur vunnið sera nógvar heiðurslønir fyri arbeiðið og hegnið sum journalistur, eitt nú fekk hann í 2022 Publicist-virðislønina fyri arbeiðið, hann hevur gjørt í Ukraina. |
It is possible to buy tickets at nlh.fo. | article_dagur_translated | Til ber at keypa atgongumerki á nlh.fo. |
Last week the Finance Committee of the Faroese Parliament went on an informational trip to Sweden and Latvia. | article_dagur_translated | Í farnu viku var fíggjarnevndin í Løgtinginum á kunningarferð í Svøríki og Lettlandi. |
The overall purpose of the trip was to acquire knowledge and gain inspiration on, among other things, fiscal sustainability, labor market participation and equality, and how these matters can be considered in the work on the budget bill, writes the Parliament's website. | article_dagur_translated | Yvirskipaða endamálið við ferðini var at nema sær vitan og fáa íblástur um eitt nú fíggjarpolitiskt haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðu, og um hvussu atlit kunnu takast til hesi viðurskifti í arbeiðinum við fíggjarlóg, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum. |
During the trip the committee visited political and administrative authorities in both countries, where there was an opportunity to discuss Faroese challenges and gain insight into experiences and working methods that may be relevant in a Faroese context. | article_dagur_translated | Á ferðini vitjaði nevndin politiskar og fyrisitingarligar myndugleikar í báðum londunum, har høvi var at umrøða føroyskar avbjóðingar og fáa innlit í royndir og arbeiðshættir, sum kunnu vera viðkomandi í føroyskum høpi. |
In Sweden the committee, for example, held a meeting with the Finance Committee of the Riksdag, as well as with the Swedish Ministry of Finance and the Ministry of Health and Social Affairs. | article_dagur_translated | Í Svøríki hevði nevndin eitt nú fund við fíggjarnevndina í Ríkisdegnum, umframt svenska Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið. |
There the committee received information about fiscal policy as well as the generous parental leave system in Sweden. | article_dagur_translated | Har fekk nevndin kunning um fíggjarpolitikk umframt liðiligu barsilsskipanina í Svøríki. |
Meetings were also held with representatives of Sveriges Kommuner och Regioner about public finances, demographic challenges and long-term planning. | article_dagur_translated | Fundir vóru eisini við umboð fyri Sveriges kommuner och regioner um almenna búskapin, demografiskar trupulleikar og langtíðar planlegging. |
On the visit to Latvia emphasis was placed on fiscal sustainability and the role of vocational education in the economy, writes the Parliament's website. | article_dagur_translated | Á vitjanini í Lettlandi varð dentur lagdur á fíggjarpolitiskt haldføri og leiklutin hjá yrkisútbúgvingum í búskapinum, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum. |
The Finance Committee, for example, met with the Finance Committee of the Saeima and the Ministry of Finance, as well as SkillsLatvia and other institutions, where they were informed about how vocational education is organized and financed. | article_dagur_translated | Fíggjarnevndin hevði eitt nú fund við fíggjarnevndina í Saeima og Fíggjarmálaráðið, umframt SkillsLatvia og aðrar stovnar, har kunnað varð um, hvussu yrkisútbúgvingar eru skipaðar og fíggjaðar. |
The trip also included a visit to the VEF cultural centre with particular attention to financing, operations and investments. | article_dagur_translated | Ferðin fevndi eisini um vitjan í VEF-mentanarhúsinum við serligum atliti at fígging, rakstri og íløgum. |
This was of interest in connection with Faroese plans to build a national theatre, and light was shed on various financing options and arrangements. | article_dagur_translated | Hetta hevði áhuga í sambandi við føroyskar ætlanir um bygging av tjóðleikhúsi, og varð ljós varpað á ymiskar fíggingarmøguleikar og skipanir. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.