en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Absolutely fantastically great.
article_dagur_translated
Heilt fantastiska flott.
"A thousand thanks," were the words from Ruth Thomsen, chairwoman of Megd.
article_dagur_translated
Túsund takk, vóru orðini frá Ruth Thomsen, forkvinnu í Mged.
She also mentioned the value of the informative segments that were shown during the evening.
article_dagur_translated
Hon nevndi eisini virði av teimum kunnandi innsløgunum sum vóru gjøgnum kvøldið.
There are probably many around the country who did not know much about what these various Megd associations do and what they are about.
article_dagur_translated
Tað eru nokk fleiri kring landið, sum ikki hava vitað tað stóra um hvat hesi ymisku feløgini hjá Megd gera og hvat tað snýr seg um.
So I expect that many have become wiser this evening, and that is important.
article_dagur_translated
So eg vænti tað eru nógv, sum eru blivin klókari í kvøld, og tað er umráðandi.
The money will be distributed among all 24 member associations in Megd.
article_dagur_translated
Pengarnir verða býttir millum øll 24 limafeløgini í Megd.
"And I have no doubt that it will greatly benefit many Faroese people that the associations will have a bit more to work with," said Ruth Thomsen.
article_dagur_translated
Og eg ivist slett ikki í, at tað fer at koma øgiliga nógvum føroyingum til góðar at feløgini fáa eitt sindur meira at arbeiða við, segði Ruth Thomsen.
It is still possible to support Megd and also to participate in the raffle for a Citroen E-C3 electric car.
article_dagur_translated
Enn ber til at stuðla Megd og eisini at vera við í lutakastinum um ein Citroen E-C3 el-bil.
This is done by calling the phone number 905650.
article_dagur_translated
Tað verður gjørt við at ringja á telefon 905650.
By doing so you support with 150 kroner and are entered into the raffle for the car.
article_dagur_translated
So stuðlar tú við 150 krónum og er við í lutakastinum um bilin.
The deadline is at midnight and the winner will be announced tomorrow morning.
article_dagur_translated
Freistin er á midnátt og vinnarin verður kunngjørdur í morgin fyrrapart.
9181 - 777.333.3 (Betri bank)
article_dagur_translated
9181 - 777.333.3 (Betri banki)
6460 - 777.333.3 (Føroya Banki)
article_dagur_translated
6460 - 777.333.3 (Føroya Banki)
9865 - 737.373.7 (Norðoya Sparikassi)
article_dagur_translated
9865 - 737.373.7 (Norðoya Sparikassi)
9870 - 310.295.6 (Suðuroyar Sparikassi)
article_dagur_translated
9870 - 310.295.6 (Suðuroyar Sparikassi)
A warning has been issued about strong winds, and this also affects the ferry services of Strandferðslan.
article_dagur_translated
Boðað verður frá nógvum vindi, og hetta ávirkar eisini siglingina hjá Strandferðsluni.
It is announced that there is no ferry service between Sørvág and Mykines today, and the Smyril sailings from Tórshavn at 08:45 and from Krambatanga at 11:30 will also not run.
article_dagur_translated
Boðað verður frá, at eingin sigling er millum Sørvág og Mykines í dag, og túrarnir hjá Smyrli av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 verða heldur ikki sigldir.
If the weather clears, a sailing will depart from Tórshavn at 16:00, and services will operate according to the timetable for the remainder of the day, writes Strandferðslan.
article_dagur_translated
Um viðrar verður siglt av Havnini klokkan 16, og siglt verður sambært ferðaætlan tað ið eftir er av degnum, skrivar Strandferðslan.
Yesterday the police were out checking traffic, and the result of this was that two drivers received points on their driving licenses.
article_dagur_translated
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og úrslitið av hesum var, at tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
One received a point for an illegal overtaking in Kaldbaksbotnur, and one received a point for driving against the traffic on a one-way street in Tórshavn.
article_dagur_translated
Ein fekk klipp fyri eina ólógliga yvirháling í Kaldbaksbotni, og ein fekk klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaðum vegi í Havn.
Traffic in the Norðoyatunnilin was disrupted for a while when a truck had a puncture, so the police sent people to the scene to organize traffic until the truck was moved, says the duty officer at the police station in Tórshavn, who adds that the last 24 hours have otherwise been very peaceful.
article_dagur_translated
Í Norðoyatunlinum var ferðslan órógvað eina løtu, tá ein lastbilur punkteraði, so løgreglan sendi fólk á staðið at skipa ferðsluna, inntil lastbilurin varð fluttur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið stak friðarligt.
The Russian military reports this morning that Russian air defenses last night shot down 96 Ukrainian drones, six of them near the capital Moscow.
article_dagur_translated
Russiski herurin upplýsir í morgun, at russiska loftverjan í nátt hevur skotið niður 96 ukrainskar dronur, harav seks nærindis høvuðsstaðin Moskva.
The airports in Moscow, Domodedovo and Zhukovsky have temporarily halted all flights, Reuters writes.
article_dagur_translated
Floghavnirnar í Moskva, Domodedovo og Zjukovskij hava fyribils steðgað allari flogferðslu, skrivar Reuters.
The Ukrainian military has not yet confirmed the information, but a spokesman for the military says that Russia also launched drones over Ukraine this morning.
article_dagur_translated
Ukrainski herurin enn ikki váttað upplýsingarnar, men talsfólk hjá herinum sigur, at Russland eisini hevur skotið dronur yvir Ukraina í morgun.
The drones have, among other places, struck the Ukrainian capital Kyiv, where residential buildings have been damaged.
article_dagur_translated
Dronurnar hava m.a. rakt ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, har íbúðarbygningar hava fingið skaða
Over the weekend there have also been several reports of air strikes in both Russia and Ukraine.
article_dagur_translated
Um vikuskiftið hava eisini verið fleiri fráboðanir um loftálop bæði í Russlandi og Ukraina.
Yesterday it was reported, for example, that Russia had sent 367 missiles and drones over Ukraine, and it is the most intense air attack on Ukraine since the war between Russia and Ukraine began.
article_dagur_translated
Í gjár varð eitt nú boðað frá, at Russland hevði sent 367 rakettir og dronur yvir Ukraina, og tað er harðligasta loftálopið á Ukraina, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði.
Twelve people died in the attack.
article_dagur_translated
12 fólk lótu lív í álopinum.
On Saturday two people who worked for the International Red Cross in Gaza were killed in an Israeli attack on the city of Khan Younis.
article_dagur_translated
Leygardagin vórðu tvey fólk, sum starvaðust hjá Altjóða Reyða Krossi í Gaza, vórðu dripin í einum ísraelskum álopi á býin Khan Younis.
The organization announced this on social media.
article_dagur_translated
Tað boðar felagsskapurin frá á sosialum miðlum.
They are two men who worked in security, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Talan er um tveir menn, sum arbeiddu við trygd, skrivar Ritzau.
In an update on Instagram the International Red Cross says the number of civilian deaths in Gaza is unacceptable, and the organization is calling on the parties in the conflict to agree to a ceasefire and to respect and protect civilians, including aid and rescue workers.
article_dagur_translated
Í dagføring á Instagram sigur Altjóða Reyði Krossur, at sivila deyðstalið í Gaza ikki kann góðtakast, og kemur felagsskapurin við áheitan á partarnar í stríðnum um at fáa í lag eina vápnahvíld og at virða og verja sivilfólk, harundir neyðhjálpar- og bjargingarfólk.
The Israeli military confirms having carried out an airstrike on Khan Younis on Saturday.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin váttar at hava framt eitt loftálop á Khan Younis leygardagin.
It will be the end of Russia if the Russians try to take all of Ukraine, says the American president, Donald Trump, in a post on Truth Social.
article_dagur_translated
Tað verður endin á Russlandi, um russar fara at royna at taka alt Ukraina, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á Truth Social.
I have always had a very good relationship with the Russian president, Vladimir Putin, but something has happened to him.
article_dagur_translated
Eg havi altíð havt sera gott samband við russiska forsetan, Vladimir Putin, men okkurt er hent við honum.
He has become completely insane in the head.
article_dagur_translated
Hann er vorðin fullkomiliga óður í høvdinum.
I have always said that he wants all of Ukraine, not just a part of it.
article_dagur_translated
Eg havi altíð sagt, at hann vil hava alt Ukraina, ikki bert ein part av tí.
Maybe this will prove to be true, but if he goes after that, it will be the end of Russia, he writes according to Ritzau.
article_dagur_translated
Kanska vísir hetta seg at vera satt, men fer hann eftir tí, verður tað endin á Russlandi, skrivar hann sambært Ritzau.
Last night the American president told journalists that he was considering tightening punitive measures against Russia, and he was very critical of Putin.
article_dagur_translated
Í nátt segði amerikanski forsetin við journalistar, at hann umhugsaði at herða revsitiltøkini móti Russlandi, og var hann sera atfinningarsamur mótvegis Putin.
I don't know what is wrong with him (...).
article_dagur_translated
Eg veit ikki, hvat feilar honum (...)
He is killing a lot of people, and I'm not only talking about soldiers.
article_dagur_translated
Hann drepur eina rúgvu av fólki, og eg tosi ikki bert um herfólk.
I do not like that, Trump said.
article_dagur_translated
Tað dámar mær ikki, segði Trump.
Trump also criticizes the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, who wrote over the weekend on X that silence from, among others, the USA encourages Putin to continue the war.
article_dagur_translated
Trump finst eisini at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum um vikuskiftið skrivaði á X, at tøgn frá m.a. USA eggjar Putin til at halda fram við krígnum.
Everything that comes out of his mouth causes trouble.
article_dagur_translated
Alt, sum kemur úr munni hansara, elvir til trupulleikar.
I do not like that, and it must be stopped, he writes about Zelenskyy.
article_dagur_translated
Mær dámar tað ikki, og tað skal steðgast, skrivar hann um Zelenskyj.
In his post on Truth Social, Trump also repeats that he is certain the war would never have started if he had been president then.
article_dagur_translated
Í dagføring sínari á Truth Social endurtekur Trump eisini, at hann er vísur í, at kríggið ongantíð var byrjað, um hann hevði sitið sum forseti tá.
This is the war of Zelenskyy, Putin and Biden, he writes.
article_dagur_translated
Hetta er kríggið hjá Zelenskyj, Putin og Biden, skrivar hann.
Under the title "The art is the heart I take out and give to you", Sigrun Gunnarsdóttir opens an exhibition in her studio at Hvítakletsvegi 15 on Whit Sunday at 15:00.
article_dagur_translated
Undir heitinum ”Listin er hjartað eg lati úr og gevi tær”, letur Sigrun Gunnarsdóttir upp framsýning í atelieri sínum á Hvítakletsvegi 15 Hvítusunnudag kl. 15.00.
It will be open that day until 20:00 and will also be open on Whit Monday from 15:00 to 20:00.
article_dagur_translated
Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.
The director of the Faroe Islands Art Museum, Solveig Hanusardóttir Olsen, will inaugurate the exhibition, and Anna Katrin Øssirdóttir Egilstrøð will participate with a song.
article_dagur_translated
Stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, setur framsýningina og Anna Katrin Øssirdóttir Egilstrøð luttekur við sangi.
Inspired by the Faroese nature, folk life and Sigrun's wide travels, the pictorial repertoire is both large and diverse.
article_dagur_translated
Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferðum Sigrunnar víða, er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.
The exhibition also shows signs that Sigrun became a grandmother a few years ago.
article_dagur_translated
Framsýningin ber eisini brá av, at Sigrun fyri fáum árum síðan gjørdist omma.
Thirty works are included in the exhibition.
article_dagur_translated
30 verk eru við á framsýningini.
Sigrun Gunnarsdóttir was educated at the Royal Danish Academy of Fine Arts from 1973 to 1980 and has left deep marks on the Faroese art scene.
article_dagur_translated
Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin.
Sigrun has traveled widely with her art.
article_dagur_translated
Sigrun hevur verið víða um við sínari list.
Besides in the Nordic countries, she has exhibited among others in Greenland, Japan, China and the USA.
article_dagur_translated
Umfalt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Grønlandi, Japan, Kina og USA.
She has also undertaken many decorative commissions for public buildings.
article_dagur_translated
Eisini hevur hon havt nógvar prýðisuppgávur av almennum bygningum um hendi .
Notable examples include the H-building at the National Hospital, Glasir, the URD Rehabilitation Home and the Leisure Home in Leirvík.
article_dagur_translated
Nevnast kann H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, Glasir, Rehabiliteringsheimið URD og Frítíðarheimið í Leirvík.
In 2023 the documentary "HEARTIST", made about the artist, was released and has been shown widely.
article_dagur_translated
Í 2023 kom heimildarfilmurin ”HEARTIST”, sum gjørdur er um listakvinnuna og er hesin sýndur víða um.
In 2023 it was screened at the DOC-LA film festival in Los Angeles and was named best international documentary that year.
article_dagur_translated
Í 2023 var han vístur á filmfestivalinum (DOC-LA) í Los Angeles og varð skýrdur besti altjóða heimildafilmur hetta árið.
The Norwegian art historian Eva Furseth says, among other things, the following about the artist:
article_dagur_translated
Norski listfrøðingurin Eva Furseth, sigur m.a.soleiðis um listakvinnuna :
– One of the most distinctive Faroese artists of our time is Sigrun Gunnarsdóttir.
article_dagur_translated
– Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir.
The motifs are somewhat naïvist in style, and the colors are dull and greyish.
article_dagur_translated
Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir.
Both the style and the deeply unsettling atmosphere seen in Sigrun's works make us think of Giorgio de Chirico (1888–1978), the Italian pioneer of surrealism and symbolism.
article_dagur_translated
Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico(1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni.
And in the same way as in Chirico's paintings, we immediately grasp the content of Sigrun's paintings, but we also perceive at once a metaphorical layer that speaks to the unconscious.
article_dagur_translated
Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða.
When we have looked at her paintings, they are like burned into our vision, and we carry them in our minds for a long time afterward.
article_dagur_translated
Táið vit hava hugt at hennara myndum, eru tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum langa tíð eftir.
The exhibition at Hvítakletsvegi is open until and including 25 June 2025.
article_dagur_translated
Framsýningin á Hvítakletsvegi er opin til og við. 25 juni 2025
A joint declaration on the phased takeover of the aviation sector has been agreed.
article_dagur_translated
Ein felags yvirlýsing um stigvísa yvirtøku av málsøkinum loftferðsla er komin undir land.
Responsibility for the aviation area will be taken over in stages in cooperation between the Danish authorities and the Faroese government.
article_dagur_translated
Ábyrgdin fyri loftferðsluøkinum verður yvirtikið í stigum í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri.
The Faroese government intends for the aviation sector to be taken into Faroese hands.
article_dagur_translated
Føroya landsstýri ætlar, at málsøkið loftferðsla verður tikið á føroyskar hendur.
Aviation is a technically demanding field, and therefore the Faroese government and the Danish government have agreed that the takeover will be carried out in stages.
article_dagur_translated
Loftferðsla er tøkniliga krevjandi øki, og tí hava landsstýrið og danska stjórnin avtalað, at yvirtøkan verður framd í stigum.
“With the takeover of the aviation sector, we look forward to assuming full responsibility for one of the major areas that Denmark still manages.
article_dagur_translated
– Við yvirtøkuni av málsøkinum loftferðsla síggja vit fram til at taka á okkum alla ábyrgdina av einum av teimum stóru málsøkjunum, sum Danmark enn umsitur.
The phased takeover will be carried out with regard for flight safety and international cooperation, says Sirið Stenberg, minister for foreign and trade affairs.
article_dagur_translated
Stigvísa yvirtøkan verður framd við fyriliti fyri flogtrygd og altjóða samstarvi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Denmark has responsibility for aviation in the Faroe Islands, but since 2005 work has been underway to transfer the sector into Faroese hands.
article_dagur_translated
Danmark hevur ábyrgdina fyri loftferðslu í Føroyum, men síðani 2005 hevur verið arbeitt við at flyta málsøkið á føroyskar hendur.
“We believe that the Faroese are best suited to handle Faroese affairs, and therefore we have worked to have responsibility for aviation transferred to Faroese authorities.
article_dagur_translated
– Vit halda, at føroyingar duga best at røkja føroysk viðurskifti, og tí hava vit arbeitt fyri at ábyrgdin fyri loftferðsluni verður flutt føroyskum myndugleikum.
With the agreement on the takeover, we on the Danish side are ready to cooperate on taking over the technical sector, says Thomas Danielsen, Danish Minister of Transport.
article_dagur_translated
Við avtaluni um yvirtøku eru vit frá danskari síðu til reiðar at samstarva um yvirtøkuna av tøkniliga málsøkinum, sigur Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri.
To take over the sector in stages requires legislative changes, which the Minister of Transport intends to present to the Folketing in the upcoming parliamentary session.
article_dagur_translated
Til tess at yvirtaka málsøkið í stigum krevst lógarbroyting, sum samferðslumálaráðharrin ætlar at leggja fyri Fólkatingið í komandi tingsetu.
In addition, similar legislative changes must be made in the Faroe Islands, and Faroese and Danish authorities together will prepare a schedule for the phased takeover.
article_dagur_translated
Afturat hesum skal líknandi lógarbroyting gerast í Føroyum, eins og føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera eina tíðarætlan fyri stigvísu yvirtøkuni.
In addition, a working group with Faroese and Danish representatives will be established to monitor the takeover process and ensure progress, coordination, and the necessary exchange of knowledge.
article_dagur_translated
Afturat hesum verður settur ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum, sum fylgja við yvirtøkugongdini og tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið.
This morning the Norwegian cruise ship NCL Salten would have sailed into a house when it ran aground out in the Trondheim Fjord in Norway.
article_dagur_translated
Í morgun mundi norska bingjuskipið NCL Salten siglt inn í eini hús, tá tað rendi á land úti í Trondheimsfjørðinum í Noregi.
The 135-meter-long ship struck land while the owner of the house, Johan Helberg, was lying and sleeping in the house, which is located right down by the fjord at Byneset west of Trondheim.
article_dagur_translated
135 metra langa skipið rakti land, meðan eigarin av húsinum, Johan Helberg, lá og svav í húsinum, sum liggur heilt niðri í fjøruni við Byneset vestan fyri Tróndheim.
“If the ship had hit five meters further to starboard, it would have run into my house, and then it would have looked different,” Johan Helberg tells NRK.
article_dagur_translated
- Hevðiu skipið rakt fimm metrar longur í stýriborð, hevði tað rent inn í húsini hjá mær, og so hevði sæð øðrvísi út, sigur Johan Helberg við NRK.
He did not wake up until the neighbor ‘rang the doorbell violently.’
article_dagur_translated
Hann vaknaði ikki fyrr enn grannin ‘ringdi ógvusliga við hurðaklokkuni’.
“It was rather absurd.”
article_dagur_translated
- Tað vær rættiliga absurdt.
“When I looked out through the window I saw a huge prow,” says Johan Helberg.
article_dagur_translated
Tá eg hugdi út gjøgnum vindeygað sá  eg inn í eitt risastórt stevni, sigur Johan Helberg.
Fortunately there are no reports of either personal injury or an oil leak in connection with the accident.
article_dagur_translated
Tíbetur eru ongar fráboðanir um hvørki mansskaða ella oljuleka í sambandi við óhappið.
11 people lost their lives, and many were injured in the gas explosion in block 5, which shocked Nuuk and all of Greenland in 1970.
article_dagur_translated
11 fólk lótu lív, og nógv vórðu særd undir gassspreingingini í blokki 5, sum skelkaði Nuuk og alt Grønland í 1970.
A documentary film has now been made about this horrific event.
article_dagur_translated
Nú er ein heimildarfilmur gjørdur um hesa ræðuligu hending.
The film will be shown at the Nordic House on Monday evening, May 26, at 19:30.
article_dagur_translated
Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 26. mai, klokkan 19.30.
It has taken a full six years to produce this film, which Anders Berthelsen has been responsible for, because particular emphasis has been placed on ensuring the material is true and reliable, so that the depiction of the time when the accident happened is as accurate as possible.
article_dagur_translated
Tað hevur tikið heili seks ár at framleitt hendan filmin, sum Anders Berthelsen hevur staðið fyri, tí serligur dentur er lagdur á, at tilfarið er satt og álítandi, so at endurgevingin av tíðini, tá vanlukkan hendi, er so røtt sum yvirhøvur til ber.
In the film we also hear about Eli Damberg, a craftsman who survived the explosion.
article_dagur_translated
Í filminum hoyra vit eisini um Eli Damberg, handverkara, sum yvirlivdi spreingingina.
When the documentary is shown, Anders Berthelsen will say a few words about the film together with Klaus Georg Hansen, who will talk a little about the historical period around 1950–1979.
article_dagur_translated
Tá heimildarfilmurin verður sýndur, fer Anders Berthelsen at siga nøkur orð um filmin saman við Klaus Georg Hansen, sum fer at siga eitt sindur um søguligu tíðina um 1950 -1979.
Afterwards there will be time for questions and conversation.
article_dagur_translated
Aftaná verður tíð til spurningar og prát.
Security will be tightened at Israeli embassies around the world.
article_dagur_translated
Trygdin verður herd á ísraelskum sendistovum kring heimin.
This was announced by Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu after the shooting at the Jewish museum in Washington, where two staff members at the Israeli embassy in the US capital were killed.
article_dagur_translated
Tað boðar ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu frá eftir skottilburðin á jødiska savninum í Washington, har tvey starsvfólk á ísraelsku sendistovuni í amerikanska høvuðsstaðnum vórðu dripin.
It was a shocking and antisemitic incident, Netanyahu says.
article_dagur_translated
Talan var um eina skelkandi og antisemitiska hending, sigur Netanyahu.
"I have ordered that security measures be tightened at Israeli missions and among state representatives around the world," he says according to Ritzau.
article_dagur_translated
– Eg havi givið boð um, at trygdartiltøkini skulu herðast á ísraelskum stovnum og hjá statsumboðum kring heimin, sigur hann sambært Ritzau.
Israeli President Isaac Herzog writes on X that he is shattered.
article_dagur_translated
Ísraelski forsetin, Isaac Herzog skrivar á X, at hann er knústur.
"Our hearts are with the relatives of the killed, and our prayers are with the injured."
article_dagur_translated
–  Hjørtu okkara eru við avvarðandi hjá teimum dripnu, og bønir okkara hjá teimum særdu.
The USA has received a multi-purpose aircraft as a gift from the royal family of Qatar.
article_dagur_translated
USA hevur fingið eitt marglætisflogfar í gávu frá kongshúsinum í Katar.