en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
There is always a need to renew and rethink teaching, and therefore we saw a need among Christian teachers for inspiration.
article_dagur_translated
Tørvur er alla tíðina á at endurnýggja og nýhugsa undirvísingina, og tí sóu vit ein tørv millum kristnilærarar at koma við íblástri.
A lot of interesting and good material has been posted on our communication platform, as well as several good and relevant websites.
article_dagur_translated
Nógv áhugavert og gott tilfar er lagt út á okkara samskiftispall, umframt fleiri góðar og viðkomandi heimasíður.
Here teachers can communicate and upload materials and thereby receive and give inspiration for teaching.
article_dagur_translated
Her kunnu lærarar samskifta og leggja tilfar út og soleiðis fáa og geva íblástur til undirvísingina.
We hope that the courses and materials will encourage and inspire teachers who teach Christianity and other religions in the public school.
article_dagur_translated
Vit vóna, at skeiðini og tilfarið fara at eggja og kveikja lærarar, sum undirvísa í kristni og øðrum átrúnaði í fólkaskúlanum.
New members are always welcome to join the association, Lissi Hansen says in conclusion.
article_dagur_translated
Nýggir limir eru altíð vælkomnir at melda seg inn í felagið, sigur Lissi Hansen at enda.
At 1 PM the Portal announces the latest voter survey.
article_dagur_translated
Klokkan 13 kunnger Portalurin nýggjastu veljarakanningina.
Since the parliamentary election on August 29, 2019, Spyr.fo has regularly conducted voter surveys for Portal.fo and the newspaper Vikuskifti, and now that the parliament has gone on summer break a survey was conducted again on Monday.
article_dagur_translated
Síðan løgtingsvalið 29. august 2019 hevur Spyr.fo regluliga gjørt veljarakanningar fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti, og nú løgtingið er farið í summarfrí var ein kanning gjørd aftur mánadagin.
Then Spyr.fo asked 500 voters which party they would have chosen if the election were held today.
article_dagur_translated
Tá spurdi Spyr.fo 500 veljarar um hvønn flokk tey høvdu valt um val var í dag.
The result can be seen on Portal.fo at 1 PM.
article_dagur_translated
Úrslitið sæst á Portal.fo klokkan 13.
The annual report for 2024 was handed to the Faroese Parliament today.
article_dagur_translated
Ársfrágreiðingin fyri 2024 er í dag handað Løgtinginum.
The annual report describes activities during the past year, which complaints have been received, which issues have been addressed, and how the complaints have been handled.
article_dagur_translated
Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar.
It also includes reports completed in 2024 concerning cases that the Ombudsman initiated on his own initiative.
article_dagur_translated
Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2024 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.
The report shows that the Ombudsman received 115 complaints in 2024.
article_dagur_translated
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 115 klagur í 2024.
Of these complaints, 91 were finally processed by December 31.
article_dagur_translated
Av hesum klagunum vóru 91 endaliga avgreiddar innan 31. desember.
Furthermore, 13 complaints from previous years were processed.
article_dagur_translated
Harumframt vóru avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum.
The number of complaints was slightly higher than in 2021–2023, but comparable to the number of complaints in 2020, which was affected by COVID-19.
article_dagur_translated
Talið av klagum var eitt sindur hægri enn árini 2021-2023, men á støði við talið av klagum í 2020, sum var merkt av covid-19.
Of the 104 complaints processed in 2024, 11 ended with conclusions in either a reprimand or a written comment.
article_dagur_translated
Av teimum 104 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2024, endaðu 11 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi.
At the end of 2023 the Ombudsman began a series of visits to institutions that provide care for children and young people who are not under child protection.
article_dagur_translated
Við árslok 2023 byrjaði umboðsmaðurin eina røð av vitjanum á stovnum, sum veita umlætting til børn og ung, ið ikki eru undir barnavernd.
In 2024 the Ombudsman also made inspection visits to two nursing homes that have units for people with dementia.
article_dagur_translated
Í 2024 var umboðsmaðurin eisini á eftirlitsvitjan á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demens.
Summaries of these reports can be read in the annual report.
article_dagur_translated
Samandráttir av hesum frágreiðingum eru at lesa í ársfrágreiðingini.
The annual report also contains an article about the requirements that the Convention on the Rights of the Child, in the Ombudsman's view, places on authorities' duty to provide information in legal matters.
article_dagur_translated
Í ársfrágreiðini er eisini ein grein um tey krøv, sum umboðsmaðurin metir, at Barnarættindasáttmálin setir til málsupplýsingarskylduna hjá myndugleikum.
The report is being given to members of Parliament, government ministers, other public authorities, and the media.
article_dagur_translated
Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum.
The annual report has also been posted on the Ombudsman's website:
article_dagur_translated
Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins:
The cultural event Skifti 2025 will be opened in Kolshøll on Thursday, Constitution Day, June 5 at 17:00 and will run until Monday, June 9.
article_dagur_translated
Mentanartiltakið Skifti 2025, verður sett í Kolshøll hósdagin grundlógardag 5. juni klokkan 17 og verður til til mánadagin 9. juni.
This is written by Eiði Municipality on
article_dagur_translated
Hetta skrivar Eiðis kommuna á
Jógvan í Skorini, the mayor, will open the event on Thursday, and Eiði's music society will play.
article_dagur_translated
Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið hósdagin, og Eiðis Ljómfelag spælir.
On Friday evening, June 6 at 19:00, the dance association Dansifelagið á Látrinum is organizing the event.
article_dagur_translated
Fríggjakvøldið 6. juni klokkan 19 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið skipar fyri.
There will be talks about the youth association Glottan in Eiði and about the library on the school loft, which later was in the Blue Warehouse.
article_dagur_translated
Tá verða hugleiðingar um Ungmannafelagið Glottan á Eiði og um bókasavnið á Skúlaloftinum, ið seinni var í Bláapakkhúsi.
In the 1920s Jóhan Kallsoy wrote an article about Faroese dance.
article_dagur_translated
- Í 1920-unum skrivaði Jóhan Kallsoy eina grein um føroyska dansin.
This article will be presented with a contemporary perspective.
article_dagur_translated
Hendan greinin verður lýst við nútíðar eygum.
It will end with going up on the dance floor with lighter and well-known songs.
article_dagur_translated
Enda verður við at fara upp á gólv við lættari og vælkendum kvæðum.
An exhibition will be held every day, organized by the siblings Anna Sofía and Ellindur Egilstrøð, featuring ceramic pieces, paintings, collages and an installation.
article_dagur_translated
Ein framsýning verður allar dagarnar, ið systkini Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð standa fyri, við leirlutum, málningum, collagum og ein installatión.
Sigrun Gunnarsdóttir is also participating with paintings.
article_dagur_translated
Sigrun Gunnarsdóttir luttekur eisini við málningum.
Thursday, June 5 from 16:00 to 20:00.
article_dagur_translated
Hósdagin 5. juni frá kl 16 til 20
Friday, June 6 from 16:00 to 20:00.
article_dagur_translated
Fríggjadagin 6. juni frá kl 16 til 20
Saturday, June 7 from 16:00 to 20:00.
article_dagur_translated
Leygardagin 7. juni frá kl 16 til 20
Pentecost Sunday, June 8 from 15:00 to 20:00.
article_dagur_translated
Hvítusunnudag 8. juni frá kl 15 til 20
Whit Monday, June 9 from 16:00 to 20:00.
article_dagur_translated
2. Hvítusunnudag 9. juni frá kl 16 til 20
Voters are completely dissatisfied with the performance of the current government coalition.
article_dagur_translated
Veljarin er als ikki nøgdur við avrikið hjá sitandi landsstýrissamgongu.
The Social Democratic Party, Republic, and Progress receive a fairly strong lead in the voter survey that Portalurin can announce today.
article_dagur_translated
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fáa ein rættiliga frammaná í veljarakanningini, sum Portalurin kann kunngera í dag.
The coalition parties lose no fewer than six parliamentary seats in total.
article_dagur_translated
Samgonguflokkarnir missa ikki færri enn seks tingsessir tilsamans.
On the other hand, the People's Party and the Union Party together could form a new coalition, even with a larger majority than the three current coalition parties have.
article_dagur_translated
Hinvegin kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveireinir skipa nýggja samgongu, enntá við størri meiriluta enn teir tríggir núverandi samgonguflokkarnir hava.
It is especially the Social Democratic Party that is suffering in the latest poll.
article_dagur_translated
Tað er serliga Javnaðarflokkin, sum tað gongur útyvir í nýggjasstu kanningini.
The survey shows that if an election were held today, the Social Democratic Party would receive 14.5 percent of the votes, be the fourth largest party, and obtain five seats in the parliament.
article_dagur_translated
Kanningin vísir, at um val var í dag, so hevði Javnaðarflokkurin fingið 14,5 prosent av atkvøðunum, hevði verið fjórðstørsti flokkur, og fingið fimm sessir í løgtinginum.
That is four fewer than now.
article_dagur_translated
Tað er fýra færri enn nú.
The relative decline would be 12.1 percentage points.
article_dagur_translated
Lutfalsliga afturgongdin hevði verið 12,1 prosentstig.
Also the other coalition parties, Republic and Progress, fall back and each lose one parliamentary seat.
article_dagur_translated
Eisini hinir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, ganga aftur og missa ein tingsess hvør.
Republic down to five and Progress down to two parliamentary seats.
article_dagur_translated
Tjóðveldi niður í fimm og Framsókn niður í tveir tingsessir.
Republic edges ahead of the Social Democratic Party and now has 14.8 percent of the votes, which is a decline of 2.9 percentage points compared with the December 2022 election.
article_dagur_translated
Tjóðveldi otar seg fram um Javnaðarflokkin, og hevur nú 14,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 2,9 prosent stig í mun til valið í desember 2022.
Progress receives 7.3 percent of the votes, which is a relatively small decline of 0.3 percentage points, but a large enough drop to lose the last elected member of parliament according to this survey.
article_dagur_translated
Framsókn fær 7,3 prosent av atkvøðunum, sum er ein lutfalsliga lítil afturgongd á 0,3 procentstig, men nóg stór afturgongd til at missa tað síðstvalda tingfólkið sambært hesi kanningini.
The clear winner in the survey is the People's Party, which has an unusually large gain of 15.1 percentage points, from 18.9 to 34.0 percent.
article_dagur_translated
Heilt stóri vinnarin í kanningini er Fólkaflokkurin, sum hevur eina óvanliga stóra framgongd á heili 15,1 prosentstig, úr 18,9 til 34,0 prosent.
That means more than one in three voters now say they will vote for the People's Party.
article_dagur_translated
Tað vil siga, at meira enn triði hvør veljari nú sigur seg fara at velja Fólkaflokkin.
This is a historically large support for a party in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tað er ein søgulig stór undirtøka hjá einum flokki í Føroyum.
Thirty-four percent gives the People's Party roughly one out of every three seats in the parliament.
article_dagur_translated
34 prosent gevur Fólkaflokkinum triðja hvønn sess í tingsalinum.
Eleven parliamentary seats is five more than at present.
article_dagur_translated
11 tingsessir er fimm fleiri enn nú.
Never before, since Portalurin and Spyr.fo began collaborating on voter surveys, has a party received as much support as the People's Party is poised to get now.
article_dagur_translated
Ongantíð fyrr, síðan Portalurin og Spyr.fo fór undir at samstarva um veljarakanningar, hevur ein flokkur fingið so stóra undirtøku, sum Fólkaflokkurin stendur at fáa nú.
When things looked best for the Social Democratic Party in the polls before the last election, the party reached 32.5 percent in a voter survey.
article_dagur_translated
Tá tað stóð allarbest til í veljarakanningunum hjá Javnaðarflokkinum undan seinasta vali, kom flokkurin upp á 32,5 prosent í veljarakanning.
That was in December 2021.
article_dagur_translated
Tað var í desember 2021.
In these years, only the Social Democratic Party has received over 30 percent in voter surveys.
article_dagur_translated
Hesi árini hevur tað eisini einans verið Javnaðarflokkurin, ið hevur fingið oman fyri 30 prosent í veljarakanning.
The unusually large support for the People's Party is also seen in that in Portalurin's most recent poll, conducted on March 13, the People's Party received 27.0 percent of the votes.
article_dagur_translated
Óvanliga stóra undirtøkan hjá Fólkaflokkinum sæst eisini í, at í seinastu veljarakanning hjá Portalinum, sum varð gjørd 13. mars, fekk Fólkaflokkurin 27,0 proent av atkvøðunum.
Thus the party has advanced by a full 7 percentage points in two and a half months — this is also a very unusually large voter shift in such a short time.
article_dagur_translated
Sostatt er flokkurin gingin fram við heili 7 prosentstigum upp á tveir og ein hálvan mánað – hetta er eisini ein heilt óvanliga stór veljaraflyting upp á so stutta tíð.
Looking a bit deeper into the survey, we see that the People's Party is now by far the strongest party in the South Streymoy/Tórshavn municipality, an area that has otherwise been considered problematic for the People's Party.
article_dagur_translated
Hyggja vit eitt sindur djypri niður í kanningina, so síggja vit, at Fólkaflokkurin nú er nógv tann sterkasti flokkurin í Suðurstreymi/Tórshavnar kommunu, eitt øki, sum annars hevur verið mett sum eitt trupulleiki hjá Fólkaflokkinum.
One in four voters in Tórshavn municipality now say they will vote for the People's Party, so the party has doubled in the capital area compared with the last poll, where the Social Democratic Party was the big loser.
article_dagur_translated
Fjórði hvør veljari í Tórshavnar kommunu sigur seg nú fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum, sostatt er flokkurin tvífaldaður í høvuðsstaðarøkinum í mun til seinasta, har tað eisini er Javnaðarflokkurin, sum er stóri taparin.
And in the rest of the country, over 40 percent will mark their cross for List A.
article_dagur_translated
Og í restini av landinum eru tað yvir 40 prosent, sum fara at seta krossin fyri Lista A.
The latest voter survey gives the Union Party 22.2 percent of the votes and 8 members of parliament, one more than currently.
article_dagur_translated
Nýggjasta veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum 22,2 prosent av atkvøðunum og 8 tingfólk, eitt meir enn í løtuni.
That is an increase of 2.3 percentage points compared with the last election and one more parliamentary seat.
article_dagur_translated
Tað er ein framgongd á 2,3 prosentstig í mun til seinasta val og ein tingsess meira.
It is worth noting that although the Union Party has consistently held 8 seats in the most recent surveys, the party now falls back compared with the two previous surveys when support was 23 percent and above.
article_dagur_translated
Her er vert at leggja til merkis, at hóast Sambandsflokkurin hevur ligið støðugt á 8 tingsessum tær seinastu kanningarnar, so gongur flokkurin nú aftur í mun til tær báðar undanfarnu kanningarnar, tá undirtøkan hevur verið 23 prosent og omanfyri.
In the latest survey the Centre Party stands to receive 5.9 percent of the votes, which is a decline of 0.6 percentage points compared with the last election, and the party retains its two parliamentary seats.
article_dagur_translated
Miðflokkurin stendur í nýggjastu kanningini at fáa 5,9 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 0,6 prosentstig í mun til seinasta val, og flokkurin varðveitir sínar tveir tingsessir.
Although both small parliamentary parties decline somewhat compared with the last election, both Progress and the Centre Party now perform quite a bit better than they have in recent surveys.
article_dagur_translated
Hóast báir teir smáu flokkarnir á tingi ganga eitt sindur aftur í mun til seinasta val, so standa bæði Framsókn og Miðflokkinum seg nú rættiliga væl betri, enn teir hava gjørt í undanfarnu kanningum.
In the last survey Progress received 4.9 percent and the Centre Party 4.6 percent.
article_dagur_translated
Í seinasstu kanning fekk Framsókn 4,9 og Miðflokkurin 4,6 prosent.
So the current support levels of 7.3 and 5.9 percent respectively represent a relatively large improvement.
article_dagur_translated
So núverandi undirtøkanupp til ávikavist 7,3 og 5,9 prosent er ein lutfalsliga stór framgongd.
Self-Government, on the other hand, has never been as low as it is now.
article_dagur_translated
Sjálvstýri hinvegin, hevur ongantíð ligið so lágt sum nú.
Spyr.fo managed to find so few Self-Government voters this time that it corresponds to 1.2 percent.
article_dagur_translated
Tað eydnaðist Spyr.fo at finna so mikið av sjálvstýrisveljarum hesaferð, at tað svarar til 1,2 prosent.
That is the worst result the party has received in a survey since 2018.
article_dagur_translated
Tað er tað lakasta, sum flokkurin hevur fingið í kanning íðan 2018.
On Monday evening 500 people were asked which party they would vote for.
article_dagur_translated
500 fólk vórðu mánakvøldið spurd um hvønn flokk tey fóru at velja.
A full 15 percent of those questioned had not decided, 3.3 percent said they would vote blank, and 1.2 percent said they would not vote.
article_dagur_translated
Heili 15 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tiki støðu, 3,3 prosent søgdu, at tey fóru at atkvøða blankt og 1,2 prosent søgdu, at tey ikki fóru á val.
The margin of error in the survey is up to 3.5 percent.
article_dagur_translated
Óvissan í kanningini er upp í 3,5 prosent.
This morning we wrote that a man was detained upon arrival to the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Í morgun skrivaðu vit um, at ein maður var afturhildin við komu til Føroyar.
This was because his papers were not in order.
article_dagur_translated
Hetta tí at pappírini ikki vóru í lagi.
This afternoon the Faroese Police report that the man has been in
article_dagur_translated
Nú seinnapartin boðar Føroya Politi frá, at maðurin hevur verið í
One of the projects in Tórshavn municipality at the moment is the commercial development in Hoyvík, where 29 commercial plots are being prepared.
article_dagur_translated
Ein av verkætlanunum í Tórshavnar kommunu í løtuni er vinnuútbyggingin í Hoyvík, har 29 vinnugrundstykkir verða gjørd klár.
The plots are located down from the new access road along the stretch from the roundabout at Hvítanes to the large hall at Tjarnir.
article_dagur_translated
Stykkini liggja niðan frá nýggja innkomuvegnum á strekkinum frá rundkoyringini við Hvítanes og stórhøllina við Tjarnir.
It is ArtiCon that is doing the work.
article_dagur_translated
Tað er ArtiCon sum ger arbeiðið.
The plots range from 2,000 to 10,000 square meters, and the total area is 130,000 square meters – with roads and utilities for water, district heating, sewage, electricity and more.
article_dagur_translated
Grundstykkini eru frá 2.000 til 10.000 fermetrum, og samlaða økið er 130.000 fermetrar – við vegi og leiðingum til vatn, fjarhita, kloakk, el o.a.
We have already drilled and blasted 250,000 cubic meters and will blast an additional 30,000 cubic meters.
article_dagur_translated
Vit hava longu borað og sprongt 250.000 rúmmetrar og skulu spreingja 30.000 rúmmetrar afturat.
Rock will be used for backfilling, and the area has really begun to take shape, says ArtiCon.
article_dagur_translated
Grót verður nýtt til at fylla upp, og økið er veruliga farið at taka skap, sigur ArtiCon.
The final grading has begun, and the next step is utilities and paving and setting curbstones.
article_dagur_translated
Fínplaneringin er byrjað, og næsta stig er leiðingar og asfaltering og at seta kantsteinar.
At a public meeting on Monday in May 2024, the annual accounts of Nes municipality for 2024 were approved.
article_dagur_translated
Á almennum fundi mánadagin mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur.
The municipality states that total revenues for 2024 were significantly higher than those budgeted.
article_dagur_translated
Kommunan staðfestir, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini.
The municipality's tax revenue in 2024, after deducting interest support, was DKK 86.1 million, which is DKK 5.2 million higher than in 2023.
article_dagur_translated
Skattainntøkan hjá kommununi í 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 86,1 mió. kr., sum er 5,2 mió. kr. hægri enn í 2023.
The 2024 budget anticipated net tax revenue of DKK 80.3 million.
article_dagur_translated
Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 80,3 mió. kr.
Thus total revenues in 2024 were DKK 5.8 million better than expected.
article_dagur_translated
Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 5,8 mió. kr. betri enn mett.
Total operating expenses in 2024 were DKK 73 million, which is DKK 6.3 million more than in 2023.
article_dagur_translated
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73 milliónir krónur, ið er 6,3 milliónir krónur meira enn í 2023.
The 2024 appropriation budget assumed total operating expenses of DKK 73.0 million.
article_dagur_translated
Í játtanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 73,0 mió. kr.
Accordingly, total expenditures in 2024 were approximately as estimated in the budget.
article_dagur_translated
Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2024 áleið sum mett í fíggjarætlanini.
The operating surplus before investments was DKK 12.0 million, compared with DKK 13.5 million in 2023.
article_dagur_translated
Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 12,0 mió. kr., mótvegis 13,5 mió. kr. í 2023.
The budget had anticipated a surplus before investments of DKK 6.1 million.
article_dagur_translated
Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 6,1 mió. kr.
Thus the operating surplus before investments was DKK 5.9 million better than budgeted.
article_dagur_translated
Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 5,9 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.
Nes municipality did not use a large part of the investment framework that had been allocated.
article_dagur_translated
Nes kommuna nýtti ikki ein stóran part av íløgukarminum, sum annars var játtaður.
Total investments in 2024 amounted to DKK 8.7 million net.
article_dagur_translated
Samlaðu íløgurnar í 2024 vóru 8,7 mió. kr. netto.