en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The budget and supplementary appropriation had assumed net investments of DKK 24.1 million. | article_dagur_translated | Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 24,1 mió. kr. |
Therefore investments in 2024 were DKK 18.5 million lower than appropriated. | article_dagur_translated | Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 18,5 mió. kr. lægri enn játtað. |
The majority of the investments not used in 2024 will be carried over to 2025. | article_dagur_translated | Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2024, verða fluttar til 2025. |
Overall, the accounts showed a surplus of DKK 3.3 million for the year. | article_dagur_translated | Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 3,3 milliónir krónur í árinum. |
In 2023 there was a deficit of DKK 8.1 million. | article_dagur_translated | í 2023 var talan um eitt undirskot á 8,1 millónir króur. |
Nes municipality's net debt at the end of 2024 was DKK 32.9 million. | article_dagur_translated | Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 32,9 milliónir krónur. |
This is, however, well below the debt limit — 35.3 percent of a tax assessment. | article_dagur_translated | Hetta er tó væl undir skuldarmarkið - 35,3 prosent av eini skattaálíkning. |
A summary will be sent to all households in the municipality shortly. | article_dagur_translated | Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum. |
There was a lot of smoke to see, and several people down in the town thought that there was a fire in some houses up in the Hoyvík area. | article_dagur_translated | Tað var nógvur roykur at síggja, og fleiri fólk niðri í Havn hildu, at eldur vóru í onkrum húsum uppi í Hoyvíkshaganum. |
But it was 'just' a compost heap that was burning up. | article_dagur_translated | Men tað var ‘bara’ ein gravkúgv, sum kolaðist upp. |
The report of the fire came a little after 4 PM. | article_dagur_translated | Fráboðanin um eldsbrunan kom klokkan nakað yvir 16 seinnapartin. |
For some reason a fire started in an excavator that was standing on a land-reclamation road that the farmer at Vatnaskørar is constructing. | article_dagur_translated | Av einhvørjari orsøk kom eldur í eina gravimaskinu, sum stóð á einum uppdyrkingarvegi, sum bóndin á Vatnaskørum er við at gera. |
The fire brigade went to the scene and extinguished the fire. | article_dagur_translated | Sløkkiliðið fór á staðið og fekk bast eldinum. |
They still do not know why the fire ignited, the police station reports. | article_dagur_translated | Enn vita tey ikki, hví eldurin kyknaði, verður upplýst av løgreglustøðini. |
On Sunday, June 1, it will be 50 years since the meeting house Betania in Porkeri was taken into use. | article_dagur_translated | Sunnudagin 1. juni verða tað 50 ár, síðan samkomuhúsið Betania í Porkeri varð tikin í brúk. |
The congregation announces that various events will be held this weekend to mark this. | article_dagur_translated | Samkoman boðar frá, at ymisk tiltøk verða nú um vikuskiftið fyri markera hetta. |
At 20:00 the congregation's history will be presented and pictures shown. | article_dagur_translated | Kl. 20.00 Greitt verður frá samkomusøguni og myndir vístar. |
At 11:00 a morning meeting with communion. | article_dagur_translated | Kl. 11.00 Morgunmøti við breyðbróting. |
At 12:30 Sunday school. | article_dagur_translated | Kl. 12.30 Sunnudagsskúli. |
At 18:00 a meeting with participation from various places. | article_dagur_translated | Kl. 18.00 Møti við luttøku ymsastaðni frá. |
The congregation Betania in Porkeri is among the oldest congregations of the Brethren in the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Samkoman Betania í Porkeri er ímillum elstu samkomur hjá Brøðrum í Føroyum. |
The history is described as follows: | article_dagur_translated | Soleiðis verður greitt frá søguni: |
In February 1906 meetings were held in the school in Porkeri. | article_dagur_translated | Í februar í 1906 vóru møtir hildin í skúlanum í Porkeri. |
Several were converted and they began to gather regularly. | article_dagur_translated | Fleiri vóru umvend og byrjaðu tey at savnast regluliga. |
In 1907 the first hall was built and put into use. | article_dagur_translated | Í 1907 varð fyrsti salurin bygdur og tikin í nýtslu. |
It stood in Skemmutúnin. | article_dagur_translated | Hann stóð í Skemmutúninum. |
In 1921 this hall was taken down and a larger one was built on the same site. | article_dagur_translated | Í 1921 varð hesin salurin tikin niður og ein størri bygdur á sama stað. |
In 1971, when the main road through the village was to be widened, the hall was taken down because it stood in the way. | article_dagur_translated | Í 1971, tá ið høvuðsvegurin ígjøgnum bygdina skuldi breiðkast, varð salurin tikin niður, tí at hann stóð í vegin. |
A new plot was provided under Gjørðabrekka, and construction of a new hall began, which was completed around the summer of 1975. | article_dagur_translated | Nýtt grundøki varð útvegað undir Gjørðabrekku, og varð byrjað at byggja nýggjan sal, sum stóð liðugur móti sumri í 1975. |
About 10 years later the basement was arranged into a smaller hall with an associated kitchen. | article_dagur_translated | Umleið 10 ár seinni varð kjallarin innrættaður til ein minni sal við tilhoyrandi køki. |
Recently major renovations have been carried out on the basement level. | article_dagur_translated | Seinastu tíðina eru stórar umvælingar farnar fram av kjallarahæddini. |
The hall has been drained and the entire basement level has been redone. | article_dagur_translated | Drenað er um salin og er øll kjallarahæddin gjørd av nýggjum. |
An extension in two stories has been built onto the hall. | article_dagur_translated | Ein tilbygningur í tveimum hæddum er bygdur uppí salin. |
In the basement of this extension a kitchen has been installed. | article_dagur_translated | Í kjallaranum í hesum tilbygningi er køkur gjørdur. |
The upper floor will soon be made into an entrance and toilets for accessibility. | article_dagur_translated | Ovara hæddin verður í næstum gjørd til inngongd og wc til rørslutarnað. |
There are regular meetings and Sunday school at Betania on Sundays, as well as prayer meetings on Tuesday evenings. | article_dagur_translated | Tað eru reglulig møti og sunnudagsskúlu í Betania sunnudagar, umframt bønarmøti týskvøld. |
Other events that rotate among the congregations on the island are youth meetings, women's meetings and meetings for men. | article_dagur_translated | Onnur tiltøk, sum eru skiftivís ímillum samkomurnar í oynni eru, ungdómsmøtir, kvinnumøtir og møtir fyri menn. |
There are also missionaries who work in and from the congregation. | article_dagur_translated | Eisini eru trúboðarar, sum virka í og út frá samkomuni. |
– John í Skemmuni has served as a missionary since 1988 and was part of the leadership in Zarepta for 25 years. | article_dagur_translated | – John í Skemmuni hevur virkað sum trúboðari síðan 1988, og var við í leiðsluni í Zarepta í 25 ár. |
Lív Poulsen, his sister, has since 2005 worked as a missionary among the Badiaranke people in Senegal. | article_dagur_translated | Lív Poulsen, systir hansara, hevur síðan 2005 virkað sum trúboðari ímillum badiarankefólkið í Senegal. |
Her main task has been to translate the New Testament into the language of the people among whom she works. | article_dagur_translated | Høvuðsuppgáva hennara hevur verið at týtt Nýggja Testamentið til fólkið, sum hon virkar ímillum. |
It is now finished and is about to be printed. | article_dagur_translated | Tað er nú liðugt og er á gáttini at verða prentað. |
She now, among other things, helps a young Badiaranke man who is translating the Old Testament. | article_dagur_translated | Nú hjálpir hon millum annað einum ungum badiarankemanni, ið umsetir Gamla Testamenti. |
It is not only support for the Social Democratic Party that is the challenge for Aksel V. Johannesen, the party leader, at the moment. | article_dagur_translated | Tað er ikki bara undirtøkan til Javnaðarflokkin, sum er avbjóðingin hjá Aksel V. Johannesen, floksformanni, í løtuni. |
Voters do not give him the best marks either when asked how people think he has managed his task as prime minister. | article_dagur_translated | Veljarin gevur honum heldur ikki bestu skoðsmálini, tá spurt verður um, hvussu fólk halda, at hann hevur megnað sína uppgávu sum løgmaður. |
In connection with the voter survey that was conducted on Monday evening, we also asked voters some specific questions about how they think the prime minister has performed. | article_dagur_translated | Í sambandi við veljarakanningina, sum varð gjørd mánakvøldið, settu vit eisini veljarunum nakrar ítøkiligar spurningar um, hvussu tey halda at løgmaður hevur klárað seg. |
Voters had five answer options: 1 very poorly, 2 poorly, 3 neither well nor poorly, 4 well, and 5 very well. | article_dagur_translated | Veljararnir høvdu fimm svarmøguleikar: 1 sera illa, 2 illa, 3 hvørki væl ella illa, 4 væl og 5 sera væl. |
Thus the threshold rating of three is required to be considered to have performed at an average level. | article_dagur_translated | Sostatt er skal umdømið upp á trý fyri at hava klárað seg miðal. |
One of the questions reads: | article_dagur_translated | Ein av spurningunum ljóðar: |
Here a good majority of those surveyed (52%) believe that the prime minister has performed poorly, of which 20 percent think he has performed 'very poorly'. | article_dagur_translated | Her heldur ein góður helmingur av teimum spurdu (52%), at løgmaður hevur klárað seg illa, harav 20 prosent halda, at hann hevur klárað tað ‘heilt illa’. |
Meanwhile 20 percent believe that he has performed 'well' (17%) or 'very well' (3%). | article_dagur_translated | Meðan 20 prosent halda at hann hevur klára seg ‘væl’ (17%) ella ‘sera væl’ (3%). |
However, since the largest group answered 'neither', the overall rating becomes 2.5. | article_dagur_translated | Størsti partur svarar tó hvørki, gerst samlaði karakterurin 2,5. |
When looking at the political attitudes of the voters here, it is most interesting to look at what Social Democratic voters think. | article_dagur_translated | Tá hugt verður eftir politiska hugburðinum hjá veljarunum her, er mest áhugavert at hyggja eftir, hvat javnaðarveljarar halda. |
Among voters who say they will vote for the Social Democratic Party, the prime minister receives a rating of 3.71, thus well above average. | article_dagur_translated | Millum veljararnar, sum siga seg fara at velja Javnaðarflokkin, fær løgmaður karakterin 3,71, altso væl yvir miðal. |
But if we look at those voters who say they voted for the Social Democratic Party last time, the prime minister does not reach the average, he gets 2.98. | article_dagur_translated | Men hyggja vit eftir teimum veljarunum, sum siga, at tey valdu Javnaðarflokkin seinast, so kemur løgmaður ikki upp á miðal, hann fær 2,98. |
Thirty-eight percent of these voters believe the prime minister has performed 'poorly' or 'very poorly'. | article_dagur_translated | 38 prosent av hesum veljarum halda løgmann hava klárað seg ‘illa’ ella ‘sera illa’. |
A fairly relevant question for the voter reads as follows: | article_dagur_translated | Ein rættiliga viðkomandi spurningur fyri veljaran ljóðar soleiðis: |
Here the rating is a bit less good, 2.52. | article_dagur_translated | Her er karakterurin eitt sindur frægari, 2,52. |
Here, too, 52 percent believe that the prime minister has performed poorly. | article_dagur_translated | Her eru tað eisini 52 prosent, sum halda at løgmaður hevur klárað seg illa. |
But here there are more than in the previous example who say the prime minister has performed 'very poorly'—24 percent—while 28 percent say 'poorly'. | article_dagur_translated | Men her eru fleiri enn í undanfarna dømi, sum siga løgmann klára seg ‘sera illa’ – 24 prosent, meðan 28 prosent siga ‘illa’. |
The harshest judgment here the prime minister receives from voters of the People's Party and the Union Party, 2.05, while Social Democratic voters are at 3.88. | article_dagur_translated | Harðasta dóm her fær fær løgmaður frá fólkafloks- og sambandsveljarunum, 2,05, meðan javnaðarveljararnir eru á 3,88. |
Those who voted for the Social Democratic Party last time give the prime minister 3.06 here. | article_dagur_translated | Tey, sum valdu Javnaðarflokkin seinast geva her løgmanni 3,06. |
We also asked voters this question: | article_dagur_translated | Vit settu eisini veljarunum henda spurningin: |
Again here the result is somewhat less good, 2.55. | article_dagur_translated | Aftur her er úrslitið eitt vet frægari, 2,55. |
Now it is exactly 50 percent of those surveyed who believe the prime minister has performed 'poorly' (32%) or 'very poorly' (18%). | article_dagur_translated | Nú er tað akkurát 50 prosent av teimum spurdu, sum halda at løgmaður hevur klárað seg ‘illa’ (32%) ella ‘sera illa’ (18%). |
Twenty percent believe he has performed 'well' (18%) and 'very well' (2%). | article_dagur_translated | 20 prosent halda hann hava klárað seg ‘væl’ (18%) og ‘sera væl’ (2%). |
Voters of the People's Party are the harshest in their assessment here, 2.08. | article_dagur_translated | Veljararnir hjá Fólkaflokkinum eru harðastir í sínari meting her, 2,08. |
Looking at the voters of the coalition, the Social Democratic voters, as expected, give the best rating, 3.62, while the voters of the Republic party say 3.03 and the voters of the Progress party do not seem entirely satisfied with the cooperation, they give the prime minister below average, 2.64. | article_dagur_translated | Hyggja vit at veljarunum hjá samgonguni, so geva javnaðarveljararnir, sum vera mann, besta karakter, 3,62, meðan veljararnir hjá Tjóðveldi siga 3,03 meðan veljararnir hjá Framsókn ikki tykjast heilt nøgdir við samstarvið, tey geva løgmanni undir miðal, 2,64. |
The fourth question reads as follows: | article_dagur_translated | Fjórði spurningurin ljóðar soleiðis: |
Here the prime minister scores best. | article_dagur_translated | Her skorar løgmaður best. |
The overall rating approaches average, 2.83. | article_dagur_translated | Samlaði karakterurin nærkast miðal, 2,83. |
Here opposition voters are somewhat milder in their judgment of the prime minister, while voters of all three coalition parties believe the prime minister has performed above average in this area. | article_dagur_translated | Her eru andstøðu veljararnir eitt sindur mildari í dømingini av løgmanni, meðan veljararnir hjá øllum trimum samgonguflokkunum halda løgmann hava klárað seg yvir miðal á hesum økinum. |
Around midday today, students from the Sports College, Vágur school, Porkeri school and Sumba school attended the annual color run. | article_dagur_translated | Um middagsleitið í dag vóru næmingar á Ítróttaháskúlanum, Vágs skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla til árliga color run. |
The Harbour Choir has again this year put one of the great choral works on the program. | article_dagur_translated | Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kórverkunum á skrá. |
This time it is a Mass in B minor by J. S. Bach. | article_dagur_translated | Hesa ferð er talan um messu í h-moll hjá J.S. Bach. |
The B minor Mass was written over several decades, with the oldest parts composed as early as the 1720s. | article_dagur_translated | H-moll messan varð skrivað yvir fleiri áratíggjur, har elstu partarnir vórðu skrivaðir longu í 1720unum. |
Bach wrote the Kyrie and Gloria parts in 1733. | article_dagur_translated | Kyrie- og gloria-partarnir skrivaði Bach í 1733. |
It was not until 1748 that Bach assembled the work into a whole that includes all the fixed parts of the Catholic Mass: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus-Benedictus and Agnus Dei. | article_dagur_translated | Tað var ikki fyrr enn í 1748, at Bach samlaði verkið í eina heild, ið inniheldur øll tey føstu liðini í katólsku messuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus-Benedictus og Agnus Dei. |
There is no doubt that Bach himself saw the Mass primarily as a proclamation of Christianity in tones and words. | article_dagur_translated | Eingin ivi er um, at Bach sjálvur sá messuna fyrst og fremst sum kristniboðan í tónum og orðum. |
The music, and especially Bach's vocal music, contains an overwhelming number of examples of the musical-aesthetic principles that were valid in the Baroque period. | article_dagur_translated | Tónleikurin og serliga vokaltónleikurin hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaæstetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. |
The music is meant to depict the emotions of a person who is affected by something. | article_dagur_translated | Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. |
The affections of faith: joy and gratitude for life, creation and Christ's resurrection from the dead, the hope of salvation and eternal life. | article_dagur_translated | Trúarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og Kristi uppreisn frá deyðum, vónina um frelsu og ævigt lív. |
In addition, sorrow and anguish over death and the hope and longing for eternal life. | article_dagur_translated | Harafturat sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. |
All these emotions are united in the Mass. | article_dagur_translated | Allar kenslurnar sameinast í messuni. |
Perhaps this is the reason that Bach is often in music literature called "The Fifth Evangelist" or "The Apostle of Music." | article_dagur_translated | Kanska er hetta orsøkin til, at Bach javnan í tónleikabókmentum verður kallaður ”Hin fimti evangelisturin” ella ”Tónleikans apostul.” |
The work is primarily written for a five-part choir (SSATB); five soloists and orchestra. | article_dagur_translated | Verkið er í høvuðsheitum skrivað fyri fimm-ræddað kór (SSATB); fimm solistar og orkestur. |
Bach wrote well over a thousand musical works, but together with "The Art of Fugue" the B minor Mass holds a special place among his works. | article_dagur_translated | Bach skrivaði oman fyri túsund tónleikaverk, men saman við ‘Kunst der Fuge’ hevur H-moll messan serstøðu millum hansara verk. |
He worked extensively on both of these works in the final years of his life, and both contain craftsmanship and inventiveness that we hardly see the like of in music history. | article_dagur_translated | Hesum báðum verkunum arbeiddi hann nógv við síðstu árini av lívinum, og bæði verkini innihalda hegni og uppfinnsemi, sum vit nærum ikki síggja makan til í tónleikasøguni. |
The compositional method is mainly counterpoint, and this style reaches its peak in these works. | article_dagur_translated | Kompositiónshátturin er í høvuðsheitum kontrapunkt, og hesin stílurun nær í hesum verkum sínum hæddarpunkti. |
The Harbour Choir under the direction of Leif Hansen has rehearsed the Mass since January, and they are now ready to perform it together with excellent soloists from Iceland and a well-assembled orchestra. | article_dagur_translated | Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen hevur vant messuna síðani í januar, og tey eru nú klár at framføra saman við frálíkum solistum úr íslandi og einum væl samansettum orkestri. |
The Mass has not been performed in the Faroe Islands before, and therefore the choir, musicians, soloists and conductor are very excited to perform it. | article_dagur_translated | Messan er ikki framførd í Føroyum fyrr, og tí eru kór, tónleikarar, solistar og dirigentur sera spent uppá at framføra hana. |
Concerts will be in Fuglafjørður Church tomorrow, Ascension Day, at 16:00 and in Hoyvík Church on Friday, May 30 at 18:00. | article_dagur_translated | Konsertir verða í Fuglafjarðar kirkju í morgin, Krists himmalferðadag, klokkan 16 og í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 30. mai klokkan 18. |
The stone house at the outer edge of the bank is now so threatened that it has been decided to take it down and rebuild it a few metres further inland. | article_dagur_translated | Gróthúsið ytst á bakkanum er nú so hótt, at avgjørt er at taka tað niður og endurreisa tað nakrar metrar longur inni í lendinum. |
Landsverk and the National Museum have for several years cooperated on building bank protections where cultural heritage is threatened. | article_dagur_translated | Landsverk og Tjóðsavnið hava í nøkur ár samstarvað um at gera bakkaverjur, har fornminni eru hótt. |
In this connection a temporary protective fence was built beneath the historic stone house. | article_dagur_translated | Í hesum sambandi varð ein fyribils verjugarður bygdur undir søguliga gróthúsinum. |
This protective fence is now beginning to fall apart and must be taken down again. | article_dagur_translated | Hesin verjugarður er nú við at rapa og má takast niður aftur. |
This work has begun so that it will be ready to start the archaeological excavation next week. | article_dagur_translated | Hetta arbeiðið er farið í gongd, so at klárt er at fara undir fornfrøðiliga útgrevsturin í komandi viku. |
In June there will be an archaeological excavation at Sondum. | article_dagur_translated | Í juni verður fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum. |
The excavation of the bank is a collaboration between the archaeology department of the National Museum and researchers from Aarhus University. | article_dagur_translated | Útgrevsturin av bakkanum er eitt samstarv millum fornfrøðideildina á Tjóðsavninum og granskarar frá Aarhus Universiteti. |
In addition, the researchers have 14 archaeology students with them from Aarhus University. | article_dagur_translated | Afturat sær hava granskararnir 14 fornfrøðilesandi við sær frá Aarhus Universiteti. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.