en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The purpose of the voyage is to shed light on the crisis in Gaza.
article_dagur_translated
Endamálið við ferðini er at varpa ljós á kreppuna í Gaza.
The boat departed from Sicily on June 1, and according to plan it was due to arrive today.
article_dagur_translated
Báturin fór úr Sisilia 1. juni, og eftir ætlan skuldi báturin komið fram í dag.
However, the Israeli military has received orders from the Israeli defense minister to stop the boat.
article_dagur_translated
Ísraelski herurin hevur tó fingið boð frá ísraelska verjumálaráðharranum um at steðga bátinum.
He announced this himself.
article_dagur_translated
Tað boðar hann sjálvur frá.
"I have called on the Israeli military to ensure that 'Madleen' does not reach Gaza.
article_dagur_translated
– Eg havi heitt á ísraelska herin um at syrgja fyri, at "Madleen" ikki kemur fram til Gaza.
To the anti-Semitic Greta and her friends I say clearly: You must turn back, because you will not reach Gaza, he says according to Ritzau.
article_dagur_translated
Til antisemitisku Gretu og vinfólk hennara sigi eg greitt: Tit skulu venda við, tí tit koma ikki fram til Gaza, sigur hann sambært Ritzau.
According to the Israeli military, the plan is to seize the vessel and arrest everyone on board.
article_dagur_translated
Sambært ísraelska herinum er ætlanin at leggja hald á skipið og handtaka øll umborð.
In addition to Greta Thunberg, among others Rima Hassan, a French member of the European Parliament, is also on board the 'Madleen'.
article_dagur_translated
Umpframt Greta Thunberg eru eisini m.a. Rima Hassan, franskur limur í ES-tinginum umborð á "Madleen".
At the event Culture Night in Tórshavn on Friday, a new book about the Faroe Islands was presented in the cosy and historic rooms of the Old Bookshop.
article_dagur_translated
Á tiltakinum Mentanarnátt í Havn fríggjadagin varð nýggj bók um Føroyar løgd fram í hugnaligu og søguligu hølunum í Gamla Bókhandli.
It was the publisher Sprotin, which once again made an impact in the book field, that presented the new book titled “Faroese Days” by the British author and journalist and, not least, friend of the Faroes Stan Abbott.
article_dagur_translated
Tað var forlagið Sprotin, sum enn einaferð hevur gjørt ein vørr á bókaøkinum, ið legði fram nýggju bókina við heitinum “Faroese Days” eftir bretska rithøvundan og journalistin og ikki minst Føroyavinin Stan Abbott.
For invited guests and several of those Abbott has spoken with, the author explained the basis for his book about the Faroe Islands, which is intended to give foreign visitors insight into Faroese culture, business life and other affairs.
article_dagur_translated
Fyri innbodnum og fleiri av teimum, sum Abbott hevur tosað við, greiddi høvundin frá grundarlagnum fyri hesi bók hansara um Føroyar, sum er ætlað at geva fremmandum ferðafólki innlit í føroyska mentan, vinnulív og viðurskifti annars.
Stan Abbott began working for Atlantic Airways in 2022, and later also for Visit Faroe Islands and Vágar Airport.
article_dagur_translated
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2022, seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága Floghavn.
He spent a lot of time in the Faroe Islands and often represented the Faroes abroad.
article_dagur_translated
Hann var nógv í Føroyum og var mangan við at umboða Føroyar í útlondum.
Through his work he has helped to open doors for the Faroe Islands internationally.
article_dagur_translated
Hann hevur við sínum arbeiði verið við til at lata dyrnar upp fyri Føroyum í útlandinum.
During this quarter century he has closely observed the development that has taken place in the Faroe Islands and is astonished by how much has changed in such a short time, and by the remarkable talents Faroese people have to answer the many questions that have arisen along the way.
article_dagur_translated
Hesa fjóðringsøldina hevur hann eygleitt neyvt ta menning, iå er farin fram í Føroyum og er ovfarin av, hvussu nógv er broytt eitt so stutt skeið, og hvussu sjáldsamar gávur føroyingar hava at svara teimum mongu spurningum, ið hava stungið seg upp á leiðini.
Faroese people are masters at finding uniquely Faroese solutions, are not afraid of the new, and do not hesitate to forge new paths.
article_dagur_translated
Føroyingar eru meistarar at finna fram á serføroyskar loysnir, ræðast ikki tað nýggja og himprast ikki at leggja nýggjar leiðir.
Now Stan Abbott has made the journey again — he has spoken with people about language and politics, music, food culture, technological advances, commerce, tourism and the fishing industry.
article_dagur_translated
Nú hevur Stan Abbott gjørt ferðina um aftur - hevur tosað við fólk um mál og politikk, tónleik, matmentan, tøknilig frambrot, handilsvinnu, gestavinnu og fiskivinnu.
The result is a particularly interesting book that is clearly based on deep knowledge of the many aspects of the country.
article_dagur_translated
Úrslitið er ein stak forvitnislig bók, sum eyðsýnliga er grundað á dyggan kunnleika um landsins mongu tættir.
If foreigners are interested in more than just beautiful nature, this is a very good book to learn about Faroese affairs — about the real Faroe Islands that work and operate in this beautiful environment, the people who think and act here in the country, Sprotin states in the information about the book.
article_dagur_translated
Eru útlendingar áhugaðir í øðrum enn vakrari náttúru, er hetta ein stak góð bók at kunna seg um føroysk viðurskifti - um tær veruligu Føroyar, sum arbeiða og virka í hesum vakra umhvørvi, menniskjuni, ið hugsa og virka her í landinum sigur Sprotin frá í kunningini um bókina.
On Monday, June 16 at 15:00 there will be a public meeting about a possible nature protection area in Mykines.
article_dagur_translated
Mánadagin 16. juni klokkan 15 verður borgarafundur um møguligt náttúruverndarøki í Mykinesi.
The meeting, which is public, will be held in the dance hall, writes the Environmental Agency.
article_dagur_translated
Fundurin, sum er almennur, verður í dansistovuni, skrivar Umhvørvisstovan.
In June 2020 the Marine Research Institute, the National Museum, the Environmental Agency and Visit Faroe Islands sent a joint appeal to the Conservation Board to recommend to the government to protect Lamb and Dalin in Mykines by regulation pursuant to § 8(1) of the Nature Conservation Act.
article_dagur_translated
Í juni 2020 sendu Havstovan, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Visit Faroe Islands sendu eina felags áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at mæla landsstýrinum til at friða Lamba og Dalin í Mykinesi við kunngerð sambært § 8, stk. 1, í náttúrufriðingarlógini.
In a letter dated April 28, 2021 the Conservation Board recommended implementing protection to guard the puffin against excessive traffic in the area during the puffin's moulting period, but because a new nature protection law was underway, the government chose to wait until the new law came into force.
article_dagur_translated
Yvirfriðingarnevndin mælti í skrivi 28. apríl 2021 til at seta í verk friðing fyri at verja lundan móti ov nógvari ferðslu í økinum í bútíðini hjá lundanum, men av tí at nýggj náttúruverndarlóg var ávegis, valdi landsstýrið at bíða til nýggja lógin varð sett í gildi.
The Nature Protection Act establishes new rules on, among other things, the management of protected areas and replaces parts of the Nature Conservation Act.
article_dagur_translated
Náttúruverndarlógin ásetur nýggjar reglur um m.a. skipan av verndarøkjum, og kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini.
The Environmental Agency has been tasked with administering the Nature Protection Act, and therefore the matter of protecting natural values in Mykines was assigned to the Environmental Agency for processing.
article_dagur_translated
Umhvørvisstovan hevur fingið til uppgávu at umsita náttúruverndarlógina, og málið um verju av náttúruvirðum í Mykinesi bleiv tí lagt til Umhvørvisstovuna at viðgera.
At the meeting there will be information about the process when working to prepare a protection regulation, and how local people and other stakeholders can provide information about nature and other matters relevant to the design of the protection.
article_dagur_translated
Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu staðkend fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar um náttúruna og annað, sum er viðkomandi fyri skipan av verndini.
In the handling of a possible nature protection of Mykines, emphasis will be placed on having an approach in which all viewpoints are taken into account.
article_dagur_translated
Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Mykinesi, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við.
Therefore, among other things, a public meeting will be organized, writes the Environmental Agency.
article_dagur_translated
Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi, skrivar Umhvørvisstovan.
In this connection the Environmental Agency would gladly hear from anyone who has knowledge that may be important for the protection of Mykines.
article_dagur_translated
Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina í Mykinesi.
Citizens, institutions, associations, businesses and other stakeholders can submit proposals and comments to the Environmental Agency no later than Monday, August 11, 2025.
article_dagur_translated
Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna í seinasta lagi mánadagin 11. august 2025.
Today, on the 2nd day of Pentecost, the annual outdoor church service will take place at Ovari vøllur in Gundadalur at 11:00.
article_dagur_translated
Í dag 2. hvítusunnudag verður árliga útigudstænastan á Ovara vølli í Gundadali klokkan 11.
The service is for children, young people, and adults — the whole family.
article_dagur_translated
Gudstænastan er fyri børn, ung og vaksin, alla familjuna.
The priests in Suðursteymi are organizing it, altar servers will take part, and the brass bands GHM and Havnar Hornorkestur will play to accompany the communal hymn singing.
article_dagur_translated
Prestarnir í Suðursteymi skipa fyri, kirkutænarar taka lut, og hornorkestrini GHM og Havnar Hornorkestur spæla undir felags sálmasangin.
As something new, Spírar with Knurr and Knarr will come to help the children understand the text a bit better.
article_dagur_translated
Sum nakað nýtt koma Spírar við Knurr og Knarr at hjálpa børnunum at skilja tekstin nakað betri.
And then Reyða-Leyva will come to sing and dance together with the children (and adults) on the field, before everyone is invited to church coffee afterwards.
article_dagur_translated
Og so kemur Reyða-Leyva at syngja og dansa saman við børnum (og vaksnum) á vøllinum, áðrenn øll verða boðin til Kirkjukaffi aftaná.
Spírar produce high-quality Bible material for children online.
article_dagur_translated
Spírar gera dygdargott bíbliutilfar til børn á netinum.
The material is free and presents the Bible stories in words and images with song and creativity so that children understand best and can participate.
article_dagur_translated
Tilfarið er ókeypis og sigur bíbliusøgurnar í orðum og myndum við sangi og kreativiteti, so børnini bestri skilja og kunnu vera við.
Besides use at home, the material from Spírar has been an inspiration both in schools and in Sunday schools.
article_dagur_translated
Ummframt heima hevur tilfarið frá Spírum verið íblástur bæði í skúlum og sunnudagsskúlum.
Spírar is owned by the Faroese Bible Society.
article_dagur_translated
Tað er Føroyska Bíbliufelagið, sum eigur Spírar.
As of today, citizens from 12 countries are not allowed to travel into the USA.
article_dagur_translated
Frá í dag sleppa ríkisborgarar úr 12 londum ikki at ferðast inn í USA.
A proclamation that was signed last week by the American president, Donald Trump, came into effect this morning.
article_dagur_translated
Ein kunngerð, sum í farnu viku varð undirskrivað av amerikanska forsetanum, Donald Trump, kom í gildi í morgun.
The 12 countries affected by the entry ban are Afghanistan, Congo, Eritrea, Haiti, Iran, Libya, Myanmar, Somalia, Sudan, Chad, Yemen, and Equatorial Guinea.
article_dagur_translated
Tey 12 londini, sum eru rakt av innferðarbanninum eru Afganistan, Kongo, Eritrea, Haiti, Iran, Libya, Myanmar, Somalia, Sudan, Kjad, Jemen, og Ekvatorguinea.
In addition to these 12 countries, the entry restrictions have been tightened for seven other countries.
article_dagur_translated
Umframt hesi 12 lond eru innferðaravmarkingarnar fyri sjey onnur lond herd.
It will henceforth be more difficult for citizens of Burundi, Cuba, Laos, Sierra Leone, Togo, Turkmenistan, and Venezuela to obtain entry permits to the USA, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Tað verður framyvir truplari hjá ríkisborgarum úr Burundi, Kuba, Laos, Sierra Leone, Togo, Turkmenistan og Venesuela at fáa innferðarloyvi til USA, skrivar Ritzau.
The justification by the American president is, among other things, that this will increase security in the USA.
article_dagur_translated
Grundgevingin hjá amerikanska forsetanum er m.a., at hetta fer at økja trygdina í USA.
He also says that these countries have a high number of criminals, and that they cannot verify the identities of travelers.
article_dagur_translated
Hann sigur eisini, at hesi lond hava eitt høgt tal av yvirgangsfólkum, og at tey ikki kunnu vátta samleikan hjá ferðandi.
Trump also uses the attack in Boulder, Colorado just over a week ago, where a man threw a gasoline bomb at protesters who supported Israel.
article_dagur_translated
Eisini brúkar Trump álopið í Boulder í Kolorado fyri góðari viku síðani, har en maður tveitti eina bensinbumbu móti mótmælisfólkum, sum stuðlaðu Ísrael.
Twelve people were injured.
article_dagur_translated
12 fólk vórðu særd.
The perpetrator was Egyptian, who was in the USA illegally.
article_dagur_translated
Brotsmaðurin var egyptari, sum var í USA ólógliga.
His travel visa and work permit had namely expired.
article_dagur_translated
Hansara ferðafólkavisum og arbeiðsloyvi var nevniliga útgingið.
However, Egypt is not among the countries affected by the entry ban.
article_dagur_translated
Egyptaland er tó ikki millum londini, sum eru rakt av innferðarbanninum.
The boat "Madleen," with 12 activists on board, was en route to Gaza with humanitarian aid, but last night the Israeli foreign ministry announced that the boat had changed course and was heading to Israel.
article_dagur_translated
Báturin "Madleen" við 12 aktivistum umborð var ávegis til Gaza við neyðhjálp, men í nátt boðaði ísraelska uttanríkismálaráðið frá, at báturin hevði broytt kós og var ávegis til Ísrael.
This announcement came after the organization that organized the trip, the Freedom Flotilla Coalition, reported that Israeli forces had boarded the boat.
article_dagur_translated
Hendan fráboðanin kom, eftir at felagsskapurin, sum hevur skipað fyri túrinum, Freedom Flotilla Coalition, boðaði frá, at ísraelsk herfólk vóru farin umborð á bátin.
On board the boat were, among others, Swedish environmental activist Greta Thunberg and French MEP Rima Hassan.
article_dagur_translated
Umborð á bátinum vóru m.o. svenski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg, og franski ES-tinglimurin Rima Hassan.
The organization wrote on social media that the crew of the boat had been taken away by the Israeli military.
article_dagur_translated
Felagsskapurin hevur skrivað á sosialar miðlar, at manningin á bátinum er blivin burturflutt av ísraelska herinum.
A video has also been released in which Greta Thunberg, among others, says:
article_dagur_translated
Eisini er ein videoupptøka løgd út, Greta Thunberg m.a. sigur:
"If you see this, we have been taken and removed in international waters."
article_dagur_translated
– Um tit síggja hetta, eru vit tikin og burturflutt í altjóða sjógvi.
The Israeli foreign ministry says that the activists on board the boat are well and are expected to return to their home countries.
article_dagur_translated
Ísraelska uttanríkismálaráðið sigur, at aktivistarnir umborð á bátinum hava tað gott og væntast at fara heim til teirra egnu lond.
"The 'selfie boat' is safely on its way to the Israeli shore. The people on board are expected to return to their home countries," the ministry said, according to Reuters.
article_dagur_translated
– "Selfiejáttin" er trygt ávegis til ísraelsku strondina. Fólkini umborð væntast at fara heimaftur til teirra heimlond, sigur ráðið sambært Reuters.
"Everyone on board is safe and uninjured. They were given biscuits and water. The demonstration is over."
article_dagur_translated
– Øll umborð eru trygg og óskødd. Tey fingu tvíflísar og vatn. Sýningin er liðug.
The purpose of the trip was to draw attention to the crisis in Gaza.
article_dagur_translated
Endamálið við túrinum var at varpa ljós á kreppuna í Gaza.
It was expected that Israel would try to prevent the boat from reaching Gaza.
article_dagur_translated
Tað var væntað, at Ísrael fór at royna at forða bátinum í at koma til Gaza.
Yesterday, Israel's defense minister, Israel Katz, announced that he had ordered the military to ensure that the boat did not reach Gaza.
article_dagur_translated
Í gjár boðaði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz frá, at hann hevði givið herinum boð um at syrgja fyri, at báturin ikki kom fram til Gaza.
Last night Russia sent 479 drones over Ukraine, and according to the Ukrainian military it was the largest nighttime attack since the war between Russia and Ukraine began in February 2022.
article_dagur_translated
Í nátt hevur Russland sent 479 dronur yvir Ukraina, og sambært ukrainska herinum er talan um størsta náttarálopið undir krígnum millum Russland og Ukraina, sum byrjaði í februar 2022.
In addition to the drones, the Russians also used 20 missiles in the attack on central and western parts of Ukraine.
article_dagur_translated
Umframt dronurnar brúktu russar eisini 20 rakettir í álopinum á mið- og vesturpartin av Ukraina.
The Ukrainian air defenses destroyed 277 drones and 19 missiles, and about ten drones hit their targets.
article_dagur_translated
Ukrainska loftverjan oyðilegði 277 dronur 19 rakettir, og at tíggju dronur komu á mál.
One person has been injured, reports the news agency AP, which however cannot verify the reports about the attack.
article_dagur_translated
Ein persónur hevur fingið skaða, skrivar tíðindastovan AP, sum tó ikki kann vátta fráboðanirnar um álopið.
Clashes are being reported between protesters and troops from the U.S. National Guard in the Californian metropolis of Los Angeles.
article_dagur_translated
Boðar verður frá samanbrestum millum mótmlisfólk og herfólk frá amerikonsku Tjóðarhirðuni í kaliforniska stórbýnum Los Angeles.
The protests began on Friday after the immigration agency ICE had arrested 44 people in the area, and over the weekend the U.S. president, Donald Trump, ordered the National Guard to be sent to help police handle the protests.
article_dagur_translated
Mótmælini byrjaðu fríggjadagin, eftir at immigratiónsmyndugleikin, ICE hevði handtikið 44 persónar í økinum, og um vikuskiftið gav amerikanski forsetin, Donald Trump boð um at senda Tjóðarhirðuna at hjálpa løgregluni at handfara mótmælini.
Trump ordered that 2,000 National Guard personnel be sent to Los Angeles, and according to CNN about 300 troops have been deployed to three different areas of the city.
article_dagur_translated
Trump gav boð um, at 2000 fólk frá Tjóðarhirðuni skuldi sendast til Los Angeles, og sambært CNN eru umleið 300 herfólk send til trý ymisk øki í býnum.
There are reports of police using pepper spray and tear gas against protesters, and of protesters throwing bottles and other objects at police.
article_dagur_translated
Fráboðanir eru um løgreglufólk sum brúka piparspray og táragass mótmi mótmælisfólkum, og um mótmælisfólk, sum blaka fløskur og aðrar lutir eftir løgreglufólki.
Gavin Newsom, governor of California, says that the decision to call in the National Guard is unnecessary and provocative, and will only make the situation more tense.
article_dagur_translated
Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia sigur, at avgerðin um at senda boð eftir Tjóðarhirðuni er óneyðugt og provokerandi, og fer tað bert at gera støðuna meira spenta.
“We had no problems before Trump got involved.
article_dagur_translated
– Vit høvdu ongar trupulleikar, áðrenn Trump kom uppí.
This is a very serious violation of the state's right to self-determination, he says.
article_dagur_translated
Hetta er eitt sera álvarlsigt brot á sjálvsavgerðarrættin hjá statinum, sigur hann.
In an interview with MSNBC Newsom says he intends to sue the Trump administration, which he says himself created the conditions surrounding the protests.
article_dagur_translated
Í samrøðu við MSNBC sigur Newsom, at hann ætlar at stevna umsitingina hjá Trump, sum sambært honum sjálvur hevur skapt umstøðurnar kring mótmælini.
“These are the actions of a dictator, not a president, he says according to Reuters.
article_dagur_translated
– Hetta eru gerðirnar hjá einum einræðisharra, ikki einum forseta, sigur hann sambært Reuters.
The protests began in Paramount, which is a suburb of Los Angeles.
article_dagur_translated
Mótmælini byrjaðu í Paramount, sum er ein forstaður til Los Angeles.
Since then the protests have spread to several areas of the metropolis.
article_dagur_translated
Síðani hava mótmælini spreitt seg til fleiri øki av stórbýnum.
On Sunday evening the police announced that they were losing control of the situation.
article_dagur_translated
Sunnukvøldið boðaði løgreglan frá, at tey vóru við at missa tamarhaldið á støðuni.
Lív & Tróndur will play at OY Voxbotn 2025.
article_dagur_translated
Lív & Tróndur fara at spæla á OY Voxbotn 2025.
Organizers announce this in a press release today.
article_dagur_translated
Tað boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi í dag.
– The visually appealing singing duo has for years traveled the country up and down, enchanting us with their beautiful sound.
article_dagur_translated
– Eygagóða sangparið hevur í áravís ferðast land og ríki upp og niður, og hava rúnarbundið okkum við teirra fagra ljóði.
They write and produce beautiful, lively folk-pop music and also interpret and translate a lot of foreign music.
article_dagur_translated
Tey skriva og framleiða vakran og lívligan fólkapopptónleik og tulka og týða eisini nógvan útlendskan tónleik.
– In English there is an expression called “match made in heaven”, and this fits very well to describe the duet we all love.
article_dagur_translated
– Á enskum er eitt útrykk sum eitur “match made in heaven”, og man hetta hóska sera væl til at lýsa duettina, vit øll elska.
Both have performed under their own names.
article_dagur_translated
Bæði tvey hava framført undir egnum navni.
– Lív became a folk sensation when she sang together with the late Niels Midjord, and her soft, beautiful voice was heard a great deal in headphones.
article_dagur_translated
– Lív gjørdist fólkaogn, tá hon sang saman við Niels Midjord sála, og hennara mjúka, fagra rødd var ógviliga nógv at hoyra í lurtunum.
Similarly, Tróndur has performed for many, many years, and perhaps we particularly remember his interpretation of the song “Á kundi á tíðarhavi”, which was released in a new version.
article_dagur_translated
Somuleiðis hevur Tróndur framført í mong, mong ár, og kanska minnast vit serliga væl hansara tulking av lagnum “Á kundi á tíðarhavi”, sum varð útgivin í nýggjum hami.
Their biggest hit is probably the song “Lítli Fuglur”, and last year they released the summery song “Reasons Unknown”, which with its light reggae rhythms is going to work very well in Vágsbotn, write the organizers.
article_dagur_translated
Størsta hitt teirra er helst lagið “Lítli Fuglur”, og í fjør góvu tey út summarliga lagið “Reasons Unknown”, sum við sínum løttu raggearútmum fer at rigga avbera væl í Vágsbotni, skriva fyriskiparar.
The Ukrainian military carried out drone attacks on Russia during the night.
article_dagur_translated
Ukrainski herurin hevur í nátt framt dronuálop á Russland.
According to the Russian Ministry of Defense, Russia shot down 49 Ukrainian drones in seven regions during the night, AP reports.
article_dagur_translated
Sambært russiska verjumálaráðnum hevur Russland í nátt skotið niður 49 ukrainskar dronur í sjey landslutum, skrivar AP.
The Ukrainian military says it struck various targets, including two aircraft at the Russian airbase Savasleyka east of the capital Moscow.
article_dagur_translated
Ukrainski herurin sigur seg hava rakt ymisk mál, m.a. tvey flogfør á russisku flogstøðini Savasleyka eystanfyri høvuðsstaðin Moskva.
It is also reported that the Ukrainians struck the ENIIR power plant in Chuvashia, about 600 kilometers east of Moscow.
article_dagur_translated
Eisini verður boðað frá, at ukrainar hava rakt elverkið ENIIR í Tjuvasjia umleið 600 kilometrar eystanfyri Moskva.
The Ukrainians say they carried out direct attacks on the power plant with at least two drones.
article_dagur_translated
Ukrainar siga seg hava framt beinleiðis álop á elverkið við í minsta lagi tveimum dronum.
Russia, however, says debris from drones that were shot down fell on the facility.
article_dagur_translated
Russland sigur tó, at vrakpetti frá dronunum, sum vórðu skotnar niður, raktu økið.
There was also a report of a large Russian air assault on Ukraine during the night, in which 479 drones and 20 missiles were launched over Ukraine.
article_dagur_translated
Boðað varð eisini frá einum stórum russiskum loftálopi á Ukraina í nátt, har 479 dronur og 20 rakettir vórðu sendar yvir Ukraina.
The 200-singer, Niels A. Galán, is a guest vocalist on the new single "Tango" by maður:glotti.
article_dagur_translated
200 sangarin, Niels A. Galán er gestasangari á nýggja staklagnum, Tango hjá maður:glotti.
On "Tango," Dennis Agerblad and Niels A. Galán sing about how it can be difficult to meet when you and the person you meet have different ways of understanding life and existence.
article_dagur_translated
Á Tango syngja Dennis Agerblad og Niels A. Galán um, hvussu tað kann vera trupult at hittast, tá tú og viðkomandi, tú hittur, hava ymsiskar háttir at skilja lívið og tilveruna uppá.
In the music video, 3D animation and cel animation meet in a retro-1930s style — a strange dance between the traditional and the unusual.
article_dagur_translated
Í sjónbandlagnum hittast 3D animatión og teknifilmur í tríatiárastíli – ein løgin dansur millum tað siðbundna og tað óvanliga.
The song is available on most streaming services and the music video can be seen on maður:glotti's YouTube channel and above.
article_dagur_translated
Lagið er at hoyra á flestu stroymingartænastum og sjónbandalagið sæst á YouTube-rásini hjá maður:glotti og omanfyri.
The two members of maður:glotti, Terji Krossteig and Dennis Agerblad, have not been active since 2008, when they released the album Land, but last summer they met again in Tórshavn and began writing new songs together.
article_dagur_translated
Teir báðir í maður:glotti, Terji Krossteig og Dennis Agerblad, hava ikki verið virknir síðan 2008, tá teir góvu út fløguna, Land, men í fjør summar hittust teir aftur í Havn og byrjaðu at skriva nýggj løg saman.