en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Head chef Ziska himself was also present, described the restaurant's approach, and showcased the special ingredients from the islands.
article_dagur_translated
Høvuðskokkurin Ziska sjálvur var eisini til staðar, greiddi frá hugburðinum á matstovu síni, og sýndi fram serligu rávørurnar frá oyggjunum.
I sat at one of the large wooden tables with a full view of the kitchen and allowed myself to be filled with excitement and expectation.
article_dagur_translated
Eg setti meg við eitt av yvirstóru træborðunum við fullum køksútsýni og lat meg fylla við spenning og væntanum.
That the chefs participated in welcoming me was a clear sign of what was to come, as they had an active role in the entire service.
article_dagur_translated
At kokkarnir vóru við til at taka ímóti mær, var eitt greitt tekin um tað, ið koma skuldi, tí teir høvdu ein virknan leiklut í allari tænastuni.
Ziska is a purposeful person who certainly gets the best out of his kitchen brigade — they are almost more numerous than the guests — who do their work with a quiet calm.
article_dagur_translated
Ziska er ein miðvísur persónur, sum fyri vist fær tað besta burtur úr sínum herliði í køkinum – tey eru næstan fleiri enn tað eru gestir – sum ger sítt arbeiði við eini stillari ró.
Among the dishes, it greatly enhanced my experience to see these culinary artists perform their craft with precision.
article_dagur_translated
Millum rættirnar legði tað nógv aftur at mínari uppliving, at kunna síggja hesi matlistarfólk útføra sín gand við neyvleika.
The service team also played a significant role in my enjoyment, and they were able to anticipate every need of the guests with effortless charm that gave the room a sense of calm.
article_dagur_translated
Tænaratoymið hevði eisini ein týðandi leiklut í míni njótilsi, og tey dugdu at forútsiga hvønn ein tørv hjá gestunum við einum ómakaleysum yndi, ið gav rúminum frið.
They encouraged me to choose the wine list as well; I was gladly tempted and enjoyed an outstandingly selected wine list in perfect harmony with the unexpected taste experiences.
article_dagur_translated
Tey eggjaðu mær til at velja vínskránna afturvið, eg lat meg gleðiliga lokka, og kundi njóta eina framúr útvalda vínskrá í fullkomnum samljóði við óvæntaðu smakksupplivilsini.
One thing I have always noticed about Poul Andrias Ziska, as he has built his international reputation, is that his love for Faroese ingredients is undying.
article_dagur_translated
Eitt, sum eg altíð havi bitið merkið í við Poul Andrias Ziska, so hvørt sum hann hevur uppbygd sítt heimsumfatandi umdømi, er, at hansara kærleiki til føroyskar rávørur er ódeyðiligur.
To create dishes where big flavours explode and ideas shine, he first thinks small; he thinks locally.
article_dagur_translated
Fyri at skapa rættir, har stóru smakkirnir spreingjast, og hugskot, hugsar hann fyrst í smáum, hugsar lokalt.
Throughout the meal I enjoy meat, seafood and vegetables from across the Faroe Islands, all in unique quality that cannot be replicated.
article_dagur_translated
Gjøgnum alla máltíðina njóti eg kjøt, sjógæti og grønmeti úr øllum Føroyum, alt í einastandandi góðsku, ið ikki kann noktast.
The dishes are not only made from local ingredients, but they show respect for local traditions, while also offering classic Faroese recipes.
article_dagur_translated
Rættirnir eri ikki bara gjørdir úr rávørum úr nærumhvørvinum, men teir vísa virðing fyri lokalum siðum, eins og teir bjóða klassiskum føroyskum uppskriftum av.
A dish after dish of the very best seafood was accompanied by something wonderful and moving — all executed at a grand standard of finesse, intelligence and respect.
article_dagur_translated
Rættur oman á rætt av allarbesta sjógæti, varð fylgd við onkrum undurfullum og hjartanemandi – alt gjørt í stórbærum støði í fínleika, skilviti og virðing.
Poached and pickled foods, as well as those flawless sauces with incredible flavour depth and impeccable balance.
article_dagur_translated
Sjóðaður og ræsaður matur eins og tær makaleysu sósirnar við ótrúligari smaksdýbd og lýtaleysari javnvág.
The number of outstanding dishes I enjoyed on the visit is too large for me to name them all, but here are some that especially captivated me.
article_dagur_translated
Talið av framúrskarandi rættum, sum eg njóti á vitjanini, er ov stórt til at eg kann nevna teir allar, men her eru nakrir, sum serliga hugtóku.
I have been a reviewer for the Michelin Guide for many years, and rarely, if ever, have I visited a destination as remote as the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eg havi verið ummælari hjá Michelin guide’ini í nógv ár, og sjáldan, um nakrantíð, havi eg vitjað eitt so fjarskotið ferðamál sum Føroyar.
To say that the visit to PAZ helps make the trip worth the time spent would be an understatement.
article_dagur_translated
At siga, at vitjanin á PAZ hjálpir til at gera túrin verda tíðina, ið brúkt verður, hevði verið at undirdríva.
There are few chefs more talented and natural than Poul Andrias Ziska.
article_dagur_translated
Tað eru fáir meira evnaríkir og natúrligir kokkar enn Poul Andrias Ziska.
He is a composed, determined chef who in his own way has had an outsized influence on Faroese cuisine.
article_dagur_translated
Hann er stillførur, miðvísur kokkur, sum á sín egna hátt hevur havt eina ovurstóra ávirkan á føroyska matgerð.
Eating at PAZ is to taste the Faroese DNA and is like embarking on an enchanted journey through the culinary arts.
article_dagur_translated
At eta á PAZ er at smakka føroyska DNA’ið og sum at fara á eina gandakenda ferð innan matgerðarlist.
Around midday yesterday the police received a report that a drunk man was standing in Steinatún disturbing traffic and behaving disorderly.
article_dagur_translated
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um at ein fullur maður stóð í Steinatúni og órógvaði ferðsluna og var ólátaður.
They went to the scene and it ended with the man being charged with breaking public order rules as well as for refusing to give his name to the police.
article_dagur_translated
Farið varð á staðið og tað endaði við at maðurin bleiv skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar umframt fyri ikki at vilja upplýsa sítt navn fyri løgregluni.
As a result, this episode cost him 2,500 kroner.
article_dagur_translated
Harvið kostaði hendan løtan honum 2500 krónur.
The man was also arrested and lay sleeping at the station for several hours before he was released again.
article_dagur_translated
Maðurin varð eisini handtikin og lá og svav í nakrar tímar á støðini áðrenn hann varð leyslatin aftur.
In the period June 2024 to May 2025, 13.1 billion kroner were paid out in wages.
article_dagur_translated
Í tíðarskeiðnum juni 2024 til mai 2025 vóru 13,1 milliard krónur útgoldnar í lønum.
That is an increase of just under 690 million kroner — 5.5 percent — compared with the previous 12 months, writes the Statistics Office.
article_dagur_translated
Tað er ein vøkstur á knapapr 690 milliónir krónur - 5,5 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Over the last 12 months, women accounted for 39 percent of total wages — half a percentage point higher than in the previous period — while men and women shared almost half and half of the 690 million increase.
article_dagur_translated
Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum – hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, meðan menn og kvinnur áðu næstan helvt um helvt av Vøkstrinum á 690 milliónir.
Wages paid to women were almost seven percent higher in the last 12 months compared with the previous period.
article_dagur_translated
Útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan sjey prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
For men, wages were 4.7 percent higher.
article_dagur_translated
Hjá monnum var lønin 4,7 prosent hægri.
In May the monthly average wage per person was 36,152 kroner — five percent higher compared with the same month last year.
article_dagur_translated
Í mai var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.152 krónur - fimm prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.
In May women received on average 30,251 kroner, which is 27 percent lower than the average wage for men, which was 41,640 kroner.
article_dagur_translated
Í mai fingu kvinnur 30.251 krónur í miðal, sum er 27 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.640 krónur.
Compared with the same month the year before, the paid average wage increased by 6.3 percent for men and 3.3 percent for women.
article_dagur_translated
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 6,3 prosentum hjá monnum og 3,3 prosentum hjá kvinnum.
Ljósfest will be held in Vágur from August 15 to 17, and among other things the band Hvarv will perform then.
article_dagur_translated
15. - 17. august verður Ljósfest í Vági, og tá fer m.a. bólkurin Hvarv at framføra.
The band released the song “Sálarfrændi mín” early this spring, which has been heard very frequently this year.
article_dagur_translated
Bólkurin gav tíðliga í vár út lagið ”Sálarfrændi mín”, sum hevur verið sera nógv at hoyrt í ár.
Hvarv is about to release another recorded song that will appear on all digital platforms on the first day, and Hvarv also plans to release another single later this year, writes Vágur municipality.
article_dagur_translated
Hvarv er á gáttini við enn einum lag, ið er innspælt, og sum kemur á allar talgildar pallar fyrsta dagin, og hevur Hvarv eisini ætlanir um at útgeva enn eitt staklag seinni í ár, skrivar Vágs kommuna.
The band has many years of experience.
article_dagur_translated
Bólkurin hevur mong ár á baki.
The name was seen for the first time at the end of the nineties, when the release Rock í Føroyum 2 came out.
article_dagur_translated
Navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út.
There the band participated with the song "Fortíð, Nútíð, Altíð."
article_dagur_translated
Har luttók bólkurin við lagnum "Fortíð, Nútíð, Altíð".
In 2000 the band was among the 19 who made it onto the album Vælskapt Brek.
article_dagur_translated
Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna Vælskapt Brek.
This was a song contest where more than 80 songs were submitted, and Hvarv was included on the release with the song "Vovið av Guði," which has followed them throughout the years since the release.
article_dagur_translated
Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum "Vovið av Guði", sum hevur fylgt teimum øll árini síðani útgávuna.
At Ljósfest Hvarv will play songs that have accompanied them along the way, as well as songs the band has released and those coming out this year.
article_dagur_translated
Hvarv fer á Ljósfestini at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út, og sum koma út í ár.
The lineup of Hvarv is composed of musicians who have experience and many years behind them on the Faroese music scene.
article_dagur_translated
Manningin í Hvarv sett saman av tónleikarum, ið hava royndir og mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.
In recent years the lineup has been as follows:
article_dagur_translated
Seinastu árini hevur manningin verið hendan:
When Hvarv takes the stage at Ljósfest they will also have guitarist Høgni Fagraberg with them, writes Vágur municipality.
article_dagur_translated
Tá Hvarv fer á pall á Ljósfest hava teir eisini gittarleikaran Høgna Fagraberg við sær, skrivar Vágs kommuna.
A fairly serious workplace accident occurred in Toftir early yesterday afternoon in connection with excavation for a new housing development.
article_dagur_translated
Eitt rættiliga álvarsligt arbeiðsóhapp hendi á Toftum tíðliga seinnapartin í gjár í sambandi við, at grivið verður út til nýggja útstykking.
They were breaking rock when the breaker struck an unexploded charge.
article_dagur_translated
Teir vóru í gongd við at brekka grót, tá brekkarin rakti niður á eina ósprongda løðing.
The explosion was violent.
article_dagur_translated
Spreingingin var ógvuslig.
Debris was blown in all directions, and a stone struck the roof of a nearby house.
article_dagur_translated
Tilfar varð blást í allar ættir, og ein steinur rakti niður í tekjuna á einum húsum nærhendis.
Other houses also sustained some damage, the duty officer at the police station reports.
article_dagur_translated
Eisini eini onnur hús fingu onkran skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðioni.
Fortunately there were no personal injuries, not even to the man who was in the breaker, who did receive quite a shock.
article_dagur_translated
Tíbetur hendi ongin mansskaði, heldur ikki hjá manninum, sum sat í brekkimaskinuni, sum rekk ein rættiligan hvøkk.
The police were on the scene and investigated the circumstances.
article_dagur_translated
Løgreglan var á staðnum og kannaði umstøðurnar.
The labour inspectorate is also investigating the matter and will decide what should happen next, the duty officer says.
article_dagur_translated
Eisini arbeiðseftirlitið kannar málið, og avger hvat síðan skal henda, upplýsir vaktleiðarin.
The police arrested a man yesterday who is to be charged with fleeing the Liquor Store in Tórshavn without paying for the goods.
article_dagur_translated
Løgreglan handtók í gjár ein mann, sum verður skuldsettur fyri at rýma úr Rúsdrekkasøluni í Havn uttan at rinda fyri vørurnar.
The National Liquor Store informed the police yesterday that a customer had fled the shop in Tórshavn on Saturday without having paid for the goods.
article_dagur_translated
Rúsdrekkasøla Landsins boðaði í gjár politinum frá, at ein kundi var rýmdur úr handlinum í Havn leygardagin uttan at hava rinda fyri vørurnar.
It concerned one or two bottles of spirits.
article_dagur_translated
Talan var um eina ella tvær fløskur av brennivíni.
When staff at the liquor store examined the surveillance footage yesterday, it could be confirmed that one of the customers on Saturday had stolen from the shop.
article_dagur_translated
Tá starvsfólk á Rúsuni kannaðu vakmyndaupptøkurnar í gjár kundi staðfestast, at ein av kundunum leygardagin hevði stolið í handlinum.
The police were notified and yesterday located the person, who could do nothing but confess, because the offense was well and thoroughly documented.
article_dagur_translated
Løgreglan varð fráboðað, og fann í gjár fram til persónin, sum ikki kundi annað enn at játta seg sekan, tí brotsverkið var væl og virðiliga dokumenterað.
The National Pharmacist has appointed Durita Rask Olsen to the position of pharmacist at the Suðuroy Pharmacy.
article_dagur_translated
Landsapotekarin hevur sett Duritu Rask Olsen í starv sum apotekari á Suðuroyar Apoteki.
Durita graduated as a pharmacist from the Faculty of Pharmaceutical Sciences at the University of Copenhagen in 2007.
article_dagur_translated
Durita er útbúgvin farmaseutur frá Det Farmaceutiske Fakultet á universitetinum í Keypmannahavn í 2007.
In 2023 she completed an academy-level education in project management.
article_dagur_translated
Í 2023 tók hon akademiútbúgving í projektleiðslu.
After completing her education she worked for five years at Kastrup and Dragør Pharmacy where she gained extensive experience in serving customers.
article_dagur_translated
Eftir lokna útbúgving hevur hon starvast í fimm ár á Kastrup og Dragør Apotek har hon hevur fingið drúgvar royndir við avgreiðslu av viðskiftafólkum.
She also has experience in production and quality work as an academy graduate at the Statens Serum Institut.
article_dagur_translated
Hon hevur eisini royndir við framleiðslu- og góðskuarbeiði sum akademikari á Statens Serum Institut .
Since 2013 she has worked at the manufacturing pharmacy as a pharmacist in the quality department, where she has had many different tasks related to quality work.
article_dagur_translated
Síðan 2013 hevur hon starvast á framleiðsluapotekinum sum farmaseutur í góðskudeildini, har hon hevur havt nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan góðskuarbeiði.
She has extensive experience with the quality systems GMP and ISO 9001.
article_dagur_translated
Hon hevur drúgvar royndir innan góðskuskipanirnar GMP og ISO 9001.
Durita will take up the position on 1 September 2025.
article_dagur_translated
Durita tekur við starvinum 1. septembur 2025.
At about 11 PM last night, our time, the American president, Donald Trump, announced a ceasefire between Israel and Iran.
article_dagur_translated
Um 23-tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð, kunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eina vápnahvíld millum Ísrael og Iran.
Since then, both the reporting and the attacks have ebbed and flowed between the countries.
article_dagur_translated
Síðan hava bæði kunningin og álopini bylgjað aftur og fram millum londini.
This morning, Danish TV2 tried to describe the situation as it looks right now:
article_dagur_translated
Danska TV2 hevur fyrrapartin gjørt eina roynd at lýsa støðuna, sum hon sær út júst nú:
According to Donald Trump, the ceasefire came into effect at around five this morning, our time, when both Iran and Israel stopped their attacks.
article_dagur_translated
Sambært Donald Trump kom vápnahvíldin í gildin um fimm-tíðina í morgun, okkara tíð, tá bæði Iran og Ísrael støðgaðu við sínum atsóknum.
At first Iran wanted to maintain the ceasefire for 12 hours, and then Israel agreed to this.
article_dagur_translated
Fyrst vildi Iran halda vápnahvíldina í 12 tímar, og síðan tók Ísrael undir við hesum.
The countries have since both confirmed the agreement.
article_dagur_translated
Londini hava síðan bæði váttað avtaluna.
Around five o'clock Israel warned that several waves of attacks had turned toward Israel from Iran.
article_dagur_translated
Um fimm tíðina ávaraði Ísrael um, at fleiri álopsbylgjur vendu móti Ísrael úr Iran.
At the same time, Iranian television reported that they had fired “the last rockets” during the ceasefire.
article_dagur_translated
Samstundis upplýsti iranska sjónvarpið, at tey høvdu skotið “tær seinastu rakettirnar” innan vápnahvíldina.
Shortly after six o'clock, Israel reopened its airspace.
article_dagur_translated
Stutt eftir klokkan seks lat Ísrael upp sítt loftrúm aftur.
Four hours after the ceasefire came into effect it was broken, according to the Israeli military, which at 8:30 warned that they had confirmed Iranian rockets toward Israel.
article_dagur_translated
Fýra tímar eftir at vápnahvíldin kom í gildi, varð hon brotin, sambært ísraelska herinum, sum klokkan 8.30 ávaraði um, at tey høvdu staðfest iranskar rakettir móti Ísrael.
Shortly after, Israeli Defense Minister Israel Katz said the ceasefire had been broken and that Israel would respond by striking targets 'in the heart' of Tehran.
article_dagur_translated
Stutt eftir segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, at vápnahvíldin var brotin, og at Ísrael fór at svara aftur við at skjóta eftir málum ‘í hjartanum’ av Teheran.
This morning Iranian media cited an unnamed state authority saying they flatly deny that Iranian rockets were fired at Israel after the ceasefire came into effect.
article_dagur_translated
Iranskir miðlar hava fyrrapartin sagt frá ónavngivnum statsligum myndugleikanum, at teir blankt afturvísa, at iranskar rakettir eru skotnar móti Ísrael eftir at vápnahvíldin kom í gildi.
The American president has not yet said anything about what has happened since the ceasefire came into effect this morning.
article_dagur_translated
Amerikanski forsetin hevur enn ikki sagt nakað um tað, sum er hent eftir at vápnahvíldin kom í gildi í morgun.
A minor traffic accident occurred in the Eysturoy Tunnel a short while ago.
article_dagur_translated
Eitt lítið ferðsluóhapp var í Eysturoyartunnlinum fyri lítlari løtu síðani.
It was a car that collided with a sign at the roundabout — nothing serious.
article_dagur_translated
Tað var ein bilur, sum rendi á eitt skelti við rundkoyringina – onki álvarsligt.
The officer on duty at the police station says the report came in at 10:43.
article_dagur_translated
Vakthavandi á politistøðini sigur, at fráboðanin kom klokkan 10.43.
When that happens, traffic is immediately closed so the police can get to the scene.
article_dagur_translated
Tá slíkt hendir, verður ferðslan beinanvegin stongd, so løgreglan kann koma á staðið.
Traffic was closed for about 12 minutes and is now running again.
article_dagur_translated
Ferðslan var stongd í okkurt um 12 minuttir, og koyrir aftur nú
A Nordic bishops' conference is taking place in the Faroe Islands these days.
article_dagur_translated
Norðurlendsk bisparáðstevna er í Føroyum í hesum døgum.
Bishops from all the Nordic countries meet every three years, and this year the conference is in the Faroe Islands from June 23 to 27.
article_dagur_translated
Biskupar úr øllum Norðurlondunum hittast triðja hvørt ár, og í ár er ráðstevnan í Føroyum 23. til 27. juni.
On the programme are lectures by both Faroese and foreign speakers.
article_dagur_translated
Á skránni eru fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum.
The main theme is "The Church in Troubled Times."
article_dagur_translated
Høvuðsevnið er “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”.
The conference is a working meeting for bishops, and the visit is therefore not public.
article_dagur_translated
Ráðstevnan er ein arbeiðsfundur fyri biskupar, og vitjanin er tí ikki almenn.
Although the schedule for the days is extensive, there will also be visits around the islands, for example to Kirkjubø, Eysturoy and the Northern Isles.
article_dagur_translated
Hóast skráin fyri dagarnar er umfatandi, verður eisini vitjað kring landið, eitt nú í Kirkjubø, í Eysturoynni og í Norðoyggjum.
It is the administration of Bishop Jógvan Fríðriksson, together with two of the Danish bishops, that organizes the content and framework of the conference in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Tað er umsitingin hjá Jógvan Fríðrikssyni, biskupi, saman við tveimum av donsku biskupunum, ið skipa fyri innihaldi og kørmum um ráðstevnuna í Føroyum.
A total of about 45 bishops from Denmark, Norway, Sweden, Finland and Iceland are participating in the conference, writes the Church of Denmark's website.
article_dagur_translated
Tilsamans luttaka áleið 45 biskupar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi á ráðstevnuni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
The police in Bavaria in southern Germany have killed a two-meter-long freshwater fish in a lake because the fish had become a threat to people swimming in the water.
article_dagur_translated
Løgreglan í Bayern í Suðurtýsklandi hevur avlívað ein tveir metra langan feskvatnsfisk í einum vatni, tí fiskurin varð vorðin ein hóttan móti fólki, sum svumu í vatninum.
It is a catfish (in Danish called malle) that had become rather aggressive toward people, possibly because it was trying to protect its young.
article_dagur_translated
Talan er um ein hvítfisk ella karpufisk (á donskum malle), ið var vorðin heldur ágangandi móti fólki, møguliga tí at hann vildi verja ungar sínar.
The fish bit at least five bathers, who had to be treated for bite wounds at a local hospital.
article_dagur_translated
Fiskurin hevur bitið minst fimm baðigestir, sum máttu viðgerast á lokalum sjúkrahúsi fyri bitsár.
The police therefore chose to draw their service pistols and shoot the large fish, which weighed 90 kilograms.
article_dagur_translated
Løgreglan valdi tí at taka tænastupistólin fram og skjóta stóra fiskin, sum vigaði 90 kilo.
This happened in the lake Brombachsee, in northern Bavaria, on Friday.
article_dagur_translated
Hetta hendi í vatninum Brombachsee, har norðuri í Bayern, fríggjadagin.
Brombachsee is a dammed lake on the Brombach River.
article_dagur_translated
Bromhachsee er eitt demmað vatn í Brombach ánni.
The lake is a popular bathing area in the summers.
article_dagur_translated
Vatnið er eitt vældámt baðiøki um sumrarnar.
It is very unusual for this species of freshwater fish to attack people.
article_dagur_translated
Tað er heilt óvanligt at hetta slagið av festvatnsfiski ger seg inn á menniskju.
But when several bathers were bitten by this single fish, a decision was made to put it down, German media write.
article_dagur_translated
Men tá fleiri baðigestir vóru bitnir av hesum eina fiskinum, var avgerð tikin um at avlíva hann, skriva týskir miðlar.
People driving home along Velbastaðvegur in Tórshavn in recent days have noticed a cityscape that is changing.
article_dagur_translated
Fólk, sum eru komin koyrandi heim eftir Velbastaðvegnum í Havn hesar seinastu dagarnar, hava lagt merkið til eina býarmynd, sum er við at broytast.