en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Both of the oncoming cars continued driving without stopping.
article_dagur_translated
Báðir teir mótkoyrandi bilarnir koyrdu víðari uttan at steðga á.
The police would like to hear from the drivers of those two cars.
article_dagur_translated
Hesum báðum bilføraranum vil løgreglan fegin hoyra frá.
It was a red passenger car that overtook a white passenger car.
article_dagur_translated
Tað var ein reyður persónbilur, sum yvirhálaði ein hvítan persónbil.
Someone who believes they have information about the case has called the police and will be interviewed.
article_dagur_translated
Onkur, sum heldur seg hava upplýsingar í málinum, hevur ringt til løgregluna, og viðkomandi fer at verða avhoyrdur.
The police had a traffic patrol last night in a sparsely populated area in Kollafjørður.
article_dagur_translated
Løgreglan hevði í gjárkvøldið eina ferðslupatrulju í óbygdum øki í Kollafirði.
Seven cases were recorded.
article_dagur_translated
Sjey mál vórðu skrivaði.
Drivers were driving between 99 and 107 km/h and two license points were given.
article_dagur_translated
Bilførarar koyrdu millum 99 og 107 km/t og tvey klipp vórðu givin.
A car with a trailer was driving too fast,
article_dagur_translated
Ein bilur við viðfestisvogni koyrdi ov skjótt,
and one vehicle had its lights not in order.
article_dagur_translated
og hjá einum bili vóru ljósini ikki í ordan.
He received a fine.
article_dagur_translated
Hann fekk bót.
While new artificial turf has been laid on the field at Svangaskarð in Toftir, people from the construction company KBH have been preparing for the pouring of foundations for a new shelter.
article_dagur_translated
Samstundis sum nýtt graslíki hevur verið lagt á vøllin á Svangaskarði á Toftum, hava fólk frá byggifyritøkuni KBH gjørt fyrireikingar til stroyping av fundamentum til nýtt skýli.
And yesterday there was a large pour on the schedule, says Nes municipality.
article_dagur_translated
Og í gjár var so ein stór stoyping á skránni, sigur Nes kommuna.
The work to install the new artificial turf is finished and the first Betrideildin match will be on Saturday, July 5 at 17:15.
article_dagur_translated
Arbeiðið at leggja nýtt graslíki er liðugt og fyrsti Betrideildardysturin verður leygardagin 5. juli kl. 17:15.
More than half of the share capital in the airline SAS will in the future be in French and Dutch hands.
article_dagur_translated
Meira enn helvtin av partapeninginum í flogfelagnum SAS skal í framtíðini vera á fronskum og hollendskum hondum.
Air France-KLM, which already owns just under 20 percent of SAS, now wants to own up to 60.5 percent of the Nordic company.
article_dagur_translated
Air France-KLM sum frammanundan eigur smá 20 prosent í SAS, vil nú eiga upp í 60,5 prosent av norðurlendska felagnum.
This will be done by buying shares from Castlelake and Lind Invest.
article_dagur_translated
Hetta skal gerast við at keypa partabrøv frá Castlelake og Lind Invest,
The plan is for the purchase to be completed in the second half of 2026.
article_dagur_translated
Ætlanin er at keypið skal vera avgreitt í seinnu helvt av 2026.
On Tuesday SAS announced its largest investment in aircraft since 1996.
article_dagur_translated
Týsdagin kunngjørdi SAS størstu íløguna í flogfør síðan 1996.
The company is buying 55 new aircraft from the Brazilian Embraer for 25 billion kroner.
article_dagur_translated
Felagið keypir 55 nýggj flogfør frá brasilska Embraer fyri 25 milliardir krónur.
The investment will be made over four years and the first aircraft will arrive in 2027.
article_dagur_translated
Íløgan verður gjørd yvir fýra ár og fyrstu flogførini koma í 2027.
In the first phase SAS is buying 45 aircraft, but has the option to purchase ten more.
article_dagur_translated
Í fyrsta umfari keypir SAS 45 flogfør, men hevur møguleika at keypa tíggju afturat.
Beinir Bergsson has been appointed as director of the evening school in Vágar municipality.
article_dagur_translated
Beinir Bergsson er settur sum leiðari fyri kvøldskúlan í Vága kommunu.
He is 28 years old and brings both professional and creative experience to the position.
article_dagur_translated
Hann er 28 ára gamal og hevur bæði fakligar skapandi royndir við í skjáttuni.
He has completed a bachelor's and master's degree in German at the University of Iceland, in addition to a bachelor's degree in creative writing at the University of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Hann hevur tikið bachelor- og masterútbúgving í týskum á Háskóla Íslands, umframt ein bachelor í ritlist á Fróðskaparsetri Føroya.
In addition, he is training to become a teacher at the University of the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Harafturat er hann undir útbúgving sum lærari á Fróðskaparsetri Føroya.
For the past two years, Beinir Bergsson has worked as editor at the Book Department of the Faroese Teachers' Association and is a host on the radio program
article_dagur_translated
Seinastu tvey árini hevur Beinir Bergsson starvast sum ritstjóri hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, er vertur í útvarpssendingini
, and has also been a substitute teacher and support staff at Sørvágur School, a guest lecturer in German literature at the University of Iceland, and for a short period a substitute at Glasir.
article_dagur_translated
, og hevur eisini verið vikar og stuðul í Sørvágs skúla, gestalærari í týskum bókmentum á Háskóla Íslands og í styttri tíðarskeiði vikar á Glasir.
Beinir Bergsson will start in the position on August 1st.
article_dagur_translated
Beinir Bergsson byrjar í starvinum 1. august.
Since yesterday, several citizens of the harbour have been forced to boil the water because bacteria were detected in the drinking water from Havnardalur.
article_dagur_translated
Síðan í gjár hava fleiri havnarborgarar verið noyddir at kókað vatnið, tí bakteriur vóru staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali.
But now the danger is already gone.
article_dagur_translated
Men nú er vandin longu av.
The Tórshavn municipality announces today that the water is clean again.
article_dagur_translated
Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at vatnið er reint aftur.
The new manager of Føroya Keypsamtøka, Claus Lundberg, has started in his position.
article_dagur_translated
Nýggi stjórin í Føroya Keypsamtøku, Claus Lundberg, er byrjaður í sínum starvi.
This follows Kristian Wolsing, who was originally supposed to serve as acting manager for a year, having to move back home to Denmark.
article_dagur_translated
Hetta eftir at Kristian Wolsing, sum eftir ætlan skuldi vera virkandi stjóri í eitt ár, skal flyta heim aftur til Danmarkar.
Claus Lundberg has been manager at Dagli'Brugsen in Tirstrup for 16 years and considers it very exciting to begin a new job in another country, says Keypsamtøkan.
article_dagur_translated
Claus Lundberg hevur verið leiðari í Dagli’Brugsen í Tirstrup í 16 ár og heldur tað vera sera spennandi at skula byrja í nýggjum starvi í einum øðrum landi, sigur Keypsamtøkan.
Today the American submarine USS Newport News arrives in Nólsoyarfjørður.
article_dagur_translated
Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfjørð.
USS Newport News is nuclear-powered and has diplomatic permission to enter Faroese territorial waters.
article_dagur_translated
USS Newport News er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.
The Labour and Fire Authority is organizing nuclear monitoring and other preparedness measures in connection with the visit.
article_dagur_translated
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina.
The patrol vessel Brimil is escorting the submarine while it sails in Faroese territorial waters.
article_dagur_translated
Brimil fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.
Today, July 4, is also American Independence Day.
article_dagur_translated
Í dag, 4. juli, er somuleiðis amerikanski frælsisdagurin.
On Friday there was a topping-out ceremony at the new after-school center in Kollafjørður.
article_dagur_translated
Fríggjadagin var reisigildi í nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði.
The conditions at the after-school center have long been far from satisfactory, but now the people of Kollafjørður can look forward to getting a brand-new after-school center that will also offer activities for youths in the evenings.
article_dagur_translated
Umstøðurnar hjá frítíðarskúlanum hava leingi verið alt annað enn nøktandi, men nú kunnu kollfirðingar gleða seg til at fáa ein spildurnýggjan frítíðarskúla, sum eisini skal hava tilboð til ung um kvøldið.
Articon is responsible for the work, which is progressing well, and according to plan the building will be handed over in February 2026.
article_dagur_translated
Articon stendur fyri arbeiðnum, sum gongur væl, og eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026.
The total construction cost is approximately 23 million kroner.
article_dagur_translated
Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 mió. krónur.
At midday today the new hearse arrived in Klaksvík.
article_dagur_translated
Á middegi í dag kom nýggi líkbilurin til Klaksvíkar.
This is written by Klaksvík municipality on its website.
article_dagur_translated
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
The cemetery manager, Jakobina Joensen, says that this project has taken a long time, and therefore the feeling is extremely good now that the new vehicle has arrived.
article_dagur_translated
Leiðarin í Kirkjugarðinum, Jakobina Joensen, sigur, at hetta arbeiðið hevur verið drúgt, og tí er kenslan ómetaliga góð, nú nýggi bilurin er komin.
The old hearse has served the work well, but after 20 years the time had come to replace the vehicle, she says.
article_dagur_translated
Gamli líkbilurin hevur tænt arbeiðinum væl, men aftaná 20 ár var tíðin komin til at skifta bilin út, sigur hon.
Such a vehicle is also not easy to obtain.
article_dagur_translated
Ein slíkur bilur er heldur ikki lættur at fáa fatur á.
The requirements for the vehicle are high, the technology is advanced, and the companies that manufacture hearses are becoming fewer.
article_dagur_translated
Krøvini til bilin eru høg, teknologiin framkomin og fyritøkurnar, sum framleiða líkbilar, fækkast.
At least in our region, says Jakobina Joensen.
article_dagur_translated
Í øllum førum um okkara leiðir, sigur Jakobina Joensen.
It may seem unnecessary to make an investment in a vehicle that one hopes will be used as little as possible, but it is important that this final journey in particular is conducted in dignified conditions, says Jakobina Joensen.
article_dagur_translated
Tað kann tykjast óneyðugt at gera eina íløgu í ein bil, sum man vónar bara koyrir hægst neyðugt, men tað hevur týðning, at júst hesin seinasti túrurin verður koyrdur í virðiligum umstøðum, sigur Jakobina Joensen.
Both the staff at the cemetery and Jan Askham, manager at Smiðjan, have been part of this process.
article_dagur_translated
Bæði starvsfólk í kirkjugarðinum og Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, hava verið partur av hesi tilgongdini.
They are very pleased with the vehicle and naturally hope that the vehicle will perform well.
article_dagur_translated
Tey eru væl nøgd við bilin, og vóna sjálvsagt at bilurin fer at roynast væl.
The new Húsareyn tunnel, which opens on Sunday, will not only open for car traffic but also for bicycles.
article_dagur_translated
Nýggi Húsareynstunnilin, sum letur upp sunnudagin, letur ikki bert upp fyri bilferðslu, men eisini fyri súkklum.
This is also in line with the project “Tórshavn as a cycling city”, which actually began in 2019.
article_dagur_translated
Hetta er eisini í samsvari við verkætlanina “Tórshavn sum súkklubýur”, sum byrjaði av álvara í 2019.
At the last city council meeting, which was in June, the council decided to allocate three million kroner to the project “Tórshavn as a cycling city”.
article_dagur_translated
Á seinasta býráðsfundi, sum var í juni, samtykti býráðið at játta tríggjar milliónir krónur til verkætlanina “Tórshavn sum súkklubýur”.
The recommendation states that the allocation will be divided into 1.4 million kroner for measures within cycling infrastructure, 1.4 million kroner for facilities and other conditions for cycling, and 200,000 kroner for cooperation and campaigns about cycling.
article_dagur_translated
Tilmælið sigur, at játtanin verður býtt upp í 1,4 mió. krónur til átøk innan infrakervi til súkkling, 1,4 mió. krónur til hentleikar og aðrar umstøður til súkkling, og 200.000 krónur til samstørv og kampanjur um súkkling.
The main objective of “Tórshavn as a cycling city” is to improve the conditions for cycling in the city, to ease traffic pressure in the city, and overall to create a greener city.
article_dagur_translated
Høvuðsendamálið við “Tórshavn sum súkklubýur” er at bøta um umstøðurnar at súkkla í býnum, at lætta um ferðslutrýstið í býnum og sum heild at skapa ein grønari bý.
This can, among other things, be achieved by making cycle routes better, more visible and safer, by creating bicycle parking both indoors and outdoors, and through measures that highlight healthy travel habits, cycling conditions, and so on.
article_dagur_translated
Hetta kann millum annað gerast við at gera súkklufarleiðir betri, sjónligari og tryggari, at gera parkeringspláss til súkklur bæði inni og úti, og við tiltøkum, sum varpa ljós á heilsugóðar ferðsluvanar, súkkluumstøður v.m.
And now the Húsareyn tunnel and the new Havnarvegur will also be part of the cycle routes in Tórshavn municipality.
article_dagur_translated
Og nú verða Húsareynstunnilin og nýggi Havnarvegurin eisini ein partur av súkklufarleiðunum í Tórshavnar kommunu.
When applications were sought for a new director of the Faroese Folk High School, 15 applications for the position were received, and the board has chosen to appoint Torkil Tórgarð to lead the school for the next five years, the school announces in a press release.
article_dagur_translated
Tá søkt varð eftir nýggjum stjóra til Føroya Fólkaháskúla komu 15 umsóknir til starvið, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini, boðar háskúlin frá í tíðindaskrivi.
Torkil Tórgarð succeeds Hedvig Westerlund-Kapnas, who has been director since September 2019.
article_dagur_translated
Torkil Tórgarð avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019.
Torkil was born in 1990 and will thus be 35 years old when he assumes the position on September 1.
article_dagur_translated
Torkil er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september.
Torkil has broad experience on the Faroese cultural scene, especially in film and drama, and has also worked on writing and developing films and plays.
article_dagur_translated
Torkil hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit.
In recent years he has obtained education in psychology and communication, and is about to complete a postgraduate degree in social psychology and learning.
article_dagur_translated
Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.
– The new director intends to place special emphasis on the connections between individuals and society, and on how educative and cohesive approaches are created in social environments.
article_dagur_translated
– Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum.
He wishes to continue much of the quality work that previous directors have left behind, and to further develop the school as an inspiring offering in Faroese society.
article_dagur_translated
Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.
– In recent years the school has emphasized offering education in the artistic disciplines, and that will continue to be visible, but the new director will also strive to broaden the activities at the institution and to create open spaces where various activities are hosted, and where both residential students and the ...
article_dagur_translated
– Háskúlin hevur seinastu árini lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at breiðka virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royn...
– At the public meeting held at the school on Ólavsøka there will be an opportunity to greet both the outgoing and the incoming director.
article_dagur_translated
– Á fólkafundinum úti á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.
HARALDSEN is one of the most exciting and most sought-after DJs in the Faroe Islands at the moment.
article_dagur_translated
HARALDSEN er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni.
Behind HARALDSEN is Beinta Haraldsen, who in a very special way creates a party atmosphere on every dance floor.
article_dagur_translated
Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum á ein heilt serligan hátt skapar ein veitsluróm á einum og hvørjum dansigólvi.
She is known for her ability to assemble music sets that make the dance floor boil every time!
article_dagur_translated
Hon er kend fyri evnini at seta saman tónleikasett, sum fáa dansigólvið at kóka hvørja ferð!
HARALDSEN plays music from many different genres that together create a soundscape that is both nostalgic and contemporary.
article_dagur_translated
HARALDSEN spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans.
She is also known for turning many well-known Faroese songs into a completely new form on the dance floor.
article_dagur_translated
Hon er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar sangir í ein heilt nýggjan ham á dansigólvinum.
She has DJed at a plethora of events around the country, and now HARALDSEN will close this year's Summer Festival with an unforgettable party in the tent.
article_dagur_translated
Hon hevur diskað til eina ørgrynnu av tiltøkum kring landið, og nú fer HARALDSEN at enda ársins Summar Festival við einari ógloymandi veitslu í tjaldinum.
A man was arrested last night and charged with violence against a police officer.
article_dagur_translated
Ein maður varð í nátt handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki.
The man was first expelled from a residence in Tórshavn for being troublesome, and later the police received a report of a disturbance at a bar in Tórshavn.
article_dagur_translated
Maðurin varð fyrst burturvístur av einum bústaði í Havn fyri at vera til ampa, og seinni fekk løgreglan eina fráboðan um órógv við eitt skeinkistað í Havn.
When the police arrived at the scene it turned out to be the same man, and he received a fine for breaching public order regulations.
article_dagur_translated
Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at tað var sami maður, og fekk hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
The man became violent, and that ended with him being arrested.
article_dagur_translated
Maðurin gjørdist harðligur, og endaði tað við, at hann varð handtikin.
He is still at the station and is now charged with violence against a police officer, the duty officer at the police station in Tórshavn said this morning.
article_dagur_translated
Hann liggur enn á støðini, og er hann nú skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Yesterday afternoon the police stopped two drivers for violations of the traffic law.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár tók løgreglan tveir bilførarar fyri brot á ferðslulógina.
One was stopped in the capital area and one was stopped in Suðuroy, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Ein varð tikin í høvuðsstaðarøkinum, og ein varð tikin í Suðuroynni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The one stopped in the capital area had points deducted from his driving license for using a handheld phone while driving, and the driver in Suðuroy received a conditional disqualification for driving 118 kilometers per hour where the maximum allowed speed is 80.
article_dagur_translated
Tann, sum var tikin í høvuðsstaðarøkinum fekk klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna telefon, meðan hann koyrdi, og bilførarin í Suðuroynni fekk eina treytaða frádøming fyri at koyra 118 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.
Now Faroese drivers can use a digital driving licence in Denmark – and Danish drivers can similarly use a digital driving licence in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Nú kunnu føroyskir bilførarar brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum.
This came into effect on July 1 and is the result of an agreement that the Minister of Transport, Jóhan Christiansen, and the Danish Minister of Transport, Thomas Danielsen, signed on May 26 this year, the Ministry of Fisheries and Transport announced in a press release.
article_dagur_translated
Hetta kom í gildi 1. juli og er úrslit av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, undirskrivaðu 26. mai í ár, boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
"With this step we have made it possible for drivers to use a digital driving licence – regardless of whether you are in the Faroe Islands or in Denmark."
article_dagur_translated
– Við hesum stigi hava vit gjørt tað møguligt hjá bilførarum at brúka talgilt koyrikort – óansæð um tú ert í Føroyum ella í Danmark.
The hope is that this agreement is the first step on the way to Faroese digital driving licences being recognised in more EU countries, says Jóhan Christiansen, Minister of Transport.
article_dagur_translated
Vónin er, at hendan avtalan er fyrsta stigið á leiðini til, at føroyskt talgilt koyrikort kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
A digital driving licence is hereby equated with an ordinary driving licence and can be used as legal proof to drive both in the Faroe Islands and in Denmark.
article_dagur_translated
Talgilt koyrikort er við hesum javnsett við vanligt koyrikort og kann brúkast sum lógligt prógv at koyra bæði í Føroyum og í Danmark.
On Thursday, July 17, Anni Haraldsen opens an art exhibition at Smiðjan in Lítluvík in Tórshavn.
article_dagur_translated
Hósdagin 17. juli letur Anni Haraldsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
The works are machine-embroidered pictures with subjects mostly from the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Talan er um maskinseymaðar myndir við motivum mest úr Føroyum.
Anni Haraldsen is from Fuglafjørður, has lived and worked as a teacher in Svendborg for several years, but has now increasingly taken to creating artworks sewn from clothing scraps, yarn and tulle, so that as a viewer you may begin to doubt whether the image is truly embroidered and not painted.
article_dagur_translated
Anni Harsldsen er úr Fuglafirði, hevur búð og starvast sum lærari í Svendborg í fleiri ár, men er nú farin at gera alt meira burtur úr ítrivinum at seyma listaverk burtur úr klædnarestum, garni og túll, so tú sum áskoðari kann koma at ivast í, um myndin veruliga er seymað og ikki málað.
It is especially landscapes and village scenes from the Faroe Islands that are the subjects of Anni’s embroidered artworks.
article_dagur_translated
Tað er serliga landsløg og bygdaløg úr Føroyum, sum eru motivini á áseymaðu listaverkunum hjá Anni.
The exhibition at Smiðjan in Lítluvík opens on Thursday, July 17 and is open between 3 PM and 6 PM.
article_dagur_translated
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 17. juli og er opin millum klokkan 15 og 18.
It then hangs until Tuesday, July 22 — every day between 1 PM and 6 PM.
article_dagur_translated
Hon hongur síðan uppi til týsdagin 22. juli – allar dagarnar millum klokkan 13 og 18.
You can see examples of Anni’s pictures on her
article_dagur_translated
Tú kanst síggja dømir um myndirnar hjá Anni á hennara
The threats by the American president, Donald Trump, to impose tariffs on Russian goods and punish countries that buy oil from Russia are quite serious.
article_dagur_translated
Hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leggja toll á russiskar vørur og revsa londum, sum keypa olju úr Russlandi eru rættiliga álvarsamar.
That says Dmitry Peskov, spokesman for the Russian government.
article_dagur_translated
Tað sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.
He says that Russia needs time to analyze the message from the White House.
article_dagur_translated
Hann sigur, at Russland hevur tørv á tíð at greina boðskapin úr Hvítu Húsunum.
"This statement by the American president is quite serious."
article_dagur_translated
– Hendan útsøgnin hjá amerikanska forsetanum er rættiliga álvarsom.
Some of what he said appears to be directed straight at Putin (the Russian president, Vladimir Putin, ed.).
article_dagur_translated
Okkurt av tí, hann segði, sær út til at vera rættað beinleiðis móti Putin (russiska forsetanum, Vladimir Putin red.)