en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
"We certainly need to analyze what was said in Washington."
article_dagur_translated
– Vit hava uttan iva tørv á at greina tað, sum bleiv sagt í Washington.
If and when President Putin deems it necessary, he will make a comment.
article_dagur_translated
Um og tá Putin forseti heldur tað vera neyðugt, fer hann at koma við einari viðmerking.
This was not the first comment from Russia on Trump's statement on Monday.
article_dagur_translated
Hetta var ikki fyrsta viðmerkingin úr Russlandi til útsøgnina hjá Trump mánadagin.
The former president and prime minister, who is now deputy chairman of the Russian Security Council, Dmitry Medvedev, offered a different perspective.
article_dagur_translated
Fyrrverandi forsetin og forsætisráðharrin, sum nú er næstformaður í russiska trygdarráðnum, Dmitrij Medvedev, kom við einum øðrum sjónarmiði.
Medvedev said that Russia pays no attention to what he called a "fabricated ultimatum."
article_dagur_translated
Medvedev segði, at Russland ikki leggur í tað, sum hann nevndir eitt "tilgjørt ultimatum".
"The world trembled and expected consequences."
article_dagur_translated
– Heimurin skalv og væntaði avleiðingar.
Europe was disappointed.
article_dagur_translated
Evropa var vónbrotið.
Russia paid it no mind, he said, according to the Russian news agency TASS.
article_dagur_translated
Russland legði einki í tað, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass.
After Ólavsøka, an interest association will be founded for wheelchair users in the Faroe Islands.
article_dagur_translated
Eftir ólavsøku verður eitt áhugafelag stovnað fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum.
This is said by Kaj Leo Holm Johannesen, former prime minister and member of parliament for the Union Party.
article_dagur_translated
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
He has the autoimmune disease CIDP and is himself confined to a wheelchair.
article_dagur_translated
Hann hevur autoimmunu sjúkuna CIDP og er sjálvur bundin at koyristóli.
Kaj Leo Holm Johannesen writes in a Facebook update today that he wants to work towards the Faroe Islands becoming the world's most wheelchair-friendly country.
article_dagur_translated
Kaj Leo Holm Johannesen skrivar í dagføring á Facebook í dag, at hann vil arbeiða fram ímóti at Føroyar gerst heimsins koyristólsvinarligasta land.
"Everyone, and I mean everyone, who sits in a wheelchair permanently or for a shorter period should have it easier."
article_dagur_translated
– Øll, og eg meini øll, sum sita í koyristóli altíð ella styttri tíðarskeið, skulu fáa tað lættari.
Recently the member of parliament announced that he intended to gather all wheelchair users in the Faroe Islands for a wheelchair meeting where they can meet and learn from one another.
article_dagur_translated
Herfyri boðaði løgtingsmaðurin frá, at hann ætlaði at savna allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt koyristólstreff, har teir kunnu møtast og læra av hvørjum øðrum.
"Once you are in a wheelchair, you might as well make it so that you not only become good but very good at using a wheelchair."
article_dagur_translated
– Tá tú ert komin í koyristól, so kann tú líka so væl gera tað soleiðis, at tú ikki bert verður góður men sera góður at brúka ein koyristól.
I intend to gather all wheelchair users in the Faroe Islands for a wheelchair meeting where we all meet and learn from each other to become better, both mentally and physically, he wrote, among other things.
article_dagur_translated
Eg ætli mær at samla allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt koyristólstreff, hvar vit øll møtast og læra av hvørjum øðrum, at gerast betur, bæði mentalt og kropsliga, skrivaði hann m.a.
The G! Festival is in Syðrugøta this weekend, but overall it has been peaceful over the past 24 hours.
article_dagur_translated
G! Festivalur er í Syðrugøtu hetta vikuskiftið, men har hevur sum heild verið friðarligt seinasta samdøgrið.
The police have spent some time helping people who had had too much to drink, and several people have also called the police about drivers who parked their cars poorly, but no case has been filed.
article_dagur_translated
Løgreglan hevur brúkt eitt sindur av tíð við at hjálpa fólkum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og eisini hava fleiri ringt til løgregluna um bilførarar, sum hava parkerað bilin ófantaligt, men einki mál er skrivað.
In Runavík, however, a young man was charged with violating the drug laws.
article_dagur_translated
Í Runavík varð ein ungur maður tó skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni.
When his car was stopped and searched, the police found hash and hash mix.
article_dagur_translated
Tá bilur hansara varð steðgaður og kannaður, fann løgreglan hassj og hassjmiks.
There were also some young people present who were under 18 years old.
article_dagur_translated
Eisini vóru nøkur ung fólk, sum vóru yngri enn 18 ár til staðar.
They did not have drugs on them, but the police are still filing a social report, says the shift leader at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Tey høvdu ikki rúsevni uppiá sær, men løgreglan skrivar kortini eina sosialrapport, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Yesterday morning the police were out checking traffic, and in this connection three cases were filed, the duty officer at the police station in Tórshavn reports.
article_dagur_translated
Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
It concerned three drivers who were driving without seat belts.
article_dagur_translated
Talan var um tríggjar bilførarar, sum koyrdu uttan trygdarbelti.
That is not allowed, and they will receive a fine for it.
article_dagur_translated
Tað er ikki loyvt, og fáa teir eina bót fyri tað.
All three were stopped in Tórshavn between 10:30 and 11:00.
article_dagur_translated
Allir tríggir vórðu steðgaðir í Havn millum klokkan 10.30 og klokkan 11.
At about 21:00 last night MRCC received a message that an offshore fishing boat had engine problems and needed help.
article_dagur_translated
Klokkan umleið 21 í gjárkvøldið fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur hevði maskintrupulleikar og hevði tørv á hjálp.
The boat was located 14 fjords from Nólsoy, and Rescue Lív was sent to tow it, writes Vørn.
article_dagur_translated
Báturin var staddur 14 fjórðingar úr Nólsoynni, og Rescue Lív varð sendur at sleipa, skrivar Vørn.
Lív arrived at Toftir with the boat at about 00:30 this morning.
article_dagur_translated
Lív kom á Toftir við bátinum umleið klokkan hálvgum eitt í nátt.
About an hour ago or so it was reported that a whale hunt (grind) was taking place south of Mýlingur.
article_dagur_translated
Fyri einum tíma síðan ella so varð boðað frá grind suður úr Mýlingi.
The plan is to drive the whale herd to Tjørnuvík.
article_dagur_translated
Ætlanin er at reka grindina til Tjørnuvíkar.
So far there is only one boat with the whale herd, but several boats are on the way, Kristjan Martin Joensen, the sheriff, informs.
article_dagur_translated
Enn er bara ein bátur hjá grindini, men fleiri bátar eru á veg, upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
It is hard to say when the whale herd can be expected to be kept (brought ashore).
article_dagur_translated
Ilt er at siga nær væntast kann, at grindin verður hildin til.
The sheriff has declared a whale-hunt area.
article_dagur_translated
Sýslumaðurin hevur lýst grindaøki.
The sheriff makes it clear that all unrelated boats/ships, aircraft/helicopters, drones and persons must keep at least a quarter (of a nautical mile) away from the whale herd.
article_dagur_translated
Sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi bátar/skip flogfør/tyrlur, dronur og persónar skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing frá grindini.
The whale drive, which was found off Mýling earlier this evening, is being held in Tjørnuvík.
article_dagur_translated
Grindin, sum fyrr í kvøld varð funnin út fyri Mýling verður hildin til í Tjørnuvík.
Many boats are by the whale drive and some people are also on the beach.
article_dagur_translated
Nógvir bátar eru hjá grindini og nakað av fólki er eisini á sandinum.
The grind held in Tjørnuvík this evening counted about 100 whales.
article_dagur_translated
Grindin sum varð hildin til í Tjørnuvík í kvøld taldi umleið 100 hvalir.
This is reported by Kristjan Martin Joensen, the sheriff.
article_dagur_translated
Tað upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
The killing went well and there were exactly enough people on the beach.
article_dagur_translated
Drápið gekk væl og tað var akkurát nokk av fólki á sandinum.
The first whales made landfall at about half past nine and the slaughter took in total about 20 minutes.
article_dagur_translated
Fyrstu hvalirnir gjørdu landgongd um hálvgum tíggju tíðina og drápið tók í alt umleið 20 minuttir.
Most of the whales were killed within 10 minutes, the sheriff reports.
article_dagur_translated
Allar flestu hvalirnir blivu dripnir innan 10 minuttir, upplýsir sýslumaðurin.
Now the whales are being towed to Eiði, and then they will begin tagging them.
article_dagur_translated
Nú verða hvalirnir sleipaðir til Eiðis, og so verður farið undir at merkja teir.
It is still not clear how the catch will be divided.
article_dagur_translated
Enn er ikki greitt, hvussu grindin verður skift.
The slips will not be issued until sometime tomorrow morning, says Kristjan Martin Joensen, the sheriff.
article_dagur_translated
Seðlarnir koma ikkje út fyrr enn einaferð í morgun, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
Today and tomorrow the Israeli prime minister, Benjamin Netanyahu, was supposed to testify in court in the case in which he is accused of bribery, but the hearings have been postponed.
article_dagur_translated
Í dag og í morgin átti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu at vitnað í rættinum í sambandi við málið, har hann er ákærdur fyri mutur, men rættarfundirnir eru útsettir.
The reason is that he has received food poisoning, his office says according to The Times of Israel.
article_dagur_translated
Orsøkin er, at hann hevur fingið mateitran, sigur skrivstova hansara sambært The Times of Israel
It is said that Netanyahu will work from home for the next three days.
article_dagur_translated
Sagt verður, at Netanyahu fer at arbeiða heimanifrá komandi tríggjar dagarnar.
After reviewing Netanyahu's medical records, the state prosecutor has agreed to postpone the hearings.
article_dagur_translated
Eftir at hava gjøgnumgingið læknajournalin hjá Netanyahu hevur ríkisákærin játtað at útsett rættarfundirnar.
Netanyahu must nevertheless give his testimony before the week is over.
article_dagur_translated
Netanyahu skal tó geva vitnisfrágreiðing sína, áðrenn vikan er av.
In recent times several hearings in the case against Netanyahu have been canceled, and therefore he is urged to testify on Wednesday or Thursday, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Seinastu tíðina eru fleiri rættarfundir avlýstir í sambandi við málið móti Netanyahu, og tí verður heitt á hann um at vitna mikudagin ella hósdagin, skrivar Ritzau.
At the end of June a hearing was among other things postponed because the court had received new information from, for example, Netanyahu and the head of the Israeli intelligence service Mossad, it was said.
article_dagur_translated
Síðst í juni varð ein rættarfundur m.a. útsettur, tí at rætturin hevði fingið nýggjar upplýsingar frá m.ø. Netanyahu og stjoranum fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, varð sagt.
Netanyahu is charged in three cases that are being handled simultaneously.
article_dagur_translated
Netanyahu er skuldsettur í trimum málum, sum verða viðgjørd samstundis.
Netanyahu denies the charges.
article_dagur_translated
Netanyahu noktar seg sekan.
The grindadráp that came ashore in Tjørnuvík last night consisted of 116 whales and 973 skins.
article_dagur_translated
Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík í gjárkvøldið var 116 hvalir og 973 skinn.
This will be divided into slaughter and home shares, and the slips will be available at the quay in Eiði at ten o'clock, the police stated this morning.
article_dagur_translated
Hetta verður býtt í dráps- og heimapartar, og seðlarnir koma úr á keiini á Eiði klokkan tíggju, upplýsir løgreglan í morgun.
Home shares will go to Eiði municipality, Sunda municipality, Sund, Kaldbak and Kaldbaksbotn.
article_dagur_translated
Heimapartar fara til Eiðis kommunu, Sunda kommunu, Sund, Kaldbak og Kaldbaksbotn.
In connection with the G! Festival, which was held in Gøta over the weekend, the police yesterday ran an initiative where people could blow into a breathalyser to find out whether they were fit to drive home, and it was a successful initiative, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Í sambandi við G! Festivalin, sum hevur verið í Gøtu um vikuskiftið, hevði løgreglan í gjár eitt átak, at fólk kundu sleppa at blása í alkometrið fyri at vita, um tey vóru før fyri at koyra til hús, og talan var um eitt væleydnað átak, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
A total of 275 people came to be tested, and of those 60 were not fit to drive.
article_dagur_translated
Tilsamans 275 fólk komu at lata seg kanna, og av teimum vóru 60, sum ikki vóru koyrifør.
"This was well received, and we do not believe it was abused," says the duty officer.
article_dagur_translated
– Hetta var væl móttikið, og vit meta ikki, at tað varð misbrúkt, sigur vaktleiðarin.
In recent years people have called the police to ask if they could blow into the breathalyser, but this is the first time it has been organised in this way, and the initiative will now be evaluated to determine whether it is something that should be repeated.
article_dagur_translated
Undanfarin ár hava fólk ringt til løgregluna at spyrja, um tey kunnu sleppa at blása í alkometrið, men hetta er fyrstu ferð, at tað er skipað á hendan hátt, og átakið verður nú eftirmett fyri at vita, um hetta er nakað, sum skal endurtakast.
The man, who is charged with violence against three people in Nólsoy on Saturday evening, has received an additional charge.
article_dagur_translated
Maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap móti trimum fólkum í Nólsoy leygarkvøldið, hevur fingið eina skuldseting afturat.
In addition to the violence, he is now also charged with threatening people with their lives.
article_dagur_translated
Umframt harðskapin, er hann nú eisini skuldsettur fyri at hótta fólk eftir lívinum.
"Various things were shouted when the police and others arrived on the scene, and it was so severe that the man was given a charge for threats on top of the charges for violence," says the shift leader at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
– Tað bleiv rópt ymiskt, tá løgreglan og onnur komu á staðið, og tað var so mikið grovt, at maðurin fekk eina skuldseting fyri hóttanir omaná skuldsetingarnar um harðskap, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
It was around 8 PM on Saturday evening when the police received a report of violence in Nólsoy.
article_dagur_translated
Tað var um klokkan 20 leygarkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um harðskap í Nólsoy.
In July 2024 a loan of 900 million kroner was taken, and this loan was increased by 350 million kroner in January 2025.
article_dagur_translated
Í juli 2024 varð eitt lán tikið á 900 milliónir krónur, og hetta lánið varð hækkað við 350 milliónum krónum í januar 2025.
In May 2025 the national treasury again took a loan of 1.32 billion kroner.
article_dagur_translated
Í mai 2025 tók landskassin aftur eitt lán á 1,32 milliardir. krónur.
These loans together total 2.57 billion kroner, which are used to repay a loan of 1.645 billion kroner that fell due on 2 June 2025.
article_dagur_translated
Hesi lánini tilsamans geva 2,57 milliardir krónur, sum verða nýttar til at gjalda eitt lán á 1,645 milliardir krónur, sum fall til gjaldingar 2. juni 2025.
Furthermore, the funds will be used for the national treasury's liquidity (by law the treasury must hold 15% of GDP in liquidity; that is 3.975 billion kroner in 2025), and to finance the budget deficits for the years 2023 (200 million kroner) and 2024 (150 million kroner).
article_dagur_translated
Harumframt verður peningurin nýttur til landsins gjaldføri (sambært lóg skal landskassin hava 15% av BTÚ í gjaldføri; tað er 3,975 milliardir krónur í 2025), og til at fíggja hall á fíggjarlógini fyri árini 2023 (200 milliónir krónur) og 2024 (150 milliónir krónur).
Bond debt is the treasury's direct interest-bearing debt.
article_dagur_translated
Lánsbrævaskuldin er beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum.
The treasury is furthermore indirectly exposed to other debt; for example the debt of the municipalities and the debt of the tunnel companies.
article_dagur_translated
Landskassin er harumframt óbeinleiðis eksponeraður fyri aðrari skuld; eitt nú skuldini hjá kommununum og skuldini hjá tunnilsfeløgunum.
This indirect debt is not included in the treasury's direct interest-bearing debt, but is included in the calculation of the ESA debt.
article_dagur_translated
Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í beinleiðis rentuberandi skuldini hjá landskassanum, men er tald við í uppgerðini av EGS-skuldini.
On Sunday night a young man was charged with violence against the police at the G! Festival, and this morning the police announce that another person has been charged in the case.
article_dagur_translated
Sunnunáttina varð ein ungur maður skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni á G! Festivalinum, og í morgun boðar løgreglan frá, at enn ein persónur er skuldsettur í málinum.
The police received a report of a dispute between several young men that nearly ended in a fight.
article_dagur_translated
Løgreglan fekk eina fráboðan um ósemju millum nakrar ungar menn, sum var nær við at enda við bardaga.
And the young men were unhappy that the police intervened.
article_dagur_translated
Og ungur menninir vóru ónøgdir við, at løgreglan legði seg uppí.
In addition to one man being charged with violence, one man is charged with obstructing the police in the performance of their duties.
article_dagur_translated
Umframt at ein maður er skuldsettur fyri harðskap er ein maður skuldsettur fyri at forða arbeiðnum hjá løgregluni.
The whale hunt that landed in Tjørnuvík last night will be divided into slaughter and household shares in Sunda municipality, Eiði municipality, Kaldbak, Kaldbaksbotnur and Sund.
article_dagur_translated
Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík í gjárkvøldið, verður býtt í dráps- og heimapartar í Sunda kommunu, Eiðis kommunu, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sund.
It is still unclear when people can collect their household shares, but Eiði municipality announces that residents of the municipality can claim their part of the catch at the quay in Eiði later today, and Sunda municipality announces that residents can collect their household share at the quay in Hvalvík later today.
article_dagur_translated
Enn er ikki greitt, nær fólk kunnu koma eftir heimapartum, men Eiðis kommuna boðar frá at borgarar í kommununi kunnu heita sín part av grindini á keiini á Eiði seinni í dag, og Sunda kommuna boðar frá, at borgarar kunnu heinta sín heimapart á keiini í Hvalvík seinni í dag.
The household shares are about 0.2 skins per resident in the household, and it will be announced later when residents can collect their household share.
article_dagur_translated
Heimapartarnir eru umleið 0,2 skinn per borgara í húskinum, og lýst verður seinni, nær borgarar kunnu heinta sín heimapart.
Sunda municipality writes that a lot needs to be cut up, so if anyone is able to help, they are welcome to call the mayor at phone number 297272.
article_dagur_translated
Sunda kommuna skrivar, at nógv skal skerast upp, so um onkur hevur møguleikan at hjálpa til, eru tey vælkomin at ringja til borgarstjóran á tlf. 297272.
The whale hunt that landed in Tjørnuvík last night consisted of 116 whales and 973 skins.
article_dagur_translated
Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík í gjárkvøldið var 116 hvalir og 973 skinn.
Tórshavn municipality announces that people in Kaldbak, Kaldbaksbotnur and Sund can collect their household shares this afternoon.
article_dagur_translated
Tórshavnar kommuna boðar frá, at fólk í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi kunnu koma eftir sínum heimapartum seinnapartin.
The whales will be moved from Tjørnuvík to the quay in Kaldbak, where they will be cut up, and at 15:00 people can collect their share.
article_dagur_translated
– Hvalirnir verða fluttir úr Tjørnuvík á keiina í Kaldbak, har skorið verður upp, og klokkan 15.00 er klárt hjá fólki at koma eftir sínum parti.
The municipality reminds people to bring their own containers, it writes.
article_dagur_translated
Mint verður á at hava egin íløt við, skrivar kommunan.
Kaldbak, Kaldbaksbotnur and Sund will receive a total of six whales, which are estimated at 52 skins.
article_dagur_translated
Kaldbak, Kaldbaksbotnur og Sund fáa tilsamans seks hvalir, sum eru mettir til 52 skinn.
The whales will be moved from Tjørnuvík to the quay in Kaldbak, where they will be cut up, and at 15:00 people can collect their share.
article_dagur_translated
Hvalirnir verða fluttir úr Tjørnuvík á kaiina í Kaldbak, har skorið verður upp, og klokkan 15.00 er klárt hjá fólki at koma eftir sínum parti.
It is reminded to bring your own containers.
article_dagur_translated
Mint verður á at hava egin íløt við.
Israel has today launched new attacks on the town of Deir al-Balah in the middle of the Gaza Strip, where the Israeli military has not previously conducted a ground assault.
article_dagur_translated
Ísrael hevur í dag sett í verk nýggj álop á býin Deir al-Balah mitt í Gazageiranum, har ísraelski herurin ikki hevur framt landálop áður.
According to several news agencies, Israel this morning sent armored vehicles into the area where the Israeli military, according to sources, believes that some of the hostages still remaining in the Gaza Strip may be held.
article_dagur_translated
Sambært fleiri tíðindastovum hevur Ísrael í morgun sent stríðsvognar inn í økið, har ísraelski herurin sambært keldum heldur, at nakrir av gíslunum, sum enn eru eftir í Gazageiranum, møguliga vera hildnir.
On Sunday Israel urged Palestinians to move away from the area around Deir al-Balah.
article_dagur_translated
Sunnudagin heitti Ísrael á palestinar um at leita sær burtur frá økinum kring Deir al-Balah.
The area is already filled with thousands of displaced Palestinians from the southern part of Gaza.
article_dagur_translated
Økið er annars longu fylt við túsundatals burturriknum palestinum úr sunnara parti av Gaza.
Doctors in Gaza report that at least three Palestinians have been killed and several others wounded by fire from armored vehicles, which have struck eight houses and three mosques in the area.
article_dagur_translated
Læknar í Gaza upplýsa, at í minsta lagi tríggir palestinar eru dripnir og fleiri aðrir særdir av skotum frá stríðsvognum, sum hava rakt átta hús og tríggjar moskur í økinum.
Predicting the weather a week ahead is fairly difficult, and therefore it must be said that the uncertainty is quite large.
article_dagur_translated
At spáa um veðrið eina viku fram, er rættiliga torført, og tí skal sigast, at óvissan er rættiliga stór.
Hanus Kjølbro from the Faroese Meteorological Institute made
article_dagur_translated
Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya, gjørdi
nevertheless an attempt to predict what the weather will be like on Ólavsøka.
article_dagur_translated
kortini eina roynd at spáa um, hvussu veðrið verður á ólavsøku.
As it looks now, it will be somewhat gray and a little showery on Ólavsøka eve, which is next Monday.
article_dagur_translated
Sum tað sær út nú, verður tað nakað grátt og eitt sindur av avfalli ólavsøkuaftan, sum er næsta mánadag.
It (the wind) will come from the south and the wind will be about 3–8 metres per second.
article_dagur_translated
Hann verður sunnan í ættini og vindurin verður einar 3-8 metrar um sekundið.
On Ólavsøka day the weather will be somewhat better.
article_dagur_translated
Ólavsøkudag verður eitt sindur betri veður.
It will be high-pressure weather and it will be dry.
article_dagur_translated
Tað verður høgætt og tað verður turt.
High pressure is good in Tórshavn.
article_dagur_translated
Høgætt er góð í Havn.