en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
The announcement about this came first from Trump, who also said that "a sharing of territories will be made," which will benefit both Ukraine and Russia, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Fráboðanin um hetta kom fyrst frá Trump, sum eisini segði, at "eitt býti av landaøkjum verður framt", sum fer at gagna bæði Ukraina og Russland, skrivar Ritzau.
Russia has previously demanded that it should receive the Russian-occupied areas in Ukraine, but Ukraine has not agreed to this.
article_dagur_translated
Russland hevur áður kravt, at Russland skal fáa russiskt hertiknu økini í Ukraina, men hesum hevur Ukraina ikki tikið undir við.
– The answer to the question about Ukrainian territory already exists in the Ukrainian governance system.
article_dagur_translated
– Svarið til spurningin um ukrainska økið finst longu í ukrainsku stýriskipanini.
No one will deviate from this, says Zelenskyy.
article_dagur_translated
Eingin fer at víkja frá hesum, sigur Zelenskyj.
– Of course we will not pay Russia for what the country has done.
article_dagur_translated
– Sjálvandi fara vit ikki at geva Russlandi løn fyri tað, landið hevur gjørt.
The Ukrainian people have deserved peace.
article_dagur_translated
Ukrainska fólkið hevur uppiborið frið.
But all parties must understand what a dignified peace is, he writes on the social media platform X.
article_dagur_translated
Men allir partar noyðast at skilja, hvat ein virðiligur friður er, skrivar hann á sosiala miðilin X.
Petur Asbjørn Lervig met Erik Biskopstø, organizer of the Summer Festival, in the festival broadcast on FM1.
article_dagur_translated
Petur Asbjørn Lervig hitti Erik Biskopstø, fyriskipara av Summarfestivalinum, í festivalsendingini á FM1.
There is live coverage from the Summer Festival and it started at 5 PM.
article_dagur_translated
Sent verður frá Summarfestivalinum og byrjað varð klokkan 17.
Petur Ovi Hjaltalin Dam and Sámal Pauli Bernhardsson Petersen are two men who have been very prominent this summer.
article_dagur_translated
Petur Ovi Hjaltalin Dam og Sámal Pauli Bernhardsson Petersen eru tveir menn, sum hava verið nógv frammi í summar.
Since Ólavsøka they have basked in the national championship victory they won with the eight-person boat Ørvi.
article_dagur_translated
Teir hava síðan á ólavsøku sólað sær í FM-sigrinum sum teir vunnu við áttamannafarinum Ørvi.
FM1 broadcast live from the Summer Festival tonight, and at the venue Petur Asbjørn Lervig met the two of them.
article_dagur_translated
FM1 hevur í kvøld sent beinleiðis av Summarfestivalinum og á økinum hitti Petur Asbjørn Lervig teir báðar.
They were able to reveal that the Ørvi crew next year will move up a division and will row with a ten-person boat.
article_dagur_translated
Teir kundu avdúka, at Ørvamanningin næsta ár flytir eina deild upp og fer at rógva við 10-mannafari.
"Danke schön," said 54-year-old DJ Ötzi at Vágsbø in the evening.
article_dagur_translated
"Danke schon" segði 54 ára gamli DJ Ötzi á Vágsbøi í kvøld.
And we can only say the same.
article_dagur_translated
Og vit kunnu bara siga tað sama.
Everything that the reggae band UB40 lacked yesterday evening was provided by the DJ in the white top hat at Vágsbø tonight.
article_dagur_translated
Alt sum reggaebólkurin UB40 manglaði í gjárkvøldið, hevði plátuvendarin í hvítu topphúgvuni á Vágsbøi í kvøld.
An outstanding concert, where there was energy almost from start to finish.
article_dagur_translated
Ein framúr konsert, har lív var í nærum frá byrjan til enda.
Especially when the big songs "Sweet Caroline" and "Hey Baby" were played, there was really momentum,
article_dagur_translated
Serliga tá stóru løgini "Sweet Caroline" og "Hey Baby" vórðu spæld var veruliga gongd í,
but these Austrian people also knew how to keep the crowd lively during the concert.
article_dagur_translated
men hesi eysturríksku fólkini skiltu eisini at halda lív í fjøldini undir konsertini.
Erik Biskopstø, organizer of the Summer Festival, said in an interview with FM1 earlier tonight that they encounter bad weather every seventh year.
article_dagur_translated
Erik Biskopstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, segði í samrøðu við FM1 fyrr í kvøld, at tey raka keðiligt veður sjeynda hvørt ár.
In any case, the weather is good tonight.
article_dagur_translated
Í kvøld er í øllum førum gott veður.
It is calm and dry in Klaksvík, and excellent concert weather.
article_dagur_translated
Tað er stilt og turt í Klaksvík, og framúr gott konsertveður.
At midnight Dynamitt plays on the main stage.
article_dagur_translated
Á midnátt spælir Dynamitt á stóra palli.
Although the weather forecast predicts some rain, it is still dry.
article_dagur_translated
Hóast veðurforsøgnin sigur nakað av regni, er framvegis turt.
You can say whatever you want about Dynamit.
article_dagur_translated
Tú kanst siga hvat tú vilt um Dynamit.
Old, provincial and repetitive.
article_dagur_translated
Gamalt, bygdasligt og endurtøka.
Listeners at Vágsbøi do not think like that.
article_dagur_translated
Soleiðis hugsa áhoyrarar á Vágsbøi ikki.
Dynamit did not take the stage due to bad weather yesterday, but the local hit orchestra was moved to midnight today instead and that was not a compromise decision.
article_dagur_translated
Dynamit slapp ikki á pallin orsakað av ringum veðri í gjár, men lokala hittorkestrið varð flutt til á midnátt í dag ístaðin og tað var ikki ein býtt avgerð.
Vágsbøur has often been lively, and it is hard to judge whether this was more than before, but in any case there was an incredibly good atmosphere when Niclas Heri Jákupsson with his orchestra performed.
article_dagur_translated
Vágsbøur hevur ofta kókað, og tað er ilt at meta um hetta var meira enn áður, men í øllum førum var óluksáliga gott lív í, tá Niclas Heri Jákupsson við orkestri fýrdi sítt av.
Namely, Niclas Heri Jákupsson was the only one on stage tonight who remains from the original lineup.
article_dagur_translated
Niclas Heri Jákupsson var nevniliga tann einasti á palli í kvøld, sum er eftir av uppruna manningini.
Hans Jacob (Shaky) Nystrom is a seaman and is out fishing.
article_dagur_translated
Hans Jacob (Shaky) Nystrom er sjómaður og er til fiskiskap.
In his place, Fríði Sigmundsson had arrived and it was no worse.
article_dagur_translated
Í hansara stað var Fríði Sigmundsson komin og tað var ikki verri.
All the hits were sung and the so-called Dynamit choir — the listeners at Vágsbøi — sang along with full force to "Frensurin hjá Óla", "Pápi tín býr ei í Tórshavn" and "Grøv nr. 13".
article_dagur_translated
Øll hitini vóru sungin og sonevnda Dynamit-kórið - áhoyrararnir á Vágsbøi, sungu við av øllum alvi til "Frensurin hjá Óla", "Pápi tín býr ei í Tórshavn" og "Grøv nr. 13".
In recent days the Summer Festival has been in Klaksvík, and according to the police it has been extremely peaceful.
article_dagur_translated
Seinastu dagarnar hevur Summar Festivalur verið í Klaksvík, og sambært løgregluni hevur tað verið øgiliga friðarligt.
There have been incidents where the police have had to intervene, and the first responders have also taken care of some people who needed assistance, but on the whole it has been peaceful.
article_dagur_translated
Har hava verið illstøður, har løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí, og eisini hava samarittarnir tikið sær av onkrum fólkum, sum hava havt tørv á hjálp, men sum heild hevur verið friðarligt.
It has been unusually peaceful especially tonight, considering that it was a Sunday night and the Summer Festival, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Serliga í nátt hevur verið óvanliga friðarligt, tá hugsað verður um, at tað hevur verið sunnunátt og Summar Festivalur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
However, there is one incident from tonight that needs to be investigated further.
article_dagur_translated
Har er tó ein hending frá í nátt, sum skal kannast nærri.
The police do not know exactly what happened or whether anyone should be charged with violence in connection with it.
article_dagur_translated
Løgreglan veit ikki rættiliga, hvat er hent, og um nakar skal skuldsetast fyri harðskap í hesum sambandi.
In connection with the festival the police have also helped intoxicated people, including some who were under 15 years old, and a social report was therefore written, says the duty officer.
article_dagur_translated
Í sambandi við festivalin hevur løgreglan eisini hjálpt fullum fólkum, m.a. onkrum, sum var undir 15 ár, og tí varð sosialrapport skrivað, sigur vaktleiðarin.
Yesterday afternoon an ambulance had to be sent for a foreign tourist who had been injured while walking in Hvannhagi.
article_dagur_translated
Seinnapartin í gjár mátti sjúkrabilur sendast eftir einum útlendskum ferðamanni, sum hevði fingið skaða, meðan hann gekk í Hvannhaga.
It was a German couple who had gone for a walk in the heath, and there the man had been careless and had probably broken his foot, says the duty officer at the police station in Tórshavn.
article_dagur_translated
Talan var um eitt týskt par, sum var farið ein túr í hagan, og har hevði maðurin verið áhaldsin og hevði helst brotið fótin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
The couple had already come a long way back down when rescue personnel were dispatched.
article_dagur_translated
Parið var longu komið langt oman aftur, tá bjargingarfólk vórðu boðsend.
The man was taken to Suðuroy Hospital.
article_dagur_translated
Maðurin varð koyrdur á Suðuroyar Sjúkrahús.
The White House is considering inviting the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, to Alaska, where the US president, Donald Trump, and the Russian president, Vladimir Putin, are to meet on August 15.
article_dagur_translated
Hvítu Húsini umhugsa at bjóða ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj við til Alaska, har amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu fundast 15. august.
An unnamed American official told the US outlet NBC News this, and it has been corroborated by three other unnamed people familiar with the matter.
article_dagur_translated
Tað upplýsir eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk við amerikanska miðilin NBC News, og hetta er váttað av trimum øðrum ónevndum persónum, sum kenna til málið.
"Everyone hopes that it will happen," the source told NBC News.
article_dagur_translated
– Øll vóna, at tað fer at henda, sigur keldan hjá NBC News.
"The president is open to a tripartite meeting with both leaders. Right now the White House is focused on arranging the two-party meeting that President Putin has requested."
article_dagur_translated
– Forsetin er opin fyri ein trýpartafund við báðum leiðarum. Beint nú savna Hvítu Húsini seg um at leggja til rættis tann tveypartafundin, sum Putin forseti hevur biðið um.
None of the sources interviewed by the American outlet know whether it is being considered that Zelenskyy would sit in the same room as Putin, Ritzau writes.
article_dagur_translated
Eingin av keldunum, sum amerikanski miðilin hevur tosað við, veit at siga, um umhugsað verður, at Zelenskyj skal sita í sama rúmi sum Putin, skrivar Ritzau.
The last time Trump and Putin met was in 2019.
article_dagur_translated
Seinast Trump og Putin hittust var í 2019.
Putin and Zelenskyy also met that same year, and that so far is the only time they have met face to face.
article_dagur_translated
Putin og Zelenskyj hittust eisini sama árið, og tað er higartil einastu ferð, at teir hava hits andlit til andlits.
On Saturday evening thousands of protesters took to the streets in the Israeli metropolis of Tel Aviv to demand an end to the war in Gaza.
article_dagur_translated
Leygarkvøldið fóru túsundatals mótmælisfólk út á gøturnar í ísraelska stórbýnum Tel Aviv fyri at krevja ein enda á krígnum í Gaza.
The protesters carried photographs of hostages who are still held by Hamas and demanded that the Israeli government ensure the hostages are released, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Mótmælisfólkini høvdu við sær myndir av gíslum, sum framvegis eru í varðhaldi hjá Hamas, og kravdu at ísraelska stjórnin skal tryggja, at gíslarnir verða leyslatnir, skrivar Ritzau.
On Friday morning the Israeli security cabinet approved a plan to take control of the city of Gaza.
article_dagur_translated
Fríggjamorgunin góðkendi ísraelska trygdarráðið eina ætlan um at taka ræðið á Gaza býi.
Several world leaders have criticized the plan, and the protesters had a direct message for Israeli Prime Minister Benjamin Netanyahu:
article_dagur_translated
Fleiri heimsleiðarar hava funnist at ætlanini, og mótmælisfólk høvdu eini beinleiðis boð til ísraelska forætisráðharran, Benjamin Netanyahu:
“If you invade part of Gaza and the hostages are killed, we will hunt you down,” said a relative of one of the dead hostages, according to AFP.
article_dagur_translated
– Gera tit innrás í parti av Gaza, og gíslarnir verða dripnir, fara vit at elta tykkum, segði avvarðandi hjá einum av deyðu gíslunum sambært AFP.
Journalists present estimated that tens of thousands of people participated in the protest, while a group representing relatives of the hostages estimated that up to 100,000 took part.
article_dagur_translated
Journalistar, sum vóru til staðar, hava mett, at tíggjutúsundatals fólk luttóku í mótmælinum, meðan ein bólkur, sum umboðar avvarðandi hjá gíslunum hevur mett, at upp móti 100.000 luttóku.
The path to peace in Ukraine cannot be decided without Ukraine, several European leaders say in a joint statement that was issued last night.
article_dagur_translated
Leiðin móti friði í Ukraina kann ikki avgerast uttan Ukraina, siga fleiri evropeiskir leiðarar í felags yvirlýsing, sum varð send út í gjárkvøldið.
On Saturday there was a meeting between security advisers from Ukraine and several allied countries.
article_dagur_translated
Leygardagin var fundur millum trygdarráðgevarar úr Ukraina og fleiri sameindum londum.
At the meeting, which took place in the United Kingdom, officials from the USA, France, Germany, Italy, Finland and Poland, among others, participated.
article_dagur_translated
Á fundinum, sum var í Stórabretlandi, luttóku m.a. embætisfólk úr USA, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Finnlandi og Póllandi.
It is leaders from these countries — except the USA — who have issued the statement.
article_dagur_translated
Tað eru leiðarar úr hesum londum - undantikið USA - sum hava sent út yvirlýsingina.
The President of the European Commission, Ursula von der Leyen, is also among the signatories.
article_dagur_translated
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen er eisini millum avsendararnar.
The statement says that the efforts by the American president, Donald Trump, to stop the killings in Ukraine are welcome.
article_dagur_translated
Í yvirlýsingini stendur, at arbeiðið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump at steðga drápunum í Ukraina er kærkomið.
"We are convinced that only an approach that combines diplomacy, support for Ukraine and pressure on the Russian Federation to end their illegal war can succeed."
article_dagur_translated
– Vit eru sannførd um, at tað bert er ein tilgongd, sum samantvinnar diplomati, stuðul til Ukraina og trýst á Russiska Samveldið fyri at fáa ein enda á teirra ólógliga kríggi, kann eydnast.
At the same time it is emphasized that Ukraine has the freedom to choose its own fate.
article_dagur_translated
Samstundis verður tó undirstrikað, at Ukraina hevur frælsi til at velja sína egnu lagnu.
"The path to peace in Ukraine cannot be decided without Ukraine."
article_dagur_translated
– Leiðin móti friði í Ukraina kann ikki avgerast uttan Ukraina.
It was recently announced that the American president, Donald Trump, and the Russian president, Vladimir Putin, will meet in Alaska on August 15.
article_dagur_translated
Herfyri varð boðað frá, at amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu fundast í Alaska 15. august.
According to the American NBC News, it is also being considered to invite the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy, to Alaska, but according to the Russian president, he is not yet ready to meet Zelenskyy.
article_dagur_translated
Sambært amerikanska NBC News verður eisini umhugsað at bjóða ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj til Alaska, men sambært russiska forsetanum, er hann enn ikki til reiðar at hitta Zelenskyj.
Since 2007, Cirkus Baldoni has each year visited 10 villages in the Faroe Islands - from Klaksvík to Suðuroy - with performances for families with children.
article_dagur_translated
– Síðan 2007 hevur Cirkus Baldoni á hvørjum ári vitjað 10 bygdir í Føroyum - frá Klaskvík til Suðuroy - við framførslum fyri barnafamiljum.
Altogether, thousands of Faroese children and adults over 17 years have experienced René Baldoni and his troupe on the islands.
article_dagur_translated
Tilsamans hava túsundatals føroysk børn og vaksin gjøgnum 17 ár upplivað René Baldoni og hóp hansara á oyggjunum.
But in 2025 there will be no tour.
article_dagur_translated
Men í 2025 verður eingin rundferð.
Thus writes Cirkus Baldoni in a press release today.
article_dagur_translated
Soleiðis skrivar Cirkus Baldoni í tíðindaskrivi í dag.
The reason is changed conditions and large increases in rental prices for the halls that Cirkus Baldoni usually uses.
article_dagur_translated
– Orsøkin er broyttar umstøður og stórar hækkingar í leiguprísunum fyri hølini, sum Cirkus Baldoni plagar at brúka.
In Tórshavn municipality, the municipal halls - with the exception of the hall in Kollafjørður - are intended only for sports.
article_dagur_translated
– Í Tórshavnar kommunu eru hallirnir hjá kommununi - burtsæð frá høllini í Kollafirði - bert ætlaðir ítrótti.
The municipality instead points to the newly built private hall at Tjarnir, which is five times more expensive to rent than Høllin á Hálsi, where Baldoni previously performed.
article_dagur_translated
Kommunan vísir í staðin til nýbygdu privatu høllina við Tjarnir, sum er fimm ferðir dýrari at leiga enn Høllin á Hálsi, har Baldoni áður hevur framført.
There the sale of popcorn and candyfloss is also not permitted.
article_dagur_translated
Har er søla av poppkorni og candyfloss heldur ikki loyvt.
In Runavík and Skáli the hall rental has increased by 240 percent compared with last year.
article_dagur_translated
Í Runavík og á Skála er hallarleigan økt við 240 prosentum í mun til í fjør.
The halls in Tórshavn, Runavík and Skáli usually account for about half of the Faroese turnover, and since Cirkus Baldoni at the same time has large travel expenses, they cannot make the finances add up, says René Baldoni, circus director.
article_dagur_translated
Hallirnar í Havn, í Runavík og á Skála standa vanliga fyri umleið helvtina av føroyska umsetninginum, og tá Cirkus Baldoni samstundis hevur stórar ferðaútreiðslur, fáa tey ikki tað fíggjarliga at hanga saman, sigur René Baldoni, sirkusstjóri.
It is very regrettable that we cannot continue the tradition this year.
article_dagur_translated
– Tað er sera harmiligt, at vit ikki kunnu halda fram við siðvenjuni í ár.
But we are not giving up, and we hope to return in 2026, writes Cirkus Baldoni.
article_dagur_translated
Men vit geva ikki upp, og vit vóna at koma aftur í 2026, skrivar Cirkus Baldoni.
Iranian authorities have arrested 20 individuals suspected of spying for the Israeli intelligence service Mossad.
article_dagur_translated
Iranskir myndugleikar hava handtikið 20 persónar, sum eru undir illgruna fyri at njósnast fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad.
Several of them have since been released and the charges dropped, Reuters reported over the weekend.
article_dagur_translated
Fleiri teirra eru tó síðani blivnir leyslatnir aftur, og ákærurnar eru sleptar, skrivar Reuters um vikuskiftið.
It is unclear how many remain under suspicion.
article_dagur_translated
Hvussu nógv framvegis eru undir illgruna er ikki greitt.
The arrests were carried out after Iran on Wednesday executed a man who had been convicted of giving Mossad secret information about an Iranian nuclear researcher who was killed in an Israeli attack in June.
article_dagur_translated
Handtøkurnar vórðu framdar, eftir at Iran mikudagin avrættaði ein mann, sum var dømdur fyri at hava latið Mossad loyniligar upplýsingar um ein iranskan kjarnorkugranskara, sum varð dripin í einum ísraelskum álopi í juni.
In recent months at least eight people have been executed in Iran after being convicted of spying for Israel.
article_dagur_translated
Seinastu mánaðirnar eru í minsta lagi átta persónar avrættaðir í Iran, eftir at teir eru dømdir fyri at njósnast fyri Ísrael.
According to the human rights organization Amnesty International, Iran is one of the countries that executes the most people.
article_dagur_translated
Sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International er Iran eitt av teimum londunum, sum avrættar flest fólk.
Only China executes more people.
article_dagur_translated
Tað er bert Kina, sum avrættar fleiri fólk.
The Summer Festival 2025 is over.
article_dagur_translated
Summar Festivalurin 2025 er av.
The weekend was lively and varied, and overall the festival was very good.
article_dagur_translated
Vikuskiftið var lívligt og skiftandi, og samanumtikið var festivalurin sera góður.
After a great start on Thursday evening, Friday evening was somewhat affected by poor weather.
article_dagur_translated
Eftir frálíka byrjan hóskvøldið var fríggjakvøldið nakað merkt av vánaligum veðri.
The weather on Friday evening meant that Dynamit and Swardi, who were supposed to play at Vágsbøur, could not go on stage.
article_dagur_translated
Veðrið fríggjakvøldið hevði nevniliga við sær, at Dynamit og Swardi sum skuldu spæla á Vágsbøi, ikki sluppu á pallin.
Moving the well-known Dynamit into the Tent was not considered advisable, but changes were made so that Swardi played in the Tent at 3 o'clock.
article_dagur_translated
At flyta væl umtókta Dynamit inn í Tjaldið var ikki mett ráðiligt, men broytingar vórðu gjørdar so, at Swardi spældi í Tjaldinum klokkan 3.
Dynamit was moved to Saturday night at midnight and small changes were made to the schedule to accommodate this.
article_dagur_translated
Dynamit var flutt til leygarkvøldið á midnátt og smávegis broytingar vóru gjørdar í skránni fyri at fáa hetta at passa inn.
– Changes had to be made, and we regret that this disturbed the experience.
article_dagur_translated
– Broytingar máttu gerast, og vit harmast, at hetta órógvaði upplivingina.
Not least because we could all be glad that Saturday night became one of the best festival nights overall.
article_dagur_translated
Ikki minst tí kundu vit øll fegnast um, at leygarkvøldið varð eitt av bestu festivalkvøldunum yvirhøvur.
Excellent concerts, many people, an outstanding atmosphere and many great experiences, says the Summer Festival.
article_dagur_translated
Framúr konsertir, nógv fólk, framúrskarandi huglag og nógvar góðar upplivingar, sigur Summar Festivalurin.
Preparations will soon begin for next year's festival, which will take place from August 6 to 8.
article_dagur_translated
Í næstum verður farið undir at fyrireika festivalin næsta ár, sum verður 6. til 8. august.
The United States is working to organize a meeting between Ukrainian President Volodymyr Zelenskyy and Russian President Vladimir Putin, US Vice President J.D. Vance told Fox News.
article_dagur_translated
USA arbeiðir við at skipa fyri einum fundi millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og russiska forsetan, Vladimir Putin, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance við Fox News.
Vance added, however, that he does not think Putin should meet Zelenskyy before he has met with US President Donald Trump.
article_dagur_translated
Vance leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at Putin skal hitta Zelenskyj, áðrenn hann hevur verið á fundi við amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Trump and Putin are scheduled to meet in the US state of Alaska on Friday, August 15.
article_dagur_translated
Trump og Putin skulu eftir ætlan hittast í amerikanska statinum Alaska fríggjadagin 15. august.
Alaska is a territory that was Russian until Russia sold it to the Americans in 1867, writes Ritzau.
article_dagur_translated
Alaska er eitt øki, sum var russiskt, inntil Russland seldi tað til amerikanarar í 1867, skrivar Ritzau.