en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
This will be the first time the two meet face to face since 2019. | article_dagur_translated | Hetta verður fyrstu ferð, at teir báðir hittast andlit til andlits síðan 2019. |
Putin has also not met Zelenskyy since 2019. | article_dagur_translated | Putin hevur heldur ikki hitt Zelenskyj síðan 2019. |
On Sunday a journalist for the Arab outlet Al Jazeera was killed in an attack on a Gaza city, the Israeli military reports. | article_dagur_translated | Sunnudagin varð ein journalistur hjá arabiska miðlinum Al Jazeera dripin í einum álopi á Gaza býi, upplýsir ísraelski herurin. |
He is 28-year-old Anas al-Sharif, who according to the Israeli military was part of the Hamas movement. | article_dagur_translated | Talan er um 28 ára gamla Anas al-Sharif, sum sambært ísraelska herinum var partur av Hamas-rørsluni. |
The Israeli military says, among other things, that al-Sharif was responsible for a rocket attack against Israeli civilians and soldiers, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Ísraelski herurin sigur m.a., at al-Sharif hevði ábyrgdina av einum rakettálopi móti ísraelskum sivil- og herfólki, skrivar Ritzau. |
Al-Sharif was in a tent designated for journalists outside al-Shifa hospital when he was hit in the attack, which according to the hospital director was a targeted attack. | article_dagur_translated | Al-Sharif var í einum tjaldi, sum var ætlað journalistum uttan fyri al-Shifa sjúkrahúsið, tá hann varð raktur í álopinum, sum sambært sjúkrahússtjóranum var eitt málrættað álop. |
At least seven people lost their lives in the attack. | article_dagur_translated | Í minsta lagi sjey fólk lótu lív í álopinum. |
Among them were two journalists and three photographers. | article_dagur_translated | Millum teirra vóru tveir journalistar og trý myndafólk. |
According to Al Jazeera, nine of their journalists have been killed in Israeli attacks since October 7, 2023, when the war began. | article_dagur_translated | Sambært Al Jazeera hava níggju av teirra journalistum latið lív í ísraelskum álopum síðan 7. oktober 2023, tá kríggið byrjaði. |
Israel has accused Al Jazeera of collaborating with Hamas and of engaging in partisan news coverage. | article_dagur_translated | Ísrael hevur lagt Al Jazeera undir at samstarva við Hamas og fremja partískan tíðindaflutning. |
Qatar owns and finances the outlet. | article_dagur_translated | Tað er Katar, sum eigur og fíggjar miðilin. |
Qatar has mediated in the negotiations over a ceasefire between Israel and Hamas. | article_dagur_translated | Katar hevur meklað í samráðingunum um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas. |
Ukraine and the EU must be part of an agreement between the USA and Russia to bring an end to the war in Ukraine, says Kaja Kallas, the EU foreign minister. | article_dagur_translated | Ukraina og ES skal verða partur av einari avtalu millum USA og Russland um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sigur Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES. |
– The USA has the power to compel Russia into real negotiations. | article_dagur_translated | – USA hevur valdið til at tvinga Russland til veruligar samráðingar. |
Any agreement between the USA and Russia must be made together with Ukraine and the EU, because it concerns the security of Ukraine and all of Europe, she says. | article_dagur_translated | Enhvør avtala millum USA og Russland skal gerast saman við Ukraina og ES, tí tað snýr seg um trygdina hjá Ukraina og øllum Evropa, sigur hon. |
On Monday Kaja Kallas will convene EU foreign ministers for an emergency meeting, where they will discuss the next steps from a Ukrainian and European perspective, writes Ritzau. | article_dagur_translated | Mánadagin fer Kaja Kallas at innkalla uttanríkismálaráðharrar í ES til skundfund, har tey skulu umrøða næsta stigið frá einum ukrianskum og evropeiskum sjónarmiði, skrivar Ritzau. |
– While we work toward a durable and just peace, international law is perfectly clear. | article_dagur_translated | – Meðan vit arbeiða móti einum haldførum og rættvísum friði, er fólkarætturin púra greiður. |
Ukraine owns all temporarily occupied territories, she says, referring to the statement by US President Donald Trump that a partition of territories will be made. | article_dagur_translated | Ukraina eigur øll fyribils hersett øki, sigur hon og sipar til útsøgnina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um, at eitt býti av landaøkjum verður framt. |
Russia has previously demanded to receive Ukrainian territories that the country has occupied, but Ukraine has announced that it will not agree to that. | article_dagur_translated | Russland hevur áður kravt at fáa ukrainsk øki, sum landið hevur hertikið, men Ukraina hevur boðað frá, at landið ikki fer at taka undir við tí. |
The population in the Faroe Islands has for the first time reached 55,000 people. | article_dagur_translated | Fólkatalið í Føroyum hevur fyri fyrstu ferð rundað 55.000 fólk. |
On July 1, 55,042 people lived in the Faroe Islands — 361 people or 0.7 percent more than at the same time last year, writes the National Statistical Office. | article_dagur_translated | 1. juli búði 55.042 fólk í Føroyum - 361 fólk ella 0,7 prosent fleiri í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan. |
When the population growth began in 2013, the population was about 48,000, and it has therefore grown by approximately 7,000 people or 14.6% since then. | article_dagur_translated | Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og er er sostatt vaksið við umleið 7.000 fólkum ella 14,6% síðani tá. |
In 2017 the population reached 50,000 for the first time, in 2018 51,000, in 2019 52,000, in 2021 53,000, in 2022 54,000, and now in 2025 the population has for the first time reached 55,000. | article_dagur_translated | Í 2017 rundaði fólkatalið 50.000 fyri fyrstu ferð, í 2018 51.000, í 2019 52.000, í 2021 53.000, í 2022 54.000, og nú í 2025 hevur fólkatalið fyri fyrstu ferð rundað 55.000. |
The population increase over the past year was due to a natural increase of 163 people and net migration of 198 people. | article_dagur_translated | Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 163 fólk og einari nettoflyting á 198 fólk. |
When the natural increase and net migration are expressed relative to the population, this corresponds to a natural increase of 3.0 births per 1,000 people and net migration of 3.6 people per 1,000 people. | article_dagur_translated | Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,6 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. |
The natural increase was larger than in the previous 12 months because, although slightly more people died, even more children were born. | article_dagur_translated | Burðaravlopið var størri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. |
Net migration decreased somewhat because while fewer people moved to the Faroe Islands, even fewer moved out of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Nettoflytingin minkaði nakað, tí meðan færri fluttu til Føroya, vóru uppaftur færri, sum fluttu úr Føroyum. |
In the previous 12 months the natural increase was 2.6 and net migration 2.3 per 1,000 people. | article_dagur_translated | Undanfarnu 12 mánaðirnar var burðaravlopið á 2,6 og nettoflytingin á 2,3 fyri hvørji 1.000 fólk. |
Among the municipalities, the population grew most in Tórshavn Municipality, where over 40 percent of the people in the Faroe Islands live. | article_dagur_translated | Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. |
The second-largest population growth was in Sjóvar Municipality, and the third-largest growth was in Nes Municipality. | article_dagur_translated | Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, og triðstørsti vøksturin var í Nes kommunu. |
In fourth place was Skálavík Municipality and then Runavík Municipality in fifth place. | article_dagur_translated | Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna og síðani Runavíkar kommuna á fimtaplássinum. |
The population decreased most in Tvøroyri and Vágur municipalities, writes the National Statistical Office. | article_dagur_translated | Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar og Vágs kommunu, skrivar Hagstovan. |
The Ministry of Foreign Affairs and Trade has appointed Drós í Ólavsstovu to the position of advisor at the Food and Resource House. | article_dagur_translated | Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Drós í Ólavsstovu í starv sum ráðgeva í Mat- og tilfeingishúsinum. |
Drós is trained in fisheries technology and has since completed advanced education in food quality and safety. | article_dagur_translated | Drós er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur síðani hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. |
She has long experience as an independent consultant in production and quality systems at facilities that develop food products, feed and other goods from fish, meat and plants. | article_dagur_translated | Hon hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir í virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum. |
Drós's primary task will be to develop stimulating frameworks for food and resource development in close cooperation with the research center iNOVA, which operates under the umbrella of the new development unit in the Vinnuframi building on Hoyvíksvegur in Tórshavn. | article_dagur_translated | Fremsta uppgávan hjá Drós verður at menna kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning í góðum samstarvi við granskarasetrið iNOVA, sum virkar undir liðini á nýggju menningareindini, í bygninginum hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum í Havn. |
The building, perhaps best known for having housed the national liquor store, has in recent many years been the setting for an interdisciplinary research environment for biotechnology. | article_dagur_translated | Bygningurin, sum helst er mest kendur fyri at hava hýst Rúsdrekkasølu landsins, hevur seinastu mongu árini verið karmur um eitt tvørfakligt granskingarumhvørvi fyri biotøkni. |
"We must get as much as possible out of our raw materials; reduce food waste, increase self-sufficiency and develop new sustainable products so that the Faroe Islands become a model society where no resource is wasted," says Drós í Ólavsstovu. | article_dagur_translated | – Vit skulu fáa mest møguligt burturúr okkara rávørum; minka matspill, økja sjálvbjargni og menna nýggjar burðardyggar vørur, so Føroyar gerast eitt fyrimyndarsamfelag, har einki tilfeingi fer til spillis, sigur Drós í Ólavsstovu. |
The board of the research center iNOVA has now chosen to place greater emphasis on developing new products from our rich resources. | article_dagur_translated | Nevndin fyri granskarasetrið iNOVA hevur nú valt at leggja størri dent á at menna nýggjar vørur úr okkara ríka tilfeingi. |
This new strategy fits very well with the plans of both the Ministry of Trade to develop more agricultural products and the Ministry of Fisheries to achieve full utilization and obtain greater value from marine resources. | article_dagur_translated | Henda nýggja strategiin hóskar sera væl til ætlanirnar hjá bæði Vinnumálaráðnum um at menna fleiri landbúnaðarvørur og hjá Fiskimaálaráðnum um at røkka fulla gagnnýtslu og fáa størri virði úr tilfeinginum úr sjónum. |
Drós will take up the position on September 1. | article_dagur_translated | Drós tekur við starvinum 1. september. |
If a peace agreement is made between Russia and Ukraine, it is likely that neither Russians nor Ukrainians will be satisfied. | article_dagur_translated | Verður friðaravtala gjørd millum Russland og Ukraina, er sannlíkt, at hvørki russar ella ukrainar verða nøgdir. |
That is what the American vice president, J.D. Vance, says in an interview with Fox News, which Reuters reports. | article_dagur_translated | Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance í samrøðu við Fox News, sum Reuters endurgevur. |
On Friday the American president, Donald Trump, and the Russian president, Vladimir Putin, will meet, and work is also underway to arrange a meeting between Putin and the Ukrainian president, Volodymyr Zelenskyy. | article_dagur_translated | Fríggjadagin hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, og arbeitt verður eisini við at skipa fyri einum fundi millum Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. |
The US goal is to achieve a peace agreement that both parties can agree to. | article_dagur_translated | Málið hjá USA er at fáa eina friðaravtalu, sum báðir partar kunnu taka undir við. |
- No one will be overly pleased. | article_dagur_translated | – Eingin verður ovurfegin. |
Both Russians and Ukrainians will likely be dissatisfied with the agreement, says Vance. | article_dagur_translated | Bæði russar og ukrainar verða helst ónøgdir við semjuna, sigur Vance. |
In connection with the meeting with Putin, Trump has, among other things, spoken about "a swap of territories being made" that would benefit both Ukraine and Russia, but Zelenskyy has said that Ukraine does not intend to give the Russians any Ukrainian territory. | article_dagur_translated | Í sambandi við fundin við Putin hevur Trump m.a. tosað um, at "eitt býti av landaøkjum verður framt", sum fer at gagna bæði Ukraina og Russland, men Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina ætlar ikki at geva russum nakað ukrainskt øki. |
Over the past day seven Ukrainian civilians have died in Russian attacks, local authorities report, according to the Kyiv Independent. | article_dagur_translated | Seinasta samdøgrið hava sjey ukrainsk sivilfólk latið lív í russiskum álopum, upplýsa lokalir myndugleikar sambært miðlinum Kyiv Independent. |
It is also reported that at least 47 people have died. | article_dagur_translated | Eisini verður upplýst, at í minsta lagi 47 fólk hava latið lív. |
Ukrainian air defenses shot down 59 Russian drones, while 12 other drones struck six different locations, including Kharkiv, Kherson and Zaporizhzhia. | article_dagur_translated | Ukrainska loftverjan skeyt niður 59 russiskar dronur, meðan 12 aðrar dronur raktu seks ymisk støð, m.a. Kharkiv, Kherson og Zaporizjzja. |
Russia also reports that three people died in Ukrainian attacks during the past night. | article_dagur_translated | Russland boðar eisini frá, at trý fólk hava latið lív í ukrainskum álopum seinastu náttina. |
Two people died in the Tula region north of Moscow, and one person died in an attack on an industrial area in the Nizhny Novgorod region in the western part of Russia. | article_dagur_translated | Tvey fólk lótu lív í Tula-landslutinum norðanfyri Moskva, og eitt fólk lat lív í einum álopi á einum ídnaðarøki í landslutinum Nisjnij Novgorod í vestara parti av Russlandi. |
Russian air defenses have destroyed 59 Ukrainian drones. | article_dagur_translated | Russiska loftverjan hevur oyðilagt 59 ukrainskar dronur. |
How many drones there were in total is unclear, Reuters writes. | article_dagur_translated | Hvussu nógvar dronur vóru tilsamans er ógreilt, skrivar Reuters. |
The doctor and psychiatrist, who is known from television among other things for "Hjerne-Madsen," has died at the age of 65, his family informed Ritzau today. | article_dagur_translated | Læknin og psykiatarin, sum er kendur úr sjónvarpi m.a. fyri "Hjerne-Madsen" er deyður, 65 ára gamal, upplýsir familja hansara fyri Ritzau í dag. |
Peter Lund Madsen was in the late afternoon yesterday on his way by bicycle from Havnsø to Copenhagen, when by all accounts he became ill. | article_dagur_translated | Peter Lund Madsen var seinnapartin í gjár ávegis úr Havnsø til Keypmannahavnar á súkklu, tá hann eftir øllum at døma gjørdist illa fyri. |
People found him by the roadside and notified the police. | article_dagur_translated | Fólk funnu hann í vegjaðaranum og boðaðu løgregluni frá. |
He was flown to the Rigshospitalet, but when he arrived he was dead. | article_dagur_translated | Hann varð flogin til Ríkissjúkrahúsið, men tá hann kom fram var hann deyður. |
Peter Lund Madsen was a specialist in the brain and, among other things, received a doctorate for his research on the brain's blood circulation and the changes associated with different levels of consciousness. | article_dagur_translated | Peter Lund Madsen var serfrøðingur innan heilan og fekk m.a. doktaraheiti fyri sínar kanningar av blóðrenslinum hjá heilanum og broytingarnar við ymiskum stigum av tilvitsku. |
In 1998 he became the host of the television program "Hjerne-Madsen" and became known for explaining difficult scientific topics in an entertaining way so that they became easy to understand. | article_dagur_translated | Hann gjørdist í 1998 vertur fyri sjónvarpssendingini "Hjerne-Madsen" og varð kendur fyri á ein undirhaldandi hátt at greiða frá torførum vísindaligum evnum, so tey vórðu løtt at skilja. |
He has also produced material for both radio and television, often together with his brother, the journalist Anders Lund Madsen. | article_dagur_translated | Hann hevur eisini gjørt bæði tilfar til útvarp og sjónleik, ofta saman við beiggjanum, journalistinum Anders Lund Madsen. |
Leaders from several countries have criticized Israel's new plan to take control of Gaza City, and the minister of foreign and trade affairs, Sirið Stenberg, says she is also opposed to the plan. | article_dagur_translated | Leiðarar úr fleiri londum hava funnist at nýggju ætlanini hjá Ísrael um at taka ræðið Gaza bý, og landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg sigur seg eisini vera ímóti ætlanini. |
The government does not support the plan, and rather than creating peace it can prolong the war, she said in | article_dagur_translated | Landsstýrið tekur ikki undir við ætlanini, og heldur enn at skapa frið kann hon leingja kríggið, segði hon í |
"We believe that it is a wrong decision that can only create greater suffering and destruction," says the minister. | article_dagur_translated | – Vit halda, at tað er ein skeiv avgerð, sum bara kann skapa størri neyð og oyðilegging, sigur landsstýriskvinnan. |
It is still possible to apply to the University of the Faroe Islands. | article_dagur_translated | Tað ber framvegis til at søkja inn á Fróðskaparsetur Føroya. |
Fortunately, there are still available study places in several of the programmes. | article_dagur_translated | Tað eru neviliga enn tøk lestrarpláss eftir á fleiri av útbúgvingunum. |
The University of the Faroe Islands writes that it is possible to apply for the available study places until August 13 at 12:00. | article_dagur_translated | Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at tað fram til 13. august klokkan 12 ber til at søkja um tøku lestrarplássini. |
The programmes with available places are: | article_dagur_translated | Útbúgvingar við tøkum plássum eru: |
B.A. in Faroese | article_dagur_translated | B.A. í føroyskum |
B.A. in History | article_dagur_translated | B.A. í søgu |
B.S.Sc. in Social Sciences | article_dagur_translated | B.S.Sc. í samfelagsvísindum |
B.S.Sc. in Political Science | article_dagur_translated | B.S.Sc. í stjórnmálafrøði |
B.Sc. in Economics | article_dagur_translated | B.Sc. í búskaparfrøði |
B.Sc. in IT Engineering | article_dagur_translated | B.Sc. í KT-verkfrøði |
Diploma in IT Engineering | article_dagur_translated | Diplom í KT-verkfrøði |
M.A. in Faroese | article_dagur_translated | M.A. í føroyskum |
M.A. in Law | article_dagur_translated | M.A. í løgfrøði |
M.A. in History | article_dagur_translated | M.A. í søgu |
M.S.Sc. in Social Sciences and Political Science | article_dagur_translated | M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði |
Master in Leadership and Organization | article_dagur_translated | Master í leiðslu og skipan |
Teacher training in Faroese | article_dagur_translated | Hjánám í føroyskum |
Teacher training in Social Studies | article_dagur_translated | Hjánám í samfelagsfrøði |
Teacher training in History | article_dagur_translated | Hjánám í søgu |
The police are currently searching for a stolen passenger car. | article_dagur_translated | Løgreglan eftirlýsir í løtuni ein stolnan persónbil. |
It is a gray Opel Astra, year 2007, with the license plate BD153. | article_dagur_translated | Talan er um ein gráan Opel Astra árg. 2007 við nummarplátuni BD153. |
The duty officer at the police station in Tórshavn reports that the car had been parked outside a car repair shop and was stolen sometime between July 29 and August 7. | article_dagur_translated | Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at bilurin hevur staðið uttanfyri eitt bilverkstað og er stolin onkuntíð millum 29. juli og 7. august. |
If people have further information about the car, they can call the police at phone number 351448 or 114. | article_dagur_translated | Um fólk hava nærri upplýsingar um bilin, kunnu tey ringja til løgregluna á tlfnr: 351448 ella 114. |
The police announce that the car has been found. | article_dagur_translated | Løgreglan boðar frá, at bilurin er funnin. |
Yesterday UB40's tour arrived in the Faroe Islands, and tonight they will take the stage at the Summer Festival. | article_dagur_translated | Í gjár kom ferðalagið hjá UB40 til Føroya, og í kvøld fara teir á pall á Summar Festivalinum. |
UB40 has topped the charts in the USA and England with songs like "Red Red Wine" and "Can't Help Falling In Love", and they are considered possibly the most successful reggae-pop band in music history. | article_dagur_translated | UB40 hevur toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni. |
They have had as many as 50 songs on the British charts, and they have sold over 70 million records. | article_dagur_translated | Teir hava havt heili 50 sangir á bretska hitlistanum, og teir hava selt omanfyri 70 milliónir plátur. |
The recognizable voice on UB40's well-known songs belongs to Ali Campbell, and he leads the band that is playing at this year's Summer Festival. | article_dagur_translated | Eyðkendu røddina á teimum kendu sangunum hjá UB40 eigur Ali Campbell, og hann er á odda fyri bólkin, sum spælir á ársins Summar Festivali. |
Ali Campbell says that he is very happy to have been allowed to come to the Faroe Islands to perform. | article_dagur_translated | Ali Campbell sigur, at hann er sera fegin um at verða sloppin til Føroya at framføra. |
"I am very happy that I have been able to come to the Faroe Islands to play a concert." | article_dagur_translated | – Eg eri sera glaður fyri, at eg eri sloppin til Føroya at spæla konsert. |
I have traveled to many countries around the world and performed concerts, but I have not had this experience, and now it will happen, says Ali Campbell. | article_dagur_translated | Eg havi ferðast í nógvum londum kring heimin og havt konsertir, men hesa upplivingina eigi eg eftir, og nú verður tað, sigur Ali Campbell. |
"We have been touring Europe this summer, and we have played many large concerts." | article_dagur_translated | – Vit hava verið á ferð í Europa í summar, og vit hava spælt nógvar stórar konsertir. |
We have had many great experiences, and now we look forward to experiencing the Faroe Islands, and on Friday evening we will give the Faroese a great concert, he says. | article_dagur_translated | Vit hava havt nógvar góðar upplivingar, og nú gleða vit okkum til at uppliva Føroyar, og fríggjakvøldið fara vit at geva føroyingum eina rimmar konsert, sigur hann. |
UB40 ft. Ali Campbell are playing at Vágsbø tonight at 22:00. | article_dagur_translated | UB40 ft. Ali Campbell spælir á Vágsbø í kvøld klokkan 22. |
The Summer Festival is on the program in Klaksvík these days, but so far the festival has proceeded peacefully, the shift leader at the police station in Tórshavn reports. | article_dagur_translated | Í Klaksvík er Summar Festivalurin á skránni í hesum døgum, men higartil hevur festivalurin gingið friðarliga fyri seg, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.