en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The new deadline to apply is Monday, 15 September 2025 at noon, writes ammr.fo. | article_dagur_translated | Nýggja freistin at søkja er mánadagin 15. september 2025 klokkan á middegi, skrivar ammr.fo. |
It was last year that a unanimous Parliament agreed to implement the new arrangement. | article_dagur_translated | Tað var í fjør, at eitt einmælt Løgting samtykti at seta nýggju fyriskipanina í verk. |
Its purpose is to strengthen the rights of people with disabilities. | article_dagur_translated | Hon hevur til endamáls at styrkja rættindi hjá fólki, ið bera brek. |
- The Disability Ombudsman must have a factual, forward-looking, and active oversight that both citizens and authorities can trust and respect. | article_dagur_translated | - Brekumboðið skal hava eitt sakligt, framlítandi og virkið eftirlit, sum bæði borgarar og myndugleikar kunnu hava álit á og virðing fyri. |
Proximity, quality, and independence are key aspects of the role. | article_dagur_translated | Nærlagni, góðska og óheftni eru aðaltættir í starvinum. |
From 1 January 2026 the plan is that the maximum possible compensation for lost earnings will increase. | article_dagur_translated | Frá 1. januar 2026 er ætlanin, at hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar. |
This is confirmed by the Ministry of Social Affairs and Culture on its website. | article_dagur_translated | Hetta staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari. |
It is also to be a significant change: from 27,779 kroner to 31,000 kroner per month, plus holiday pay and mandatory pension contributions. | article_dagur_translated | Tað skal eisini vera ein munagóð broyting: Úr 27.779 krónum til 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald. |
Eirikur í Jákupsstovu, Minister of Social and Cultural Affairs, has sent a proposal for consultation intended to improve the financial situation of those who lose income in connection with social events. | article_dagur_translated | Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot til hoyringar, sum skal bøta um fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum missa arbeiðsinntøku í sambandi við sosialar hendingar. |
The aim of the proposal, in addition to a larger possible amount, is to give families greater freedom to organise themselves. | article_dagur_translated | Endamálið við uppskotinum er, umframt eina størri møguliga upphædd, at geva familjunum størri frælsi at skipa seg. |
Compensation for lost earnings will be provided in connection with caring for a child with a permanent illness or disability, when a person with a acquired brain injury is cared for at home, care for a person dying before the state pension age, and when a child under 18 dies or is stillborn. | article_dagur_translated | - Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av barni við varandi sjúku ella breki, tá persónur við seinaheilaskaða verður ansaður í heiminum, ansing av doyggjandi undir fólkapensjónsaldri og tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt. |
The current system means that many families suffer a loss of income despite receiving compensation for lost earnings. | article_dagur_translated | Verandi skipan hevur við sær, at nógvar familjur eru fyri inntøkumissi, hóast tey fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. |
The minister says on ammr.fo that the limitation means financial considerations to too great an extent determine how families arrange care. | article_dagur_translated | Landsstýrismaðurin sigur á ammr.fo, at avmarkingin hevur við sær, at tað í ov stóran mun eru fíggjarlig atlit, sum avgera, hvussu familjur leggja ansingina til rættis. |
The deadline to submit comments on the proposal is set for Monday 15 September at noon. | article_dagur_translated | Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er sett til mánadagin 15. september á middegi. |
There were two traffic incidents in Hoyvík/Hoyvíkshagi yesterday. | article_dagur_translated | Tvey ferðslumál vóru í Hoyvík/Hoyvíkshaganum í gjár. |
In the first case the police stopped a driver who was driving well over 60 km/h on Havnavegur - the new access road in Hoyvíkshagi. | article_dagur_translated | Í fyrra førinum tók løgreglan ein bilførara, sum koyrdi væl yvir 60 km/t á Havnavegnum - nýggja innkomuvegnum í Hoyvíkshaganum. |
The speed limit there is reduced, and as a result the person will now receive a fine and penalty points for driving too fast there. | article_dagur_translated | Har er niðursett ferð, og harvið fær ein persónur nú bót og klipp fyri at koyra ov skjótt har. |
Another driver may end up receiving a conditional disqualification for their actions yesterday, the duty officer explains. | article_dagur_translated | Ein annar bilførari kann enda við at fáa treytaða frádøming fyri atgerðir sínar í gjár, greiðir vaktleiðarin frá. |
The person did not yield on Vegurin Langi in Hoyvík, and this caused a traffic accident. | article_dagur_translated | Viðkomandi helt ikki víkiskylduna á Vegnum Langa í Hoyvík, og hetta hevði eitt ferðsluóhapp við sær. |
Fortunately there were no personal injuries, says the duty officer. | article_dagur_translated | Har var tíbetur eingin persónsskaði, sigur vaktleiðarin. |
It was a yielding-related accident - the case is now proceeding. | article_dagur_translated | Talan var um eitt víkiskylduóhapp - málið fer nú víðari. |
Hervør Pálsdóttir became a mother to a girl on August 4, and she is therefore on maternity leave from the parliament from August 28. | article_dagur_translated | Hervør Pálsdóttir gjørdist 4. august mamma til eina gentu, og hon er tískil í barnsburðarfarloyvi frá løgtinginum 28. august. |
In recent years it has been uncommon for members of parliament who are women to become mothers. | article_dagur_translated | Hesi seinastu árini er tað óvanligt, at løgtingskvinnur gerast mammur. |
The Republic (Tjóðveldi) writes in a statement that Hervør Pálsdóttir is the first in 17 years to become a mother while serving as a female member of parliament. | article_dagur_translated | Tjóðveldi skrivar í fráboðan, at Hervør Pálsdóttir er tann fyrsta í 17 ár, at gerast mamma meðan hon er løgtingskvinna. |
The last was also our own Annita á Fríðriksmørk, who was on maternity leave for the third time in 2008. | article_dagur_translated | Tann seinasta var eisini okkara egna Annita á Fríðriksmørk, sum var í barnsburðarfarloyvi á triðja sinni í 2008. |
Tjóðveldi says that Hervør Pálsdóttir has not yet decided how long she will be on maternity leave. | article_dagur_translated | Tjóðveldi sigur, at Hervør Pálsdóttir enn ikki hevur tikið støðu til, hvussu leingi hon verður í barnsburðarfarloyvi. |
Hervør Pálsdóttir is the parliamentary group leader and deputy chairwoman in Tjóðveldi, and therefore also has other tasks to carry out when parliamentary work does not fill the schedule and the Parliament is not in session. | article_dagur_translated | Hervør Pálsdóttir er tingbólkaforkvinna og næstforkvinna í Tjóðveldi, og hevur tí eisini aðrar uppgávur at røkja, tá tingarbeiðið ikki fyllir og Løgtingið ikki er saman. |
The first deputy member in parliament for Tjóðveldi is Erling Eidesgaard. | article_dagur_translated | Fyrsta varafólk á tingi hjá Tjóðveldi er Erling Eidesgaard. |
- The summer break is over this time. | article_dagur_translated | - Summarfrítíðin er av á hesum sinni. |
That means there is again an opportunity to get a good meal at Hoyvík Church every last Wednesday of the month. | article_dagur_translated | Tað merkir, at aftur er møguleiki at fáa eina góða máltíð í Hoyvíkar kirkju hvønn síðsta mikudag í mánaðinum. |
That is what they write at Hoyvík Church, as the so-called screw services are starting again. | article_dagur_translated | Soleiðis skriva tey í Hoyvíkar kirkju, nú sonevndu skrúvuguðstænasturnar byrja aftur. |
This is a recurring initiative in several churches around the country. | article_dagur_translated | Talan er um eitt afturvendandi tiltak í fleiri kirkjum kring landið. |
Children, as well as older people, gather for Bible stories, singing, and then a meal is on the program. | article_dagur_translated | Børn, sum eldri, savnast til bíbliusøgu, sang og síðani er ein máltíð á skránni. |
- The screw service is an event that gathers many people, both children and older individuals, and over time has become a fixed part and meeting point for the church in one of the most child‑rich areas of the country. | article_dagur_translated | - Skrúvuguðstænastan er tiltak, ið savnar nógv fólk, bæði børn og eldri, og er við tíðini blivin fastur táttur og samleiki hjá kirkjuni í einum tí barnríkasta økinum í landinum. |
It is also announced that lasagna is now on the menu. | article_dagur_translated | Boðað verður samstundis frá, at nu er lasanja á matskránni. |
The first screw service after the summer break in Hoyvík will be tonight, Wednesday evening, August 27, at 17:30. | article_dagur_translated | Fyrsta skrúvuguðstænastan eftir summarsteðgin í Hoyvík verður í kvøld, mikukvøldið 27. august klokkan 17.30. |
It will be led by Bergtór Hjelm Bjarhamar as priest. | article_dagur_translated | Hon verður við Bergtóri Hjelm Bjarhamar sum presti. |
At 1 PM Portalurin will announce the latest voter survey. | article_dagur_translated | Klokkan 13 fer Portalurin at kunngera nýggjastu veljarakanningina. |
The political system has slowly returned from the summer break and it is again assessed that things could get quite heated for the coalition. | article_dagur_translated | Politiska skipanin er so smátt komin aftur úr summarfrí og tað verður av nýggjum mett, at tað kann gerast rættiliga heitt hjá samgonguni. |
Since the parliamentary election on August 29, 2019, Spyr.fo has regularly conducted voter surveys for Portal.fo and the newspaper Vikuskifti, and on Monday evening another survey was carried out. | article_dagur_translated | Síðan løgtingsvalið 29. august 2019 hevur Spyr.fo regluliga gjørt veljarakanningar fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti, og mánakvøldið varð aftur ein kanning gjørd. |
Then Spyr.fo asked 500 voters which party they would have chosen if an election were held today. | article_dagur_translated | Tá spurdi Spyr.fo 500 veljarar um hvønn flokk tey høvdu valt um val var í dag. |
If you see an unusually large number of police officers and suddenly some arrests in the streets of Tórshavn today, there is a high likelihood that it is nothing to worry about. | article_dagur_translated | Um tú sært óvanliga nógv løgreglufólk og brádliga nakrar handtøkur í Havnargøtum í dag, so eru stór sannlíkindi fyri, at tað ikki hevur nakað uppá seg. |
The Faroes Police announced this morning that exercises will be carried out at various locations in the capital today, August 27, and tomorrow, August 28. | article_dagur_translated | Føroya Politi boðar fyrrapartin frá, at venjingar verða gjørdar ymsastaðni í høvuðsstaðnum í dag, 27. august, og í morgin, 28. august. |
- Therefore many police officers, police vehicles and arrests will be seen in the city. | article_dagur_translated | - Tí vera nógvir politistar, politibilar og handtøkur at síggja í býnum. |
The trade fair is 25 years old and has been held in Klaksvík for the past eight years. | article_dagur_translated | Vinnustevnan hevur 25 ár á baki, og hevur seinastu átta árini verið í Klaksvík. |
It will be the same in 2026. | article_dagur_translated | Soleiðis verður eisini í 2026. |
About 180 companies usually participate, and everything indicates that attendance will be as good as in previous years. | article_dagur_translated | Umleið 180 fyritøkur luttaka vanliga, og alt bendir á, at undirtøkan fer at verða líka góð sum undanfarin ár. |
Almost all the booths are booked by Faroese and foreign companies, though a few spots remain. | article_dagur_translated | Nærum øll plássini eru bókaði av føroyskum og útlendskum fyritøkum, tó eru nøkur pláss eftir. |
Áki í Skemmuni, who has led the trade fair for many years, says he is very satisfied with the facilities in Klaksvík. | article_dagur_translated | Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar í Klaksvík. |
- The renovation of the KÍ hall provides more floor space, and if all goes as planned, the KG hotel will also open in May next year. | article_dagur_translated | - Umvælingin í KÍ høllini gevur meira gólvpláss, og gongst sum ætlað, so verður hotellið KG eisini latið upp í mai komandi ár. |
If this succeeds, it will give visiting companies even better opportunities for networking, even after the booths have closed. | article_dagur_translated | Eydnast hetta, fer hesin møguleikin at geva teimum vitjandi enn betri møguleikar til netverkan, eisini aftaná at básarnir eru lukkaðir. |
Karl Johansen, the mayor, is also pleased that the trade fair is returning to Klaksvík. | article_dagur_translated | Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast eisini um, at vinnustevnan aftur verður í Klaksvík. |
It matters a lot that we as a municipality support local companies in getting such a showcase in the local area. | article_dagur_translated | Tað hevur nógv at siga, at vit sum kommuna stuðla undir, at lokalar fyritøkur fáa eina slíkan sýnsglugga í nærumhvørvinum. |
Such a trade fair benefits not only the companies participating in the event but also other food and retail suppliers in the local area. | article_dagur_translated | Ein tílík vinnustevna gagnar ikki bara vinnuni, sum tekur lut á stevnuni, men eisini øðrum mat- og handilsveitarum í nærumhvørvinum. |
The Atlantic Fair begins on May 19, 2026. | article_dagur_translated | Atlantic Fair byrjar 19. mai 2026. |
The coalition is gaining back a little ground on the opposition, but it is still the two large opposition parties, the People’s Party and the Union Party, that can form a government without support from the smaller parties. | article_dagur_translated | Samgongan vinnur eitt sindur innaftur á andstøðuna, men tað er framvegis teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, ið kunnu skipa landsstýri uttan stuðul frá teimum minnu flokkunum. |
This is shown by the latest voter survey from Portalin. | article_dagur_translated | Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum. |
The People’s Party still has by far the largest support with 31.2 percent of voters, which is an increase of 12.3 percentage points compared with the parliamentary election in December 2022. | article_dagur_translated | Fólkaflokkurin hevur framvegis nógv størst undirtøku við 31,2 prosentum av veljarunum, ið er ein framgongd á 12,3 prosentstig í mun til løgtingsvalið í desember 2022. |
This gives the People’s Party 10 parliamentary seats — four more than now. | article_dagur_translated | Hetta gevur Fólkaflokkinum 10 tingsessir – fýra fleiri enn nú. |
The Union Party is the second largest in the survey with 22.8 percent of the votes, 2.8 percentage points more than at the parliamentary election, and 8 MPs — one more than now. | article_dagur_translated | Sambandsflokkurin er næststørstur í kanningini við 22,8 prosentum av atkvøðunum, 2,8 prosentstig fleiri enn til løgtingsvalið og 8 tingfólk – eitt meira enn nú. |
Looking at the last voter survey, which was conducted before the summer break, the People’s Party did not retain the large surge it had then. | article_dagur_translated | Hyggja vit eftir seinastu veljarakanningini, sum var gjørd undan summarfrítíðini, so varðveitir Fólkaflokkurin ikki stóru framgongdina, sum flokkurin fekk tá. |
In May the party was predicted to receive 34 percent of the votes and 11 parliamentary seats. | article_dagur_translated | Í mai stóð flokkurin til at fáa 34 prosent av atkvøðunum og 11tingsessir. |
These two large opposition parties are thus set to receive 54 percent of the votes and 18 of the 33 parliamentary seats. | article_dagur_translated | Hesir báðir stóru andstøðuflokkarnir standa harvið til at fáa 54 prosent av atkvøðunum, og 18 av 33 tingsessum. |
The party that performs best compared with the last survey is the Republic Party, which now has support from 16.7 percent of voters. | article_dagur_translated | Tann flokkurin, ið klárar seg best í mun til seinastu kanning, er Tjóðveldi, sum nú hevur undirtøku frá 16,7 prosentum av veljarunum. |
That is a decline of one percentage point compared with the last election, but an increase compared with the last survey, when the Republic Party received 14.8 percent. | article_dagur_translated | Tað er ein afturgongd á eitt prosentstig í mun til seinasta val, men ein framgongd í mun til seinastu kanning, tá Tjóðveldi fekk 14,8 prosent. |
The Republic Party is now set to get six MPs — the same as now. | article_dagur_translated | Tjóðveldi stendur nú til at fáa seks tingfólk – tað sama, sum nú. |
With this voter survey the Republic Party is now clearly the third largest party in the Faroe Islands, because it is now more than 2 percentage points larger than the Social Democratic Party. | article_dagur_translated | Við hesi veljarakanningini er Tjóðveldi nú greitt triðstørsti flokkur í Føroyum, tí hann nú er meira enn 2 prosentstig størri enn Javnaðarflokkurin. |
The prime minister’s party receives 14.6 percent in the latest voter survey, which is somewhat more than in the last survey, so it can be said that the decline may have stabilized. | article_dagur_translated | Flokkurin hjá løgmanni fær í nýggjastu veljarakanningini 14,6 prosent, sum er eitt vet meiri enn í seinastu kanning, so sigast kann, at afturgongdin kanska er støðgað. |
But 14.6 is 12 percentage points fewer than at the parliamentary election, so according to the survey the Social Democratic Party has as large a decline as the People’s Party has an increase. | article_dagur_translated | Men 14,6 er 12 prosentstig færri enn til løgtingsvalið, so Javnaðarflokkurin hevur líka stóra afturgongd, sum Fólkaflokkurin hevur framgongd, sambært kanningini. |
Thus the Social Democratic Party is still set to fall from 9 MPs to 5. | article_dagur_translated | Javnaðarflokkurin stendur sostatt framvegis at ganga úr 9 tingfólkum niður á fimm. |
According to the latest survey, the two small parties each receive two parliamentary seats. | article_dagur_translated | Sambært nýggjastu kanningini fáa teir báðir smáu flokkarnir á tingi tveir tingsessir í part. |
The Progress Party is set for a very slight decline of 0.1 percentage points, but in this survey that is enough for the party to lose its third parliamentary seat. | article_dagur_translated | Framsókn stendur til eina evarska lítla afturgongd á 0,1 prosentstig, men tað í hesi kanningini nóg mikið til at flokkurin missir triðja tingsessin. |
The Centre Party is set for a decline of 1.3 percentage points compared with the parliamentary election, but they retain the two seats the party currently has. | article_dagur_translated | Miðflokkurin stendur til eina afturgongd á 1,3 prosentstig í mun til løgtingsvalið, men varðveitir teir báðar sessirnar, sum flokkurin hevur nú. |
Self-Government also does not gain representation in the Faroese parliament this time. | article_dagur_translated | Sjálvstýri fær heldur ikki hesaferð umboðan á Løgtingi. |
The voter survey is based on responses from 500 voters whom Spyr.fo asked on Monday evening. | article_dagur_translated | Veljarakanningin byggir á svar frá 500 veljarum, sum Spyr.fo spurdi mánakvøldið. |
Fifteen percent of those surveyed did not know which party they will vote for. | article_dagur_translated | 15 prosent av teimum spurdu vistu ikki hvønn flokk tey fara at velja. |
Greenlandic women and girls who had an intrauterine device inserted without consent are now receiving a public apology from Denmark. | article_dagur_translated | Grønlendskar kvinnur og gentur, sum uttan samtykki fingu ein snyril ísettan, fáa nú eina almenna umbering úr Danmark. |
This was announced today by Prime Minister Mette Frederiksen. | article_dagur_translated | Tað upplýsti Mette Frederiksen, statsministari, í dag. |
- We cannot change what has happened. | article_dagur_translated | - Vit kunnu ikki broyta tað, ið er hent. |
But we accept responsibility. | article_dagur_translated | Men vit taka ábyrgdina á okkum. |
Therefore, on behalf of Denmark I want to say sorry, Mette Frederiksen said in a statement. | article_dagur_translated | Tí vil eg vegna Danmark siga orsaka, sigur Mette Frederiksen í eini fráboðan. |
The apology comes from both the Danish state and the Greenlandic government, Naalakkersuisut. | article_dagur_translated | Talan er um eina umbering, sum kemur frá bæði danska statinum og grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut. |
The issue concerns cases that occurred up until 1992, when Denmark was responsible for Greenland's healthcare, while Greenland's prime minister, Jens-Frederik Nielsen, is requesting an apology for incidents that happened after responsibility was transferred to Greenlandic authorities, writes Danmarks Radio. | article_dagur_translated | Talan er um mál, sum hendu fram til 1992, meðan Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum, meðan grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen biður um umbering fyri teir tilburðir, ið eru hendir eftir, at ábyrgdin kom á grønlendskar hendur, skrivar Danmarks Radio. |
- We acknowledge that the IUD issue has caused both anger and sorrow for many Greenlanders and many Greenlandic families, the Danish Prime Minister's Office said. | article_dagur_translated | - Vit viðurkenna, at snyrilsmálið er orsøk til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar grønlendskar familjur, verður sagt úr danska forsætisráðnum. |
It was especially in the 1960s and 1970s that doctors inserted IUDs in women and girls as young as 13 without their knowledge in order to limit population growth in Greenland. | article_dagur_translated | Tað var serliga í 1960’unum og 1970’unum, at læknar settu snyril í kvinnur og gentur heilt niður í 13 ára aldur uttan teirra vitan til tess at avmarka fólkavøkstrinum í Grønlandi. |
There was great outrage when this came to light in the public debate. | article_dagur_translated | Stór øsing stóðst, tá hetta kom fram í ljósmála. |
In 2022 the Danish government initiated an investigation into the matter. | article_dagur_translated | Í 2022 setti danska stjórnin í verk eina kanning av málinum. |
This work is to be completed by the latest on September 1 of this year. | article_dagur_translated | Hetta arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið 1. september í ár. |
But the prime minister has chosen to ask for an apology already now. | article_dagur_translated | Men statsministarin hevur valt at biðja um umbering longu nú. |
- Although we do not yet have the full picture, it affects the government that so many Greenlandic women in one case report that they have been subjected to abuse by the Danish healthcare system, Mette Frederiksen said in the press release today. | article_dagur_translated | - Hóast vit ikki hava fullu myndina, so ávirkar tað stjórnina, at so nógvar grønlendskar kvinnur á einum máli boða frá, at tær hava verið fyri misnýtslu av danska heilsuverkinum, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum í dag. |
From the Greenlandic side, there has long been a demand for an apology. | article_dagur_translated | Frá grønlendskari síðu hevur eitt krav um umbering ljóðað leingi. |
Former Greenlandic prime minister Muté B. Egede has called the matter a 'genocide'. | article_dagur_translated | Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Muté B. Egede, hevur kalla málið fyri eitt ‘fólkadráp’. |
In 2023 Aaja Chemnitz, a member of the Danish Parliament for IA, demanded a public apology and compensation from the Danish state for the affected women. | article_dagur_translated | Í 2023 kravdi Aaja Chemnitz, fólkatingslimur fyri IA, eina almenna umbering og endurgjald frá danska statinum til tær raktu kvinnurnar. |
The current Greenlandic government leader, Jens-Frederik Nielsen, found in April that no apology had yet been issued. | article_dagur_translated | Núverandi grønlendski stjórnarleiðarin, Jens-Frederiks Nielsen, fanst í apríl at, at ongin umbering enn var komin. |
- Why is it so difficult to ask for an apology? We know this has happened, Jens-Frederik Nielsen said then. | article_dagur_translated | - Hví er tað so trupult at biðja um umbering? Vit vita, at hatta er hent, segði Jens-Frederik Nielsen tá. |
143 women have sued the Danish state and are demanding a total of 43 million kroner in compensation for violations of their human rights, writes dr.dk. | article_dagur_translated | 143 kvinnur hava stevnt danska statinum og krevja tilsamans 43 milliónir krónur í endurgjaldi fyri brot á teirra mannarættindi, skrivar dr.dk. |
Again today the Faroe Islands receive a visit from a large, nuclear-powered American submarine. | article_dagur_translated | Aftur í dag fáa Føroyar vitjan av stórum kjarnorkuriknum amerikanskum kavbáti. |
The Ministry of Foreign Affairs and Trade announces today that USS South Dakota will arrive in Nólsoy Sound today. | article_dagur_translated | Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar í dag frá, at USS South Dakota kemur í Nólsoyarfjørð í dag. |
This is a short stop in connection with a crew change. | article_dagur_translated | Talan er um stuttan steðg í sambandi við manningarskifti. |
USS South Dakota is nuclear-powered and has diplomatic permission to enter Faroese territorial waters. | article_dagur_translated | USS South Dakota er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.