en stringlengths 1 10.6k | source stringclasses 4
values | fo stringlengths 1 10.3k |
|---|---|---|
The escort follows the submarine while it sails in Faroese territorial waters, writes uvmr.fo. | article_dagur_translated | Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi, skrivar uvmr.fo |
46 percent of Faroese voters believe that the fishing agreement between the Faroe Islands and Russia should be extended. | article_dagur_translated | 46 prosent av føroysku veljarunum halda, at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal leingjast. |
In the voter survey conducted on Monday evening, we also asked about the attitude of Faroese voters toward the Russia agreement. | article_dagur_translated | Í veljarakanningini, ið varð gjørd mánakvøldið, spurdu vit eisini um hugburðin hjá føroyska veljaranum til Russlandssáttmálan. |
The question was: "Do you think the fishing agreement between the Faroe Islands and Russia should continue next year?" | article_dagur_translated | “Heldur tú, at fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal halda fram komandi ár?”, ljóðaði spurningurin. |
46 percent answered "yes", 30 percent "no", and 24 percent answered "don't know". | article_dagur_translated | 46 prosent svaraðu “ja”, 30 prosent “nei” og 24 prosent svaraðu “veit ikki”. |
The greatest "support" for the Russia agreement comes from those who say they vote for the People's Party (Fólkaflokkurin). | article_dagur_translated | Størsta “stuðulin” fær russarasáttmálan frá teimum, ið siga seg velja Fólkaflokkin. |
As many as 71 percent of People's Party voters answered "yes". | article_dagur_translated | Heili 71 prosent av fólkafloksveljarunum svaraðu “ja”. |
A good half — 56 percent — of Union Party voters answered "yes". | article_dagur_translated | Ein góður helmingur – 56 prosent – av sambandsveljarunum svaraðu “ja”. |
The opposition is found among voters of the current coalition parties. | article_dagur_translated | Mótstøðan finst millum veljararnar í núverandi samgonguflokkunum. |
60 percent of Progress Party (Framsókn) voters answered "no", 57 percent of Social Democratic (Javnaðarflokkurin) voters, and 36 percent of Republic (Tjóðveldi) voters. | article_dagur_translated | 60 prosent av veljarunum hjá Framsókn svaraðu “nei”, 57 prosent av javnaðarveljarunum og 36 prosent av tjóðveldisveljarunum. |
Voters of the Republic party (Tjóðveldi) appear most uncertain on the question. | article_dagur_translated | Veljararnir hjá Tjóðveldi tykjast mest ivasamir í spurninginum. |
29 percent said "yes", 36 percent "no", while 36 percent answered "don't know". | article_dagur_translated | 29 prosent søgdu “ja”, 36 prossent “nei”, meðan tað eisini vóru 36 prosent, sum svaraðu “veit ikki”. |
Thus Tjóðveldi has the most voters who have not taken a position on the fisheries cooperation with Russia. | article_dagur_translated | Tjóðveldið hevur sostatt flest veljarar, sum ikki hava tikið støðu til fiskivinnusamstarvið við Russland. |
The split among coalition voters overall is 28 percent "yes" and 49 percent "no". | article_dagur_translated | Býtið millum samgonguveljararnar samantalt er 28 prosent “ja” og 49 prosent “nei”. |
Whereas the corresponding split among opposition voters is 64-15. | article_dagur_translated | Meðan tilsvarandi býtið millum andstøðuveljararnar er 64-15. |
There is also a certain difference when looking at how attitudes vary by place of residence. | article_dagur_translated | Ávísur munur er eisini, tá hugt verður eftir hvussu hugburðurin er í mun til bústaðin. |
In Norðoyggjar, Eysturoy and Sandoy/Suðuroy more than half want to continue the cooperation. | article_dagur_translated | Í Norðoyggjum, Eysturoy og Sandoy/Suðuroy er meira enn helmingurin, sum vil halda fram við samstarvinum. |
In Vágar/Norðstreymoy there are also the most who want to continue, but the yes-votes do not reach 50 percent. | article_dagur_translated | Í Vágum/Norðstreymoy eru eisini flest, sum vilja halda fram, men ja-atkvøðurnar náa ikki upp á 50 prosent. |
In Tórshavn municipality it is the opposite: 37 percent say yes and 39 percent no. | article_dagur_translated | Í Tórshavnar kommunu er øvugt: 37 prosent siga ja og 39 prosent nei. |
Looking at gender, there is also a difference. | article_dagur_translated | Verður hugt eftir kyninum, so er eisini munur. |
A large majority of men — 67 percent — say yes, while among women the largest groups are 37 percent who say "don't know" and 36 percent who say "no". | article_dagur_translated | Stórur meiriluti av monnunum – 67 prosent – siga ja, meðan tað hjá kvinnunum eru flest, 37 prosent, sum siga “veit ikki”, og 36 prosent, sum siga “nei”. |
When looking at the various age groups, there is not such a clear difference to see. | article_dagur_translated | Tá hugt verður eftir ymsu aldursbólkunum, so er ikki so týðuligur munur at síggja. |
In all age groups the majority say "yes" — between 42 and 50 percent. | article_dagur_translated | Í øllum aldursbólkum eru tað flest, sum siga "ja" - millum 42 og 50 prosent. |
What stands out here is that among 18-29 year olds the most say "yes" — 50 percent — and the fewest say "no" — 19 percent, which is much lower than in the other age groups. | article_dagur_translated | Tað, ið fellur í eyguni her er, at millum tey 18-29 ára gomlu eru flest, ið siga “ja” – 50 prosent, og fægst, sum siga nei – 19 prosent, ið er væl minni enn í hinum aldursbólkunum. |
This is because in the youngest group there are also many who answer "don't know" — 31 percent. | article_dagur_translated | Hetta tí at tað eisini í yngsta bólkinum eru flest, sum svara “veit ikki” – 31 prosent. |
The current procedure for selling plots has been unnecessarily administratively lengthy, and this means that it often takes a long time to get through the waiting list when plots are allocated. | article_dagur_translated | Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði. |
Klaksvík Municipality acknowledges this on its website, in connection with the municipality having now made a change in the process of providing plots to citizens. | article_dagur_translated | Hetta viðurkennir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, í sambandi við at kommunan nú hevur gjørt eina broyting í tilgongdini at útvega borgarum grundstykki. |
There has been a political desire that it should become easier to obtain municipal plots for detached house construction. | article_dagur_translated | Eitt politiskt ynski hevur verið um, at tað skal verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging. |
And those who are ready to begin construction will to a greater extent have the opportunity to secure a municipal plot. | article_dagur_translated | Og tey, sum eru til reiðar at fara undir bygging, í størri mun hava møguleikar at tryggja kommunalt grundstykki |
The list of available plots, in the new system, will be updated on the first working day of each month at 12:00 (unless otherwise announced). | article_dagur_translated | Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). |
This will ensure that everyone receives information about available plots at the same time. | article_dagur_translated | Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis. |
An interested buyer can choose a plot that is available and submit an application to buy it. | article_dagur_translated | Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. |
This must be done via a form on the individual plot's page on the website. | article_dagur_translated | Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. |
It is not possible to apply for a plot by calling or sending email to the municipality. | article_dagur_translated | Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa. |
At the moment there are 20 available municipal plots in Klaksvík. | article_dagur_translated | Í løtuni eru 20 tøk kommunal grundstykkir tøk í Klaksvík. |
These will be offered now on Monday 1 September at 12:00, when the system is put into use. | article_dagur_translated | Hesi verða boðin út nú mánadagin 1. september kl. 12.00, tá ið skipanin verður tikin í nýtslu. |
They consist of eight plots in Millum Hjalla, eleven in Undir Fossum and one in Undir Klakki. | article_dagur_translated | Talan er um átta grundstykkji Millum Hjalla, ellivu Undir Fossum og eitt Undir Klakki. |
Klaksvík Municipality informs that a notification about this change has been sent to everyone who has been on the plot list. | article_dagur_translated | Kunningarskriv um hesa broyting er send øllum teimum, sum hava staðið á grundstykkjalistanum, kunnar Klaksvíkar kommuna um. |
The High Court confirmed yesterday the verdict of the Faroese court, which earlier this summer sentenced a man in his forties — an outdoorsman — to 30 days unconditional imprisonment for threatening Ruth Vang, a minister. | article_dagur_translated | Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya rætti, sum fyrr í summar dømdi ein mann í 40'unum - ein útisiglara - 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta Ruth Vang, landsstýriskvinnu. |
He did this with messages on Messenger after he was dissatisfied with the politics and the public statements of the minister for finance. | article_dagur_translated | Tað gjørdi hann við boðum á Messenger eftir, at hann var misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum. |
The messages for which the man was convicted are as follows: Get out of politics before the parliament building is stormed or someone burns it down. | article_dagur_translated | Boðini, sum maðurin er dømdur fyri er soljóðandi: Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður. |
As in the Faroese court, the man maintained in the High Court that this was not a threat against Ruth Vang, but was written in frustration. | article_dagur_translated | Eins og í Føroya rætti tvíhelt maðurin í landsrættinum um, at hetta ikki var ein hóttan móti Ruth Vang, men var skrivað í frustratión. |
Stanley Samuelsen is releasing a new album and at the same time Stanley's biography is being published as a book. | article_dagur_translated | Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu og samstundir kemur ævisøgan hjá Stanley út í bók. |
In connection with this there will be three release concerts around the country in October. | article_dagur_translated | Í tí sambandinum eru tríggjar útgávukonsertir kring landið í oktober. |
For a long time, Stanley has been working on a new release where he, together with very skilled people, has created new songs and has also re-created some older songs. | article_dagur_translated | Í longri tíð, hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. |
Most of the 12 songs on the release are in Faroese, although there is also some Danish. | article_dagur_translated | Flestu av teimum 12 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini. |
Stanley owns most of the songs himself, and the lyrics are by, among others, Stanley, Martin Joensen (who also owns one song), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus and Janus Djurhuus. | article_dagur_translated | Stanley eigur flestu løgini sjálvur, og orðini eiga m.a. Stanley, Martin Joensen (eigur eisini okkurt lag), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus og Janus Djurhuus. |
The release will come out as an LP and a CD in the same packaging, and there will also be the possibility to download the music from the internet. | article_dagur_translated | Útgávan kemur út sum LP og fløga í sama húsa, eisini verður møguleiki fyri, at taka tónleikin niður á netinum. |
The release is called “Sólskin”, after the poem Solskin by William Heinesen, which quite well describes this release. | article_dagur_translated | Útgávan eitur “Sólskin”, eftir yrkingini, Solskin, hjá William Heinesen, sum rættiliga væl lýsir hesa útgávu. |
Although Stanley is advanced in age and must struggle every day with Alzheimer's disease, he looks at life in a positive light and this is also reflected in the release, from one end to the other. | article_dagur_translated | Hóast Stanley er komin væl til árs og má stríðast hvønn dag við Alzheimerssjúku, so sær hann ljóst uppá tilveruna og hetta endurspeglar eisini útgávuna, úr einum enda í annan. |
A brand-new book about Stanley is also being published on the same occasion. | article_dagur_translated | Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. |
The book will be presented at the concerts and can be purchased on site. | article_dagur_translated | Bókin verður løgd fram til konsertirnar, og kann keypast á staðnum. |
Hilmar Jan Hansen has written the new book and will also be present. | article_dagur_translated | Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar. |
The three concerts are as follows: | article_dagur_translated | Tær tríggjar konsertirnar eru hesar: |
Musicians for the concerts: Stanley Samuelsen, vocals and guitar; Kim Hansen, keyboards and vocals; Jóhannus á Rógvu Joensen, bass; Jósva Debes, drums; Tóri Restorff Jacobsen, cello; Angelika Hansen, violin; Jón Festirstein, violin. | article_dagur_translated | Tónleikarar til konsertirnar: Stanley Samuelsen, sang og gittar, Kim Hansen, tangentar og sang, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Jósva Debes, slagverk, Tóri Restorff Jacobsen, sello, Angelika Hansen, violin, Jón Festirstein, violin |
Technical staff: Sound: Jónas Bloch Danielsen. | article_dagur_translated | Tøkni: Ljóð: Jónas Bloch Danielsen. |
Cost: 295 kroner. | article_dagur_translated | Kostnaður: 295 krónur. |
At least two children died and 17 people were injured when an assailant opened fire at a school in Minneapolis in the U.S. state of Minnesota yesterday. | article_dagur_translated | Minst tvey børn doyðu og 17 fólk fingu skaða, tá ein illgerðarmaður skjeyt frá hond í einum skúla í Minneapolis í amerikanska statinum Minnesota í gjár. |
The killed children were eight and ten years old. | article_dagur_translated | Dripnu børnini vóru átta og tíggju ára gomul. |
According to the city police chief, 14 of the 17 injured are also children, and the condition of two of them was serious yesterday. | article_dagur_translated | Sambært løgregluovastanum í býnum eru 14 av teimum 17 eisini børn, og støðan hjá tveimum teirra var álvarslig í gjár. |
According to the CNN television network, the youngest of those hospitalized is only six years old. | article_dagur_translated | Sambært CNN sjónvarpsstøðini er tað yngsta av teimum innløgdu einans seks ár. |
Police chief Brian O’Hara reports that the assailant died by his own hand. | article_dagur_translated | Løgregluovastin, Brian O’Hara, upplýsir, at illgerðarmaðurin er deyður fyri egnari hond. |
The 23-year-old man was not previously known to the police. | article_dagur_translated | 23 ára gamli maðurin var ikki kendur av løgregluni frammanundan. |
The police are still working to determine what led the man to do this. | article_dagur_translated | Løgreglan arbeiðir enn við at áseta, hvat fekk mannin at gera slíkt. |
Later Kash Patel, the head of the FBI on X, wrote that the FBI is investigating the incident as a hate crime and assault targeting Catholics. | article_dagur_translated | Seinni skrivaði Kash Patel, FBI-ovasti á X, at FBI kannar málið sum yvirgangs og hatursbrotsverk vent móti katolikkum. |
Among the first to send condolences to the U.S. was Pope Leo XIV. | article_dagur_translated | Millum tey fyrstu, sum sendu samkensluskriv til USA var Leo XIV pávi. |
The perpetrator allegedly shot in through the windows at children who were attending morning mass, local time. | article_dagur_translated | Gerningsmaðurin skal hava skotið inn gjøgnum vindeyguni eftir børnum, sum vóru til messu um morgunin, lokala tíð. |
He was armed with a rifle, a shotgun, and a pistol. | article_dagur_translated | Hann var vápnaður við eini riflu, eini høglbyrsu og eini pistól. |
According to the police chief, the weapons were purchased legally. | article_dagur_translated | Sambært løgregluovastanum, vóru vápnini keypt á lógligan hátt. |
- This was an intentional act of violence against innocent children and other people in the church. | article_dagur_translated | - Hetta var ein tilætlað harðskapsgerð móti ósekum børnum og øðrum fólkum í kirkjuni. |
Such a monstrous act of shooting into a church full of children is unimaginable, Brian O’Hara said at a press conference. | article_dagur_translated | Slík ógerð at skjóta inn í eina kirkju full av børnum, er ikki til at fata, segði Brian O’Hara á tíðindafundi. |
The shooting occurred two days after the new school year had begun. | article_dagur_translated | Skottilburðurin hendi tveir dagar eftir at nýtt skúlaár var byrjað. |
The Ukrainian capital experienced a terrible attack last night. | article_dagur_translated | Ukrainski høvuðsstaðurin upplivdi eitt ógvusligt álop í nátt. |
Air raid sirens sounded, and the mayor of Kyiv, Vitali Klitschko, urged his citizens via the Telegram messaging service last night to seek shelter in bomb shelters. | article_dagur_translated | Loftlúðrarnir ljóðaðu, og borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitskjo, heitti á borgarar sínar umvegis Telegram boðtænastuna í nátt um at leita sær í bumbuskýlini. |
Volodymyr Zelenskyy, the president, says this morning that at least eight people have died. | article_dagur_translated | Volodymyr Zelenskyj, forseti, sigur í morgun, at minst átta fólk eru deyð. |
At 7 a.m. local time, Klitschko reported that at least 38 people are injured. | article_dagur_translated | Klokkan 7 í morgun, lokala tíð, upplýsti Klitskjo, at minst 38 fólk eru særd. |
Two children are among the dead, Interior Minister Ihor Klymenko reported, according to NRK. | article_dagur_translated | Tvey børn eru millum tey dripnu, upplýsti Ihor Klymenko, innanríkisráðharri, sambært NRK. |
- Russia chooses rockets instead of sitting down at the negotiating table. | article_dagur_translated | - Russland velur rakettir heldur enn at seta seg við samráðingarborðið. |
They choose to continue killing rather than to end the war, President Zelenskyy wrote on X this morning. | article_dagur_translated | Tey velja at halda fram við at drepa heldur enn at fáa enda á krígnum, skrivar Zelenskyj forseti á X í morgun. |
Warning sirens sounded in several Ukrainian cities last night, and across the country citizens were urged to seek shelter from the bombings. | article_dagur_translated | Ávaringarlúðrarnir ljóðaðu í fleiri ukrainskum býum í nátt, og kring alt landið varð heitt á borgarar um at leita sær skjól fyri bumbingini. |
Rescue teams are now working to save people from the rubble of buildings. | article_dagur_translated | Nú arbeiða bjargingarlið við at bjarga fólkum úr húsaleivdunum. |
The first explosions were heard in Kyiv at around half past nine yesterday evening. | article_dagur_translated | Fyrstu spreingingarnar vóru at hoyra í Kyiv um hálvgun tíggjutíðina í gjárkvøldið. |
In the capital, a shopping mall was hit along with several other buildings. | article_dagur_translated | Í høvuðsstaðnum varð ein keypskáli raktur umframt fleiri bygningar. |
In the Darnytskyi district, a rocket struck a five-story building, which was destroyed. | article_dagur_translated | Í Darnytskyi-økinum rakti ein rakett ein bygning í fimm hæddum, sum varð lagdur í oyði. |
Debris from a drone fell onto the roof of a nine-story building, where a fire also broke out. | article_dagur_translated | Leivdir av eini dronu duttu niður á takið á einum bygningi við níggju hæddum, har heldur kom í. |
In the Dnipro region, a 25-story residential building was hit. | article_dagur_translated | Í Dnipro-landslutinum var ein íbúðabygningur við 25 hæddum raktur. |
There were also explosions in the Zaporizhzhia region. | article_dagur_translated | Eisini í Zaporizjzja-økinum vóru spreingingar. |
Ukrainian air defense reports that waves of drones have been observed across the country, mainly in the central and southern parts. | article_dagur_translated | Ukrainska loftverjan boðar sigur, at bylgjur av dronum hava verið kring landið, mest miðskeiðis og sunnarlaga í landinum. |
The extent of the destruction is still unclear. | article_dagur_translated | Umfangið av oyðileggingunum er enn ógreitt. |
On the other hand, the Russian Ministry of Defense also reports attacks against seven Russian regions. | article_dagur_translated | Frá hinari síðuni boðar russiska verjumálaráðið eisini frá álopum móti sjey russiskum landslutum. |
It is reported that they have destroyed 102 Ukrainian drones. | article_dagur_translated | Upplýst verður, at tey hava oyðilagt 102 ukrainskar dronur. |
The Ukrainian Ministry of Defense says that they have struck two Russian oil refineries in Afipsky and Kuybyshevsky, Reuters reports. | article_dagur_translated | Ukrainska verjumálaráðið sigur, at tey hava rakt tvey russisk oljureinskiverk í Afipskij og Kujbysjevskij, skrivar Reuters. |
Kuybyshevsky is located in Donetsk in Ukraine, but the Russian military controls this refinery. | article_dagur_translated | Kujbysjevskij ligur í Donetsk í Ukraina, men russiski herurin hevur ræðið á hesum verkinum. |
At an extraordinary general meeting of the Diet and Nutrition Association on August 27, a new board was elected. | article_dagur_translated | Á eykaaðalfundi hjá Kost- og Føðslufelagnum 27.august varð nýggj nevnd vald. |
The board looks as follows: Poula Patursson, chairwoman; Thilda Hansdóttir í Líðini, vice-chairwoman; Lóa Lenvig Hansen; Camilla Bonde Holmegaard Hansen; and Poulina Ennigarð Hansen. | article_dagur_translated | Nevndin sær soleiðis út: Poula Patursson, forkvinna, Thilda Hansdóttir í Líðini, næstforkvinna, Lóa Lenvig Hansen, Camilla Bonde Holmegaard Hansen og Poulina Ennigarð Hansen. |
Event member (or acting member) is Hanna Tróndheim. | article_dagur_translated | Tiltakslimur er Hanna Tróndheim. |
The Diet and Nutrition Association represents professionals in diet, nutrition, and health. | article_dagur_translated | Kost- og Føðslufelagið umboðar fakfólk innan kost, føðslu og heilsu. |
The association's purpose is to work for better working conditions and pay for its members, as well as to make the importance of diet and nutrition expertise more visible in society. | article_dagur_translated | Felagið hevur sum endamál at virka fyri betri arbeiðs- og lønarviðuskiftum hjá limunum, eins og at gera týdningin av kost- og føðslufakligari vitan sjónligari í samfelagnum. |
The chairwoman Poula Patursson says: | article_dagur_translated | Formaðurin Poula Patursson sigur: |
We are excited to get to work. | article_dagur_translated | Vit eru spent at fara til verka. |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.