text stringlengths 1 888k |
|---|
Harrin talaði framvegis til Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn: Um einhvør av Ísraelsmonnum ella av útisetunum, sum búgva í Ísrael, gevur Moloki avkom sítt, skal hann vissuliga láta lív; fólkið í landinum skal grýta hann til bana. Eg snúgvi andliti mínum móti tí manni og oyði hann úr tjóð síni, fyri at hann gav Molok... |
Harrin segði við Móses: «Tala til prestarnar, synir Árons, og sig við teir: Prestur má ikki gera seg óreinan av líki í ættarfólki sínum, uttan so er, at tað er næsta skyldmenni hans, móðir ella faðir, sonur ella dóttir, bróðir ella systir, sum er moyggj og enn hoyrir til húski hans og ikki givin manni, við henni má han... |
Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Sig við Áron og synir hans, at teir skulu fara virðiliga við halgigávum Ísraelsmanna, sum teir víga mær, so at teir vanhalga ikki heilaga navn mítt. Eg eri Harrin! Sig við teir: Ein og hvør av kyntátti tykkara í komandi ættarliðum, sum, meðan hann er óreinur, nærkast halgigá... |
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Viðvíkjandi hátíðum Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur – tá eru hátíðir mínar hesar: Í seks dagar skulu tit verk vinna, men sjeyndi dagurin skal vera fullkomuligur hvíludagur, halgistevna; tá skulu tit einki verk vinna; hann ska... |
Og Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, tá skal landið halda Harranum hvíludag. Í seks ár skalt tú sáa bø tín og í seks ár snidra víngarð tín og bera inn grøði landsins. Men sjeynda árið skal landið halda fullkomulig... |
Tit mega ikki gera tykkum fánýtar gudar og ikki reisa tykkum gudamyndir og steinsúlur og ikki seta upp myndasteinar í landi tykkara til tess at tilbiðja teir; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! Mínar hvíludagar skulu tit halda og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin! Ganga tit eftir fyriskipanum mí... |
Og Harrin talaði til Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið maður evnar Harranum heiti og metir tað í mannavirði, tá skal maður frá tjúgu ára aldri til seksti ára aldurs verða mettur til fimmti siklar í silvuri eftir halgidómsins virði. Er tað kona, skal hon verða mett til tríati siklar í silvuri.... |
Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk í samfundartjaldinum á fyrsta degi í øðrum mánaði, annað árið eftir burturferð teirra úr Egyptalandi og segði: «Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna eftir kyntáttum og ættum teirra við at telja nøvnini á øllum kallmonnum, mann fyri mann; allar vígførar menn í Ísrael frá t... |
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Ísraelsmenn skulu tjalda hvør við sítt merki, undir einkenni ættar sínar; kring um samfundartjaldið, eitt sindur frá tí, skulu teir tjalda. Frammantil móti eystri skal Júda tjalda undir merki sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Júda sona er Náhsjon Amminadabsson; teir, ið k... |
Hesir eru eftirkomarar Árons og Mósesar á teirri tíð, tá ið Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli. Hesi eru nøvnini á sonum Árons: Nádab, hin frumgitni, Ábihu, Eleazar og Ítámar; hesi eru nøvnini á sonum Árons, ið vóru salvaðir prestar og vígdir til prestatænastu. Men Nádab og Ábihu doyðu fyri ásjón Harrans ta ferðina... |
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Tak millum Levi sona manntal av sonum Kehats eftir kyntáttum og ættum teirra, øllum vígførum frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, øllum, sum í einumhvørjum staði gera tænastu við samfundartjaldið. Við hetta skulu synir Kehats tæna í samfundartjaldinum – h... |
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu koyra út úr herbúðunum allar líktráar menn og allar, sum hava útflot, og somuleiðis allar, sum eru vorðnir óreinir av líki, bæði kallar og konur, tit skulu reka teir burtur út um herbúðirnar, so at teir ikki gera herbúðir sínar óreinar, har... |
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kallur ella kona streingja Nasirearaheiti til tess at halga seg Harranum, tá skal hann halda seg frá víni og mjøði; hann má ikki drekka nakað súrt, sum tilreitt er av víni ella mjøði, og yvirhøvur ikki drekka nakran vínberjaløg og ... |
Tá ið Móses var liðugur at seta upp tjaldtemplið og hevði salvað og halgað tað og øll amboð og salvað og halgað altarið og øll amboð tess, tá gingu høvdingar Ísraels fram, teir, ið vóru oddamenn fyri ættarbólkunum, ættarhøvdingarnir, sum høvdu skipað fyri teljingini; og teir bóru offurgávur sínar fram fyri Harran, seks... |
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Árons og sig við hann: Tá ið tú setir upp lampurnar, skal tað vera soleiðis, at tær allar sjey lýsa upp rúmið fyri framman ljósastakan.» Áron gjørdi soleiðis og setti lampurnar upp á ljósastakan soleiðis, at tær horvdu fram eftir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Men ljó... |
Í fyrsta mánaði annað árið eftir, at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, talaði Harrin við Móses í Sinai oyðimørk og segði: «Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina; fjúrtanda dagin í hesum mánaði um sólsetur skulu tit halda tær ta ásettu tíðina; samsvarandi øllum fyriskipanum og lógum um tær skulu tit h... |
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Ger tær tveir lúðrar úr silvuri; av einlistum skalt tú gera teir. Tú skalt hava teir til at kalla savnaðin saman; tá ið herurin skal flyta úr stað. Tá ið blást verður í báðar, skal allur savnaðurin savnast um teg fyri durum samfundartjaldsins, men verður einans blást í annan... |
Men fólkið tók at meyla inn á Harran um, at teir høvdu tað so ringt; tá ið Harrin hoyrdi tað, tók vreiði hans at brenna teirra millum, og eldur frá Harranum fór oyðandi um útjaðarar herbúðanna. Tá rópaði fólkið til Mósesar, og Móses bað til Harrans; tá sloknaði eldurin. Tí varð tann staður nevndur Tábera, av tí at har ... |
Tá mæltu Mirjam og Áron ímót Mósesi vegna hinnar blálendsku konu, sum hann hevði tikið sær – tí at hann hevði tikið sær blálendska konu – og tey søgdu: «Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?» Og Harrin hoyrdi tað. Men maðurin Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir menn á jørð. Í... |
Tá tók allur savnaðurin undir at rópa, og tey grótu ta náttina. Og allir Ísraelsmenn meylaðu inn á Móses og Áron; og allur savnaðurin segði við teir: «Gævi vit vóru deyðir í Egyptalandi ella her í oyðimørkini! Hví skal Harrin føra okkum inn í hetta land, so at vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða ... |
Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í tað land, sum eg vil geva tykkum at búgva í, og tit vilja ofra Harranum eldoffur, hvørt tað er brennioffur ella sláturoffur, til tess at evna eitt heiti ella eitt sjálvboðið offur ella í tilevni av hátíðum tykkara til tess at ... |
Men Kóra, sonur Jizehars, Kehats sonar, Levi sonar, og Dátan og Ábiram, synir Eliabs, Pallu sonar, Rubens sonar, gjørdu uppreist. Teir risu upp móti Mósesi og saman við teimum tvey hundrað og fimmti av Ísraelsmonnum, ið vóru høvdingar hjá savnaðinum, fulltrúar og navnframir menn. Hesir tóku seg saman ímóti Mósesi og Ár... |
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn, at ættarhøvdingarnir skulu fáa tær ein stav fyri hvørja ættargrein, í alt tólv stavir, og rita tú navn hvørs teirra í stav hans. Men navn Árons skalt tú rita í stav Levi, tí at hvør oddamaður fyri ættargreinum teirra skal hava sín stav. Og tú skalt leggja teir ... |
Og Harrin segði við Áron: «Tú og synir tínir og alt ættarfólk títt skulu bera ábyrgdina fyri halgidóminum, og tú og synir tínir skulu bera ábyrgdina fyri prestaembæti tykkara. Men eisini brøður tínar, Levi ætt, ættargrein faðirs tíns, skalt tú hava við tær; teir skulu halda seg aftur at tær og dugna tær hond, tá ið tú ... |
Harrin talaði við Móses og segði: «Hetta er skipan løgmálsins, ið Harrin hevur kunngjørt: Tú skalt siga við Ísraelsmenn, at teir skulu fáa tær reyða, lýtaleysa kvígu, sum einki brek hevur og ikki hevur verið undir oki; hana skulu tit fáa Eleazari presti; síðan skal hon verða leidd út um herbúðirnar og slátrað fyri eygu... |
Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, komu í oyðimørkina Zin í fyrsta mánaðinum, og fólkið settist niður í Kádesj. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað. Men savnaðurin hevði einki vatn; tá tóku teir seg saman ímóti Mósesi og Ároni, og fólkið trættist við Móses og segði: «Gævi vit høvdu doyð, ta ferðina tá ið brøður okk... |
Men tá ið Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum, hoyrdi, at Ísrael kom eftir Átarimvegnum, tá ráddist hann á Ísrael og hertók nakrar teirra. Tá strongdi Ísrael Harranum heiti og segði: «Gevur tú hetta fólk upp í mínar hendur, tá skal eg bannføra borgir teirra!» Harrin bønhoyrdi Ísrael og gav Kánáanitar... |
Síðan fóru Ísraelsmenn avstað haðan og settu herbúðir sínar á Móabsslættanum hinumegin Jórdan áraka Jeriko. Men Bálak Zipporsson fekk tá fregn um alt, sum Ísrael hevði gjørt Ámoritum; tá kom yvir Móabitar mikil ræðsla fyri fólkinum; tí at tað var fjølment, og Móabitar ønskraðust fyri Ísraelsmonnum. Tá søgdu Móabitar vi... |
Tá mælti Bileam við Bálak: «Reis mær her sjey altar og fá mær higar sjey tarvar og sjey veðrar.» Bálak gjørdi nú, eins og Bileam beyð, og Bálak og Bileam ofraðu tarv og veðr á hvørjum altari. Tá segði Bileam við Bálak: «Verð tú standandi eftir her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari at vita, um Harrin kanska kemur til ... |
Tá ið Bileam sá, at tað hóvaði Harranum at vælsigna Ísrael, fór hann ikki eins og áður at leita ráð við rúnir, men snúði sær móti oyðimørkini. Og tá ið Bileam leit seg um og bar eyga við Ísrael, har hann lá í herbúðum sínum, ættarfólk við ættarfólk, tá kom andi Guðs yvir hann. Og hann flutti spáljóð sítt og mælti: «Svá... |
Meðan Ísraelsmenn dvaldu í Sjittim, fór fólkið at dríva hor við Móabs døtrum; tær buðu fólkinum til offurveitslu hjá gudum sínum, og fólkið át og tilbað gudar teirra. Men av tí at Ísrael soleiðis hevði samlag við Báal-Peor, tendraðist vreiði Harrans ímóti Ísrael. Og Harrin segði við Móses: «Tak allar oddamenn fólksins ... |
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Minnist væl til at frambera mær í tøkum tíma offurgávur mínar og mat av eldofrum mínum til vælangandi royk. Og tú skalt siga við teir: Hetta er eldofrið, sum tit skulu frambera Harranum: Hvønn dag tvey veturgomul, lýtaleys veðurlomb sum dagligt ... |
Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starvast í nakrari vinnu; tann dagin skulu tit halda við lúðrablástri. Og sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit ofra ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys lomb; og aftur við teimum skulu tit ofra sum grónoffur... |
Móses talaði við ættarhøvdingar Ísraelsmanna og segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Streingir maður Harranum heiti og við eiði leggur á seg fráhald í einumhvørjum, tá má hann ikki bróta orð sítt, men gera í øllum so sum orðið ljóðaði. Streingir kona Harranum heiti og leggur á seg fráhald í einumhvørjum, meðan... |
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Hevn Ísraelsmanna á Midianitar; síðan skalt tú savnast til fedra tína.» Tá talaði Móses við fólkið og segði: «Búgvið út menn av tykkum til at fara herferð og herja á Midianitar og fullføra hevnd Harrans á teir. Túsund mans av hvørji ætt av øllum ættum Ísraels skulu tit búgva út til... |
Rubenitar og Gáditar áttu nú ovurmiklar fæflokkar; og tá ið teir sóu, at landið um Jázer og Gilead land var frálíkt beiti fyri fenað, komu teir og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar savnaðarins: «Átarot, Dibon, Jázer, Nimra, Hesjbon, Eleale, Sebam, Nebo og Beon, landið, sum Harrin hevur vunnið fyri savnað Ís... |
Hesir vóru teir ferðavegir, sum Ísraelsmenn gingu, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi, leiddir av Mósesi og Ároni, hvør herfjøldin fyri seg. Eftir boði Harrans skrásetti Móses fráfaringarstaðir og ferðavegir teirra; og hesir eru ferðavegir teirra eftir teimum støðum, sum teir hildu útfrá: Teir hildu út úr Rámeses á fimt... |
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Tá ið tit koma inn í Kánáanland, tá skal tað vera landið, ið tykkum skal ognast, Kánáanland alt at ytstu markum. Markið hjá tykkum fyri sunnan skal ganga frá Zin oyðimørk fram við Edóm. Móti eystri skal suðurmarkið byrja frá Salthavinum. ... |
Harrin talaði framvegis við Móses á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu geva Levitunum burtur av arvalutum sínum borgir til at búgva í; somuleiðis skulu tit geva Levitunum beitilendi kring um borgir teirra. Borgirnar skulu teir hava at búgva í og beitilendini fyri fenað og... |
Men ættarhøvdingarnir av ættargrein Gileads sona, Mákirssonar, Manassesonar, av ættargreinum Jósefs sona, gingu fram fyri Móses, høvuðsmenninar og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og mæltu orðum, og teir søgdu: «Harrin hevur boðið tær, harri, at skifta landið sundur millum Ísraelsmenn við lutkasti; og tær, harri, var eisini... |
Hesi eru tey orð, sum Móses talaði við allan Ísrael hinumegin Jórdan, í oyðimørkini, á Árábaslættanum við Suf millum Páran, Tófel, Lában, Házerot og Di-Záhab, ellivu dagsleiðir frá Hóreb til Kádesj-Barneu, tá ið farið verður eftir Se'irs fjøllum. Í fjørutiunda ári á fyrsta degi hins ellivta mánaðar kunngjørdi Móses Ísr... |
Síðan snúðust vit og hildu ferðini inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavið, eins og Harrin hevði boðið mær; og í nógvar dagar gingu vit kring um Se'irs fjøll. Tá segði Harrin við meg: «Tit hava nú farið nóg leingi kring hesi fjøll, haldið nú norðureftir! Men bjóða tú fólkinum og sig: Tá ið tit nú fara gjøgnum land br... |
Síðan hildu vit avstað og løgdu leiðina niðan móti Básjan. Tá kom Og, kongur av Básjan, ímóti okkum við øllum monnum sínum til orrustu námundis Edrei. Men Harrin segði við meg: «Ikki skalt tú óttast hann; tí at eg gevi hann og allar menn hans og land hans upp í hendur tínar; og tú skalt fara við honum, eins og tú fórt ... |
Hoyr nú, Ísrael, tær fyriskipanir og lógir, sum eg vil kenna tykkum, til tess at tit halda tær, so at tit mega vera á lívi og koma inn í tað land, sum Harrin, Guð fedra tykkara, vil geva tykkum, og fáa tað til ognar. Tit skulu hvørki leggja nakað aftur at ella taka nakað burtur av tí, sum eg bjóði tykkum, men tit skulu... |
Og Móses kallaði saman allan Ísrael og segði við teir: «Hoyr, Ísrael, skipanir og løgboð, sum eg í dag kunngeri tykkum, lærið tey og haldið tey vandaliga. Harrin, Guð vár, gjørdi sáttmála við okkum á Hóreb. Ikki við fedrar okkara gjørdi Harrin henda sáttmála, men við okkum, við allar okkum, sum eru á lívi her í dag. An... |
Hetta eru tey boðorð, tær skipanir og tær lógir, sum Harrin, Guð tykkara, hevur lagt fyri tykkum til at læra og halda í tí landi, sum tit nú fara at ogna tykkum, so at tú óttast Harran, Guð tín, og varðveitir allar skipanir hans og boðorð, sum eg bjóði tær, bæði tú og sonur og sonarsonur tín allar ævidagar tínar, og so... |
Tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, og hevur rikið undan tær miklar tjóðir, Hetitar, Girgasitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, sjey tjóðir størri og sterkari enn tú, og Harrin, Guð tín, gevur tær í títt vald, so at tú vinnur sigur á teimum, tá skalt t... |
Øll tey boðorð, sum eg í dag leggi fyri tykkum, skulu tit halda vandaliga, so at tit mega liva og fjølgast og koma inn í tað landið, sum Harrin svór fedrum tykkara, og taka tað til ognar. Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og roy... |
Hoyr Ísrael! Tú fert nú yvir um Jórdan til tess at leggja undir teg tjóðir, sum eru størri og sterkari enn tú, og sum hava borgir við himnahøgum borgargørðum, stórt og hávaksið fólk; Ánakitarnir, sum tú kennir og hevur sjálvur hoyrt sagt um: Hvør fær staðist fyri Ánaks sonum? Tí skalt tú nú vita, at tað er Harrin, Guð ... |
Um tað mundið segði Harrin við meg: «Høgg tær úr steini tvær talvur, eins og hinar fyrru vóru, og kom niðan á fjallið til mín; somuleiðis skalt tú gera tær ørk av viði. Eg ætli at rista á talvurnar tey orð, sum vóru á hinum fyrru talvunum, sum tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.» Eg gjørdi tá ørk av áká... |
Tí skalt tú elska Harran, Guð tín, og varðveita tað, sum hann vil hava teg at varðveita, skipanir, lógir og boðorð hans allar dagar. Tað er ikki við børn tykkara, eg tali, sum ikki hava kent ella sæð hetta; tí skulu tit í dag hava í huga aga Harrans, Guðs tykkara, mikilleika hans og sterku hond og útrætta arm, tekin ha... |
Hetta eru tær fyriskipanir og tey løgboð, sum tit skulu trúliga halda í tí landi, sum Harrin, Guð fedra tína, man geva tær til ognar allar dagar, sum tit liva á jørðini. Tit skulu til grundar oyða allar teir staðir, har tær tjóðir, ið tit leggja undir tykkum, hava dýrkað gudar sínar, bæði á høgum fjøllum, á heyggjum og... |
Um profetur ella dreymamaður rísur upp tykkara millum og boðar tekin og undur, og tekinið og undurið, sum hann talaði um fyri tær, ganga út, og hann samstundis elvir tær at fylgja øðrum gudum, sum tit hava ikki kent, og dýrka teir, tá mást tú ikki lurta eftir, hvat tílíkur profetur ella dreymamaður sigur, tí at tað er ... |
Tit eru børn Harrans, Guðs tykkara; tí mega tit ikki rista skeinur á hold tykkara og ikki raka hárið yvir enninum til bata fyri einhvønn deyðan; tí at tú ert tjóð, sum er halgað Harranum, Guði tínum, og teg hevur Harrin kosið sær sum ognarfólk fram um allar aðrar tjóðir á fold. Tú mást einki eta, sum er andstyggiligt. ... |
Sjeynda hvørt ár skalt tú halda frælsisár. Og soleiðis skal vera við frælsisárinum: Hvør lánsdrottin skal avkanna sær tað, sum hann hevur lænt næsta sínum; hann má ikki streingja á næsta sín ella bróður sín, tí at frælsisár hevur verið boðað fyri Harranum. Hin fremmanda mást tú streingja á; men tað, sum tú eigur hjá br... |
Gev ábib mánaði gætur og halt páskir fyri Harranum, Guði tínum; tí at í ábib mánaði leiddi Harrin, Guð tín, teg út úr Egyptalandi á nátt. Tá skalt tú slátra seyð og neyt sum páskaoffur Harranum, Guði tínum, til handar, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar. Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur ... |
Tú mást ikki ofra Harranum, Guði tínum, neyt ella seyð við nøkrum lýti ella breki; tí at tað er Harranum, Guði tínum, andstyggiligt. Um hjá tær finst í einihvørjari av borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, maður ella kona, sum ger tað, sum ilt er í eygum Harrans, Guðs tíns, við at bróta sáttmála hans, og ímóti ... |
Ikki skulu Levitaprestarnir, øll Levi ætt, hava lut ella arvagrein saman við hinum Ísrael; men teir skulu liva av eldofrum Harrans og tí, sum teim lutast. Teir skulu ikki hava nakra arvagrein millum brøður sínar; Harrin sjálvur skal vera arvagrein teirra, eins og hann hevur lovað teimum. Og hesi eru tey rættindi, sum p... |
Tá ið Harrin, Guð tín, hevur týnt tær tjóðir, hvørja land Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í borgum og húsum teirra, tá skalt tú skilja frá tríggjar borgir í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar. At teimum skalt tú leggja veg og býta alt landið, sum Harrin,... |
Tá ið tú fert í hernað móti fígginda tínum, og tú sært ross og vagnar og herlið, sum eru fjølmentari enn tú, tá skalt tú ikki óttast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hann, sum leiddi teg út úr Egyptalandi. Og tá ið tit leggja til orrustu, tá skal presturin ganga fram og tala til fólkið, og hann skal siga við te... |
Um maður verður funnin liggjandi vigin úti á víðavangi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og eingin veit, hvør ið dripið hann hevur, tá skulu tínir elstu og dómarar tínir fara út og meta veglongdina til borgirnar, sum liggja kring um hin vigna. Síðan skulu hinir elstu í teirri borg, ið liggur næst hi... |
Eingin, sum er geldur, hvørt tað er við melting ella skurði, má vera í savnaði Harrans; eingin, sum er føddur í hori má vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda ættarlið má nakar undan honum vera í savnaði Harrans. Hvørki Ammoniti ella Móabiti mega vera í savnaði Harrans, heldur ikki í tíggjunda lið má nakar und... |
Tá ið maður tekur sær konu og legst við henni, men hon ikki finnur náði í eygum hans, av tí at hann verður varur við eitthvørt ótokkaligt hjá henni, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, tá er henni heimilt, eftir at hon er farin av húsi hans, at giftas... |
Tá ið tú ert komin inn í landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og tú hevur lagt tað undir teg og tikið upp bústað í tí, tá skalt tú taka eitt sindur av øllum tí fyrsta jarðarávøksti, sum tú fært av landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, og leggja tað upp í tægu og koma við tí á tann stað, sum Harrin, ... |
Síðan buðu Móses og Ísraels elstu fólkinum og søgdu: «Varðveitið øll tey boðorð, sum eg bjóði tykkum í dag! Tá ið tit eru komnir yvir um Jórdan inn í landið, sum Harrin, Guð tín, man geva tær, tá skalt tú reisa upp stórar steinar og smyrja teir við kálki og rita á teir øll orð í hesi lóg, so skjótt sum tú ert komin yvi... |
Um tú nú ert Harranum, Guði tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Guð tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð; og tá munnu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns: Signaður skalt tú vera í borg, og signaður... |
Hesi eru orð sáttmálans, ið Harrin beyð Mósesi at gera við Ísraelsmenn í Móab landi umframt sáttmálan, sum hann gjørdi við teir undir Hóreb. Og Móses stevndi saman øllum Ísraelsmonnum og mælti við teir: Tit hava sæð alt tað, sum Harrin gjørdi fyri eygum tykkara í Egyptalandi við Fárao og allar tænarar hans og alt land ... |
Men tá ið alt hetta kemur yvir teg: bæði signingin og banningin, sum eg í dag leggi fram fyri teg, og tú leggur tær tað í geyma har úti millum allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, rekur teg til, og tú snýrt tær aftur til Harrans, Guðs tíns, og lýðir rødd hans í øllum, sum eg bjóði tær í dag, bæði tú og børn tíni, av ... |
Tá ið Móses hevði lokið at mæla hesum orðum til Ísraelsmanna, segði hann við teir: «Eg eri nú eitt hundrað og tjúgu ára gamal; eg kann nú ikki longur ferðast tykkara millum sum áður; og Harrin hevur sagt við meg, at eg skal ikki koma yvir Jórdan har; men Harrin, Guð tín, skal sjálvur fara yvir um á odda fyri tær og týn... |
Hetta er tann signingin, sum Guðsmaðurin Móses vælsignaði Ísraelsmenn við, áður enn hann andaðist. Hann mælti: «Harrin kom av Sinai, rann upp fyri teimum á Se'ir, læt ljós sítt skína frá Párans fjøllum og kom frá Meribat-Kádesj; við høgru lið hansara brann eldur móti teimum. Ja, hann elskar fólk sítt, allir hansara hei... |
Síðan gekk Móses av Móabsslættanum upp á Nebo fjallið dygst niðan á Pisga áraka Jeriko; haðan sýndi Harrin honum alt landið: Gilead alt at Dán, alt land Naftali, Efraims og Manasse, alt Júdaland at havinum fyri vestan, suðurlandið, Jórdanslættlendið og Jerikoláglendið, pálmaborgina alt at Zoar. Og Harrin segði við hann... |
Eftir andlát Mósesar, tænara Harrans, mælti Harrin við Jósva Nunsson, tænastumann Mósesar, og segði: «Móses, tænari mín, er deyður; búgv teg nú til at fara yvir um Jórdan har, tú og alt hetta fólkið, inn í tað landið, sum eg ætli at geva teimum, Ísraelsmonnum. Hvønn tann stað, sum tit stíga á, skal eg geva tykkum, so s... |
Jósva Nunsson sendi tá loyniliga út úr Sjittim tveir menn til at njósna og segði við teir: «Farið og kannið landið og serstakliga Jeriko!» Teir fóru tá avstað og komu inn hjá eini skøkju, Ráhab at navni, og har gistu teir. Kongurin av Jeriko fekk tá hesi boð: «Sí, higar eru komnir á nátt nakrir Ísraelitar til at kanna ... |
Tá ið alt fólkið var komið yvir um Jórdan, segði Harrin við Jósva: «Veljið tykkum úr fólkinum tólv mans, ein mann úr hvørji ætt, og bjóðið teimum og sigið: Takið tykkum tólv steinar hiðan úr miðjari Jórdan, har prestarnir steðgaðu, havið teir yvirum við tykkum og setið teir upp á tí staði, har ið tit skulu sova í nátt.... |
Men tá ið allir kongar Ámorita fyri vestan Jórdan og allir kongar Kánáanita við havið hoyrdu, at Harrin hevði latið vatnið í Jórdan torna upp fyri Ísraelsmonnum, til teir vóru komnir yvirum, tá bilaði teimum hugur og hjarta av ræðslu fyri Ísraelsmonnum. Um tað mundið segði Harrin við Jósva: «Ger tær steinknívar og umsk... |
Men Ísraelsmenn fóru við svikum móti tí, sum bannført var; Ákan Karmison, Zabdisonar, Zerakssonar av Júdaætt, tók av tí, sum bannført var; tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísraelsmonnum. Jósva sendi nú menn úr Jeriko til Ai, sum er við Bet-Áven fyri eystan Betel, og hann segði við teir: «Farið og kannið landið har!» O... |
Eftir hetta segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki og ver ikki ræddur, men tak við tær alt herfólkið og búgv teg til at fara móti Ai. Sí, eg vil geva kongin av Ai, fólk hansara og borg og land upp í hendur tínar. Og tú skalt fara við Ai og kongi hennara, eins og tú fórt við Jeriko og kongi hennara; tó mega tit sjálvir ha... |
Tá ið nú kongarnir, ið búðu hinumegin Jórdan, í fjallalandinum, á láglandinum og á allari strondini fram við havinum mikla alt at Libanon, Hetitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, spurdu hetta, tá tóku teir seg allir samlir saman til tess at berjast móti Jósva og Ísrael. Men tá ið íbúgvar Gibeons... |
Men tá ið Ádonizedek, Jerúsalems kongur, frætti, at Jósva hevði vunnið Ai og avoytt hana, at hann var farin við Ai og kongi hennara, eins og hann var farin við Jeriko og kongi hennara, og at Gibeonitar høvdu bundið frið við Ísrael og búðu ímillum teirra, tá kom mikil ræðsla á teir, tí at Gibeon var mikil borg, einki mi... |
Men tá ið Jábin, kongur av Házor, frætti hetta, sendi hann Jóbab, kongi av Mádon, boð og somuleiðis kongunum av Sjimron og Aksjaf og kongunum har norðuri í fjallabygdunum, á slættlendinum fyri sunnan Kinnerot, í láglandinum og á heiðunum við Dór úti við sjógvin, Kánáanitum bæði fyri eystan og vestan, Ámoritum, Hetitum,... |
Hesir eru teir kongarnir í landinum, ið Ísraelsmenn vunnu sigur á; teir ognaðu sær land teirra fyri eystan Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli, alt slættlendið eystantil: Sihon, kongur Ámorita, sum búði í Hesjbon og valdaði øllum landi frá Ároer við Arnons áarbakka, frá miðjum dali yvir helmingin av Gilead alt... |
Tá ið Jósva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði Harrin við hann: «Tú ert vorðin gamal og hevur nógv ár á baki, men almikið er enn eftir av landinum at hertaka. Hetta er landið, sum er eftir: Alt landaøki Filista og alt land Gesjurita. Frá Sjihor eystanvert við Egyptaland og alt at Ekrons landamarki í norður... |
Hetta er tað landøki, sum Ísraelsmonnum lutaðist í Kánáanlandi, tað sum Eleazar prestur, Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna lótu teir fáa til ognar við lutakasti samsvarandi tí, sum Harrin hevði boðið við Mósesi viðvíkjandi teimum níggju ættunum og hini hálvu, tí at hálvari triðju ætt hevði Móses givið arvalu... |
Við lutkastinum fingu kyntættirnir av Júda ætt sín landslut yvir móti Edóms landamarki, Zin oyðimørkina, sunnast í landinum. Landamark teirra fyri sunnan byrjar frá endanum á Salthavinum frá víkini, ið gongur suðureftir; haðan gongur tað sunnanvert við Sporðdrekaskarðið, fer yvir at Zin og snýr sær niðaneftir sunnanver... |
Síðan varð landamarkið hjá Jósefs sonum tilskilað við lutkasti og gekk fyri eystan frá Jórdan áraka Jeriko við Jerikos vøtn og niðan gjøgnum oyðimørkina, ið hevjar seg upp á fjallalandið við Betel; og frá Betel framvegis yvir at landamarki Arkita, at Átarot, gekk síðan oman vestureftir móti landamarki Jafletita og móti... |
Og Manasse ætt fekk sín lut, tí at hann var frumgitni sonur Jósefs. Mákir, frumgitni sonur Manasse, faðir at Gilead, fekk Gilead og Básjan, tí at hann var bardagamaður. Og hinir synir Manasse fingu lutir eftir kyntáttum sínum: synir Ábiezers, synir Heleks, synir Asriels, synir Sjekems, synir Hefers og synir Sjemida. He... |
Tá savnaðist allur savnaður Ísraelsmanna í Silo; og settu teir har samfundartjaldið upp; tá lá alt landið undirokað fyri teimum. Men av Ísraelsmonnum vóru enn sjey ættir eftir, sum ikki høvdu fingið sín arvalut. Tá mælti Jósva við Ísraelsmenn: «Hvussu leingi ætla tit at letast og drála við at fara og taka í arv tað lan... |
Annað lutkastið rakti Símeon, ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra, og fingu teir arvalut sín uppi í miðjum arvaluti Júdasona. Teirra arvalutur var: Beersjeba, Sjema, Mólada, Házar-Sjúal, Bála, Ezem, Eltolad, Betul, Horma, Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Súsa, Bet-Lebaot, Sjáruhen, trettan borgir og torpar teirra; En-Ri... |
Tá talaði Harrin við Jósva og mælti: «Tala við Ísraelsmenn og sig: Veljið tykkum nú griðstaðir, eins og eg beyð tykkum við Mósesi, til tess at tann, sum av óvart og móti ætlan síni verður manni at bana, hagar kann firra lívi sínum undan blóðhevnaranum. Tá ið hann flýggjar í einhvørja av hesum borgum og tekur støðu í bo... |
Tá gingu ættarhøvdingar Levita inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og talaðu soleiðis til teirra í Silo í Kánáanlandi: «Harrin beyð við Mósesi at geva okkum borgir at búgva í og hjá teimum beitilendi fyri fenað okkara.» Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði Harrans Levitum hesar borgir við b... |
Tá kallaði Jósva Rubenitar og Gáditar og hálvu ætt Manasse fyri seg og segði við teir: «Tit hava trúliga hildið alt tað, sum Móses, tænari Harrans, beyð tykkum, og eisini hava tit verið lýdnir móti øllum tí, sum eg legði fyri tykkum. Alla hesa tíð alt fram at hesum degi hava tit ikki svikið brøður tykkara, men trúliga ... |
Tá ið nú long tíð var umliðin, og Harrin hevði givið Ísrael frið fyri øllum fíggindum teirra har um leið, og Jósva var vorðin gamal og hevði nógv ár á baki, tá stevndi Jósva øllum Ísrael saman og øllum hinum elstu, høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans og segði við teir: «Eg eri nú vorðin gamal, og árini eru komin... |
Jósva savnaði síðan í Sikem allar ættir Ísraels og stevndi til sín hinum elstu í Ísrael og høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans; og teir tóku støðu frammi fyri Guði. Tá mælti Jósva við alt fólkið: «Svá sigur Harrin, Ísraels Guð: Forfedrar tykkara búðu í fyrndini handan ánna, Tára, faðir Ábrahams og Nákors; og tei... |
Og eingil Harrans kom frá Gilgal til Betel. Og hann mælti: «Eg leiddi tykkum úr Egyptalandi og førdi tykkum inn í tað landið, sum eg svór fedrum tykkara; og eg segði: Eg skal um allar ævir ikki slíta sáttmála mín við tykkum! Men tit mega ikki gera sáttmála við íbúgvarnar í hesum landi; heldur skulu tit bróta niður alta... |
Hesar vóru tær tjóðir, ið Harrin læt vera eftir í friði til tess at royna Ísrael við teimum, allar teir Ísraelsmenn, ið einki vistu um bardagan um Kánáanland, einans til tess at kenna komandi ættarliðum í Ísrael hernað, teimum ið áður ikki høvdu roynt seg í bardaga: Fimm høvdingar Filista, allar Kánáanitar og Zidonitar... |
Eftir andlát Ehuds hildu Ísraelsmenn áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans. Tí gav Harrin teir upp í hendur Jábins Kánáanita, ið sat sum kongur í Házor; herhøvdingi hansara æt Sisera, sum búði í Hárosjet-Haggojim. Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans um hjálp, tí at Jábin hevði níggju hundrað jarnvagnar og trongd... |
Ta ferðina sungu Debora og Bárak Ábinoamsson hetta ljóð: Fram gingu høvdingar í Ísrael, fólkið kom av sær sjálvum – lovið Harranum! Hoyrið, tit kongar, gevið ljóð, tit høvdingar! Eg skal syngja, syngja fyri Harranum, lovsyngja Harranum, Ísraels Guði! Harri, tá ið tú legði út frá Se'ir og tokaði fram frá Edóms vøllum, t... |
Men Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Midianita í sjey ár. Og Midian fekk tílíkt vald á Ísrael, at Ísraelsmenn máttu hølast í holum og hellum uppi í fjøllum og homrum at krógva seg í fyri Midianitum. Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, fóru Midianitar, Ámalekitar og ey... |
Morgunin eftir snimma legði Jerubbáal – tað er Gideon – avstað og alt herliðið, sum við honum var; og teir settu upp herbúðir sínar við Hárodlindina, meðan herbúðir Midianita vóru longur yviri á slættanum fyri norðan Móreheyggin. Tá segði Harrin við Gideon: «Tú hevur ovmikið herlið við tær, til at eg kann geva Midian u... |
Tá søgdu Efraimitar við hann: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt ímóti okkum, ikki at stevna okkum saman, tá ið tú fórt í hernað ímóti Midianitum!» Og teir høvdu harðliga at honum. Men hann segði við teir: «Hvat havi eg útint aftur ímóti tykkum? Er ikki Efraims eftirtíningur betri enn Ábiezers vínberjainnbering? Í tykkara ... |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.