text
stringlengths
1
888k
Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í tríati og eitt ár. Móðir hans æt Jedida Ádajadóttir úr Bozkat. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gekk trúliga í fótasporum Dávids, forfaðirs síns, og veik hvørki til høgru ella vinstru. Á átjanda ríkisári Jósia kongs sendi kon...
Tá læt kongur boð fara um og savnaði til sín allar hinar elstu í Júda og Jerúsalem. Síðan gekk kongur niðan í hús Harrans og við honum allir Júdamenn og íbúgvar Jerúsalem, prestarnir og profetarnir og alt fólkið, bæði ung og gomul, og hann las upp fyri teimum alt, sum stóð í sáttmálabókini, ið funnin var í húsi Harrans...
Á hansara døgum fór Nebukadnezar, kongur av Bábel, herferð hagar, og Jójakim kom at standa undir honum; men eftir trimum árum sleit hann trúnað við hann. Tá sendi Harrin ránsflokkar av Kaldeum og Áramitum og ránsflokkar av Móabitum og Ammonitum, og hann sendi teir inn í Júda til tess at oyða hann samsvarandi tí orði, s...
Men Zidkia sleit trúnað við Bábel kong; á níggjunda ríkisári hans á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar fór tí Nebukadnezar, Bábel kongur, við øllum heri sínum ímóti Jerúsalem og kringsetti hana; og teir bygdu hervirki kring um hana. Borgin var soleiðis kringsett alt fram at ellivta ríkisári Zidkia kongs. Á níggjunda...
Hesir vóru synir Ísraels: Ruben, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon, Dán, Jósef, Benjamin, Naftali, Gád og Ásjer. Synir Júda: Er, Ónan og Sjela. Hesar tríggjar átti hann við Batsjúu, hini kánversku konuni. Men Er, frumgitni sonur Júda, var vándur í eygum Harrans, og hann tók hann av lívi. Támar, sonarkona hansara, fø...
Hesir vóru synir Dávids, ið føddust honum í Hebron: Amnon frumgitni sonur hans, ið hann gat við Áhinoam úr Jisreel; Dániel, annar sonurin, ið hann gat við Ábigáil úr Karmel; hin triði var Absalon, sonur Máaku, dóttur Talmai kongs í Gesjur; hin fjórði Ádónija, sonur Haggitar, hin fimti Sjefatja við Ábital; hin sætti Jit...
Synir Júda: Perez, Hezron, Karmi, Hur og Sjóbal. Reaja, sonur Sjóbals, gat Jáhat; Jáhat gat Áhumai og Láhad. Hetta vóru kyntættir Zóratita. Hesir vóru synir Etams: Jizreel, Jisjma og Jidbasj; systir teirra æt Hazlelponi; framvegis Penuel, faðir Gedors, og Ezer, faðir Husja. Hesir vóru synir Hurs, frumburðar Efratar, fa...
Synir Rubens, frumgitna sonar Ísraels – tí hann var hin frumgitni; men av tí at hann hevði vanhalgað rekkju faðirs síns, var frumburðarrættur hansara givin sonum Jósefs Ísraelssonar; tó vóru teir ikki taldir frumgitnir í ættartalinum; tí at Júda valdaði brøðrum sínum, og av honum skuldi høvdingin koma; men frumburðarræ...
Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Synir Amrams: Áron, Móses og Mirjam. Synir Árons: Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. Eleazar gat Pinehas; Pinehas gat Ábisjua; Ábisjua gat Bukki; Bukki gat Uzzi; Uzzi gat Zeraja; Zeraja gat Merajot; Merajot gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub;...
Synir Issakars vóru Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron, fýra í alt. Synir Tóla: Uzzi, Refaja, Jeriel, Jámai, Jibsam og Sjemuel, ættarhøvdingar teirra, ið komnir vóru av Tóla, reystar hetjur. Eftir ættartali teirra á døgum Dávids kom tal teirra upp í tjúgu og tvey túsund og seks hundrað. Synir Uzzi: Jizraja. Synir Jizraja: Mi...
Benjamin gat Bela, frumgitna son sín, annan Asjbel, triðja Áhiram, fjórða Nóha og fimta Ráfa. Bela átti synir: Ard, Gera, faðir Ehuds, Ábisjúa, Náaman, Áhóa, Gera, Sjefufan og Hufam. Hesir vóru synir Ehuds – teir vóru ættarhøvdingar hjá Gebabúgvum, men vórðu herleiddir til Mánahat, tá ið Náaman, Áhija og Gera herleiddu...
Allir Ísraelsmenn vóru ættartaldir og ritaðir í bók Ísraels konga. Men Júda varð herleiddur til Bábelborgar fyri ótrúskapar sakir. Hinir fyrru íbúgvar, ið sótu við jørð síni í borgum sínum, vóru: Vanligir Ísraelsmenn, prestarnir, Levitarnir og tempultrælirnir. Í Jerúsalem búðu av Júdamonnum, Benjaminitum, Efraimitum og...
Filistar løgdu bardagar móti Ísrael, og Ísraelsmenn flýddu undan Filistum, og mangir lógu falnir á Gilboa fjalli. Filistar eltu Sául og synir hansara harðliga; og Filistar vógu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls. Ófriðurin gekk nú hart á Sául, og tá ið ørvagarparnir bóru eyga við hann, kom ræðsla á hann fyri t...
Hesir eru teir, ið komu til Dávids í Ziklag, har hann krógvaði seg fyri Sáuli Kisjsyni; teir vóru millum hetjurnar, sum í víggi veittu honum hjálp; teir vóru vápnaðir við boga og kønir í at sleingja steinar bæði við høgru og vinstru hond og at skjóta ørvar av boga; teir vóru av frændum Sáuls, Benjaminitum. Oddamaður te...
Tá ið Dávid var gingin saman í ráð við túsundhøvdingar og hundraðhøvdingar, allar høvdingarnar, mælti hann við allan savnað Ísraels: «Um tað hóvar tykkum og er ætlað av Harranum, Guði okkara, tá senda vit boð til frændur okkara, ið eftir eru í øllum landslutum Ísraels, og til prestarnar og Levitarnar í borgum sínum við...
Hiram kongur av Týrus sendi sendimenn til Dávids við sedrisviði og somuleiðis grótmenn og træsmiðir til tess at reisa honum hús. Tá skilti Dávid, at Harrin hevði staðfest kongsvald hans yvir Ísrael, og at hann hevði hátt hevjað kongsdømi hans fyri sakir fólks síns, Ísraels. Dávid tók sær í Jerúsalem enn fleiri konur og...
Síðan bygdi hann sær hús í Dávidsborgini og gjørdi bústað til ørk Guðs við at reisa henni tjald. Ta ferðina segði Dávid: «Eingin má bera Guðs ørk uttan Levitarnir, tí at teir hevur Harrin útvalt til at bera Guðs ørk og til at tæna sær um ævir.» Síðan stevndi Dávid øllum Ísrael saman til Jerúsalem til tess at flyta Guðs...
Síðan bóru teir Guðs ørk niðan og settu hana inn í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og teir ofraðu brennioffur og takkaroffur fyri ásjón Guðs. Og tá ið Dávid var liðugur at ofra brennioffur og takkaroffur, vælsignaði hann fólkið í navni Harrans og líknaði hvørjum einstøkum Ísraelita, bæði køllum og konum, ein brey...
Einaferð, tá ið Dávid sat heima við hús, segði hann við Nátan profet: «Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk Harrans stendur undir tjalddúkum!» Nátan svaraði Dávidi: «Ger tú alt, sum hugur tín stundar á, tí at Guð er við tær!» Men somu nátt kom orð Guðs til Nátans soljóðandi: «Far og sig við Dávid, tænara m...
Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir; og hann tók frá teimum borgina Gát og torpar hennar. Hann vá eisini Móabitar; og soleiðis gjørdust Móabitar skattskyldigir tegnar hjá Dávidi. Somuleiðis vá Dávid Hádarezer av Zóba nærindis Hámat, tá ið hann var farin út at leggja undir seg landið við Eufrat ...
Nakað eftir hetta doyði Náhasj, kongur Ammonita, og sonur hansara Hánun tók ríkið eftir hann. Tá hugsaði Dávid: «Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni blíðskap, tí at faðir hansara sýndi mær blíðskap.» Síðan sendi Dávid ørindrekar at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Men tá ið tænarar Dávids vóru komnir inn í land Ammonita t...
Árið eftir um tað leitið, tá ið kongar fara í hernað, legði Jóab út við valdramannaherliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom og kringsetti borgina Rabba, meðan Dávid sat heima í Jerúsalem; og Jóab vá Rabba og breyt hana niður. Og Dávid tók krúnu Milkoms av høvdi hans og komst eftir, at hon vá eina talent í gulli...
Tá ið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, setti hann son sín Sálomon sum kong yvir Ísrael. Og hann stevndi saman øllum høvdingum Ísraels, prestunum og Levitunum. Levitarnir frá tríati ára aldri og haðan eldri vórðu taldir; og var tal teirra alt tilsamans tríati og átta túsund menn. «Av hesum,» segði hann, «skulu...
Synir Árons, skiftir sundur í flokkar, vóru Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. Men Nádab og Ábihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, og soleiðis fingu Eleazar og Ítámar prestadømið. Saman við Zádoki av sonum Eleazars og Áhimeleki av sonum Ítámars skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra. M...
Dávid og herhøvdingarnir tóku síðan frá til tænastuna synirnar hjá Ásafi, Hemani og Jedutuni, sum leiktu á sittarum, hørpum og søltrum av profetiskum móði. Og talið á teimum monnum, ið høvdu hetta tænastustarv, var: Av sonum Ásafs: Zakkur, Jósef, Netanja og Ásarela; synir Ásaf við Ásafi á odda, sum leikti av profetisku...
Flokkarnir, ið skiftust at vera duravørðir, vóru av Kóraitum: Mesjelemja Kóreson av Ábiasafs sonum. Synir Mesjelemja vóru: Zekarja hin frumgitni, annar Jediael, triði Zebadja, fjórði Jatniel, fimti Elam, sætti Jóhanan, sjeyndi Eljóenai. Synir Óbed-Edóms vóru: Sjemaja hin frumgitni, annar Józabad, triði Jóa, fjórði Sáka...
Ísraelsmenn eftir tali teirra, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og tilsjónarmenninir, ið tæntu kongi í øllum viðvíkjandi flokkunum, ið skiftu hvønn mánað alt árið íkring, í hvørjum flokkinum vóru tjúgu og fýra túsund mans: Fyri fyrsta flokkinum tann fyrsta mánaðin stóð Ísjbáal, sonur Zabdiels ...
Síðan stevndi Dávid til Jerúsalem øllum høvdingum Ísraels, høvdingunum fyri ættargreinunum og fyri flokkunum, sum vóru í kongsins tænastu, og túsundhøvdingunum og hundraðhøvdingunum og øllum teimum, ið ráddu yvir ognum og fenaði hjá kongi og sonum hans; og somuleiðis hirðmonnunum, hetjunum og øllum dugandi monnum. Og D...
Sálomon Dávidsson festist nú í kongsdømi sínum, og Harrin, Guð hans, var við honum og gjørdi hann ovurmáttugan. Og Sálomon læt boð fara um allan Ísrael til túsundhøvdingarnar og hundraðhøvdingarnar og dómararnar, til oddamenninar í øllum Ísrael og til ættarhøvdingarnar, og fylgdur av øllum savnaðinum fór hann niðan á o...
Sálomon fekk nú hug til at byggja navni Harrans hús og sjálvum sær kongshøll, og tessvegna búði Sálomon út sjeyti túsund burðarmonnum og áttati túsund monnum til at høgga grót úr fjøllunum; og yvir teimum setti hann trý túsund og seks hundrað umsjónarmenn. Og Sálomon sendi Hurami kongi av Týrus hesi boð: «Ver móti mær,...
Síðan fór Sálomon undir at byggja hús Harrans í Jerúsalem á Moriafjalli, har sum Harrin hevði birtst fyri Dávidi, faðir hans, á staði tí, sum Dávid hevði búgvið til, á treskivølli Ornans Jebusita. Og hann byrjaði at byggja í øðrum mánaði á fjórða ríkisári sínum. Og grundvøllurin, sum Sálomon legði til at byggja hús Guð...
Síðan gjørdi hann altar av kopari, tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tíggju alnir hátt. Somuleiðis gjørdi hann hitt stoypta havið, sum var tíggju alnir frá trom til trom og runt; fimm alnir var tað djúpt, og tríati alnir langt band lá kring alla tromina. Niðri undir tromini allan vegin íkring vóru myndir av oksu...
Tá ið Sálomon var liðugur við hús Guðs, flutti hann inn hagar halgigávur Dávids, faðirs síns, gullið og silvurið, og læt øll amboðini leggja inn í goymslubúrini í húsi Guðs. Síðan stevndi Sálomon øllum Ísraels elstu og øllum oddamonnum kyntáttanna og ættarhøvdingum Ísraelsmanna saman í Jerúsalem til tess at flyta sáttm...
Tá mælti Sálomon: «Harrin hevur sagt, at í myrkri hann búgva vildi! Nú havi eg bygt tær hús at búgva í, bústað tær til handar um allar ævir.» Síðan vendi kongur sær á og vælsignaði allan savnað Ísraels, meðan allur savnaðurin stóð uppi; og hann segði: «Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, sum við hond síni evnaði tað, sum...
Tá ið Sálomon hevði lokið bøn síni, kom eldur av himni og oyddi brenniofrið og sláturofrini, og dýrd Harrans fylti húsið. Og ikki fingu prestarnir gingið inn í hús Harrans, av tí at dýrd Harrans fylti tað. Og tá ið allir Ísraelsmenn sóu eldin og dýrd Harrans yvir húsinum, tá tveittu teir seg fram eftir rommum niður í s...
Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, og Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøll sína, tá víggirdi hann tær borgir, sum hann hevði fingið av Hurami, og læt Ísraelsmenn setast niður har. Síðan fór hann móti Hámat-Zóba og vann sigur av henni. Og hann víggirdi Tadmor í oyðimørkini og allar tær vistaborgir, su...
Tá ið drotningin av Sába hoyrdi ágiti Sálomons, kom hon til tess at royna hann við gátum til Jerúsalem við ovurmiklum føruneyti, við kamelum, ið bóru nøgdir av roykilsi og gulli og dýrum steinum; og tá ið hon kom til Sálomons, bar hon upp fyri honum alt, sum henni í brósti búði. Men Sálomon kundi svara øllum spurningum...
Rehábeam fór nú til Sikem, tí at hagar var allur Ísrael komin saman at taka hann til kong. Men tá ið Jeróboam, sonur Nebats, fekk fregn av hesum – hann var tá staddur í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomoni kongi – tá kom hann heim aftur úr Egyptalandi. Boð vórðu nú send eftir honum, og Jeróboam kom. Tá mæ...
Tá ið Rehábeam kom aftur til Jerúsalem, savnaði hann saman Júda ætt og Benjamin, eitt hundrað og áttati túsund úrvalshermenn, til tess at berjast við Ísrael og fáa ríkið aftur undir Rehábeam. Men tá kom orð Harrans til Sjemaja Guðsmans soljóðandi: «Tala til Rehábeams Sálomonssonar, Júda kongs, og til allar Ísraels menn...
Men tá ið Rehábeam hevði grundfest kongsdømi sítt og kendi seg sterkan, tá segði hann burtur lóg Harrans og við honum allur Ísrael. Og á fimta ríkisári Rehábeams kongs fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem – tí at teir høvdu verið Harranum ótrúgvir – við tólv hundrað hervagnum og seksti túsund reiðmon...
Á átjanda ríkisári Jeróboams kongs varð Ábia kongur í Júda. Trý ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Móðir hans æt Mikaja, dóttir Úriels úr Gibeu. Millum Ábia og Jeróboams gekk ófriður á. Ábia byrjaði bardagan við valdra manna herliði, fýra hundrað túsund úrvalsmonnum, og Jeróboam fylkti til orrustu móti honum átta hund...
Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ása, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Á hansara døgum var friður í landinum í tíggju ár. Og Ása gjørdi tað, sum gott og rætt var í eygum Harrans, Guðs síns. Hann beindi fyri hinum fremmandu altarunum og offurheyggjunum, breyt steinsúl...
Tá kom andi Guðs yvir Ázarja Ódedson. Hann gekk inn fyri Ása og segði við hann: «Hoyrið meg, Ása og allir menn í Júda og Benjamin: Harrin er við tykkum, um tit eru við honum, og um tit søkja hann, letur hann tykkum finna seg; men siga tit hann burtur, vil eisini hann siga tykkum burtur! Langar tíðir var Ísrael uttan sa...
Men á tríatiunda og sætta ríkisári Ása fór Báasja, Ísraels kongur, herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður hjá Ása, Júda kongi, kundi sleppa burtur og aftur. Ása tók tá silvur og gull úr goymslunum í húsi Harrans og úr kongshøllini og sendi Benhádadi, Árams kongi, sum búði í Dámaskus, við hesum orðum: «S...
Sonur hans, Jósafat, tók nú ríkið eftir hann; hann vann sær mikið vald yvir Ísrael við at hava hermenn í øllum víggirdum borgum í Júda og seta varðmenn um alt Júda land og í teimum Efraims borgum, ið Ása, faðir hans, hevði tikið. Harrin var við Jósafati, av tí at hann gekk tær leiðir, sum Dávid, forfaðir hans, í fyrstu...
Tá ið Jósafat hevði vunnið sær ovurmiklan eyð og heiður, bant hann mágskap við Ákab. Nøkur ár seinni fór hann til Ákabs í Sámáriu; tá læt Ákab slátra nøgdir av smalum og stórdýrum fyri honum og monnunum, ið við honum vóru, og teipaði hann síðan til at koma við og herja á Rámot í Gilead, tí at Ákab Ísraels kongur, spurd...
Men Jósafat, Júda kongur, kom í øllum góðum heim aftur til Jerúsalem. Tá gekk Jehu síggjari Hánanison inn fyri Jósafat kong og segði við hann: «Hjálpir tú gudloysingum og elskar tú teir, ið hata Harran? Fyri hetta liggur vreiði Harrans yvir tær. Tó er funnið nakað gott við tær, tí at tú hevur oytt úr landinum Ásjerustó...
Síðan hendi tað, at Móabitar og Ammonitar saman við monnum frá Máon fóru móti Jósafati til bardaga. Tá komu menn til Jósafats við hesum tíðindum: «Ovurmikil mannfjøld kemur ímóti tær handanfrá yvir havið, úr Edóm, og eru teir longu í Házazon-Támar, tað er En-Gedi!» Nú kom ræðsla á Jósafat, og hann tók at leita til Harr...
Síðan legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Jóram, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Hann átti brøður – synir Jósafats: Ázarja, Jehiel, Zekarja, Ázarjahu, Mikael og Sjefatja; allir hesir vóru synir Jósafats Júda kongs. Faðir teirra hevði givið teimum miklar gávur í silvuri og...
Jerúsalembúgvar tóku nú Áhazja, yngsta son hans, til kong eftir hann; tí at ránsmannaflokkurin, ið saman við Árábunum var komin inn í herbúðirnar, hevði dripið allar hinar eldru. Soleiðis varð Áhazja Jóramsson kongur av Júda. Áhazja var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti eitt ár í Jerúsalem....
Men á sjeynda ári herdi Jójada hugin og gjørdi bandalag við hundraðhøvdingarnar, við Ázarja Jeróhamsson, Jisjmael Jóhanansson, Ázarja Óbedsson, Máaseja Ádajason og Elisjafat Zikrisson. Teir fóru um í Júda og fingu saman Levitarnar úr øllum Júda borgum og Ísraels ættarhøvdingar; og tá ið teir komu aftur til Jerúsalem, g...
Jóas var sjey ára gamal, tá ið hann varð kongur; fjøruti ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hans æt Zibja og var úr Beersjebu. Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, so leingi sum Jójada prestur livdi. Jójada tók honum tvær konur, og hann gat synir og døtur. Eftir hetta kom Jóasi til hugs at væla um hús Harrans; ...
Alt Júda fólk tók tá Uzzia, sum bert var sekstan vetra gamal, og gjørdi hann til kong eftir Ámazja, faðir hans; tað var hann, sum víggirdi Elot og vann hana aftur undir Júda, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. Uzzia var sekstan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og fimmti og tvey ár ríkti han...
Jótam var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár. Móðir hans æt Jerúsja Zádoksdóttir. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Uzzia, faðir hans, hevði gjørt; hann kom ikki inn í tempul Harrans, men atferð fólksins var ring við sama la...
Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár; hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, soleiðis sum Dávid, forfaðir hans, heldur steig hann í fótaspor Ísraels konga; ja, hann læt eisini gera Báalunum stoyptar gudamyndir. Hann kyndi offureld í Hinnomssonard...
Hizkia var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Ábia Zekarjadóttir. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Dávid, forfaðir hans, hevði gjørt. Í fyrsta mánaði á fyrsta ríkisári sínum læt hann opna hurðarnar í ...
Síðan sendi Hizkia boð um í øllum Ísrael og Júda og ritaði brøv til Efraims og Manasse um at koma til hús Harrans í Jerúsalem at halda Harranum, Ísraels Guði, páskir. Kongur og høvdingar hans og allur savnaðurin í Jerúsalem ráddu tá av at halda páskirnar í øðrum mánaðinum. Tí at teir høvdu ikki fingið hildið tær ta áse...
Tá ið alt hetta var liðugt, fóru allir Ísraels menn, ið har vóru staddir, út í Júda borgir og brutu steinsúlurnar niður, høgdu sundur Ásjerustólparnar og beindu fyri offurheyggjunum og altarunum í øllum Júda, Benjamin, Efraim og Manasse, til einki var eftir av teimum; síðan fóru allir Ísraels menn heim aftur á óðal sít...
Eftir hesar tilburðir og váttanir um trúskap kom Sankerib, Assurs kongur; hann herjaði á Júda og settist um tær víggirdu borgirnar í teirri ætlan at leggja tær undir seg. Tá ið nú Hizkia varð tess vísur, at Sankerib var komin og ætlaði at gera álop á Jerúsalem, ráddist hann við høvdingar og hetjur sínar um at tippa vat...
Manasse var tólv ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í fimmti og fimm ár ríkti hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og fylgdi andstyggiligu siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur undan Ísraels monnum. Hann bygdi upp aftur av nýggjum offurheyggjarnar, ið Hizkia, faðir hans, hevði r...
Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríati og eitt ár. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor Dávids, forfaðirs síns, og veik ikki til høgru ella vinstru. Á áttanda ríkisári sínum, meðan hann enn var blaðungur, fór hann at søkja Guð Dávids, ...
Síðan helt Jósia Harranum páskir í Jerúsalem, og teir slátraðu páskalambið á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar. Hann setti prestarnar til størv teirra og stuðlaði teimum til at gera tænastu við hús Harrans. Men við Levitarnar, sum frøddu allan Ísrael og vígdir vóru Harranum, segði hann: «Setið ørkina halgu inn í templ...
Landsalmúgan tók nú Jóahaz Jósiason og gjørdi hann til kong í Jerúsalem eftir faðir hans. Jóahaz var tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Men kongur Egyptalands koyrdi hann frá ræðinum í Jerúsalem og læt landið gjalda í skatti hundrað talentir av silvuri...
Á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs vakti Harrin – til tess at lata orð sítt við Jeremia ganga út – hugin á Kýrusi Persakongi til at lata boð ganga um alt ríki sítt og tað við soljóðandi riti: «So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at bygg...
Hesir eru teir úr skattlandi okkara, sum fóru úr herleiðingarútlegdini, teir, ið Nebukadnezar kongur hevði herleitt til Bábel, men nú snúðu heim aftur til Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg, teir, ið komu við Zerubbábeli, Jesjua, Nehemja, Seraja, Reelaja, Mordokai, Bilsjan, Mispar, Bigvai, Rehum og Báana. Talið á monn...
Tá ið sjeyndi mánaður kom, og Ísraelsmenn vóru í borgum sínum, savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem. Og Jesjua Józadaksson og brøður hansara prestarnir og Zerubbábel Sjealtielsson og brøður hansara fóru undir at reisa altar Guðs Ísraels, so at brennioffur kundu verða ofrað á tí, eins og tilskilað er í lóg Guðsman...
Men tá ið mótstøðumenn Júda og Benjamins frættu, at teir, ið aftur vóru komnir úr útlegdini, fingust við at byggja Harranum, Ísraels Guði, tempul, gingu teir fyri Zerubbábel, Jesjua og ættarhøvdingarnar og søgdu við teir: «Vit vilja byggja við tykkum, tí at vit leita Guðs tykkara eins og tit, og vit hava ofrað til hans...
Men profetarnir Haggai og Zakarja Iddoson profetaraðu fyri Júdeunum í Júda og Jerúsalem í navni Ísraels Guðs, ið yvir teimum var. Tá fóru Zerubbábel Sjealtielsson og Jesjua Józadaksson undir at byggja tempul Guðs í Jerúsalem; við teimum vóru profetar Guðs, ið veittu teimum atstøðu. Um hetta mundið komu til teirra Tatte...
Síðan beyð Dárius kongur at leita í skjalasavninum, har allir gripir vóru goymdir; og í borgini Ámeta í skattlandinum Mediu varð funnin bókrulla, sum ljóðaði soleiðis: «Til áminningar. Á fyrsta ríkisári sínum læt Kýrus kongur soljóðandi boð ganga: Hús Guðs í Jerúsalem skal verða endurreist, til tess at menn har mega of...
Eftir hesar tilburðir, meðan Artakserkses var kongur í Persiu, fór Ezra Serajason, Ázarjasonar, Hilkiasonar, Sjallumssonar, Zádokssonar, Áhitubssonar, Ámarjasonar, Ázarjasonar, Merajotssonar, Zerajasonar, Uzzisonar, Bukkisonar, Ábisjuasonar, Pinehassonar, Eleazarssonar, Áronssonar, høvuðsprests, hesin Ezra legði út av ...
Hesir eru ættarhøvdingar teirra, sum komu heim við mær úr Bábel, meðan Artakserkses kongur ríkti í Bábel – teir verða her taldir eftir ættartølum sínum: Av eftirkomarum Pinehasar: Gersjom. Av eftirkomarum Ítámars: Dánjal. Av eftirkomarum Dávids: Hattusj, sonur Sjekanja. Av eftirkomarum Párosjar: Zekarja og við honum ei...
Tá ið hetta var lokið, komu høvdingarnir til mín og søgdu: «Hvørki fólkið í Ísrael ella prestarnir ella Levitarnir hava skilt seg burtur úr hinum heidnu landsins, burtur úr Kánáanitum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum, Ammonitum, Móabitum, Egyptum, Ámoritum og andstygdum teirra; nei, av døtrum teirra hava teir tikið bæði ...
Meðan Ezra lá á knøum frammi fyri húsi Guðs og bað og grátandi játtaði syndirnar, tá savnaðist um hann ovurmikil fjøld av Ísrael, bæði kallar, konur og børn, tí at alt fólkið græt sáran. Tá tók Sjekanja Jehielsson av eftirkomarum Elams til máls og segði við Ezra: «Vit hava verið trúleysir móti Guði várum við at fáa okk...
Frásøgn Nehemia Hákaljasonar. Í kislev mánaði, tjúgunda árið, meðan eg var í borgini Súsan, kom Hánani, ein av brøðrum mínum, og nakrir menn úr Júda; og tá ið eg spurdi teir um Júdearnar, leivdina, sum eftir var av hinum herleiddu, og um Jerúsalem, søgdu teir mær, at leivdirnar, sum eftir vóru av hinum herleiddu, livdu...
Í nisan mánaði á tjúgunda ríkisári Artakserksesar kongs tók eg einaferð vínið, sum stóð frammi fyri kongi, rætti honum tað og loyndi samstundis stúran mína fyri honum. Men kongur segði við meg: «Hví ert tú so dapur í bragdi? Tú ert jú ikki sjúkur; nei, tað er óivað einhvør sorg, ið nívir hjarta títt.» Tá varð eg ógvuli...
Eljasjib høvuðsprestur og prestarnir, brøður hans, fóru nú undir at byggja Seyðaliðið. Teir vígdu tað og settu hurðarnar í; síðan bygdu teir alt at Meatorninum, sum teir vígdu, og framvegis at Hánaneltorni. Næstir honum laðaðu menn frá Jeriko og næstur teimum Zakkur Imrison. Fiskaliðið bygdu synir Senáa; teir settu upp...
Men tá ið Sanballat frætti, at vit tókust við at endurreisa borgargarðin, reiddist hann og varð ógvuliga illur; hann spottaði Júdearnar og mælti, meðan brøður hans og herfólkið í Sámáriu hoyrdu: «Hvat er hetta, Júdearnir, hasi vesælavættini, havast at? Vilja teir líta tað Guði upp í hendur? Ætla teir at ofra? Kunnu tei...
Nú hoyrdist mikil kvartan frá fólkinum, tí at konur teirra kæraðu seg yvir brøður sínar Júdearnar; summar søgdu: «Synir og døtur okkara noyðast vit at veðseta fyri korn til tess at bjarga lívinum.» Aðrar søgdu: «Akrarnar og víngarðarnar, ja húsini við, noyðast vit at veðseta fyri korn í hesi hungurstíð!» Uppaftur aðrar...
Tá ið nú borgargarðurin var fullgjørdur, setti eg hurðarnar í og skipaði duravørðir, sangarar og Levitar. Og til at ráða fyri Jerúsalem setti eg Hánani, bróður mín, og Hánanja, virkishøvdinga, tí at hann var hildin at vera fráskila álítandi og gudrøkin maður. Og eg legði teimum eina við ikki at opna borgarlið Jerúsalem...
Á tjúgunda og fjórða degi í hesum sama mánaði savnaðust Ísraelsmenn saman og fastaðu, klæddir í sekki og við mold á høvdum sínum. Og teir, sum vóru av Ísraels ættarkyni, skildu seg burtur úr øllum fremmandum fólkum og gingu fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína. Og teir stóðu uppi, har teir vóru, meðan l...
Tað innsiglaða skjalið hava hesir ritað undir: Landsstjórin Nehemia Hákaljason og Zidkia, Seraja, Ázarja, Jeremja, Pasjhur, Ámarja, Malkija, Hattusj, Sjebanja, Malluk, Hárim, Meremot, Óbadja, Dánjal, Ginneton, Báruk, Mesjullam, Ábia, Mijjamin, Máazja, Bilgai og Sjemaja; hetta vóru prestarnir. Og Levitarnir: Jesjua Ázan...
Og høvdingar fólksins tóku upp bústað í Jerúsalem, meðan hitt fólkið kastaði lut soleiðis, at av hvørjum tíggju monnum skuldi ein seta seg niður í Jerúsalem, hini heilagu borg, og hinir níggju skuldu búgva í borgunum. Fólkið bað gott fyri øllum teimum, ið sjálvboðin tóku upp bústað í Jerúsalem. Hesir eru teir oddamenn ...
Og hesir eru teir prestar og Levitar, ið fóru heim við Zerubbábel Sjealtielssyni og Jesjua: Seraja, Jeremja, Ezra, Ámarja, Malluk, Hattusj, Sjekanja, Hárim, Meremot, Iddo, Ginnetoi, Ábia, Mijjamin, Máadja, Bilga, Sjemaja, Jójarib, Jedaja, Sallu, Ámok, Hilkia og Jedaja. Hesir vóru oddamenn prestanna og brøðra teirra á d...
Tann dagin varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og fanst tað ritað í henni, at eingin Ammoniti ella Móabiti nakrantíð mátti sleppa upp í savnað Guðs, aftur fyri at teir ikki vóru komnir ímóti Ísraelsbørnum við breyði og vatni, og at hann hevði leigað móti teimum Bileam til tess at bølbiðja teir; men Guð okkara snúð...
Á døgum Áhasverusar – tann Áhasverus, sum ríkti yvir eitt hundrað og tjúgu og sjey londum, frá Indiulandi til Blálanda – tá ið Áhasverus sat í hásæti sínum í kongsborgini Súsan, bar tað á, at hann á triðja ríkisári sínum helt veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; Persiulands jallar, tignarmenn Mediulands og sk...
Eftir henda tilburð, tá ið vreiðin var runnin av Áhasverusi, mintist hann á Vasjti og tað, sum hon hevði gjørt, og somuleiðis á dómin yvir hana. Tá søgdu sveinar kongs, ið honum tæntu: «Kongur eigur at lata savna til sín moyggjar ungar og fríðar í ásjón; tí skal kongur skipa menn í øllum skattlondum ríkisins til at lei...
Eftir henda tilburð veitti Áhasverus kongur Hámani Hamdatasyni Ágagita miklan frama og heiður og gav honum sæti fyri oman allar høvdingar, ið við honum vóru. Allir tænarar kongs, ið sótu í kongsliðinum, fullu á knæ og lútaðu Hámani; tí at henda heiður hevði kongur boðið at sýna honum; men Mordokai vildi hvørki falla á ...
Tá ið Mordokai frætti, hvat ið gjørt var, skræddi hann klæði síni, klæddist í sekk og øsku og fór út í miðja borgina og eymkaði seg sáran. Síðan kom hann at kongsliðinum, men fór ikki inn í tað, tí eingin mátti fara inn í kongsliðið klæddur í sekki. Men í øllum skattlondum, hagar sum skipan og lógboð kongs komu, varð m...
Men á triðja degi læt Ester seg í kongligt skrúð og gekk at kongshøllini inn í innara forgarðin framman fyri kongshøllini. Kongur sat tá í hásæti sínum í kongshøllini inn av hallardurum. Tá ið kongur sá Ester drotning standa í forgarðinum, vann hon yndi hans; kongur rætti út móti Esteri gullstavin, sum hann hevði í hen...
Tá ið kongur og Háman vóru komnir í veitsluna hjá Esteri drotning, sigur kongur uppaftur henda dagin við Ester, meðan tey sótu og drukku vín: «Ester drotning, hvør er bøn tín? Hon skal verða tær veitt. Hvat tú so biður um, veri tað helmingur ríkisins, tað skal verða tær givið!» Tá svaraði Ester drotning: «Havi eg funni...
Sama dag gav Áhasverus kongur Esteri drotning húsið, sum Háman, fíggindi Júdeanna, hevði átt. Og Mordokai gekk fyri kong, tí Ester hevði sagt honum, hvussu hann hevði verið móti sær. Kongur dró av hond síni innsiglisringin, sum hann hevði tikið frá Hámani, og fekk Mordokai hann. Og Ester setti Mordokai yvir hús Hámans....
Á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar – tá ið fyriskipan og lógboð kongs áttu at koma í gildi – á tí degi, tá ið fíggindar Júdeanna høvdu vónað at fingið vald á teimum, meðan nú tvørtur ímóti Júdearnir fingu vald á øvundarmonnum sínum, tá savnaðust Júdearnir saman í øllum borgum sínum í øllum ska...
Áhasverus kongur legði skatt á landið og á tjóðirnar úti við havið. Men øll tey verk, sum hann í mátti og veldi sínum útinti, og greinilig frásøgn um ta frábæru tign, ið kongur hevjaði Mordokai til, tað er jú ritað í árbókum Mediu- og Persiukonga. Tí at Mordokai Júdei gekk Áhasverusi kongi næstur; og hann var mikil mað...
Einaferð búði maður í Uz-landi, sum æt Job. Hann var sakleysur og rættiligur maður, sum óttaðist Guð og varnaðist hitt illa. Hann átti sjey synir og tríggjar døtur, og ogn hansara var sjey túsund smalur, trý túsund kamelar, fimm hundrað pør av oksum, fimm hundrað øsnur og ógvuliga nógvir trælir, so at hann var hin mæta...
Nú bar so til ein dagin, at synir Guðs komu og stigu fram fyri Harran, og teirra millum kom eisini Sátan og steig fram fyri Harran. Harrin spurdi tá Sátan: «Hvaðan kemur tú?» Sátan svaraði Harranum: «Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.» Harrin spurdi tá Sátan: «Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin e...
Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum. Og Job tók til orða og segði: «Hvørvi tann dagur, tá ið eg var føddur, tann nátt, sum segði: «Sveinsbarn er gitið!» Tann dagurin verði myrkur, Guð har uppi spyrji ikki eftir honum, eingin dagsglæma lýsi á hann! Bølamyrkur heinti hann heim aftur, tokur leggist um hann, s...
Tá tók Elifaz Temaniti til orða og mælti: «Manst tú taka tað illa upp, um onkur orðar við teg? Men hvør kann her vera tigandi? Sí, sjálvur hevur tú rættleitt mangar, og máttleysar hendur hevur tú styrkt. Tann, ið snávaði, styðjaðu orð tíni, riðandi knøum gavst tú megi. Men nú, tá ið tað kemur á teg sjálvan, fellur tú í...
Rópa tú bara! Hvør man svara tær? Og at hvørjum av hinum heilagu vilt tú venda tær? Tí at gremjing tekur lív dárans, vreiði býttlingsins verður deyði hans. Sjálvur havi eg sæð dára verða uppryktan við rót, og bústað hans knappliga rotna upp. Synir hans fingu onga hjálp, teir vórðu niðurtraðkaðir í portrinum, og eingin ...
Tá svaraði Job og segði: «Gævi at gremja mín varð vegin og ógæva mín løgd á hina skálina! Tí at nú tyngir hon meir enn havsins sandur – tessvegna vóru orð míni í gáloysi talað! Tí at í mær sita ørvar hins alvalda, andi mín drekkur í seg eitur teirra; ræðslur frá Guði villa meg. Grenjar villasnin í grønum grasi, ella be...
Er ikki menniskjan í hertænastu á jørðini? Og dagar hennar sum dagar hjá bønarmanni? Eins og trælur, ið tráar eftir skugga, eins og bønarmaður, ið bíðar eftir løn, soleiðis ognaðust mær vónbrots mánaðir, og kvalafullar nætur vórðu lutur mín. Tá ið eg leggist, sigi eg: «Nær verður dagur, at eg kann fara upp?» og tá ið e...