text stringlengths 1 888k |
|---|
Men eftir hetta valdi Harrin sær út eisini sjúti aðrar og sendi teir út undan sær, tveir og tveir, í hvørja bygd og í hvønn stað, sum hann sjálvur ætlaði at koma í. Og hann segði við teir: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at ... |
Og tað bar so á, meðan hann var á einum staði og helt bøn, at ein av lærusveinum hansara segði við hann, tá ið hann var hildin uppat: «Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.» Men hann segði við teir: «Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, gev... |
Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra. Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg ty... |
Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum. Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» Men t... |
Men hann segði eisini við lærusveinarnar: «Eina ferð var tað ein ríkur maður, sum hevði ein húshaldara; og hann varð klagaður fyri honum, at hann forkom ognum hansara. Og hann rópaði hann og segði við hann: «Hvat er hetta, sum eg hoyri um teg? Legg fram roknskapin fyri húshald títt, tí at tú kanst ikki standa fyri húsh... |
Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá. Tað hevði verið betri fyri hann, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var kastaður í havið, enn at hann skuldi vera ein meinbogi fyri einum av hesum smáu. Hyggið um tykkum sjálvar. ... |
Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði: «Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: «Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!» Leingi vi... |
Og hann fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum. Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur. Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus; men hann kundi ikki sleppa framat fyri mannamúgvuni, tí at hann var lítil av vøkstri. Og hann rann undan og kleiv upp í ... |
Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi fólkið í halgidóminum og bar fram gleðiboðskapin, at høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu saman við hinum elstu fóru til hansara; og teir talaðu til hansara og søgdu: «Sig okkum, av hvørjum valdi gert tú hetta, ella hvør er tað, sum hevur givið tær hetta valdið?» Men hann sv... |
Men hátíð hinna ósúrgaðu breyða, sum tey kalla páskir, nærkaðist. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu løgdu ráð saman um, hvussu teir skuldu fáa tikið hann av døgum; tí at teir ræddust fólkið. Men Sátan fór í Judas, sum kallaður var Iskarjot og var ein í tali teirra tólv; og hann fór og fann høvuðsprestarnar og hø... |
Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar. Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.» Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men h... |
Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam. Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í... |
Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Hetta var í fyrstuni hjá Guði. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí. Maður kom, sendur frá Guði, han... |
Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara. Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.» Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.» Móðir hansara sigur við... |
Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum. Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.» Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi ... |
Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, – tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara – tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. Hann kemur tá til eina bygd í Sámár... |
Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við hvørt fór eingil Harra... |
Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku. Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum. Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd. Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum... |
Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. Tá søgdu brøður hansara við hann: «Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tín... |
Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?» Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at G... |
«Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við ... |
Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur. Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «H... |
Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. Tey gjørdu nú har eina kvøldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði føturnar á ... |
Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á ... |
«Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess... |
«Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. Verðið í mær, so verði eisini eg ... |
«Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. Men hetta havi eg talað til tykkara... |
Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív. Men hetta er hitt æviga lívið, at te... |
Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um løkin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá h... |
Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið. Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg kom... |
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki... |
Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra, líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda; teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, ... |
Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir a... |
Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil. Og ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr, so at hann kundi biðja olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin. Tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, su... |
Men meðan teir talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og Saddukeararnir á teir, av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum. Og teir løgdu hendur á teir og settu teir í varðhald til morgunin eftir; tí at kvøldið var longu komið. Men mong av tei... |
Men ein maður, Ánanias at navni, saman við Saffiru konu síni, seldi ein eigindóm, og tók nakað av virðinum burtur av, so kona hansara visti tað, og kom við einum parti av tí og legði fyri føturnar á ápostlunum. Men Pætur mælti: «Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og ... |
Men høvuðspresturin segði: «Er hetta so?» Men hann segði: «Hoyrið meg, brøður og fedrar! Dýrdarinnar Guð birtist fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann búsettist í Káran, og segði við hann: «Far tú burtur úr landi tínum og frá skyldfólki tínum og far til landið, sum eg vil vísa tær á.» Tá... |
Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og øll vórðu spjødd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir. Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum. Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór h... |
Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til «vegin», menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem. Men tá ið hann á ferðini var komin nær til Damaskus, ljó... |
Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, høvuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við øllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs. Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín ... |
Men ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini høvdu tikið við Guðs orði. Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og søgdu: «Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.» Men Pætur tók undir og greiddi teimum frá øllum tilburðinum,... |
Men um hetta mundið legði Heródes kongur hendur á nakrar av kirkjuliðinum og fór illa við teimum. Og hann tók lívið av Jákupi, bróður Jóhannesar, við svørði. Og tá ið hann sá, at Jødum líkaði hetta væl, helt hann fram og tók eisini Pætur; – men hetta var í døgum hinna ósúrgaðu breyða; – og tá ið hann hevði tikið hann, ... |
Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshøvdinga, og Saul. Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: «Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg hav... |
Og nakrir komu oman frá Júdeu og lærdu brøðurnar hetta: «Um tit ikki verða umskornir eftir Móse siði, tá kunnu tit ikki verða frelstir.» Men tá ið nú kom stríð upp, og tað varð ikki lítil orðadráttur millum Paulusar og Barnabasar og teirra, tá ráddu teir av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara n... |
Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jødaætt, men faðirin var grikskur. Hann hevði gott ummæli hjá brøðrunum í Lýstru og Ikonium. Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jødanna skuld, sum vóru ha... |
Men tá ið teir høvdu ferðast gjøgnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jødar høvdu samkomuhús. Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa up... |
Eftir hetta fór hann úr Aten og kom til Korint. Og har hitti hann ein Jøda, Akvilas at navni, ættaðan frá Pontus, sum var nýkomin frá Itáliu, og Priskillu, konu hansara; tí at Klaudius hevði boðið, at allir Jødar skuldu fara burtur úr Róm. Hann fór til teirra, og av tí at báðir høvdu sama handaverk, kom hann at búgva h... |
Men tað bar so til, meðan Ápollos var í Korint, at Paulus, tá ið hann hevði ferðast um hinar ovaru landslutirnar, kom til Efesus og hitti har nakrar lærusveinar; og hann segði við teir: «Fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?» Men teir søgdu við hann: «Nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi... |
Men aftan á at hesin gangurin var stilnaður, sendi Paulus boð eftir lærusveinunum og áminti teir, heilsaði teimum og fór avstað á ferð til Makedóniu. Og tá ið hann hevði ferðast um hesar landslutir og hevði ámint tey við mongum orðum, kom hann til Grikkalands. Har varð hann tríggjar mánaðir; og tá ið svikaráð vórðu løg... |
Men tá ið vit høvdu slitið okkum frá teimum og vóru sigldir avstað, hildu vit beina leið til Kos, og næsta dagin til Rodus og haðan til Patara. Har hittu vit við eitt skip, sum skuldi fara yvir um til Fønikíu, og vit fóru so umborð í tað og sigldu avstað. Men tá ið vit høvdu fingið sýni av Kýpern og høvdu lagt hana aft... |
«Tit, brøður og feður! Lýðið nú á varnartalu mína til tykkara!» Men tá ið teir hoyrdu hann tala til teirra á hebráiskum máli, vórðu teir enn meira kvirrir, og hann sigur: «Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikíu, men aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, og eg var van... |
Men Paulus hugdi stívliga upp á ráðið og segði: «Góðu menn og brøður! Eg havi við góðari samvitsku í einum og hvørjum føri gingið leið mína fyri Guði líka til dagin í dag.» Men høvuðspresturin Ánanias beyð teimum, sum stóðu hjá honum, at sláa hann á munnin. Tá segði Paulus við hann: «Guð skal sláa teg, tín kálkaði vegg... |
Men fimm dagar aftaná fór høvuðspresturin Ánanias oman saman við nøkrum av hinum elstu og einum røðumanni, Tertullusi, og hesir bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum móti Paulusi. Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði: «At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum... |
Tá ið Festus hevði tikið við landshøvdingaembæti sínum, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan til Jerúsalem frá Kesareu. Og høvuðsprestarnir og fremstu menn av Jødunum bóru fram fyri hann klagur móti Paulusi, og bóðu hann um at gera teimum tað til vildar móti honum, at hann skuldi heimta hann til Jerúsalem; tí at teir l... |
Men tá ið tað var avgjørt, at vit skuldu sigla til Itáliu, flýddu teir bæði Paulus og nakrar aðrar fangar einum høvuðsmanni, sum æt Július, úr herflokki keisarans. Vit fóru tá umborð á eitt skip frá Adramýttium, sum skuldi leggja at í bygdunum fram við Ásiustrondunum, og løgdu í havið; og Aristarkus, ein makedóniskur m... |
Og tá vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Og fólkið á oynni sýndi okkum serstakan mannakærleika; tí at tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum somlum, við tað at regn kom og kuldi var. Men tá ið Paulus hentaði saman eina rúgvu av turrum greinum og legði á bálið, skreið ein ormur út undan hita... |
Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls, tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs, sum hann frammanundan gav fyrijáttan um við profetum sínum í heilagum skriftum, um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn f... |
Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama. Men vit vita, at Guðs dómur, samsvarandi við sannleika, er yvir teimum, sum slíkt gera. Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjál... |
Hvønn fyrimun hevur tá Jødin? Ella hvat gagn er í umskeringini? Mikið á ein og hvønn hátt! Fyrst og fremst tað, at Guðs orð hava verið litin teimum til. Tí at hvat um tað? Um so summir vóru ótrúgvir, mundi tá ótrúskapur teirra gera trúskap Guðs til einkis? Nei, á ongum sinni! Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein m... |
Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, ættarfaðir okkara, hevur vunnið eftir holdinum? Tí at varð Ábraham rættvísgjørdur av gerningum, tá hevur hann nakað at rósa sær av; men ikki fyri Guði. Tí at hvat sigur skriftin? «Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.» Men tí, sum ger gerningar, verður lønin r... |
Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni? Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Krist Jesus, eru doypt til deyða hansara. Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans,... |
So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans. Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri... |
Eg tali sannleika í Kristi, eg ljúgvi ikki, samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda, at eg havi stóra sorg og áhaldandi trega í hjarta mínum. Tí at eg kundi ynskt, at eg sjálvur var burturrikin frá Kristi til bata fyri brøður mínar, ættarmenn mínar eftir holdinum, men tað eru Ísraelsmenn, sum sonarætturin tilh... |
Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi. Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs. Tí at Kris... |
Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt. Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur í greinini um Elia, hvussu hann stígur fram fyri Guð við klagu mót... |
So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –; og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið ... |
Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði, so at tann, sum veitir yvirvøldini mótstøðu, hann veitir Guðs fyriskipan mótstøðu; men teir, sum veita mótstøðu, skulu fáa dóm sín. Tí at stýrismenninir eru ikki ein ótti hjá góðum... |
Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. Hvør ert tú, sum d... |
Men vit, sum eru sterkir, eiga at bera veikleikarnar hjá teimum máttlítlu og ikki at gera okkum sjálvum til vildar. Ein og hvør okkara geri næsta sínum til vildar í tí, sum gott er til uppbyggingar. Tí at Kristus gjørdi ikki heldur sær sjálvum til vildar, men sum skrivað stendur: «Háðorð teirra, sum háða teg, eru falli... |
Paulus, við Guðs vilja kallaður at vera ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes, senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum.... |
Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. Og tala mín og boðan mín var ikki við sannf... |
Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs. Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Tí at eg veit einki við mær ... |
Yvirhøvur frættist um hor tykkara millum, og tað slíkt hor, sum enntá ikki er at finna hjá heidningunum, at maður heldur saman við konu faðirs síns. Og tit eru uppblásnir, ístaðin fyri at tit heldur áttu at harmast, so at tann, sum hevur gjørt henda gerning, kundi verið koyrdur út úr felagi tykkara! Tí at eg fyri mín p... |
Men viðvíkjandi kjøtinum frá skurðgudaofrunum, vita vit, at vit allir hava kunnugleika. Kunnugleikin blæsur upp, men kærleikin byggir upp. Um einhvør tykist at kenna nakað, tá kennir hann enn ikki soleiðis, sum hann eigur at kenna tað. Men um einhvør elskar Guð, tá er hann kendur av honum. Men viðvíkjandi áti av skurðg... |
Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? Eri eg ikki ápostul fyri øðrum, so eri eg tað, ið hvussu er, fyri tykkum; tí at tit eru innsiglið á ápostlaembæti mínum í Harranum. Hetta er vørn mín móti teimum, sum døma um meg. Hava vit ikki loyvi til at ... |
Men eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera ókunnigir við, at fedrar okkara vóru allir undir skýinum, og fóru allir yvir um havið, og vórðu allir doyptir til Móses í skýinum og í havinum, og ótu allir hin sama andliga mat, og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teim... |
Men viðvíkjandi hinum andligu gávunum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi. Tit vita, at meðan tit vóru heidningar, tá vórðu tit drignir at hinum málleysu skurðgudunum, alt sum tit vórðu drignir. Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: «Bannaður er Jesus!» og eingin kann siga: «Jesu... |
Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. Tí at eg læt tykkum fáa at vi... |
Men viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, tá gerið eisini tit soleiðis, sum eg havi skipað kirkjuliðunum í Galatiu fyri. Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá f... |
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og Timoteus bróðirin, heilsa Guðs kirkjuliði, sum er í Korint, saman við øllum hinum heilagu, sum eru í allari Akkeu. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð alla... |
Men eg gjørdi hetta av fyri mín egna part, at eg ikki aftur vildi koma til tykkara við sorg. Tí at um eg veldi tykkum sorg, hvør er tað tá, sum ger meg glaðan, uttan tann, sum eg veldi sorg? Og júst av teirri grund skrivaði eg til tykkara, fyri at eg, tá ið eg kom, ikki skuldi fáa sorg av teimum, sum eg átti at fáa gle... |
Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli? Ella tørvar okkum, eins og summum, at hava viðmælisbræv til tykkara ella frá tykkum? Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við a... |
Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt. Men vit hava avsagt okkum hinar skammiligu loynigøturnar og fara ikki fram við svikum ella falska Guðs orð, men við at kunngera sannleikan bjóða vit okkum fram fyri samvitsku hvørs mans fyri ásjón Guðs. Me... |
Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni, so satt sum vit, tá ið vit eru íklæddir, ikki skulu standa na... |
Men sum starvsfelagar áminna vit eisini tykkum, at tað ikki má vera til einkis, tit taka ímót Guðs náði. Tí at hann sigur: «Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.» Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur! Í ongum luti eru vit til nakran meinboga, fyri at tænastan ikki skal... |
Gevið okkum rúm! Ongum hava vit gjørt órætt, ongan hava vit skaðað, ongum hava vit gjørt okkum vinning av. Tað er ikki fyri at fella dóm, eg sigi tað; tí at eg havi áður sagt, at tit eru í hjørtum okkara, so at vit doyggja saman og liva saman. Eg havi stórt treyst viðvíkjandi tykkum, eg havi mikið rós av tykkum, eg eri... |
Um hjálpina til hini heilagu er tað, sum nú er statt, óneyðugt hjá mær at skriva til tykkara; tí at eg kenni tykkara góða hug, sum eg rósi mær av tykkara vegna hjá Makedónum, at Akkea hevur verið til reiðar longu síðan í fjør; og íðinskapur tykkara hevur elvt tess fleiri til kappingar. Men eg sendi brøðurnar, fyri at r... |
Men eg sjálvur, Paulus, áminni tykkum við spakføri og mildi Krists, eg, sum «upp í eyguni eri eyðmjúkur, tá ið eg eri hjá tykkum, men frástaddur eri djarvur ímót tykkum.» Eg biði um, at eg, tá ið eg verði hjástaddur, má sleppa frá at vera djarvur við tí treysti, sum eg ætli mær at halda ímót summum við, teimum, sum hal... |
Gævi, at tit vildu tola eitt sindur av fávitsku av mær! Jú, ivaleyst hava tit tol við mær. Tí at eg eri vandin um tykkum við vandlæti Guðs; tí at eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist. Men eg kvíði fyri, at eins og ormurin sveik Evu við svikum sínum, soleiðis ... |
Eg noyðist at rósa mær, tó at gagnligt er tað ikki; men eg skal nú koma til sjónir og opinberingar frá Harranum. Eg veit um ein mann í Kristi, sum fyri fjúrtan árum síðan – um tað var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki, Guð veit tað – varð ryktur burtur líka til triðja himmalin. Og eg veit... |
Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara. Eftir munni av tveimum ella trimum vitnum skal hvør søk standa føst. Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað fyrr, eins og tá ið eg var hjástaddur á øðrum sinni, soleiðis nú tá ið eg eri frástaddur, við teir, sum áður hava syndað, og við allar hinar, at tá ið eg komi aftur, vil... |
Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ikki heldur við nakað menniskja, men við Jesus Krist og Guð faðir, sum vakti hann upp frá deyðum, og allir brøðurnir, sum eru við mær, til kirkjuliðini í Galatalandi: Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi, sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara,... |
Seinni, tá ið fjúrtan ár vóru liðin, fór eg aftur niðan til Jerúsalem saman við Barnabasi og tók eisini Titus við mær. Men eg fór niðan samsvarandi opinbering, og legði fram fyri teir, og serstakliga fyri hinar gitnu, tann gleðiboðskap, sum eg boði heidninganna millum, fyri at eg ikki skuldi renna ella hava runnið til ... |
O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum? Bert hetta vil eg fáa at vita av tykkum: Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða? Eru tit so skilaleysir? Tit, sum byrjaðu í anda, ætla tit nú at enda í holdi? H... |
Men eg sigi: Alla ta tíð, sum arvingin er óviti, er eingin munur á honum og træli, tó at hann er harri yvir øllum; men hann er undir umsjónarmonnum og ráðsmonnum til ta tíð, sum faðirin hevur ásett. Soleiðis vóru vit eisini, tá ið vit vóru ómyndingar, trælabundnir undir barnalærdómi heimsins. Men tá ið fylling tíðarinn... |
Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki. Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina. Ti... |
Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður! Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. Tí at um einhvør tykist at vera nakað, tó at hann einki er, t... |
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum... |
Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið... |
Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar – um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum, at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað, so at tit av tí, tá ið tit le... |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.