text
stringlengths
1
888k
Vei hirðunum, ið oyða og spjaða teir seyðir, sum eg røkti, sigur Harrin. Tí sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis um hirðarnar, ið gæta fólki mínum: Tit hava spjatt og stygt burtur seyðir mínar og ikki hugt eftir teimum, sí, tí vil eg nú hyggja eftir tykkum fyri sakir illverka tykkara, sigur Harrin. Men eg vil sjálvur sa...
Harrin læt meg síggja sjón, og sí, fyri framman tempul Harrans stóðu tvær tægur fullar av fikum; – tað var, eftir at Nebukadnezar hevði herleitt Jekonja Jójakimsson, Júdakong, og Júda høvdingar, listasmiðirnar og jarnsmiðirnar burtur úr Jerúsalem og flutt teir við sær til Bábel. Í aðrari tæguni vóru frálíka góðar fikur...
Orðið, sum kom til Jeremia um alt Júdafólk á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, tað er fyrsta ríkisár Nebukadnezars, Bábelkongs, sum Jeremia profetur talaði til alt fólkið í Júda og til allar íbúgvar Jerúsalems soljóðandi: Frá trettanda ríkisári Jósia Ámonssonar, Júdakongs, og alt fram at hesum degi, í sam...
Í byrjan ríkisstjórnar Jójakims Jósaisonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum: So sigur Harrin: Gakk fram í forgarð hús Harrans og tala til allar teir, sum koma úr Júda til at tilbiðja í húsi Harrans, øll hesi orð, sum eg havi boðið tær at tala til teirra; legg einki orð burturúr! Kanska hoyra teir og venda við h...
Í byrjan ríkisstjórnar Zidkia Jósiasonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum til Jeremia: So segði Harrin við meg: Ger tær bond og ok og legg tað á háls tín og send Edóms og Móabs og Ammons og Týrusar og Zidons kongum boð við ørindrekum teirra, ið komnir eru til Jerúsalem, til Zidkia Júdakongs, og bjóð teimum at b...
Á fjórða ríkisári Zidkia Júdakongs í fimta mánaði segði profeturin Hánanja Azzursson úr Gibeon við meg í templi Harrans, meðan prestarnir og alt fólkið vóru hjá: So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Eg havi brotið sundur ok Bábelkongs; og um tvey ár flyti eg aftur á henda staðin øll tey ílát í húsi Harrans, sum Nebu...
Hesi eru orðini í tí brævi, ið Jeremia profetur sendi úr Jerúsalem til teir elstu, sum eftir vóru millum teir herleiddu, og til prestarnar og profetarnar og til alt fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar – eftir at Jekonja kongur og kongsmóðirin, hovmenninir, høvdingar Júda og Jerúsalems, l...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Skriva tær øll tey orð, sum eg havi talað til tín, í bók; tí sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vendi lagnu fólks míns, Ísraels og Júda, sigur Harrin, og føri tey heim aftur í landið, sum eg gav fedrum teirra, og lati tað ognast...
Tá ið tann tíðin kemur, skal eg, sigur Harrin, vera Guð fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk mítt. So sigur Harrin: Fólkið, sum komst undan svørðinum, fann náði í oyðimørkini; á hvíldarstað sín skal Ísrael koma aftur. Úr fjarlegd birtist Harrin honum: Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leidd...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á tíggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs, tað er átjanda ríkisár Nebukadnezars. Tá tókst herur Bábelkongs við at kringseta Jerúsalem; men Jeremia profetur sat fangi í varðgarði í høll Júdakongs; har hevði Zidkia Júdakongur lokað hann inni við hesum orðum: Hví profeterar tú og sigur:...
Orð Harrans kom á øðrum sinni til Jeremia, meðan hann enn sat innilokaður í varðgarðinum, soljóðandi: So sigur Harrin, sum skapað hevur jørðina og hevur evnað hana til og grundfest hana, hann, hvørs navn er Harrin: Kalla á meg, og eg man svara tær og kunngera tær miklar og loyndar lutir, sum tú ikki kennir. Tí at so si...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, tá ið Nebukadnezar Bábelkongur og allur herur hans og øll kongaríki jarðar, sum hann valdaði, og allar tjóðir herjaðu á Jerúsalem og allar borgir kring hana – soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Far og finn Zidkia Júdakong á máli og sig við hann: So sigur Harrin: Sí, eg ge...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á døgum Jójakims Jósiasonar Júdakongs, soljóðandi: Far og finn Rekabitar á máli og tala við teir og far við teimum inn í eitt av herbergunum í húsi Harrans og gev teimum vín at drekka! Tá søkti eg Jáazanja Jirmejason Hábazzinjasonar og brøður hansara og allar synir hansara, allan...
Á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar Júdakongs kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Tak tær bókrullu og rita í hana øll tey orð, sum eg havi til tín talað um Jerúsalem og Júda og allar tjóðir, frá tí degi, eg á fyrsta sinni talaði til tín á døgum Jósia, og alt fram at hesum degi; kanska at Júdamenn, tá ið teir hoyr...
Zidkia Jósiason varð kongur í stað Konja Jójakimssonar; tað var Nebukadnezar, ið gjørdi hann til kong í Júdalandi; men hvørki hann ella tænarar hans ella fólkið í landinum lýddu orðum teimum, ið Harrin hevði talað við Jeremia profet. Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet...
Og Sjefatja Mattansson, Gedalja Pasjhursson, Júkal Sjelemjason og Pasjhur Malkiason hoyrdu Jeremia tala hesi orðini fyri øllum fólkinum: So sigur Harrin: Teir, sum verða eftir í hesi borg, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt, men teir, sum rýma yvir til Kaldea, skulu komast undan og vinna lív sítt sum herfong...
Men tá ið Jerúsalem var vunnin á níggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs í tíggjunda mánaðinum – tá kom Nebukadnezar Bábelkongur við øllum heri sínum til Jerúsalem og kringsetti hana. Og á ellivta ríkisári Zidkia, á níggjunda degi hins fjórða mánaðar varð skarð brotið inn í borgina –. Tá komu allir høvdingar Bábelkongs og ...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, eftir at Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði givið hann leysan í Ráma og sent boð eftir honum, meðan hann enn var bundin við fjøtrum millum allar teir úr Jerúsalem og Júda, sum vóru á veg til Bábelborgar, og lívvarðarhøvdingin læt Jeremia koma til sín og segði við hann: Harrin...
Men á sjeynda mánaði kom Jisjmael Netanjason, Elisjámasonar, ið var av kongsættini og ein av høvuðsmonnunum, saman við tíggju monnum til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa; og teir settust til borðs har í Mizpa við honum. Jisjmael Netanjason og teir tíggju menninir, sum við honum vóru, lupu tá á føtur og vógu Gedalja Áhikams...
Síðan komu allir herhøvdingarnir og Jóhanan Káreason og Ázarja Máasejason, alt fólkið, bæði ung og gomul, og søgdu við Jeremia profet: Hoyr okkara eyðmjúku bøn og bið til Harrans, Guðs tíns, fyri øllum hesum leivdum; tí at sum tú sjálvur sært á okkum, eru vit bert fá eftir av mongum; mátti Harrin, Guð tín, gjørt okkum ...
Men tá ið Jeremia hevði lokið at tala til alt fólkið øll tey orð, sum Harrin, Guð teirra, hevði sent hann við til teirra – øll hesi orð, tá mæltu Ázarja Máasejason og Jóhanan Káreason og allir hinir hástóru menninir við Jeremia: Tú lýgur! Harrin, Guð vár, hevur ikki sent teg til at bjóða okkum ikki at fara til Egyptala...
Orðið, sum kom til Jeremia um allar Júdear, sum búðu í Egyptalandi, í Migdol, Takpankes, Nóf og Pátros, soljóðandi: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tit hava sjálvir sæð alla ta ógævu, sum eg leiddi yvir Jerúsalem og allar Júda borgir; sí, nú liggja tær avtoftaðar, og eingin býr í teimum, aftur fyri at tær við i...
Orðið, sum Jeremia profetur talaði til Báruks Neriasonar, tá ið hann skrivaði upp í bókina øll hesi orðini av munni Jeremia á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels, um teg, Báruk: Av tí at Báruk sigur: Vei mær, tí at harm hevur Harrin lagt aftur at kvøl míni. Eg eri mó...
Orð Harrans, ið kom til Jeremia um tjóðirnar. Um Egyptaland, viðvíkjandi herinum hjá Fárao Neko, Egyptalands kongi, sum stóð við ánna Eufrat í Karkemisj, og sum Nebukadnezar Bábelkongur vann sigur av á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs: Búgvið til skjøld og verju og gangið fram til orrustu. Setið rossini f...
Orðið, sum kom til Jeremia profet um Filistar, áður enn Fárao hevði vunnið Gaza: So sigur Harrin: Sí, vøtn koma fossandi norðaneftir og verða at á, ið fløðir yvir og skolar yvir landið og alt, sum í tí er, yvir borgir og íbúgvar teirra, so at menn hevja neyðarróp, og allir íbúgvar landsins vena seg. So gellur í hógvum ...
Um Móab. So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Vei Nebo, tí at hon er oydd og vorðin til skammar; Kirjatáim er vunnin, háborgin vorðin til skammar, niðurbrotin. Fyri Móab er eingin heilivágur og einki fagnaðarljóð í Hesjbon; teir leggja saman ilskuráð ímóti honum: Komið, latum okkum oyða hann úr tjóðanna tali! Eisini...
Um Ammonitar. So sigur Harrin: Eigur Ísrael ongar synir, ella hevur hann ongan arvinga? Hví hevur tá Milkom tikið Gád í arv og fólk hans búsett seg í borgum hans? Tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg lati herróp dynja móti Rabba, borg Ammonita, og hon skal verða til grótrúgvu, og døtur hennara brenna upp í eldi;...
Orðið, sum Harrin talaði um Bábel, um land Kaldea við Jeremia profeti: Kunngerið tað tjóðanna millum, boðið frá tí, setið upp merki og boðið frá tí; dyljið tað ikki og sigið: Vunnin er Bábel, Bel vorðin til skammar; sorlaður er Merodak, gudamyndirnar vorðnar til skammar og skurðgudarnir niðurbrotnir. Tí at tjóð kemur í...
So sigur Harrin: Sí, eg veki upp oyðingaranda móti Bábel og móti teimum, sum búgva í «Hjartanum á mótstøðumonnum mínum», og eg sendi móti henni menn við tíningarskuvlu; teir skulu tína hana og tøma land hennara, tá ið teir ráðast á hana úr øllum ættum á ógævudegnum. Eingin ørvagarpur skal spenna sín boga og toka fram b...
Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í ellivu ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hámital Jeremiadóttir úr Libna. Og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans í øllum, so sum Jójakim hevði gjørt. Vegna vreiði Harrans kom hetta yvir Jerúsalem og Júda; og at endanum rak hann tey burt...
Hvør situr hon eina, hin áður fjølbygda borgin – hin máttuga tjóðanna millum situr nú sum einkja, ráddi fyri londum, og nú má hon træla. Um nætur hon sáran grætur, tárini streyma henni á kinn, av øllum hennara ástvinum eingin hana uggar, allir hennara vinir hana sviku og gjørdust fíggindar hennara. Júda er av landi far...
Á, hvør Harrin í síni vreiði legði myrkur yvir Zions dóttur; av himni til jarðar hann rindaði dýrdleika Ísraels; fótskør sína ikki hann mintist á sínum vreiðidegi. Eirindaleyst oyddi Harrin allar bústaðir Jákups; í bræði síni breyt hann niður virkini hjá Júda dóttur og slættaði tey við jørðina, skemdi ríkið og høvdinga...
Eg eri maðurin, sum eymd havi roynt undir hans vreiðikoyrli; meg hevur hann rikið og koyrt í myrkur, har einki ljós er at hóma; hann hond síni bregður ímóti mær tann líðilanga dag, hevur skrætt av mær hold og húð og brotið bein míni. Hann laðaði garð kring meg, byrgdi meg inni við beiskleika og móði, læt meg búgva í my...
Á, hvussu gullið er áfallið, broyttur hin dýri málmur, grýttir hinir heilagu steinar liggja á øllum vegamótum! Hinir dýrmætu Zions synir, javnmætir skírum gulli, á, hvussu mettust teir javnt við leirker, handaverk leirkerasmiðarins! Eisini sjákálar bjóða fram júgurið, geva hvølpum sínum at súgva, men dóttir fólks míns ...
Harri, hav í huga forløg vár, hygg og gev tær far um, hvussu vit verða háðað! Arvaleivd okkara lutaðist øðrum, hús okkara fremmandum. Faðirleys vit eru, eiga ongan góðan, móðir okkara situr einkja. Vatnið, sum vit drekka, verða vit at keypa, fyri brennið mega vit gjalda. Okið okkum nívir, lúgvaðir vit eru, fáa onga hví...
Á tríatiunda ári á fimta degi hins fjórða mánaðar, meðan eg sat millum teir herleiddu við Kebaránna, opnaðist himinin, og eg sá sjónir frá Guði. Fimta dagin í mánaðinum – tað var fimta árið eftir, at Jójakin kongur varð herleiddur – tá kom orð Harrans til prestin Ezekiel Buzison, við Kebaránna í Kaldealandi, og har kom...
Hann segði við meg: Mansbarn, far á føtur, at eg má tala við teg! Og sum hann talaði við meg, kom andin í meg og fekk meg upp á føtur; og eg hoyrdi hann tala við meg. Hann segði við meg: Mansbarn, eg sendi teg til Ísraelsmenn, hinar tvørlyndu, sum hava verið tvørlyndir móti mær; bæði teir og fedrar teirra hava slitið t...
Síðan segði hann við meg: Mansbarn, gloyp hesum her, gloyp hesum her, gloyp hesi bókrulluni og far og tala til Ísraelsmanna! Tá læt eg upp munn mín, og hann læt meg gloypa bókrulluni og segði við meg: Mansbarn, lat kvið tín gloypa henni, fyll indur tíni við hesi bókrulluni, sum eg fái tær! Tá gloypti eg henni, og hon v...
Og tú mansbarn, tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist á hann mynd av borgini Jerúsalem! Lat hana verða hersetta, bygg vígtorn ímóti henni og laða upp hervirki ímóti henni, lat herlið halda á hana og set upp múrbrótarar íkring móti henni. Tak tær síðan jarnpannu og set hana upp eins og jarnvegg ímillum ...
Og tú mansbarn, tak tær hvast svørð og nýt tað sum rakiknív og lat tað fara um høvur og skegg títt, tak tær síðan vágskál og skift hárið sundur; ein triðingin skalt tú brenna á báli í miðjari borgini, tá ið kringsetingardagarnir eru at enda; annan triðingin skalt tú taka og sláa hann kring hana við svørðinum; og síðsta...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum ímóti Ísraels fjøllum og profetera ímóti teimum og sig: Tit fjøll Ísraels, hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin drottin við fjøllini og heyggjarnar, dalarnar og lægdirnar: Sí, eg lati svørðið koma yvir tykkum og oyði tykkum heyggjar tykkara. ...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú mansbarn, sig: So sigur Harrin drottin við Ísraelsland: Endin kemur, endin kemur um alt landið. Nú kemur endin yvir teg, og eg sendi vreiði mína móti tær; eg dømi teg eftir atferð tíni og lati allar andstygdir tínar koma yvir teg. Eg skal hvørki eira tær ella eymka teg, men lat...
Tað var á sætta ári á fimta degi hins sætta mánaðar, meðan eg sat heima við hús, og hinir elstu í Júda sótu frammi fyri mær, at hond Harrans drottins kom yvir meg. Og eg leit meg um og sí, har var mynd í manslíki; frá mjødnunum og niður eftir var eldur, og frá mjødnunum og upp eftir var at sjá eins og ljómin av lýsigul...
Síðan hoyrdi eg hann rópa við harðari rødd: Heimsøking borgarinnar nærkast! Hvør maður við sínum morðvápni í hendi! Og sí, seks menn komu út úr ovari liði, sum horvir í norðan, og hevði hvør teirra oyðingaramboð í hendi; teirra millum var ein, sum var í líni klæddur og hevði rittól við lið; og teir komu og tóku støðu h...
Og eg leit meg um, og sí, fyri oman hválvið uppi yvir høvdum kerúbanna var eins og saffirsteinur, meinlíkur hásæti á at líta, ið sást yvir teimum. Tá segði hann við hin línklædda mannin: Far inn ímillum hjólanna undir kerúbunum, tak lúkur tínar fullar av glóðum úr rúminum millum kerúbanna og spjað tær út um borgina! Og...
Síðan lyfti andin meg upp og førdi meg at eysturliði tempuls Harrans, tí, sum horvir eystureftir, og sí, fyri durum liðsins stóðu tjúgu og fimm mans; og teirra millum sá eg Jáazanja Azzursson og Pelatja Benajason, oddamenn fólksins. Og hann segði við meg: Mansbarn! Hesir eru teir menn, sum hava ilt í hyggju og leggja u...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, tú býrt saman við tvørlyndum fólki, sum hava eygu at síggja við og kortini ikki síggja, og oyru at hoyra við og kortini ikki hoyra; tí at tey eru tvørlynt ættarkyn. Men tú, mansbarn, skalt búgva teg út á alljósum degi fyri eygsjón teirra á sama hátt sum teir, ið herleiddir ...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera móti profetum Ísraels, móti teimum, ið profetera upp úr sínum egna brósti: Hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin, drottin: Vei hinum fáfongdu profetunum, ið ganga eftir sínum egnu hugarenslum og einki hava sæð! Profetar tínir, Ísrael, eru sum revar í toftum; teir gi...
Nakrir av Ísraels elstu komu til mín og settu seg niður framman fyri mær. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, hesir menn hava slept hjágudunum inn í hjartað og hava sett upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær; skuldi eg tá latið teir leita sær ráð hjá mær? Tí skalt tú tala til teirra og siga við...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, hvat hevur vínviðurin fram um øll onnur trø, vínberjateinurin, ið stendur millum skógartrøini? Fæst nakar gagnviður burtur úr honum ella so mikið sum ein nagli til at heingja eitthvørt uppá? Nei, hann verður nýttur til at kyka við; og tá ið eldurin hevur brent báðar endarna...
Orð Harrans kom til mín soleiðis: Mansbarn, ger Jerúsalem andstygdir hennara kunnar og sig: So sigur Harrin, drottin, um Jerúsalem: Uppruni og ættarupphav títt er úr Kánáanlandi; faðir tín var Ámoriti og móðir tín hetitisk. Og tað er at siga um føðing tína, at tann dagin, tú varðst borin í heim, var nalvastrongur tín i...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, ber upp gátu og tala í líkingarmáli til ættarkyn Ísraels og sig: So sigur Harrin, drottin: Hin mikla ørnin við stórum veingjabreiði, við miklum flogfjaðrum og tættum marglittum fjøðurhami, hon kom upp á Libanon og tók krúnuna av sedristrænum, breyt av ytstu gróðurnálir og f...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Hví hava tit hetta orðatakið í Ísraels landi: Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, tit skulu ikki meira nýta hetta orðatakið í Ísrael. Mínar eru allar sálir; bæði sál faðirsins og sál sonarins hoyra mær til; tann sál, ið ...
Men tú, mansbarn, hevja harmljóð um høvdingar Ísraels og sig: Hvussu var ikki móðir tín kvennljón millum ljóna! Bólaðist við ungljón og aldi upp ljónshvølpar sínar! Ein teirra vaks og varð ungljón; hann lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg. Tá búðust tjóðirnar móti honum; veiddu hann í grøv og drógu hann vi...
Á sjeynda ári, tíggjunda dagin hins fimta mánaðar, komu nakrir av Ísraels elstu til tess at leita ráð við Harran og settust niður framman fyri meg. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, tala til Ísraels elstu og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Eru tit komnir til tess at leita ráð við meg? So satt sum...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Jerúsalem og lat talu tína streyma móti halgidóminum og profetera móti Ísraels landi og sig við Ísraels land: So sigur Harrin: Sí, eg ráðist á teg og dragi svørð mítt úr slíðrum og avoyði hjá tær bæði rættvís og gudleys. Av tí, at eg ætli at avoy...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, vilt tú ikki døma, vilt tú ikki døma hina blóðseku borg? Rýð henni allar andstygdir hennara um nasar og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei borgini, sum helti út blóð í miðjum sær til tess at lata ógævustund sína koma, og gjørdi sær hjágudar til tess at óreinska seg! Av t...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Eina ferð vóru tvær konur, døtur somu móður. Tær drivu hor í Egyptalandi í ungdómi sínum; har vórðu bróst teirra tumlað; har fóru menn við hondum um moyggjarbarm teirra. Hin eldra æt Óhola og systir hennara Óholiba. Eg fekk tær báðar, og tær aldu mær synir og døtur. Um n...
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú læði háðandi yvir, at halgidómur mín varð vanhalgaður og Ísraels land lagt oyði, og yvir, at Júdahús mátti fara í útlegd, tess...
Í ellivta ári, á fyrsta degi mánaðarins kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn! Av tí at Týrus háðandi sigur um Jerúsalem: Brotnar eru hurðar tjóðanna; tær standa mær opnar; áður var hon rík, men nú er hon toftir! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg komi yvir teg, Týrus, og lati mangar tjóðir herja ...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú mansbarn, hevja harmljóð um Týrus og sig við Týrus, ið liggur við havsins inngongd og rekur keypskap við tjóðirnar á teim mongu oyggjalondum: So sigur Harrin, drottin: Týrus, tú hugsaði: Fagurleiki mín er fullkomin! Teir bygdu teg úti í havinum, gjørdu teg frábera fagra. Úr sipris...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, sig við drotnara Týrusar: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú vart hástórur í hjarta tínum og hugsaði: Eg eri gudur, eg siti á gudasæti úti í miðjum havi! tó at tú ert maður og eingin gudur, men lítur at tær sjálvum eins og at einum gudi! Jú, tú ert vísari enn Dánjal; ein...
Tíggjunda árið, á tólvta degi hins tíggjunda mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Fárao, Egyptalands kongi, og profetera móti honum og øllum Egyptalandi: Tala og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal ráðast á teg, Fárao, Egyptalands kongur, tú mikli sjódreki, sum liggur o...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin: Eymkið tykkum: Á, tílíkur dagur! Tí at dagurin er í nánd! Dagur Harrans nærkast! Tað verður dagur skýsortans og tími tjóðanna! Svørðið kemur yvir Egyptaland, og Bláland tekur at skelva, tá ið vignir níga í Egyptalandi, og eyður te...
Ellivta árið, á fyrsta degi hins triðja mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, sig við Fárao, Egyptalands kong, og við hansara hámiklu múgvu: Við hvønn skalt tú javnmetast í mikilleika? Sí, tú ert sedrisviður á Libanon við føgrum greinum og skuggandi leyvi, hávaksin við krúnu, sum tekur upp í skýggini. ...
Á tólvta ári, fyrsta dagin hins tólvta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, hevja harmljóð um Fárao, kong Egyptalands, og sig við hann: Tú ungljón millum tjóðanna, tað er úti við tær! Og tó vart tú eins og sjódreki í havinum, froysti við nasunum og gruggaði vatnið við fótunum og móraði streymar tess. ...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, tala til landar tínar og sig við teir: Tá ið eg lati svørðið koma yvir eitthvørt land, og fólkið í landinum tekur mann úr hópi sínum og skipar hann varðmann sín, og hann sær svørðið koma yvir landið og blæsur í lúðurin til tess at gera fólkið vart við tað, men tann, ið hoyr...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera móti hirðum Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Vei hirðum Ísraels, ið røkta seg sjálvar! Er tað ikki seyðirnar, ið hirðarnir eiga at røkta? Mjólkina drukku tit og klæddu tykkum av ullini og slátraðu hini gøddu dýrini, men røktaðu ikki seyðin. Tit m...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Se'irs fjalli og profetera ímóti tí og sig við tað: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma yvir teg, Se'irs fjallaland, hevja hond mína móti tær og gera teg til oyðimørk og reyn! Borgir tínar tofti eg av, og sjálv skalt tú verða at oyði, so at t...
Men tú, mansbarn, profetera um Ísraels fjøll og sig: Tit Ísraels fjøll, hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin, drottin: Av tí at fíggindin rópaði eftir tykkum: Há, há! Hasar fyrndargomlu toftirnar, nú eru tær okkara ogn! tessvegna profetera tú og sig: So sigur Harrin, drottin: Av tí at grannatjóðirnar hava oytt og girnas...
Hond Harrans kom yvir meg og førdi meg í andanum út og slepti mær í miðjum dalinum; hann var fullur av mannabeinum. Og hann leiddi meg um tey allar vegir, og sí, har lógu tey í stórum rúgvum; tey vórðu upptornað. Og hann segði við meg: Mansbarn! Man lív koma aftur í hesi beinini? Eg svaraði: Harri, drottin, tú veitst t...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Gog í Mágog-landi, høvdinga yvir Rosj, Mesjek og Túbal, og profetera móti honum og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg ráðist á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! Eg skal snúgva tær á, seta onglar í kjálkar tínar og leiða teg út saman ...
Og tú, mansbarn, profetera tú móti Gog og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma fram á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! Eg snúgvi tær við og fari við tær, lati teg koma dygst úr norðuri og leiði teg niðan á Ísraels fjøll. Tá slái eg bogan úr vinstru hond tíni, og úr tíni høgru skulu ørvar tínar ...
Á tjúgunda og fimta ári eftir at vit vóru herleiddir, í byrjan ársins á tíggjunda degi mánaðarins, fjúrtanda árið eftir at borgin var tikin, beint á tí degi kom hond Harrans yvir meg og leiddi meg í gudasjónum til Ísraels lands og setti meg niður á mikið hátt fjall; á tí var yvir av mær eins og endurreist borg; og tá i...
Síðan leiddi hann meg inn í aðalhúsið og máldi veggstólparnar; teir vóru seks alnir breiðir hvørjumegin. Dyrnar vóru tríggjar alnir breiðar og duraveggirnir fimm alnir hvørjumegin. Tínæst máldi hann longd tess: fjøruti alnir; og breidd tess; tjúgu alnir. Síðan gekk hann í innhúsið og máldi durastólparnar; teir vóru tvæ...
Og hann førdi meg at innara forgarði í norðurætt og leiddi meg at skemmubygninginum, ið lá upp at tí avgirda økinum og bakbygninginum norðantil. Longdin var hundrað alnir og breiddin fimti. Áraka liðini í innara forgarði og áraka hitt steinsetta túnið, sum lá uttast í ytra forgarði, var súlnagongd yvir av súlnagongd í ...
Síðan leiddi hann meg at liðinum, ið horvdi í eystur, og sí, tá kom dýrd Ísraels Guðs úr eystri, og tað var at hoyra eins og dun av mongum vøtnum, og jørðin ljómaði av dýrd hansara. Sjónin var hin sama, sum eg hevði sæð, tá ið hann kom at týna borgina; og vagnurin líktist honum, sum eg hevði sæð við ánna Kebar; og eg f...
Hann leiddi meg nú aftur at halgidómsins ytra liði, sum horvdi í eystur; tað var lokað. Og Harrin segði við meg: Hetta liðið skal vera lokað og ikki upplatið, og eingin fara inn um tað, tí at inn um tað hevur Harrin, Ísraels Guð, gingið; tí skal tað vera lokað. Einans landshøvdingin má sessast har til tess at halda off...
Tá ið tit skifta landið út við lutakasti, skulu tit sum offuravskurð veita Harranum heilagan lut av landinum, tjúgu og fimm túsund alnir langan og tjúgu túsund alnir breiðan; hann skal vera heilagur innan fyri øll mark síni alt íkring. Av hesum skal falla inn undir halgidómin fýrhyrnt fløta, sum er fimm hundrað alnir h...
So sigur Harrin, drottin: Eysturliðið á innara forgarði skal vera lokað teir seks yrkisdagarnar; men á hvíludegnum skal tað vera latið upp og somuleiðis á tendringardegnum. Og landshøvdingin skal koma uttanífrá og ganga inn um forsal liðsins og standa við durastav liðsins; prestarnir skulu tá bera fram brennioffur og t...
Síðan leiddi hann meg aftur at tempuldurunum; og sí, vatn spratt upp undan tempulgáttini móti eystri; tí at framlið tempulsins horvdi eystureftir; og vatnið rann omaneftir suður um templið, sunnanvert við altarið. Tínæst førdi hann meg út um norðurliðið og fór við mær uttantil alt íkring at ytra eysturliði; og sí, har ...
Hesi eru nøvn ættanna: Longst norðuri frá havinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Hámat, og haðan til Házar-Enon við Dámaskusar landamarki norðantil fram við Hámat; frá eystursíðuni alt at vestursíðuni: Dán, ein landslut. Og fram við Dáns landaøki frá eystri til vesturs: Ásjer, ein landslut. Og fram við Ásje...
Á triðja ríkisári Jójakims, Júda kongs, kom Nebukadnezar, Bábel kongur, til Jerúsalem og kringsetti hana. Og Harrin gav Jójakim, Júda kong, upp í hendur hans og nøkur av ílátunum í húsi Guðs; hann flutti teir til Sjinear og setti ílátini inn í fæhirðslu guds síns. Og kongur beyð Asjpenaz hirðstjóra at velja millum Ísra...
Á øðrum ríkisári sínum droymdi Nebukadnezar dreymar, ið loyptu ekka á hann, so at hann ikki fekk sovið. Tá læt kongur kalla til sín spásagnarmenn og manarar, gandakallar og Kaldear, til tess at teir skuldu siga, hvat hann hevði droymt; og teir komu og gingu inn fyri kong. Kongur segði við teir: «Meg hevur droymt ein dr...
Nebukadnezar kongur læt gera standmynd av gulli, seksti alnir há og seks alnir breið, og setti hana upp í Dúradali í Bábelheraði. Og Nebukadnezar kongur læt boð fara um, at jallar, landshøvdingar og landsstjórar, ráðharrar, fæhirðar, lógkønir, dómarar og allir embætismenn skattlandanna skuldu koma til staðar, tá ið sta...
Nebukadnezar kongur sendir kvøðu til alra tjóða av øllum londum og tungumálum á allari jørðini: Heilir og sælir! Mær hevur toknast at kunngera tey tekin og undur, sum hin hægsti Guð hevur latið mær vera fyri. Hvør mong eru tekin hans og hvør mikil undur hans! Ríki hans er ævigt ríki, vald hans varir ætt eftir ætt! Eg, ...
Tað líkaði Dáriusi at leggja ríkið undir eitt hundrað og tjúgu jallar, ið skuldu vera um alt ríkið; yvir teimum setti hann tríggjar yvirhøvdingar, og var Dánjal ein teirra; fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so at kongur ikki skuldi fáa miss. Tá ið nú Dánjal bar av hinum yvirhøvdingunum og jøllunum, av tí at f...
Á fyrsta ríkisári Belsazzars Bábelkongs droymdi Dánjal dreym, og sjónir bórust honum fyri, meðan hann lá í rekkju síni. Síðan skrásetti hann dreymin og segði frá aðaltátti hans. Dánjal tók til máls og segði: Mær var fyri dreymasjón á nátt, og sí, himinsins fýra vindar østu upp meginhavið; og upp úr tí komu fýra stór dj...
Á triðja ríkisári Belsazzars kongs birtist mær, Dánjali, sjón, aftan á hina, sum eg hevði sæð frammanundan. Og eg sá í sjónini, og mær tóktist, at eg var í borgini Súsan í Elamheraði, og eg sá meg í sjónini standa við ánna Úlai. Og tá ið eg hugdi upp, sá eg veðr standa við ánna; hann hevði tvey stór horn, annað størri ...
Á fyrsta ríkisári Dáriusar Áhasverussonar, sum var mediskur av ætt og vorðin kongur yvir ríki Kaldea, á fyrsta ári ríkisstjórnar hans fór eg, Dánjal, at kanna í ritingunum tað áramál, sum Jerúsalem eftir orði Harrans til Jeremia profet skuldi liggja avtoftað, sjeyti ár. Tá snúði eg andliti mínum til Harrans Guðs og bøn...
Á triðja ári Kýrusar Persakongs fekk Dánjal, ið eisini nevndist Beltsazzar, opinbering; tað var sannleiksorð, ið boðar miklar trongdir; og hann tók eftir orðinum og gav sjónini gjølla gætur. Um tað mundið var eg, Dánjal, í sorg í tríggjar samfeldar vikur og neyt ongar krásir; kjøt og vín kom ikki um mínar varrar, og eg...
Sí, enn skulu tríggir kongar av Persiu koma fram, og hin fjórði skal verða ríkari enn allir hinir; og tá ið hann við eyði sínum hevur vunnið sær vald, skal hann búgva øllum út í hernað móti Grikkalands ríki. Men síðan skal veldigur kongur koma fram og stýra við miklum valdi og gera, sum hann vil. Men best sum hann sten...
Men tá man Mikael koma, hin mikli verndareingil, ið varðir um synir fólks tíns; tá verða tíðir so trongar, at eingin veit um tílíkt, alt meðan menn hava verið á fold. Men á teirri stund skal fólk títt bjargast, allir sum skráddir finnast í bókini. Og mangir teirra, sum undir moldum sova, skulu vakna upp, summir til at ...
Orð Harrans, ið kom til Hósea Beerissonar á teimum døgum, tá ið Uzzia, Jótam, Ákaz og Hiskia vóru kongar í Júda, og tá ið Jeróboam Jóasson var kongur í Ísrael. Av fyrsta sinni, tá ið Harrin talaði til Hósea, segði hann við hann: «Far og tak tær skøkju til konu og fá tær skøkjubørn, tí at landið drívur hor í trúloysi mó...
Setið at, ja, setið at móður tykkara, tí at hon er ikki longur kona mín, og eg eri ikki maður hennara; koyri hon burtur av andliti og bróstum sínum merki eftir hori og hjúnalagsbroti! Annars lati eg hana úr hvørjum tráði, so at hon stendur nakin, eins og tá ið hon varð fødd; eg geri hana at oyðimørk og vatnleysum reyni...
Og Harrin segði við meg: «Far aftur og elska konu, sum elskar annan mann og er ótrúgv, eins og Harrin elskar Ísraelsmenn, tó at teir víkja at øðrum gudum og hava tokka í vínberjakøkum.» Síðan keypti eg mær hana fyri fimtan silvursiklar og hálvan annan homer av byggi og segði við hana: «Langa tíð skalt tú sita mær einsa...
Hoyrið orð Harrans, tit Ísraelsmenn, tí at Harrin hevur mál at kæra við íbúgvar landsins; tí at eingin trúskapur er í landinum, eingin kærleiki og eingin kunnleiki um Guð. Teir svørja og ljúgva, myrða og stjala, dríva hor og bróta inn og elva eitt morðið fyri og annað eftir. Tessvegna syrgir landið, og alt, sum í tí li...
Hoyrið hetta, tit prestar, gevið gætur, tit Ísraelsmenn, og tit í kongsins húsi, lýðið á, tí at tykkum er dómurin ætlaður; tí at snerra eru tit vorðnir fyri Mizpu, úttant net á Tábor. Í Sjittim dýptu teir veiðigrøv sína, men eg verði teimum øllum at reipi. Eg tekki Efraim, Ísrael er mær ikki duldur; hor hevur tú Efraim...
«Komið, vit skulu snúgva aftur til Harrans; tí at hann hevur sundurkvett og man grøða okkum aftur, hann hevur sært og bindur um sár okkara; eftir tveimum døgum lívgar hann okkum, á triðja degi hann reisir okkum upp, til tess at vit skulu liva fyri ásjón hans. Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí a...
Komnar í ljósmála eru misgerðir Efraims og illverk Sámáriu; tí at svikum tey havast at; tjóvar bróta inn, og á gøtunum ræna ránsmannalið. Men tey minnast ikki til, at øll teirra vándska er mær í huga; nú eru kring tey gerðir teirra, tær eru komnar fyri ásjón mína. Við vándsku síni tey kongin gleða, høvdingarnar við lyg...