en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
Negotiations shall take place between the Minister of Finance and the municipalities regarding the financial division between the state and the municipalities.
BLARK_translated
Samráðingar vera millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og kommunurnar um fíggjarliga býtið millum land og kommunur.
The government considers this to be a practical question of security and political room for maneuver. The advantages and disadvantages for Faroese business and the financial sector should be analyzed further, and an assessment must be made of what Denmark and the United Kingdom will do regarding the currency issue befo...
BLARK_translated
Landsstýrið heldur, at hetta er ein praktiskur spurningur um trygd og politiskt rásarúm. Fyrimunir og vansar fyri føroyskt vinnulív og fíggjarheim skulu greinast nærri og metast skal um, hvat Danmark og Stórabretland gera við gjaldoyraspurningin, áðrenn ein skipan verður ásett. Landsstýrið ynskir eina skipan, ið gevur ...
The Ministry of Trade has asked a foreign company to analyze the framework for business investments in the Faroe Islands, and a report will be completed in the autumn.
BLARK_translated
Vinnumálastýrið hevur biðið eitt útlendskt felag um at greina karmarnar út fyri vinnulívsíløgum í Føroyum og ein frágreiðing verður liðug í heyst.
The Administration Group has described Faroese administration today in the White Paper, and the areas of language that are administered by Danish authorities. In summary, it is stated:
BLARK_translated
Fyrisitingarbólkurin hevur í Hvítubók lýst føroyska fyrisiting í dag, og tey málsøki, sum verða fyrisitin av donskum myndugleikum. Í høvuðsheitum verður staðfest:
Based on the report on an independent Faroese administration, the government acknowledges that a common “takeover policy” is not sensible — neither in terms of cost nor administration — where existing Danish systems would simply be managed with the same legislation and corresponding Faroese institutions and staff. Ther...
BLARK_translated
Við støði í frágreiðingini um sjálvstøðuga føroyska fyrisiting, ásannar landsstýrið, at ein vanligur "yvirtøkupolitikkur" ikki er skilagóður - hvørki kostnaðarliga ella fyrisitingarliga - har verandi danskar skipanir bert verða fyrisitnar við somu lóggávu og samsvarandi føroyskum stovnum og starvsfólki. Møguleikar eiga...
The government has agreed to establish a so-called “legislative forum,” where jurists inside and outside the administration will jointly review practices for law-making with regard to simpler legislation and administration, transparency in the administration, and legal certainty for citizens.
BLARK_translated
Landsstýrið hevur samtykt at stovna eitt sonevnt "lógarforum", har løgfrøðingar innan- og uttanfyri fyrisitingina í felag viðgera siðvenjur fyri lógarsmíði við atliti at einfaldari lóggávu og umsiting, gjøgnumskygni í fyrisitingini og rættartrygd hjá borgarunum.
Furthermore, it is necessary to make arrangements for other important areas, and to ensure necessary cooperation with Danish and international authorities. The administrative group points to these main issues:
BLARK_translated
Harumframt er neyðugt at gera skipanir fyri onnur týdningarmikil øki, og at tryggja neyðugt samstarv við danskar og altjóða myndugleikar. Fyrisitingarbólkurin vísir á hesi høvuðsmál:
The report states that the Faroes largely manage their own interests when it comes to relations with other countries.
BLARK_translated
Í frágreiðingini verður staðfest, at Føroyar sum er í stóran mun umsita síni egnu áhugamál, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini við onnur lond.
An independent Faroe Islands will demand more communication with other countries and international organizations, and there will therefore be a need to secure its own Faroese representation and other care of Faroese interests abroad. This can be done by establishing embassies in selected countries, appointing consuls, ...
BLARK_translated
Einar sjálvstøðugar Føroyar seta krøv um meiri samskifti við onnur lond og millumtjóða felagsskapir, og tørvur verður tí á at tryggja egna føroyska umboðan og aðra røkt av føroyskum áhugamálum úti í heimi. Hetta kann gerast við at seta á stovn sendistovur í útvaldum londum, at tilnevna konsular, og annars at keypa og g...
The administrative opinion points out that it will be necessary to establish an administration for the areas of the judiciary and the police. The administration of these matters can itself be organized within the existing administration in the public authorities without significant additional cost.
BLARK_translated
Fyrisitingarálitið vísir á, at neyðugt verður at skipa eina fyrisiting fyri málsøkini rættarskipan og løgregla. Sjálv fyrisitingin av hesum kann skipast innan verandi fyrisiting í løgmálum uttan munandi eykakostnað.
Legislation for the area will be prepared by the legal system committee, which is established under the constitutional committee. It must be expected that it will take several years to obtain an independent body of law and administration for the area, and it will be necessary to cooperate with Denmark or other countrie...
BLARK_translated
Lóggávan á økinum verður fyrireikað av rættarskipanarnevndini, sum er sett undir grundlógarnevndini. Roknast má við, at tað fer at taka nøkur ár at fáa eina sjálvstøðuga lóggávu og fyrisiting á økinum, og neyðugt er at samstarva við Danmark ella onnur lond um um rættar- og løgreglumál.
Today the Faroese health service pays for the services that are obtained from Denmark and other countries, and this can therefore continue without additional cost.
BLARK_translated
Í dag rindar føroyska heilsuverkið fyri tær tænastur, ið verða fingnar úr Danmark og øðrum londum og hetta kann tískil halda fram uttan eyka kostnað.
In the public sector it is confirmed that all legislation and administration will be prepared and fully taken over within 2 years.
BLARK_translated
Á almannøkinum verður staðfest, at øll lóggáva og fyrisiting er fyrireikað og fult yvirtikin innan 2 ár.
From now on, work is already underway to establish a public committee that will set the goals for a secure and transparent social welfare system, which provides all Faroese people with comprehensive public social security in the Faroe Islands.
BLARK_translated
Harumframt verður longu nú virkað fyri at seta eina almannanevnd, ið skal seta málini fyri eini tryggari og gjøgnumskygdari almannaskipan, ið veitir øllum føroyingum eina fullgóða almanna trygd í Føroyum.
In summary, the government believes it is necessary to reach an agreement to clarify the constitutional status, and to tackle the major challenges ahead. For a more independent Faroe Islands, it is necessary going forward to find political agreements in these areas:
BLARK_translated
Samanumtikið heldur landsstýrið, at neyðugt er at fáa semju um at greiða ríkisrættarligu støðuna, og at fara undir tær stóru avbjóðingar, ið standa fyri framman. Fyri einar sjálvstøðugar Føroyar, er neyðugt frameftir at finna politisk semjur innan hesi øki:
Better framework for the development of existing and new industries with sustainable legislation and institutions.
BLARK_translated
Betri karmar fyri menning av verandi og nýggjum vinnum við haldgóðum lógarverki og skipanum.
Clear economic and fiscal governance aimed at reducing fluctuations in the Faroese economy and ensuring a steady economic course, among other things by establishing an economic fund.
BLARK_translated
Greið búskaparlig og fíggjarpolitisk stýring, ið miðar eftir at minka um sveiggini í føroyska búskapinum og tryggja eina javna búskapargongd, m.a. við at seta ein búskapargrunn á stovn.
Development of Faroese culture, education and research as a foundation for the participation of Faroese people in the international community.
BLARK_translated
Menning av føroyskari mentan, útbúgving og gransking sum grundarlag fyri luttøku føroyinga í altjóða samfelagnum.
A sufficient public service level with equal rights for all citizens within the public, health, education and cultural sectors.
BLARK_translated
Eitt nøktandi alment tænastustøði við javnbjóðis rættindum hjá øllum borgarum innan almanna-, heilsu-, útbúgvingar- og mentanarøkið.
A clear division of tasks and responsibilities between national and municipal authorities that gives the various areas of the country equal opportunities to develop.
BLARK_translated
Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum lands- og kommunalar myndugleikar, sum gevur ymsu økjunum í landinum javnbjóðis møguleikar at mennast.
A strengthened foreign policy and increased participation in international cooperation, including in trade relations, market access, education and research.
BLARK_translated
Styrktur uttanríkispolitikkur og økt luttøka í altjóða samstarvi, heruppií samhandil, marknaðaratgongd, útbúgving og gransking.
A security-political arrangement with the neighboring countries in the North Atlantic that preserves the security balance in the region.
BLARK_translated
Ein trygdarpolitisk samskipan við grannalondini í norðurhøvum, ið varðveitir trygdarjavnvágina í økinum.
101-3 Report pursuant to § 51, subsection 4, in the parliamentary rules on advising about education and research policy in the future in connection with the self-government project
BLARK_translated
101-3 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina
On 16 November 1999, Signar á Brúnni, Minister of the Government, on behalf of the government submitted the following
BLARK_translated
Ár 1999, 16. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
The report describes the purpose of the education and research activities as follows:
BLARK_translated
Í álitinum verður endamálið hjá útbúgvingar- og granskingarverkinum lýst soleiðis:
To offer everyone the opportunity to educate themselves and on equal terms develop their practical, academic and creative abilities throughout life.
BLARK_translated
At bjóða øllum møguleika at útbúgva seg og á jøvnum føti menna síni verkligu, bókligu og skapandi evni alt lívið.
To create a knowledge base in society that the public, authorities and business can use as a foundation for informed decisions that ensure sustainable solutions.
BLARK_translated
At skapa eitt vitanarstøði í samfelagnum, sum almenningur, myndugleikar og vinnulív kunnu nýta sum grundarlag undir skilagóðum avgerðum, sum tryggja varandi loysnir.
To ensure good cooperation between schools, educational institutions, the public sector and business.
BLARK_translated
At skipa fyri góðum sambandi millum skúlar, útbúgvingarstovnar, almenning og vinnulív.
In short, to create good and enriching frameworks for education, development and research, so we get the most out of the Faroe Islands’ greatest resource: the knowledge and courage of the people.
BLARK_translated
Í stuttum at skapa góðar og mennandi karmar um útbúgving, menning og gransking, so vit fáa sum mest burtur úr størsta tilfeingi Føroya: viti og áræði hjá fólkinum.
These are views that I fully support. I believe this is the foundation on which we must build our education and research.
BLARK_translated
Hetta eru sjónarmið, sum eg taki fult undir við. Eg haldi, at hetta er tað grundarlag, sum vit mugu byggja okkara útbúgving og gransking á.
Our school system is young. We did not take over the administration of the school system until 1979, and financial responsibility became a reality in 1988, when the overall funding (block grant system) was introduced. It was not until 1988 that our responsibility became real, i.e., for a little over 11 years.
BLARK_translated
Okkara skúlaverk er ungt. Vit yvirtóku ikki fyrisitingina av skúlaverkinum fyrr enn í 1979 og búskaparliga ábyrgdin varð ein veruleiki í 1988, tá ið heildarveitingin (blokkstuðulsskipanin) kom. Ikki fyrr enn í 1988 gjørdist ábyrgd okkara verulig, t.e. fyri góðum 11 árum síðani.
Our schools are today spread across the country. The primary schools — 61 in number — are located as close to the citizens as possible, while the upper secondary/vocational schools are in the Northern Isles (Technical School, Seamen’s School, HF program), Kambsdalur (Commercial School, Gymnasium/Upper Secondary School ...
BLARK_translated
Okkara skúlar eru í dag spjaddir kring landið. Fólkaskúlarnir - 61 í tali - liggja so nær borgarunum sum gjørligt, meðan miðnámsskúlarnir/vinnuskúlarnir eru í Norðoyggjum (Tekniski skúli, Sjómansskúli, HF-skeið), Kambsdali (Handilsskúli, Studentaskúli og HF-skeið), Tórshavn (Studentaskúli og HF-skeið, Handilsskúli, Tek...
If we are to create a real school environment, a certain level of coordination is necessary so that the schools have the opportunity to develop, both within their own area and across types of schools. Therefore it is necessary to organize these schools into regional units, for example coordinating the primary schools w...
BLARK_translated
Skulu vit fáa skapt eitt veruligt skúlaumhvørvi, er neyðugt við eini ávísari samskipan soleiðis, at skúlarnir fáa møguleika at menna seg, bæði innan egið øki og tvørtur um skúlaslag. Tí er neyðugt at skipa hesar skúlar í økispartar, t.d. at fólkaskúlarnir uttan framhaldsdeild verða samskipaðir í størri mun runt um fólk...
To ensure our young people are supported during their education, an international office will be established, which, among other things, will serve as a hub for knowledge about educational, research, and funding opportunities outside the Faroe Islands.
BLARK_translated
Fyri at tryggja okkara ungfólki undir útbúgving, verður ein altjóða skrivstova sett á stovn, ið m.a. skal virka sum savningarstaður fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar.
In summary, it will be necessary to provide the school system with a financial foundation that can ensure the mentioned plans can be carried out. If the development of each citizen is to be secured, it is necessary to give the educational system the financial conditions to do so.
BLARK_translated
Samanumtikið verður neyðugt at útvega skúlaverkinum eitt fíggjarligt grundarlag, sum kann tryggja, at nevndu ætlanir kunnu verða framdar. Skal menningin hjá einstaka borgaranum verða tryggjað, er neyðugt at veita undirvísingarverkinum fíggjarligar fyritreytir fyri hesum.
The upbringing of the children must take place within a setting where an overall system is required and where those involved in the education work are aware of one another.
BLARK_translated
Uppalingin av børnunum skal fara fram í einum høpi, har ein heildarskipan er kravd fyri eyga og har tey, sum eru virkin í uppalingarstarvinum, vita av hvørjum øðrum.
The school leadership shall organize matters so that all guidance concerning the teaching is carried out within an overall framework with regard to the student's abilities.
BLARK_translated
Skúlans leiðsla skal skipa so fyri, at øll ráðlegging um undirvísingina skal verða gjørd í einum heildarhøpi við atliti at førleika næmingsins.
It is necessary to ensure that there is conformity with Article 12 of the Universal Declaration of Human Rights, in which the Faroe Islands have their share, concerning the rights of the child and the educational mission.
BLARK_translated
Neyðugt er at tryggja, at samsvar verður millum § 12 í heimsyvirlýsingingini, sum Føroyar hava sín lut í, um rættindi barna og uppalingarstarvið:
In the Parliamentary Act on the Folk School (primary/compulsory school), the mentioned considerations have been taken into account, where it is said, among other things: "The determination of working methods, approaches and choice of subject matter shall to the greatest extent be carried out in collaboration between th...
BLARK_translated
Í løgtingslógini um fólkaskúlan eru nevndu sjónarmiðum tikin við, har tað m.a. verður sagt: "Ásetingin av arbeiðsformum, -háttum og evnisvali skal í mestan mun fara fram í samstarvi millum lærararnar og næmingarnar".
The school must develop the pupil’s creative abilities. In play and games the child explores possibilities. Imagination and play are connected to each other. The public school must acknowledge this reality in its everyday practice.
BLARK_translated
Skúlin skal menna skapandi evni næmingsins. Í spæli og leiki sær barnið møguleikar. Hugflog og spæl/leikur eru knýtt hvørt at øðrum. Fólkaskúlin má ásanna henda veruleika í sínum gerandisdegi.
The ICT project in the primary school is an important part of the organization of the school system, and this project will be built upon so that in the future it will encompass the entire school system.
BLARK_translated
KT- verkætlanin í fólkaskúlanum er ein týdningarmikil liður í samskipanini av skúlaverkinum og bygt verður víðari á hesa verkætlan, so hon í framtíðini umfatar alt skúlaverkið.
A study will be initiated to examine how educational and research institutions can fulfill the role as centers of knowledge and culture. This work shall cover structural, technical and financial matters.
BLARK_translated
Eitt útgreiningararbeiði verður sett í verk fyri at kanna, hvussu undirvísingar- og granskingarstovnarir kunnu røkja uppgávuna sum vitanar- og mentanardeplar. Hetta arbeiði skal umfata bygnaðarlig, tøknilig og fíggjarlig viðurskifti.
All education programs will be compared with the aim of establishing greater horizontal cooperation and creating opportunities for recognition of examinations across school boundaries.
BLARK_translated
Allar útbúgvingar verða samanbornar við tí fyri eyga at fáa í lag størri vatnrætt samstarv og skapa møguleikar fyri góðskriving av próvtøkum tvørtur um skúlamørk.
Faroese research policy should be formed based on its own conditions, land, people, culture and nature. Research and higher education are linked. Therefore research policy should to a large extent be drafted with regard to higher academic education.
BLARK_translated
Føroyskur granskingarpolitikkur eigur at verða myndaður á støði í egnum fortreytum, landi, fólki, mentan og náttúru. Gransking og hægri útbúgving hanga saman. Granskingarpolitikkur eigur tí í stóran mun at verða tilevnaður við atliti at hægri akademiskari útbúgving.
An important prerequisite for achieving these goals is to pursue a research policy that creates good and stimulating conditions for the relevant academic education, that provides good conditions for research and the research environment, and that ensures development including the dissemination of Faroese research resul...
BLARK_translated
Ein týðandi fortreyt at røkka hesum málum er at reka ein granskingarpolitikk, ið skapar góðar og mennandi karmar um viðkomandi útbúgvingar á akademiskum stigi, ið skapar góðar karmar um gransking og granskingarumhvørvi og sum tryggjar menning herundir formiðling av føroyskum granskingarúrslitum. Føroysk gransking skal ...
that the plan ensures that bridges are built between industry and research
BLARK_translated
at ætlanin tryggjar, at brýr verða bygdar millum vinnulív og gransking
that the plan accelerates the organization of cooperation between parties who have control over expertise in academic education, research, knowledge, counseling and funding
BLARK_translated
at ætlanin skundar undir, at samstarv verður skipað millum partar, ið ráða yvir førleika innan akademiska útbúgving, gransking, vitan, ráðgeving og fæfeingi
to ensure balance between different types of research with regard to both the proportion between basic research, mission-oriented research and commissioned research and with regard to the balance between the various sciences.
BLARK_translated
at tryggja verður javnvág millum ymisk sløg av gransking við atliti at so væl lutfalli millum fría gransking, endamálsgransking og bílagda gransking sum atliti at javnvágini millum tey ymisku vísindini.
that research activities at various research institutions and institutions with a research obligation are coordinated
BLARK_translated
at granskingarvirksemið á ymiskum granskingarstovnum og stovnum við granskingarskyldu verður samskipað
to submit to the Løgting a proposal on a Declaration from the Faroese Government on research, technology and development
BLARK_translated
at leggja fyri løgtingið uppskot um Yvirlýsing frá Føroya Landsstýri um gransking, tøkni og menning
to revise the law on the Research Council with regard to the aforementioned issues and recommendations in the education policy statement
BLARK_translated
at endurskoða lógina um Granskingarráð við atliti at frammanfyristandnadi málum og tilmælum í útbúgvingarpolitikkálitinum
to revise the legislation on the University of the Faroe Islands and the laws concerning those institutions that have an obligation to conduct research with regard to the aforementioned issues and recommendations in education policy. The legislation should aim to gather all higher education in one place, namely at the ...
BLARK_translated
at endurskoða lóggávuna um Fróðskaparsetur Føroya og lóggávuna um teir stovnar, ið hava granskingarskyldu við atliti at frammanfyristandandi málum og tilmælum í útbúgvingarpoltikkálitinum. Lóggávan eigur at miða ímóti at savna alla hægri undirvísing á einum staði nevniliga á Fróðskaparsetrinum. Lóggávan eigur samstundi...
to strengthen and develop existing higher education in the humanities, social sciences, and natural sciences
BLARK_translated
at styrkja og menna verandi hægri úbúgvingar innan hugvísindi, samfelagsvísindi og náttúruvísindi
to develop the library system so that it can provide education and research with the services that are prerequisites for higher education and research
BLARK_translated
at menna bókasavnverkið, so at hetta kann veita útbúgvingini og granskingini tær tænastur, ið eru fortreytir fyri hægri útbúgving og gransking
As the situation stands today, our system as a whole is based on the Danish system, while the schools operate more independently. The course is set toward gradual work toward our own system and greater centralization locally.
BLARK_translated
Sum støðan er í dag, tekur okkara skipan sum heild støði í donskum skipanum, samstundis sum skúlarnir liggja meira fyri seg sjálvar. Kósin er sett í móti stigvísum arbeiði fram móti egnari skipan og størri miðsavnan á staðnum.
101-4 Report pursuant to section 51, subsection 4, of the Rules of Procedure on the situation of the disabled
BLARK_translated
101-4 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um støðuna støðuna hjá teimum brekaðu
On 3 December 1999, Helena Dam á Neystabø, minister, on behalf of the government presented the following
BLARK_translated
Ár 1999, 3. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
The Minister of Social and Health Affairs hereby presents a report on the situation of people with disabilities, in connection with the International Day of Persons with Disabilities on December 3, 1999.
BLARK_translated
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur við hesum fram frágreiðing um støðuna hjá teimum brekaðu, í sambandi við alheims handikappdagin 3. desember 1999.
The United Nations is an organization that works to eliminate discrimination between nations, between peoples, between citizens and between different social groups. The organization works for equal rights for all.
BLARK_translated
Alheimsfelagsskapurin Sameindu tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll.
The Faroe Islands are still not an independent member of the UN. Nevertheless, we should place great emphasis on the Faroe Islands following the UN's international guidelines.
BLARK_translated
Enn eru Føroyar ikki sjálvstøðugur limur í ST. Kortini eiga vit at leggja stóran dent á, at Føroyar fylgja altjóða leiðsreglum STs.
The UN's purpose in drafting these Model Rules is to establish certain internationally recognized standards that will ensure the rights of persons with disabilities and their equality. In the same way that the universally recognized human rights charter has operated for many years, these model rules are to be regarded ...
BLARK_translated
Endamálið hjá ST at orða hesar Fyrimyndarreglur er at áseta nøkur altjóða viðurkend stevnumið, sum skulu tryggja rættindi teirra brekaðu og javnstøðu teirra. Á sama hátt sum alheims viðurkendi mannarættindasáttmálin hevur virkað í nógv ár, eru hesar fyrimyndarreglur at meta sum mannarættindi hjá brekaðum fólki.
Now that the UN model rules have been translated into Faroese, the political issues concerning equality and equal rights have been made visible and tangible — not least how to proceed.
BLARK_translated
Nú ST-fyrimyndarreglurnar eru komnar á føroyskum, eru tey politisku málini um javnstøðu og javnbjóðis rættindi teirra brekaðu gjørd sjónlig og ítøkilig, og ikki minst, hvussu farast skal fram.
The ST model rules provide concrete guidance that the Løgting, the Government and other authorities as well as individuals and organizations can and should directly use as a basis for greater awareness and initiative in their daily work.
BLARK_translated
ST-fyrimyndarreglurnar geva ítøkiliga leiðbeining, sum Løgting, Landsstýri og aðrir myndugleikar eins væl og einstaklingar og feløg beinleiðis kunnu og eiga at brúka, sum grundarlag undir meiri tilvitsku og framtakssemi í tí dagliga arbeiðinum.
In general, the main principles place great emphasis on the fact that it is about changed attitudes in all areas of society, and that there is a close relationship between the environment and the attitudes of ordinary people and the limitations that people with disabilities are aware of and experience every day. And th...
BLARK_translated
Yvirhøvur leggja meginreglurnar stóran dent á, at tað snýr seg um broyttan hugburð á øllum økjum í samfelagnum, og at tað er neyvt samband millum umhvørvi og hugburð hjá vanliga fólkinum og so tær avmarkingar, sum einstaklingar, ið eru brekaðir, vita um og kenna hvønn einasta dag. Og at tað eru avmarkingarnar í umhvørv...
This means that it is not only a matter of social affairs or health matters when we talk about ensuring that all citizens who have disabilities have the opportunity to achieve full participation and equal opportunities, but a shared responsibility that also rests on the school system, cultural life, the labor market, a...
BLARK_translated
Hetta merkir, at tað ikki bara snýr seg um almannaviðurskifti ella heilsuviðurskifti, tá ið vit røða um at tryggja øllum borgarum, ið bera brek møguleikan fyri at fáa fulla luttøku og somu møguleikar, men um eina felags ábyrgd, sum eisini hvílur á skúlaverki, mentunarlívi, arbeiðsmarknaði, samferðslu.
Although these rules are not binding, they can become a model for the whole world when many nations implement them with plans to respect them as a rule in international law. They require each individual nation to commit itself both morally and politically to working for equality for disabled people.
BLARK_translated
Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt, at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk.
This is also how we must ensure that the policies carried out in the Faroe Islands comply with the “Model Rules on Equal Rights for People with Disabilities.” Among other things, in this way the Faroe Islands integrate themselves into the international community.
BLARK_translated
Soleiðis eiga vit eisini at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin í Føroyum er í samsvari við "Fyrimyndarreglurnar um javnlík rættindi hjá brekaðum". Millum annað á henda hátt lima Føroya seg inn í altjóða samfelagið.
The ST main rules point to the tasks and importance of the associations they established.
BLARK_translated
ST-meginreglurnar vísa á uppgávurnar og týdningin hjá feløgum teirra brekaðu.
In the parliamentary budget law for recent years, the Association of Those Who Broke Their Fingers has received 900,000 kroner in support.
BLARK_translated
Í løgtingsfíggjarlógini fyri tey síðstu árini hevur Meginfelag teirra brekaðu fingið 900.000 kr. í stuðli.
MBF is a coordinating association for many member organizations. The support is paid out so that the organizations receive a basic amount in addition to a payment based on the number of members.
BLARK_translated
MBF er ein samskipanarfelagsskapur fyri nógv limafeløg. Stuðulin verður útgoldin soleiðis, at feløgini fáa eina grundupphædd umframt gjald eftir limatali.
Furthermore, the association Javni will receive 300,000 kr. in the current year, and the same amount is allocated in the budget for the year 2000. The association Javni also runs a focused informational activity around the country and represents its members vis-à-vis the government and other authorities.
BLARK_translated
Harumframt fær felagið Javni í inniverandi ári 300.000 kr., og er sama upphædd sett av á fíggjarlógini fyri ár 2000. Eisini felagið Javni rekur eitt miðvíst upplýsandi virksemi kring landið og umboðar limir sínar mótvegis landsstýri og øðrum myndugleikum.
If we summarize the communication between the government and MBF and the Council regarding disabilities, there are four main issues that stand out:
BLARK_translated
Taka vit saman um samskiftið millum landsstýrið og MBF og Ráðið fyri brekað eru tað serliga fýra høvuðsmál sum troðka á:
lacking access to treatment and training opportunities for people with mobility impairments and others with disabilities or illness
BLARK_translated
vantandi viðgerðar- og venjingarmøguleikar hjá rørslutarnaðum og øðrum í bera brek ella sjúku
This is a complex issue that concerns public legislation, child welfare legislation, healthcare, and the education system. And the question covers children, youth, and the elderly.
BLARK_translated
Talan er um ein samansettan spurning, ið bæði snýr seg um almannalóggávuna, barnaforsorgarlóggávuna, heilsuverkið og skúlaverkið. Og spurningurin fevnir um bæði børn, ung og gomul.
Likewise, various patient organizations concerned with movement disorders, such as MBF, have organized meetings, to which the school system/special education department was also invited.
BLARK_translated
Somuleiðis hava ymisk sjúklingafeløg, ið varða av rørslutarnaðum, eins og MBF skipað fyri fundum, har eisini skúlaverkið/Sernámsdepulin var boðið við.
At such a joint meeting this spring, it was agreed to appoint a working group to analyze the need and possibilities for meeting that need here in the Faroe Islands, and to examine how the school system and the public and health services can cooperate on the issue. Preparatory meetings were held, and in consultation wit...
BLARK_translated
Á tílíkum felagsfundi í vár, varð komið ásamt um, at seta ein arbeiðsbólk at greina út tørvin og møguleikar at nøkta tørvin her í Føroyum, og at greina út, hvussu skúlaverk og almanna og heilsuverk kunnu samstarva um spurningin. Fyrireikandi fundir vóru hildnir, og í samráð við Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlam...
That describes how we in the Faroe Islands can meet the need for treatment, follow-up treatment and rehabilitation in the best and most sensible way.
BLARK_translated
Sum lýsir á hvønn hátt vit í Føroyum kunnu nøkta tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing á besta og á mest skynsaman hátt.
There is therefore a need for rules that set requirements for roads and similar facilities, buildings and areas outside buildings to be designed so that people with mobility impairments and disabilities are also ensured good access possibilities.
BLARK_translated
Tørvur er tí á reglum, sum áseta krøv um, at vegir, og líknandi anlegg, bygningar og øki uttanum bygningar, verða gjørd soleiðis, at eisini rørslutarnaðum og brekaðum verða tryggjaði góðar atkomumøguleikar.
Public buildings must be arranged so that they are accessible for disabled people. Public means of transport, i.e., buses, ferries, airplanes, rental cars, should in almost all cases be accessible for disabled people.
BLARK_translated
almennir bygningar skulu innrættast soleiðis at teir eru atkomuligir fyri brekað. Almen flutningstól, tvs. bussar, ferjur, flogfør, hýruvognar, eiga í so at siga næstan øllum førum at vera atkomulig fyri brekað.
The country's special transport system must be expanded so that everyone can have their need for transportation met both locally and nationwide.
BLARK_translated
Serflutningsskipan Landsins skal útbyggjast, soleiðis at øll kunnu fáa nøktað koyritørvin bæði lokalt og uppá landsplan.
streets, roads, etc. should be made in such a way that traffic for all groups of disabled people is given priority wherever that is possible.
BLARK_translated
gøtur, vegir v.m eiga at gerast á ein slíkan hátt, at ferðslan fyri allar bólkar av brekaðum verður sett í hásæti, har tað kann lata seg gera.
With advice and planning of buildings, the authority responsible must ensure that the building is friendly to people with disabilities. To get the best results, good and close cooperation with the Association of People with Disabilities (MBF) is necessary.
BLARK_translated
við ráðlegging og projektering av bygningum skal ábyrgdarmyndugleikin tryggja, at byggingin er vinarlig fyri brekað. Fyri at fáa tað besta burturúr er neyðugt við góðum og tøttum samarbeiði við "Meginfelag Teirra Brekaðu (MBF)".
The Social Services Agency currently manages a system with support teachers. The plan is that this system will be merged with the special care services, and that the system will be better coordinated than it is today.
BLARK_translated
Almannastovan umsitur ídag eina skipan við stuðulspedagogum. Ætlanin er at henda skipan skal leggjast saman við serforsorgina, og at skipanin skal samskipast betri enn hon er í dag.
In 1998 the Nursing for the Disabled and Home Care, which had previously been part of the Social Services Agency, were merged under a new joint management. This was done because it was considered that these two areas handle roughly the same tasks, and in many cases the same target groups. For example, people with menta...
BLARK_translated
Í 1998 var Serforsorgin og Heimarøktin, sum fyrr hava verið ein partur av Almannastovuni, løgd saman undir eina nýggja felags leiðslu. Hetta varð gjørt, tí mett varð, at hesi bæði økini røkja á leið somu uppgávur, og í fleiri førum somu málbólkar. Sum dømi kann nevnast tey psykisk sjúku, sum við hesi skipan kunnu fáa h...
This coordination work has begun, and steps have been taken to organize some of the institutions that house mentally ill people. It concerns two independent foundations in Tórshavn, which were originally established by private individuals.
BLARK_translated
Hetta samskipanararbeiði er byrjað, og farið er í gongd við at skipað nakrar av teimum stovnum sum hýsa psykiskt sjúkum fólki. Talan er um tveir sjálvsognarstovnar í Havn, sum upprunaliga vórðu settir á stovn av privatum.
The public trust institution “Sambýlir” was established in 1998 by the Minister of Social and Health Affairs. The management of the public trust institution “Sambýlir” is a three-member board, appointed by the minister, which must represent the Ministry of Social and Health Affairs and the Housing Loan Fund.
BLARK_translated
Sjálvsognarstovnurin "Sambýlir" er settur á stovn í 1998 av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum. Leiðslan fyri Sjálvsognarstovnin "Sambýlir" er ein 3-manna nevnd, sum landsstýrismaðurin velur, og sum skulu umboða Almanna- og heilsumálastýrið og Húsalánsgrunnin.
In the year 2000, it is planned to change the welfare and child welfare legislation. In particular, the welfare law is the law that concerns the disadvantaged.
BLARK_translated
Í ár 2000 er ætlanin at broyta forsorgar- og barnaforsorgarlóggávuna. Serliga forsorgarlógin er tann lógin sum viðvíkur teimum brekaðu.
Based on this report as well as on the Model Rules concerning equal opportunities for disabled people, the Faroese Parliament is called upon to hold a debate about the conditions of their disabled citizens in connection with the International Day of Persons with Disabilities in 1999.
BLARK_translated
Við støði í hesari frágreiðing eins og við støði í Fyrimyndarreglunum um javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk, verður heitt á Føroya Løgting at hava eitt orðaskifti um viðurskifti teirra brekaðu í sambandi við alheims dag teirra brekaðu í 1999.
Year 2000, 26 January, Anfinn Kallsberg, Prime Minister, on behalf of the government presented the following
BLARK_translated
Ár 2000, 26. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
The corresponding parliamentary resolution from October 1998 instructed the government in 1999 to allocate considerable resources to analyze constitutional, international law, administrative and economic matters that are of great importance for the plans to give Faroese people full responsibility for their own country....
BLARK_translated
Samsvarandi løgtingssamtykt frá oktober 1998 setti landsstýrið nógva orku av í 1999 at greina stjórnarrættarlig, altjóðarættarlig, fyrisitingarlig og búskaparlig viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri ætlanirnar at fáa føroyingum fulla ábyrgd av egnum landi. Hesar kanningar vórðu almannakunngjørdar í Hvítubók við fyl...
The government hopes that the negotiations and ratification procedures regarding the agreement can be completed this year.
BLARK_translated
Landsstýrið vónar, at samráðingar og staðfestingarmannagongdir viðvíkjandi sáttmálanum kunnu verða loknar í ár.
Security policy has consequences for the concrete defensive tasks that the Danish Ministry of Defence is responsible for. The main tasks of the Danish defence in the Faroe Islands include surveillance and sovereignty assertion, fisheries control, search and rescue. In peacetime the Danish defence performs these militar...
BLARK_translated
Trygdarpolitikkurin hevur avleiðingar fyri tær ítøkiligu útinnandi verjuupp-gávurnar, ið danska verjumálaráðið situr fyri. Høvuðsuppgávurnar hjá donsku verjuni í Føroyum fevna um eftirlit og fullveldishevd, fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging. Í friðartíðum røkir danska verjan tær hernaðarligu uppgávurnar á føroysk...
The system of home rule does not permit Faroese authorities to take over the area of security matters, because this is directly linked to sovereignty.
BLARK_translated
Heimastýrisskipanin heimilar ikki føroyskum myndugleikum at yvirtaka málsøkið trygdarmál, av tí at hetta er beinleiðis knýtt at fullveldinum.
After the publication of "Svørtubók" it has become clear that various governments and especially prime ministers in several instances have been in a very unfortunate conflict of loyalty, where loyalty to the Danish government on security matters was placed above loyalty to the Faroese parliament.
BLARK_translated
Eftir útgávuni av "Svørtubók" er tað vorðið greitt, at ymisk landsstýri og serstakliga løgmenn í fleiri førum hava verið í eini sera óhepnari tvístøðu, har trúskapur mótvegis donsku ríkisstórnini í trygdarmálum varð settur hægri enn trúskapur mótvegis Føroya løgtingi.
The report also states that Danish and other foreign politicians and officials on several occasions have carried out security-political plans, including the construction of military bases, and have not informed Faroese authorities about these plans.
BLARK_translated
Frágreiðingin lýsir eisini, at danskir og aðrir útlendskir politikkarar og embætisfólk í fleiri førum hava framt trygdarpolitiskar ætlanir um m.a. bygging av hernaðarstøðum og hava ikki kunnað føroyskar myndugleikar um hesar ætlanir.
The Prime Minister has decided to begin research in archives eastwards, primarily in former Soviet archives, so that a more balanced understanding can be obtained of the military and security-political significance of the Faroe Islands during the Cold War. However, this plan is postponed indefinitely, because the budge...
BLARK_translated
Løgmaður hevur avgjørt at fara undir rannsóknir í skjalasøvnum eystanfyri, fyrst og fremst í fyrrverandi sovjetiskum skjalasøvnum, soleiðis at ein meira javnvigað fatan fæst av hermálsliga og trygdarpolitiska týdningi Føroya undir kalda krígnum. Tó er henda ætlan útsett í óásetta tíð, av tí at fíggjarkarmurin hjá Løgma...
When Denmark enacted the law on the EEZ on 1 July 1996, that law, with regard to the fisheries dispute with Britain, was not put into force for the Faroe Islands. Denmark has otherwise still not ratified the maritime delimitation convention, partly at the Prime Minister’s request, so that it would not harm us in the bo...
BLARK_translated
Tá ið Danmark setti lóg um EEZ í gildi 1. juli 1996 varð henda lóg við atliti at marknatrætuni við Bretland ikki sett í gildi fyri Føroyar. Danmark hevur annars framvegis ikki staðfest havrættarsáttmálan, m.a. eftir ynski løgmans um, at tað skuldi ikki darva okkum í marknatrætuni við Bretland.
Since the last report on foreign affairs, it is pleasing that it was possible to reach agreement with the British on the boundary between the Faroe Islands and Britain. On 18 May 1999 the Prime Minister was able, together with the Danish Foreign Minister and a British Minister of State at the Foreign Office, to sign th...
BLARK_translated
Síðani seinastu frágreiðing um uttanlandsmál er tað gleðiliga hent, at tað eydnaðist at koma ásamt við bretar um markið millum Føroya og Bretlands. Tann 18. mai 1999 kundi løgmaður saman við danska uttanríkisráðharranum og einum bretskum varauttanríkisráðharra undirrita sáttmálan, og tann 21. juli 1999 varð við orðsend...
This agreement defines the continental shelf boundary within 200 nautical miles and the fishing zone, including special rules for the so‑called "special area," where the parties' fishing boundary lines have been adjusted and where both parties still have fishing rights.
BLARK_translated
Hesin sáttmáli ásetur landgrunsmarkið innan fyri 200 fjórðingar og fiskimarkið, íroknað serreglur fyri tað sonevnda "serøkið", har fiskimarksmiðlinjur partanna hava umskarast, og har báðir partar framvegis hava fiskiveiðiløgdømi.
Against Iceland, the Faroe Islands have had a median line since 1977, but the parties have not agreed on how the median line should be calculated. Iceland calculates the median line from the skerry Hvalsbaki. The Faroe Islands do not consider that to be correct.
BLARK_translated
Móti Íslandi hava Føroyar havt miðlinjumark síðan 1977, tó hava partarnir ikki verið samdir um, hvussu miðlinjan skuldi verða roknað. Ísland roknar miðlinjuna úr skerinum Hvalsbaki. Tað halda Føroyar ikki vera rætt.