text stringlengths 1 888k |
|---|
Hví hevur tú, Guð, okkum koyrt burtur med alla, hví rýkur tín vreiði móti tí fylgi, tú røktar? Minst til tín flokk, sum tú vanst tær í forðum! Gloym ikki arvagrein tína, Zions fjall, har tú býrt! Lyft upp tíni fet til tær ævigu toftir, í halgidóminum illa er fíggindin farin við øllum! Tínir fíggindar ýldu inni í samkom... |
Til songmeistarans, al tasjket, ein sálmur av Ásafi, ein songur. Vit lova tær, Guð, vit syngja tær lov; tey, ið kalla á navn títt, siga frá undurverkum tínum. «Um enn frest eg gevi, eg tó við rættvísi dømi. Um enn jørðin riðar og allir íbúgvar hennar, eg tó súlur hennar festi.» Sela. Við dárarnar sigi eg: «Verið ikki d... |
Til songmeistarans; við streingjaleiki Kunnur er Guð í Júda, mikið er navn hans í Ísrael. Í Salem er tjaldbúð hans, á Zion er bústaður hans. Har breyt hann sundur boganna snarljós, skjøldur og svørð og bardaga vápn. Sela. Vegligur sýndist tú frá teim ævigu fjøllum. Herfongur gjørdust teir hugdjørvu kappar, fullu í dval... |
Til songmeistarans, til jedutun, av Ásafi ein sálmur. Eg kalli á Guð, og eg rópi, eg kalli á Guð, at hann má meg hoyra! Á degi í trongd míni eg søki til Harrans, á nátt eru ótroyttiliga rættar út mínar hendur. Ongan ugga sál mín fær, eg stynji, og andi mín maktast. Sela. Stív standa eygnalok míni, í ørviti eg eri og ha... |
Ein maskil; av Ásafi. Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð! Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum, sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá, sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi ... |
Í óðal títt, Guð, eru heidnir innfarnir, hava títt heilaga tempul vanhalgað, hava til grótrúgvur umskapað Jorsal. Teir líkini av tænarum tínum hava givið til føði hjá himmalsins fuglum, kjøtið av teim heilagu tínum til jarðarinnar villdjór. Teir oyst hava út teirra blóð eins og vatn rundan um Jorsals bý, og eingin er, ... |
Til songmeistarans; til sjusjanedut; av Ásafi; ein sálmur. Ísraels hirði! tú gevi ljóð, tú leiði Jósef sum seyðafylgi! Tú, ið yvir kerúbum trónar, lat lýsa ljóma tín fyri Efraim, Benjamin og fyri Manasse! Bjóða út megi tína, og kom tú til hjálpar okkum! Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at... |
Til songmeistarans; til gittit; av Ásafi. Hevjið fagnaðarróp fyri Guði, mátti várum, latið lovsongin glymja fyri Jákups Guði! Syngið og leikið á bumbu, á undurføgru hørpu og saltur! Blásið í lúður í tendring, og tá full sól lýsir á hátíðardegi várum! Tí so er tað siður í Ísrael, og ein rættur hjá Jákups Guði. Hann tað ... |
Guð er staddur á gudafundi, mitt ímillum guda heldur hann dóm: «Hvussu leingi vilja tit døma rangar dómar og við vándum monnum draga eina línu? Sela. Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir. Hjálpið teim ørmu og eymu, bjargið teim úr vándra manna hondum! Teir eru uttan vit og skil, í m... |
Ein songur, ein sálmur, av Ásafi. Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð! Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta! Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi. Teir siga: «Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minna... |
Til songmeistarans, til gittit, av Kora sonum, ein sálmur. Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri! Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði. Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur l... |
Til songmeistarans, av Kora sonum, ein sálmur. Tú hevði, Harri, til land títt yndi, forløgum Jákups vendi tú við; misgerðir fólks tíns tókst tú burtur, syndir tess allar fjaldi tú! Sela. Tú vreiði tína alla lætst fara, tína brennandi ilsku stillaði tú! Vend til okkara aftur, várar frelsunnar Guð, lat vreiði tíni móti o... |
Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríku... |
Tann stað, ið hann hevur grundað á teimum heilagu fjøllum, Zions portur elskar Harrin fram um allar bústaðir Jákups. Mæt eru talað um teg orð, tú Guðs staður! Sela. «Ráhab og Bábel eg nevni fyri teirra skuld, ið tilbiðja meg; her er Filistaland, Týrus og Kusj, hjá einum er føðistaður her, hjá øðrum har. Men Zion verður... |
Ein songur; ein sálmur; av Kora sonum; til songmeistarans; al-mahalat-leannot; ein maskil av Hemani Ezrahita. Harri, mín Guð, um dagin eg kalli, um náttina er mítt róp tær íhjá. Lat mína bøn koma tær fyri eygu, legg oyra títt at harmastynjan míni! Tí sál mín er av ólukkum mett, lív mítt komið er nær at heljum! Eg mettu... |
Ein maskil; av Etani Ezrahita. Um miskunnar verk Harrans eg altíð vil syngja, ætt eftir ætt við mínum munni um trúskap tín boða. Tí tú hevur sagt, at náðin um ævir er bygd, á himni tú hevur trúskap tín grundað. «Eg sáttmála samdi við hin útvalda mín, svór Dávidi eiðir, tænara mínum: Allar ævir vil eg lata títt avkom st... |
Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt. Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Guð! Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: «Komið aftur tit menniskjunnar børn!» Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttar... |
Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!» Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. Ei skalt tú ræðast ræðslu... |
Ein sálmur, ein songur, á hvíludeginum. Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti, árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni, við tíggjustrengdari hørpu og við saltri, við føgrum sittarasláttri. Tí tú, Harri, meg gleddi við gerningi tínum, um handaverk tíni eg frøa meg má. Hvør... |
Harrin tók kongavald, klæddur í hátign, Harrin seg klæddi í megi og við henni seg gyrdi. Hann jarðarríkið festi, so at ikki tað vikast. Frá upphavi er settur kongsstólur tín, um ævir og aldur ert tú. Streymarnir ljóðaðu, Harri, streymarnir lótu rødd sína ljóða, streymarnir lótu dun sítt ljóða. Men meira enn ljóðið av v... |
Harri, hevndarinnar Guð, hevndarinnar Guð, sýn teg í dýrd! Reis teg, jarðarríkis dómari, og løn teim hugmóðigu gerðir teirra! Hvør leingi, Harri, skulu gudleysir menn, hvør leingi skulu gudleysir gleðast? Teir reypa og eru í orðum frekir, hvør níðingur spelkin sær brettir. Fólk títt, Harri, teir kúga, við ogn tíni fara... |
Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar; tí allir fólkanna gudar skurðgudar... |
Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar! Í skýggjum og myrkri hann huldur er, rættur og rættvísi eru hans hásætisstuðlar. Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans. Ljós hans skyggja um heimin, jørðin sær tað og bivast. Fjøllini bráðna sum vaks fyri Harranum yvir øllum ... |
Syngið fyri Harranum nýggjan song, tí at hann hevur undurverk gjørt; hans høgra hond hevur vunnið honum sigur og heilagi armur hans. Harrin hevur kunngjørt frelsu sína, fyri heidna manna eygum lýst rættvísi sína. Hann hevði í minni góðsku sína, trúfesti sína móti Ísraels ætt. Hin víða verøld hevur skoðað ta frelsu, sum... |
Harrin tók kongavald. Fólkini biva. Á kerúbum hann situr; jarðarríki riðar. Harrin í Zion vegligur er, hátt yvir øllum fólkum hann stendur. Tey prísa hans navni, ið er øgiligt og mikið. Hann heilagur er. Tú kongur ert, ið rættferð elskar, rættvísi heldur tú uppi, rætt og skjal tú í Jákupi hevur gjørt. Hálovið Harranum,... |
Um miskunn og rætt eg syngja vil, og fyri tær, Harri, leika. Rættiligari framferð eg gætur gevi, hvar eg við hana varur verði. Í hjarta míns sakloysi ganga eg vil heima við hús hjá mær sjálvum. Einki vil eg níðingsverk stilla mær fyri eygu. Hann, ið illgerð ger, eg hati, við mær hann ikki skal fylgjast. Eitt svikafult ... |
Ein bøn av einum armum, tá ið máttur hans bilar, og hann oysir út sína klagu fyri Harrans ásjón. Harri, hoyr mína bøn! Róp mítt komi til tín! Fjal ikki fyri mær andlit títt tann dag, eg í neyð eri staddur! Vend til mín oyra títt! Skunda tær at svara, tá eg rópi! Tí mínir dagar fara sum roykur, mínir liðir gløða sum eld... |
Sál mín, Harranum lova, og alt, sum mær er í, heilaga navni hans! Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar, hann lív títt frá grøvini loysir, hann teg við miskunn og mildleika krýnir. Hann lyst tína mettar við lukku, tín ungdómur verður ... |
Sál mín, Harranum lova! Alstórur ert tú, Harri, Guð mín! Við dýrd og stórlæti hevur tú skrýtt teg, sveipar teg í ljósins skrúðir; tenur himmalin út sum eitt tjald, høgaloft títt tú í havdýpi byggir, skýggini gert tú til vagn tín, tú ferðast á vindanna veingjum; stormarnar gert tú til sendiboð tíni, geisandi eld til sve... |
Harranum lovið, ákallið hans navn! Fólkasløgum kunngerið hans stórverk! Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! Minnist á undur tey, ið hann gj... |
Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður? Sælir eru teir, ið varða um rættin, ið rættvísi inna á hvørji tíð! Hav meg, Harri, í huga, við tíni náði móti fólki tínum, vitja meg við frelsu tíni! So at eg skoði lukku teirra ... |
Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst, ið hann hevur savnað saman úr londum, úr eystri og vestri, úr norðri og suðri. Teir, sum í oyðimørk viltust og á heiðum og ei funnu leiðir til bygda, sum píndust av svongd og av tosta, so í te... |
Ein songur, ein sálmur, av Dávidi. Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín, vakna! Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja! Fólkanna millum eg tær, Harri, vil lova, blant fólkasløg eg um teg vil syngja, tí til himna upp røkkur tín miskunn og til skýggja trúfesti tín! Sýn teg, Guð, í hát... |
Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar. Frá Zion skal Harrin rætta út veldis tíns kongastav, ráð tú mitt millum fígginda tína. Á herstevnudegi kemur fúsliga fólk títt til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur t... |
Halleluja! Eg vil Harranum lova av øllum hjarta, har rættvísir koma saman á fundi. Mikil eru Harrans verk, gjøgnumhugsað eftir øllum sínum málum. Hátign og dýrd er virkan hans, um ævir stendur rættvísi hans. Undrum sínum hann setti eitt minni, náðigur er Harrin og miskunnsamur. Hann føðslu gevur teimum, ið óttast hann,... |
Halleluja! Sælur er sá, ið Harran óttast og boð hans elskar av sonnum; mikið á fold verður avkom hans, ætt hins rættvísa verður vælsignað. Vælmegn og ríkidømi í húsi hans er, vælferð hans stendur við allar ævir. Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er. Sælur er maður, ið gávumildur er og ... |
Halleluja! Syngið lov, tit tænarar Harrans, syngið Harrans navni lov! Signað veri Harrans navn nú og um allar ævir! Frá sólarrisi til sólarlag veri Harrans navn hálovað! Hann hevjaður er yvir fólkasløg øll, yvir himnarnar dýrd hans er. Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni o... |
Tá úr Egyptalandi Ísrael fór, Jákups hús frá fólkinum við fremmandum máli, varð Júda halgidómur hans, og Ísrael ríki hans. Havið sá tað og flýddi, Jórdan hevði seg burtur. Fjøllini lupu sum veðrar, brekkur sum ungir hjørtir! Hvat bagir tær, hav, at tú flýggjar, og Jórdan, at tú hevur teg frá? Hví leypa tit, fjøll, eins... |
Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir! Hví skulu heiðin fólk siga: «Hvar er nú teirra Guð?» meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir! Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum. Teir hava munn, men tala ikki, hava e... |
Eg Harran elski, tí at hann hoyrir mína rødd, mítt bønliga róp; tí at hann vendir oyra sítt til mín; eg allar mínar dagar vil kalla á hann. Tá ið deyðans bond verða um meg spent, og heljarræðslur mær møta, tá ið eg eri staddur í trongd og neyð, tá kalli eg á Harrans navn: «Sál míni bjarga tú, Harri!» Mildur og rættvísu... |
Harranum lovið, fólkasløg øll, lovsyngið honum, tjóðir allar! tí mikil er miskunn hans yvir okkum, trúskapur Harrans varir um ævir! Halleluja! |
Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg. Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja, sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans. Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa. Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar! Tá ska... |
Á Harran eg kallaði í míni neyð, og hann mær svaraði aftur. Harri, sál míni bjarga frá lygivørrum, frá svikafullari tungu! Hvat skal teg ráma og aftur ráma, tú svikatunga! Ørvar valdsharrans hvestar eru í glóðum av gývilrunni. Eya meg, sum fremmandur eri hjá Meseki, og búgvi við Kedars tjøld! Ov leingi hevur sál mín dv... |
Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. Hann vil ikki lata fót tín snáva, vaktari tín vil ikki sova. Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels. Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. Um dagin skal sóli... |
Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.» Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem! Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman, hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har. Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids ... |
Til tín eg lyfti upp eygu míni, sum hátt á himni situr! Sí, sum eygu trælanna líta at húsbóndans hond, sum eygu trælkonunnar líta at húsfrúnnar hond, soleiðis líta upp eygu vár til Harrans, várs Guðs, inntil hann okkum miskunnar. Miskunna, Harri, miskunna okkum, tí ovurmett vit eru av háð! Ovurmett er vár sál av spotti... |
Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi! Um ikki Harrin hevði við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum, so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum, so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál; so høvdu teir brotið um vára sál, teir óføru s... |
Teir, ið á Harran líta, eru sum Zions fjall, ið ikki vikast um ævir; fastur hann stendur sum Jerúsalem, ið fjøll eru uttan um; og Harrin um fólk sítt er nú og um allar ævir. Tí ikki skal gudloysis kongsstavur hvíla á arvalutinum hjá teimum rættvísu, fyri at rættvísir ei skulu rætta hendur sínar at misgerð. Harri, ger v... |
Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. Til einkis fara tit tíðliga upp og ganga síðla til hvíldar og eta møðisamt breyð; tað sama hann vini sínum gevur í svøvni. Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn. Sum ørvar í hond á... |
Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur. Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við! Kona tín er sum eitt fruktagott víntræ inni í húsi tínum. Synir tínir sum oljukvistar rundan um borðið hjá tær. Ja, soleiðis verður signaður maður, ið ber fyri Harranum ótta. Harrin ... |
Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum – so sigi Ísrael – mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær. Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar; men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip! Við skommum skulu teir undan víkja al... |
Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg, Harri, hoyr mína rødd! Oyru tíni lat lýða á mína bønligu reyst! Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við? Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg. Eg Harranum bíði, sál mín bíðar, orð hans líti eg á. Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, Ísrae... |
Harri, ikki er hástórt hjarta mítt, og ikki eru stolt eygu míni, ikki eg gangi við stórum tonkum, ið eru fyri meg ov høgir. Nei, eg sál mína havi fingið at vera stilla og kvirra, eins og avvant barn hjá móður síni, eins og avvant barn er sál mín hjá mær. Ísrael, Harranum bíða frá nú og um allar ævir! |
Minst tú, Harri, Dávidi allar treytir hans, hvussu hann Harranum svór, gjørdi Jákups veldiga lyfti: «Eg vil ei ganga inn í tjaldhús mítt og ei fara upp í mína song, ei unna eygum mínum svøvn ella eygnalokum mínum blund, fyrr enn eg havi funnið fyri Harranum stað, ein bústað fyri Jákups veldiga!» «Sí, vit hava um hann h... |
Sí, hvussu gott og yndisligt tað er, tá ið brøður búgva saman. Eins og á høvdinum valaoljan, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, ið fellur niður á kyrtilfald hans. Eins og Hermons døgg, ið fellur niður á Zions fjøll, tí at har hevur Harrin boðið út signing, lív um aldur og ævir. |
Ja, Harranum lovið allir tænarar Harrans, tit, ið standa um nætur í Harrans húsi! Hevjið hondum til halgidómsins og Harranum lovið! Harrin teg signi fra Zion, skapari himmals og jarðar! |
Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans, ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs! Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er! Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals. Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn alli... |
Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir! Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir! Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir! ... |
Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion; á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar. Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: «Syngið fyri okkum úr Zionssongum!» Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund? Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá ... |
Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja. Eg vil níga niður fyri tínum heilaga templi, eg vil lova navni tínum fyri miskunn og trúfesti tína; tí dýrt hevur tú orð títt gjørt yvir alt títt navn. Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki. Lova tæ... |
Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hev... |
Til songmeistarans, ein sálmur, av Dávidi. Bjarga mær, Harri, frá vándum monnum, varða meg móti yvirgangsmonnum, ið hugsa ilt í hjarta sínum og yppa ófrið á hvørjum degi, sum gera tungur sínar hvassar sum slangur, og hava ormaeitur undir vørrum sínum. Sela. Varðveit meg, Harri, frá vándra manna hondum, varða meg móti y... |
Harri, eg kalli á teg, skunda tær til mín! Lýð á mína reyst, tá ið eg kalli á teg! Bøn mín komi sum roykoffur fyri títt andlit, mínar upplyftu hendur sum matoffur á kvøldi! Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína! Lat ei hjarta mítt venda sær at nøkrum illum, til tess at útinna gudloysis verk sa... |
Ein maskil; av Dávidi, tá ið hann var í hellinum, ein bøn. Hart eg rópi til Harrans, hart eg Harran bøni. Eg helli út mína sorg fyri ásjón hans, eg sigi fyri honum mína neyð. Tá ið ørmaktast í mær andi mín, tú tó kennir gøtu mína. Á tí vegi, sum ganga eg skal, teir snerrur hava fyri mær loynt. Eg líti til høgru og hygg... |
Lovaður veri Harrin, klettur mín, sum hendur mínar venur til bardaga, fingrar mínar til orrustu, miskunn mín og virki, háborg mín og hjálpari, skjøldur mín og álit, sum leggur undir meg tjóðir! Harri, hvat er maður, at tú kennir hann, og mannabarn, at tú gevur tí gætur? Maðurin er sum eitt vindblak, hans dagar sum hvør... |
Eg vil hálova tær, Guð mín, kongur, og navn títt prísa um aldur og ævir! Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir! Mikil er Harrin og væl verdur at lova, stórleiki hans órannsakiligur er! Ein ættin fyri aðrari verkum tínum lovar og boðar frá kraftargerðum tínum! Frá hátign tíni og miklu dýrd... |
Halleluja! Sál mín, Harranum lova! Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Guði, meðan eg eri til! Lítið ei á høvdingar, á mann, ið onga hjálp kann veita! Út fer andi hans, hann fer aftur til moldar, á tí degi er fyri ongum hans ætlan. Sælur er tann, sum hevur Jákups Guð sær til hjálpar, sum vón sína s... |
Halleluja! Gott tað er at leika fyri Guði várum, tí yndisligt tað er, og lovsongur væl høvir. Harrin byggir upp Jerúsalem og savnar saman tey sundurspjaddu av Ísrael. Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár. Hann talið á stjørnunum telur og kallar tær allar við navni. Mikil er drottin ... |
Halleluja! Harranum lovið av himni, honum lovið í tí høga! Lovið honum, allir einglar hans, lovið honum, allir herar hans! Lovið honum, sól og máni, lovið honum, allar lýsandi stjørnur! Lovið honum, himnar himnanna, og vøtnini uppi yvir himnunum! Tey skulu lova Harrans navni, tí eftir boði hans vórðu tey skapað. Og han... |
Halleluja! Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans! Ísrael gleðist yvir skapara sínum, synir Zions fegnist yvir kongi sínum! Teir skulu navni hans lova við gleðidansi, leika fyri honum á bumbu og hørpu! Tí at Harrin hevur tokka á fólki sínum, hann teir kúgaðu prýðir við sigri. Guðs dýrkararnir feg... |
Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi! Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans! Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri! Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu! Lovið honum við ljómand... |
Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs, til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð, til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð, til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil – hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar – til at skilja orðtøk o... |
Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gu... |
Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. Troysta á Harran av... |
Hoyrið, synir, áminning faðirs tykkara og gevið gætur, so at tit læra klókskap! Tí at góðan lærdóm gevi eg tykkum, vrakið ikki leiðbeining mína! Tí tá ið eg var sonur í faðirs míns húsi, lítið einkarbarn hjá móður míni, tá lærdi hann meg og segði við meg: «Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so m... |
Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni, fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap. Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara. Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð. Føtur hennara g... |
Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær; varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín. Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns. Sig við spektina: «Tú ert systir mín!» og vitskuna kalla tú vinkonu tína, so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, ... |
Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða. Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur. Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt: Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn. Tit fákunnu, ... |
Vitskan hevur bygt sær hús, hevur høgt til sínar stólpar sjey. Hon hevur dripið drápsfæ sítt, blandað vín sítt, og hartil borð sítt dúkað. Hon hevur sent út ternur sínar; hon kallar uppi á hæddunum inni í staðnum: «Hvør, ið óroyndur er, vendi sær higar!» Við tann, ið fákunnur er, hon sigur: «Komið og etið mat mín og dr... |
Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm. Órættar skattir gagna ikki, men rættvísi frelsir frá deyða. Harrin letur ikki rættvísan mann líða hungur, men girnd teirra gudleysu koyrir hann frá sær. Armur verður tann, sum við latari hond virkar, men íðin hond vinnur ríkidømi. Klókur sonur savn... |
Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar. Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur. Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum. Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða. Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, ... |
Tann, ið elskar aga, elskar kunnskap, men tann, ið hatar revsing, er fákunnur. Hin góði fær hjá Harranum náði, men svikafullan mann hann dømir. Eingin maður verður støðufastur við gudloysi, men hjá rættvísum vikast ei rótin. Ein dugandi kona er manni sínum ein krúna, men ring kona er sum rot í beinum hans. Hugsanir hjá... |
Vitur sonur aktar áminning faðirs síns, men spottarin ikki eftir átølum lurtar. Maður nýtur gott av fruktum munsins, men hugurin hjá svikarum stendur at órætti. Tann, sum munn sín gætir, varðveitir lív sítt, men vanlukka verður skræðugákinum fyri. Sálin í letinganum tráar og fær einki, men sálin í ídnum monnum verður r... |
Vitskan hjá konum byggir húsið, men fávitskan rívur tað niður við hondum sínum. Tann, sum rættiliga fer fram, óttast Harran, men tann, sum krókvegir gongur, vanvirðir hann. Í munni hins fákunna er hugmóðs koyril, men hjá vísum eru varrarnar ein vernd. Har sum eingi neyt eru, har er krubban tóm, men er oksin sterkur, ve... |
Blídligt andsvar stillar bræði, men hvast orð vekur vreiði. Vísmanna tunga fremur hollan kunnskap, men býttlinga muður goysir út fávitsku. Allar staðir eru eygu Harrans, tey hyggja eftir illum og góðum. Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein. Hin fákunni vanvirðir aga faðirs síns, men kl... |
Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar. Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar. Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama. Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin. Ein og hvør hugmóðigur er Har... |
Betri er berur breyðbiti í náðum enn fult hús av offurkjøti við klandri. Hyggin trælur skal ráða yvir ringum syni, og hann skal taka við arvi millum brøðra. Bráðpannan er fyri silvurið og ovnurin fyri gullið, men tann, ið hjørtuni roynir, er Harrin. Illmennið gevur falsvørrum gætur, lygnarin lýðir á skaðatungu. Tann, i... |
Serlyndur maður ger tað, honum sjálvum lystir, at øllum hyggjuráðum hann glepsar. Býttlingurin leggur ikki í vitsku, men vil heldur, at hugsan hans verður kunn. Har sum gudleysur kemur, har kemur vanvirðing við, og við skomm fylgir spott. Djúp vøtn eru orð av mans munni, rennandi løkur, vísdóms kelda. Tað er ikki beint... |
Betri er fátækur maður, sum í sakloysi gongur, enn maður við følskum vørrum og hartil ein dári. Har sum eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, hann misstígur seg. Fávitska mansins spillir veg hans, men hjarta hans ilskast við Harran. Ríkidømi savnar mangar vinir, men frá fátækum fer vi... |
Vínið er spottari, rúsdrykkur óljóð, hvør tann, sum drukkin vinglar, er óvitur. Kongsótti er eins og ýl í leyvu, tann, sum øsir hann móti sær, forkemur sínum lívi. Tað er manni ein sómi at halda sær frá klandri, men hvør ein býttlingur bítur á kampi. Letingin pløgir ikki um heystið, tí leitar hann í akurskurði, men til... |
Kongsins hjarta er eins og áarløkir í Harrans hond, hann leiðir tað hagar, sum honum lystir. Maður heldur allar vegir sínar vera rættar, men Harrin metir hjørtuni. Rættvísi og rætt at inna, tað Harranum betur líkar enn offur. Dramblát eygu og hástórt hjarta – lampan hjá gudleysum er synd. Umhugsan hjá ídnum manni gevur... |
Gott navn er meira vert enn stórt ríkidømi, mannatokki er betri enn silvur og gull. Ríkur og fátækur hittast, Harrin hevur skapað teir báðar. Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. Lønin fyri eyðmýkt og Harrans ótta er ríkdómur, heiður og lív. Tornir og snerrur eru á vegi hin... |
Tá ið tú hjá høvdinga situr til borðs, tá gev tí væl gætur, hvønn tú hevur fyri tær, og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur. Stunda ikki eftir góðgæti hans, tí at tað er svikaligur kostur. Stríðst ikki við at vera ríkur, lat slíkan klókskap tín fara. Skulu eygu tíni fljúgva at ríkdómi, sum hvørvur? Tí at vist er... |
Øvunda ikki vándar menn og hav ikki hug at vera millum teirra; tí at hjarta teirra hugsar um illverk, og varrar teirra mæla um vanlukku. Við vísdómi verða hús bygd, og við vitsku verða tey grundfest; við kunnskapi verða búrini full av alskyns dýrum og góðum ognum. Vísur maður er betri enn sterkur, og vitur maður er bet... |
Eisini hetta eru orðtøk Sálomons, tey sum menn Hizkia Júdakongs hava savnað. Tað er Guðs heiður at dylja eitt mál, tað er konga heiður at rannsaka eitt mál. Himnahædd og jarðardýpd og kongahjarta kann eingin útgrunda. Verða sindrini tikin burtur úr silvurinum, tá fær smiðurin eina skál úr tí. Verða gudleysir tiknir bur... |
Eins og kavi um summarið og regn um heystið, so hóskar ikki æra fyri dára. Eins og spurvin, ið flagsar burt, og svalan, ið fer á flog, so er grundaleys illbøn – hon rínur ikki á. Koyril til hestin og teymur til ásinið og stavur til bakið á dárum. Svara ikki dáranum eftir fávitsku hans, so at tú ikki sjálvur verður honu... |
Rósa tær ikki av morgindeginum, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. Lat ein annan tær rósa og ikki tín egna munn, ein fremmandan og ikki tínar egnu varrar. Steinur er tungur, og sandur vegur nógv, men dáragremja er tyngri enn bæði. Yvrin leikar óð, og vreiðin skolar, men hvør kann standast móti øvund?... |
Gudleysir flýggja, um eingin teir eltir, rættvísir eru sum ein ung leyva tryggir. Tá ið eitt land fer í spillu, gerast har mangir høvdingar, men við einum hygnum og skilagóðum manni varar rætturin leingi. Fátækur maður, sum kúgar neyðarfólk, er eins og skolandi regn, sum ikki gevur breyð. Teir, sum fara frá lógini, prí... |
Tann maður, sum ofta hevur fingið revsing, og tó er andbráður, hann man brádliga verða sundurbrotin, og einki er hann at grøða. Tá ið rættvísir nørast, gleðist fólkið, men tá ið gudleysir koma til ræðið, stynjar fólkið. Tann, sum elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, sum fer í hóslag við skøkjur, oyðir ognir sínar... |
Orð Lemuels kongs, profetorð, sum móðir hans lærdi hann: Hvat skal eg siga, sonur mín, ja, hvat, sonur móðurlívs míns, ja, hvat, sonur heitstreingis míns? Gev ikki konum kraft tína, ella elskhug tín til teirra, sum spilla kongar. Tað sømir ikki kongum, Lemuel, tað sømir ikki kongum at drekka vín ella høvdingum at spyrj... |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.