text stringlengths 1 888k |
|---|
Tá svaraði Job og segði: «Vissuliga veit eg, at tað er so, hvønn rætt hevur maður móti Guði? Um hann vildi træta við hann, kann hann ikki svara upp á eitt av túsund. Vitur í hjarta og mikil í mátti – hvør reistist upp móti honum og slapp óskalaður frá tí? Hann, sum flytur fjøll, so tey vita ikki av, kollveltir tey í vr... |
Sál míni býður lív mítt ímót, eg vil tí geva klagu míni fríar ræsur, eg vil tala í sálarmóði mínum. Eg vil siga við Guð: Døm meg ikki! Lat meg vita, hví tú stríðist við meg! Er tær nakað gagn í, at tú innir vald, at tú havnar tí verki, tínar hendur hava gjørt, men letur ljós skína yvir ráðum teirra gudleysu? Eru eygu t... |
Tá tók Zofar Náamatiti til orða og mælti: «Skal gabbarin ikki fáa svar, skal orðabrasksmaðurin hava rætt? Skulu menn tiga til orðageip títt? Skalt tú spotta og eingin gera teg til skammar? Tú sigur: «Sakleys er atferð mín, og eg eri reinur í eygum hans!» Men vildi Guð bert tala, lata upp varrar sínar móti tær, kunngera... |
Tá svaraði Job og segði: «Jú, sanniliga, tit eru rættu menninir, við tykkum man vísdómurin doyggja út! Eisini eg havi vit eins og tit, eg standi ikki til afturs fyri tykkum, og hvør er hann, ið ikki veit slíkt? Til láturs fyri vin sín verður tann, ið kallaði á Guð og fekk svar, til láturs er rættvísur maður. Sakleysir ... |
Maðurin, føddur av konu, hans ævi er stutt, hann mettast av órógv; hann sprettur eins og blóma og følnar, fer burtur eins og skuggi og stendur ikki við. Og yvir slíkum heldur tú eygum tínum opnum og dregur hann fyri dóm hjá tær! Ja, kundi reinur komið av óreinum! Nei, ikki ein! Tá ið dagar hans eru ásettir, mánaða tal ... |
Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði: «Man vísmaður svara við vindkendum viti og fylla barm sín við eystanstormi fyri at verja seg við røðum, ið einki gagna, við orðum, ið einki duga? Tess uttan rívur tú gudsóttan niður og brýtur tað fyrilit, sum sømir fyri Guði. Tí at synd tín leggur tær orð í munn, tú talar eins ... |
Tá svaraði Job og segði: «Eg havi hoyrt nóg mikið av slíkum, møðiligir uggarar eru tit allir samlir! Helmar orðavindurin ongantíð í? Hvat hevur fingið teg til at svara? Eg kundi talað eins og tit, um tit vóru í mínum staði, snúgvað orðum mínum móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum, styrkt tykkum við munni mínum og... |
Andi mín er farin, lív mítt sloknað, gravir bíða mín. Vissuliga, spottarar eru rundan um meg, og harmiligt er tað, sum eyga mítt má skoða. Set veð fyri meg hjá tær! Hvør skal annars taka í hond mína? Tí at tú stongdi hjørtu teirra fyri viti, tessvegna vilt tú ikki hevja teir upp. Tann, sum svikaliga letur vinir sínar t... |
Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: «Halt tó uppat við orðum tínum, sissast, og lat okkum tala! Hví skulu vit verða roknaðir fyri neyt, sum ómælandi í eygum tínum? Tú, sum slítur sál tína sundur í vreiði tíni, – skal fyri tína skuld jørðin gerast oyðin og fjallið flytast úr sínum staði? Nei, ljós hins gudleysa slo... |
Tá svaraði Job og segði: «Hvussu leingi vilja tit sál mína meina, og berja meg sundur við orðum? Tíggju ferðir hava tit nú háðað meg, tit skammast ikki fyri at fara illa við mær. Havi eg í roynd og veru gjørt skeivt, og hongur misgerð uppi í mær? Ella vilja tit reiðuliga gerast stórir móti mær og seta at mær við háð? S... |
Tá tók Zofar Náamatiti til orða og segði: «Tí geva hugsanir mínar mær svar, og tí leikar í inni í mær; skemdar átalur fái eg at hoyra, og vitloysis orðavind fái eg til svar. Veitst tú tá ikki frá farnum tíðum, frá tí at menniskjan varð sett á jørðina, at vándir hava skamman fagnað og gudleysir stokkuta gleði? Um so hug... |
Tá svaraði Job og segði: «Gevið væl orðum mínum ljóð og latið tað vera ugganina frá tykkum! Unnið mær tað, at eg fái talað, síðan kunnu tit so háða! Klagi eg um menniskjur? Ella hví skuldi eg ikki vera ótolin? Lítið til mín og ógvist við, og leggið hond á munn! Tá ið eg hugsi um tað, má eg øtast, og skjálvti fer mær um... |
Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði: «Er maðurin Guði at gagni? Nei, vitur maður gagnar sær sjálvum. Er tað hinum alvalda nakar hugnaður, at tú ert rættvísur, ella nakar vinningur, at tú fert rættiliga at? Er tað gudsótta tín, hann revsar, og fyri hann, at hann fer við tær fyri dóm? Er ikki vándskapur tín mikil og... |
Tá svaraði Job og segði: «Eisini í dag er beiskleiki í klagu míni, eg stynji tungan undir hond hans! Gævi, at eg visti, hvussu eg kundi finna hann, hvussu eg kundi koma at hásæti hans! Tá skuldi eg lagt málið fram fyri hann og fylt munn mín við prógvum. Eg skuldi fingið at vita, hvat hann svaraði mær, og gáað eftir, hv... |
Hví hevur ikki hin alvaldi revsingartíðir niðurfyri? Hví fáa tey, ið kenna hann, ikki dagar hans at skoða? Illmenni flyta markaskil, ræna fenað og goyma hann á beiti; asna faðirloysingans fara teir við og taka oksa einkjunnar í veð; teir skúgva fátæk av vegnum; øll neyðstødd í landinum noyðast at krógva seg. Ja, sum vi... |
Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: «Hjá honum er veldi og ræðsla; hann skapar frið í sínum høga bústaði. Fæst tal á herflokkum hans? Yvir hvørjum rennur ikki ljós hans upp? Hvussu kann maðurin vera rættvísur fyri Guði, og tann vera reinur, ið føddur er av konu? Sí, í eygum hans er mánin ikki bjartur og stjørnurna... |
Tá svaraði Job og segði: «Hvat hevur tú hjálpt hinum máttleysa, styrkt hin maktaða arm, lagt hinum óvitra ráð og givið honum mikla speki! Hvør mundi hjálpa tær orðum at mæla? Hvørs andi var tað, ið talaði út úr tær? Deydningarnir skelva av ótta og alt, sum undir vøtnunum hølast; opin liggur helheimur fyri honum og undi... |
Og Job helt áfram at flyta røðu sína: «So satt sum Guð livir, ið tikið hevur burtur rætt mín, hin alvaldi, sum elvt mær hevur beiskan harm: So leingi sum lívsandi er í mær, og andi Guðs í nasum mínum, skulu varrar mínar ikki tala ilt og tunga mín ikki mæla svik! Fjart veri tað mær at geva tykkum rætt! So leingi sum eg ... |
Silvur verður jú funnið á staði sínum, og somuleiðis gullið, sum verður reinsað; jarn fæst upp úr jørðini, og kopar verður brætt burtur úr gróti. Maður vinnur á myrkrinum, úr djúpastu holum hann leitar fram steinar, sum fjaldir hava ligið í bølamyrkri. Djúpt niðri undir fótum sínum brýtur hann sær námugongdir, gloymdur... |
Og Job helt áfram við røðu síni og segði: «Á, at mær hevði verið sum í forðum, sum á hinum døgum, tá ið Guð varðveitti meg, tá ið lampa hans lýsti yvir høvdi mínum, og eg gekk við ljósi hans ígjøgnum myrkrið, sum á valadøgum mínum, og vinskapur Guðs var yvir tjaldi mínum, tá ið hin alvaldi enn var við mær, og børn míni... |
Men nú flenna teir at mær, ið yngri eru enn eg – og kortini hirdi eg ikki at seta fedrar teirra millum seyðahundar mínar. Lítið virði eg um teirra máttugu hendur! Mist hava teir alla ungdómsmegi; av troti og hungri teir skríða í skræðuni; teir gnaga reyn og oyðimerkur; teir royta sær salturtir millum runna, og gývilrøt... |
Eg gjørdi sáttmála við eygu míni, at eg skuldi ikki hyggja at ungmoyggj. Tí hvat hevði annars verið luturin frá Guði har uppi, arvurin frá hinum alvalda á himnahæddum? Er ikki glatan fyri hin rangláta og ógæva fyri illgerðarmannin? Sær hann ikki vegir mínar, telur hann ikki øll míni fet? Havi eg gingið við lygnum, og h... |
Hesir tríggir góvust nú at svara Job, av tí at hann helt seg vera rættvísan. Men tá vreiddist Elihu Bárakelsson Buziti av Ráms ættarkyni; vreiði hans tendraðist móti Job, av tí at hann helt seg vera rættvísari enn Guð, og móti teimum trimum vinum hans, tí at teir einki svar vistu og kortini søgdu Job órættvísan. Elihu ... |
Men hoyr nú, Job, orð míni, lýð á alt, sum eg sigi! Sí, eg opni munn mín, tunga mín talar í góma mínum; av reinmeintum huga eg tali, royndum orðum varrar mínar mæla; andi Guðs hevur skapað meg, andablástur hins alvalda gevur mær lív. Svara mær, um tú kanst, búgv teg móti mær og gakk fram! Sí, eg eri eins og tú fyri Guð... |
Og Elihu tók aftur til orða og segði: «Tit vitru menn, hoyrið orð míni, tit fróðu, gevið mær ljóð! Tí at oyrað kannar orðini, eins og gómin bragdar matin. Latum okkum tí royna, hvat ið rætt er, rannsaka hvør við øðrum, hvat ið gott er. Job hevur jú sagt: «Eg eri sakleysur; Guð hevur tikið mín rætt frá mær; hóast rætt m... |
Og Elihu tók aftur til orða og segði: «Telur tú hetta tín rætt, og kallar tú hetta rættlæti títt fyri Guði, at tú sigur: «Hvat batar – hvat gagnar tað mær, at eg ikki syndi?» Eg skal veita tær andsvar og vinum tínum við tær: Lít upp ímóti himni og hygg, sí skýggini, hvussu hátt tey eru yvir tær! Um tú syndar, hvønn ska... |
Og Elihu helt áfram og segði: «Bíða eitt sindur, eg skal siga tær nakað, tí at enn er mangt at siga Guði til varnar; langar leiðir skal eg fara eftir speki míni og prógva, at skapari mín hevur rætt; eg fari vissuliga ikki við lygnum, frammi fyri tær stendur maður við hollum kunnleika. Sí, Guð havnar hinum drambláta; ha... |
Av hesum titrar hjarta mítt og nøtrar, so at tað kippist úr stað. Hoyr, hoyr brakið av rødd hans, dunið, ið fer úr hans munni! Undir endilanga himninum letur hann rødd sína fara, og ljós sítt alt at endamarki jarðar; eftir tað gellur rødd hans; við torurødd hann tignarliga glymur; snarljósunum heldur hann ikki aftur, m... |
Tá svaraði Harrin Job út úr storminum og segði: «Hvør er hetta, sum myrkir fyri ráðagerðum mínum við skilaleysum orðum? Gyrð nú sum ein maður tínar lendar; so skal eg spyrja teg, og tú skalt læra meg. Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? Sig fram, um tú hevur tílíkan kunnleika! Hvør setti mál hennar – tú... |
Veiðir tú ljónstíkini bráð, og mettar tú hini gorhungraðu ungljón, tá ið tey hølast í bølum sínum ella liggja á loynum undir runnum? Hvør gevur ravninum føðslu, tá ið ungar hans rópa til Guðs og reika svangir um? Veitst tú tíðina, tá ið steingeitin lembir, gevur tú verkjum hindanna gætur, telur tú teir mánaðir, tær gan... |
Tá svaraði Harrin Job úr storminum og segði: «Gyrð nú lendar tínar sum ein maður, so skal eg spyrja teg, og tú skalt meg læra! Ætlar tú at gera rætt mín til einkis og sakfella meg til tess at rættvísgera teg sjálvan? Hevur tú arm eins og Guð, kanst tú rópa við torurødd eins og hann? Skrýð teg við tign og heiðuri, lat t... |
Tá svaraði Job Harranum og segði: «Eg veit, at tú megnar alt, og at einki er tær ógjørligt! «Hvør er hesin, ið myrkir fyri ráðagerðum mínum við høpisleysari talu?» Ja, eg havi talað um tað, sum eg einki skil hevði á, um lutir, ið mær vóru ov undurfullir, og sum eg ikki kendi. Hoyr, eg biði teg, eg ætli at tala og spyrj... |
Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal.... |
Hví láta heidnir menn so illa og hava fólk fáfongt í ráði? Reisast heimsins kongar, og høvdingar ganga saman í ráð mót Harranum og hinum salvaða hans: «Slítum bond teirra og kastum av okkum fjøtur teirra.» Hann, sum í himni situr, brosar, Harrin spottar teir. So talar hann til teirra í vreiði síni, og í harmi sínum han... |
Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann flýddi undan syni sínum Absaloni. Harri, hvør mangir eru fíggindar mínir, mangir at mær søkja! Fjølmangir siga um mína sál: «Fyri honum er ei bjarging hjá Guði.» Sela. Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt! Tá ið eg kalli á Harran, svara... |
Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi. Svara mær, tá eg kalli, rættvísis Guð mín! Í trongd vanst tú mær rúmd, so náða meg og hoyr mína bøn! Tit menn, hvussu leingi skal heiður mín vera til háð, tit elska fáfongd, fara eftir lygnum? Sela. Tit munnu spyrja, at Harrin undurfult fer við tænara sínum;... |
Til songmeistarans; til nekilot; ein sálmur av Dávidi. Gev orðum mínum ljóð, Harri, gev tráan míni gætur, lýð á neyðarróp mítt, kongur mín, Guð mín, tí til tín biði eg! Árla hoyri tú, Harri, mína reyst; árla eg leggi tær sak mína fyri og bíði. Tí ei ert tú ein Guð, ið gudloysi líkar; vándur fær ei vist hjá tær; hugmóði... |
Til songmeistarans; við streingjaleiki; til sjeminit ein sálmur av Dávidi. Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni! Náða meg, Harri, tí eg maktist! Grøð meg, Harri, tí bein míni nøtra, og sál mín nøtrar so sára! Men tú, Harri, hvør leingi? Kom aftur, Harri, og bjarga míni sál, frels meg fyri tínar mi... |
Ein Sjiggajon av Dávidi, sum hann sang fyri Harranum vegna orð Kusj Benjaminita. Harri, Guð mín, eg troysti á teg! Hjálp mær frá hvørjum, ið vil mær ann, og bjarga mær, so hann ikki sum vargur skal slíta og skræða mína sál, og eingin er, ið bjargar. Harri, Guð mín, havi eg gjørt hetta, er órættur í mínum hondum, havi e... |
Til songmeistarans; til mut-labben; ein sálmur av Dávidi. Eg vil Harranum lova av øllum hjarta mínum, um øll undurverk tíni vil eg boða; eg vil fegnast í tær og frøast, eg vil lovsyngja navn títt, tú hægsti, tí mínir fíggindar undan stukku, snávaðu og fullu fyri andliti tínum; tí tú hevur rætt mín framt og mína sak, he... |
Hví stendur tú, Harri, so langt av leið, hví fjalir tú teg á neyðarstund? Eymur pínist av hugmóði hins gudleysa, fangast í svikum, hann hevði í ráðgerð! Tí gudleysur rósar sálarágirnd síni, ránsmaður lovar, men virðir ei Harran; nasadjarvur vándur mælir: «Hann revsar ei, eingin Guð er til;» tað er øll hans hugsan. Vegi... |
Til songmeistarans; av Dávidi. Mítt álit eg seti til Harrans. Hvør kunnu tit siga til mína sál: «Flýggja til fjals eins og fuglur! Tí sí, illgerðarmenn bogan spenna, ørvar á streingin leggja fyri í myrkri at skjóta eftir rættsintum monnum! Tá grundarstólparnir sundur støkka, hvat er tá rættvísur mentur?» – Harrin er í ... |
Til songmeistarans; til sjeminitt; ein sálmur av Dávidi. Hjálp tú, Harri, tí gudsótti er horvin, frá monnum er trúskapur vikin; lygn teir tala, hvør við annan, við sleiskum vørrum, við tvífaldum sinni teir tala. Gævi Harrin oyddi allar sleiskar varrar, hvørja tungu, ið hámikil mælir; teir, ið siga: «Við vári tungu vit ... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Harri, hvør leingi vilt tú meg allar ævir gloyma? Hvør leingi vilt tú títt andlit fyri mær fjala? Hvør leingi skal eg bera harm í míni sál, trega í mínum hjarta dag eftir dag? Hvør leingi skal fíggindi mín sær bretta av mær? Lít til mín, svara mær, Harri, Guð mín! Birt mær í ey... |
Til songmeistarans; av Dávidi. Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Teirra gerð er ring, er ljót; ei er nakar, ið ger gott. Av himni Harrin lítur á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, um nakar søkir Guð. Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir; hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti te... |
Ein sálmur av Dávidi. Harri, hvør skal eiga høli í tjaldbúð tíni, hvør skal ljóta vist á heiliga fjalli tínum? Sá, ið sakleysur gongur og rætt ger og sannleikan talar av hjarta, ikki hevur baktal á tungu sær, einki ger sínum granna til sakar, ikki ger sínum næstingum fyri skommum, vanvirðir hann, ið illa ger, og ærir t... |
Ein miktam av Dávidi. Varða meg, Guð, tí hjá tær søki eg skjól! Við Harran eg sigi: «Tú ert Harri mín; mín lukka er eina hjá tær! Teimum heiligu, sum í landinum eru, Harrin dýrdarverk ger, til teirra er alt hans yndi.» Fjølmangar eru teirra sorgir, ið ein annan sær kjósa. Eg vil ei hella út teirra blóð-drykkjuoffur, ei... |
Ein bøn av Dávidi. Harri, gev rættferð míni gætur, gev rópi mínum ljóð, hoyr mína bøn av falsleysum vørrum! Frá tíni ásjón lat koma mín rætt, eygu tíni rættlæti skoða. Mítt hjarta tú royndi, tað kannaði á nátt, rannsakaði meg, ei svik í mær tú fanst, ikki leyp yvir seg muður mín. Í menniskjunnar gerðum eg havi meg varð... |
Til songmeistarans, av tænara Harrans, av Dávidi, sum sang fyri Harranum orðini í hesum songi á tí degi, tá ið Harrin bjargaði honum úr øllum hansara fígginda hondum og úr Sáuls hondum. Hann sang: Eg elski teg, Harri, styrki mín. Harri, klettur mín, borg mín, høli mítt, Guð mín, vernd mín, har eg fái lívd; skjøldur mín... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn. Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist, fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda. Hann sólini reisti eitt tjald á himni, ho... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Harrin bønhoyri teg á váðastund, og varðveiti teg Jákups Guðs navn! Hann sendi tær frelsu frá halgidómi sínum og komi tær til hjálpar frá Zion! Hann minnist á allar offurgávur tínar, og brennioffur títt hann taki fyri fult! Sela. Hann veiti tær tað, ið hjarta títt ynskir, og la... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Kongurin gleðist av mátti tínum, Harri, og frøist stórum av frelsu tíni. Hans hjartans trá tú honum hevur givið og ikki sýtt honum bøn av hansara vørrum. Sela. Tú kemur honum ímóti við signing av lukku, við gyltari krúnu tú høvur hans prýðir. Hann lív av tær bað, tú tað honum g... |
Til songmeistarans; eftir morgunroðans hind; ein sálmur av Dávidi. Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær? Hví stendur tú so langt burtur frá ákalli mínum, frá neyðarrópi mínum! Guð mín, eg rópi á degi og fái einki svar, á nátt, og fái ongan lætta. Og tó ert tú hin heilagi, borin av lovsongum Ísraels. Til tín høvdu... |
Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Mær borð tú re... |
Av Dávidi; ein sálmur. Foldin er Harrans og fylli hennar, heimurin og tey, ið heimin byggja. Tí hann hevur lagt hennar grundvøll í havið, yvir streymum hann hevur hana fest. Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði? Sá, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sín... |
Av Dávidi. Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg. Lat meg ei verða til skammar, lat ei fíggindar mínar fegnast av mær. Ei verða teir sviknir, ið bíða tín, men teir trúleysu venda tómhentir aftur. Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar. Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí ... |
Av Dávidi. Veit mær rætt, Harri, tí í sakloysi mínum eg fari fram, á Harran eg líti uttan at vikast. Royn meg, Harri, og rannsaka meg, kanna míni nýru og hjarta mítt. Tí náði tín er mær fyri eygum, í trúfesti tíni eg gangi. Eg ei millum lygnara sessist, eg svikara millum ei ferðist; vándra manna fund eg hati, blant gud... |
Av Dávidi. Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast? Tá ið níðingar at mær nærkast fyri at eta mítt kjøt, so eru tað fíggindar mínir og øvundarmenn, ið sjálvir snáva og falla. Tá ið herlið at mær søkja, ikki hjarta mítt óttast; tá ið ófriður móti mær rísur... |
Av Dávidi. Til tín eg rópi, Harri, klettur mín, vend tær ei tigandi frá mær, at eg ei við tíni tøgn verði teimum líkur, ið sukku niður í grøv. Hoyr mína bønligu reyst, tá ið eg rópi til tín, tá ið eg hendur mínar hevji móti halgidómi tínum! Rykk meg ei við gudleysum burtur, saman við illgerðarmonnum, ið blídliga mæla v... |
Ein sálmur av Dávidi. Gevið Harranum, tit synir Guðs, gevið Harranum heiður og lov! Gevið Harranum navns hans heiður, í heilagum skrúði fallið honum til kníggja! Hoyrið rødd Harrans yvir vøtnum, dýrdarinnar Guð, Harrin tornar yvir veldigum vøtnum! Hoyrið rødd Harrans í veldi! Hoyrið rødd Harrans í dýrd! Hoyrið rødd Har... |
Ein sálmur; ein songur til vígslu av templinum; av Dávidi. Eg lovi tær, Harri, tí tú bjargaði mær og lætst ikki gleðast fíggindar mínar av mær. Harri, Guð mín, eg rópaði til tín, og tú grøddi meg. Harri, tú sál mína dróst úr helheimi upp, tú meg vakti til lívs frá teim, í grøv fóru niður! Syngið Harranum lov, tit heila... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Hjá tær er skjól mítt, Harri, lat meg onga tíð verða til skammar! Bjarga mær í rættvísi tíni, oyra tínum til mín vend! Hjálp mær í skundi! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhalds borg, mær til frelsu! Tí tú ert klettur mín og mín fasta borg. Fyri navns tíns sakir vilt tú meg ... |
Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik. Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela.... |
Syngið Harranum lov, rættvísu menn, lovsongur rættvísum sámir. Harranum prísið við hørpuslátti, fyri honum spælið á tíggjustrengdari hørpu! Syngið honum nýtt ljóð, leikið fagurt við streingjum undir ljómi av lúðrum! Tí beint er orð Harrans, og verk hans øll í trúfesti. Hann elskar rættferð og rætt, av Harrans miskunn j... |
Set, Harri, at teimum, ið seta at mær; gakk í stríð móti teimum, ið stríða móti mær! Tak skjøld og verju tína, reis teg og kom mær til hjálpar. Búgv teg við spjóti og øksi móti teimum, ið herja á meg! Sig tú við mína sál: «Eg eri frelsa tín!» Lat teir verða skemdar og snópnar, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir unda... |
Til songmeistarans, av Harrans tænara Dávidi. Syndarinnar tala til hins gudleysa mælir í hjartans dýpi hans; ei er ótti fyri Guði í hans tonkum. Hann uggar seg við teirri vón at vera fjaldur og uttan revsing. Orð muns hans eru svik og fals; hann hevur hildið uppat at fara við hógv, at gera gott. Um órætt hann hugsar, m... |
Vándum monnum ver tú ei grammur, illgerðarmonnum ber tú ei øvund; tí brádliga teir skulu følna sum grasið, svidna sum grønar urtir. Lít tú á Harran og ger tað góða, búgv tú í landinum og stunda á trúskap, so skalt tú í Harranum hava gleði tína, og hann man tær geva tíni hjartans ynski. Legg tú á Harran tínar leiðir, og... |
Ein sálmur av Dávidi; til minnisofrið. Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni; tí ørvar tínar hava meg rakt, tungt liggur hond tín á mær! Í mínum holdi er einki heilt fyri vreiði tínar sakir; í mínum beinum er einki frískt fyri synda mína sakir; tí misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, tyngja meg s... |
Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi. Eg segði: «Eg vil varða mín veg fyri ikki at synda við tungu míni. Eg vil leggja teym á munn mín, meðan gudleysur er mær í nánd.» Eg tagdi og mælti ei orð, men eg av tungum móði var rørdur. Mítt hjarta í brósti mær brann, undir míni grundan kveiktist eldur – tá mæl... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; man... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. Sælur er maður, ið hugsan fyri neyðstøddum hevur, á neyðardegi Harrin honum hjálpir. Harrin varðveitir hann og bjargar hans lívi, at hann má liva við lukku í landinum; hann gevur hann ikki hans fíggindum upp í hendur. Á sóttarsong Harrin hann styðjar, hans legu hann lættir undi... |
Guð, veit mær rætt, og stríð tú fyri sak míni móti miskunnarleysum fólki! Svikræðis og órættar monnum tú bjarga mær frá! Tí tú ert verndar mínar Guð, hví hevur tú koyrt meg burtur? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður? Send ljós títt og sannleika tín, lat tey vísa mær leið, lat tey meg leiða at tínum h... |
Til songmeistarans; av Kora sonum; ein maskil. Guð, við várum oyrum vit hava tað hoyrt, várir fedrar hava okkum frá tí sagt, frá tí verki, tú gjørdi á døgum teirra, í fornum tíðum. Við tíni hond tú sleitst heiðin fólk burtur, og teir plantaði tú, tú oyddi út tjóðir, og teir lætst tú nørast. Tí ikki við sínum svørði tei... |
Til songmeistarans; til liljurnar; av Kora sonum; ein maskil; ein songur um kærleika. Hjarta mítt flýtur av yndisorðum; fyri konginum eg kvæði mítt flyti fram, tunga mín er sum fjøður hjá snarhentum skrivara. Fagrastur ert tú av mannabørnum, yndi streymar um varrar tínar! Tí hevur Guð um ævir teg signað. Gyrð teg, kapp... |
Til songmeistarans; av Kora sonum, til alamot; ein sálmur. Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Gu... |
Ein songur, ein sálmur; av Kora sonum. Mikil Harrin og hálovaður er. Í Guðs várs staði hans heilaga fjall so yndisliga rísur, øllum heimi ein gleði. Zions fjall ytst móti norðri er veldisdrottins staður. Vár Guð í tess borgum er kendur sum tann dygga vernd. Tí sí, kongar løgdu saman ráð, hildu í felagi higar. Teir litu... |
Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur. Hoyrið hetta, allar tjóðir! Lýðið á, allir, ið heimin byggja, bæði lágir og háir, bæði ríkir og armir! Muður mín vísdóm mælir, míns hjartans hugsan er vitska. Til orðtøk eg vendi mítt oyra, við hørpuljóði eg mína gátu ráði. Hví skal eg óttast í vándum døgum, tá illskapur f... |
Drottin, Guð Harrin talað hevur, kallað á jørð frá sólarrisi til sólarlag. Frá Zion, fagurleiks krúnu, ljómaði Guð. – Guð vár komi og ikki hann tigi! – Undan honum geisaði eldur, um hann leikaði stormur. Hann kallaði á himin í erva og á jørð fyri at døma sítt fólk: «Savnið mær dýrkarar mínar, sum sáttmála gjørdu við me... |
Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi; ta ferðina tá Nátan profetur kom til hansara, eftir tað at hann hevði verið inni hjá Batsebu. Náða meg, Guð, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar! Tváa meg allan reinan frá míni søk, frá míni synd meg reinsa! Tí misgerðir mínar eg veit, synd mín ... |
Til songmeistarans; ein maskil; av Dávidi; tá ið Edómitin Dóeg kom og segði Sáuli frá, at Dávid var farin inn í húsini hjá Áhimeleki. Hví reypar tú av tí illa, kappi? Guðs miskunn varar allan dagin. Tunga tín elvir til meina, sum brýndur rakiknívur so hvøss, tú, ið leggur upp svikráð! Tú elskar tað illa fram fyri tað g... |
Til songmeistarans; til makalat; ein maskil av Dávidi. Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Ring og ljót er teirra ferð, eingin er, ið ger gott. Av himni sínum lítur Guð á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, nakar, ið søkir Guð. Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir, hann er eingin, ið ger ... |
Til songmeistarans, við streingjaleiki; ein maskil av Dávidi, tá ið Zifitar komu og søgdu við Sául: «Dávid hevur krógvað seg hjá okkum.» Frels meg, Guð, við navni tínum, veit mær rætt við mátti tínum! Hoyr, o Guð, tú mína bøn, lýð á orð av munni mínum! Tí fremmandir móti mær rísa, valdsmenn mær standa eftir lívi, Guð t... |
Til songmeistarans, við streingjaleiki; ein maskil av Dávidi. Lýð, o Guð, á mína bøn, loyn teg ikki fyri neyðarrópi mínum! Gev mær gætur og svara mær, tí eg klagi av trega og stynji, fyri rópan av fíggindum og treingjan av illmennum, tí teir órætt á meg skúgva og í vreiði meg elta! Hjarta mítt gevur seg í mínum brósti,... |
Til songmeistarans; eftir «hini málleysu dúgvu á fjarlægum staði»; av Dávidi, ein miktam, tá Filistar tóku hann í Gát. Miskunna mær, Guð, tí menniskjur vilja meg slúka, allan dagin treingja meg stríðsmenn; allan dagin vilja fíggindar mínir meg slúka, tí mangir móti mær stríða í hugmóð! Tann dag, eg óttist, eg líti á te... |
Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið hann flýddi undan Sáuli inn í hellið. Náða meg, Guð, náða meg, tí sál mín leitar at tær! Eg søki skjól undir skugga veingja tína, til tess at ólukkan er av. Eg kalli á Guð, á hin hægsta, á Guð, ið ger væl móti mær! Hann vil senda av himni og hjálpa mær og ger... |
Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam. Munnu tit, gudar, av sonnum rættin røkja, og døma tit menniskjur við rættvísi? Nei, allir gera tit svik á jørðini, hendur tykkara vega órætt sundur. Teir gudleysu eru viknir frá longu frá móðurfangi, frá móðurlívi, eru lygnararnir á villari leið. Eitur teir hava ei... |
Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið Sául sendi menn, ið skulu varða hús hansara fyri at drepa hann. Bjarga mær, Guð mín, frá fíggindum mínum, hjálp mær frá mínum øvundarmonnum! Frels meg frá teimum, ið órætt gera, og frá drápsmonnum tú mær bjarga! Tí sí, eftir lívi mínum teir lúra, grimmir teir... |
Til songmeistarans, til sjusjanedut, ein miktam av Dávidi til at læra; tá ið hann stríddi mót Áram-Náharáim og Áram-Zóba, og Jóab vendi aftur til Edóm og vann Edómitar í Saltdalinum, tólv túsund menn. Guð, tú hevur skúgvað okkum burt og okkum brotið! Vreiður tú varðst, vend tær til okkara aftur! Tú fekst landið at skel... |
Til songmeistarans; við streingjaleiki; av Dávidi. Hoyr, o Guð, róp mítt, lýð á bøn mína! Frá landsins ytsta enda eg á teg kalli, meðan hjarta mítt maktast; á fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp! Tí at skjól tú mær ert vorðin, eitt fast torn móti fígginda valdi. Lova mær at gista í tjaldi tínum med alla og fáa... |
Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi. Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum! Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast. Hvør leingi vilja tit á ein mann halda fyri allir í felagi honum at basa, sum var hann eins og veggur, ið stendur á halli, eins og garður,... |
Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann var í Júda oyðimørk. Guð, tú ert Guð mín, árla á morgni eg leiti til tín, eftir tær sál mín tystir, eftir tær likam mítt tráar sum eitt turrlendi, ið stunar uttan væti. Soleiðis eg í halgidóminum havi eftir tær hugt, til tess mátt tín at skoða og tína dýrd. Tí at betri enn lív er náði t... |
Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi. Hoyr, Guð, mína reyst í míni klagu, lív mítt varða frá fígginda ræðslum! Mær bjarga frá níðinga felagi, frá illgerðarmanna flokki, ið gera sína tungu sum svørðsodd hvassa, leggja eiturorð sum ørvar á bogan fyri í loyndum at ráma sakleys fólk, ráma tey óvart og uttan at óttast. ... |
Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi, ein songur. Tær sømir, Guð, lovsongur á Zion, tær verða lyfti goldin. Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur. Várar misgerðir vóru mær ov svárar, men tú fyrigavst okkum syndir várar. Sælur er hann, ið tú velur og letur koma nær at búgva í forgørðum tínum, so at vit lívgas... |
Fegnast fyri Guði jarðarríkið alt, syngið um navns hans heiður, syngið dýrd hans lov! Sigið við Guð: «Hvør ræðandi eru tíni verk! Vegna mátt tín og veldi vilja fíggindar tínir tær hugnast. Fyri tær nígur jarðarríkið alt, tey lova tær, hálova tínum navni.» Sela. Komið og lítið at stórverkum Guðs, í sínum gerðum óttandi ... |
Til songmeistarans; av Dávidi; ein sálmur, ein songur. Guð reisist, hans fíggindar sundrast, hans hatarar flýggja fyri ásjón hans; sum roykur rekur burtur, tú teir rekur burtur, sum vaks, ið bráðnar í eldi, fara vándir til grundar fyri ásjón Guðs. Men góðir gleðast, fyri ásjón Guðs teir fegnast, gleðast í stórari frøi.... |
Til songmeistarans; til liljurnar; av Dávidi. Bjarga mær, Guð, tí vøtnini vilja meg køva! Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti. Eg eri farin í vatndýpið niður, og flóðin yvir meg skolar. Eg havi rópt meg móðan, mínir kvørkrar brenna, míni eygu eru tærd av at bíða eftir Guði mínum. Fleiri enn hárini á h... |
Til songmeistarans; av Dávidi; til minnisofrið. Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar! Skomm og skemd veri teimum fyri, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, sum í ólukku míni hava fragd! Lat teir víkja fyri skemdarverki teirra, teir, ið hava á munni: «Há, há!» Lat ... |
Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg onga tíð verða til skammar! Í rættvísi tíni tú meg fríggi og frelsi, vend til mín oyra títt og mær bjarga! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhaldsborg mær til frelsu, tí at tú ert bjarg mítt og fasta borg! Hjálp mær, Guð, úr hondum á gudleysum, úr níðings og valdsmans lógvum! Tí... |
Guð, veit konginum dómar tínar, kongasyninum rættvísi tína, at hann títt fólk kann døma av rættum, armingar tínar við sáma! Tá munnu fjøllini bera fólkinum eydnu, og heyggjarnir rættferð. Hann fyri fólksins armingum syrgir, hann fátækum hjálpir, valdsmenn týnir. Tá man hann liva so leingi, sum sólin sær, og mánin lýsir... |
Av sanni, Guð er teimum rættsintu góður, teimum, ið reint hava hjarta. Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav. Tí at ein meinbogi vóru teir vándu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu, tí at teir kenna ongar kvalir, og kroppur teirra er frískur og sterkur. Teir vita ikki av... |
Subsets and Splits
No community queries yet
The top public SQL queries from the community will appear here once available.