text
stringlengths
1
888k
Orð prædikarans, Dávids sonar, Jerúsalems kongs. Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, fáfongdanna fáfongd. Alt er fáfongd. Hvønn vinning hevur maðurin av allari møði síni, sum hann møðir seg við undir sólini? Ein ættin fer, og onnur kemur, men jørðin stendur um ævir. Og sólin rísur, og sólin setir, og hon skundar sær...
Tá segði eg við sjálvan meg: «Íðan, eg skal royna teg við gleðini; njót tú tað, sum gott er!» Men sí, eisini tað var fáfongd. Um láturin segði eg: «Hann er vitleysur!» Og um gleðina: «Hvat kann hon gera?» Mær kom í hug, at eg skuldi lata likam mítt gera sær til góða í víni, meðan hjarta mítt skuldi stýra við vísdómi, o...
Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð: At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð. At drepa hevur sína tíð, og at lekja hevur sína tíð; at ríva niður hevur sína tíð, og at bygg...
Og uppaftur sá eg alla ta kúgan, sum hendir undir sólini. Tað flutu tár frá teimum, sum kúgað vórðu, og eingin uggar tey. Hond kúgaranna brúkar vald ímóti teimum, og eingin uggar tey. Tá prísaði eg hini deyðu sæl, tey sum longu eru deyð, í samanburði við hini livandi, tey sum enn eru á lívi; men sælari enn báðir partar...
Ver ikki ov munnlættur, og lat ikki hjarta títt vera ov bráðræsið til at mæla orð frammi fyri Guði! Tí at Guð er í himlinum, og tú ert á jørðini, lat tí orð tíni vera fá! Tí at dreymar koma, har sum nógv er roks, og dáratala, har sum mong eru orð. Tá ið tú lovar Guði eitt lyfti, tá lat ikki fresta við at halda tað, tí ...
Ein vanlukka er til, sum eg havi sæð undir sólini, og hon liggur tung á menniskjuni: Tá ið Guð gevur einumhvørjum manni ríkidømi, dýrgripir og heiður, so at honum vantar einki av tí, sum honum lystir, men Guð ger hann ikki føran fyri at njóta gott av tí, men ein fremmandur maður nýtur tað – tá er hetta fáfongd og ein r...
Hvør er sum vísmaðurin, og hvør dugir at týða ein lut? Vísdómur mansins fær andlit hansara at lýsa, og harðskapurin í ásjón hansara verður umskiftur. Eg sigi: Varða um kongsins boð, og tað vegna eiðin við Guð. Skunda tær ikki at fara burtur frá honum, ver ikki uppi í nøkrum illum. Tí at hann ger alt, sum hann vil, av t...
Tí at alt hetta legði eg mær í huga, og alt hetta royndi eg at rannsaka: at hinir rættvísu og hinir vísu og verk teirra eru í Guðs hond. Hvørki kærleika ella hatur kennir menniskjan frammanundan; alt kunnu tey vænta sær. Alt kann henda øll; somu forløg møta rættvísum og gudleysum, góðum og reinum og óreinum, teimum, su...
Eiturflugur loypa ringan deym og spillu í salvuna hjá salvumakaranum; eitt sindur av óvitsku spillir tann mann, sum er í metum fyri vísdóm, fyri æru. Vísmans hugur gongur til høgru, men dára hugur til vinstru, og hvar so dárin gongur, bilar honum vitið, og hann sigur frá fyri einum og hvørjum, at hann er dári. Um høvdi...
Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. Skift lut tín sundur í sjey, ja í átta; tí at tú veitst ikki, hvat ilt ið koma kann yvir jørðina. Tá ið skýggini verða full av regni, hella tey regnið út yvir jørðina; og tá ið eitt træ dettur suðureftir ella norðureftir – á tí staði, har sum...
Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: «Tey huga mær ikki;» áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið; tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða krop...
Hásongurin eftir Sálomon. Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín. Yndisliga anga tíni smyrsl, eins og úthelt olja er títt navn; tí unna moyggjar teg. Drag meg aftan á teg, latum okkum renna! – Kongurin leiddi meg inn í skemmur sínar –. Vær viljum fegnast og gleðast í tær, lovprísa ást tín...
Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum. Eins og lilja millum torna, svá er vina mín millum moyggja. Eins og apaldur millum skógartrøini, so er unnusti mín millum ungar menn; í skugga hans eg elski at sita; ávøkstur hans er góma mínum søtur. Hann leiddi meg inn í vínhúsið, har kærleiki er merki yvir mær. Styrkið meg við v...
Á legu míni um nætur eg leitaði eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki. «Eg skal fara á føtur, reika um borgina, á gøtum og torgum og leita eftir honum, ið sál mín elskar!» Eg leitaði, men fann hann ikki. Varðmenninir, ið gingu um borgina, hittu meg: «Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?» Neyva...
Væn ert tú, vina mín, ja, væn ert tú; eygu tíni sum dúgvur fyri innan skýlu tína; hár títt eins og geitarfylgi, ið rennur oman av Gileads fjøllum. Tenn tínar eru sum fylgi av kliptum óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld. Varrar tínar eru sum skarlaksbond, og muður tín er yndisligur; sum fullbúnað...
Eg lá og svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá drepur unnusti mín á dyr: «Systir mín, vina mín, lat mær upp, tú mín dúgva, mín lýtaleysa; tí at høvur mítt drívur av døgg, hárlokkar mínir av náttarinnar dropum.» «Eg eri farin úr stakki mínum, skal eg nú aftur lata meg í hann? Eg havi tváað mær um føturnar, skal eg nú dá...
Hvar er tín unnusti farin, tú hitt vænasta fljóð? Hvørja leið er hann gingin? Vær viljum finna hann við tær. Unnusti mín fór oman í sín garð, í blómuteigarnar, at røkta har sítt fylgi og tína liljur. Unnusti mín er mín, og eg eri hans, hann røktar sítt fylgi millum liljur. Tú ert føgur, vina mín, sum Tirza, yndislig ei...
Hvør fagrir eru føtur tínir í skónum, tú høvdingadóttir! Mjadnar tínar eru kýpnar eins og hálsband, handaverk listamanna. Títt fang er eins og kringlut skál, ikki skal skorta henni vín; sum hveitiskrúgv er kviður tín, gyrdur við liljum. Bróst tíni eru sum hindarkálvar tveir, skóggeitartvíburar; hálsur tín er fílabeinst...
Gævi tú vart mær sum bróðir, ið sogið hevði bróst móður mínar! Hittust vit tá har úti, skuldi eg kyst teg, og eingin sagt meg ringa fyri tað, eg skuldi leitt teg í hús móður mínar, inn í skemmu hennar, ið meg ól, givið tær kryddvín at drekka, berjaløg av granattræi mínum. Vinstra hond hans er undir høvdi mínum, við sín...
Orðið, sum Jesaja Ámozson fekk í eini sjón um Júda og Jerúsalem: Og tað skal verða á síðstu døgunum, at fjallið, sum hús Harrans stendur á, skal standa grundfest yvir øllum fjøllum, hátt hevjað upp um heyggjarnar; og hagar skulu allir heidningar tysja. Og mangar tjóðir skulu búgvast til ferðar og siga: «Komið niðan á f...
Tí sí, Harrin, drottin herliðanna, tekur frá Jerúsalem og Júda stuðul og stav, allan stuðul breyðsins og allan stuðul vatnsins, hetjur og hermenn, dómarar og profetar, spásagnarmenn og elstar, fimtihøvdingar og tignarmenn, ráðharrar, listasmiðir og gandakallar. Eg gevi teimum óvitar til høvdingar, og spælibørn skulu va...
Á tí degi skal gróðurkvistur Harrans verða til prýðis og dýrdar og ávøkstur landsins hábærsligur og dýrmætur fyri tey, sum komast undan í Ísrael. Tá skulu leivdir Zions og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, verða kallað heilag, øll tey, sum innskrivað eru til lívs í Jerúsalem, um Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zion...
Eg vil kvøða kvæði um vin mín, ástarkvæði um víngarð hans: Mín ástvinur átti sær víngarð á gróðurmiklum skoralendi. Hann gróv hann um, ruddaði grótið burtur og setti niður aðalvínvið, bygdi torn í miðjum honum og høgdi sær eisini vínkullu. Síðan væntaði hann sær aðalvínber úr honum, men fekk bert villber. Og dømið nú, ...
Tað árið, tá ið Uzzia kongur doyði, sá eg Harran sitandi á høgum hásæti, hátt hevjaðan, og sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin; kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveimum huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á flogi. Og teir kallaðu hvør ...
Tað barst á, meðan Ákaz Jótamsson Uzziasonar var kongur í Júda, at Rezin Sýriukongur og Peka Remaljason, Ísraels kongur, fóru herferð móti Jerúsalem, men vóru ikki førir fyri at vinna hana. Men tá ið tað frættist í Dávids húsi, at Sýriuland var gingið saman við Efraim, tá skalv hjarta hans og hjartað í fólki hansara, e...
Og Harrin segði við meg: «Tak tær stóra talvu og rita á hana við mannaskrift: Skjótur-herfongur, Brádlig bráð. Og tak mær álítandi vitni, prestin Uria og Zekarja Jeberekjahuson.» Síðan nærkaðist eg profetkonuni, og hon varð við barn og føddi son; tá segði Harrin við meg: «Lat hann eita: Skjótur-herfongur, Brádlig-bráð!...
Men eina ferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. Í forðum læt hann Zebulons land og Naftali land verða fyri vanvirðing, men eina ferð skal hann aftur lata heiður koma yvir vegin til havið, yvir landið handan Jórdan og yvir heidninganna kring. Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt l...
Vei teimum, ið seta saman ranglætis lógir og ídnir rita órættin upp í bók til tess at reka tey fátæku av tingi og ræna rættin frá neyðstøddum í fólki mínum, so at einkjur verða herfongur hjá teimum og faðirloysingar rán. Men hvat vilja tit gera á revsingardegnum, tá ið oyðingin kemur úr fjarlegd? Á hvønn skulu tit víkj...
Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans. Hugnaður hans skal vera í ótta Harrans; hann skal ikki døma eftir tí, sum eygu hans síggja, og ikki skipa rætt eftir tí, sum o...
Á tí degi skalt tú siga: «Eg lovi tær, Harri; tí at tú reiddist inn á meg, men vreiði tín hvarv, og tú uggaði meg. Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.» Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði. Og tann dagin skulu tit siga: ...
Spádómur um Bábel, sum birtist fyri Jesaja Ámozsyni: Reisið hermerki á skógarleysum fjalli, rópið á teir hátt og veittrið til teirra um at ganga inn um borgarlið veldismanna. Eg havi sjálvur búgvið út vígdu hermenn mínar til at inna mítt vreiðinnar verk og havi kallað á kappar mínar, hinar hástóru og kátu. Hoyrið tysja...
Tí at Harrin skal miskunna Jákupi, aftur útvelja Ísrael og lata tey búgva í sínum egna landi; tá skulu fremmandir sameinast við tey og binda felag við Jákups hús. Tjóðirnar skulu taka tey og flyta tey aftur í heimstað teirra; og har, í landi Harrans, skal Ísraels hús taka sær tjóðirnar til ognar sum trælir og trælkvend...
Spádómsorð um Móab: Ja, vunnin á nátt og avoydd er Ar í Móab, ja, vunnin á nátt og avoydd er Kir í Móab. Dibons dóttir heldur til fjals at gráta, Móab seg venar uppi á Nebo og í Medeba, hvørt høvur er berskøllut, hvørt skegg avrakað. Í túnum og uppi á tekjum teir ganga við sekki um lendar, á torgunum vena teir allir í ...
Landsins harrar senda gávur frá Sela gjøgnum oyðimørkina til fjals Zions dóttur. Eins og flákrandi fuglar, eins og ungar koyrdir úr reiðri, soleiðis eru Móabs døtur við vaðini um Arnon. «Kom við ráðum og veit hjálp; ger á alljósum degi skugga tín eins og náttina, lív hinum burturriknu, gev ikki flóttamannin upp. Gev hi...
Spádómsorð um Dámaskus. Sí, brátt er Dámaskus eingin borg, men vorðin at toftum. Um ævir skulu bygdir hennar liggja í oyði, og har skulu fæflokkar liggja á beiti, og eingin skal skelka teir burtur. Og Efraim missir sítt varnarvirki, kongsdømið hvørvur úr Dámaskus, og Árams leivdir farast; tað verður við teimum sum við ...
Hoyr, tú land við surrandi veingjum hinumegin Blálands áir. Tú, sum býrt út sendimenn yvir havið í sevbátum yvir vøtnini: Tit fljótu ørindrekar, farið til hitt hávaksna, glæsiliga fólkið, til tjóðir, sum ræðslan so víðan stendst av, til hitt ovursterka fólkið, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land tess renna áirn...
Spádómsorð um Egyptaland. Sí, Harrin ekur á lættum skýggi, kemur til Egyptalands; fyri honum skelva Egyptalands gudar, og hjartað bráðnar í brósti á Egyptum. Eg øsi Egyptar upp ímóti Egyptum, so at teir berjast bróðir við bróður, vinur við vin, borg ímóti borg og ríki móti ríki. Andin hvørvur úr brósti Egypta, ráð teir...
Tað árið, tá ið Tartan sendur av Sargoni, Assurs kongi, kom til Ásdod og herjaði á Ásdod borg og vann hana, tá talaði Harrin við Jesaja Ámozson: «Far og loys spjarrarnar av lendum tínum og lat teg úr skónum.» Soleiðis hann gjørdi og gekk nakin og skóleysur. Og Harrin segði: «Eins og Jesaja, tænari mín, nú í trý ár hevu...
Spádómsorð um havoyðuna: Eins og hvirlur fara fram gjøgnum suðurlandið, kemur tað úr oyðimørkini, hinum ræðuliga landi. Ræðulig sjón mær birtist: «Ránsmenn ræna, hermenn herja. Fram, Elamitar! Gerið álop, Medar! Eg geri enda á allari stynjan!» Tessvegna skelva lendar mínar; verkir koma á meg eins og á konu í barnferð; ...
Spádómur: Sjónanna dalur. Hvat hevur borist tær á, at alt títt fólk er uppi á tekjum, tú hámikla borg, so full av háva, tú heimstaður kætisins? Tínir vignu fullu jú ikki fyri svørði, vórðu ikki feldir í orrustu! Allir tínir høvdingar rýmdu og flýddu burtur, allar tínar hetjur, vápnaðar við boga, vórðu tiknar. Tessvegna...
Spádómur um Týrus. Venið, tit Tarsisskip, tí at oydd er borg tykkara. Teir frættu tað á vegnum frá Kýpurlandi. Kvirrir gjørdust tá Zidons keypmenn, ið búgva við havið og farmenn høvdu í sigling, sum fluttu yvir havið kornið frá Sjihors fløtum og drógu til sín allan eyð tjóðanna. Skomm fái teg nú Zidon, tí at havið sigu...
Sí, Harrin tømir jørðina og oyðir hana, broytir ásýnd hennara, og sundrar tey, sum á henni búgva. Tá skal gangast presti og fólki eins og húsbónda og træli hans; húsfrúgv eins og trælkonu; keypara eins og seljara; honum ið veitir lán eins og honum, ið tekur lán, og okrara eins og skuldara hans. Jørðin skal verða tømd o...
Á tí degi verður hesin songur sungin í Júdalandi: Vær eigum sterka borg; frelsu sína gjørdi hann at múrum og varnarvirki. Latið liðini upp fyri rættvísum fólki, sum varðir um trúnað. Lyndi tess er støðugt og stundar á frið, tí á teg tey líta. Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. Hann eyðmýkir tey, s...
Á tí degi skal Harrin við sínum harða, veldiga og sterka svørði heimsøkja Livjatan, hin flogskjóta dreka, Livjatan, hin buktaða dreka, og bana sjóvarskrímslinum. Á tí degi skulu tit syngja um yndisligan víngarð. Eg, Harrin, varði hann og vatni hann hvørja stund; eg varði hann bæði nátt og dag, so at eingin legst á hann...
Vei hinum uppskrýdda kransi hjá teimum druknu í Efraim; teirra glæsiliga skreyt er einans følnandi blómur á heyggjum í hinum gróðurmikla dali, har víndruknir hølast. Sí, sterkan og veldigan kappa hevur Harrin til reiðar, sum heglingsæl í skaðaveðri, sum dynjandi skúrur av skolandi vøtnum, soleiðis leggur hann alt til j...
Vei tær, Áriel, Áriel, borgin, har Dávid setti herbúðir sínar, leggið tit bert ár at ári og latið hátíðirnar fara sín kring. Eg skal treingja at Áriel, og tá skal vera sorg og sút; tá skalt tú av sonnum vera mær sum Áriel. Herbúðir eg seti móti tær eins og Dávid, lati varðmenn umringa teg og reisi hervirki móti tær. Tá...
Vei hinum tvørsintu børnum, sigur Harrin, ið leggja saman ráð, sum koma ikki frá mær, og ganga í felag, uttan at andi mín er uppi í, til tess at leggja synd aftur at synd, sum uttan at spyrja mín munn gera ferð suður til Egyptalands til tess at leita sær vørn hjá Fárao og skjól í skugga Egyptalands. Men vørnin hjá Fára...
Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp, sum líta á vagnar, av tí at teir eru nógvir, og troysta á reiðmenn, tí at teir eru fjølmentir, men ikki fregnast eftir hinum heilaga í Ísrael og ikki søkja Harran! Men eisini hann er vísur, letur ógævuna koma og tekur ikki orð síni aftur; hann rísur upp ímóti ættar...
Tá ið kongurin valdar við rættlæti, og høvdingarnir stjórna við rætti, tá verður hvør teirra sum lívd móti stormi og skjól móti regni, sum vatnsløkir í oyðimørk og skuggi av høgum hamri í vatnleysum landi. Tá skulu eygu hinna síggjandi ikki lokast aftur, og oyru hinna hoyrandi skulu lurta. Hjarta teirra gáloysnu skal n...
Vei tær oyðari, sum sjálvur hevur ikki verið fyri oyðing, sum rænir og sjálvur hevur ikki verið rændur; tá ið tú hevur lokið oyðingini, verður tú sjálvur fyri oyðing; tá ið tú hevur lætt av at ræna, verður tú sjálvur rændur. Harri, ver okkum miskunnsamur, vit vóna á teg. Ver tú armur vár á hvørjum morgni og hjálp okkar...
Komið higar, tjóðir; gevið gætur, tit tjóðflokkar; jørðin lýði á og alt, sum á henni er, jarðarríkið og allir vøkstir tess! Tí at øllum heidningum er Harrin reiður og grammur øllum heri teirra; hann hevur vígt teir deyðanum og givið teir upp til sláturs. Hinir vignu teirra liggja og rekast, dampurin stendur av líkum te...
Oyðimørkin og hitt turra landið skulu gleðast, reynið skal fegnast og blóma eins og lilja, ja, blóma fagurliga og fegnast við fagnaðarrómi. Libanons dýrd skal tað fáa og fagurleika Karmels og Sárons. Tey skulu fáa dýrd Harrans at sjá og fagurleika Guðs várs. Styrkið hinar máttleysu hendur og magnið tey knø, sum riða. S...
Á fjúrtanda ríkisári Hizkia kongs hendi tað, at Sankerib Assýriu kongur fór í herferð móti øllum víggirdum borgum í Júda og vann tær. Tá sendi Assýriu kongur Rabsjake við miklum herliði frá Lákisj til Jerúsalem á fund við Hizkia kong; hann steðgaði á við vatnstokkin úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin. Tá gingu ...
Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg sekki og gekk inn í hús Harrans. Og hann sendi teir Eljakim hallarstjóra og Sjebna ritara og teir elstu av prestunum klæddar í sekki til Jesaja profets Ámozsonar til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við neyðum, revsing og háðing, tí at...
Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur, Tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: «So hevur Harrin sagt: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.» Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harrans: «Á, Harri, minst til, hvussu eg havi gingið fy...
Um tað mundið sendi Merodak Báladan Báladansson, kongur í Bábel, bræv og gávu til Hizkia, tí at hann hevði hoyrt, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin heilur aftur. Hizkia fagnaði teimum væl og sýndi teimum alla fægoymslu sína, silvurið og gullið, roykilsisurtirnar og ta fínu oljuna, vápnabúr sítt og alt, sum fan...
Lýðið á meg í kvirru, tit oyggjaskeggjar; bíðið, tit tjóðir, eftir mínum dómi; komið og flytið tykkara mál; saman vit skulu ganga fyri rættin. Hvør vakti upp úr eystri mannin hin sigursæla, læt tjóðir fyri honum lúta og kongar falla honum til kníggja, so at hann syndrar svørð teirra sum sandskorn og boga teirra sum fúk...
Sí tænari mín, sum eg styði, útvaldi mín, sum sál mín hevur tokka til; eg lati anda mín koma yvir hann, hann skal boða fólkunum rætt. Ikki skal hann rópa og ikki lyfta upp reyst síni og ikki lata mál sítt hoyra á gøtunum. Rørið, ið brákað er, skal hann ikki bróta, rakið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja. Við trúfesti b...
Men so sigur nú Harrin, ið skapaði teg, Jákup, og myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín. Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær. Tí at eg, Har...
Men hoyr nú, Jákup, tænari mín, og Ísrael, sum eg havi útvalt! So sigur Harrin, ið skapaði teg og frá móðurlívi myndaði teg, hjálpari tín: Óttist ikki, tænari mín, Jákup, Jesjurun, sum eg havi útvalt; tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og sig...
So sigur Harrin við salvaða sín, við Kýros, sum eg havi tikið í høgru hondina á til tess at lata tjóðirnar lúta fyri honum og loysa upp beltið av konganna lendum, so at hurðar standa honum opnar og borgarlið uttan lokur. Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlok...
Bel hoknar, Nebo nígur, skurðgudar teirra fara fyri villdjór og fenað, teir, ið áður vórðu bornir um í skrúðgongu, verða lagdir upp á útmødd akdjór eins og aðrar byrðar. Teir hokna og níga allir samlir, teir orka ikki at bjarga síni byrði; í útlegd noyðast teir sjálvir at fara. Lýðið á meg, tit ættarmenn Jákups, og all...
Stíg oman, sessast í dusmið, ungmoyggin Bábeldóttir, set teg á jørðina hásætisleys, tú Kaldeadóttir, tí at ikki skalt tú meira kallast hin væna og fína. Trív í kvørnina, mal nú korn og legg slørið frá tær; hav upp tíni klæði, nekta tíni bein og vað út í áir. Nakni títt skal nektast og skomm tín verða sædd, eirindaleyst...
Hoyrið hetta, tit Jákups ættarmenn, ið nevndir eru eftir Ísrael og runnir úr Júda lindum, sum svørja við navn Harrans og ákalla Ísraels Guð – hóast ikki rættiliga og ikki av sonnum –, sum jú bera navn eftir hini heilagu borg og troysta á Ísraels Guð, hvørs navn er Harri herliðanna: Tað, sum hent er, kunngjørdi eg langt...
Gevið mær ljóð, tit oyggjaskeggjar! Lýðið á meg, tit fjarlagdu tjóðir: Alt frá móðurlívi hevur Harrin kallað meg, nevnt meg at navni, áður enn eg varð føddur. Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa; hann segði...
So sigur Harrin: Hvar er tað skilnaðarbræv, sum eg rak móður tykkara burtur við? Ella av hvørjum hevði eg tikið lán, so at eg skuldi selja tykkum til hansara? Sí, fyri misgerðir tykkara vórðu tit seldir, fyri syndir tykkara varð móðir tykkara burturrikin. Hví var tá eingin ástaðis, tá ið eg kom? Hví svaraði eingi, tá i...
Lýðið á meg, tit, ið stunda eftir rættvísi og søkja Harran; lítið at berginum, sum tit eru brotin av, og at brunninum, sum tit eru grivin úr; lítið at Ábrahami, ættfaðir tykkara, og at Sáru, sum føddi tykkum; tí at eina var hann, tá ið eg kallaði hann; men eg vælsignaði hann og gjørdi hann fjølmentan. Tí at Harrin ugga...
Vakna, vakna upp, Zion, og lat teg í styrkleik tín, Jerúsalem, tú heilaga borg, far í títt hátíðarskreyt; tí at eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma á gátt hjá tær. Rist av tær dustið, rís upp og sessast í sætið, Jerúsalem; loys fjøtrið av tínum hálsi, tú hertikna Zions dóttir. Tí at so sigur Harrin: Fyri...
Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður? Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum. Vanvirdur var ...
Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn, sker í róp og kalla hátt, tú, sum ikki hevur barnverkir! Tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin. Ger rúmsátt í tjaldi tínum, tamba á tjalddúkar bústaðar tíns og spar ikki, ger tjaldreipini long, rek tjaldhælir tínar fastar, tí at tú m...
So sigur Harrin: Varðveitið rættin og gerið tað, sum rætt er, tí at frelsa mín er í nánd, og brátt birtist rættlæti mítt. Sælur tann maður, ið ger soleiðis, tað mansbarn, ið heldur fast við hetta: varnast at vanhalga hvíludagin og varðar hond sína frá øllum illum. Ikki sigi hin fremmandi, sum bundið hevur trúskap við H...
Hini rættlátu fórust, og eingin gav tí gætur; gudrøknir menn vórðu fyribeindir, og eingin hugsaði um tað. Hini rættlátu, sum bundið høvdu frið, vórðu fyribeind av vándskunnar ávum, tey sum rætta leið høvdu gingið, hvíla nú í leggstøðum sínum. Men komið tit higar, tit flagdkonuungar, tit avkom undan horkøllum og skøkjum...
Rópa, eir ikki málinum, lat rødd tína gella sum lúður, kunnger fólki mínum misbrot tess og Jákups ættarkyni syndir teirra. Til mín teir leita dag frá degi og tráa eftir kunnleika um vegir mínar, sum vóru tey fólk, ið innir rættlæti og ikki hevur svikið krøv Guðs síns. Tey spyrja meg um lóg og rætt við langtan eftir nær...
Statt upp og skín, tí at ljós títt kemur og dýrd Harrans rennur upp yvir tær! Tí sí, myrkur hylur jørðina og sorti fólkini; men yvir tær rennur Harrin upp, og dýrd hans birtist yvir tær. Og heidningarnir stevna at ljósi tínum og kongar at ljómanum, sum rennur upp yvir tær. Hav upp eygu tíni og lít teg um: teir savnast ...
Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja, geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staði...
Fyri sakir Zions vil eg ikki tiga, fyri Jerúsalems skuld ikki hvíla, fyrr enn rættur hennara rennur upp sum ljómi og frelsa hennara sum brennandi kyndil. Rætt tín skulu tjóðirnar skoða og allir kongar tína dýrd; tú verður nevnd við nýggjum navni, sum Harrans muður skal nevna. Og tú skalt verða prýðilig krúna í hond Har...
Hvør er hasin, ið kemur úr Edóm í fagurreyðum klæðum úr Bozra, hasin, ið kemur so brettin í sínum skrúði og sínum mikla mátti? «Tað eri eg, eg sum tali rætt og máttugur eri til at frelsa.» Men hví er tá skikkja tín reyð og klæði tíni eins og hans, ið vínfargið treður? «Einsamallur eg vínfargið tróð, av tjóðunum eingin ...
Gævi tú skræddi himinin sundur og steigst oman, so at fjøllini nøtraðu fyri tíni ásjón, og login brendi upp fíggindar tínar, eins og vaksið bráðnar í eldi, so at navn títt varð teimum kunnugt, og tjóðirnar máttu skelva fyri tíni ásjón, tá ið tú gert undur, sum okkum ikki vardi – tú steigst oman; fyri ásjón tíni nøtraðu...
Eg birtist teimum, ið ikki spurdu eftir mær, varð funnin av teimum, ið ikki leitaðu mín; við tjóð, sum ikki kallaði á meg, segði eg: «Sí, her eri eg!» Allan dagin eg breiddi út hendur mínar móti tvørlyndum fólki, sum gekk á sínum vánda vegi og fylgdi sínum egnu hugsanum, móti einum fólki, sum reitir meg støðugt til vre...
So sigur Harrin: «Himinin er mítt hásæti og jørðin fótskør mín; hvat hús kunnu tit tá reisa mær, og hvar er tann staður, ið vera kann bústaður mín? Hond mín hevur jú skapað alt hetta, so at tað er vorðið til, sigur Harrin. Men teir, sum eg líti til, eru hinir eymu, sum hava sundurbrotnan anda og skelva fyri orði mínum....
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Far og rópa inn í oyruni á Jerúsalem: So sigur Harrin: Eg minnist ungdómskærleika tín, alskhug tín, tá ið tú vart brúður og fylgdi mær í oyðimørkini, í landi, har ikki verður sáað. Ísrael var halgaður Harranum, frumgróðurin av úrtøku hans; allir, ið vildu eta hann, vórðu sekir, óg...
Tá ið maður rekur konu sína aftur, og hon giftist øðrum manni, kann hon tá koma aftur til hansara? Er ikki tílík kona gjøgnumdálkað av skemd? Og tú, sum hevur drivið hor við mongd av monnum, ætlar at koma aftur til mín, sigur Harrin. Lít niðan á hasar skógarleysu hólarnar og hygg eftir! Hvar mundi tú ikki lata teg neyð...
Vendir tú við, Ísrael, sigur Harrin, tá snúgv tær aftur til mín; og koyrir tú tínar andstygdir frá tær, skalt tú ikki verða burturrikin frá ásjón míni. Og svørt tú: So satt sum Harrin livir! Av reinum huga, rættiliga og rættlynt, tá skulu tjóðir ljóta signing við honum og rósa sær av honum. Tí at so sigur Harrin við Jú...
Reikið um á gøtunum í Jerúsalem og gevið gætur eftir tí, sum tit síggja, og leitið á torgum hennara, um tit finna nakran, hvørt har er nakar, sum innir rætt og leggur dent á trúskap, so at eg kann fyrigeva teimum. Og tó at teir svørja: So satt sum Harrin livir! tá er eiður teirra lygn. Men Harri, er tað ikki trúfesti, ...
Flýggið, tit Benjaminitar, út úr Jerúsalem og tit í Tekoa, blásið í lúðurin og reisið upp merkið yvir Bet-Kerem, tí at ógæva hóttir úr norðuri og mikil oyðing. Eg beini fyri Zions dóttur, hini føgru og fínlátu. Til hennara skulu koma hirðar við fenaði sínum og seta upp tjøld síni kring hana; og hvør teirra skal taka sí...
Orðið kom frá Harranum til Jeremia soljóðandi: Far og statt við liðið á húsi Harrans og rópa út hesi orð og sig: Hoyrið orð Harrans, allir Júdamenn, ið ganga inn um hesi lið at tilbiðja Harran: So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Bøtið um leiðir og gerðir tykkara, so at eg kann lata tykkum búgva á hesum staði! Líti...
Gævi, eg fekk í oyðimørkini vallaraherbergi, tá hevði eg rýmt frá fólki mínum, farið langt frá teimum, tí at allir eru teir horkallar, svíkjaraflokkur. Eins og boga spenna teir tungu sína; við lygn og ikki við sannleika hava teir fingið valdið í landinum; vándsku oman á vándsku fremja teir, og meg vita teir einki um, s...
Hoyrið tað orð, sum Harrin talar til tykkara, tú Ísraels ættarkyn! So sigur Harrin: Venjið tykkum ikki við siðir heidninganna og óttist ikki himnatekinini, teimum bera heidningarnir ótta fyri. Tí at tað, sum tjóðirnar óttast, er einans fáfongd; ja, tað er viður, sum er høgdur úr skóginum, og verk, ið træsmiðarins hendu...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum. Hoyr orðini í hesum sáttmála og tala tey til Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems og sig við teir: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Bølbiðin veri tann maður, ið ikki heldur tað, sum stendur í hesum sáttmála, sum eg beyð fedrum tykkara at halda ta ferðina, tá ið eg leiddi teir út úr Egypt...
Rætt hevur tú, Harri, tá ið eg trætist við teg; men tó má eg tala við teg um rættin: Hví fylgir eydnan teimum gudleysu, og hví liva allir svikarar ekkaleysir? Tú gróðursetir teir, og teir festa røtur, teir næla og bera ávøkst. Teir hava teg á vørrum, men ikki í hjarta sínum. Men tú, Harri, kennir meg, tú sært meg og he...
So segði Harrin við meg: Far og keyp tær línbelti og bind tað um lendar tínar; men lat tað ikki koma í vatn! Eftir orði Harrans keypti eg mær tá belti og bant tað um lendar mínar. Tá kom orð Harrans aftur til mín soljóðandi: Tak beltið, sum tú keypti tær, og sum tú hevur um lendar tínar, halt avstað við tí eystur til F...
Orð Harrans, ið kom til Jeremia um turkin. Júda syrgir, teir í borgarliðunum ørmaktast og drýpa høvur til jarðar av sorg, harmaróp stígur upp úr Jerúsalem. Tignarmenn teirra senda sveinar sínar eftir vatni; teir koma at brunnunum, men finna einki vatn; við tómum ílátum koma teir aftur snópnir og skammfullir við huldum ...
Tá segði Harrin við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón míni, skuldi hjarta mítt tó ikki vent sær at teimum, rek hetta fólkið burtur frá ásjón míni! Og um teir tá siga við teg: Hvar skulu vit fara? tá svara teimum: So sigur Harrin: Til deyða tann, sum deyða er ætlaður, til svørðs tann, sum svørði er ætlaður, ti...
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú skalt ikki taka tær konu og ikki eiga synir og døtur á hesum staði. Tí at so sigur Harrin um teir synir og tær døtur, ið verða fødd á hesum staði, og um møðurnar, ið børnini ala, og um fedrarnar, sum gita tey í hesum landi: Ringan deyða skulu tey fáa. Hvørki skulu tey verða harmað...
Júda synd er ritað við grifli av jarni, rist á talvu hjartna teirra við diamantoddi og á altarhorn teirra sum minningartekin ímóti teimum, á teirra altarum og Ásjerustólpum, á hvørjum grønum træi og høgum hóli, á fjøllunum, á víðavangi. Eyð tín og allar ognir tínar gevi eg yvir til ráns aftur fyri allar syndir tínar í ...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: Far oman í hús leirkerasmiðarins; har vil eg lata teg hoyra orð míni. Eg fór tí oman í hús leirkerasmiðarins, og sí, tá arbeiddi hann við klingrurnar. Og hvørja ferð eitt kerið, sum hann fekst við, miseydnaðist, sum tað kann henda við leirinum undir hond leirkerasmiða...
So segði Harrin: Far og keyp tær krukku frá leirkerasmiðinum og tak við tær nakrar av fólksins og prestanna elstu og far út í dal Hinnomssonar, sum er fyri uttan Leirbrotaliðið, og kunnger har tey orð, sum eg vil tala til tín, og sig: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og íbúgvar Jerúsalems: So sigur Harri herliðanna, ...
Men tá ið presturin Pasjhur Immersson, yvirumsjónarmaður við tempul Harrans, hoyrdi Jeremia profetera soleiðis, tá sló hann hann og læt hann seta í stokkin í ovara Benjamins liði í húsi Harrans. Dagin eftir, tá ið Pasjhur loysti Jeremia úr stokkinum, segði Jeremia við hann: Harrin kallar teg ikki «Pashjur» men: «Mágor-...
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum ta ferðina, tá ið Zidkia kongur sendi Pasjhur Malkiason og prestin Zefanja Máasejason til hansara við hesi orðsending: Gakk og leita ráð við Harran fyri okkum, tí at Nebukadnezar, Bábelkongur, herjar á okkum; kanska Harrin vil veita okkum dugnað á sama undurfulla hátt sum áður, s...
Soleiðis mælti Harrin: Far tú oman at Júdakongsins høll og flyt har hesa røðu og sig: Hoyr orð Harrans, tú Júdakongur, sum situr í hásæti Dávids, tú og tænarar tínir og fólk títt, ið ganga inn um hesi lið! So sigur Harrin: Fremjið rætt og rættlæti og hjálpið hinum rænda úr valdsmansins hondum, kúgið ikki hin fremmanda,...