en
stringlengths
1
10.6k
source
stringclasses
4 values
fo
stringlengths
1
10.3k
especially the wording that the 10th grade can extend over more than one school year was deleted
BLARK_translated
serliga orðingin um, at 10. flokkur kann røkka um meira enn eitt skúlaár, varð strikað
In the law on the five line-divided groups it was deleted. No school had ever tried this.
BLARK_translated
9 í lógini um teir 5 linjubýttu bólkarnar varð strikað. Eingin skúli hevði nakrantíð roynt hetta
When the guiding curricula were completed, it was possible to begin creating teaching plans for each school. The school boards are responsible for this work, and now all modern primary schools have teaching plans that conform to the law.
BLARK_translated
Tá ið nú tær leiðbeinandi lesiætlanirnar vóru gjørdar, kundi farast undir at gera undirvísingarætlanir fyri hvønn skúla. Hesum arbeiði hava skúlanevndirnar ábyrgd av, og nú hava allir fólkaskúlar nútímans undirvísingarætlanir, sum eru samsvarandi lógini.
On 20 June 1997 the Faroese Løgting passed Act No. 125 on the public school, which partially came into force on 1 August 1998. Presumably the whole act came into force on 1 January 2001, when the term of the school boards expired and they were replaced by school councils, which the parents of the pupils at the respecti...
BLARK_translated
Tann 20. juni 1997 samtykti Føroya løgting lóg nr. 125 um fólkaskúlan, sum lutvíst kom í gildi 1. august 1998. Ætlandi er øll lógin komin í gildi 1. januar 2001, tá ið skeiðið hjá skúlanevndunum er úti og tær verða avloystar av skúlastýrunum, sum foreldur at næmingunum í tí ávísa skúlanum velja sínámillum.
In summary, it can be said briefly that the biggest changes in the new primary school law are both in the pedagogical/teaching area and in the governance part, both concerning the school's leadership and parental influence. Each individual school now itself has responsibility for the quality of teaching.
BLARK_translated
Samanumtikið kann stutt sigast, at størstu broytingarnar í nýggju fólkaskúlalógini eru bæði á tí námsfrøðiliga/undirvísingarliga økinum og í stýrisliga partinum, bæði viðvíkjandi leiðslu skúlans og foreldraávirkan. Einstaki skúlin hevur nú sjálvur ábyrgdina av undirvísingarligu dygdini.
In 1978, HH education (higher commercial examination) was introduced based on Danish legislation, but the instruction was adapted to Faroese conditions. In 1993, a Faroese law on HH education was enacted.
BLARK_translated
Í 1978 varð farið undir HH-útbúgving (hægri handilspróvtøku) við støði í danskari lóggávu, men undirvísingin var tillagað føroysk viðurskifti. Í 1993 varð gjørd føroysk lóg um HH-útbúgving.
In 1983 the FHS program (a vocational education in administration, trade and office work) was started. The programme was organised based on the then Danish EFG programme, but the legislation was Faroese.
BLARK_translated
Í 1983 varð farið undir FHS-útbúgving (støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu). Útbúgvingin var skipað við støði í táverandi donsku EFG-útbúgvingini, men lóggávan var føroysk.
In 1988 a special Faroese fisheries training program was established, and the law was distinctly Faroese.
BLARK_translated
Í 1988 varð ein serlig føroysk fiskivinnuútbúgving skipað, og lógin var burturav føroysk.
In 1992 we received a Faroese law on SIT education (position/technical training within technology). The law was largely based on the Danish EFG education.
BLARK_translated
Í 1992 fingu vit føroyska lóg um SIT-útbúgving (støðisútbúgving innan tøkni). Lógin var í stóran mun gjørd við støði í tí donsku EFG-útbúgvingini.
In 1993 the HT education (higher technical examination) was established based on Faroese law. The legal basis for the education was the Danish law on HTX education.
BLARK_translated
Í 1993 varð skipað HT-útbúgving (hægri tøknipróvtøka) við støði í føroyskari lóg. Støðið undir útbúgvingini var danska lógin um HTX-útbúgving.
The educations mentioned above were mostly — with the exception of the fisheries education — organized based on the corresponding Danish programs, although with greater or lesser deviations taking into account specific Faroese circumstances. However, not all of the programs have — despite the law being Faroese — had th...
BLARK_translated
Útbúgvingarnar, sum nevndar eru omanfyri, vóru flestallar - undantikið fiskivinnuútbúgvingin - skipaðar við støði í samsvarandi donskum útbúgvingum, tó við størri ella minni frávikum við atliti at serligum føroyskum viðurskiftum. Ikki allar útbúgvingarnar hava tó - hóast lógin er føroysk - fingið fylt rammulógirnar út ...
Upper secondary education programs are intended for young people who come from 9th or 10th grade. Those who are older, who for some reason did not obtain an upper secondary education during their youth, also have the opportunity to take a secondary school (Studentaskúli) education as an upper secondary qualification. I...
BLARK_translated
Miðnámsútbúgvingarnar eru ætlaðar teimum ungu, sum koma úr 9. ella 10. flokki. Eisini tilkomin, ið av onkrari orsøk ikki fingu eina miðnámsútbúgving í ungdómsárunum, hava møguleika at taka Studentaskúlaútbúgving eina miðnámsútbúgving. Serliga er HF-útbúgvingin brúkt av nógvum tilkomnum, sum seinni í Almenngymnasialar l...
In 1996 a complete body of laws, including subject regulations, for the upper secondary (studentaskúli and hf) education was produced in Faroese. This Faroese upper secondary education is thus the first to have received fully developed Faroese frameworks to operate under.
BLARK_translated
Í 1996 varð eitt samlað lógarverk, herundir eisini lærugreinakunngerðir, um studentaskúla- og hf-útbúgvingina gjørt á føroyskum. Henda føroyska miðnámsútbúgving er sostatt tann fyrsta, sum hevur fingið fullfíggjaðar føroyskar karmar at virka undir.
Some secondary school teachers — after having taught for a few years at upper secondary level — have gone on to teach in higher continuing education or have taken up research positions. Several of them have written doctoral theses or PhD dissertations.
BLARK_translated
Summir studentaskúlalærarar eru - eftir at hava undirvíst nøkur ár á studentaskúlastigi - farnir at undirvísa í hægri framhaldsútbúgvingum ella farnir í granskingarstarv. Fleiri av teimum hava skrivað doktararitgerð ella ph.d.-ritgerð.
In Tvøroyri, organized commercial school instruction was already being planned in 1933, and in 1937 commercial school instruction began in Klaksvík. In 1961 the commercial school in Tórshavn was established as a self-owning institution, and in 1967 all commercial schools in the Faroe Islands were merged into the self-o...
BLARK_translated
Á Tvøroyri varð annars longu í 1933 stílað fyri skipaðari handilsskúlaundirvísing, og í 1937 varð farið undir handilsskúlaundirvísing í Klaksvík. Í 1961 varð handilsskúlin í Tórshavn skipaður sum sjálvsognarstovnur, og í 1967 vórðu allir handilsskúlar í Føroyum lagdir saman í sjálvsognarstovnin Føroya Handilsskúla.
In 1983 the Faroese Commercial School moved into its own building in Tórshavn, and in 1990 the commercial school put the building at Kambsdalur into use.
BLARK_translated
Í 1983 flutti Føroya Handilsskúli inn í egnan bygning í Tórshavn, og í 1990 tók handilsskúlin bygningin á Kambsdali í nýtslu.
In 1954 a Faroese apprenticeship law was passed in the Løgting (parliament), and in 1955 the Faroese Teachers' Council (Føroya Læruráð) was established. With the legal framework in the mid-1950s, the craft and trade training programs in the Faroe Islands finally reached a stable footing, but in terms of content the tra...
BLARK_translated
Í 1954 varð ein føroysk lærlingalóg samtykt í løgtinginum, og í 1955 varð Føroya Læruráð sett á stovn. Við lógarkørmunum mitt í 1950-árunum komu handverkaraútbúgvingarnar í Føroyum endaliga í eina fasta legu, men innihaldsliga vóru útbúgvingarnar tætt knýttar at teimum samsvarandi donsku.
In December 1998 a vocational education law was passed. It replaced the apprenticeship law from 1954.
BLARK_translated
Í desember 1998 varð ein yrkisútbúgvingarlóg samtykt. Hon kom í staðin fyri lærlingalógina frá 1954.
In 1989 a fisheries industry training program was established in Vestmanna. The training was primarily intended to provide those who planned to work in the fishing industry with a skills-building basic education. However, the number of students has not been as high as expected, especially considering that the Faroe Isl...
BLARK_translated
Í 1989 varð fiskivinnuútbúgving sett á stovn í Vestmanna. Útbúgvingin skuldi fyrst og fremst geva teimum, sum ætlaðu at starvast í fiskivinnuni, eina førleikagevandi grundútbúgving. Talið á næmingum hevur tó ikki verið so høgt, sum roknað varð við, serliga tá ið hugsað verður um, at Føroyar eru ein fiskivinnutjóð.
Since 1976 the admission requirement has been a student, HF certificate or an equivalent qualification. In 1980 a new parliamentary law on teacher education came into force, at the same time as the training became more specialized by subject.
BLARK_translated
Frá 1976 hevur upptøkukravið verið students-, hf-prógv ella samsvarandi prógv. Í 1980 kom nýggj løgtingslóg um læraraútbúgving í gildi, samstundis sum útbúgvingin varð meiri valgreinabýtt.
The first training programs for nurses in the Faroe Islands began around 1910. At first the training did not have a fixed structure. The students were, when possible, to be on various wards, and the training concluded with an examination.
BLARK_translated
Tær fyrstu útbúgvingarnar av sjúkrasystrum í Føroyum byrjaðu um leið í 1910. Ta fyrstu tíðina var útbúgvingin ikki í fastari legu. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.
In 1957 the education was unified in Denmark and in the Faroe Islands. This change meant that the Faroese Nursing School was established on 1 February 1960. The training was established by the "Ordinance of 30.01.1957 on nurse education."
BLARK_translated
Í 1957 varð útbúgvingin einsháttað í Danmark og í Føroyum. Henda broyting hevði við sær, at Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildi við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen".
The tasks of nurses change over time so that the number of tasks increases and nurses become exhausted. Within nursing care, new nursing staff arrive who take over parts of the hands-on nursing, while nurses take on more of the technical tasks that medical science develops. Nurses receive increased and new tasks in adm...
BLARK_translated
Arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrasystrunum broytast sum frá líður soleiðis, at uppgávurnar gerast nógvar, og trot verður á sjúkrasystrum. Innan sjúkrarøktina koma nýggj røktarstarvsfólk, sum taka yvir partar av beinleiðis sjúkrarøktini, meðan sjúkrasystrar átaka sær tær meiri teknisku uppgávurnar, sum læknavísindini menna....
This development means that there is a need for a new nursing education program, because the tasks that nurses now have require greater and different knowledge than the framework of the current education allows.
BLARK_translated
Henda menning hevur við sær, at tørvur verður á einari nýggjari sjúkrasystraútbúgving, tí tær uppgávur, sum sjúkrasystrarnar nú hava, krevja eina størri og øðrvísi vitan, enn karmarnir í verandi útbúgving hava rúm fyri.
The training lasts 45 months, or 3 years and 9 months, and that includes all free time. The split between theory and practical training is 5/4: Theory: 25 months, practical training: 20 months. The number of hours for theory is 3,000 hours, of which the nursing subject takes 1,800 hours, the natural science subjects 60...
BLARK_translated
Útbúgvingin tekur 45 mánaðir ella 3 ár og 9 mánaðir, og tá er øll frítíð tald við. Býtið millum ástøði og praktikk er 5/4: Ástøði: 25 mánaðir, praktikk: 20 mánaðir. Tímatalið í ástøði er 3.000 tímar, av hesum tekur sjúkrarøktarfakið 1.800 tímar, náttúruvísindaligu fakini 600 tímar og samfelagsfakini 600 tímar. Dentur v...
The nursing education is based on the idea that nursing is a practice discipline, characterized by the fact that the practice/profession is founded on regular reflection, learning, and research. Instruction is, as far as possible, taken from the nursing context and from research by nurses, and thus the aim is that nurs...
BLARK_translated
Sjúkrasystraútbúgvingin byggir á, at sjúkrarøktin er ein virkisgrein ("praksisdisiplin"), hvørs eyðkenni er, at virkið/starvið er grundað á regluliga umhugsan (reflektión), lesnað og gransking. Støðið í frálæruni er, mest møguligt, tikið í sjúkrarøktarástøðinum og í gransking hjá sjúkrasystrum, og sostatt verður miðað ...
Before 1978 the public school was under the supervision of a “school directorate,” while other schools in the Faroe Islands were overseen by various Danish ministries. But in 1979 the Faroese government took over the administration of schooling in the Faroe Islands, and the National School Administration was establishe...
BLARK_translated
Fyri 1978 var fólkaskúlin undir eftirliti av einari "skúladirektión", meðan aðrir skúlar í Føroyum vóru undir eftirliti av ymiskum donskum ráðharrastovum. Men í 1979 yvirtók Føroya landsstýri umsitingina av skúlaskapinum í Føroyum, og Landsskúlafyrisitingin varð sett á stovn. Talan var ikki bert um yvirtøku av umsiting...
In 1847 the physician P.L. Panum wrote, based on a measles epidemic in the Faroe Islands, an essay that gained international significance. Later several medical papers about empirical studies in the Faroes appeared. The priest V.U. Hammershaimb laid the foundation for a future Faroese written language in the last half ...
BLARK_translated
Læknin P.L. Panum skrivaði í 1847 við støði í eini meslingafarsótt í Føroyum eina ritgerð, sum fekk altjóða týdning. Seinni komu fleiri medisinskar ritgerðir um empiri í Føroyum. Presturin V.U. Hammershaimb legði í síðstu helvt av farnu øld grundarlagið undir eitt framtíðar føroyskt skriftmál. Seinna helvt av farnu øld...
Thus it was research about the Faroe Islands, but not research in the Faroe Islands. That did not come until much later. The Danes have not had the same interest in research on the Faroe Islands as they have had in Greenland. Faroese research has not been organized in the same way as research in Greenland. At Danish re...
BLARK_translated
Sostatt var talan um gransking um Føroyar, men ikki gransking í Føroyum. Hon kom ikki fyrr enn væl seinni. Danir hava ikki havt sama áhuga fyri gransking av Føroyum sum av Grønlandi. Føroyagranskingin hevur ikki verið skipað á sama hátt sum granskingin í Grønlandi. Hjá donskum granskingarstovnum hevur tað fyri tað mest...
Danish research institutions such as the Geological Survey of Denmark (DGU) and the Danish Fisheries Investigations had scientific staff in the Faroe Islands. That these were Faroese people with an interest in local affairs was an advantage for the budding Faroese research environment. Of these institutions, only GEUS ...
BLARK_translated
Danskir økisgranskingarstovnar sum Danmarks Geologiske Undersøgelser (DGU) og Danmarks Fiskeriundersøgelser høvdu vísindalig starvsfólk í Føroyum. At hetta vóru føroyingar við áhuga fyri viðurskiftunum á staðnum, var ein fyrimunur fyri tað spírandi føroyska granskingarumhvørvið. Av hesum stovnum er tað bert GEUS (Danma...
The other institutions were the National Library, the National Archives and the Museum of Antiquities. In addition there were privately interested researchers. Each institution had at most one scientific staff member.
BLARK_translated
Hinir stovnarnir vóru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið og Fornminnissavnið. Harafturat vóru so granskingaráhugaðir privatpersónar. Hvør stovnur hevði í mesta lagi eitt vísindaligt starvsfólk.
It was not until the early 1970s that more research positions were established. The growth was funded through the parliament’s budget, but this ceased around 1990, when the crisis began and peaked in 1992. At the University of the Faroe Islands those research positions were significantly reduced.
BLARK_translated
Tað var ikki fyrr enn í byrjanini av 1970-árunum, at fleiri vísindalig størv vórðu sett á stovn. Vøksturin varð fíggjaður á løgtingsins fíggjarlóg, men hetta steðgaði uml. 1990, tá ið kreppan byrjaði og kom í hæddina í 1992. Á Fróðskaparsetrinum vórðu tey vísindaligu størvini munandi skerd.
In connection with the new governance act, which came into force on 1 August 1996, education, research and culture have come under the same main administration and are today under the same minister. Work is being done to coordinate or bring together institutions that are important for or relate to research.
BLARK_translated
Í sambandi við nýggju stýrisskipanarlógina, ið kom í gildi 1. august 1996, er undirvísing, gransking og mentan komin undir sama aðalstýri og er í dag undir sama landstýrismanni. Arbeitt verður við at samskipa ella savna stovnar, ið hava týdning fyri ella viðvíkja gransking.
Through cooperation with the other institutions, the Research Council receives an important coordinating role. With this measure a real foundation for a Faroese research policy is being established.
BLARK_translated
Granskingarráðið fær gjøgnum samstarv við hinar stovnarnar umráðandi samskipandi uppgávu. Við hesum tiltaki er við at verða skapt eitt veruligt grundarlag undir einum føroyskum granskingarpolitikki.
Several of the institutions mentioned above, and others as well, in addition to their daily tasks also have research assignments that are specified in the laws under which these institutions operate.
BLARK_translated
Fleiri av teimum stovnum, ið eru nevndir omanfyri, og aðrir við hava umframt sínar dagligu arbeiðsuppgávur eisini granskingaruppgávur, sum eru ásettar í teimum lógum, hesir stovnar virka undir.
Fróðskaparrit has been published since 1952. The journal provides an overview of dissertations, and several doctoral theses have also been announced in the journal. For several years the Faroese National Museum was responsible for publishing the journal Mondli with cultural-historical and archaeological articles. Later...
BLARK_translated
Fróðskaparrit er givið út síðani 1952. Tíðarritið hevur yvirlit yvir ritgerðir, og fleiri doktararitgerðir eru eisini kunngjørdar í ritinum. Føroya Fornminnissavn stóð í fleiri ár fyri útgávu av tíðarritinum Mondli við mentanarsøguligum og fornfrøðiligum greinum. Seinni er hetta tíðarrit avloyst av tvørvísindaliga tíða...
In 1998/99 there are 7,018 pupils in the primary/folk school. One year group is approximately 650–750 pupils. Most finish either 9th or 10th grade and go on to an upper secondary school (grammar school, HF course, commercial school, technical school or fisheries school). The grammar school began its teaching in 1937. S...
BLARK_translated
Í 1998/99 eru 7.018 næmingar í fólkaskúlanum. Ein árgangur er uml. 650 - 750 næmingar. Tey flestu enda antin 9. ella 10. flokk og fara víðari á ein miðnámsskúla (studentaskúla, hf-skeið, handilsskúla, tekniska skúla ella fiskivinnuskúla). Studentaskúlin byrjaði sína undirvísing í 1937. Síðani eru studentsútbúgvingarnar...
Table SEQ Table * ARABIC NUMBER 3 Overview of upper secondary examinations in 1995 and 1998
BLARK_translated
Talva SEQ Talva \* ARABERTAL 3 Yvirlit yvir gymnasialar próvtøkur í 1995 og 1998
In 1995, 375 completed an upper secondary education and in 1998, 434. This is approximately half of a cohort.
BLARK_translated
Í 1995 stóðu 375 eina gymnasiala útbúgving og í 1998 434. Hetta er uml. helmingur av einum árgangi.
In addition, Faroese people can apply for Danish research funding on equal terms with Danes at the Danish research councils.
BLARK_translated
Harafturat kemur, at føroyingar kunnu søkja danskar granskingarpengar á jøvnum føti við danir hjá teimum donsku granskingarráðunum.
Looking at the human research resources, there are today more than 50 people in positions with professional and scientific qualifications. Some of these positions are funded from outside. Looking at academic educations, many — indeed most — of the Faroese academics have received their education at Danish universities, ...
BLARK_translated
Verður hugt at tí menniskjansliga granskingartilfeinginum, eru tað í dag meira enn 50 fólk í størvum við fakligum og vísindaligum eyðkenni. Okkurt av hesum størvum er fíggjað uttanífrá. Verður hugt at akademiskum útbúgvingum, hava nógv teir flestu føroysku akademikararnir tikið útbúgvingina á donskum lærdum háskúlum, f...
The minimum requirement for appointment to the position has been a master’s degree or equivalent education. When it concerns academic positions at the University of the Faroe Islands, an assessment committee has evaluated the applicants, as is done at other universities. The University Council is the appointing authori...
BLARK_translated
Minstamarkið við setan í starv hevur verið kandidatsprógv ella samsvarandi útbúgving. Tá talan er um vísindalig størv við Fróðskparsetur Føroya, hevur ein metingarnevnd mett um umsøkjararnar, eins og gjørt verður við onnur universitet. Setursráðið er setanarmyndugleiki. Starvsflokkingin er adjunktur, lektari og profess...
Now, as vacancies are rarer, the situation has changed, with the expectation — in most cases — that there will be several suitable applicants.
BLARK_translated
Nú, tá ið leys størv eru meira sjáldsom, er støðan vorðin ein onnur, við tað at roknað verður við - í flestum førum - at fleiri skikkaðir umsøkjarar eru.
New times impose new skill requirements. A PhD degree is still not a formal requirement to be appointed to a position, but several institutions have given signs — to their younger staff — that it is expected they will obtain a PhD. The problem is that unless more resources are added, this will mean that the various fix...
BLARK_translated
Nýggjar tíðir seta nýggj førleikakrøv. Eitt ph.d-stig er enn ikki nakað formligt krav fyri at verða settur í starv, men fleiri stovnar hava givið tekin um - yvir fyri sínum ungu starvsfólkum - at roknað verður við, at tey taka eitt ph.d-stig. Trupulleikin er tann, at uttan at meira tilfeingi kemur afturat, fer tað at h...
Sleep - necessary prerequisites for research to take place in research institutions
BLARK_translated
Søvn - neyðugar fyritreytir fyri at gransking kann fara fram á granskingarstovnum
With the Home Rule Act the library matter was taken over as a Faroese subject, and the National Library of the Faroe Islands, founded in 1828 as a private trust institution, came under the government and today operates under the Faroese Parliament Act of 1952 on the National Library of the Faroe Islands.
BLARK_translated
Við heimastýrislógini varð bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn, stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur, kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir løgtingslógini frá 1952 um Føroya Landsbókasavn.
to collect all Faroese literature and as much as possible of literature about the Faroe Islands
BLARK_translated
at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
The National Library functions, among other things, as a research library with an advanced search system at a high technical level and with a well-functioning loan system between libraries both domestically and abroad.
BLARK_translated
Landsbókasavnið virkar m.a. sum vísindaligt bókasavn við framkomnum leitiskipanum á høgum tøkniligum stigi og við einari vælvirkandi lániskipan ímillum bókasøvn bæði innanlands og uttanlands.
The University of the Faroe Islands (Academia Færoensis) was established in 1965 as an independent public institution with an appropriation in the parliamentary budget. Its purpose was "to promote research work and organize higher education in the Faroe Islands" in cooperation with the research institutions that existe...
BLARK_translated
Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) er sett á stovn í 1965 sum ein sjálvsognarstovnur við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Tað skuldi "fremja rannsóknararbeiði og skipa fyri hægri undirvísing í Føroyum" í samstarvi við teir granskingarstovnar, sum tá vóru, t.e. søvn landsins: Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, ...
The activities at the University are organized into three main departments: the Faroese Language Department, the Natural Sciences Department and the History and Social Sciences Department. The rector is chairman of the university council, which is staffed by the heads of the main departments. Both the rector and the de...
BLARK_translated
Virksemið á Fróðskaparsetrinum er skipað í tríggjar megindeildir: Føroyamálsdeild, Náttúruvísindadeild og Søgu- og samfelagsdeild. Rektarin er formaður í setursráðnum, sum er mannað av formonnunum á megindeildunum. Bæði rektari og megindeildarráðslimir verða eftir ásettum reglum vald fyri trý ár í senn av teimum, sum s...
In 1998 a development plan for the University was made. It sets out on the map how the institution can be developed over the next three years.
BLARK_translated
Í 1998 varð ein menningarætlan fyri Fróðskaparsetrið gjørd. Hon stingur út í kortið, hvussu stovnurin kann verða mentur tey næstu trý árini.
When the center was established, careful attention was paid to a department, the Faroese-language department, and a research position.
BLARK_translated
Tá ið setrið varð stovnað, varð lagt varliga fyri við einari deild, Føroyamáls-deildini, og einum vísindastarvsfólki.
From 1978 to 1988 religious studies were taught, but for various reasons that instruction stopped.
BLARK_translated
Árini 1978-1988 varð undirvíst í gudfrøðiligum evnum, men av ymsum grundum steðgaði tann undirvísingin.
Humanities studies at the Department of Faroese Language and at the Department of History and Social Studies ended at the end of 1998.
BLARK_translated
Hugvísindalig nám á Føroyamálsdeildini og Søgu- og samfelagsdeildini lokin við ársenda í 1998:
88 completed the 2-year course, diploma in Nordic, especially Faroese language and literature.
BLARK_translated
88 staðið 2 ára námið,.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum,
Some of those who take a degree in an undergraduate program at the University have major subject degrees in another subject and are therefore. Some of them have studied both subjects in the program at the university (e.g. Faroese and history).
BLARK_translated
Summi av teimum, sum taka prógv í eini grundútbúgving á Fróðskaparsetrinum, hava høvuðsgreinarprógv í eini aðrari lærugrein og eru sostatt. Nøkur teirra hava lisið báðar greinirnar í útbúgvingini á setrinum (t.d. føroyskt og søgu).
Those who only take exams in a single — or parts of a single — degree programme or a basic education usually continue further studies at other universities. It has never been reported otherwise about how education at the institution has fared than that the basic and degree programmes are at the same level as elsewhere,...
BLARK_translated
Tey, sum bara taka prógv í eini - ella pørtum av eini - støðisútbúgving ella eini grundútbúgving, halda aloftast fram við víðari lestri á øðrum universitetum. Tað hevur ongantíð verið annað at frætt um, hvussu útbúgvingin á setrinum hevur vignast, enn at grund- og støðisútbúgvingarnar eru á sama støði sum aðrastaðni, o...
Additionally, certain advisory activities will be provided, such as information/publicity about research results. Care of word, place-name, dialect, and ballad/song collections are necessary parts of the research and teaching at the department.
BLARK_translated
Haraftrat kemur ávíst ráðgevandi virksemi eins og upplýsing/kunning um granskingarúrslit. Røkt av orða-, staðanavna-, málføra- og kvæðasøvnum eru neyðugir partar av granskingini og undirvísingini á deildini.
The Faroese Language Department participates in the Nordplus network Nordliks, which organizes teacher and student exchanges among the mother-tongue departments at all universities in the Nordic countries. Teacher exchanges in particular are very beneficial to the department.
BLARK_translated
Føroyamálsdeildin er við í Nordplus-netverkinum Nordliks, sum skipar fyri lærara- og studentaumbýti millum móðurmálsdeildirnar á øllum universitetum í Norðurlondum. Serliga læraraumbýti kemur væl við hjá deildini.
The research area of the department is broadly linguistics and literary studies; under the latter comes research on orally transmitted poetry.
BLARK_translated
Granskingarøkið hjá deildini er í stórum dráttum málfrøði og bókmentafrøði, undir hetta seinna kemur gransking av skaldskapi av manna munni.
Furthermore, research will be conducted in Faroese grammar and linguistic history and in Faroese folk/folk-traditional place and personal names.
BLARK_translated
Harumframt verður granskað í føroyskari mállæru og málsøgu og í føroyskum fólkanøvnum.
Literary research at the Faroese Department has produced monographs on individual authors and on certain periods. Collections of articles have been published with literary analyses of particular works and texts and with conference lectures. At the department a book with literary themes has been written and a book is in...
BLARK_translated
Bókmentafrøðiliga granskingin á Føroyamálsdeildini hevur kastað av sær monografiir um einstakar rithøvundar og ávís tíðarskeið. Givin eru út greinasøvn við bókmentaligum greiningum av støkum verkum og tekstum og við ráðstevnufyrilestrum. Á deildini er skrivað bók við bókmentaligum frøðiheitum og í umbúna er bók, sum vi...
Mass media communication, oral communication in the present and contemporary culture are likewise research topics in the Faroese Department. Various articles in journals and anthologies in Scandinavian and English show results in the field. A master’s thesis on communication and popular culture has been written in the ...
BLARK_translated
Fjølmiðlasamskifti, munnligt samskifti í nútíðini og samtíðarmentan eru somuleiðis granskingarevni á Føroyamálsdeildini. Ymsar greinagerðir í tíðarritum, antologium á skandinaviskum og enskum máli vísa úrslit á økinum. Ein.-ritgerð um samskifti og fólksliga mentan er skrivað á deildini, somuleiðis ein ph.d. ritgerð.
The Department of History and Social Studies organized an international scholarly conference on "Microstates: Globalization and Constitutionalism. Challenges to Self-Government and Microstates" in April 1999.
BLARK_translated
Søgu- og samfelagsdeildin stílaði fyri altjóða vísindaligari ráðstevnu um "Microstates: Globalization and Constitutionalism. Challenges to Selfgoverment and Microstates" í apríl 1999.
Facilities, tasks and resources. The Faculty of Natural Sciences provides higher scientific education and conducts research in natural science and technical subjects. Research and education are two sides of the same thing: producing and utilizing knowledge and should be reflected in the activities carried out at a univ...
BLARK_translated
Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Náttúruvísindadeildin gevur hægri náttúrufrøðiligar útbúgvingar og granskar í náttúruvísindaligum og tekniskum evnum. Gransking og útbúgving eru tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan og eiga at fylgjast í tí virksemi, sum fer fram á einum universiteti.
Although the Faculty of Natural Sciences has been operating for more than 25 years, the academic environment is still only slightly larger than it was at the beginning. There is only one permanent researcher in each subject area, and therefore the activity of the Faculty of Natural Sciences is largely tied to individua...
BLARK_translated
Hóast Náttúruvísindadeildin hevur virkað í meir enn 25 ár, er fakliga umhvørvið framvegis lítið størri, enn tað var í byrjanini. Bert eitt fast vísindafólk er á hvørjum fakøki, og tí er virksemið hjá Náttúruvísindadeildini nógv knýtt at einstaklingum. Á náttúruvísindadeildini eru fimm full vísindastørv umframt parttíða...
Radiation and other pollution in the sea, on land and in the air.
BLARK_translated
Geislavirkni og onnur dálking á sjógvi, landi og í luftini.
Computer science and lexicography. The first PhD dissertation written in the department: Elin Súsanna Jacobsen: Alcoholic drinking customs and vices. Annales Societatis Scientiarum Færoensis. Supplementum XX and Alcoholic Drinking and the Drug Council, 1995. PhD dissertation in the Faculty of Humanities, Aarhus Univers...
BLARK_translated
Málteld og orðabókaarbeiði. Fyrsta ph.d.-ritgerðin skrivað á deildini: Elin Súsanna Jacobsen: Rúsdrekka siðir og ósiðir. Annales Societatis Scientiarum Færoensis. Supplementum XX og Rúsdrekka og Narkotikaráðið, 1995. Ph.d. ritgerð á hugvísindaligu megindeildini, Århus Universitet 1996. Í løtuni eru tveir, Erland Viberg...
Due to varied seabed topography and varying water masses, the Faroese marine area forms a complex system that is difficult to describe causally. At the Faculty of Natural Sciences, work is underway with numerical oceanographic models that can increase knowledge of the marine area around the Faroe Islands. In such model...
BLARK_translated
Orsakað av torgreiddari botnstaðfrøði (botntopografi) og samanfallandi vatnmongdum myndar føroyska havøkið eina fløkta skipan, sum er torfør at lýsa ástøðiliga. Á Náttúruvísindadeildini verður arbeitt við numeriskum havfrøðimodellum, ið kunnu økja um vitanina um havøkið við Føroyar. Í slíkum modelleringsarbeiði verða m...
The large differences in altitude in the country affect the propagation of electromagnetic waves, and this therefore matters for telecommunications. In cooperation with Føroya Tele, studies can be carried out on how the sea and the mountains affect the signal strength in the digital radio system.
BLARK_translated
Stóru hæddarmunirnir í landinum ávirka útbreiðsluna av elektromagnetiskum-bylgjum, og tað hevur tí týdning fyri telesamskiftið. Í samstarvi við Føroya Teleeru kanningar gjørdar av, hvussu havið og fjøllini ávirka signaldygdina í digitalum-radioskipanum.
The Antiquities Museum has collections of archaeological and ethnographic objects, a large photo collection, and a collection of narrated and interview material, both written and as audio recordings. This material was gathered in connection with major ethnographic projects. The museum also has photo and conservation wo...
BLARK_translated
Fornminnissavnið hevur søvn við fornfrøðiligum og fólkalívsfrøðiligum gripum, eitt stórt myndasavn, savn við frásagnum og samrøðutilfari, bæði skrivligt og sum bandupptøkur. Hetta er tilfar, ið er savnað saman í sambandi við størri fólkalívsfrøðiligar verkætlanir. Savnið hevur eisini mynda- og konserveringsverkstaðir.
The Faroese Museum of Antiquities collaborates on certain tasks with foreign museums and antiquarian institutions, including the National Museum in Denmark. Domestically the institution collaborates with other museums and institutions, such as the National Archives, the Natural History Museum, the Department of History...
BLARK_translated
Føroya Fornminnissavn hevur samstarv um ávísar uppgávur við útlendsk søvn og antikvariskar stovnar, m.a. Tjóðsavnið í Danmark. Innanlands hevur stovnurin samstarv við onnur søvn og stovnar, eitt nú Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið, Søgu- og samfelagsdeildina, Føroyamálsdeildina, Matrikulstovuna o.o.
The expansion of the foundational systems (infrastructure) and greater innovation over the past 30 years has meant that many archaeological investigations have necessarily had to be carried out in connection with this. It has been necessary to bring in labor and excavation leaders from abroad. These investigations have...
BLARK_translated
Útbygging av undirstøðukervinum (infrastrukturinum) og størri nýgerð tey seinastu 30 árini hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at framt nógvar fornfrøðiligar rannsóknir í tí sambandi. Neyðugt hevur verið at fingið arbeiðsmegi og útgrevstrarleiðarar uttanífrá. Hesar rannsóknir hava havt stóran týdning fyri fatani...
The plant collection has for several years been working purposefully on airborne pollen surveys (pollen analyses), simultaneously with a more fundamental mapping of the terrestrial Faroese vegetation (the flora).
BLARK_translated
Plantusavnið hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við flogsáðkanningum (pollenkanningum), samstundis við eini meira grundleggjandi kortlegging av tí terrestriska føroyska gróðrinum (floruni).
A concrete research result is that approximately 2,000 previously unknown animal and plant species in Faroese waters have been identified. Specialists who can classify these species then report the findings to the research stations from time to time.
BLARK_translated
Ítøkiligt granskingarúrslit er, at uml. 2.000 higartil ókend dýra- og plantusløg í føroyskum sjóøki eru vorðin identifiserað. Serfrøðingar, ið kunnu flokka hesi sløg, boða so við og við royndarstøðini frá úrslitunum.
Facilities, tasks and resources. The Fisheries Research Station was originally established in 1954 as a department under Denmark's Fisheries and Ocean Investigations. In the first years the station was only open in the summer season, but since 1959 the station has operated year-round. At the beginning the government an...
BLARK_translated
Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Fiskirannsóknarstovan varð upprunaliga sett á stovn í 1954 sum ein deild undir Danmarks Fiskeri og Havundersøgelser. Fyrstu árini var stovnurin bert opin í summarhálvuni, men síðani 1959 hevur stovnurin virkað alt árið. Í byrjanini býttu landsstýrið og danska stjórnin útreiðslurnar javn...
Research. With Magnus Heinesen, recurring surveys and other investigations are carried out every year. The most important surveys are:
BLARK_translated
Gransking. Við Magnusi Heinasyni verða á hvørjum ári gjørdar afturvendandi yvirlitskanningar og aðrar kanningar. Tær týdningarmestu yvirlitskanningar eru:
Echo sounder surveys of sandeel and hydrography. These investigations take place in May, when the fish, after spawning, are heading north into the North Sea to search for food.
BLARK_translated
Ekkómetingar av svartkjafti og hydrografi. Hesar kanningar fara fram í mai, tá fiskurin eftir gýting er á veg norður í Norðurhøv at leita sær føði.
The nest surveys in June–July provide the first indications of how the annual spawnings have fared. On this trip, investigations of prey and the amount of food supplies in the sea are also carried out.
BLARK_translated
Yngulkanningarnar í juni-juli geva fyrstu ábendingarnar um, hvussu árligu gýtingarnar hava hilnast. Á hesum túrinum verða eisini gjørdar kanningar av æti og nøgdini av tøðevnum í sjónum.
Echo observations of herring and haddock in the North Sea in May together with research vessels from Iceland, Norway and the EU indicate the abundance of the same stocks in the survey area.
BLARK_translated
Ekkómetingar av sild og svartkjafti í Norðurhøvum í mai saman við fiskirannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og ES geva nøgdina av somu stovnum í kanningarøkinum.
The quantity of cod, blue whiting and black hake is estimated in special survey trawls.
BLARK_translated
Nøgdin av kongafiski, blálongu og svartkalva verður mett á serligum yvirlitstrolingum.
Standard sections and hydrography. On four surveys conducted throughout the year, temperature and salinity are measured down through the water column at fixed standard sections. Salinity and temperature are also measured on several of the other cruises with MH.
BLARK_translated
Standardskurðir og hydrografi. Á fýra kanningum, ið eru býttar út um árið, verða hiti og saltnøgd niður gjøgnum sjógvin kannað á føstum standardskurðum. Eisini verða salt og hiti kannað á fleiri av hinum túrunum við MH.
The Fisheries Research Institute also collects a set of materials from landings of fish in the Faroe Islands. The purpose of this is to describe changes in weight, growth and age composition of the landed fish. This, together with survey trawling and logbooks from fishing vessels, forms the main basis for the annual st...
BLARK_translated
Fiskirannsóknarstovan savnar eisini inn ein hóp av tilfari frá avreiðingum av fiski í Føroyum. Endamálið við hesum er at lýsa broytingar í vekt, vøkstri og aldursbýti á avreidda fiskinum. Hetta saman við yvirlitstrolingunum og dagbókum frá fiskiskipum er høvuðsgrundarlagið undir árligu stovnsmetingunum.
The Fisheries Laboratory participates in several research projects, both Faroese and international. Among others, the following can be mentioned:
BLARK_translated
Fiskirannsóknarstovan er við í fleiri granskingarverkætlanum, bæði føroyskum og altjóða. M.a. kunnu nevnast:
Together with the Department of Natural Sciences at the University of the Faroe Islands, the ecosystem of fish on the Faroese Bank will be studied.
BLARK_translated
Saman við Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum verður vistskipanin hjá fiski á Føroya Banka kannað.
The influence of dragging for shells on the seabed and the marine life there.
BLARK_translated
Árinið av dregging eftir skel á botnin og dýralívið har.
The cube trawlers have fished in the same way under the same shipping company all the years since the fishing grounds were moved out. In this context, there is an investigation into how their catch and fishing areas have been.
BLARK_translated
Kubatrolararnir hava fiskað á sama hátt undir sama reiðaríi øll árini, síðan fiskimarkið varð flutt út. Í hesum sambandi er ein kanning av, hvussu veiðan og veiðiøkini hjá teimum hava verið.
In the project "Access to fish" (Tilgongd av fiski), it is examined how the survival prospects are for fry and small fish, and how this affects survival and growth.
BLARK_translated
Í verkætlanini "Tilgongd av fiski" verður kannað, hvussu livilíkindini eru hjá seiði og smáfiski, og hvussu hetta ávirkar yvirliving og vøkstur.
There are also several practical trials in this context, such as trials to develop methods for mackerel fishing, experiments to distinguish unwanted bycatch from targeted fishing using separating grids, recording of bycatch, and experimental fishing in deep water.
BLARK_translated
Eisini eru fleiri praktiskar royndir í hesum sambandi, so sum royndir at dyrgja eftir makreli, royndir við at skilja óynskta hjáveiðu frá undir fisking við at nýta skiljiristir, skráseting av hjáveiðu, royndarfiskiskap á djúpum vatni.
The behavior and migration of cod are studied by tagging the fish.
BLARK_translated
Atburður og ferðing hjá toski verður kannað við at merkja fisk.
In recent years the Foundation has also been involved in several studies ahead of a potential upcoming oil industry. Examples include:
BLARK_translated
Stovnurin hevur seinnu árini eisini verið uppi í fleiri kanningum framman undan eini komandi oljuvinnu. Nevnast kunnu:
Registrations and quality assessments of hydrographic data in areas of interest for the oil industry.
BLARK_translated
Skrásetingar og góðskumetingar av hydrografiskum dátum í økjum av áhuga fyri oljuvinnuna.
Research. At the Public Health Laboratory a number of research projects and studies have been carried out and are being carried out that relate to the institution’s area of work. The aim has been to develop knowledge and/or to examine possible commercial utilization. Among other things, the possibility of using extract...
BLARK_translated
Gransking. Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava verið og verða framdar ein røð av granskingarætlanum og kanningum, sum hava við starvsøkið hjá stovninum at gera. Endamálið hevur verið at menna vitanina og/ella at kanna møguliga vinnuliga gagnnýtslu. M.a. hevur verið kannað, um møguleiki er at nýta úrdráttir frá ymiskum...
Another area of research is environmental contamination, especially in the sea. The Public Health Agency is involved in various projects, and several measurements of PCB and heavy metal content in fish, whales and birds have been carried out.
BLARK_translated
Eitt annað granskingarøki er umhvørviseitur, serliga í havinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er við í ymiskum verkætlanum, og framdar eru fleiri mátingar av PCB- og tungmetalinnihaldi í fiski, hvali og fugli.
Other health science research has particularly had epidemiological characteristics. A neurologist, affiliated with the National Hospital, has described neuroepidemiological characteristics and is, in collaboration with the Neurology Department at Odense University, in the process of collecting data with the aim of cond...
BLARK_translated
Onnur heilsuvísindalig gransking hevur serliga havt farsóttarfrøðilig eyðkenni. Ein nervaserfrøðingur (neurologur), knýttur at Landssjúkrahúsinum, hevur lýst neuroepidemiologisk eyðkenni og er í samstarvi við Neurologisk Afdeling við Odense Universitet í holt við innsavnan av dátum við tí fyri eyga at gera farsóttarfrø...
At the Psychiatric Department of the National Hospital epidemiological studies of suicide, alcoholism and schizophrenia are being carried out. Hereditary population screenings are being initiated in collaboration with the Institute for Basic Psychiatric Research and the Genetic Institute at Aarhus University.
BLARK_translated
Á Psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum eru framdar epidemiologiskar kanningar av sjálvmorði, alkoholismu og skisofreni. Farið er undir at gera arvaligar fólkakanningar í samstarvi við Institut fyri Psykiatrisk Grundforskning og Genetisk Institut við Aarhus Universitet.
Although our main industry is based on fishing, little or no research has been done in this sector, except for fisheries biology research and experimental fishing.
BLARK_translated
Hóast høvuðsvinna okkara er grundað á fiskiskap, er lítil og eingin gransking gjørd í hesi vinnugrein, fiskalívfrøðilig gransking og royndarfisking tó undantikin.
The country's forestry service has a scientifically trained forestry technician who conducts experiments with uses of various tree species.
BLARK_translated
Skógrøkt landsins hevur ein vísindaliga útbúnan skógbúnaðarkandidat, sum ger royndir við nýtslumøguleikum av ymiskum træsløgum.
The sea around the Faroe Islands used to be part of the Danish Fisheries and Marine Research, just as the subsoil was part of the Geological Survey of Denmark. These investigations are now being carried out in coordinated cooperation with the Faroese Fisheries Laboratory and the Natural History Museum, where GEUS also ...
BLARK_translated
Sjógvurin kring Føroyar var áður ein partur av Dansk Fiskeri og Havundersøgelser, eins og undirgrundin var ein partur av Danmarks Geologiske Undersøgelser. Hesar kanningar fara nú fram í einum samskipaðum samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna og Náttúrugripasavnið, har GEUS eisini hevur hølir. Á lærda háskúlanum í Keypm...
Several ordinary cooperation agreements exist between the University of the Faroe Islands and Danish universities and individually with other Nordic universities. Faroese researchers take an active part in annual meetings, scientific conferences and other professional gatherings, mostly in the Nordic countries, but als...
BLARK_translated
Fleiri vanligar samstarvsavtalur eru millum Fróðskaparsetur Føroya og donsk universitet og einstakar við onnur norðurlendsk universitet. Føroyskir granskarar taka dúgliga lut á ársfundum, vísindaligum ráðstevnum og øðrum fakligum fundum, mest í Norðurlondum, men eisini í altjóða sambandi, t.d. ICES (International Counc...